Millum bygda . Á veg millum bygda . Hann fór niðan um bøgarðarnar . Skógvarnir gingu sáttliga , skróvaðu eitt sindur , tá stigið varð í teir turrløgdu hyljarnar . Viðhvørt kom eitt lítið suff frá stavinum , ið stakk í bleyta jørð . Komin niðan á varðagøtuna støðgaði hann á , setti stavin sum eitt punktum niður í ta døkku moldina , legði høkuna á knappin og læt eygað hvíla á gøtuni . Hóma hesa kámu søgu við gomlum og nýggjum sporum . Tey vóru so hugnalig , sjálvt um tey sóu hjálparleys og ørlig út . Tað var , sum vóru tey sett av tilvild av einum fóti út úr luftini . Summir hælir vendu móti hansara bygd og aðrir móti hesari . Hann hevði ætlað at smakka sær á hitt vælsignilsið , sum hann hevði í lummanum , men vildi líkasum ikki bróta kvirruna , ið drakk av honum . Fjallið lá stilt , tað ikki so mikið sum andi , og har niðri hoyrdist einki , bara eygað sá roykin fara uppeftir sum óljóð . Tó hann varð heldur ljótur fyri vestan . Hin svarti sjónarringurin vaks so líðandi og hótti við at fara um alt hválvið . , , Tað er forandringur í honum , " hoyrdi hann seg sjálvan siga . , , Tað er , " tók hann uppaftur , og lyfti høvdið og bretti sær á , royndi at koma til seg sjálvan aftur . Nú man ein munnur smakka væl . Fløskan kom upp , nakað av henni fór brennandi niður gjøgnum hálsin , og sum eitt neistarok føldi hann tað , ið var eftir av kvirruni har niðri , fara sum gløður út í kroppin . Nú ikki meir , proppin í , og so til gongu . Hann gekk niðaneftir , sum hann og fólk eru von at ganga millum bygda , tá ið tað eru ikki neyðsynjarørindi . Kanska eitt sindur heitari enn vanligt . Hugur hansara føldist stórur og heitur , fylti alt upp inni í honum og bara hvíldi í sær sjálvum . Læt ymist mala fram fyri eina løtu , til tað hevði tømt seg , fyri so at fara burtur av sær sjálvum . Sum eygað skeitti upp á varðarnar , kom viðhvørt ein varði at standa eina løtu . Og hetta lítla málið dró ofta tað stóra við sær , bygdina . Hon kundi so liggja eina løtu , til hon sum ein mjørkaflóki toygdi seg sundur og varð til einkis . Á , ja , um tveir tímar so var hann har . Í fyrstuni kom forandringurin so líðandi . Hann dró saman í erva , men einki til tað . Hann tók tað róliga , styðjaði seg til ein varða og gánaði upp í ættina . Førkaði við hondini nakrar leysar steinar í varðanum . Nei , so var , veðrið hevði eingin í hondum . Eitt sindur sáttligari fór hann aftur til gongu . Men hann hevði ikki fingið meira enn 15 varðar aftur . Tá , so brann hann á við vátakava - stormur í vindi . Flykrurnar brustu sum vátir vøttir móti andlitinum , og vindurin stóð sum áarstreymur móti bringuni . Hann royndi at krøkja seg eitt sindur saman , rykkja eygnalokini so nógv sum gjørligt og ganga til . Men tað var hált , og illgongt nú . Stavurin lá í báðum hondum , og hann mest sum lesti seg upp gjøgnum brekkuna . Komin at einum varða , ið hann næstan ikki mundi funnið , hættaði hann sær ikki avstað aftur . Hann royndi at bogra undir honum . Stakk høvdið viðhvørt eitt sindur fram fyri at fáa eyga á tann næsta varðan , men gakk - vónleyst . Ein hvirla , ið hevði blást munnin upp á honum , hevði næstan kvalt hann . Hann royndi at kroysta seg inn at varðanum , men lítið hjálpti , hvirlurnar sprændu út millum steinarnar og stungu seg ígjøgnum húðina , langt inn í kroppin . Tað mátti lætt í eitt sindur - bara so frægt , at hann kundi runnið millum varðarnar . Hann mátti eisini verið komin hálvan vegin , ið hvussu var . Kuldin var longu farin inn um klæðini og var á veg til hvørja slintru í kjøti hansara . Í lummanum lá fløskan køld og vát . Hann tók hana fram . Jú , tað vóru góðir 3 / 4 - ar eftir í henni . Bestu ráð mundu vera at smakka sær á , bara eitt sindur , tað hevði givið varma í kroppin . Proppurin kom av , og hann fekk sær ein góðan munn . Tað smakkaði bara kalt og brendi kalt gjøgnum hálsin . Ein deyður hiti breiddi seg gjøgnum kroppin . Hann setti proppin í aftur , og skotraði seg betur undir varðan , meðan tankarnir fóru heim til bygdina og hús hansara . Kroppurin var vorðin tynri og størri , men føldi ikki stórt og neyt einki av øllum roykstovuhitanum , ið tankarnir nú góðgaðu sær við . Hugnaligir tankar , bara teir ikki høvdu verið so skirvisligir , høvdu so lætt við at spjaðast og verða til einkis . Tá varð kavarokið kaldari og meira nakið og ein sjálvur einsamallur í einari verð av kavaroki . , , Upp at stríðast skortlandsmenn . " , , Mens dansen den gaar . " , , Eingin trínur dansin undir moldum . " Kavaflykrurnar flagsaðu og mólu framman fyri honum og bóru hesar stubbarnar og annað inn á hann . Langt burtur glumdi dansurin . Hann kundi sjálvur farið upp at dansa . Hann fór á føtur , tó tað var stríggið , beinini vóru sum glerpípur . Men við ørmunum inn at kroppinum kvað hann standandi á sama stað og innantanna . Eitt sindur av varma og dirvi kom aftur í hann . Hann kvað ikki leingi , tað gjørdist so óhugnaligt og fjart soleiðis at kvøða einsamallur . Hann kendist til síðst ikki við seg sjálvan . Men nú hann var komin upp at standa , var tað líkasum , at lívið var komið aftur til hansara , og kavarokið vorðið nýtt fyri honum . Var kavarokið heldur enn ikki tynri , enn tá ið hann setti seg . Á midnátt kundi hann vera við hús , um tað sást millum varðarnar . Vera her í nátt , hann skalv . Mong vóru tey , ið vórðu stív eftir einari nátt . Stirvin , men við nýggjum móti , fór hann inn í kavarokið . Stavurin máldi leiðina í hanagleivum - 10 fet - hann vendi sær á . Jú , varðin sást skilliga . 20 fet - við bangnum hjarta vendi hann sær við , men varðin var , og við bangnum hjarta vendi hann sær við aftur , bíndi kavarokið ígjøgnum , men einki hann sá . Hevði hann funnið henda varðan , var hann sloppin . Tað hevði givið honum mátt og áræði til at halda á , til hann stóð í túninum . 29 fet - ein hvøss hvirla snaraði honum á . Hann varðaði við báðum hondum fyri eyguni . Nakað døkt var har niðri . Spakuliga vendi hann sær á , stardi beint fram , leitaði til viks , men einki hann sá . Og tó , var tað ikki nakað har ? Hann fekk hug at leypa nøkur fet fram ímóti tí - allir mildir . - Varliga gníggjaði hann eyguni . Tá hann hugdi aftur , hevði varðin flutt seg . Hann vendi bakið móti óveðrinum , ringaði seg saman , sum vardi hann okkurt lítið ella leitaði eftir onkrum . Vantaði honum dirvi . , , Hann , ið einki vágar , hann einki vinnur . " Men gingu teir gomlu nøkur fet uttan at vita , hvar ið fóturin varð settur , og hvørji ætt tærnar vendu ímóti ? Teir gomlu , hann risti við høvdinum og hvakk við , tað kendist sum ein køld hond streyk honum niður eftir andlitinum . Skalvur hevði hingið í enninum . Við vinstru gníggjaði hann sær um andlitið , meðan høgra helt um stavin , ið stóð sum skorða móti bringuni . Hann tók báðar hendur um stavin og linaði hann eitt sindur frá bringuni . Vindurin stóð so javnur inn í bakið , møðsamt var at standa so , og frammanfyri , í læ av honum , lívdi varðin . Hann flutti stavin varliga , og ikki fyrr enn hann føldi , at stavurin stóð fastur , otaði hann seg ímóti honum . Bakið royndi sum byrging at byrgja fyri óveðursstreyminum , meðan eyguni leitaðu til stavin ; onkuntíð skeittu tey at hasum døkka , ið fót fyri fót kom nærri . Hann fór til læsíðuna , tók ein stein av varðanum og legði hann so tætt afturat , sum hann kundi , við tí so toluliga turru síðuni upp . Tungliga settist hann . Sum hann sat , var kroppurin lættari , kendist mest sum ein pottur , ið stóð og smásjóðaði . Gráur roykur skotraði seg upp við einum fjalli , rekandi í allar ættir . Alt meðan høvdið spakuliga seig niður móti knøunum , stóðu eygnalokini sum himlar við neistum sum fúkandi stjørnuskot . Langt burtur mól kavin og vindurin , viðhvørt koyrdi onkur hvirla ýlandi varðan á kroppin á honum , og so var aftur stilli , bara orðini hingu eftir eina løtu . Mólu í klingur . Varðin - steinarnir - steinurin . Munnurin brast niður í stavin , ið lá í hondunum . Hondin trilvaði upp til munnin , men føldi einki . Stavurin var farin úr hondunum , royndi at taka hann , men beinini vóru sum glerpípur , og hann fór fram eftir rommum . Tað stóð um lív og deyða at koma aftur á føtur . Frá vørrini kom nú fitt av vamlandi blóði inn í munnin . Stavurin var horvin . Hann var ov stívur , og hvat skuldi hann gera við stav . Royndi at banga sær , tað kendist , sum hann varð steinaður . Tó fyri hvørt kastið kom meiri bruni í , og tað fór at kennast kalt at standa ov langt frá varðanum , ið enn stóð sum ein skuggi , gyrdur av myrkri , og tó , tað sýndist at standa undir hansara aga . Hann stillaði seg við síðuni tætt inn at varðanum . Høgra fór gjøgnum kavan og kom niður á ein skalla . Rímiligt , nakrir rundbøllingar vóru ímillum . Hann hevði verið við at laða varðar , meira enn so . Hondin tók fastari um skallan , ið spakuliga fór undan . Hann royndi at sleppa sær til viks , so væl sum hann kundi , meðan kollurin á varðanum fór raplandi niður við síðuni á honum . Ein kløkkur var tað , kendi okkurt verða raplað innan úr sær og stóð nú líka lavhallur sum varðin uppi yvir steinunum , ið glómaðu úr kavanum . So handleysur , sum hann var , fekk hann knossað hesar eygnasteinarnar saman í eina rúgvu . Ikki sørt av lívi kom í hann , og eyguni hamaðust upp á rúgvuna og hatta døkka beinið . Mátti takast av fótum allur sum hann var . Rúgvan fór at vaksa , stein fyri stein . Hendurnar arbeiddu alt betur og betur . Vóru vanar at vera amboð , um bert onkur liðna vikaðist . Varðin varð tikin av fótum , lá nú í einari nossligari rúgvu . Hann gjørdist gjøðin , gav sær ikki stundir til at standa og gleðast , men fór beint at grunda fyri nýggjum . Tá ið grundað var fyri aðru ferð , var kuldi , svøvnur og maktarloysi við at vera úr eygsjón , sum so ofta fyrr . Tíðin fløddi út í myrkrið . Einki var eftir uttan steinarnir , hann og varðarnir . Og nú , at taka til , morgunmaðurin , ið var farin at kasta nót eftir myrkrinum , meðan bygdarmenninir svumu sum smálýsandi botnfiskar millum varðarnar . Alljósur morgun var , tá ið teir komu fram á mannin , ið stóð og laðaði varða . %% 27 Handilsgentan Handilsgentan Tá eg kom í handilin hjá skómakaranum at vera , var eg blaðung genta . Allan dagin gingu fólk út og inn úr handlinum , og eg møtti hópin av fólki , sum eg ikki kendi . Tey flestu vóru blíð , og summi vóru heldur smæðin . Kortini eru tað ikki hesi , sum eg minnist best - tvørturímóti - tí heldur eru tað tey , sum upp á onkran máta vóru øðrvísi , tey , sum toldu lítið av , tey , sum vóru ring at fáast við ella tey , sum lumpaðu meg onkursvegna . Har var til dømis lærarin , ella rættari sagt lærarakonan , tí hon var tað , sum skuldi hava nýggjar skógvar . Lærarin var bara við . Konan var so ónatúrliga smæðin . Tað var sum hevði hon púrasta einki sjálvsálit . Hon stóð beint framman fyri mær , men hugdi ikki upp , stardi ístaðin fyri niður á tær reyðu hendurnar og teskaði tað , sum sigast skuldi . Eg fann fleiri skópør fram til hennara beinanvegin og bað hana royna teir . Hon hevði nasadropa , men gloymdi heilt at snýsa sær - stóð ístaðin og snúsaði inneftir og var í døpurhuga um skógvakeypið . Hon kundi onga avgerð taka . Eg koyrdi undir hana , fleiri vóru møguleikarnir í at velja , hon hevði fittar føtur og slapp í hvat sum helst . Tá legði maður hennara knappliga uppí og segði ilskliga : , , Tak teg so saman og vel okkurt meðni . Tað kann vera líka mikið , hvat tú fert í , tí pen verður tú ongantíð . " Eg hvakk við . Hvat var hetta fyri eitt ótýggi av einum manni . Eg kundi sligið hann kaldan , og eg haldi , hann sá tað á mær . Men hann smíltist sukursøtt upp á meg og segði : , , Vit mugu sleppa at skemta onkuntíð upp ímillum , ha ? " Konan visti hvørki út ella inn . Hon stóð og fonglaðist við hondunum niðri í frakkalummanum , andlitið var blivið reyðflekkut . Hon hugdi við sínum bangnu eygum upp á meg og teskaði : , , Hvat heldur tú ? " Eg segði henni erliga , hvat eg helt , og fyri líkasum at hevna meg inn á mannin , legði eg afturat : , , Tygum hava so mikið pen bein , at tygum kunnu fara í allar skógvar . " Maðurin segði ikki eitt orð aftur . Hann blakaði mær pengarnar á diskin og gjørdi ótolin ein vørr móti úthurðini , og aftaná sá eg , at hann fór ginandi langt undan konuni niðan eftir vegnum . Eitt annað viðskiftafólk , sum kom av og á , var hin illi av Strondum . Hann skuldi altíð hava skókrem . Hvat hann brúkti alt hetta grúiliga skókrem til , ja , tað veit eingin , men reytt skuldi tað vera . Ikki bara reytt , men oksablóð . Eg hevði ongantíð hoyrt um henda serliga litin fyrr , men nú fekk eg annað at vita . Hann kom altíð brestandi inn og rópti illur : , , Tríggjar eskjur av oksablóði . " Eg fann tríggjar dósir við reyðum - og hann rykti tær frá mær , hugdi at merkinum og ripaði tær síðani frá sær í ein krók . , , Ein lorta handil , " rópti hann , , , ikki so mikið sum eina lúsa dós av oksablóði . Her kemur man grøvandi til Havnar , og so er tað so eiðasørt . . . uppi . . . útselt , og mjólkarbáturin fer um eitt korter . " Hann var bleikur í andlitinum og var av misháttastu monnum . Hálsurin var stuttur og tjúkkur , nøsin stór og poknut . , , Hvar er skómakarin ? " spurdi hann bráður . Eg segði , at hann var farin niðan at fáa sær millummála . , , Ja , tað ber til . Sita heima við hús og koyra kaku í seg . . . " Hann vendi sær við og fór í somu øðini til dørs . Ripaði hurðina í , so tað klirraði í rútunum . So fór hann . Annars var tað stuttligt at selja skógvar . Tá tú soleiðis liggur á knæ og bindur lissur hjá fólki , er tað líkasum eitt slag av skyldskapi millum teg og viðskiftafólkið . Hetta vísir mær føtur sínar , gremur seg kanska eitt sindur , og eg royni at gera handilsferðina so lagaliga og pínuleysa sum gjørligt . Tað er munur á monnum . Serliga á fótum er munur , stórur munur . Har eru breiðir føtur og smalir føtur . Summi eru plattfótað , summi hava niðursmokkaðan framfót , summi hava vírikar , onnur hava hamartá ella líktorn , og so eru tað tey við harðari húð undir iljunum . Eg øtaðist viðhvørt . Tað er ótrúligt , sum menniskju kundu fara illa við hesum trúføstu fylgisneytum sínum - fótunum . Konufólkini fírdu ikki fyri at keypa sær ov smáar skógvar heldur . Bæði eitt og tvey nummur ov smáar - og royndu so at kroysta hesar tigandi tegnar sínar niður í hetta tronga smala hylkið , sum sjálvandi vildi spreingjast . Úrslitið var ofta tað , at skógvurin eftir heilt stuttari tíð antin skrædnaði og líktist ongum . Men tá skuldu tit sæð . . . Tá komu hesi somu fólkini grøvandi oman í øðini og løgdust á skómakaran , tey skeldaðu hann út og kallaðu hann bæði bygdafrell og snýtara og bedragara . Tey tveittu hesar ólukku útkleyraðu skekarnar niður á diskin og bóðu hann bara hava teir sjálvur . Ferdugt . Punktum . So fóru tey til dørs og klamsaðu aftur við tí neyðars hurðini . Skómakarin stóð eftir og suffaði eina løtu . So tók hann teir uppsprotnaðu skógvarnar í hondina og fór floytandi inn á verkstaðið . Tað vóru tey , sum høvdu ein vakran og óspiltan fót . Serliga millum mannfólkini . Tað var so hugaligt , ja , ein sonn fragd at ganga um hesi fólk , og ikki bara eina ferð , men fleiri ferðir hendi tað seg , at eg forelskaði meg . Fyrst í hesum vakra fótinum - síðani í manninum . Maðurin visti sjálvandi einki um veikleika mín . Hann stóð á gólvteppinum og læt seg friðarliga úr og í , og har - framman fyri mær stóð heimsins snøggasti , vælvaksni fótur - í nossligum nývaskaðum hosum , sunnur og sterkur . Eitt undurverk er ein sovorðin fótur . Hann er óspilt natúr - við vøddum og spengrum , vællimaðum tóm og silkiblonkum naglabondum . Men her var ikki hjá mær at standa og bína - her skuldi handlast , her skuldu lissur bindast og loysast , skógvar finnast fram av teimum mongu vælstappaðu hillunum , størri pør takast fram , breiðari skógvar , skógvar til stás , traskiskógvar og skógvar við leðursóla til maskinmenninar . Eg lá á knæ og hjálpti kundanum við teimum vøkru fótunum og royndi at látast sum einki , royndi at basa mínum nýggju fremmandu kenslum - men lítið hjálpti . Eg rodnaði av smædni og bað innantanna um , at maðurin einki skuldi leggja til merkis . Hann var kanska giftur . . . og pápi at fleiri børnum , og fitta kona hansara , sum elskaði hann og hansara vøkru føtur , hevði sjálvandi givið honum tær reinu hosurnar at fara í . Eg var blaðung genta og visti ikki av manni , men her bleiv eg knappliga var við ta sterku eggjan , sum vakrir mannfólkalimir kunnu kynda í kvinnuni . Ein tilvildarligur fótur hjá einum tilvildarligum manni - ein vakur hálsur , ella ein vælskorin skøvningur - og í mær var tendraður ein neisti , sum eingin kundi sløkkja . Og meðan eg rodnandi lá har á gólvinum og bant reyðbrúnar lissur , spurdi eg meg sjálva , um tað mundi vera sjúkligt at lata seg soleiðis tøla av einum fóti . Var eg normal ? Ongantíð hevði eg hoyrt um annað enn , at tað var at mussa og fríggja , sum var tann góðkenda ástin . Men einki gjørdist við . Innan í mær brendi eitt lítið , men livandi kertuljós . Tað var gleðin um mannin . Tað var gleðin um at eiga evnini í sær at lata seg dára og eggja . Tá eg kom í handilin hjá skómakaranum at vera , møtti eg eisini teimum viðskiftafólkunum , sum eru ópálítilig . Sum lúgva fyri tær . Tey leggja lygnina til rættis og lúgva við beráddum huga . Eg vildi ikki trúgva mínum egnu oyrum viðhvørt . Hampafólk snýttu og stjólu , fingu vørur og betaltu tær ongantíð . Tað vóru eisini tey , sum lugu av neyð , sum bitu skommina í seg og biddaðu vørur - oftast barnaskógvar . Um jóltíðir stóðu bleik børn uttan fyri diskin og spurdu við eini rødd , sum valla hoyrdist , um tey kundu fáa einar jólaskógvar . Oftani blotnaði skómakarin , og barnið fór lætt um hjartað aftur til hús við einum nýggjum skóm undir hondini . Á handilsvegginum hekk hitt stóra reyða skeltið ávarandi og lýsti : Einans kontant . Men tað løgdu mangir kundar einki lag í . Eg uppdagaði nú , at eg var eitt lítið og óvitandi fár í handilsverðini , tí her uddi tað av kundum , sum keyptu skógvar upp á borg . Og eg fekk at vita , at eg í hvørjum einstøkum føri skuldi spyrja meg fyri hjá skómakaranum , bara eg ivaðist tað allarminsta . Hetta var lógin og profetarnir . So var tað , at konan við teimum brúnu eygunum lumpaði meg . Hon var hyldlig og mundi vera eini fjøruti ár . Eyguni vóru myrk og heit , og hon var so blíð og dámlig at tosa við . Eg tók fleiri pør av skóm fram , góðar dýrar skógvar , sum kundu styðja hennara bólgnaðu bein , har áraknútarnir vóru nógvir og sjónskir . Eg legði henni lag á - fann eitt par við innleggi í , lítlum offisershæli og lissum . Hesir dugdu . Hon tók av . Skógvarnir vóru pakkaðir inn , og hon segði løtt á málinum : , , Ja , tú kanst skriva teir - eg plagi at fáa upp á kreditt her . . . skómakarin og tey kenna meg . " Eg hugdi upp á skeltið á vegginum . Einans kontant . Innan í mær ringdi ein klokka , sum segði : Far inn til skómakaran og spyr . Men konan sá so erlig út og hennara brúnu heitu eygu smíltust so blídliga til mín , at eg hugsaði : nei , ikki hon . Hon er pálítilig , annars eiti eg Mass . Hon mundi síggja , at eg ivaðist , tí knappliga segði hon : , , Eg betali teir um einar fjúrtan dagar , tá maður mín hevur fingið endurgjaldið . " , , Endurgjaldið ? Hvussu tá ? " , , Ja , fyri arbeiðsskaðan , hann fekk herfyri . Tað var hann , sum datt niður av hasum oljutanganum úti á keiini og breyt seg sundur . Konan sá við eitt so álvarsom út , og hon segði næstan teskandi : , , Nú hevur hann ligið í strekk í fjúrtan dagar á landssjúkrahúsinum , og tað er so ræðuliga pínufult - eisini fyri meg at síggja uppá . " Neyðars kona . . . og maður , hugsaði eg og tók ein kvittanarblokk fram . Eg himpraðist eitt sindur . . . ikki hevði eg hoyrt um hasa ólukkuna á oljutanganum . . . Konan segði : , , Men sjáldan kemur ein ólukka einsamøll . Nú liggur pápi mín eisini og stríðist har norðuri , og eg noyðist at vera her . " Hon táraði , og tey brúnu eyguni lýstu vónleys . Ja , summi fáa toyggið , hugsaði eg og skrivaði kvikliga navn , bústað og prís niður á pappírið . Hon fekk makaskjalið og fór smílandi sín veg . Eg hevði gjørt hesi fittu konuni ein stóran beina , og eg føldi meg næstan í ætt við hin miskunnsama samariubúgvan - tó kortini ikki so leingi . Tí eitt sindur seinri kom skómakarin út frá verkstaðnum fyri at gera kassan upp áðrenn afturlatingartíð . Tá bleiv mítt stóra mistak uppdagað . Hin fitta konan við teimum erligu eygunum hevði lumpað meg , og tað so dyggiliga . Maður hennara sigldi úti í besta lagi sum stýrimaður og hevði ongantíð verið petti sundurbrotin . Og pápin , sum lá og stríddist í heimbygdini , var deyður av tuberklum , tá konan var smágenta , segði skómakarin . Hann kendi væl konuna . Hon hevði snýtt hann fleiri ferðir gjøgnum árini . , , Soleiðis er handil , " segði hann . Og soleiðis læt eg meg lumpa av einum lygivætti við deiliga brúnum eygum og blíðum brosi . Eg hevði forsvorið tað . Í handilsverðini kann tað koma tær dýrt at standa , um tú sigur tína erligu meining við ein kunda , og tað , hóast sami góði kundi sjálvur hevur spurt teg , hvat tú heldur . Men ein lærir so leingi ein livir . Tað lærdi eg tann dagin , tá Edward Juel Ottosen , stjóri , kom inn at keypa sær einar ballskógvar , sum hann segði . Hann setti ein stóran pakka frá sær upp móti vegginum . Tað líktist einum málningi , og tað var tað eisini , fekk eg seinri at síggja . Eg hevði ofta sæð Ottosen úti á vegnum . Hann var altíð í gráum klædningi , hatti og við mappu í hondini . Hann var ofta trútin í andliti , men fólk søgdu , at hann var ein løva og sjarmørur , tá gildi vóru , og at honum bara nýttist at lyfta aðra eygnabrúnna uppfrá , so fekk hann konufólk . Hann var giftur , og konan sá so flongd út . Óndar tungur søgdu , at hann hevndi seg inn á hana , tí hon hevði havt ein smádrong við inn í hjúnalagið . Nú stóð hann beint yvir av mær og bað meg vísa sær alt , sum vit høvdu av stásskóm . Eg legði í vaðið . Hann hevði miðalstóran fót , so tað stóð ikki á at finna vørur fram . Ottosen var um hálvthundrað ár , so í mínum gentueygum var hann alt annað enn ungur . Hárið var grátt , og hann hevði bláliga skeggrót . Hann læt seg úr skónum : Tvey stór hol á hvørjari stórutá . Eg læt sum einki - hetta var so vanligt - men Ottosen svór ein dýran eið og spurdi , um vit seldu hosur . Jú , tað gjørdu vit . , , Lat meg so fyrst av øllum fáa einar nýggjar hosur , meðni . " Hann fekk tað , og eg læt hann fáa frið at skifta . So fór hann at royna skógvar . Hann var kræsin , ógvuliga kræsin . Hugdi at merkjum , tráspurdi meg um góðsku og um faklig ting , sum eg ikki kundi svara uppá . Hevði skómakarin bara verið her , hugsaði eg , so hevði eg beinanvegin latið Ottosen upp í hendurnar á honum . , , Hví eru hesir skógvarnir fóðraðir innan við brúnum ? " spurdi hann , , , hvør toskur dugir at síggja , at svart hevði verið vakrari . " Eg dugdi ikki at svara , men royndi at vera lagalig . Hann vildi síggja meira . Eitt hálvt nummar størri - eitt hálvt nummar minni . Eg hálaði fram , sum eg helt kundi gera hann nøgdan . Eg legði meg á knæ og hjálpti honum við lissunum - bant knútar og rætti honum skóhornið . Eg himpraðist at vísa honum tað síðsta skríggið innan mótan : svartar skínandi blankar skógvar , spískir sum nálaroddar við smølum leisti . Hetta var tað , sum unglingarnir dansaðu í - teir við brylkremhári og dunnuvelfrisýru . Men - eg kundi jú vísa Ottosen hetta , tá hann nú nærmast noyddi meg . Hann kroysti seg niður í hetta blanka hylkið . Eg sá , hvussu tærnar krimpaðust saman úti í nálaroddinum - men hann læt ikki við seg koma - stóð bara og speglaði sær við høvdinum á skák . Eg bíðaði . Hasir skógvarnir klæddu ikki manninum . Teir vóru til ungar dreingir , sum dansaðu rock ' n roll og høvdu dunnuvel . Kanska dugdi Ottosen at lesa tankar mínar , tí knappliga spurdi hann : Heldur tú , at hesir skógvarnir klæða mær ? Eg hugdi gjølla at honum . Svarið kom nærum av sær sjálvum . Eg var bara erlig , og her gjørdi eg ein grovan feil . , , Eg haldi , tygum eru nakað gamal til hasar skógvarnar , " segði eg og hugdi eitt sindur orsakandi upp á hann . , , Gamal ? " rópti hann og mundi etið , , , tú heldur , at eg eri ov gamal ? Hvat billar tú tær inn - ein sovorðin smágenta , at standa her og fornerma fólk - góðar kundar , sum keypa alt her ? " Hann turnaði uppøstur aftur og fram á tí reyða gólvleyparanum , armarnir veipaðu . Eg var málleys . Hann hevði spurt , og eg hevði svarað . Hvat meira vildi hann . Men hann var ikki liðugur enn . , , Hvussu eitur tú , hvør eigur teg ? " rópti hann trúttandi inn í eyguni á mær . , , Eg vil hava tað at vita , so eg kann klaga um teg . " Eg var grúiliga spøk , tá eg segði honum navn mítt . , , Tað sigur mær einki petti , hvussu eitur pápi tín ? " Eg náddi akkurát at svara , men so fór úthurðin upp , og inn kom skómakarin bríkslandi við tí føroysku húgvuni í hondini . Hetta bleiv mín bjarging . Edward Juel Ottosen vendi sær móti skómakaranum og fortaldi honum , at eg hevði sagt við henda trúgva góða kunda hansara , at hann var gamal , ov gamal . Skómakarin mundi skilja samanhangin . Hann bað meg fara og rudda eitt sindur upp av gólvinum - har eini tjúgu pør av svartaskóm lógu slødd hultur um bultur . Ottosen helt áfram at tosa um mína dáragerð eina løtu . Hvussu skómakarin slapp burtur úr hesi fløkju so friðarliga havi eg einki ánilsi um , men knappliga hálsaði Ottosen um og keypti einar skógvar , sum bæði hann og skómakarin vóru nøgdir við . Hann treiv nú eftir tí stóra pakkanum , sum hevði staðið upp móti vegginum , og skræddi pappírið burturav . Tað var ein málningur - av Ottosen sjálvum , sitandi á einum steini - í gráum klædningi , hattleysur og við mappu í hondini . Aftan fyri hann dagaði Nólsoyggin fram . Skómakarin og hann stóðu nú báðir og skoðaðu verkið , sum hesin kendi føroyski listamálarin hevði gjørt eftir áheitan . Mær dámdi einki bílætið . Ottosen sá so tannleysur út . Kanska hevur listamálarin sæð tað , sum onnur ikki sóu , men tað skuldi eg nokk vara meg fyri at siga hart nú . %% 28 Rógv, sonurin, rógv RÓGV , SONURIN , RÓGV Teir sótu og hugdu inn móti landi , meðan maskinan arbeiddi fyri teir , og sóu , hvussu húsini minkaðu og fóru aftur undir eitt fyri og annað eftir . Sást ein kópur í vatnskorpuni , ella lá ein skarvur og floytti sær , so harmaðist pápin um , at hann onga byrsu hevði hjá sær . Og hann peikaði á lundarnar , ið fóru flagsandi eftir sjónum , og á lomvigagarðarnar , ið vóru sum svartar strikur yvir havsbrúnni , lætst at hava skotvápn í hondini , siktaði og skeyt í flokkin . Hann hevði ongantíð havt ráð til at keypt sær eina byrsu . Ella fór ein trolari grøvandi framvið , so lýstu eyguni í honum . Hoyrir tú ikki , hvussu skrúvan arbeiðir í honum , spurdi hann sonin , hatta er ikki sum umborð á " Gloria mundi " . Hann var ongantíð komin so høgt sum at sigla við trolara . Men hann murraði og sang , tí at havið var so stórt og oyggjarnar so grønar . Ein slíkan dag var pápin góður at vera saman við . Tað var hann ikki altíð . Hann sigldi sum motorpassari við eini slupp , tað hevði hann gjørt í fimtan ár , og lá hann ov leingi heima og slapp ikki á sjógvin við áttamannafarinum fyri veður , so fór hann at drekka , og tá var hann ikki so góður at fáast við . Hann var tvørur og illsintur og mátti bindast . Komnir nakrar fjórðingar úr landi , legði pápin stilt , báðir kastaðu og fóru at fíla . Bátar lógu innanfyri sum fuglur á sjónum , tað var blikalogn , bert ein seig og long bylgjan undir vatnskorpuni , bátarnir hvurvu og komu undan aftur , og nísurnar spældu rundan um teir . Har var lítið at fáa . Teir sigldu afturá aftur nakrar ferðir , fóru á eitt annað mið og ótu , meðan teir sigldu , so kastaðu teir aftur , fílaðu eina løtu , so hugdi hann at maskinuni , fílaði aftur , so ballaði hann sær eina sigarett . Hann hevði altíð eina sigarett hangandi millum varrarnar , og fingrarnir á høgru hond vóru gulir . Tá ið hann var fullur , hevði hann so nógv , ið mátti sigast , at hann gloymdi at roykja . Og hann var bláligur í andliti og á ørmum av at hølast niðri í gamlari dangu , ið var 80 ár og enn larraði millum Ísland og Føroyar , og sum æt " Gloria mundi " , ið merkir " heimsins dýrd " . Pápin tók skrúvuna úr og læt maskinuna ganga spakuliga , so læt hann snørið rennna út , og sonurin sat og hugdi at maskinuni . Hann sá nakrar fínar , bleikar eldtungur kaga uppundan , tær vóru gjøgnumskygdar og bláligar sum luftin , men alt í einum skalv báturin , tað hoyrdist ein brestur , og maskinan stóð í ljósum loga . - Kvett á stokkinum , rópti pápin og legði ein svartan frakka yvir maskinrúmið . Hvítur roykur slerdi upp ígjøgnum smá hol í honum , og maskinan steggaði . - Rógv , sonurin . Far fram á toftubekk , vælsignaður , og rógv inn ímóti bátunum , rópti pápin og oysti við einari pøs sjógv niður yvir frakkan . Men áttamannafarið var gamalt og líkasum pápin gjøgnumdrukkið av olju og bensini , fínar eldtungur slerdu upp úr botninum báðumegin maskinrúmið , klænar royksúlur stóðu úr holum í pløgingini og kurlaðu seg uppeftir , sum roykurin frá bálum , ið eru langt burtur . Hol kom á frakkan , og svartur roykur og vatnguva bullaðu upp ígjøgnum . - Rógv , vælsignaður sonurin , segði pápin , bátarnir hava sæð okkum og koma at hjálpa . Hann var so blíður og mildur á málinum , viðhvørt var hann burtur í roykinum , stundum kom andlitið undan í einum glotta , hann hostaði og oysti við pøsini . Bensindunkurin djumsaði í sjógvin og sakk , men kom upp aftur beinanvegin , stóð og hoppaði upp og niður í sjónum sum ein kobbadulla og hvarv í roykinum aftur um bátin . Pápin leyp gjøgnum eldin fram um maskinrúmið , sjógvurin dreiv úr honum , og hann díkti eisini sonin undir , til eingin trevil var turrur á kroppinum . So legði hann at oysa á bensintangan , men alt í einum leyp hann gjøgnum eldin aftur í skutin , og sonurin , sum sá bátarnar koma stimandi , undraðist á , at ein maður kundi ganga ígjøgnum eld . - Rógv , sonurin , rógv nú bara , hoyrdist gjøgnum roykin , og sonurin róði við sveittabrot , hitin sveið í andlitið , og báturin var tungur . Hann var aggandi gamal , tá ið pápin keypti hann fyri nøkrum árum síðan , og æt Elsa sum mamma hansara . Ein sekkur og nøkur klæði komu gjøgnum roykin og vórðu løgd oman yvir bensintangan og síðan undirdíkt í sjógv . - Tú ert raskur , sonurin , rógv nú bara , hoyrdist úr bálinum , røddin var veikari , men mild og rólig . Eldurin hevði arbeitt seg fram ímóti bógbekki og hevði fest í aftara kantin , sum sortnaði allan vegin . Tað brakaði og hvein í bátinum , og pápin stríddist har afturi í skutinum . Hann hevði fult hús av børnum , og eingin skilti henda lítla mannin , ið drakk seg fullan , tá ið hann kom heim , sum ár eftir ár kundi vera niðri í heimsins dýrd , har tað var so trongt , at tú ikki kundi venda tær uttan at koma í , har tað var ein sovorðin gangur , at ikki hoyrdist mannamál , og har tað var so nógv sót , olja , bensin , rustur og rotið kjalarvatn , at hann var bláur í andlitið og fekk ikki vaskað tað av sær . Tann fyrsti , ið kom til teirra , var avbygdabátur , men Gullakur kendi menninar . Teir løgdu stevnið ímóti stevni , og drongurin leyp umborð , og tá ið teir spurdu hann eftir pápanum , og hann peikaði aftur í roykin , fóru teir at rópa og skrála ; summir bannaðu illa og skrálaðu , at nú máttu teir for helviti ansa eftir ikki at seta eld á teirra bát eisini . Teir díktu stavnin undir í sjógv og sigldu inn í roykin , drógu nakað svart út úr honum og tóku tað varliga inn í bátin , so bakkaðu teir frá í fullari ferð og settu kós móti landi . Gullakur sat aftan fyri maskinrúmið og sá áttamannafarið liggja á sjónum , tveir bátar komu til tað , sigldu nakrar ferðir rundan um . Tá legði annar stilt , meðan hin helt aftan á teimum í kjalarvørrinum . Stutt eftir hvarv roykurin knappliga . Teir gjørdu eina legu til mannin og løgdu nøkur klæði oman yvir hann . Eingin talaði orð , og tá ið Gullakur skuldi venda sær frameftir at vita , hvar ið pápin var , stóð ein maður fyri honum og forðaði . Teir høvdu siglt eitt fitt strekki , tá ið hesin sami maðurin boygdi seg niður og skuldi siga okkurt , men hann var so algoystur , at hann fekk illa sagt tað . - Pápi tín livir , hann spurdi , hvar tú vart , og vit søgdu honum , at tú sat her í øllum góðum . Tá hugdi Gullakur niður í hendurnar og sá , at hann hevði fingið bløðrur á knúgvarnar , og tá varnaðist hann , at hann var kaldur og vátur , og at tað sveið í hondini , men hann hoyrdi einki frá pápanum , og tað var hann fegin um , tí ein maður , sum einki sigur og ikki eymkar seg eftir at hava stríðst við eld og royk , kann ikki vera illa farin . Nakrar mánaðar seinni kom hann aftur av sjúkrahúsinum . Tey høvdu pyntað seg fyri honum , og Gullakur og nakrir aðrir beiggjar hansara vistu , hvussu hann sá út , tí at teir høvdu verið og vitjað hann eina ferðina og vóru nú spentir eftir at fáa at vita , hvussu hann fór at eta fyrstu máltíðina saman við teimum . Mamman koyrdi matin í munnin fyri hann , tí hann hevði ongar fingrar . Hann hevði heldur einki hár á høvdinum , eygnabrýrnar og eygnahárini vóru burtur , og hann sat í sólbrillum sum ein fínur maður . Tá ið hann hevði etið , stakk mamman eina sigarett í munnin á honum og festi honum í . - Doktararnir eru so ógemeina fittir í hondunum , segði hann , teir kunnu gera mekaniskar hendur , ið eru minst líka góðar sum ordiligar , við fingrum og øllum . Eg eri so óluksáliga troyttur av hesum forbrendu útlendsku sigarettunum , at tað verður ein sannur lætti aftur at sleppa at roykja ball . %% 58 Svanasongur sprittskaldsins Svanasongur sprittskaldsins Hví liggur tú ikki heima og svevur ? Klokkan er skjótt tvey eina slavna hósnátt , og Havnin er køld og steindeyð . Tú veitst ikki , hví tú gongur her , og spyrt eitt sindur illur teg sjávan : , , Hví fanin skulu øll altíð hava eina orsøk til alt ? " Hví ikki bara góðtaka tað : vit eru bara her sum ljóðið frá fótafetum . Tú ristir við høvdinum , ljóðið hevur sína orsøk ! Tó , tú ert einsamallur , tú sært fólk standa í gøtunum og kemur at hugsa um tómar tunnur . Summi flenna . Aftan fyri sparikassan , millum svímaðar runnar , rennur ein tík . Hon snoddar seg fram til ein bonk , har nakrir unglingar hava slongt seg fyri at tosa um , , musklar " og brennivín . Orðini og setningarnir , teir spekulera saman , eru so vanligir , at tíkin er líka við at skilja tað . Tú andar út og sært , at tað , sum tú trúði , var ein tík , er vilst niðan til løgtingshúsið , hevur lyft beinið og pissar . Tú fert omaneftir , sært , at pylsuvagnarnir eru stongdir , sært ein ulpumann , sum stendur og trolar eftir slatri . Tú ert ikki fordómsfríur og hugsar títt um bygdafólk . Unglingarnir á beinkinum tosa nú um konufólk , serliga er tað ein , hon lovar sum lambið , siga teir og smírast . Myrkrið er ikki myrkt , heldur skitið , so tað er eingin romantikkur , sum drívur teg oman móti sjónum , tú fert bara sum vatnið í rennusteininum . Tú kemur út úr skugganum og sært skipini , tú steðgar , pilkar nøs , og tað rennur upp fyri tær , at tú ert góður við henda býin hóast alt . Tú spýtir á vegin . . . hvat er tað at vera góður við nakað . Viljaleysur gekk hann út eftir bryggjuni , so langt út , at ljóðini frá býnum , sum næstan ongan uppruna hava , doyðu burtur sum snorkið frá einum vaknandi manni . Tað var eitt sindur óhugnaligt . Býurin aftanfyri , fjákutar aldur , sum royna at sleppa upp á land , frammanfyri . Sjálvur stóð hann í miðjuni . Úti við Skinnarasker steðgaði hann , hugdi so út á sjógv og var lukkuligur eina løtu , men kom so at hugsa um sjóverk . Við einum harkandi ljóði vendi hann sær á og hugdi at býnum . Men býurin fekk hann at hugsa um brennivín og bilar , sum koyrdu ov skjótt . Hann stardi niður á føturnar og fekk hug at rópa reyvarhol . Aftur einaferð var hann ein einsamallur tóni í tí stóru symfoniini , syrgiligt var bara tað , at hann var dottin av nótablaðnum . Hann ætlaði júst at sleppa sær inn aftur millum húsini , men hvakk við , tá hann kendi , at okkurt livdi í einum króki . Inni í myrkrinum , á einum trappusteini , sum tolin hevði verið trappusteinur í nógv hundrað ár , sat ein menniskja . Hann kendi við eitt , at hetta var ikki nakað vanligt fólk , men eitt veruligt menniskja . Hetta gjørdi hann eitt sindur bangnan í fyrstuni , myrkrið fekk hann at hugsa . Kanska var hetta ein svangur villmaður . Annað var ið hvussu so er ikki prógvað enn . Hann gjørdi seg kláran at berjast . Nøkur sekund , áðrenn heilin visti , hvussu býtt tað var at hugsa um villmenn , kendi hann ein friðarligan royk . Spritt ! Hann snoddaði og visti , at hetta var av tí dýrara hárvatninum . Frískur roykur mótvegis lortdeyminum úr Vestaruvág . , , Vælkomin oman í Skítivík " segði kroppurin á trappusteininum . Hann var fullur , rundan um hann lógu sigarettir og tómar fløskur . Hann hevði ikki sitið heilt einsamallur . Eg hyggi at dreinginum og kenni hann , Havnin er ikki størri enn so . Hann flennir , hann er næstan ovurkátur og sigur : , , Ræðuligt , aftur skít í kvøld . " So tekur hann við báðum hondum um høvdið og ristir tað , um tað er fyri at fáa tankarnar á glið , ella tí hann heldur , at sprittið er steðgað í æðrunum , veit eg ikki . , , Vilt tú ikki hava ein lítlan ? " spyr hann so og rættir mær fløskuna , hon er skapað sum ein kvinnukroppur , hetta er jú mannfólkahárvatn . Men eg sigi neitakk , fløskan er skjótt lík . , , Halt kjaft ikki , " sigi eg , , , legg av maður , legg av . " Eg kenni tað sum skyldu mína at siga hetta við hann , men hvussu hann skal leggja av , veit eg ikki . Tað at eg eri í hvítari skjúrtu og terylenbuksum ger eisini sítt til , at eg kann siga sovorðið . Og onkustaðni í búkinum á mær kitlar ein rødd , sum messar um góð menniskju , sum offraðu seg fyri ólukkudýrum . Í eina pinkulítla løtu havi eg hug at seta meg undir liðina á unglinginum , taka hann um herðarnar , bjóða honum heim og kanska við tárum í eygunum siga honum um ta røttu lívsleiðina . Verðin er ónd , hugsi eg . Alt er nakað helvitis lort . Hví kunnu ikki øll hava tað gott ! Hví taka ikki øll tey , sum eru kristin og góð , og brúka pengar sínar til at bjarga teimum , sum eru niðurundirkomin ? Eg verði óður . Tað er so forbannað lætt at standa á eini trappu og rópa um Jesus , tá ið nátturðin bíðar heima . Tað er so forbannað lætt at rópa um frelsu , tá ið 30 . 000 standa í bankanum og ein er giftur við bleytari konu . Hví byggja tempul , so leingi fólk líða neyð ? Sjálvandi , hugsi eg víðari , um so var , at eingi ólukkudýr vóru , vóru heldur eingi góð . Tann , ið frelsir , er ikki Gud , men hin versti sjálvur . Kroppurin á trappusteininum hevur gloymt meg , hann situr og hyggur at fløskuni , kitlar botnin við fremstafingri og sigur diggudigg . , , Ætlar tú at sita her í alla nátt ? " spyrji eg so . Hetta er tað neyðarsliga úrslitið av øllum tí , eg havi hugsað . , , Sjálvandi , sjálvandi , sjálvandi , " svarar hann og leggur seg afturá , enn hevur hann fløskuna í hondini . , , Eg ætli mær at byggja hús her niðri . Ella at fáa onkran at byggja tað oman yvir meg . Eg tími ikki at røra meg aftur , nú er tað slutt . . . far og skaffa ein lítlan , so drekka vit okkum skít . " Nú er kaldari . Býurin er ikki bara deyður , men eisini tómur . Bilarnir standa við sløktum ljósum og køldum motorum . Allar hurðar eru afturlatnar , og eg hómi eitt svart handilsvindeyga . Tað er mjørki og sirm . Tað er ikki nakað hugnaligt og barnsligt sirm , men vátir og kaldir regndropar , sum ísa klæðini . Og so hetta ljóðið frá húsunum . Ella kanska kemur tað frá tómrúminum millum húsini , hvør veit , men mær dámar tað einki . Eg veit , at býurin svevur , kortini koma hasi ljóðini oman móti mær sum ein flóð av illbønum . Kroppurin á trappusteininum er mitt í eini røðu um ringu lagnu sína og ringu vinir sínar : . . . helvitis amatørar , fara heim klokkan tólv , heim at eta , heim til mammu . . . royna at billa mær inn , at teir tola nakað av . . . Ha ! " Eg seti meg niður . , , Er einki eftir av hasum har ? " spyrji eg og peiki við høkuni at tí kvinnuligu fløskuni . , , Ikki dropin , " sigur hann . , , Veitst tú hvat ? Eg ætli at leypa á sjógv í kvøld . Ja nú havi eg tað . . . nú kann tað vera nokk . Eg leypi á sjógv og dermed basta . Tú . . . eg síggi tað fyri mær . Eg reki yvir til vestaru kei , og í morgin fær onkur feriulapsur , sum situr á seiðabergi , eitt lík á húkin . . . ha . . . har verður lív á Bacalao . . . " Kroppurin , sum sat á trappusteininum , stendur nú á tveimum liðiligum beinum , toyggir seg afturav og ripar fløskuna út í náttina . Náttin er long , men fløskan fór ikki longri enn út á Skinnarasker , har hon fór í smildur . Í ljósinum frá einum lítillátnum lyktapela lógu splintrini og skygdu á tí váta grótinum . Men etikettin var næstan heil og hevði eg klárað at lisið so langt , hevði eg sæð , , farligt at drikke " . Kroppurin frá trappusteininum segði einki , hann blundaði við vinstra eyga og fór oman móti sjónum . Ytst á tromini steðgaði hann , stóð og dinglaði , vendi sær ímóti mær , dinglaði aftur . Tað hevur altíð verið mær ófatiligt , at hann ikki fór útav . Hann kom niðan aftur , hugdi niður í sementið og klóraði sær í nakkan . , , Eg gloymdi eitt , " segði hann . , , Eg eri yrkjari , og tú skalt hoyra mína seinastu yrking , mín svanasong . Tú forstendur , hvussu eg meini , ha ? For helviti , eg má hava lov at siga okkurt , áðrenn eg fylli lunguni við hasum fanans kloakvatninum . Hoyr her . . . Fyrst vóru vit nógvir , so var eg tann einasti ; tá botnurin kom undan , var eg tann seinasti . . . Kroppurin rætti eina hond móti mær og vit hildu saman hendur : , , Bíða eitt sindur . . . hvussu fanin . . . bíða . . . ja nú minnist eg . . . Tit svíktu meg , brøður , skrúvaðu knívin í sárið , tit settu tykkum at roykja við stórum eygum og longum hári . Hann steðgaði . , , Ja , ja , " legði hann aftrat , , , nakað skald havi eg aldri verið , men tú mást minnast til , at tað var kalt , og tað sirmaði , tá eg yrkti hatta har . Ja , og so hevði eg eisini kenning . Men skít veri við tí , hvat dámdi tær annars , ha ? " Eg skilti einki og segði , at eg forstóð hann so hjartaliga , og at handa yrkingin so avgjørt var tann besta , eg hevði hoyrt í alla nátt . , , Tú ert eitt helvitis tvætl , " segði hann , og áðrenn eg fekk sagt , at so var , hevði hann slept hond míni og var undir tí skitna sjónum . Tó , ikki var djúpt , so aftaná at hava deilst við hann eitt lítið sindur læt hann meg hjálpa sær upp aftur . So hendi ikki meira , hann segði : , , Alt í lagi , tú hin gamli . " Og var burtur millum húsini . Hitt reina vatnið úr Vestaruvág lak av honum , men lorturin var nógvur , og hann varð sitandi eftir . Tú ert kaldur og vil sleppa heim . Tú sigur við teg sjálvan , at tú ert býttur at ganga og mala so seint á nátt . Tú hugsar , at um eina løtu , tá hin váti kroppurin frá trappusteininum er farin inn í hús sítt , ert tú kanska tað einasta menniskjað , sum gongur úti í allari Havnini . Tað er ikki bara nátt , men hósnátt . Tú verður í góðum lag , tað sirmar ikki longur . Tú gongur fram við einum hjalli og hoyrir munnar teska . Ein genta flennir . Hvør er úti so seint , hugsar tú . Tú kennir á tær , at tú hevur rætt til at kanna málið , tí tú hevur gingið leingi úti í nátt . Tú fert nærri , kemur til eina gloymda hurð í einum gloymdum hjalli og letur upp . Tey eru ræðslusligin , og tú verður bangin . Tú ræðist hesi menniskju , tí tey eru bangin . Og bangin menniskju eru óhugnalig , tí tey hugsa so nógv . Men so lætnar fyri hjartanum . Fríggjarapør . Tú smílist . Tey sita millum kassar og órudd , og tað er lýtt rundan um tey . Tey eru ikki fríggjarapør . Tey práta og flenna , tey geva tær pláss og verma teg við brosum og áhuga . Hetta er ein undarlig nátt , hugsar tú lukkuligur . , , Vilt tú sleppa at roykja ? " , , Roykja ? " sigur tú og fert at hugsa . Tú hugsar um Havnina , tú hugsar um skipini og bilarnar við teimum sløktu ljósunum , tú hugsar um túsund fótafet á Áarvegnum , um snapsagløs og smábørn , sum skreiða , tá tað er kavi . Um bleikar munnar , sum stoypa orðið Jesus umaftur og umaftur , um menn , sum siga tær , hvat ið er rætt . Um blóðigar hendur , sum arbeiða í saltfiski . Tú minnist nøkur orð , ein munnur á einum trappusteini segði tær : , , Tit svíktu meg , brøður . . . knívin í sárið , . . . fóru at roykja . . . stórum eygum og longum hári . " Illa umhugsað fátækslig orð . Tú hyggur inn í eyguni á eini ljóshærdari gentu og flennir . Og meðan hashroykurin spakuliga sníkir seg út millum hjalsrimarnar , vaknar Havnin . Hitt tunga sveivhjólið í tí velduga motorinum fer at mala . Tað verður so líðandi fríggjadagur , tá sólin fer at skína , men feriulapsurin fekk einki lík á húkin . %% 59 Gestur GESTUR Ein vetrardag við frosti í fjøllunum fóru Gutti og hundur hansara Gestur burtur í haga . Gestur var hvítur og svartur sum fjøllini við fonnum og homrum , hann var gamal og síðullaður og heldur skitin , sum hann lá og rakst í hoybosinum á hoyggjhúsgólvinum , í torvmoldini á torvhúsgólvinum ella í skittinum á fjósgólvinum . Hagin Ytri lá langt burtur frá bóndans garði heilt norði í Sundinum , bara at koma hagar tók heilar tveir tímar . Gestur , sum í fyrstuni var heilavillur av gleði at sleppa í hagan , gekk nú og tivaði av møði aftan fyri Gutta . Hann toldi ikki at leika í sum ein hvølpur . Gutti mátti smílkast at honum . Nei , gamli , fást ikki við , vit eru ikki ungir longur , latið okkum taka tað við hógv . Og soleiðis fóru báðir knuggandi avstað , Gutti undan við hít og herðabandi , Gestur aftaná . Hundurin hevði elt húsbóndan í átta ár , teir vóru grónir saman , Gestur var ikki meira enn hálvur , var hann einsamallur , og syrgdi sárliga , hvørja ferð hin helvtin hevði vilt seg ov langt burtur av leið . Men tann reyðskeggjuti Gutti hevði ongantíð givið sær far um henda stóra kærleikan , hann bukaði hundin , makkaði hann ikki rætt , gav honum eitt spark , um hann mól ov nógv fyri føturnar , og virdi hann samanumtikið ikki meir enn húgvuna ella húðarskógvarnar , ið eisini fylgdu honum , hvar hann fór . Komnir norður í Sundið , gingu teir fram við bakkanum , streymurin slokti fram við fjøruni og suðaði blídliga ímóti teimum , æður og æðublikar damlaðu í tarabrúnni , keglaðust , gorraðu og makaðust . Gestur goyði oman ímóti teimum av gomlum vana , men tær ræddust ikki gamla spottið , smílkaðust heldur at honum , har hann stóð og erpaði sær fyri húsbónda sínum og harra . Onkur einstøk kráka hoppaði á vøllinum og fleyg avstað , ein ravnur krummaði í homrunum , forbannaður , tað er tú , sum forkemur mær lombunum , segði Gutti , steggaði og royndi at bera eyga við beistið . Gestur steggaði eisini og royndi at gera eins og húsbóndin . Friðurin var stórur og upphavligur rundan um hesar livandi verur , eingin motorur kom høggandi gjøgnum sundið , her valdaði grótið , hagin , himmalin og havið ; tær gøtur og tær ræsur , ið snúðu seg eftir brekkum og fjøllum , vóru troddar av monnum , hestum og seyði . Eingir telefonsteyrar stóðu og peiggjaðu á sýnunum , einki betong , einki metal , nítjanda øld ráddi í dølum og hjørtum , í Gutta eins væl og hansara síðullaða fylgisneyta . Teir róku seyðin niðan frá bakkanum , Gutti rópti og klappaði í hendurnar , rundaði lógvarnar , so brestirnir fingu eitt afturlatið , seigligt ljóð , og Gestur goyði undir liðini á honum og erpaði sær av at renna eitt sindur av og á . Uppi í líðini gongur ein svørt geldær , stygg , sterk , hánasað og væl í holdum , altíð einsamøll , avvísandi og biðlavond , hon vil ikki koma sær í hóslag við nakran , ikki fæst hon í rætt , og tá ið brundarnir eru eftir henni , rennur hon undan teimum fúkandi óð og firtin . Ein lúsa vargaseyður , sigur Gutti um hana , nú hevur hon spælt sær nóg leingi , nú sleppur hon ikki at spæla soleiðis ein dag afturat . Og tí er Gutti farin av húsum í dag við sínum ullinta vinmanni : at stegga geldkokkinum í hansara fría leiki og taka hann heim við hús at slakta . Teir ganga spakuliga niðan móti ærini , men hon grunar á lagnum , hvat teir vilja , lítur oman móti teimum við einum háðandi høvuðburði og tekur til beins í fjøllini . Gutti beitir Gest eftir henni , og hetta gamla spottið heldur seg til og fer stunandi aftaná við tungum , bylgjandi lopum . Komin eitt sindur burtur frá húsbónda sínum steggar hann og vendir sær við , og tá ið hann sær , at maðurin hevur beitt hann avstað í fullum álvara og als ikki í spølni , hvøkkur hann við ovfarin og heldur aftur í brekkuna glepsandi í øðini . Tey eru komin niðan undir hamaran , og nú ger ærin tað , hon er von at gera . Hon stoytir á høvdið og heldur á skák oman móti sundinum . Gestur roynir at fjasast uppií , men hann er eitt gamalt burturkast , so tað er alt samalt tær beru lótir . Forbannaður kom higar , rópar Gutti , koyrir tú hana á sundið , skalt tú sjálvur aftaná . Hetta skilur Gestur alt samalt og er satt at siga ógvuliga fegin at sleppa frá at fara aftan á hasum burturblíða vittugginum , so hann steggar takksamur , men heldur smolturskotin um , at hann er ikki førur fyri at gera sínar skyldur . Teir ganga spakuliga oman um seyðin , fara fyrst ein langan umveg , men ærin órar ilt , hon stendur still uppi á eini høvd og hyggur aftan á teimum og veit akkurát , hvat teir ætla . Men Gutti veit eisini akkurát , hvat hon ætlar . Kennir hon hann , hann kennir eisini hana og veit , hvat hon hevur í kvittanum . Fyrst fer hon at renna fram við bakkanum , til hon kemur at Gjógvará , hon kennir mannagongdina , hetta er ikki fyrstu ferð , teir søkja at henni ; síðan fer hon niðan við ánni , yvir um og heldur niðan móti skarðinum . Sleppur hon niðan á skarðið , er hon sloppin , tað skalt tú vita , Gestur , so er hon sloppin , og vit síggja hana ikki aftur í dag . So tú veitst , hvat ið er at gera . Teir sluppu oman um hana og royndu á øðrum sinni . Men tað miseydnaðist aftur . Tá var Gutti farin at ilskast , hann gapaði av møði , og Gestur skammaðist ómetaliga , lútaði við høvdinum , so tungan hekk niður á vøllin . Teir royndu triðju ferð , Gutti beitti hundin , nevaði aftan á honum og bannaði , at fekk hann ikki ærina , skuldi hvørt bein í honum knúsast . Gestur kendi , hvussu tað brendi aftan fyri seg , har hann fór seigliga togandi niðan eftir við longum , seinum lopum , kúlaði seg saman deyðamóður ; geldærin spelaði undan frí og fræls , fleyg um gil og lág við reystum høvuðburði einsamøll og biðlavond . Fært tú hana ikki , tín fani , so hevur tú livað tín seinasta dag , rópaði Gutti . Gestur skilti hvørt orð , goyði aftan á ærini at vísa , at hann hóast alt royndi at gera okkurt í síni stóru neyð , men goyggini gjørdust alt meira hvøll og stukku at enda yvir í eina eymkiliga glepsan . Gestur bønaði og bað ærina um at stegga , tað var skilligt . Gutti bríkslaði hundin til sín . Hann var í øðini , treiv í hálsullina og gav honum nakrar leðrarar á kjálkan við nevanum , forbannaður , at eta dugir tú , men at renna eftir seyði dugir tú ikki . Gestur hvein , ók eftir jørðini og hugdi við sínum vøkru hundseygum upp á húsbóndan og bað hann miskunna sær . Gutti gekk oman á klettin skjótari , enn hann var vanur , og Gestur var í knæsbótunum á honum við halanum millum beinini samanstungin av ringari samvitsku . Komin oman á klettin loysti Ábraham herðabandið , tók knívin úr leðurslíðranum og kvetti sær ein stubba uppá tveir favnar burturav . Eina løtu gekk hann og kveitti rundan um seg , tók so ein avlangan stein , sum hann bar heilt út á klettatromina . Annan endan av tveirfavnastubbanum bant hann um hálsin á Gesti , hin rubbaði hann um steinin , og áðrenn Gestur fekk umrátt seg , varð hann tveittur fyri bakka saman við stubba og steini og fór til botns beinanvegin . Gutti hoyrdi klamsið , hugdi út fyri og sá bløðrurnar og skúmfroðuna kóka upp úr sjónum , har hundurin var horvin , og helt væl til standa , men tað vardi ikki leingi , tí okkurt mundi vera hent , har lá jú Gestur og svamblaði tætt inni við land , høvdið skein av vætu og var so spískt og avlangt , nú ullin lá kloynd móti skinninum . Gestur klóraði seg upp í fjøruna undir klettinum og dró bandið eftir sær . Har var eingin steinur , ov illa mundi vera rubbað . Gestur rann nøkur fet eftir gjarinum , steggaði , risti sjógvin av sær og fór aftur at renna fyri at finna sær eina uppgongd og sleppa upp á bakkan . Tað eydnaðist , hann kom uppá og helt beinanvegin niðan í hagan við bandinum aftan á sær so langur fram eftir jørðini við halanum millum beinini . Komin nakað niðan steggaði hann og vendi sær beint móti húsbóndanum , lyfti høvið og oyruni upp og hugdi oman til hansara . Kom higar , rópaði Gutti , men Gestur hevði ongan hug at akta , rann nøkur fet , ikki burturfrá , men til viks , so at sama strekki var millum hann og mannin , og steggaði aftur at hyggja . Gutti rópaði nakrar ferðir á hann , men Gestur var varin og mistrúgvin . Men hvat nú . Hví er Gutti knappliga so blíður , hygg , har stendur hann framyvir , brosar og klappar sær á lærið , kelar fyri hundinum , kom her , hin gamli , ræðist tú meg , hví ræðist tú meg , einki er at ræðast , ha ? Tá fer høvdið á Gesti eitt sindur niðureftir , hann letur við halanum og nærkast nøkur fet . Steggar so aftur bilsin og vantrúgvin . Áh , hin gamli , sigur Gutti , kom nú bara til mín , vit hava verið saman so leingi , so tú kennir meg , ha ? kom nú bara . Og alt meir og meir nærkast Gestur , nú er hann bara nakrar favnar burturfrá . Hygg , nú leggur hann seg niður og kemur krúpandi og smálátandi yvir til mannin , leggur seg fyri føturnar á honum , hyggur upp á hann og sleikir húðarskóm hansara við síni tunnu , reyðu tungu . Gutti trívur eftir bandinum , sum Gestur enn hevur um hálsin og fer við hundinum oman á klettin . Gestur stendur stillur og ristist , smáhvínur og roynir at gera húsbóndan blíðan . Tað rýkur úr hansara váta skinni , og hóast hann heldur halan fast inn millum beinini sum fyri at krógva hann , roynir hann at láta við uttasta haladoddinum , ja , hann ger seg so lítlan og undirbrotligan , at tá ið Gutti toyggir seg niður at binda stubban í ein stein , har liggur , lyftir Gestur trýnið upp ímóti honum og sleikir honum eftir hálsinum og tí skeggvaksna kjálkanum . Nú mýgur hann av ræðslu , landið rennur eftir helluni og verður til ein hyl í eini kullu . Kalt og stilt er í veðrinum , so tað rýkur upp úr kulluni og landslóðini . Gutti hevur fingið fast , tekur í hundin , men Gestur setur ímóti , spílar klørnar út og roynir at krøkja seg fastan í helluna , men einki munar , hann hvínur , vísir tøkutenninar og høggur eftir hondini á Gutta . - Tín fani , rópar maðurin , bítur tú , og tveitir alt , hann hevur í hondini , fyri bakka . Hesa ferð eydnaðist betur . Gestur kom ikki upp aftur . Eitt hvítt blaktraði niðri í taraskógnum sum ein fiskur , ið vendir hvítumegin upp . Tað var Gestur . Seint á kvøldi kom bóndin Gutti heimaftur móður og alsveittur . Men hann kom ikki einsamallur . Ærina hevði hann við . %% 163 Guðrið Poulsen í Riberhúsi Guðrið Poulsen í Riberhúsi Vanvard skapanarverk - Vandin fyri , at lutir , menniskju ella sjálvt øll okkara vistfrøðiliga skipan støkkur sundur , liggur allatíðina og lúrir . Hetta er eisini heilt ítøkiliga treytin , tú arbeiðir undir , tá tú arbeiðir við leirlutum , sigur leirlistakvinnan Guðrið Poulsen , sum hevur gjørt treytina fyri listaverkunum til teirra boðskap . Framsýningin hjá Guðrið í Riberhúsi í Fuglafirðið er opin til 21 . juli Leirlistaframsýningin , Vanvart ' lat upp beint fyri Varmakeldu , og á ferniseringini hevði Guðrið fingið Maritu Nattestad og Jóruna Hansen at syngja og spæla ? Eitt dýpi av dýrari tíð ? hjá Jens Paula Heinesen . - Eg valdi hesa yrkingina , tí hon á ein hátt er ein ímynd av tí , eg vil fortelja við framsýningini , sigur Guðrið . Tað er sjálvandi altíð upp til hvønn einsteikan , hvønn týdning , tey leggja í míni verk . Men sálarlig skroypiligheit og styrki og tann vanvarda javnvágin har ímillum hava verið frammaliga í huganum hjá mær , meðan eg havi arbeitt við lutunum , sigur Guðrið . Gjørd til hølið Hendan leitanin eftir ella ímyndin av javnvág sæst aftur sum ein reyður tráður bæði í teimum einstøku listaverkunum , samanspælinum teirra millum og enntá millum verkini og hølini tey standa í . - Framsýningin er gjørd til júst hesi hølini . Eg havi altíð verið óvuliga hugtikin av hølunum í Riberhúsi og serliga mátanum , ljósið streymar gjøgnum hetta rúmið millum vindeyguni , sum venda niðan móti bygdini og oman móti fjørðuni , sigur Guðrið . Tú hevur ikki somu møguleikar at spæla tær við ljósið í sjálvum leirlutinum , sum til dømis í einum málningi . Hinvegin hevur tú heilt aðrar møguleikar at lata ljósið spæla rundanum og ígjøgnum lutin , og teir møguleikarnir eru ein týðandi partur av framsýningini , sum samlað listaverk , sigur Guðrið . Korthús ella skansi Tað er týðiligt , at tað ikki er av tilvild , at listaverkini hjá Guðrið inni í Riberhúsi standa , har teir standa og í eini ávísari hædd . Hvørja ferð tú flytir teg , ella bukkar teg niður , fortelur verkið eina nýggja søgu . Hyggur tú til dømis eitt sindur á skák niður á lutin beint frammanfyri vindeyganum omaneftir , minnir hann kanska mest um ein skansa , sum onki kann órógva . Men bukkar tú teg niður , so ljósið sleppur ígjøgnum , verður skansin til eitt skinklut korthús , sum fer í fillur , bara tú andar á tað . Javnvágin er hárfín , og tú fært eina kitlandi kenslu av , at tað er tú , sum ger av , um hon støkkur sundur ella ikki . Tonsatungt pu Mitt á gólvinum stendur ein stórur , fílabeinshvítur lutur við heitinum , Skroypilig konstruktión ' . Her er afturvendandi javnvágin endurgivin í samanrenningini millum stóra , einfalda ytra skapið og fløkjuna av evarska smáum trægrum og prikkum , sum alt er sett saman av . Liturin og skapið fær meg at hugsa um eina beinagrind undir sjóneyku , har ein frumskógur av næstan gjøgnumskygdum trægrum snúgva seg út og inn ímillum hvønnannan . Verkið tykist sum eitt tonsatungt pu , um nakað slíkt er til . Skapanarverk Á veggunum hanga myndir úr leiri av smáum verum , sum minna meg um myndir í lívfrøðibókum . Myndirnar av æti kenni eg aftur , men hinar síggja út sum eitthvørt frá eini aðrari gongustjørnu . - Hetta eru nanosteinrenningar , greiðir Guðrið frá . Eg visti , at olja kemur úr samanantrýstum steinrenningum , so eg spurdi tey á jarðfrøðissavninum , um tey ikki kundu senda mær onkrar myndir . Og knappliga stóð eg við einum heilum unduføgrum heimi av skapum og mynstrum í hondini , púra klárt at brúka . - Æti og steinrenningar geva eina góða mynd av , hvussu skroypiligt alt skapanarverkið kann vera . Verður javnvágin órógvað , støkkur alt jú sundur , so eg helt tað vera upplagt at brúka vanvarda skapanarverkið í listini , sum jú aftur er eitt skapanarverk ? tó uttan at tær nýtist at leggja nakað átrúnaðarligt í tað , sigur Guðrið , sum hevur ognað sínum forfedrum framsýningina - Vanvart - . %% 164 Vónbrotnir av býráðnum Vónbrotnir av býráðnum Eftir dystin ímóti donsku meistarunum klæddu leikararnir hjá HB seg í fínasta stás , tí teir skuldu til døgurða saman við donsku gestunum , hildu teir . Tað vísti seg tó , at Tórshavnar Býráð bert hevði bjóðað donsku leikarunum til døgurða , og tað vóru HB - leikararnir ógvuliga vónbrotnir av . Meðan leikararnir á danska meistaraliðnum FC Keypmannahavn sótu til borðs og fingu sær ein betri bita á Hotel Føroyum , sum Tórshavnar Býráð bjóðaði , sótu leikararnir á føroyska meistaraliðnum HB á eini pitsamatstovu og ótu pitsa fyri egna rokning . Munur á býráðum Sum skilst høvdu leikararnir hjá HB gjørt seg klárar til at fara til døgurða á Hotel Føroyum saman við Toda Jónsson og liðfeløgum hansara aftaná dystin millum HB og FCK . Føroysku leikararnir klæddu seg í fínasta stás , men fingu knappliga at vita , at Tórshavnar Býráð bert hevði bjóðað donsku leikarunum til døgurða umframt tveimum umboðum fyri nevndina í HB og tveimum fyri Tórsvøll . Tískil noyddust HB - leikararnir at fara og fáa sær ein bita fyri egna rokning . Leikararnir hjá havnarfelagnum vóru ógvuliga vónbrotnir av , at Tórshavnar Býráð sýndi teimum so lítla virðing , at teir ikki vóru bodnir við til døgurðan . Ein av spælarunum hjá HB sigur við Sosialin , at tað er munur á Tórshavnar Býráð og Klaksvíkar Býráð . Tá ið FCK vitjaði í Klaksvík mánadagin , bjóðaði býráðið har norðuri øllum FCK hópinum , KÍ - leikarunum við makum og øðrum til døgurða , meðan býráðið í Havn bert bjóðar vitjandi liðnum til døgurða , sigur hann . %% 165 Ein sensatión Ein sensatión Tríburarnir , sum komu í verðina á Landssjúkrahúsinum mánadagin , fingu mikudagin vitjan av umboðum fyri Tórshavnar býráð Hetta er jú ein lítil sensatión , má man siga , sigur borgarstjórin í Havn , Jan Christiansen , sum mikudagin var á vitjan hjá nýføddu tríburunum . Vegna Tórshavnar býráð handaði hann foreldrunum Bjørg og Karl Eriki av Argjum ein kekk upp á 10.000 krónur . Jan sigur , at býráðið hevði ætlanir um at keypa teimum ein serligan vogn til tríburarnar , men tað vísti seg ikki at vera so lætt at fáa fatur á einum . Persónligt haldi eg , at tað er serstakliga ópersónligt at geva pengar í slíkum førum , men tá ein vognur ikki var at fáa , so gjørdu vit av at geva pening , so tey sjálvi kunnu keypa eitthvørt , sum teimum manglar til tríburarnar , greiðir borgarstjórin frá . Langt ímillum Tað er ikki á hvørjum degi , at tríburar verða føddir í Føroyum . Tí heldur Jan Christiansen so avgjørt , at hetta kann sigast at vera ein lítil sensatión . Eg minnist ikki sjálvur , nær seinast tríburar vórðu føddir í Havn . Altso tað vil siga búsitandi í Havn , sigur hann . Hann nevnir onkur , sum hann minnist , fingu tríburar , men tey fluttu úr Tórshavnar kommunu stutt eftir , og tískil heldur Jan , at tað eru rættuliga , rættuliga langt síðani seinast , at tríburar vórðu føddir í Havn . Seinast , Tórshavnar býráð heiðraði einum nýføðingi , var , tá borgari nummar 18.000 varð føddur , og samanber borgarstjórin hesa stóru hendingina við tað . Á kekkinum , sum er undirskrivaður av borgarstjóranum og trivnaðarstjóranum , Gunnleyg Durhuus , verður ynskt foreldrunum til lukku við tríburunum og alt tað besta framyvir . %% 166 Grundarlag er fyri kvinnulistanum Grundarlag er fyri kvinnulistanum Herfyri kom fram , at arbeitt verður við at gera ein kvinnulista til býráðsvalið í Havn . Arbeitt hevur verið við hesum allatíðina , og seinasta fríggjakvøld skipaðu stigtakararnir fyri fundi , har tikið varð samanum . Eisini varð tosað um , hvussu skal farast fram í heyst . Sum skilst var fitt av fólki møtt til fundin , og niðurstøðan var , at tað er grundarlag fyri at gera ein kvinnulista . Gjørt varð eisini av , at farast skal undir fyrireikingararbeiðið aftur umleið 20 . august . %% 167 Uttan úr heimi Uttan úr heimi Lummatjóvar í Bergen Tey , sum ætla sær til Bergen at ferðast , eiga at ansa eftir pengum og øðrum , sum tey hava uppi á sær . Ta seinastu vikuna hevur løgreglan í Bergen fingið 14 fráboðanir um , at fólk hava mist pengar og annað , sum tey høvdu í lummanum ella í taskuni . Løgreglan sigur , at lummatjóvarnir gera serliga um seg á støðum , har nógv fólk koma saman . Eitt nú hevur tað víst seg , at teir javnan vitja steðgistøðini hjá býbussunum . Fráboðanirnar vísa , at lummatjóvarnir taka serliga frá kvinnum . 13 av teimum 14 , sum hava vent sær til løgregluna , eru kvinnur , og tann elsta er 85 ára gomul . Hon misti 2.000 krónur , sum hon hevði í einari tasku . Á løgreglustøðini í Bergen mæla tey fólki frá at hava taskuna á rygginum . Tað besta er at hava hana frammanfyri , og so er tað eisini eitt gott hugskot at hava pengarnar í taskuni og gjaldskortini í lummanum ella øvugt , sigur løgreglan við Bergens Tiden %% 168 Dansinátt í Norðurlandahúsinum Dansinátt í Norðurlandahúsinum Nú verður aftur møguleiki at royna stevið eina løtu leygarkvøldið . Tá verður skipað fyri árligu dansináttini í Norðurlandahúsinum Árliga dansináttin verður leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum Foto : Árliga dansináttin , sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri , verður hildin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið . Í nøkur ár hava Norðurlandahúsið og Sláið Ring , sum er landsfelagið hjá føroysku dansifeløgunum , í felag skipað fyri eini sonevndari dansinátt í Norðurlandahúsinum , har dansað verður til út móti morgni . Vanligt hevur verið , at eitt av limafeløgunum í Sláið Ring hevur havt ábyrgdina av hesum tiltaki . Tað hevur virkað soleiðis , at fólk frá felagnum hava verið á staðnum og lagt fyri , tá byrjað verður . Síðan hevur dansurin gingið sum vanligt , at tann , sum hug hevur , hevur tikið eina vísu . Hevur so staðið á , hevur tað erið uppgávan hjá vertsfelagnum at fáa dansin at ganga víðari . Í ár verður tað Dansifelagið í Suðuroyar norðaru helvt , sum fer at vera vertsfelag . Dansináttin byrjar klokkan 22.00 leygarkvøldið og heldur á til klokkan 02.30 . Um dansurin gongur væl , kann henda , at hildið verður fram eina løtu afturat , siga fyrireikararnir . Hesi almennu dansitiltøkini í Norðurlandahúsinum hava vanliga verið væl vitjað . Nógv fremmand ferðafólk plaga at vera í húsinum til hesi tiltøkini . Hetta er forkunnugt og avgjørt nakað , tey vilja uppliva . Heilt nógv nýta eisini høvið til at fara uppí . Eisini føroyingar , búsitandi uttanlands , ið eru heima , plaga at vera trúgvir gestir á hesum tiltøkunum . Og sjálvandi eisini onnur , ið bara hava áhuga fyri føroyskum dansi . Í samband við Listastevnuna , sum verður í august , verður eisini skipað fyri eini slíkari dansinátt . Tað er eisini afturvendandi tiltak . Men tað tiltakið plagar at flyta millum ymsu dansifeløgini í landinum , siga tey , í Sláið Ring . %% 169 Tá tvey vórðu til eitt Tá tvey vórðu til eitt Tað varð skrivað søga í Tindhólmi hóskvøldið 1 . juli 2004 . Tá varð endaliga staðfest við undirskriftum hjá bygdarráðslimunum , at báðar kommunurnar við Sørvágsfjørð í framtíðini skulu vera ein Tað er eingin ferjulega í Tindhólmi , men nógvar hendur eru klárar at taka ímóti , tá gestunum tørvar tað Foto : Edvard Joensen Tað er forkunnugt hjá ikki » innsiglaðum « at sleppa í Tindhólm , so tað skal okkurt serligt til . Eitt nú ein ríkisfundur ella ein kommunusamanleggin . Tvær stórpolitiskar hendingar , hóast tann seinna ivaleyst fer at merkjast betri enn tann fyrra . Tað regnar við bátahylin í Sørvági , tá fólk byrja at savnast framman fyri Amici , sum liggur klárur at flyta gestir í Tindhólm . Vertirnir eru longu farnir . Fleiri fólk eru boðin , enn báturin hevur loyvi at flyta í senn , so tað gerst ikki annað enn at sigla fleiri ferðir . Tað er eitt øgiligt nos , tá allar hesar humdraðtals hestakrefirnar knappliga verða blástar afturút . Nógvur roykur og øgiligt sprutt , og báturin mestsum flýgur út eftir Sørvágsfirði við kós moti Múlanum og Pollinum í Tindhólmi Eiriksboði liggur og syvjar . Er eitt sindur rísin viðhvørt , men fellur so aftur . Tykist eitt sindur lúnutur . Og heiman fyri hólmin er Sundið rættiliga gruggut . Hevur staðið fult av brimi fyrr í dag , greiðir borgarstjórin í Bø frá , meðan vit sigla framvið . Hann hevur sitið og eygleitt líkindini har inni í dag . Mett um , hvussu fer at verða seinni , og um farandi man fara at verða út í kvøld at skriva undir . Men staðkendir siga , at tá tað seinni í kvøld fer at fjara , verður betri . Tá slætnar , og so er alt í lagi . Men tað skilst á øllum brøgdum , at her er óveður í nánd einastaðni . Trýstið í sjónum er so nógv , at brimgangur eigur at vera uttanfyri . Teir leggja hann inn á Pollin . Nærkast lendingini og biða fólk vera klár at fara í land . Tað livir nakað væl , og alneyðugt er við fríhaldum , tí hesir nýggju glastrevjabátarnir tola ikki tað , sum tann gamli báturin gjørdi . ? Lat teir so vera ongantíð so fínar , men gamla træborðið hevði ivaleyst tolað fleiri stoytir , enn hesi gera , tosa teir har afturi . Men her hindrar einki . Onkur teirra , sum út er farin undan , er komin oman at taka ímóti , og bæði fótafimt og klófast er fólkið , sum her kemur , so tað er alt í einum , at øll eru á helluni og sloppin niðanfrá . Men nú er tað hetta , hvussu tey hava skøtt seg til slíkan túr . Tí hóast tey áttu at hugsað , at her kann vera sjótt at gerast vátur um beinini , eru tað kortini summi , sum møta upp til ein slíkan túr í svartaskóm ella øðrum » donskum « á beinunum . Og tað samstarvar ikki altíð við vátlendið . Hvørki á hellu ella í haga . Hildið verður at húsunum . Fara inn í tað gamla , men gera skjótt av , tí trongligt er . Uttan fyri verður tosað um at gera ein lítlan túr vestur á hólmin , áðrenn farið verður til sjálvt hátíðarhaldið í samband við undirskrivingina av avtaluni um kommunusamanlegging , sum er grudnin til hesa vitjanina . Jú , tað er alt í einum , at ein flokkur er á ferð niðan brekkuna . Onkur verður eftir , men tey flestu munnu ragga sær út móti Neytagjógv og vestur um . Her uttanvert gjónna liggja verðarnir . 16 eru teir í tali og eru hegnaðir av . Halda til á Nesinum . Liggja her so dólskir og tungir í tjúkka sirminum , sum fær tað at dryppa úr vatntøttu jakkunum hjá gestunum , ið koma órógvandi framvið . Ikki tí . Teir taka tað róligt . Tíma ikki at ómaka sær at rýma . Verri er við fuglinum . Hann er rýmdur , tosa teir . Fyrsti fleygadagur er í morgin , og eingin landkoma . Meira at kalla steindeytt . Her sær einki út . Men uttanfyri er lív í sjónum . Ikki sum teir kundu ynskt av veiðandi fugli , uttan av landbrimi . Avvelt . Tað er sum um veturin . Onlur hendinga lundi kemur baksandi uttan av havinum og hvørvur undir heilt her í upsini . Ein annar kemur út eina aðrastaðni . Ger eitt kast á seg , og er horvin hinvegin . Tað stendur ein kópur í briminum . Dygst við brotið stingur hann grúkin undan . Hevur ivaleyst varnast allar hesar nógvu túgvurnar , sum knappliga stungu seg upp her omanfyri . Løgin hasi fólkini . Tá nú so vátt er kortini , kundu tey akkurat tað sama bara ligið her , heldur hann kanska ? Ger eitt kast á seg og smoyggir sær undir . Men forvitið er , og skjótt er hann aftur í brotinum . Tykist dáma væl hetta spælið . Tað liggur eitt mjørkatám um tindarnar , men kortini verður farið niðan í Kollaskarð at hyggja niður í urðina . Ganga niðan undir Júgurið . Eingin fuglur Ikki ein lundi , hóast onkur tykist hava verið í onkrari holu . Bert nakrir fáir havhestar í erva . Men lítið er at síggja vestur av kortini . Ov tjúkt er , so tað verður eingin steðgur soleiðis her uppi . Tað verður gjørt skjótt av oman aftur . Halda at gamla húsinum , har søguliga stórhendingin skal avgreiðast . Nú Tindhólmur skal savnast í eina kommunu saman við restini av landinum uttan fyri fossarnar , Bøsdalafoss og Reipsáfoss . Og tað gongur upp á stás . Nøkur kertuljós standa á borðinum . Gomul kalendaraljós , sum hava staðið eftir í onkrum handli í Sørvági , tá jólasølan var av , sæst á tølunum , sum standa niður eftir ljósinum . Onkur var so illavorðin at halda , at tað , at júst tann 11 . december var dagfestingin , sum brunnið var niður til , mundi ikki boða frá góðum , tí hesin dagur varð fyrr hildin at vera føðingardagur hjá onkrum minni væl umhildnum harra . Men einki bilar . Øll fáa skrivað undir . Myndir verða tiknar , og fólk eru nøgd við úrslitið . Práta og hugna sær , áðrenn farið verður niðan í nýggja húsið at fáa sær ein bita . Og sum vera man er onkur , sum nýtir høvi at siga nøkur skilagóð umum tað skilagóða at leggja kommunurnar saman . Eisini onkur , sum ynskir , at farið verður víðari , so øll oyggin verður savnað í eina kommunu . Tað sirmar framhaldandi , tá báturin kemur aftur . Tað er fjarandi sjógvur og nakað væl róligari við klettin . Hendan klettin , sum vit kenna so væl frá teirri ferðini , tá Ketil gamli sat her og vælsignaði spikið á sinni . Jú , her livir bæði søga og søgn her úti . Vit hoyra um ørn , sum tekur børn , og um Eiriksboða , ið tekur menn . Men hál kann hellan vera , so hyggjuráð eru at vera varin , tá farið verður umborð aftur , hóast tað livir minni nú . Og skjótur er hann aftur á Sørvági við fyrru gongu . Skipar upp og so beinanveg útaftur eftir restini . So er undirskrivað , og nú skulu bara ymisk praktisk ting avgreiðast . So sum hvar valstøðini skulu vera og soleiðis . Men tað man fara at laga seg , tá tann tíð kemur . %% 170 Ásla Rannvá Svensson listaframsýning Ásla Rannvá Svensson listaframsýning Unga Listakvinnan Ásla Rannvá Svensson úr Havnini hevur listaframsýning á Norðoya Kunnningarstova tað sum eftir er av juli mánaði . Framsýningin letur upp leygardagin 10 . juli klokkan 15 : 00 . Annars er opið hvønn dag í vanligari upp- - og afturlatingartíð hjá Kunningarstovuni . Á framsýningini vera millum 25 og 30 smá og miðalstór listaverk . Ásla Rannvá hevur áður havt framsýningar í Fuglafirði , í Snarskivuni eins og Várframsýningi og á Ólavsøku í Havn . %% 171 Svøríki Svøríki Mijailo Mijailovic skal ikki í fongsul Svenska dómsvaldið broytti í gjár fongsulsdómin hjá Mijailo Mijailovic , sum myrdi Onnu Lindh , uttanríkisráðharra Í vár bleiv Mijailo Mijailovic dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava myrt svenska uttanríkisráðharran , Onnu Lindh , tann 10 . september í fjør . Men í gjár bleiv dómurin broyttur . Nú er avgjørt , at drápsmaðurin er ov illa fyri sálarliga , til at hann kann sita í fongsli , og tí skal hann á ein stovn , har hann skal fáa sálarliga viðgerð . Tá Mijailo Mijailovic bleiv dømdur fyrru ferð , hevði rætturin fingið eina frágreiðing frá einum sálarfrøðingi , sum hevði kannað drápsmannin . Niðurstøðan í teirri frágreiðingini var , at Mijailovic var sálarliga veikur , men at hann tó ikki var so illa fyri , at hann ikki kundi fara í fongsul . Síðani hevur ein annar sálarfrøðingur kannað Mijailovic , og hansara niðurstøða er , at maðurin er ov sjúkur til at fara í fongsul . Tí avgjørdi Svea Hovrætt , at Mijailo Mijailovic skal á ein stovn , har hann skal fáa sálarliga viðgerð . Í Stockholm verður sagt , at í veruleikanum merkir úrskurðurin , at Mijailo Mijailovic verður stongdur inni á stovninum alt lívið . %% 172 Uttan úr heimi Uttan úr heimi Færri apotek Fyri trimum árum síðani samdust fleiri flokkar í Fólkatinginum um at skerja talið á apotekum í teimum donsku býunum . Ein partur av semjuni var at broyta skipanina við , at tey stóru apotekini skulu stuðla teimum smáu . Nú fær semjan avleiðingar . Politiken skrivar , at vandi er fyri , at umleið 60 apotek í býunum noyðast at lata aftur . Tað merkir , at ein fimtapartur av apotekunum í býunum verða stongd . Roknað verður við , at umleið 20 apotek fara at lata aftur tey bæði næstu árini , og at 40 onnur fáa somu lagnu tey næstu fýra ella fimm árini . Fleiri serfrøðingar ivast í , hvussu skilagott tað er at lata so nógv apotek í býunum aftur , men politikararnir halda uppá , at tað ber væl til at steingja fleiri apotek . Preben Rudiengaard , sum er talsmaður hjá Vinstraflokkinum í heilsumálum , sigur við Politiken , at tað er ikki neyðugt at hava eitt apotek á hvørjum gøtuhorni í býunum . %% 173 Ættfrændur hittust Ættfrændur hittust Á jóansøku varð minnispláta avdúkað í Vági og úr Íslandi komu eini hundrað fólk . Hetta kom av , at familjan Hjelm savnaðist og mintist ein ættfaðir , Íslands við børnunum hjá Akka , sum gekk burtur í 1926 , og íslendska kona hansara flutti aftur til Íslands . Einir 100 íslendingar vitjaðu Vág í samband við avdúkingina Á jóansøku herfyri fekk Hjelm - ættin á Krosslið í Vági vitjan av ættfrændum í Íslandi . Talan var um eitt ferðalag , ið taldi umleið 100 fólk , og felags fyri hesi var , at tey vóru ættað frá Jógvani og Guðju Hjelm við Krosslið . Tey áttu 9 børn saman . Aftur á slóðina Nevndi Jógvan Hjelm gekk burtur við motorbátinum " Stjørnuni " á útróðri fyri vestan av Eiðinum í 1926 . Umframt Jógvan , sjólótust sonur hansara Martin , beiggi hansara Jaspur og synir hansara Anton og Esbern . Henda dagin gjørdust 15 børn faðirloysingar . Akka Hjelm við Krosslið átti 4 synir og fingu 3 teirra , Jógvan , Jaspur og Marius váta grøv . Av synum hansara untist tað bert tiltikna sjógarpinum Dánjali at liva til ellisár og verða lagdur til hvíldar vesturi á Kirkjukletti . Kona Jógvan , Guðja , var íslendsk , og stutt eftir at Jógvan var burturgingin , flutti Guðja aftur til Ísland og hevði øll børnini við . Har eru tey vorðin fjølment , og nú á døgum eru um 300 íslendingar , sum eru beinleiðis eftirkomarar frá Jógvani og Guðju Hjelm . Á jóansøku í ár nýttu so ein partur av eftirkomarunum høvið at vitja aftur á fedranna stað , har ættfrændur teirra í Vági fyriskipaðu móttøku av teimum . Í samband við vitjanina var minnissteinur avdúkaður og er hesin minnissteinur ognaður Jógvani og Guðju Hjelm - og børnum teirra . Ætlanin er at minnisplátur skulu setast á steinin , til minnis um tey , sum leitaðu av fedranna garði vestur í hav . Longu nú er ein minnispláta komin á steinin og væntandi verða hinar settar á so hvørt . Í samband við avdúkingina av steininum var samkoma á Krosslið , har røður vóru hildnar , sangir sungnir og fekk Dánjal Johan Hjelm heiðurin at avdúka steinin . %% 174 EIN ÓTRÚLIG ARROGANSA FRÁ DØNUM EIN ÓTRÚLIG ARROGANSA FRÁ DØNUM ? Vit skulu hava eina uppgerð við danir . Heimastýrislógin bygdi á , at tað vóru tveir partar , sum á jøvnum føti samstarvaðu . Støðan í dag minnir nógv um imperialismu , har annar parturin ger sær dælt av hinum , sigur ein bersøgin Jóannes Eidesgaard , formaður Javnaðarfloksins í viðmerking til spentu støðuna millum Føroyar og Danmark og til veljarakanningina , ið gevur Sambands- og Tjóðveldisflokkinum størstu undirtøkuna ? Arrogansan frá dønum er ótrúlig . ? Tað er ófatuligt , at løgmálaráðið , sum annars skuldi verið bæði dugnaligt og sakligt , skal hava handfarið eitt føroyskt mál á tann hátt , teir hava gjørt við bankamálið , sigur Jóannes Eidesgaard , formaður í føroyska Javnaðarflokkinum . ? Aðalstjórin í løgmálaráðnum , Michael Lund og táverandi løgmálaráðharrin hava tí sín part av heiðurinum fyri , at viðurskiftini millum Danmark og Føroyar eru vorðin so spent , sum tey nú eru - og at polarisering nú fer fram millum flokkar , sum vilja hava loysing og teir , sum einki vilja gera við viðurskiftini millum Føroyar og Danmark . Kroystu okkum at góðtaka ? Aðalstjórin og løgmálaráðharrin Bjørn Westh vissaðu okkum um , hvussu góð og hvussu óvildug hendan kanning fór at vera . Teir gjørdu okkum eisini púra greitt , at tóku vit ikki av bankakanningini , so fingu vit onga kanning . Á tann hátt fingu teir broytt tann politiska viljan í Føroyum , sigur Jóannes Eidesgaard . ? Ein tílík agressión , sum av hesum er uppstaðin , skal kanaliserast onkustaðnis politiskt - og er tað nátúrligt , at Tjóðveldisflokkurin , ið er mest víðgongdur á hasum økinum , heystar sín vinning . Hetta sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til veljarakanningina , sum varð almannakunngjørd í Dimmalætting leygardagin . Kanningin vísir , at Sambandsflokkurin megnar framvegis at vera størsti flokkur , men at Tjóðveldisflokkurin gongur nógv fram , og verður nærum eins stórur og Sambandsflokkurin . Kanningin gevur Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum smávegis framgongd , meðan Verkamannafylkingin , ið var orsøk til stóra ósigur Javnaðarfloksins seinast , fer burtur í einki . Fegnast um javna framgongd Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísir annars á , at sami tendensur hevur verið í øllum teimum fimm veljarakanningunum , sum hava verið almannakunngjørdar síðan valið . ? Eg fegnist kortini um , at framgongdin hjá Javnaðarflokkinum er jøvn - hóast hon er lítil . Tað hevur uttan iva sín fyrimun , og eg síggi tað sum nakað positivt . Í valstríðnum fer myndin uttan iva at broytast nakað , heldur hann . Jóannes Eidesgaard vísir eisini á , at ein tílík veljarakanning kann verða merkt av viðurskiftunum við Danmark . Tá er tað nátúrligt , at hon vísir eina polarisering millum Sambandsflokkin , sum ikki vil broytingar , og Tjóðveldisflokkin , sum vil slíta . Men hann heldur , at tá til stykkis kemur , fara teir hóvligaru flokkarnir at vinna nakað aftur . ? Vit kunnu eisini vísa á , at tær broytingar , sum eru hendar á sjálvbjargnisleið , eru hendar , meðan Javnaðarflokkurin hevur verið í samgongu , og somuleiðis áttu vit einasta uppskotið á sjálvbjargnisleið , ið hevur havt nakran møguleika at verða samtykt í hesum valskeiðinum , sigur hann , og sipar til uppskotið um setan av stjórnmálanevnd . Jóannes Eidesgaard sigur , at hann lesur veljarakanningina rættuliga positivt . ? Eg eri sannførdur um , at tann dag vit standa í einum valstríð ber til hjá okkum fyri tað fyrsta at vísa á , at tað eru onnur virði her í lívinum og onnur virði her í samfelagnum , sum skulu viðgerast enn júst ríkisrættarligu viðurskiftini . ? Fara vit so aftur í søguna , so síggja vit , at broytingarnar í ríkisrættarligum viðurskiftunum henda , meðan Javnaðarflokkurin situr í stjórn . ? Eg eri eisini sannførdur um , at tær broytingar , sum skulu gerast í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar , best kunnu gerast soleiðis , sum vit í Javnaðarflokkinum vilja gera tær - at vit broyta verandi heimastýrislóg og fáa eina nýggja skipan . ? Støðan í dag er soleiðis , at tann vongurin , sum vil kvetta stendur sterkur , og at tann vongurin , sum einki vil gera , eisini stendur sterkur . Men ein og hvør , ið hugsar um hesi tingini veit , at hvørgin av hasum vongunum hava gongdu leiðina . Vit fara hvørki at slíta frá Danmark ella hinvegin als einki gera fyri at broyta viðurskiftini - hinvegin verður talan um eina loysn , sum liggur ímillum hesar báðar leiðirnar . ? Men tað er púra greitt , at vit skulu hava eina uppgerð við danir . Teir hava ikki uppiborið nakað annað , og fyri okkara egnu sjálvsvirðing noyðast vit at taka hesi viðurskiftini til viðgerðar ? Handfaringina av Føroyum , sum vit hava sæð seinastu tíðina , kunnu vit als ikki góðtaka - tað ber als ikki til , sigur Jóannes Eidesgaard . Jóannes Eidesgaard sigur , at tað sum heimastýrislógin bygdi á var , at talan var um tveir partar , sum á jøvnum føti samstarvaðu - við virðing fyri hvørjum øðrum . Tað sum vit nú síggja ber brá av imperialismu - at annar parturin útnyttar hin partin . Hetta ber ikki til . ? Hóast Javnaðarflokkurin er ein av heimastýrisflokkunum , so kunnu vit undir ongum umstøðum standa modell til hetta - tí mugu vit ganga á odda fyri at fáa gjørt støðuna upp , sigur Jóannes Eidesgaard , formaður Javnaðarfloksins . %% 175 Frystur laksur seldur sum feskur Frystur laksur seldur sum feskur Stjórin í Ísbú í Føroyum sigur , at Heilsufrøðiliga Starvsstovan lat sending av frystum laksi fara av landinum , hóast tey vistu , at pappírini søgdu , at talan var um feskan laks Heilsufrøðiliga Starvsstovan góðtók at onnur vøra enn tann , sum veruliga var í pakninginum , varð skrivað á útflutningsskjølini . » Heilsufrøðiliga Starvsstovan visti , at talan var um frystan laks , hóast pappírini søgdu , at tað , sum útflutt varð , var feskur laksur . « Hetta sigur Martin Hendriksson , stjóri í Ísbú í Føroyum , í viðmerking til , at Ísbú brúkti framleiðaranummarið hjá Vestsalmon í samband við egnan fiskaútflutning . » Tað er einki heilsufrøðiligt óforsvarligt í hesum , « verður sagt av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni . Misskiljing Martin Hendriksson sigur , at hann metir alt málið at vera eina misskiljing . Men hann dugir ikki at siga , hvar hon er íkomin . Talan var um eina sending av sekunda laksi , hann hevði keypt frá trimum seljarum . Einum í Fuglafirði , einum í Gøtu og so frá Vestsalmon . Hann visti ikki , hvar laksurin var kruvdur , men hann lá allur á frystigoymslu hjá Vestsalmon í Kollafirði . Tað var eisini Vestsalmon , sum syrgdi fyri , at vøran kom til Havnar , haðani hon skuldi avskipast , greiðir Martin Hendriksson , stjóri í Ísbú í Føroyum , frá . » Tað kann gott vera , at alt varð sent undir nummarinum hjá Vestsalmon , « sigur Martin Hendriksson . Tað , sum hendi , var , at ein keypari skuldi hava feskan laks , men Ísbú kundi bara lata frystan . Tí varð tann frysti laksurin koyrdur í kølibingju og skuldi sendast avstað . Skipafelagið Føroyar stóð fyri øllum pappírsarbeiðinum , og av tí , at sendingin var í kølibingju , stóð hon uppførd sum fesk vøra , hóast fiskurin var frystur . » Ætlanin var so , « sigur Martin Hendriksson , » at laksurin skuldi tiðna upp á vegnum og koma á marknaðin sum feskur . « Men eftirlitsmaðurin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kom fram á sendingina og varð varðugur við , at Vestsalmon ikki hevði loyvi at senda feskan laks av landinum tann dagin . Hetta hevði okkurt við koppseting at gera , sigur Martin Hendriksson . Gekk kortini So varð farið í holt við Starvsstovuna . Har var einki at gera at byrja við . Men tá Martin Hendriksson so hevði greitt Starvsstovuni frá , at talan var um frystan laks , sum bara var skrivaður sum feskur , fekk hann at vita , at alt var í lagi , sigur Martin Hendriksson . Hann fekk at vita , at var fiskurin frystur , kravdist einki loyvi , sigur hann . Og sostatt kundi hann gott senda frystan fisk av landinum , hóast hann var sagdur at vera feskur . Við vitan Heilsufrøðiligu Starvsstovunnar , sigur Martin Hendriksson , stjóri í Ísbú í Føroyum . Tað er rættiliga óvanligt , at frystur laksur verður sendur av landinum sum feskur , verður sagt av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni . Men tað er einki heilsufrøðiligt óforsvarligt í tí . Tað er kølitemperatururin , sum avger góðskuna , og verður hann hildin , er í lagi . Men tað er í grundini ikki rætt at selja frystan laks sum feskan , um keyparin ikki er gjørdur varugur við hetta , verður sagt av Starvsstovuni . Í hesum førinum skilst , at seljari og keypari høvdu rættiliga gott samband , og hvør visti av øðrum . Annars verður sagt av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni , at tá feskur laksur verður avskipaður skal ein tøkufráboðan fyriliggja . Soleiðis , at Starvsstovan kann fylgja við , at tað ikki er nýliga heilivágsviðgjørdur fiskur , sum tikin verður . Er hinvegin talan um frystan fisk , sum útfluttur verður , verður roknað við , at tað eftirlitið er gjørt , tá fiskurin varð tikin . Liðugur í Føroyum Martin Hendriksson er framvegis stjóri í felagnum Ísbú í Føroyum . Men tað er bara proforma , sigur hann . Jens Valdemarsson , stjóri í Ísbú í Reykjavík , hevur yvirtikið alt tað praktiska , sum verður at gera við at rudda upp eftir Ísbú í Oyndarfirði . Tað er Jens Valdemarsson , sum skal til at fáa skil á skuldina , Ísbú hevur upparbeitt hesa tíðina , felagið hevur virkað í Føroyum . Martin Hendriksson sigur , at hann eigur triðingin av partapeninginum í Ísbú í Føroyum , men hann roknar tann peningin sum mistan . Samlaði partapeningurin er kr. 100.000 , - . Í løtuni arbeiðir Martin Hendriksson hjá eini fyritøku í Gøteborg , sum fæst við fiskahandil . Martin Hendriksson noktar blankt fyri , at hann er millum teirra , sum ætla at leiga virkið hjá Nósa í Oyndarfirði aftur . Hóast vælvitandi keldur hava sagt fyri Sosialinum , at hann hevur eitthvørt við hesa ætlan at gera , avvísir hann púra , at so er . Men hann tykist tó kenna eitt sindur til ætlanina . » Tað kann gott vera , at onkur ætlar at leiga virkið , men eg eri ikki við . Eg eri liðugur í Føroyum , « sigur hann . %% 176 Herálvur Joensen á odda fyri oljumáladeild Herálvur Joensen á odda fyri oljumáladeild Løgmaður hevur sett Herálv Joensen at standa á odda fyri nýggju oljumáladeildini Løgmaður hevur sett Herálv Joensen sum deildarstjóra á oljumáladeildini . Herálvur Joensen er 33 ára gamal og er útbúgvin cand. jur. og Master of Law . Hann starvast í løtuni á Oljufyrisitingini , har hann hevur verið síðani 1994 . Hann hevur m.a. tikist við at gera forkanningarloyvi og samráddist vegna Oljufyrisitingina við oljufeløgini , sum fingu loyvi at bora í Lopra . Hann er limur í nevndini , sum arbeiðir við at gera tilbúgvingarætlan fyri Føroyar . Eisini hevur hann verið við at skriva uppskotið til kolvetnislóg , umframt greinandi partar av frágreiðingini hjá oljuráðleggingarnevndini . Herálvur Joensen , sum hevur arbeitt tætt saman við núverandi leiðara á Oljufyrisitingini , Martin Heinesen , fer í sínum nýggja starvi m.a. at hava leiklutin sum forsprákari fyri fyrisitingina , nakað , sum Martin Heinesen hevur røkt hesi seinastu árini . Hann fer tá í aftur sítt upprunaliga starv sum leiðari av Jarðfrøðissavninum . Har liggja nógvar uppgávur fyri framman í sambandi við bæði tulking av data og annars arbeiði í sambandi við eitt fyrsta útbjóðingarumfar . %% 177 Avgerðin liggur nú í hondunum á bretsku stjórnini Avgerðin liggur nú í hondunum á bretsku stjórnini - Hetta er fyrstu ferð tíð er sett á málið . Vit eru samdir um , at semja skal finnast . Hinvegin hava vit stórar vónir til eina nýggja bretska stjórn , sum hevur sagt , at hon vil hava , at nakað skal henda sigur Edmund Joensen , løgmaður , sum heldur , at tað eru bretar , sum mugu koma við ítøkiligum útspæli í marknatrætuni , skal nøkur samráðingarloysn finnast . - Vit eru noyddir til at taka hædd fyri føroyskum áhugamálum , og tí hava vit tikið fyrivarni í hesum málinum . Tað halda vit okkum hava fullan rætt til . Tað er gjørt við góðum grundgevingum í samráðingarúrslitinum og teimum útrokningum , sum bretar sjálvir hava gjørt . Vit brúka tí ikki øðrvísi grundgeving enn at taka støði í teirra egnu argumentatión sigur Edmund Joensen , løgmaður í eini viðmerking til málið . Stórar vónir til nýggju stjórnina í Bretlandi Løgmaður vónar annars , at tað fer at spyrjast onkur loysn burtur úr samráðingunum . Hann vísir á , at bretar hava signalerað , at teir vilja geva samráðingunum eitt hálvt ár fyri at vita , um ein loysn kann finnast . - Hetta er fyrstu ferð , at tíð er sett á . Vit eru samdir í tí , at ein semja skal finnast . Hinvegin hava vit stórar vónir til eina nýggja stjórn í Bretlandi , sum hevur sagt , at hon vil hava , at nakað skal henda . Nú bíða vit spentir eftir at síggja , hvat bretar meina við og nær teir koma við nøkrum , sum líkist einum samráðingaruppleggi millum tvey lond , sum eru grannalond og sum skulu liva í sátt og semju og góðum grannalag og vónandi í samstarvi í framtíðini . - Nú hevur ein skilt , at bretar eru rættiliga vónsviknir av , at føroyingar ikki komu við nøkrum nýggjum uppfylgjandi útspæli á fundinum í september til tað útspæl teir komu við í juli ! - Vit síggja soleiðis uppá hetta , at bretar hava signalerað , at partarnir skulu taka stór stig , sum eru neyðug fyri at koma til eina semju . Tey stigini sakna vit frá bretskari síðu . Vit hava ikki sæð tann neyðuga viljan at ganga okkum á møti til at nærkast eini miðlinju . - Tvs. at tað teir hava spælt út við í summar er ikki nóg mikið til , at vit síggja eina loysn fyri stavn ? - Tað er øllum kent , at teir byrjaðu sítt krav stutt sunnan fyri Suðuroynna og teir hava gott nokk flutt seg eitt sindur á føroyska landgrunninum , men tað , sum vit alla tíðina hava havt sum útgangsstøði , er , at vit hava eitt petti , sum er millum bretsku versiónina av fiskarílinju og tí føroysku . Tað er hetta vit eru ósamdir um . So leingi ein ikki góðtekur , at tað er hetta vit skulu semjast um , so kann ein ikki siga , at tað er nakar vilji frá bretskari síðu at fáa eina veruliga loysn , sum sømir seg . - Kann ein ikki út frá hesum siga , at tað eru lítlar vónir til at finna eina samráðingarloysn innan hálvan januar ! - Tað er ringt at siga . Tað er hetta vit bíða eftir . Vit vita , at Bretland hevur eina sterka og handlikraftiga stjórn , sum hevur sagt frá , at hon ætlar , at tað skal henda nakað innan eitt hálvt ár , so vit bíða í størsta spenningi . - Men hvat nú um bretar sita og bíða eftir okkum ! - Vit frá føroyskari síðu hava lagt prógv fyri , at vit meina tað í álvara . Vit hava slakað , har tað sømir seg , men tað er eingin ivi um , hvar viljin skortar . Báðir partar mugu vísa vilja til at slaka men tann stóra avgerðin í hesum máli liggur í Bretlandi . Vit og danir - Verður einki úrslit fyri hálvan januar og málið verður tikið upp politiskt , verða tað so ikki Nyrup og uttanríkisráðharrin , sum koma at taka sær av málinum og ikki vit føroyingar ! - Í prinsippinum er tað eitt uttanríkismál , men tann føroyski leiðarin vil altíð vera við . Slík samráðing verður við øllum góðum kreftum frá føroyskari síðu og frá ríkinum sum heild . Tað finst annars ein standardavtala um , at danska stjórnin fult og heilt stuðlar føroyingum í hesum málinum . Vit spurdu løgmann , um henda naggatódnin í samráðingum kann hava avleiðing fyri fyrsta útbjóðingarumfarið á føroyskum øki ! - Tað hevði verið lættari , um ein loysn varð funnin . Men hvat vit kunnu bjóða út er ein spurningur fyri seg . Sosialurin hevur spurt leiðaran í føroysku samráðingarnevndini , Árna Olafsson , nær nýggjur fundur verður millum partarnar ! - Tað er eingin nýggjur samráðingarfundur avtalaður , og eg veit ikki um nakar slíkur verður í næstum . Seinasti fundurin var 25 . september . %% 178 Tað var skilagott at mansverja Inga Olsen Tað var skilagott at mansverja Inga Olsen Hondbóltur : Tað var taktiskt klókt at mansverja Inga Olsen , helt H71 - toppskjúttin Jákup Símun Simonsen eftir sigurin á VÍF 1 . deild menn : VÍF - H71 28 - 31 ( 14 - 15 ) H71 gjørdi tað óvæntaða . Hóast mong vónaðu , at teir fóru at vinna á VÍF sunnudagin , so mundu tað neyvan verða øll tey somu , sum trúðu uppá møguleikan . Og tað var kanska ikki so løgið . H71 royndi fleiri ferðir í fjør at fáa bilbukt við VÍF , men tað nyttaði einki , og tá teir nú aftur skuldu royna seg móti sterka meistaraliðnum , vóru teir ikki júst favorittar . Men hoyvíkingar vístu slíkan vilja , bæði til at vinna og stríðast , sjálvt tá tað ikki líktist einum sigri , at teir kundu fara úr Vestmanna við báðum stigunum , eftir ein tættan , harðan og spennandi oddadyst fyri eygunum á fleiri enn 500 áskoðarum . Tað var ein hondbóltsdystur , sum tænir spælinum sjálvum , og sum bara kann gera reklamu fyri ítróttinum , sum ikki júst hevur fingið bestu undirtøkuna seinnu árini . VÍF spældi væl , H71 eisini , og so stríddust liðini um hvønn tumma á vøllinum , um hvønn bólt og fyri hvørjum møguleika at fáa avgerandi munin í dystinum . Tað gekk javnt á allar 60 minuttirnar , nervin var allatíðina í dystinum , og hóast vestmenningar komu á odda fram móti endanum av dystinum , og sjáldan lata slíka leiðslu frá sær , eydnaðist tað hoyvíkingum at manna seg upp og fara fram um aftur . Loysti seg at mansverja Inga Olsen , sum skuldi verða lyklaspælarin hjá VÍF í dystinum , og sum ferð eftir ferð hevur víst , at hann er besti spælarin í landinum , varð mansvardur frá byrjan til enda av oddadystinum . Hallur Danielsen varð settur at dekka Inga , og hóast vestmenningurin fekk stolið sær seks mál , órógvaði mansverjan av sentrala spælaranum hjá VÍF vestmenningar nógv . ? Sjálvt um Áki Olsen fekk 14 mál , so var tað taktiskt klókt at mansverja Inga Olsen , tí hann dugir so sera væl at fáa hinar við , hann skorar ikki bara mál , men hann spælir eisini upp til hinar , segði Jákup Símun Simonsen hjá H71 eftir dystin . ? Vit høvdu viljan til at vinna , vit stríddust sera væl allatíðina , og so hevði tað eisini týdning , at vit tóku Inga burtur úr spælinum . Størri breidd H71 royndi fleiri ferðir í fjør at vinna á VÍF , men tað eydnaðist ongantíð , teir taptu hvørjaferð . ? Vit hava størri breidd á liðnum í ár , og vit hava bygt víðari á tað , sum vit avrikaðu saman við Páll Poulsen í fjør . Men tað krevur nógv . Vit verða noyddir at venja nógv og annars gera nógv við tað , skulu vit halda okkum í oddinum , heldur Jákup Símun Simonsen . - Og vit ætla okkum ikki at leypa fram av fyri tað um vit hava vunnið á VÍF . Enn eru vit bara í grundspælinum , men tað er týdningarmikið , at onkur vinnur á vestmenningum , tí so síggja hini liðini , at tað er ikki ógjørligt . - Klára vit nú at fylgja eftir VÍF , so kunnu vit fáa eitt ómetaliga spennandi endaspæl , og sjálvur trúgvi eg , at vit kunnu verða við í oddinum . Bóru seg undan at taka brotskast Tað gekk báðar vegir , tá VÍF og H71 dystaðust sunnudagin . Liðini fylgdust allatíðina , og tey skiftust um at verða á odda . Í hálvleikinum hevði H71 munin við einum máli , og seinna hálvleik hildu teir seg leingi frammanfyri , eitt skifti vóru teir trý mál á odda . Men VÍF gav ikki upp og teir javnaðu eftir fáum minuttum trýmáls leiðsluna hjá H71 . Síðani royndu bæði liðini at leggja seg fram um , men so javnaði hitt aftur . Tá sjey minuttir vóru eftir at spæla fór VÍF eftir einum minutti frá 23 - 24 og uppá 25 - 24 , og tá lá í luftini , at vestmenningar høvdu tikið ferð á seg og fóru at avgera dystin . Men so varð ikki . H71 javnaði , og hóast VÍF aftur fór fram um 27 - 26 , kláraði H71 enn einaferð at javna , so støðan var 27 - 27 tá fýra minuttir vóru eftir at spæla . Hetta útjavnandi málið kom við brotskasti , sum Hans Guðmundsson skoraði við . Fleiri H71-arar bóru seg undan at taka hetta brotskastið , tí tað hevði avgerandi týdning fyri dystin , og so tók íslendski venjarin ábyrgdina á sínar herðar og skoraði . Tað gjørdi hann aftur í seinasta minuttinum av dystinum , tá hann avgjørdi oddadystin til fyrimuns fyri sítt lið . Seinastu fýra minuttirnar skoraðu hoyvíkingar fimm ferðir , meðan VÍF bert fekk eitt mál . H71 vann sostatt tætta oddadystin , og tað høvdu teir uppiborið . Teir stríddust væl og høvdu so góðan vilja og disiplin , sum sjáldan áður . %% 179 Amerikanskt plátufelag lokkar Regin Guttesen Amerikanskt plátufelag lokkar Regin Guttesen ­ Hetta kemur heilt óvart á , sigur Regin Guttesen , sum samráðist við stórt amerikanskt plátufelag um sáttmála og samstarv á amerikanska marknaðinum Eisini amerikumenn hava fingið eyguni upp fyri føroyska tónleiksnillinginum Regin Guttesen . Umboðsmaðurin og samstarvsfelagin hjá Regin Guttesen í USA , Edgar Struble , sum eisini legði ein part av upptøkunum á fløguni hjá Regini til rættis , hevur fingið fyrispurning frá etableraða amerikanska plátufelagnum Springhill Records . Amerikanska plátufelagið er áhugað í at gera sáttmála við føroyska tónleikaran , og síðani fáa hann til USA at promovera fløguna hjá sær . Fløgan hjá Regini , sum kallast Writing you a Song , kom út fyrr í ár , og var partvís upptikin í USA . ­ At tað er Edgar Struble , sum arbeiðir fyri okkum í USA hevur nógv at siga , tí hann er væl kendur og virdur . Høvdu vit sjálvir roynt at fingið fløguna hjá mær fram har yviri , hevði tað einki nyttað . Uttan Edgar Struble hevði hetta ikki borið til , segði Regin Guttesen fríggjadagin í samrøðu við Útvarpið . ­ Tað ger eisini stóran mun , at á fløguni hjá mær spæla kendir tónleikarar . Tað er uttan iva við til at plátufelagið er áhugað í at gera sáttmála við meg . Í løtuni fara samráðingar fram millum umboðsmannin hjá Regini Guttesen , Edgar Struble , og Springhill , og spyrst nakað burtur úr hesum , verður tað størsta avbjóðingin hjá Regini nakrantíð . ­ Men eg verði ikki skuffaður , um tú einki kemur burtur úr , tí í løtuni arbeiði eg við tónleiki við síðuna av . Eg eri í ferð við at fáa mær eina útbúgving , og trívist væl við tí og at spæla tónleik við síðuna av , sigur Regin Guttesen %% 180 AIDS-grunnur stovnaður í Føroyum AIDS - grunnur stovnaður í Føroyum - Hóast lyklapersónar víða um landið við jøvnum millumbilum skipa fyri tiltøkum , so er neyðugt at hava ein samskipara , sigur Anna Samuelsen , formaður í AIDS - Ráðnum Dagny Joensen AIDS - grunnurin í Føroyum , er stovnaður við tí fyri eygað , at veita upplýsing um HIV og AIDS , og at stuðla sjúklingum . Tað vóru nakrir sjúkrasystranæmingar , sum gjørdu sítt til , at AIDS - grunnurin varð stovnaður . Tær gjørdu høvuðsuppgávu , og fingu stuðul frá Lívstrygging til hetta arbeiðið . Ein partur av upphæddini leyp av , og sjúkrasystranæmingarnir gjørdu av at lata peningin til AIDS - Ráðið í Føroyum . Tá Anna Samuelsen var í Danmark í øðrum ørindum , fór hon at tosa við umboð fyri AIDS - grunnin í Danmark , fyri at vita , hvussu tey har høvdu skipað seg . - Eg fekk teirra viðtøkur , og vit hava nú lagað tær til føroysk viðurskifti , so grunnurin kundi stovnast , sigur Anna Samuelsen . Hon er sera fegin um tiltakið , tí sum tað vísir seg , so knípur tað við at halda áhuganum uppi fyri hesum vandamáli í Føroyum . Hóast talan ikki var um stóra upphædd , so hjálpti tað um , at Lívstrygging í samband við stovnanina hevur latið 10.000 krónur til føroyska grunnin . Áðrenn almenna fundin fríggjadagin , boðaðu stigtakararnir frá , at fólk ístaðin fyri at gjalda atgongumerki , kundu lata AIDS - grunninum eina peningagávu . Anna Samuelsen sigur , at tey ikki enn hava gjørt upp , hvat av peningi kom inn fríggjadagin . 1 . desember er altjóða AIDS - dagur , har evnið er : - AIDS og børnini . Í Føroyum er støðan øðrvísi , og tí verður dagurin hildin undir heitinum : - Vit í Norðuri : AIDS er her framvegis , sigur Anna Samuelsen , sum henda dagin fer at halda fyrilestur í Studentaskúlanum . Um arbeiðið í Føroyum , sigur Anna Samuelsen , at lyklapersónar eru víða um í landinum . Teir skipa javnan fyri tiltøkum , men at neyðugt er við einum samskipara í hesum arbeiðnum . Sjálv arbeiðir Anna Samuelsen sum sjúkrasystir stóran part av degnum , og at tað er avmarkað , hvussu nógv tíð er til AIDS - arbeiðið . Hon hevur arbeitt við málinum síðani 1992 , men viðgongur , at tað er hugaligt , tá tað gongst væl í hond , sum nú tá grunnurin er stovnaður . %% 181 Vit stevna eftir hvørjari krónu, ið vit missa í ólógligum verkfalli Vit stevna eftir hvørjari krónu , ið vit missa í ólógligum verkfalli ­ Tað skal eingin ivi verða um , at vit fara at krevja hvørja krónu aftur , verða vit fyri missi av einum ólógligum verkfalli ­ Verður landið lagt lamið við einum ólógligum verkfalli , stevna vit við brestin . Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur langt síðani gjørt sær sjálvum greitt , hvussu farast skal fram , um arbeiðarafeløgini gera álvara av at fara í aðalverkfall av tí , at ein bólkur í samfelagnum - í hesum føri fiskimenn - fær skattalætta framum øll onnur . Vilhelm M . Johannesen , formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag , sigur , at arbeiðsgevarar fara at krevja arbeiðarafeløgini eftir endurgjaldi fyri tað , teir missa av einum ólógligum verkfalli . Hetta hevur nevndin í Føroya Arbeiðarafelag samtykt . Tað var eitt tað fyrsta , vit viðtóku , tá ið vit frættu um hesar hóttanirnar . Og hetta er skrivliga fráboðað arbeiðarafeløgunum langt síðani , sigur Vilhelm M . Johannesen . Og fyri at útihýsa øllum iva , varð tað endurtikið í gjáramorgun . Arbeiðsgevaraformaðurin sigur , at hetta er ikki ein hóttan , hetta er ein staðfesting av veruligu støðuni . Vilhelm Johannesen sigur , at hann fer ikki at blanda seg uppí , um fiskimenn fáa skattalætta , ella ikki . Hann fer heldur ikki at blanda seg uppí , hvørji tiltøk , arbeiðarafeløgini fara at seta í verk . ­ Men seta tey ólóglig tiltøk í verk , sum raka okkum , er tað heilt greitt , at vit fara at krevja endurgjald fyri tann fíggjarliga miss , vit hava av tí , sigur Vilhelm Johannesen . Hann sigur , at tá ið eitt slíkt verkfall er liðugt , verður fíggjarligi missurin gjørdur upp , og rokningin send arbeiðarafeløgunum . Hann sigur , at hetta er ein støða , sum arbeiðsgevarar ikki hava ávirkan á . ­ Tað skulu vit heldur ikki revsast fyri ­ Og tað er ongin ivi í okkara sál um , at vit skulu krevja endurgjald fyri møguligan miss , sigur hann . ­ Tí fíggjarligum missi , kunnu vit ikki liva við , sigur Vilhelm Johannesen . %% 182 Ólógligar mannagongdir í Smyril Line Ólógligar mannagongdir í Smyril Line TÝSDAGIN 17 . 15 : Christian Andreasen , advokatur , hevur sagt nevndarsessin í Smyril Line frá sær . Hann hevur illgruna um , at aðalfundurin ikki var í tráð við lógina , umframt at hann ikki tekur undir við mannagongdum nevndarinnar Mannagongdirnar í Smyril Line eru ikki í tráð við galdandi reglur . Hetta heldur Christian Andreasen , advokatur , sum næstseinasta fríggjadag eftir uppskoti frá Vinnumálastýrinum varð valdur í nevndina í Smyril Line . Christian Andreasen hevur tískil sent Vinnumálastýrinum , Skráseting Føroya , Smyril Line og advokati tess bræv , har hann boðar frá , at hann ikki tekur við valinum sum nevndarlimur í felagnum . Eingi fundarboð Sosialurin hevur fingið innlit í brævið , sum Christian Andreasen skrivaði til landsstýrismannin í Vinnumálum mánadagin 19 . februar . Í brævinum sigur Christian Andreasen , at hann einki hevur frætt frá leiðslu felagsins síðani aðalfundin , sum varð hildin 9 . februar . Christian Andreasen greiðir frá , at hann 13 . februar vendi sær til advokatin hjá Smyril Line fyri at spyrja , nær næsti nevndarfundur kundi væntast at verða hildin . Eisini boðaði Christian Andreasen advokatinum hjá Smyril Line frá , at hann ynskti at verða kunnaður um støðuna hjá felagnum . Sambært brævinum hjá Christiani Andreasen til landsstýrismannin í Vinnumálum upplýsti Bjørn á Heygum , advokatur hjá Smyril Line , at tað var eitt mistak , at Christian Andreasen einki hevði frætt frá felagnum . Samstundis upplýsti hann , at nevndarfundur hevði verið beint eftir aðalfundin 9 . februar . Christian Andreasen skrivar soleiðis til Bjarna Djurholm , landsstýrismann í Vinnumálum : » Advokaturin upplýsti , at tað vóru hastandi uppgávur , sum skuldu viðgerast , millum annað skuldi nevndin skipa seg , og at hetta var orsøkin til , at eg ikki hevði fingið fráboðan um nevndarfundin « . Slíka mannagongd heldur Christian Andreasen ikki vera í tráð við galdandi reglur , tí sjálvsagt skulu allir nevndarlimir fáa fundarboð og hava møguleika at vera við á einum nevndarfundi . Óregluligur fundur Christian Andreasen eftirlýsir eisini fundarfrásøgn frá aðalfundinum hjá Smyril Line . Hann sigur , at hann ikki hevur fingið nakra slíka , og sum hann veit , er heldur ikki nøkur fráboðan send Skráseting Føroya um nevndarval , viðtøkubroytingar og annað , sum annars eigur at verða gjørt . Út frá samrøðum , sum Christian Andreasen hevur havt við partaeigarar , sum vóru við á aðalfundinum hjá Smyril Line , ivast hann í , um eykaaðalfundirnir fóru regluliga fram . ? Mær er upplýst , at eingin nevndarfrágreiðing varð løgd fram ella gjøgnumgingin á fundinum um fíggjarstøðu felagsins , sigur fyrrverandi nevndarlimurin . ? Í einum føri , har talan er um at víðka um partapeningin við so stórum upphæddum , sum talan er um , er fyri mær av heilt avgerandi týdningi , at partaeigararnir og aðrir innskjótarar meta seg fáa allar neyðugar fíggjarligar upplýsingar . ? Mær er upplýst , at roknskapur felagsins ikki var viðgjørdur á eykaaðalfundinum . Tá so er , fyriskrivar partafelagslógin , at nevnd felagsins skal leggja fram eina frágreiðing um fíggjarstøðu felagssins , vísir Christian Andreasen á . Harafturat sigur Christian Andreasen seg hava fingið at vita , at hildnir vórðu tveir eykaaðalfundir , tí neyðugur meiriluti ikki fyrilá á tí fyrra . Tí ivast advokaturin í , um fyrri fundurin yvirhøvur kann sigast at hava verið lógliga lýstur . Og tí setir hann eisini spurnartekin við , um samtyktu viðtøkubroytingarnar , um at loyva landinum at hækka partapeningin , yvirhøvur kunnu sigast at vera lógligar . Alt hetta sigur Christian Andreasen seg ikki kunna taka ábyrgdina av , og tí boðar hann avvarandi myndugleikum frá , at hann ikki ynskir at taka við valinum sum nevndarlimur í Smyril Line . %% 183 Næmingar landa Næraberg Næmingar landa Næraberg Skúlastjórin í Ósáskúlanum í Klaksvík hevur givið 45 næmingum frí í tveir dagar , so teir kunnu landa Næraberg , tá hann kemur til Klaksvíkar hósdagin Klaksvík : Tá Næraberg kemur til Klaksvíkar hósdagin , er ætlanin , at 45 skúlanæmingar úr Ósáskúlanum skulu verða við til at landa skipið . Veiðan hjá Nærabergi verður løgd upp hjá Northern Fish Cold Storage í Klaksvík , og tað er umráðandi fyri reiðaríið , at skipið verður landað sum skjótast , so tað kann sleppa aftur til fiskiskap . Tí hevur samband verið millum Ósáskúlan og reiðaríið um at fáa skúlanæmingar at veita eina hjálpandi hond . Stundum stendur á at fáa nóg mikið av fólki , um arbeiðast skal í fleiri vaktum . Syrgja fyri vaktunum Stjórin í Ósáskúlanum hevur játtað , at eini 45 næmingar í 9 . flokki sleppa til arbeiðis . - Eg rokni við , at næmingarnir kunnu læra nógv hesar dagarnar . Hetta er eitt áhugavert samstarv , sum sjálvandi ikki skal misbrúkast , sigur Símun Petur Hjelm , stjóri í skúlanum við Ósánna . Næmingarnir - bæði gentur og dreingir - dáma væl tiltakið , og tær broytingarnar , sum skulu gerast í vaktunum , skulu næmingarnir sjálvir syrgja fyri . Í ES - sjógvi Næraberg hevur millum 700 og 800 tons av surimi og knapt 300 tons av mjøli , og ætlanin er at hetta skal fáa í land sum skjótast . Næraberg hevur fiskað í ES - sjógvi suðuri ímóti Írlandi . Ætlanin er , at Næraberg skal fara aftur til fiskiskap leygarkvøldið . %% 184 Gongur framá hjá føroyingunum Gongur framá hjá føroyingunum Flogbóltur , kvinnur Eftir at føroysku kvinnurnar í donsku elitudeildini í flogbólti hava tapt nakrar dystir í januar og byrjanini av februar , hevur Frederiksberg Volley nú vunnið teir báðar seinastu dystirnar . Tann fyrri var ímóti Hvidovre seinasta týsdag , og tann seinri var sunnudagin ímóti HIK Aalborg . Serliga dysturin móti HIK var týdningarmikil og skuldi vinnast , um føroysku kvinnunar skuldu varðveita møguleikan at koma í semifinaluna um danska meistaraheitið . Hjørdis Mortensen , Alvilda Ólavsdóttir , Annika Joensen og hinar á liðnum leiktu ein góðan og spennandi dyst og vóru tað betra liðið , sjálvt um tað altíð er torført at leika móti HIK í Aalborg . Tríggjar dystir eftir Frederiksberg Volley hevur nú tríggjar dystir eftir í hesum umfarinum . Tveir dystir eru móti oddaliðnum DHG Odense , har tær ikki vænta sær nakað stig , men møguliga eitt sett ella tvey . Tann dysturin , sum føroysku leikararnir skulu vinna fyri at koma í semifinaluna , er ímóti Gentofte um tvær vikur á heimavølli . - Vit hava góðan møguleika at vinna dystin , men alt kann henda , og Gentofte hevur spælt væl í seinastuni . So tað verður spennandi at síggja , sigur Annika Joensen í stuttari viðmerking . - Tá vit spældu ímóti Gentofte fyri nøkrum vikum síðani á teirra heimavølli , taptu vit tepurt 2 - 3 . Støðan er beint nú , at DHG er á odda við fullum stigatali og Holte liggur nr. 2 . Holte hevur bert tapt ímóti DHG . Eingin ivi er í løtuni um , at DHG er besta liðið , og at tær koma at standa ovast á sigursskamlinum . Holte er næstbesta liðið . Hvidovre hevur einki stig og er tað vánaligasta liðið í topp 6 . HIK , Gentofte og Frederiksberg liggja ájavnt við 6 stigum í part og eru sera jøvn . Tað eru sostatt hesi seinastu trý liðini , ið skulu berjast um tvey tey seinastu plássini í topp 4 . %% 185 4 milliónir í nýggjum býbussum 4 milliónir í nýggjum býbussum Tað er ikki hvønndagskostur hjá bussferðandi havnarfólki at Bussleiðin í Havn hevur fingið tveir spildurnýggjar og sera nýmótans bussar . Men soleiðis er støðan í dag Tað eru teir báðir busseigararnir Gunnleivur Danielsen og Arne Berg , sum hava keypt sær hvør sín Scania buss frá Johannes Berg í Havn . Tað serliga við hesum bussum er , at teir ikki eru bygdir á rammu , sum annars vanligt er . Tá ein bussverksmiðja selur ein buss , er tað vanliga bara undirvognin , teir selja . Síðani eru tað aðrir , sum byggja » húsið « omaná . Men hesar bussarnar hevur Scania verksmiðjan sjálv latið , og av tí at teir ikki eru bygdir á eina undirrammu , so eru teir sera lágir . Dúrkið er plant , og tú kanst næsta stíga beinleiðis av gongubreytarkantinum og inn í bussin . Tá bussurin steðgar , søkkur hann einar 10 cm , sum ger , at lætt er hjá ferðandi á hjólum , barnavognum og koyristólum , at koma inn í bussin . Tann yngsti bussurin annars er 12 ár , meðan tann elsti er 20 ár . Nógvir eru keyptir brúktir , og kosta teir tá einar 100.000 krónur . Hesir bussarnir kosta oman fyri 2 milliónir stykkið . %% 186 Færri tilburðir av bróstkrabbameini í Føroyum Færri tilburðir av bróstkrabbameini í Føroyum Í døgunum 16 . og 17 . oktober , skipaði Krabbameinsfelagið fyri upplýsandi tiltaki , í samband við at tað eru 10 ár síðan stuðulsbólkurin » Bót til Bata » varð stovnaður . Serfrøðingar í Danmark vitjaðu og greiddu frá gransking og viðgerð í samband við bróstkrabbamein . Sosialurin hevur tosað við Eliesar Olsen , yvirlækna , sum sigur frá hagtalskanningum o.ø. í samband við viðgerð og eftirviðgerð av bróstkrabbameini í Føroyum Seinastu tíðina hevur nógv orðaskifti verið um krabbameinsjúkur og viðgerðir í hesum sambandi . Danska sjúkrahúsverkið hevur altíð verður tikið fram sum fyridmynd um góða sjúkuviðgerð , men herfyri vísti ein kanning í Svøríki , at hóast fleiri tilburðir av krabbameinssjúkum vóru í Svøríki , so yvirlivdu fleiri sviar enn danir . Tað skapti øsing og ótrygd í Danmark , og serfrøðingar á økinum hava í seinastuni gjørt nógv fyri at upplýsa um viðgerð av krabbameinssjúkum . » Bót til Bata » 10 ár Stuðulsbólkurin » Bót til Bata » er bert fyri kvinnur , sum hava fingið skurðviðgerð og eftirviðgerð fyri bróstkrabba , og tí var júst henda sjúkan á skránni . Eliesar Olsen , yvirlækni á Landssjúkrahúsinum , er nevndarlimur í Krabbameinsfelagnum . í Hansara starvi hevur hann eisini við krabbameinssjúklingar at gera : ­ Vit halda tað eisini vera umráðandi at tosa um hesi viðurskifti í Føroyum , og tí fingu vit tveir serfrøðingar úr Danmark at koma hendavegin í hesum sambandi , sigur Eliesar Olsen . Tað vóru teir báðir Mogens Blichert - Toft , professari í krabbameissjúkum og Carsten Rose , onkologur , sum fæst við eftirviðgerð av bróstkrabba . Hesir eru førandi serfrøðingar í Danmark , og saman við teimum var eisini Lis Løfberg serfrøðingur í bróstprotesum . Fyrilestrar vóru fyri almenninginum og starvsfólkum í sjúkrahúsverkinum . Upplýst var um grasking í Danmark á økinum , og hvussu viðgerð og eftirviðgerð verður løgd til rættis . ­ Talið av tilburðum við krabbameinssjúkum økist , og fleiri fáa bróstkrabbamein í grannalondunum , sigur Eliesar Olsen . Tá hesi viðurskifti skuldu kannast í Føroyum , var trupulleikin , at ongar skrásetingar eru tøkar áðrenn 1995 . Kanna gamlar sjúlkudagbøkur Fyri at bøta um tað , hava læknarnir rannsakað gamlar sjúkudagbøkur , fyri at vita , hvussu stendur til við krabbameinssjúkum aftur í tíðina . ­ Við at nýta ávísan roknihátt , eru vit komin eftir , at hóast fleiri tilburðir av krabbameinssjúkum í Føroyum seinastu árini , so er títtleikin væl lægri enn í grannnalondunum . ­ Vit liggja eisini lægri í tølum sammett við Ísland , og væl niðan fyri donsku hagtølini , sigur Eliesar Olsen . ­ Hagtølini er kortini so fesk , og vit hava ikki gjørt sundurgreinandi kanningar um t.d. , hvussu nógv sleppa undan sjúkuni og hvussu møguleikarnir eru fyri at yvirliva . Heldur ikki eru vit komin til at sundurgreina tølini , fyri at kanna , hví færri fáa hesa sjúku í Føroyum , í mun til grannalondini , sigur Eliesar Olsen . Tiltakið hjá » Bót til Bata » var eisini gjørt fyri at staðfesta , at viðgerðin herheima er á hædd við tað , sum fæst í grannalondunum . Viðvíkjandi føroyskum viðurskiftum , so vóru donsku serfrøðingarnir samdir um , hvussu umráðandi tað er , at skurðviðgerð í brósti , eru á so fáum hondum sum til ber , fyri at tryggja góðskuna , sigur Eliesar Olsen . Sleppa undan at fara til Danmarkar Áður fóru krabbameinssjúklingar til Danmarkar at fáa kemo - terapi og aðra viðgerð fyri krabbamein , men í flestu førum verður viðgerðin nú gjørd í Føroyum . Landssjúkrahúsið hevur samband við danska sjúkrahúsverkið , og fastur onkologur vitjar og veitir javnan ráðgeving í Føroyum . ­ Tað hevur verið ført fram , at føroyskir sjúklingar í Danmark fáa betri viðgerð enn danir . Er tað rætt ? ­ Í Danmark eru føroyingar ikki betur fyri enn danir , men í Føroyum er t.d. bíðitíðin minni , og tað ger , at viðurskiftini hjá sjúklinginum eru betur í Føroyum . ­ Trupulleikarnir í Danmark eru tær longu bíðitíðirnar til viðgerð og eftirviðgerð , og har verða føroyingar ikki tiknir fram um danir . Ikki øll viðgerð fyri krabbameinssjúkur kann veitast í Føroyum . Eitt nú um fólk skulu hava geislaviðgerð , so noyðast tey til Danmarkar , og har er long bíðitíð . Føroyingar kunnu eisini fara aðrastðni í viðgerð , eitt nú til Svøríkis ella til Íslands . ­ Tað skulu læknarnir eisini fáa í lag , tí vit skulu fara hagar , har besta hjálpin fæst , sigur Eliesar Olsen . Hann er skurðlækni og hevur við krabbameinssjúklingar at gera . Á fundinum greiddi hann frá , hvussu t.d. kvinnur kundu fáa nýtt bróst , ístaðin fyri at nýta bróstprotesur . Kvinnur fáa nýtt bróst og betri lívsvirði Hann hevur gjørt slíkar viðgerðir í Svøríki , og veit , at tað hevur nógv at týða fyri lívsvvirðið hjá kvinnum , at tær hava fingið hetta gjørt . Henda viðgerð er eisini møgulig at fáa í Føroyum . Eini 20 tilburðir av bróstkrabba eru árliga í Føroyum , men læknarnir vita sum s agt ikki , hvussu leingi sjúklingarnir liva , og heldur ikki , hvussu leingi sjúkan hevur gjørt um seg , áðrenn hon verður staðfest . Eingin bíðitíð í Føroyum ­ Fyrimunurin við at veita viðgerð í Føroyum er , at vit gera kanningar og veita viðgerð eftir bert fáum døgum , og síðani kunnu sjúklingar fáa eftirviðgerð beinanvegin , sigur Eliesar Olsen . Tað hevur verið tosað um at gera regluligar mammografikanningar ( røntgenkanning av brósti ) eins og nú verður gjørt við undirlívskanningar fyri kvinnur í ávísum aldri . Nóg mikið at kanna tær 50 - 67 ára gomlu ­ Hevði tað bøtt um , so sjúkan varð funnin skjótari ? ­ Tað er altíð gagnligt at gera fyribyrgjandi kanningar , fyri at staðfesta sjúkuna so tíðliga sum til ber . Kortini er tað ivingarsamt um hetta nýtist at vera lógarkrav í lægri aldursbólkum , tí endurtøka av røntgengeislingum kann verða vandamikið , sigur yvirlæknin . Mest hóskiliga aldursbólkurin til mommografi kanningar eru 50 - 69 ár gamlar kvinnur , tí í hesum aldrinum økist vandin fyri at fáa bróstkrabbamein . ­ Tað er tó treytað av at vit hava góðar umstøður , vant starvsfólk og góða røntgenútgerð , sigur Eliesar Olsen . %% 187 Stólið ikki blint upp á dekkini Stólið ikki blint upp á dekkini ? Tað sum er mest umráðandi í hálkukoyring er , at tú koyrir eftir umstøðunum , sigur Fríðrikur Bláhamar , stjóri á Super Dekk Fyrsti kuldin í vetur hevur longu gjørt vart við seg , og tá vit samstundis eru farin um hálvan oktober , fær kuldin nógvar bilførarar at hugsa um , at nú mugu píkarnir setast undir bilin . Men tað eru ikki øll , sum eru á einum máli um , at píkadekkini eru besta trygdin í hálku . Ein teirra er Fríðrikur Bláhamar , sum er stjóri á dekksøluni Super Dekk í Havn . Bilførarin størstan týdning ? Tað sum er mest umráðandi í hálkukoyring er , at tú ert greiður um koyriumstøðurnar - og koyrir eftir teimum . Tí er tað ikki altíð so umráðandi , um tú hevur píkar ella ikki , sigur hann . ? Tú mást ikki blint stóla upp á dekkini , leggur Fríðrikkur Bláhamar dent á . Super Dekk í Havn hevur selt dekk í mong ár og umboðar nú Goodyear - amerikanska dekkmerkið , sum fyrr í ár fylti 100 ár . Hendan dekkverksmiðjan hevur fleiri verksmiðjur í Evropa . ? Tað er so ymiskt , hvussu tørvurin er á dekkum í ymsu londunum , og er tað veðurlagið , sum hevur serligan týdning , sigur Fríðrikkur . Hóast Super Dekk sjálvsagt eisini selur píkadekk , so eru tað vetrarlamelldekkini , ið Fríðrikur Bláhamar hevur størsta tokkan til , tá tað ræður um vetrardekk . ? Vit skulu minnast til , at flestu píkadekk eisini eru lamelldekk . So tá fólk tosa um , at píkadekkið er so sera gott í tjúkkum kava , so er tað tí , at talan er um eitt lamelldekk , sigur hann . Tá er talan um vanligt vetrarlamelldekk - við píkum . Lamelldekkið er serliga konstruerað til at hava gott vegtak í hálku . Tað er bygt upp við mynsturblokkum . Hvør blokkur er skorin sundur í lamellir , sum , tá dekkið verður trýst niður í vegin , opna seg og líkasum klípur seg fast í undirlagið . Afturat hesum , so eru vetrardekkini gjørd úr aðrari gummiblanding við meira av rágummi í . Hetta ger , at dekkið ikki verður so hart , sum eitt summardekk , tá kalt er í veðrinum . Av hesi orsøk verður dekkið ikki so » hált « , sum eitt summardekk verður í kulda . ? Men er lamellvetrardekkið so mikið gott , at tú torir at pástanda , at tað er nóg gott til alla hálkukoyring í Føroyum ? ? Nei , tað fari eg ikki at siga - men næstan . Tað eru sjálvandi undantøk , eitt nú fólk , sum búgva við Gjógv og sum skulu koyra um skarðið hvønn dag - eisini við børnum . Tá kann vera ein tryggleiki í at hava píkar , tí har kann vera serliga hált - og afturat tí er vegurin framman undan ikki serliga tryggur . Í slíkum føri kann tað vera ein trygd , at tú hevur píkadekk , sigur Fríðrikur Bláhamar . Men hann leggur afturat , at hann ofta hoyrir fólk siga , at tey búgva upp í eini brekku í Havn , sum ofta kann vera sera hál . ? Tá haldi eg , at tað er yvirdrivið , um fólk keypa sær píkadekk fyri at koyra 50 metrar , sigur hann . Fríðrikur Bláhamar heldur annars , at tað nú er tíð upp á , at myndugleikarnir fara undir at gera eina hálkubreyt , soleiðis at bilførarar , ungir sum eldri , undir tryggum umstøðum sleppa at venja seg í hálkukoyring . ? Nú hevur verið tosað um hetta í so mong ár , men enn er einki hent , vísir hann á . Samanumtikið heldur Fríðrikur , at koyring við vetrarlamelldekkum saman við hollari hálkuvenjing er nóg mikið til stórt sæð allar vetrarkoyring í Føroyum . Bussar koyra eisini við lamellvetrardekkum Fríðrikur Bláhamar sigur , at teir seinastu árini eisini hava roynt vetrarlamelldekkini undir lastbilum og bussum - við góðum úrslitið . ? Býbussarnir hjá okkum hava í fleiri ár koyrt við hesum dekkum , og nú er helmingurin av býbussunum í Havn skøddir við hesum dekkum . Fríðrikur Bláhamar sigur at teir eisini hava gjørt royndir bæði við píkadekkum og lamellvetrardekkum við stóra brandbilinum hjá brandstøðini í Havn , og stóðu lamellvetrardekkini seg eisini best her , sigur hann . Tíðarskeiðið , loyvt er at koyra við píkadekkum er frá 16 . oktober til 30 . apríl - báðir dagar íroknaðir . %% 188 Útbjóðing og avbjóðing Útbjóðing og avbjóðing Nú tað nærkast fyrstu útbjóðing á føroyskum øki arbeiða fleiri myndugleikar við at fáa tey ymsu viðurskiftini uppá pláss . Nú tað nærkast fyrstu útbjóðing á føroyskum øki arbeiða fleiri myndugleikar við at fáa tey ymsu viðurskiftini uppá pláss . Støða skal takast til hópin av málum . Ein týðandi partur av hesum verður at finna í uppskotinum um kolvetnisskatt , sum helst verður lagt fyri tingið og samtykt í hesum árinum . Onnur mál fara at verða viðgjørtd í tí stóra arbeiði , sum skal gerast í sambandi við sjálva útbjóðingina . Her liggur eitt krevjandi og rúgvusmikið arbeiði fyri framman , bæði tá talan er um at gera sjálvt utbjóðingartilfarið klárt og at viðgera umsóknirnar . Undan hesum hava vit so fingið eina kolvetnislóggávu , sum meira er karmurin um alt tað komandi virksemið . Ein spurningur , sum uttan iva fer at verða umrøddur , tá tingið fer undir viðgerðina av eitt nú kolvetnisskattalógini , treytum í sambandi við útbjóðing ol . , er í hvussu stóran mun vit skulu seta treytir og krøv til útlendsku feløgini , sum arbeiða her í lóggávunum ella hetta skal verða gjørt í teimum einstøku loyvunum . Vit hava longu sæð , at tingmenn ynsktu broytingar í uppskotinum til kolvetnislógina , soleiðis at beinleiðis treytir til oljufeløg og kontractorfeløg komu at standa í sjálvari lógini , meðan onnur sum eitt nú umboð fyri okkara egnu oljumyndugleikar mettu tað vera betri at seta treytir og ávís krøv í sjálv loyvini . Nú skulu vit so aftur til at leggja lógir fyri tingið . Oljuráðleggingarnevndin hevur havt fund og gjørt uppskot til kolvetnisskattalóg . Í tilmælinum verður m.a. sett upp , at manningar á seismikkskipum skulu gjalda skatt her . Enn er støða so ikki til aðrar partar so sum serskatt , royalty og alment oljufelag . Tað er greitt , at her má ein avvegan gerast , og er tað eisini ein politiskur spurningur , hvussu vit ynskja at fáa inntøkur frá einum komandi oljuvirksemi , antin tað er við høgum royalty , serskattum ella kravinum um luttøku av almennum oljufelag ella øðrum . Tað eru helst teir , sum halda , at sjálvandi skulu manningar á seismikkskipum gjalda skatt her , meðan onnur seta spurningin , hví júst hesar manningar og ikki manningar á øðrum skipum , sum arbeiða á landgrunninum skulu gjalda skatt . Spurningurin er so , um tað er rætt at gera slíka samanbering . Annað er so krøv til seismikkskip oo . í hesi vinnu at brúka føroyskar vørur og tænastur longu nú , áðrenn útbjóðingina . Her hevur tað so verið hildið at vera rættast ikki at seta ov hørð krøv longu í byrjanini , tá talan eisini er um at marknaðarføra okkum rætt og fáa sum flest at gera íløgur her . Vit síggja , at flestu seismikkskipini velja útlendskar havnir , tí tað er bíligari at skifta manningar har . Tá sjálv leitingin byrjar av álvara verður hetta so broytt , tí tá er krav um at brúka føroyskar vørur og tænastur . Eingin ivi er um , at vit eiga at leggja viðurskiftini soleiðis til rættis , at oljuvirksemið skapar mest møguligt arbeiði her á landi og leggur mest møguligt eftir seg her . Tað má vera okkara primera mál . Hetta eigur tó eisini at verða gjørt á slíkan hátt , at tað ikki ræðir teir , sum skulu gera íløgur , burtur . Spurningurin her er eisini í hvønn mun vit eiga at taka hædd fyri lækkandi oljuprísunum og harvið møguleikunum hjá vinnuni . Leiðarin á Oljufyrisitingini hevur sagt , at vit eiga ikki at seta vinnuni so hørð krøv , at vinnan heldur seg burtur . Hann hevur eisini fyrr sagt , at tað er betri at seta treytir og krøv í loyvini heldur enn í lógirnar . Hetta eru tað ymsar meiningar um . Men tað er rætt at lofta hesum og viðgera tað , eisini nú tá fleiri lógir í sambandi við kolvetnisvirksemið verða lagdar fram . Tørvur er tí á at fáa flest allar upplýsingar á borðið , áðrenn týðandi avgerðir verða tiknar . Í ávísum førum kann tað vera rætt at hava treytir og krøv í lóggávuni , í øðrum førum hoyra hesar heima í loyvunum . %% 189 Tað kann væl verða at tað endar við Dúgvuni kortini Tað kann væl verða at tað endar við Dúgvuni kortini Ein møguleiki , sum arbeitt verður við , er at stytta umvælingartíðina , so at Smyril ikki verður so longi burtur , og so verða suðuroyingar noyddir at góðtaka , at Dúgvan siglir einar tvær vikur Hóast løgmaður hevur lovað , at hóskandi avloysaraskip skal finnast til suðuroyarsiglingina , meðan Smyril er til eftirlit og umvælingar , kann tað væl henda , at tað endar við Dúgvuni kortini . Keldur , sum standa málinum nær , siga , at Dúgvan er ikki endaliga avskrivað enn . Tað veldst um , hvussu alt tekur seg upp . ­ Í prinsippinum er onki galið við Dúgvuni . Trupulleikin er , at nógv fólk vilja ikki sigla við henni . Landsstýrið arbeiðir við ymsum møguleikum at finna annað avloysaraskip enn Dúgvuna . Og hóast Norrøna er ein møguleiki , sum arbeitt verður við , er onki skip funnið enn , og enn er onki avgjørt . Umframt Norrønu verða eisini aðrir møguleikar kannaðir fyri at leiga skip . Men skotbráið er stutt og møguleikarnir tí ógvuliga avmarkaðir . Hóast Strandferðslan í eina tíð hevur vitað , at Smyril skal til eftirlit og umvælingar nú , er málið at kalla spildurnýtt fyri Landsstýrið , og tað ger møguleikarnar avmarkaðir . Dúgvan ikki avskrivað Og tað verður ikki dult fyri , at ein møguleiki , sum verður kannaður , er at fáa skipasmiðjuna at bera skjótari at við Smyrli . Táið sagt varð , at arbeiðið uppá Smyril fór at taka ein mánaða , var tað roknað út eftir átta tíma degi . Men kann skipasmiðjan fáast at arbeiða longri hvønn dag , kann umvælingartíðin eisini styttast . Tí verður ikki hildið , at tað undir nøkrum umstøðum ber til at umvæla Smyril uppá styttri tíð enn einar 14 dagar . Skal eitt annað skip enn Dúgvan finnast at avloysa Smyril , kostar tað pengar . Og tann kostnaðurin verður settur upp ímóti tíðini , skipið skal brúkast . Og tað skilst , at ongin er sinnaður at brúka nógvar pengar at leiga Norrønu , ella eitt annað , stórt skip , um talan bara verður um einar 14 dagar . Loysnin má standa í rímiligt mát til tíðina , hon skal brúkast . Og spurningurin er sanniliga eisini , hvat ein hóskilig loysn er í mun til hvat hon kostar . Verður umvælingartíðin av Smyrli stytt niður í einar tvær vikur , er tað ikki vist , at suðuroyingar halda tað verða so ræðuligt , at teir ikki eru sinnaðir at góðtaka Dúgvuna teir dagarnar , verður sagt . Hinvegin er tað eisini ein stórur spurningur , hvaðani pengarnir skulu útvegast til eitt størri avloysaraskip enn Dúgvuna . Er talan um munandi upphædd , er tað órímiligt at taka tað av rakstrinum hjá Strandferðsluni , tí játtanin til hana er so klipt og skorin , at har loypir onki av til slíkar óvæntaðar útreiðslur . Tí verður neyðugt at finna eina eykajáttan . Og tað er ein politiskur spurningur . %% 190 Kostar hvørjum arbeiðsmanni 1000 kr Kostar hvørjum arbeiðsmanni 1000 kr Kristian Magnussen hevur sagt , at tørvurin á almannaøkinum er ómettiligur - og at uppfinnsemið fyri at finna fleiri útreiðslur er óendaligt Við hesum orðum legði framsøgumaður Fólkafloksins , Óli Breckmann til brots . Hann vísti á henda óbendiliga tørvin , sum tingmenn hava at nýta fíggjarlógina at » gera gott við « , og hvussu stórar upphæddir júst hetta málið sýr seg um . Her er talan um 11 milliónir pluss 30 milliónir , sum vit í samgonguni vildu brúkt fleiri mánaðir til at fingið til vega , segði hann . Óli Breckmann hevði fleiri gullkorn , sum hann kundi sitera Kristian Magnussen fyri at hava sagt . Eitt av hesum var , at » tað stendur fast , at einasta brúkiliga alternativ , sum enn er komið fram , er uppskotið hjá Fólkaflokkinum um eina fólkatrygging « . Framsøgumaður Fólkafloksins helt , at vit mugu umleggja okkara hugsan um , hvussu vit fíggja slíkt . Hann segði , at hesi uppskot fóru at kosta vanliga arbeiðaranum einar 1.000 krónur um árið . %% 191 Hvør eigur at tryggja ellisár Hvør eigur at tryggja ellisár Vit eiga at finna út av , hvør eigur uppgávuna at tryggja okkara aldurdóm . Hetta var fyrsta boðið hjá framsøgumanni Tjóðveldisfloksins undir viðgerðini av teimum fimm uppskotunum hjá Javnaðarflokkinum í gjár . Heini O. Heinesen vísti á , at vanliga hugsanin hjá teimum sokallaðu borgarligu politikarunum í Føroyum er , at tey vælbjargaðu skulu hava tað gott . Hann vísti eisini á , at tað bara eru kávalótir at siga , at tað er tað almenna ella fakfeløg , ið eiga at hava ábyrgdina av aldurdóminum . Heini O. Heinesen vísti eisini á , at í hansara uppvøkstri vóru tað bert ávísir bólkar , ið høvdu góða eftirløn , og nevndi Heini O. Heinesen í hesum sambandi lærarar , ið høvdu eina nógv betur skipan , enn aðrir samfelagsbólkar . Tað er ein politiskur spurningur at finna út av , hvør eigur uppgávuna . Og samhaldsfasti ger hetta til eina almenna uppgávu , segði hann . Heini O. Heinesen vísti eisini á , at tá vit gera eina útreiðslu , so eiga vit eisini at vísa á , hvar pengarnir skulu koma frá . Hann vísti eisini á , at hann helt tað vera løgið av Javnaðarflokkinum at koma við slíkum uppskotum nú beint undan valinum , tá Javnaðarflokkurin eftir valið eigur løgmannin . Eitt sindur av uppskotum mugu vera eftir til nýggja landsstýrið , helt Heini O. Heinesen , sum legði afturat , at annars mátti Vilhelm Johannesen hava forroknað seg . %% 192 Føroyar enn sera áhugaverdar hóast lágu oljuprísirnar Føroyar enn sera áhugaverdar hóast lágu oljuprísirnar Oljuprísurin er vorðin so lágur , at tað kann løna seg betur at fara eftir olju í eitt nú Vesturafrika og eystanfyri - enn at gera dýrar íløgur á djúpum vatni við Føroyar . Kortini halda oljufeløg Føroyar enn verða so mikið áhugaverdar , at tey varðveita áhugan fyri økinum Nú summarið nærkast , er tað eisini tíðin , tá seismikkskipini plaga at koma aftur á Føroyaleiðina at gera kanningar . Eitt av feløgunum , sum hevur gjørt nógvar kanningar á føroyska landgrunninum , er Geco Pracla , sum er partur av stóra Schlumberger samtakinum . Leif Larsen , leiðari fyri leitingini við Føroyar , sigur við Sosialin , at teir fara helst at gera kanningar fyri oljufeløg og eisini fyri egna rokning . Talan er um at gera kanningar fyri bæði Amerada Hess og Norsk Hydro . Her verður helst talan um at halda fram við sokallaðu ? tvey báta operatiónini ? , har tú letur skipini sigla aftaná hvørt annað , soleiðis at tú fær nógv longri kaðalar . Vanliga kanst tú skjóta upp til 12 km við einum báti men við tveimum ber til at koma uppá 18 km , . Hetta verður gjørt fyri at loysa gátuna við tí tjúkka basaltinum . Hóast nógv orka er løgd í at finna nýggjar mátar at sleppa niður gjøgnum tjúkku basaltfláirnar , so er hetta enn ikki eydnast til fulnar . Leif Larsen sigur , at hóast seismikkfeløgini í hvør sínum lag royna at loysa gordiska knútin og síggja niður gjøgnum basaltið , so er enn eingin endalig loysn funnin . Hugt verður eftir ymsum møguleikum . - Phillips hevur fingið gjørt nakrar kanningar á norska landgrunninum , sum síggja áhugaverdar út , og vit royna nú at fylgja hesum upp á føroyskum øki . Vit vóna at kunna síggja botnin á basaltinum og tann dag vit gera tað , tá má hetta sigast at vera eitt satt gjøgnumbrot sigur Leif Larsen . Hann váttar , at tað í støðum á føroyska landgrunninum ber til at síggja botnin á basaltinum . Hetta er ein hørð nøt at bróta , men teir gevast ikki við hesum fyrr enn rokkið er á mál . Eydnast tað ikki við umrøddu kanningarháttum , so fara teir áftur á tekniborðið . Hóast oljuprísurin er lækkaður nógv , so vísir Leif Larsen á , at áhugin fyri føroyska økinum framvegis er sera stórur . Tað er greitt , at lækkar prísurin nógv aftrat , so verður tað nógv meira lønandi at byggja út verandi felt í Vesturafrika og eystanfyri enn at fara undir at gera stórar íløgur í ókendum og torførum økjum sum eitt nú Føroyum . Hann væntar tó ikki , at oljufeløgini heilt missa áhugan fyri Føroyum . Heldur vilja tey ? fryse ned ? sínar ætlanir ella minka um tær . %% 193 ­ Tað vóru ikki míni sjónarmið ­ Tað vóru ikki míni sjónarmið ­ Nú er staðfest at tingið ikki stendur aftanfyri Landsstýrið í bankamálinum , men eg eri limur í samgonguni og vil vera loyalur mótvegis henni , sigur Bjørn á Heygum , sum annars av andstøðuni verður skírdur at hava tosað við tveimum tungum ­ Tingbólkurin er upploystur , og vit kunnu bert staðfesta , at tingið ikki stendur aftan fyri Landsstýrið í bankamálinum sigur Bjørn á Heygum , sum hevur verið talsmaður fyri tingmannabólkin í bankamálinum . Hóast tað hevur verið tosað um at bólkurin ikki hevði álit á løgmanni sum samráðingarleiðara , so hava vit bíðað sum longst , tí vit vónaðu at fyrningarfreistin fór at verða útsett einaferð aftrat . Tá tað ikki eydnaðist , varð bólkurin upploystur , sigur Bjørn á Heygum , og leggur aftrat , at hansara støða í málinum er greið : ­ Eg eri í samgonguni , og sum soleiðis eri eg loyalur mótvegis Landsstýrinum . Nú er tað upp til Landsstýrið , hvat víðari skal henda í málinum . Tosa við tveimum tungum ­ Tað eru tey , sum halda , at tú hevur tosað við tveimum tungum í hesum máli , og at tú hevur sagt eitt við tingmannabókin og annað við Edmund Joensen ? ­ Tað er ikki rætt . Eg havi bert staðfest , at semja var ikki í tingmannabólkinum um samráðingarleiðaran , og at bólkurin vildi bíða við at gera nakað , áðrenn vit vistu um Den Danske Bank gekk við til at leingja fyrningarfreistina . Týsdagin høvdu vit í bólkinum fund á tingloftinum , har vit kundu staðfesta , at semja var ikki um at stuðla Landsstýrinum í at fara undir samráðingar . ­ Ónøgd var eisini um at Landsstýrið ikki hevði kunnað bólkin um skriv , sum vóru send stjórnini í málinum . Bólkurin kendi seg tí settan út av spælinum , sigur Bjørn á Heygum og vísir aftur , at hetta er at tosa við tveimum tungum . ­ Fyri nøkrum døgum síðan segði tú við Sosialin , at tað ikki var nakar trupulleiki at lata Edmund Joensen fara niður , tí hann ikki kundi gera nakað , sum undirtøka ikki var fyri í Føroyum ? ­ Tað vóru serliga umboð fyri flokkarnar í andstøðu , sum høvdu hesi sjónarmið í bólkinum , meðan samgongulimirnir ikki hava úttalað seg um henda spurningin , sigur Bjørn á Heygum og endurtekur : . ­ Bjørn á Heygum hevur ikki úttalað seg persónliga , men bert fyri bólkin í hesum máli , sigur ein avgjørdur Bjørn á Heygum . %% 194 ­ Tað er ikki ráðiligt at bíða longur ­ Tað er ikki ráðiligt at bíða longur Hóast ósemja í tinginum um hvørt Landsstýrið skal fara niður at samráðast ella ikki , sakar tað einki í Tinganesi . ­ Besta loysnin er at fara undir samráðingarnar sum skjótast , sigur Eilif Samuelsen Ein orsøk er at Den Danske Bank setir so stór krøv , áðrenn tað bert ber til at tosa um at leingja freistina , annað er , at peningastovnurin vil hava eina uppgerð , sum ikki kann gerast , og sum eingin hevur møguleika at kenna úrslitið av . ­ Hevur tað als einki at siga , at tingmannabólkurin nú er upploystur ? ­ Tað er sjálvandi keðiligt , nú vit vóru samd um uppleggið , men fyri sovítt er uppgávan hjá bólkinum lokin , sigur Eilif Samuelsen . Hann grundgevur hesum við at siga , at tingmannabólkurin skal ikki niður at samráðast , tí tað hevur bert Landsstýrið heimild til . ­ Er tað ikki ein treyt fyri samráðingarnar , at tingið skal góðtaka úrslitið ? ­ Tað vandan mugu vit liva við . Tað er altíð ein vági , tá Landsstýrið ger sáttmálar . Tað er galdandi í hesum máli eins í so nógvum øðrum , sum Landsstýrið ger sáttmálar , sigur Eilif Samuelsen . Í skrivandi løtu seinnapartin í gjár , var einki svar komið frá Nyrup Rasmussen , men Eilif Samuelsen heldur , at tá Landsstýrið ynskir samráðingar , fer forsætisráðharrin at ganga teimum á møti . ­ Hevði tað ikki verið rættari at stevna Den Danske Bank nú , og hervið tikið fyrningarfreistina burtur ? ­ Tað eru í grundini óverdugt um Føroyar skulu stevna , fyri at fáa sín vilja . ­ Tað stríðir eisini móti andanum í ríkisfelagsskapinum . Vit skulu heldur tosa okkum til rættis - ístaðin fyri at stevna . Tí haldi eg at samráðingarloysnin er tað besta vit kunnu gera . ­ Um aðrir leggja so lítið í sambandið millum Danmark og Føroyar , so er tað ein støða , men eg eri ikki samdur , sigur Eilif Samuelsen . Harnæst ber ikki til at stevna bara Danske Bank . Málið er soleiðis háttað , at so skulu allir partar í málinum stevnast . ­ Eg haldi , at vit í virðing fyri hvør øðrum skulu samráðast til vit koma til eitt úrslit , sigur Eilif Samuelsen . ­ Er trygd fyri at samráðingarnar verða lidnar áðrenn 30 . apríl ? ­ Tað vildi eg hildið . Skotbráðið er ein heilur mánaði , so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki . ­ Um nú úrslitið ikki verður góðtikið í tinginum ? ­ So er neyðugt at fara undir samráðingarnar av nýggjum , sigur Eilif Samuelsen , sum ikki sær nakran vanda í , um tað verður tað nýggja tingið , sum eftir valið skal góðtaka samráðingarúrslitið hjá gamla Landsstýrinum . %% 195 Músin kann vera eitt skaðadjór Músin kann vera eitt skaðadjór Músaskaðarnir , ið koma av støðugum telduarbeiði gerast alt fleiri í tali og í ringasta føri kunnu teir føra til varandi mein . Men skaðarnir kunnu fyribyrgjast við at innrætta arbeiðsumhvørvið eftir tørvinum hjá hvørjum einstøkum , sigur Leila á Lofti , fysioterapeutur , sum gevur frálæru á arbeiðsplássum um , hvussu arbeiðsumhvørvið verður innrættað sum frægast Teldan er ivaleyst eitt hitt mest nýtta arbeiðstólið í dag . Hon er á øllum arbeiðsplássum , í nógvum heimum og er av álvara á veg inn í allar skúlarnar í Føroyum . Men hóast teldan er hent , kann hon elva til álvarsamar trupulleikar . Vanligt telduarbeiði , sum eitt nú skrivstovuarbeiði , har tú situr framman fyri telduni dagin langan og ger sama arbeiðið við lítlari og ongari variasjón , kann geva tær støðuga pínu í øksl , arm , alboga , handlið , fremstafingur og tummil . Skaðin , sum í høvuðsheitum stendst av arbeiði , man ger við smáum , løttum rørslum - verður á fakmáli róptur RSI , ið stendur fyri Repetetive Strain Injurie ella á fólkamunni músaskaði . - Tað eru eini 5 - 6 ár síðani , at eg sá fyrstu fólkini í míni klinikk við arbeiðsskaðum av hesum slag . Í dag meti eg , at vit trý í klinikkini hava eini 10 fólk í miðal um vikuna í viðgerð móti músaskaða , sigur Leila á Lofti , sum hevur fysioterapiviðgerð á Argjum . - Fólkini , ið koma við sjúkraeyðkennum av hesum slag , venda sær til okkara við eitt nú ilt í nakka ella høvuðpínu . Tá ið vit so kanna , hvaðani pínan kemur , vísir tað seg , at hon stavar frá arbeiðsumhvørvinum . - Alt telduarbeiði má metast vera strævið , tað er minst líka strævið fyri kroppin sum eitt og hvørt grovt arbeiði . Tí fólk eru gjørd til grovt arbeiði . Telduarbeiði gevur tær eitt læst arbeiðsumhvørvi , har tú situr í eini læstari støðu framman fyri skíggjan . Varandi mein - Vit síggja lættari og verri tilfeldi , men í høvuðsheitum gera fólk ikki vart við seg fyrr enn tað er komið hartil , at tey ikki eru pínuleys í frítíðini . Og tá kunnu vit tosa um ein arbeiðsskaða . Í dagliga arbeiði teirra merkir tað , at pínan byrjar at gera vart við seg einar 2 - 3 tímar eftir at tey eru komin til arbeiðis . Í fyrstu atløgu sum ein afturvendandi møði , men eftir nakrar mánaðir sum pína . - Stóri syndarin er hesin spenningurin , sum verður hildin yvir langa tíð . Fólk kunnu fáa varandi skaða , tí fáa spengurnar ikki neyðuga blóðflutningin oyðileggjast tær . Og tað ber ikki til at gera aftur . Liggja nervarnir í klemmu , kann følilsið út í hendurnar og fingrarnar órógvast . Fleiri hava fingið skurðviðgerð , men tað er ikki nøkur varandi loysn um ein kemur í sama arbeiðsumhvørvi aftur , sigur Leila á Lofti . Ein varandi loysn er hinvegin , at ein og hvør innrættar sær arbeiðshølið eftir tørvi . Har eru nógvar loysnir . Tól , borð , stólar , ljós og telda verða sett soleiðis , at tað ber til at variera arbeiðsstøðuna so væl sum til ber . Ofta er tað ógvuliga lítið sum ger tann stóra munin , t.d. flyta eitt borðbein ella ein leidning , sum ger at tú ikki kanst brúka tínar limir optimalt . - Tað er ikki av minni týdningi , at tú dugir at steðga á , tað eg kalli mikrosteðgir . Ístaðin fyri at halda músini meðan teldan arbeiðir , so hvíl armin . Tað krevur gott borðpláss . Tak so ein steðg á 2 - 5 minuttir av og á , har tú fert yvir til eitt hvørt annað arbeiði . - Ein møguleiki er eisini at kanna , hvørjar møguleikar tú hevur til at variera arbeiðið hjá tær , so tað ikki alla tíðina verður tað sama . Og hjá teimum flestu ber til . Ein longri steðgur er eisini av týdningi , har tú fert út úr telduumhvørvinum , suðinum , og dustinum . Men tað týdningarmesta av øllum er , at tú avmarkar nýtsluna av músini sum minst , tí ongar arbeiðsstøður eru so góðar , at tú kanst sita fleiri samanhangandi tímar uttan at fáa trupulleikar . Samanrenning Músaskaðar kunnu standast av eini samanrenning av nógvum ymiskum viðurskiftum , hvussu eru tólini , hvussu verður arbeiðið lagt til rættis , hvussu er arbeiðsstøðan og annað . Ein fyribyrging ella ein lætti er , um ein , ið hevur støðugt telduarbeiði , er virkin í frítíðini og ger annað arbeiði øvugt av tí vanabundna , eitt nú íðkar ítrótt . - Tað er fyrst og fremst ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi . Mín varhugi er , at arbeiðsgevarar eru ógvuliga positivir yvir fyri loysnum á trupulleikum í telduumhvørvinum . Í nógvum førum hava teir als ikki vitað av trupulleikunum fyrr enn ein arbeiðsfelagi ger vart við seg . Tað er hugburðurin hjá arbeiðsplássinum , sum er avgerandi fyri , hvussu arbeiðsumhvørvið er . Tá er tað av stórum týdningi , at arbeiðsfólkið stuðlar hvønn annan , og at tað verður virt , at onkur fer frá at fáa hvíld . Eg kann nevna eitt dømi um eina ógvuliga positiva broyting í arbeiðsumhvørvinum , har tað er loyvt arbeiðsfólkinum at fara frá telduarbeiðinum og leggja seg niður á gólvið eina løtu til hvíld . Músaskaðar eru ikki viðurkendir skaðar enn . Sostatt ber ikki til at fáa endurgjald frá arbeiðsplássinum , um ein hevur fingið varandi skaða . Men viðurkenningin er kanska ávegis , tí í Danmark verður hesin arbeiðsskaði fyri fyrstu ferð lagdur fyri Erhvervssygdomsudvalget . Tað er av alstórum týdningi , at fólk verða gjørd varug við trupulleikarnar , so skaðarnir verða fráboðaðir . Skaðarnir eru har , tað ræður bara um at gera vart við teir , so kanningartilfarið er nøktandi . Børnini vandabólkur Ein donsk kanning , sum varð kunngjørd seinasta heyst , vísir , at sokallaða ' zappara - ættarliðið ' , tey ungu millum 12 - 16 ár , eru stórbrúkarar av teldu . Hagtølini vístu , at tey brúka 6 - 7 tímar um dagin til elektronisku fjølmiðlarnar , eina mest til telduna - um dagin . - Tað óhugnaliga er , at børnini reint motoriskt ikki verða ment , tí samspælið millum vøddar , nervar og heila verður ikki stimbrað . Likamliga búningin hongur saman við tí sálarligu . Tá ið hesi , sum byrja smá at sita nógvar tímar framman fyri telduni kanska við telduspølum , eina ferð seinni gera vart við árinini , verður tað ikki talan um músaskaðar , men nógv størri skaðar . Tí eiga øll foreldur og avvarðandi at avmarka tíðina , børnini sita framman fyri telduna . Eisini skúlarnir hava eina ábyrgd , nú teldurnar av álvara eru á veg inn í allar skúlar . Allir skúlarnir og allar skúlanevndirnar í Føroyum fáa tilfar , sum felagið hjá donskum fysioterapeutum hevur gjørt um hvussu skaðar kunnu fyribyrgjast , sigur Leila á Lofti , fysioterapeutur og ergonomiráðgevi at enda í viðtali . %% 196 Her skulu øll føla seg væl Her skulu øll føla seg væl ­ Hetta verður okkara størsta og mest professionella stevna nakrantíð . Tað verður nógv undirhald og nógv at síggja . Vit hava lagt stóra orku í at skapa so góðar karmar sum til ber . Nú liggur restin í hondunum á framsýnarum og gestum , sigur formaðurin í TB Tá ið dyrnar klokkan fýra í dag verða lætnar upp á handils- og sølustevnuni hjá TB , er tað samstundis tann størsta og best fyrireikaða stevnan , sum verið hevur á Tvøroyri . Finn Thomsen , formaður í TB , sigur , at fyrireikararnir hava lagt eitt sera stórt arbeiði í at gera eina so fjølbroytta og professionella stevnu sum til ber . ­ Og vit hava eisini lagt stóra orku í at gera framsýningina so vakra og snotiliga sum gjørligt . Fyri eisini at eggja framsýnarunum at leggja alla orku í at hava so vakrar básar sum gjørligt , verður kapping um tann vakrasta básin har vinnarin sleppur undan at betala leigu fyri básin , ­ Nú fer tað so at standa til framsýnarar og gestir at fylla karmarnar , sigur hann . ­ Tað , sum vit so kunnu vóna , er so sjálvandi eisini , at øll fáa nakað burturúr , báði framsýnarar , gestir og fyrireikarar . ­ Og fyribils sær gott út , tí ikki færri enn 33 framsýnarar av øllum møguligum slag , og úr øllum landinum , fara at bjóða seg fram á páskastevnuni hjá TB . Hvat gestum viðvíkur , kann sjálvandi onki sigast um fyrrenn sunnukvøldið , táið lykilin aftur verður snaraður , so hurðin fer í lás . Á stevnuni verður alt at síggja , líka frá teimum fittligastu undirklæðunum , tvørturum tær mest framkomnu teldurnar , heilt fram til teir allar nýggjastu bilarnar . Og fleiri av framsýnarunum hava sjálvandi heilt serlig stevnutilboð , so tann , sum liggur framvið , kann gera kvettið . Her er boripallurin Men hóast mangt og hvat forvitnisligt verður at síggja , verður ein tann størsti áskoðaramagneturin á allari framsýningini uttan iva tey bæði stóru modellini , sum Saga Petroleum fer at seta vísa fram . Talan er um eitt modell av einum boripalli og eitt modell av einum oljufelti við boripallum , skipum , rørleiðingum eftir botninum o.s.fr. , sum Saga hevur fingið til Føroyar at vísa fram . Framsýningin hjá Saga verður ikki minni forvitnislig av , at talan er um modell av teimum pallunum , sum fara at bora undir Føroyum , um komið verður so langt . Á Framsýningini fer Saga eisini at greiða frá útbúgvingarmøguleikum í oljuvinnuni og møguleikunum fyri at fáa arbeiði og at svara spurningum annars . Eitt orgie av ljóði Eisini innan tann fínara háteknikkin verður ymiskt áhugavert at síggja : Og ikki minst verður nakað at hoyra fyri tey kræsnu oyruni . Tí tann eini sjónvarpshandilin fer at seta upp eitt rúm har ið áhoyrararnir kunnu uppliva eitt satt ljóð - orgie við tí nýggjasta surround ljóðinum , og hvat alt nú eitur . Og tá ið ein diskur við einum góðum filmi á verður lagdur í fløguspælaran , fæst ein forsmakkur uppá , hvussu tað er at síggja , og hoyra sjónvarp við tí nýggjasta nýggja . Annars eru framsýnarar úr øllum landinum líka norðan úr Klaksvík , vestur í Vágar og suður til Vágs . Og sum sagt er úrvalið sera fjølbroytt . Og tað eigur at verða nevnt , sum nakað forkunnugt á eini sølustevnu , at eisini Bókagarður fer at vísa eitt úrval av øllum teimum dygdarbókum , sum forlagið hevur givið út ígjøgnum árini . Enn sjáldsamari er tað , at hesuferð er eisini ein skúli við á eini sølustevnu . Tað er Tekniski Skúli í Havn , sum fer at upplýsa um tekniskar útbúgvingar . Og skuldi tosti og svongd farið at gjørt um seg , eru eisini ráð fyri tí : Á einum bási verða ymsir leskandi drykkir seldir , og eisini er Kafé á stevnuni , har tað ber til at fáa kaffi , te , kakur og annað gott . Og annars hevur matstovan í høllini opið . Og so er bara eftir at nevna prísin . Tað kostar 40 krónur hjá vaksnum at koma inn og 20 krónur hjá børnum . Men so er atgongumerkið eisini ein lutaseðil , har ið høvuðsvinningurin er ein framkomin telda við printara , sum tað annars hevði kostað 15.000 krónur at keypt . Umframt høvuðsvinningin verður hvørt kvøld drigið um aðrar vinningar , sum framsýnararnir skiftast um at lata . %% 197 Íslendskt framtak Íslendskt framtak Seinasta vikuskiftið varð skipað fyri íslendskari søluframsýning í Badmintonhøllini í Havn . Fleiri íslendskar fyritøkur høvdu valt at vísa seg í Føroyum á henda hátt og fyrireikararnir vóna , at tað í nærmastu framtíð verður møguligt at gera eina RekTór - stevnu Seinasta vikuskiftið var sølustevna í Badmintonhøllini í Havn . Men tað var ikki ein av teimum vanligu sølustevnunum , sum vit kenna tær . Ongar føroyskar fyritøkur vóru umboðaðar . Í hvussu er ikki beinleiðis . Luttakandi fyritøkur vóru allar íslendskar og tær vildu á henda hátt » vísa flaggið « , so at siga . Fleiri av fyritøkunum hava longu umboð í Føroyum sum er , men valdu hóast tað at luttaka og á tann hátt gera eitt sindur eykað fyri at gera vart við vørur teirra og hjá teimum vóru føroysk umboðsfólk við á framsýningini . Aðrar fyritøkur nýttu hinvegin høvið til at vísa hvat teir selja og hvør dugur er í tí . » Svali « - íslendsk sunnkist Tær fevndu vítt - fyritøkurnar sum luttóku . Har vóru m.a. fíggingarstovnar , flutningsfyritøkur , kjøtframleiðarar og saftframleiðarar . Tey royndu sum frægast at geva fólki kunnleika um teirra vørur , antin talan var um fígging , saft ella turran fisk . Fyritøkan Sól Víkingur selur saft , margarin og kjøt , og teir hava ein stóran útflutning til Føroya . Teir høvdu sett eina balju fulla við ísi og niður í høvdu teir lagt eina rúgvu av sunnkistum - bæði » Svala « og onnur sløg við . Nógvir gestir valdu tí at steðga á og leska sær munnin áðrenn farið var til næstu fyritøku . Og væl smakkar . Íslendska vøran er stak góð og stendur einki aftanfyri tað føroyingar keypa úr øðrum londum . Umboðsmaðurin hjá Sól Víkingi sigur , at teir útflyta fyri ikki minni enn 27 mió. krónur til Føroya . Herí er roknað bæði saft og kjøt , tí tað umboðar henda fyritøkan nevniliga eisini . Eisini nevndi hann , at teir hava eina fyritøku sum bryggjar øl , so har er kanska ein møguleiki hjá Rúsdrekkasøluni , at víðka um vørutalið á hyllunum . Turran fisk sum » snack « Onnur fyritøka , sum fekk nógvar føroyingar inn á gátt var Vestfirska Harðfiskasælan . Teir gera turran fisk , og hann varð latin teimum vitjandi , so ongum nýttist fara hvørki svangur ella tystur úr Badmintonhøllini aftur . Har var bæði vanligur turrur fiskur eins og turkaður steinbítur . Tygara útsendi fekk loyvi at royna hann og hann kann væl etast , hóast smakkurin er eitt sindur øðrvísi enn tann turri fiskurin vit vanliga fáa til keyps í handlunum . Framleiðarin sigur , at hann leggur sera stóran dent á at hava javna framleiðslu við høgari góðsku . Hann greiddi eisini frá , at hann hevur funnið sær eina sokallaða » nichu « . Hann framleiðir serturkaðan fisk , sum verður skorin í bitar og seldur sum » snack « eins og chips og líknandi . Fiskurin verður vindturkaður og frystur , síðani sundurskorin og aftur turkaður . Úrslitið er , at fiskurin verður broyskin , soleiðis at hann støkkur beinanvegin hann kemur í munnin . Sera forkunnugt , og tað kann væl brúkast ístaðin fyri chips og líknandi . Framleiðarin sigur , at einasti trupulleiki er at vøran er dýr at framleiða , og tí eisini er dýr hjá kundum at keypa . Eisini var ein fyritøka við , sum selur íslendskt svína og neytakjøt . Teir borðreiddu við heitum , paneraðum kjøti , og matarlysturin hjá gestunum var góður . Svínakjøtið verður selt í portiónum og m.a. hevur hann gjørt sær tann ómak at gera eina serliga útgávu til børn . Fyri at betra um matarlystin hjá teimum smáu , er grísurin skorin í smáar dinosaurar . Tað fremur óivað søluna . Ein partur av teirra heimamarknaði Tað er Útflutningsráð Íslands , sum í samstarvi við Eimskip , stendur fyri framsýningini . Íslendingar hava staðfest , at tað í Føroyum er góður marknaður fyri teirra vørum . Farmasambandið millum londini bæði er so gott og frástøðan so lítil at Føroyar kann roknast sum ein partur av íslendska heimamarknaðinum . Íslendingar vóna at føroyingar hugsa á sama hátt , og vóna at føroyingar í nærmastu framtíð kunnu gera eina sølustevnu við føroyskum vørum í Reykjavík í nærmastu framtíð , kanska longu næsta ár . Hetta er ikki fyrsta framsýning íslendska útflutningsráðið fyriskipar . Seinasta ár vóru teir við eini líknandi sølustevnu í Nuuk , og seinni ætla teir sær eisini aðrastaðni við henni . At íslendingar leggja stóran dent á samhandilin við onnur lond , harímillum Føroyar sæst m.a. við , at bæði borgarstjórin í Reykjavík og íslendski uttanríkisráðharrin vóru við tá sølustevnan lat upp . %% 198 Miðbýurin veksur Miðbýurin veksur Mikudagin í farnu viku byrjaði útfyllingin við Sandin í sambandi við miðbýarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu . Talan er um eitt rættuliga stórt øki , sum skal fyllast út . Eisini aðrastaðni verður arbeitt við at fylla út , so staðfestast kann bara , at býurin er við at vaksa nakað í vavi Klaksvík : Arbeiðið við at fylla út við Sandin gongur skjótt . Tað byrjaði mikudagin í farnu viku , og beinanvegin sást fyrsta broytingin . Steinbjørn Jacobsen , borgarstjóri , sigur , at útfyllingararbeiðið fer at halda fram hesa vikuna afturat , men so fer Norðoyatunnilin í feriu í tríggjar vikur , og tá kemur onki grót . - Tað kemur sostatt ein steðgur í arbeiðið nú , men vit vænta , at einir 7.000 rúmmetrar verða fyltir út afturat , áðrenn farið verður í feriu , sigur borgarstjórin . Arbeiðið byrjar so aftur aftan á ólavsøku . Handilsmiðstøðin ikki slept Hóast røddir hava verið frammi um , at ætlaða handilsmiðstøðin , sum skuldi byggjast har , sum fylt verður , er slept , so sigur borgarstjórin , at tað er ikki heilt rætt . - Ætlanin er ikki slept heilt . Eg kann bara siga so mikið sum , at tað verður arbeitt við henni enn , sigur Steinbjørn , sum tó ikki vil koma nærri inn á hetta málið í løtuni . Tað verður fylt út meira enn ætlað vestarumegin . Hetta kemur av , at eitt arbeiðsøki má verða til byggingina av handilsmiðstøðini . - Tá hon er liðug , verður alt tað tikið uppaftur og nýtt aðrastaðni . Men vit mugu gera tað soleiðis , tí eitt arbeiðsøki verður alneyðugt í sambandi við miðstøðina , greiðir Steinbjørn frá . Bingjupláss Tað er ikki bara við Sandin , at tað verður fylt út í hesum døgum . Við Norðborg á vestaru bryggju hevur eisini dúgliga verið fylt út í seinastuni , og væntar borgarstjórin , at tá tað arbeiðið er liðugt , verður eitt øki upp á millum 4. - og 5.000 fermetrar til bingjur og annað . - Vit hava eisini givið út tvey byggiloyvi har , men tey koma at byggja heilt niðan móti bakkanum , so har verður munandi betur pláss , tá arbeiðið er liðugt , sigur Steinbjørn Jacobsen . Longi hevur verið trongligt á vestaru bryggju í Klaksvík , men um ikki so langa tíð , verður nýggja bingjuplássið klárt at taka í nýtslu . Steinbjørn sigur at enda , at við vilja verður ikki fylt so langt út á vánna , so at ein møguligur kaikantur kann gerast har , um tað verður neyðugt . %% 199 - Knalla gittaran í høvdið á honum - Knalla gittaran í høvdið á honum Barnasjónleikurin , sum Búi Dam , Beinta Clothier og Dánjal Dam á Neystabø hava ferðast við kring landið , setur krøv til børnini . Børnini virka sum fjórði leikarin í samspælinum við tey trý á teirra ævintýraferð , og tey smæðast ikki við at geva góð ráð . Børnini í Sankta Josef barnagarðinum í Havn lurta hugsunarsom eftir klovninum . Foto : - Knalla bara gittaran í høvdið á honum . Nei , slá hann í reyvina . Kitla hann undir armarnar . Børnini í salinum kappast um at geva gandakallinum og klovninum góð ráð . Samspælið millum sjónleikararnar og børnini er í hæddini . Seinastu løtuna hava børnini í Santa Josef Barnagarðinum í Havn av øllum alvi roynt at fáa frysta spælimannin Búa at vakna . Tað er fríggjamorgun , og vit eru til sjónleik í stovuni , Reiðrið , á Santa Josef Barnagarðinum í Havn . Hetta er ein leikur , sum setur krøv til hugflogið hjá ungu áhoyrarunum . Tað sæst týðuliga aftur á andlitsbrøgdunum hjá børnunum , at teimum dámar væl , at tey nærum sleppa at luttaka á jøvnum føti við sjónleikarunum , heldur enn bert at sita óvirkin og hyggja at sjónleikinum . Gamaní kenna nøkur seg ótrygg av øllum larminum , men flestu teirra halda seg fram at allan leikin . Tey syngja , rópa , flenna , og eru fús at koma við ráðum , tá teir tríggir sjónleikararnir koma í trongar støður . Frálík eind Seinastu vikurnar hava Búi Dam , Beinta Clothier og Dánjal Dam á Neystabø ferðast kring landið við einum leiki . Tey hava verið í alt 25 barnagørðum í Suðuroy , Norðoyggjum , Vágum , Eysturoynni og Streymoynni . Búi og Dánjal eru báðir evnaríkir tónleikarar , meðan Beinta hevur drúgvar royndir innan sjónleik . Leikurin , tey framføra , er eisini ein samantvinning av tónleiki og sjónleiki . Í stuttum fevnir leikurin um eitt sirkus , har høvuðspersónarnir eru ein gandakallur , spælimaður og ein klovnur . Teir tríggir leikararnir fara gjøgnum líkt og ólíkt á teirra ævintýraferð , og børnini hava ein avgerandi leiklut at hjálpa leikarunum úr trongu støðunum . Leikurin setur tí krøv til hugflogið hjá børnunum , og at tey eru virkin gjøgnum allan leikin . Búi , Beinta og Dánjal eru ein frálík eind , og tey trý stuðla væl hvørjum øðrum . Á børnunum sæst aftur , at tey trý hava rakt seymin á høvdið við samantvinna sjónleik og tónleik . Læra ljóðførini Tað krevur nógv av leikarunum , at tey tora at spyrja børnini um ráð , tí børn eru bráðhugsin og ikki bangin fyri at siga hugsan bart út . Búi , Beinta og Dánjal duga væl at lofta teimum ofta avbjóðandi ráðunum úr salinum , og hóast ófyrireikað til júst tey ráðini , megna leikararnir væl spæla seg úr trongu støðunum . Í leikinum læra børnini eisini , hvussu tey ymisku ljóðførini , leikararnir spæla , eita , og hvaðani tey hava sín uppruna . Børnini eru fús at endurtaka nøvnini á teimum ymisku ljóðførunum , tá tey verða biðin um tað . Fleiri teirra síggja rættiliga bergtikin út , at ein trumma kann koma heilt úr Congo í Afrika og heilt inn í teirra barnagarðsstovu í Havn , og gittarar bæði kunnu hava tólv og seks streingir Bróta mynstrið Seinastu árini hevur Dánjal Dam á Neystabø nomið sær útbúgving á tónleikaskúla í Malmø , har hann millum annað hevur gjørt verkætlan , ið hevði undirheitið , tónleikur við børnum . Hugskotið til leikin , sum Dánjal , Beinta og Búi hava sýnt seinastu vikurnar , stavar úr Svøríki - Ein stórur trupulleiki hjá børnum í dag er , at tey sleppa í alt ov stóran mun undan at nýta sítt hugflog . Bløð og sjónvarpsrásir seta í dag mørkini fyri børnini við at fortelja teimum , hvat eitt nú Batman kann og ikki kann , og hetta er ikki mennandi fyri hugflogið hjá børnunum . Tað er eingin avbjóðing hjá børnunum bara at kopiera . Tað minkar um íblásturin og hugflogið hjá børnunum , og eitt barn við avmarkaðum hugflogi og íblástri fær kanska ikki somu lívsgleði sum tey , ið nýta sítt hugflog , tá tey spæla . Hesar fyritreytir hava vit nýtt sum útgangsstøðið í okkara arbeiði . Vit hava ein spælimann , klovn og gandakall , og mørkini hjá teimum verða sett av hugflogum hjá børnunum , og ikki nøkrum handriti , sigur Dánjal Dam á Neystabø . Hann leggur afturat , at ein onnur grundhugsan aftanfyri leikin er at kveikja áhugan hjá børnunum fyri tónleiki , og læra heitini á teimum ymisku ljóðførunum . G ! og Ólavsøka Leikurin hjá Búa , Beintu og Dánjali hevur verið væl umtóktur kring alt landið . Tey trý eru ómetaliga fegin um góðu undirtøkuna . Hóast ferðin í barnagørðunum kring landið er av á hesum sinni , er framvegis gravgangur eftir leikinum . Komandi vikuskiftið verður leikurin sýndur á G ! Festivalinum , og í døgunum 26 . - 29 juli á Meiarínum í Havn . Sýningarnar í Havn verða klokkan 18 . %% 200 Heim úr Sudan Heim úr Sudan Tann 33 ára gamla føroysk - danska sjúkrasysturin Laura Thomsen er júst heimkomin aftaná tríggjar mánaðir í Sudan . Hon hevur gjørt hjálpararbeiði í Darfur - økinum fyri Læknar uttan Mørk ( MSF ) . Laura Thomsen hevur staðið fyri stovnsetanini av matstøðum til børn , ið fáa ov lítið at eta . Talan er um børn í flóttalegu uttanfyri býin Garsila . Hvørja viku fáa 700 børn í Garsila ikki nøktandi føði , meðan 280 børn eru sera illa fyri orsakað av hungri . Hetta er ikki fyrstu ferð , at føroysktfødda Laura Thomsen hevur verið úti í stóru verð og hjálpt fólki . Í 2001 var hon í Afghanistan í sjey mánaðir , og árið eftir gjørdi hon hjálpararbeiði í Sierra Leone . Læknar uttan Mørk hava veitt hjálp í Darfur síðan desember 2003 . Felagsskapurin hevur í dag 100 altjóða hjálpararbeiðarar í Darfur . Harumframt hava Læknar uttan Mørk 2.000 sudanar í arbeiði fyri at betra um umstøðurnar í Darfur - økinum . Fleiri enn 600 . 000 flóttafólk eru í økinum . %% 201 Heimsins størsta enn størri Heimsins størsta enn størri Amerikanska felagið General Electric fekk stak gott úrslit í øðrum ársfjórðingi í ár . Felagið økti bæði um umsetning og vinning . Hetta skrivar heimasíðan hjá Business - Line . Nettoúrslitið vaks 23 , 5 milliardir krónur . Sama tíðarskeið í fjør var vøksturin 22 , 7 milliardir krónur . Business - Line skrivar , at góða úrslitið kemst av øktum eftirspurningi eftir motorum til flogfør . General Electric hevur góðar fíggingarmøguleikar til síni viðskiftafólk , og hetta hevur helst eisini økt um søluna . - Støðan í felagnum er tann besta í áravís , sigur Jeff Immelts , forstjóri hjá General Electric , heimsins størsta felag . %% 202 Friðarlig vestanstevna Friðarlig vestanstevna Løgreglan í Vágunum hevði ikki nógv at gera um vestanstevnuna . Vakthavandi sigur , at tað var stak friðarligt alla stevnuna , og fólk sýndu fyrimyndarligan atburð . Nógv fólk vóru bæði til kappróðurin og í býnum um kvøldið , men hóast tað var onki hjá løgregluni at gera . - Ein fullur maður varð tikin inn á støðina at sova rúsin av sær , tað var í stórum tað heila , sigur vakthavandi . Løgreglan í høvuðsstaðnum , Klaksvík og Runavík sigur somuleiðis frá einum sera , sera friðarligum vikuskifti . %% 203 Misnøgd við Strandferðsluna Misnøgd við Strandferðsluna Sandoyartingmaðurin Gerhard Lognberg er sera vónbrotin av , at Strandfaraskip Landsins ikki hava fingið ein túr um Skopunarfjørð seint á kvøldi Gerhard Lognberg , borgarstjóri í Skopun og Sandoyartingmaður , er ikki nøgdur við , at Strandferðslan arbeiðir við fleiri alternativum til sigling um Skopunarfjørð . Hann vil hava ta játtaðu milliónina til ein túr av Gomlurætt hvørt kvøld klokkan 23.15 Foto : Sandoyingar eru sera vónbrotnir av , at Teistin ikki er farin at sigla um Skopunarfjørð seint á kvøldi . - Hóast Løgtingið hevur játtað eina millión eyka til hesa rutuna , við teirri ætlan , at byrjast skuldi tann 1 . juni , er einki hent enn , nú vit nærkast álvarsliga august mánaða , sigur Gerhard Lognberg , borgarstjóri í Skopun og løgtingsmaður fyri Sandoynna . Hann ætlar ikki lata hetta fara uttan viðari , sigur hann , og hevur saman við hinum tingmanninum úr oynni , Pálli á Reynatúgvu , fingið í lag fund við Strandfaraskip Landsins um málið . Hesin fundurin skuldi vera , eftir at Sosialurin var farin til prentingar seinnapartin mánadagin . Gerhard Lognberg sigur , at tá peningurin varð játtaður Strandferðsluni til ein eykatúr um Skopunarfjørð , varð roknað sum givið , at talan skuldi vera um ein túr av Gomlurætt seint á kvøldi . Men nú frættist , at hoyringarskriv verður sent út , har ymsir møguleikar verða nevndir . Ein er , at siglast skal klokkan 29.15 alt árið , ella í øðrum lagi at gera ein túr eftir tilkalling klokkan 22.00 - Men hetta er ikki tað , vit vilja hava her suðuri , sigur Gerhard Lognberg . Vit vilja hava ein túr klokkan 23.15 hvørt kvøld . Tað er tað einasta , sum munar nakað , sigur hann . Hann vísir á , at ynski er at fáa ein túr , sum ger tað møguligt hjá Sandoyarfólki at brúka tey tilboð , sum eru á » meginlandinum « . Hesi liggja ofta seint á kvøldi . Og siglir Teistin so seinastu ferð klokkan 20.15 , kann hetta ikki nýtast til nakað , tí tá eru eingi tiltøk liðug , sigur hann . Tað verið seg mentanartiltøk av ymsum slagi , kvøldskúlar ella hvat fólk nú kann ganga til , um tey hava møguleikan at ferðast aftur og fram . So eru tað fólk , sum eitt nú arbeiða í vaktarskipanum . Vaktirnar skifta ofta klokkan 23.00 , og hevði Teistin siglt klokkan 23.15 , bar væl til hjá einum , sum fer av vakt klokkan 23.00 , at nátt hesum seinasta túrinum , vísir Gerhard Lognberg á . Hann sigur , at ein grundgeving í móti at leggja ein túr so seint á kvøldi , hevur verið veðurlíkindini um veturin . Tað skal vera so torført at sigla í myrkrinum . Men hesum tekur hann ikki undir við . Tí um veturin er líka myrkt klokkan 20.15 , sum tað er klokkan 23.15 . Og manningin á Teistanum veit sera væl , nær líkindi eru at fara um fjørðin . Eisini í myrkri . - So handan grundgevingin er heilt burturvið , sigur Gerhard Lognberg , borgarstjóri í Skopun og Sandoyartingmaður . %% 204 Tjóðveldisflokkurin vann valið Tjóðveldisflokkurin vann valið Tað var Tjóðveldisflokkurin , sum gjørdist tann heilt stóri sigursharrin til løgtingsvalið . Men eisini Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin fingu stóra framgongd . Tapararnir gjørdust Sambandsflokkurin og teir smærru flokkarnir Fyri fyrstu ferð er Tjóðveldisflokkurin størsti flokkur í tinginum . Hann fekk eitt kanónval og fekk eina framgongd uppá 9 , 9 prosent og fýra nýggjar tingmenn afturat teimum fýra teir høvdu frammanundan . Tað hevur leingi ligið í luftini , at ein framgongd var væntandi , men at hon skuldi gerast so stór , tað høvdu bert tey allarfægstu roknað við . At tey so kanska vónaðu tað , er nakað annað . Tað er nú ikki so løgið hóast alt , tí fyri tað fyrsta hevur rákið orsakað av bankakreppuni verið á tann bógvin . Og fyri tað næsta hevur valstríðið fyri tað mesta - um ikki bara - snúð seg um ríkisviðurskiftini . Og ikki kann sigast annað enn at flokkurin samstundis við framgongdini hevur fingið eina » andlitslyfting « eisini . Trý nýggj umboð , sum avgjørt eru í yngra endanum á aldurstalvuni . Javnaðarflokkurin óheppin Eftir atkvøðutalinum er Javnaðarflokkurin nú næststørsti flokkur . Ein framgongd uppá 6 , 8 prosent , men tað rakk bert til tveir nýggjar tingmenn . Av tí , at tað endaði , sum tað gjørdi , so komu tríggir nýggir Javnaðarmenn á ting ( tá er Kristian Magnussen ikki taldur við ) , meðan ein gamal fall . Soleiðis er tað nú einaferð , tá alt fellur út , sum tað gjørdi til valið fyrradagin . Javnaðarflokkurin fekk ikki mann í teimum » bíligu « valdømunum og tað kostar . Serliga tá harðasti kappingarneytin - Fólkaflokkurin - fekk mann valdan í øllum teimum » bíligu « valdømunum . Hinvegin fekk Javnaðarflokkurin tveir mans í Suðuroynni , men Suðuroyartingmenninir kosta nógvar atkvøður . Og tað skuldi ikki so nógv til áðrenn tað gjørdist upp aftur verri . Mundu fingið mann í Suðuroy Tí vildi tað illa til - sæð við Javnaðareygum - so fekk Fólkaflokkurin enn ein mann . Í Suðuroynni stóð nevniliga soleiðis til , at fekk Fólkaflokkurin nakrar fáar atkvøður afturat , so tóku teir sambandsmannin í Suðuroynni . So høvdu teir fingið tveir tingmenn fleiri enn Javnaðarflokkurin , við uml. tvey hundrað atkvøðum færri . Soleiðis gekk tó ikki , men hóast tað so kann Fólkaflokkurin ikki annað enn verða nøgdur við úrslitið , tí so stór framgongd , tá flokkurin hevur sitið í samgongu - tað er ikki so galið . Tunnilsval Til fólkatingsvalið fekk Sjálvstýrisflokkurin eitt gott val , serliga í Vágum . Tí var við spenningi hugt eftir hvussu Vágoyggin fór at fellaút hesaferð . Hóast framgongdin ikki var so stór , so fekk flokkurin eisini hesaferð nógv fleiri atkvøður í Vágum enn vanligt . Men tað hjálpti so lítið , tí framgongdin rakk ikki til ein nýggjan tingmann afturat . Flokkurin skifti tó út , tí norðoyarmaðurin fall , meðan eysturoyingurin kom inn ístaðin . Sambandsflokkurin tapti Stóru tapararnir av valinum vóru Sambandsflokkurin og teir smáu flokkarnir . Innanhýsis stríðið í Sambandsflokkinum og tey vantandi evnini hjá løgmanni at leiða samgonguna hava givið flokkinum skot fyri bógvin . Afturgongd uppá 5 , 4 % færri atkvøður nú enn seinast og tveir tingmenn færri . Tó er eisini eitt ávíst skifti farið fram í flokkinum . Tingmaðurin í Vágum , í Suðuroy , annar í Eysturoynni og annar í Havn eru allir nývaldir , og tí verður spennandi hvat fer at spyrjast burturúr og um tað fer at betra um samstarvið innanhýsis í flokkinum . Verkamannafylkingin lá eftirá Men tann heilt stóri taparin var sum verða man Verkamannafylkingin . Allir persónarnir , sum hava myndað Fylkingina vóru burtur áðrenn uppstillingin var byrjað og sambært veljarakanningunum stóðu tey framman fyri einum rættiligum skrædli . Og skrædlið kom . Ein afturgongd uppá 8 , 5 % og allir tingmenninir eru vekk . Tvey hundrað atkvøður í øllum landinum sigur nakað um hvørja undirtøku flokkurin hevur havt og tí má væntast , at Verkamannafylkingin er farin við alla . Lassi er vekk Um tað verður støðan hjá teimum kristiligu er ivasamt . Lassi Klein segði valkvøldið , at hann í løtuni ikki kann geva nakað boð um , hvørt flokkurin stillar upp aftur ella ikki , men tað var dyggur smeitur fyri teir . Flokkurin misti meir enn helmingin av atkvøðunum og teir mistu eisini tingmannin . Um tað var tí at Lassi var mismæltur í Norðurlandahúsinum hitt kvøldið skal verða ósagt , men neyvan . Veljarakanningin skeiv Samanlíkna vit valið við veljarakanningina sum Sosialurin lat gera , so síggja vit at kanningin fór rættuliga skeiv . Rætt var at Tjóðveldisflokkurin gjørdist størstur , men Sambandsflokkurin var væl av leið . Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru eisini nógv fram . Meir enn teir stóðu til sambært veljarakanningini . Men soleiðis er tað nú einaferð . Tað verður gitt og gitt . Og onkuntíð verður gitt skeivt . %% 205 Fimm feløg kappast um tvey pláss Fimm feløg kappast um tvey pláss Fótbóltur : Sannlíkt at feløg , sum frammanundan eru umboðað í bestu deildini fara at mynda toppin í 2 . deild Seinnapartin í dag skulu øll tíggju 2 . deildarliðini í eldin . Átjan umfør standa fyri framman , og síðsta leygardagin í september , sum er tann 26 . , verður greitt , hvat lið flytir beinleiðis upp , og hvat lið skal spæla um uppflyting móti tí liðnum , sum endar næstniðast í 1 . deild . Men longu nú , áðrenn hol verður sett á fyrsta umfarið er greitt , at tey av teimum tíggju liðunum , sum hava møguleika at flyta upp , kunnu teljast á aðrari hondini . KÍ , GÍ , NSÍ , B36 og HB hava lið í 2 . deild , og tey eru øll frammanundan umboðað í 1 . deild . Tað vil við øðrum orðum siga , at feløgini , sum kappast um uppflyting , eru EB / Streymur , LÍF , FS Vágar , B71 og Royn . Hjá hinum feløgunum snýr kappingin seg um at vinna deildina , og tað kann væl vera , at okkurt av hesum feløgunum fer at vera við í stríðnum um steypið og gullkrónurnar . HB vann deildina í 1995 , og síðani tá hava teir og eisini B36 og KÍ verið við til at sett dám á 2 . deild . Øll hesi feløgini hava nógvar spælarar , sum eru um boðið í 1 . deild , og nú fara nakrir av hesum spælarunum hvørt vikuskifti at spæla í 2 . deild fyri at halda dystarvenjingina við líka , og tað átti at borið við sær , at tað fyrstu fimtan umførini av kappingini verður torført at taka stig frá teimum . Trý tey seinastu umførini ger strikan viðvíkjandi flyting av spælarum seg galdandi , og tá plagar tað at vera eitt sindur truplari hjá feløgunum , sum eisini eru umboðað í 1 . deild . Sambært kappingarreglunum , so er møguleikin fyri uppflyting úr 2 . deild treytaður av , um feløgini , sum enda á fýra teimum ovastu plássunum , eru umboðað í 1 . deild . Skuldi tað komið fyri , at øll feløgini á ovastu plássunum í 2 . deild frammanundan eru umboðað í 1 . deild , so verður eingin uppflyting . At tað fer at enda soleiðis í heyst man vera lítið sannlíkt . Men tað er ikki ómøguligt , at trý av teimum fýra bestu í 2 . deild , fara at verða feløg , sum frammanundan eru umboðað í 1 . deild . Verður tað soleiðis , so verður bara talan um beinleiðis uppflyting , og so sleppur liðið , ið endar næstniðast í 1 . deild , undan at spæla um plássið í bestu deildini . %% 206 Sjálvstýrismál ikki viðgjørd á fundinum týsdagin Sjálvstýrismál ikki viðgjørd á fundinum týsdagin Anfinn Kallsberg , løgmaður heldur ikki , at Uttanlandsnevndin hevur nakra orsøk til at bera ótta fyri , at landsstýrið ikki fer at ráðføra seg við hana undan samráðingunum við danir í næstu viku Anfinn Kallsberg , løgmaður heldur ikki , at Uttanlandsnevndin hevur nakra orsøk til at bera ótta fyri , at landsstýrið ikki fer at ráðføra seg við hana undan samráðingunum við danir í næstu viku . Hann vísir á , at limirnir í nevndini hava fingið nógv tilfar og samtíðis atgongd til serfrøðingabólkin hjá landsstýrinum fyri at kunna seg við alt málið . - Politikkurin hjá landsstýrinum er bæði at geva Uttanlandsnevndini allar neyðugar upplýsingar og at ráðføra seg við nevndina . Hetta stendur í Stýrisskipanarlógini . Har stendur tó ikki , at tað er Uttanlandsnevndin , sum skal standa fyri samráðingum við aðrar . Nevndin skal siga sína meining um tað , sum landsstýrið ætlar sær at gera . Samráðingarnar við danir eru ásettar at verða týsdagin 9 . juni . Høgni Hoydal , landsstýrismaður segði við Dag og Viku fríggjakvøldið , at samráðingarnar týsdagin verða ikki bert at fevna um bankaendurgjald , skuldarspurningin og blokkin . Tær skulu eisini slóða fyri arbeiðinum at stovna ein føroyskan stat . Hann vísti á , at landsstýrið undir samráðingunum í næstu viku eisini fer at stinga út í kortið kósina , sum skal føra til , at ein føroyskur statur verður stovnaður . Anfinnur Kallsberg , løgmaður sigur við Sosialin , at hann dugir als ikki at síggja nakra orsøk til eisini at taka henda spurningin upp á fundinum týsdagin og vísir til , at landsstýrið enn einki hevur fyrireikað á hesum øki . - Tað einasta , sum tikið verður uppí , er , at vit fara at nevna fyri dønum , at vit ætla okkum at venda aftur til tað málið í seinni samráðingum . So tað verða ongar samráðingar um suverenitet í hesum umfarinum . - Men soleiðis sum Høgni Hoydal legði tað út í sjónvarpinum fríggjakvøldið , verður sjálvstýrisspurningurin ein partur av samráðingunum longu nú týsdagin ! - So skal hann hava eitt uppskot um , hvussu tað skal síggja út . Mær vitandi hevur hann einki klárt um eina politiska og búskaparliga uppgerð við Danmark . Tað er so heldur ikki viðgjørt . Vit skulu fyrst hava løgtingið at samtykkja , at vit yvirhøvur kunna fara undir hetta arbeiði . Anfinn Kallsberg sigur , at landsstýrið er samt um tað uppleggið , sum verður lagt fyri danir . Og tað , sum er við um sjálvsstýrismálið , er eitt ynski um , at danir til sína tíð fara at viðgera tað málið positivt . Og tað hava teir longu givið tilsøgn um . Løgmaður sigur annars , at samráðingarnar fara fyrst og fremst at snúgva seg um at viðgera mál , ið hava ein akuttan tørv á at verða loyst . - Hvat viðvíkur ríkisrættarliga spurninginum , so er tað fyrsta , sum hendir á tí økinum , at Føroya løgting skal samtykkja at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um at fyrireika hasi tingini . Tann samtyktin er enn ikki gjørd í løgtinginum . Eftir tað skulu vit til at fyrireika okkum væl og virðiliga fyri at finna út av , hvat vit í heila tikið skulu samráðast við danir um . - Tað eru helst teir føroyingar , sum í dag standa og yppa øksl og óttafullir spyrja , um loysingin nú verður kroyst niður yvir høvdið av tjóðveldisflokki og fólkaflokki , uttan at spælt verður við opnum kortum ? - Tað verður tað als ikki . Einki fer at henda á hesum øki uttan , at fólkið er spurt fyrst . Har verða ikki færri enn tvær fólkaatkvøður um hesar spurningar , so eingin eigur at bera ótta fyri , at nakað verður kroyst niður yvir høvdið á fólki . Tað verður ein fólkaatkvøða um tann nýggja sáttmálan millum Føroyar og Danmark , og tað verður ein fólkaatkvøða um ta føroysku grundlógina . Anfinn Kallsberg sigur , at tað ber sjálvandi til at sáa split og misálit og gera fólk bangin . - Men tey hava einki at óttast , tí tað hendir einki uttan teirra egna vilja . Málini Løgmaður sigur , at primera málið undir samráðingunum er bankaendurgjaldið , ein skuldaravtala og ein avtala um blokkin fyri 1999 . Haraftrat koma Fíggingargrunnurin og Framtaksgrunnurin , Skipasýnið , innlit í Fíggjareftirlitið og síðani verður sjálvandi eisini sagt , at landsstýrið vónar , at danir vilja viðgera spurningin um suverenitetin ella broytt viðurskifti í ríkisfelagsskapinum , tá tað málið kemur á dagsskránna . Og tað verður sum sagt ikki fyrr enn løgtingið hevur viðgjørt tað og málið síðani er væl fyrireikað . Í samrøðuni við SvF fríggjakvøldið nevndi Høgni Hoydal eisini , at meðan trupulleikin seinastu árini hevur verið , at danir hava havt buktina og báðar endar í samráðingunum við føroyingar , so verða hesar samráðingar nú meira javnbjóðis , tí landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa politiskar broytingar við inn í samráðingarnar . Hann vísti eisini á , at meðan stóra skuldin hjá føroyingum hevur givið donsku stjórnini góð kort á hondina undir samráðingunum , so hava føroyingar nú fingið eitt rættarmál í bankasakini at brúka til at leggja trýst á stjórnina við . Bara landsstýrið kann taka hetta rættarmálið aftur . Uppá fyrispurning um landsstýrið fer at brúka rættarmálið sum jarnbrot í samráðingunum sigur løgmaður , at tað , sum liggur í hesum , er , at vit hava eina rættarsak koyrandi . Men báðir partarnir eru samdir um heldur at finna eina politiska loysn . Og eru partarnir ikki førir fyri tí , so stendur sakin har . - Vit fara ikki at taka sakina aftur uttan so , at tað verður gjørd ein politisk semja . Løgmaður ásannar , at talan er um sera stór og tung mál , sum verða fyri á fundinum týsdagin . Um tað eydnast at fáa eina semju eftir ein fund veit hann ikki . - Tað er kanska heldur ikki so avgerandi , men tað er í hvussu er okkara vón , at vit fáa eina bæði skjóta og góða avtalu . Nú vit ikki longur hava kollegialt stýri men har hvør landsstýrismaður avger einsamallur , hvat verður gjørt á sínum øki spurdu vit Anfinn Kallsberg , um hetta merkir , at Høgni Hoydal koyrir sjálvstýrismálini suverent og at møguleiki tá er fyri , at løgmaður ikki veit , hvat fyrigongur á hansara málsøki ? - Tað ger hann ikki . Løgmaður hevur ábyrgdina mótvegis løgtinginum í øllum hasum málunum , sum viðvíkja viðurskiftunum millum Føroyar og onnur lond . Tað stendur púra greitt í samgonguskjalinum , at landsstýrismaðurin skal arbeiða við málinum og fyrireika hatta . - Kundi tað ikki einsvæl verið ein embætismaður , sum tók sær av hesum arbeiðinum heldur enn ein landsstýrismaður ? - Tað eru tykkara orð . - Men kundi ein embætismaður gjørt hetta arbeiðið einsvæl og ein landsstýrismaður ? - Tað meti eg nú ikki . Tí tað er sjálvandi nógvur politikkur í øllum hasum . %% 207 Koyrdi út av í Kollafirði Koyrdi út av í Kollafirði Enn er onkur , sum heldur seg til at koyra ávirkaður av rúsdrekka . Ein teirra var heppin , tá hann fór út av vegnum í Líðini í Kollafirði . Annars var vikuskiftið stak friðarligt um alt landið , siga løgreglustovurnar kring landið Teir sita og klóra sær í nakkanum á teimum ymsu løgreglustovunum kring landið . Tað hevur verið so stak friðarligt í seinastuni at løgreglan nærmast hevur verið arbeiðsleys . Eysturoyggin gjørdi eitt hopp í seinastu viku , men tað var bara eitt hopp , tí hetta vikuskiftið var aftur friðarligt har . Ikki tí , løgreglurmenninir eru eins fegnir um friðin og aðrir føroyingar - men tað hevur verið merkiliga friðarligt , tíbetur . Nú styttist av álvara til summarstevnurnar fara at byrja og tá verður í hvussu er meira at gera - friðarligt ella ófriðarligt . Av høvuðsstøðini í Havn sigur vakthavandi , at tað hendi eitt ferðsluóhapp í Kollafirði sunnumorgunin . Bilførarin , sum var ávirkaður av rúsdrekka , megnaði ikki at halda bilin á vegnum og fór út av vegnum í Líðini . Blóðroynd varð tikin av føraranum og hann verður eftir øllum at døma skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring . Annars hevur einki verið út yvir tað vanliga . Onkur , sum ikki hevur vunnið upp hús hevur sovið á støðini , men tað er einki óvanligt í tí . Úr Runavík sigur løgreglan at eisini har verði so stak friðarligt . Herverkini , sum vóru framd seinasta vikuskifti eru uppklárað og hetta vikuskiftið hildu ótangarnir seg í skinninum . Men okkurt hendi tó . Um hálvgum átta tíðina fríggjakvøldið hendi eitt ferðsluóhapp stutt innanfyri Skipanes . Ein bilur skuldi yvirhála ein annan , men rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri . Hvør orsøkin var er ikki greitt enn , men tað er okkurt sum bendir á at ferðin hevur verið nakað høg . Sunnudagin var ein maður tikin fyri at koyra við kenning . Men tað var ikki nóg mikið við at koyra við kenning , hann hevði einki koyrikort heldur , so hann frættir frá løgregluni aftur - tað er vist . Leygardagin hendi eisini ferðsluóhapp á Skála . Ein bilur skuldi bakka út úr eini garagu , men førarin hevur neyvan hugt nóg væl eftir , tí ein bilur , sum var á veg út á Strendur rendi upp í reyvina á honum . Eingin av hinum støðunum hevur nakað at greiða frá . Vakthavandi á støðini á Tvøroyri sigur at tað keðiligasta sum hendi har suðuri hetta vikuskiftið var : - At VB ikki kláraði at halda tørn ímóti HB í fyrradagin %% 208 Fróðskaparsetur Føroya: Summarskeið í føroyskum Fróðskaparsetur Føroya : Summarskeið í føroyskum 26 lesandi úr hinum norðurlondunum eru í løtuni á skeiði í føroyskum máli og bókmentum á Føroyamálsdeildini Í hesum døgum er skeið á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya í føroyskum máli og bókmentum fyri studentar úr hinum norðurlondunum . Tilsamans eru 26 studentar á skeiðinum . Frálæran í máli fer fram í tveimum bólkum , - ein bólkur er fyri byrjarar , og ein fyri lesandi , ið hava kunnleika til føroyskt frammanundan . Málsligi parturin umfatar mállæru , gjøgnumgongd av tekstum og royndir . Í bókmentaliga partinum verður eitt úrval av tekstum eftir nýtímans føroyskar høvundar lisið - frá Williami Heinesen til í dag . Umframt verður undirvíst í kvæðum og dansi . Fyrilestrar eru eisini um føroyska náttúru , søgu og samfelagslív . Lærarar á norðurlendska skeiðnum eru Anfinnur Johansen , mag . art . , Eivind Weyhe , mag . art . , Hans Pauli Strøm , samfelagsfrøðingur , Hjalmar Petersen , mag . art . , Jákup Thorsteinsson , dr. phil. , Lena Reinert , stud . mag . , Lis Mortensen , náttúrufrøðingur , Malan Marnersdóttir , ph.d. , og Turið Sigurðardóttir , mag. art. og skeiðleiðari . Tey luttakandi á skeiðinum fáa eisini høvi at vitja á fornminnissøvnum , og útferðir verða gjørdar til søgulig og náttúruvøkur støð . Norðurlandaráðið hevur tikið stig til skeiðið og fíggjar tað . Tað verður hildið annað hvørt ár og hetta er níggjunda skeiðið . Skeiðið byrjaði 27 . mai og endar 19 . juni við roynd . %% 209 - Skipanin út av lagi - Skipanin út av lagi ­ Skipanin her á Reunion er heilt út av lagi . Tað eru tvey reiðarí , sum stýra øllum . Tey leggja trýst á og fáa sítt ígjøgnum . Tað virkar sum rein mafia . Hægstu myndugleikarnir eru franskir , og teir leggja einki lag í demokratisku skipanina , sigur Sigmundur Andreasen , skipari úr Vági , sum nú hevur verið afturhildin á oynni Reunion eystanfyri Madagaskar í útvið fýra mánaðir Sigmundur veit ikki enn , nær hann fær passið hjá sær aftur . Í næstan fýra mánaðir hevur hann nú bíðað , men hann veit als ikki , hvussu leingi tað kann taka afturat . Heima sitir konan , Anna , og bíðar . Hon veit heldur ikki , nær hon fær at síggja mannin aftur . Hon hevur tó roynt , tað hon kann , at skunda undir málið . Bæði gjøgnum uttanríkisráðið , politikarar og aðrar vegir . Í Føroyum hevur hon tó ikki fingið tað nógvu hjálpina . Jóannes Eidesgaard hevur tó roynt tann politiska vegin . Virkar sum mafia ­ Skipanin her í Reunion er heilt øðrvísi enn tað , vit kenna til . Vit vóru 25 mans við Explorer , tá ið vit vóru tiknir . Men bara teir báðir frá Mauritius vóru rættiliga avhoyrdir . Teir vóru eisini pressaðir , undir avhoyringini . ­ Men hvat vit 23 aðrir umborð høvdu at siga , varð ikki lurtað eftir . Sjálvur havi eg bara verið til avhoyringar í minni enn ein tíma tilsaman . Og teir , sum avhoyra og eisini dómarin , kenna einki til umstøðurnar á sjónum . ­ Teir hava ongantíð sjálvir pissað í saltvatn , og vita tí ikki , hvat teir tosa um . ­ Skipanin her á Reunion er heilt út av lagi . Tað eru tvey reiðarí , sum stýra øllum . Tey leggja trýst á og fáa sítt ígjøgnum . Tað virkar sum rein mafia . Hægstu myndugleikarnir eru franskir , og teir leggja einki lag í demokratisku skipanina . Teir hugsa bara um sítt egna , sigur Sigmundur . Hinir , sum vóru við Explorer , sluppu avstað aftur rættiliga skjótt . Tað er reiðaríðið og skiparan , sum teir vilja hava eftir . ­ Eg veit ikki enn , hvussu leingi tað gongur , til eg fái passið aftur , men fyri mær at síggja hendir næstan einki í málinum , sigur Sigmundur . Passið var eisini tikið frá einum spanióla , og hann hevur nú verið uttan pass í útvið fimm mánaðir . Heldur ikki hann veit nakað enn , nær hann fær passið aftur . ­ Vit gera , tað vit kunnu Arbeitt verður frá ymiskum síðum at loysa málið . Í danska uttanríkisráðnum arbeiða tey eisini við málinum . ­ Vit royna at gera alt , sum er møguligt , fyri at loysa málið , og vóna at tað fer at ganga skjótt , sigur Ninna Jaquet frá uttanríkisráðnum . Saman við uttanríkisráðnum arbeiðir eisini danska ambasadan í Paris og advokaturin hjá Sigmundi fyri at loysa málið . Eru aðrir føroyingar tiknir ? Síðstu dagarnar hevur ljóðað , at eitt annað skip , har eisini føroyingar sigla við , er tikið í Indiska Havinum . Ikki hevur eydnast at fáa tíðindini váttað . Hinvegin eru tey heldur ikki avsannað . Í uttanríkisráðnum kendu tey einki til nakað nýtt mál , men søgdu samstundis , at tað kann ganga lang tíð , áðrenn boðini koma fram . Sosialurin hevur verið í samband við Golden Star ( fyrrverandi Cindy ) , har sjey føroyingar eru umborð . ­ Her umborð kenna vit einki til , at nakað annað skip skal verða tikið , sigur skiparin , Holgar Johansen úr Vestmanna . ­ Men økið , her fiskað verður er ógvuliga stórt , og vit hava tí ikki samband við nógvar aðrar bátar . Teir vita kortini um , at føroyingar eru við øðrum bátum , sum fiska á hesum leiðum . Sigmundur Andreasen hevur sjálvur eisini hoyrt graml um , at okkurt skip skal vera tikið afturat , men hann hevur heldur ikki fingið tíðindini váttað . %% 210 Maersk økir túratalið til Føroya Maersk økir túratalið til Føroya Maersk Air fer í vetur at økja túratalið millum Føroyar og Danmark . Vetrarferðaætlanin byrjar 25 . oktober . Lættari verður nú hjá ferðafólki , ið ferðast millum Føroyar og restina av Europa Ejvin L . Petersen , sølustjóri , segði á tíðindafundi týsdagin , at ferðafólkatalið er vaksandi til og úr Føroyum . Fyri at ganga vaksandi tørvinum á møti , hevur Maersk avgjørt at økja fráferðirnar í vetur . Tveir túrar meir um vikuna Veturin 96 / 97 vóru 5 fráferðir um vikuna . Frá 25 . oktober 1998 flýgur Maersk 8 túrar millum Føroyar og Danmark . Í vetur fer at bera til hjá ferðafólki at leggja leiðina til Keypmannahavnar 6 ferðir , í mun til 5 ferðir farna vetur . Leiðin verður flogin allar dagar í vikuni , uttan mánadag . Leiðin til Billund fær eisini ein túr afturat , í mun til undanfarna vetur . Komandi vetur fer Maersk at flúgva mánadag og fríggjadag millum Billund og Føroyar . Um øktu kappingina á leiðini til Føroya , sigur Ejvin L . Petersen , at kappingin er til staðar alla tíðina . Lættari hjá ferðafólki - Økta túratalið til og frá Billund gevur sera góðar møguleikar hjá ferðandi , ið ætla sær víðari út í Europa , sigur Ejvin L . Petersen , sølustjóri . Lætt er hjá ferðandi at nýta uttanríkisleiðirnar hjá Maersk til t.d. Amsterdam , Frankfurt , London og París , tí samband er millum hesar leiðir , og leiðina Billund - Føroyar . Færri flúgva innanríkis Øking hevur verið í ferðafólkatalinum til og úr Føroyum . Ferðafólkatalið er vaksið úr 36 . 133 í 1993 til 48 . 000 í 1997 . Tað sama er ikki galdandi á øllum leiðum hjá Maersk . T . d . er leiðin millum Odense og Keypmannahavn niðurløgd , tí talið av ferðandi minkaði . Talið av ferðandi innanríkis vaks annars fram til 1996 . Orsøkin til , at færri flúgva innanríkis nú sigur Ejvin L . Petersen vera , at tunnil og brúgv jú eru komin , ið gera tað lætt hjá fólki at koma skjótt fram í Danmark . %% 211 Trúgvur føroyskur ambassadørur í hálvthundrað ár Trúgvur føroyskur ambassadørur í hálvthundrað ár Nógv fólk komu til móttøkuna í sambandi við , at Sofus Poulsen sunnudagin hevði starvast á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen í 50 ár . Tey høvdu nógv uppá hjarta , og tað hevði Sofus sum vera man eisini Mong vóru tey , góð- og lovorðini til Sofus Poulsen á samkomu á Hotel Hafnia sunnudagin , tá hann kundi hátíðarhalda sín 50 ára dag á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen . Og tey vóru øll av reinum og ærligum hjarta , og júst ímyndin av Sofusi sjálvum . Tey eru fá , sum ikki kenna Sofus Poulsen . Stórur og prúður maður , men so hetta í práti at kunna múlabinda og fasthalda hvønn tann einasta persón , sum kemur til hansara í onkrum ørindum . Sofus Poulsen hevur í samfull hálvhundrað ár virkað á føroysku umboðsstovuni í Aberdeen , har hann hevur gingið føroyingum og skotum , bretum og øðrum til handa - alt við tí fyri eygað - at stuðla undir føroysk áhugamál . Alt hetta greiddi virkandi løgmaður , Høgni Hoydal so væl frá . ( Røða hansara er á næstu síðu ) . Sera mong fólk høvdu leitað sær oman á Hafnia henda góðveðursdag , har Sofus og konan buðu vælkomin . Millum gestirnar vóru ikki færri enn fýra fyrrverandi løgmenn umframt nú virkandi løgmann . Har vóru fleiri av okkara kendastu vinnulívsmonnum , harav flestu hava lagt frá sær , meðan aðrir enn eru virknir . Og har vóru fleiri av teimum fólkum , sum Sofus á onkran hátt hevur givið eina hjálpandi hond og onkursvegna hevur virkað saman við øll tey árini hann hevur starvast á umboðsstovuni í Aberdeen . Her ikki minst fleiri av fólkunum , sum skaptu , Skotlandssiglingina ' á sinni . Tað verður ov drúgvt her at taka upp alt tað , sum sagt var til móttøkuna , men ikki kann dyljast , at Sofus Poulsen hevur vunnið sær mangar vinir og virðing millum bæði føroyingar og útlendingar hesi árini . Og tað sást ikki minst aftur á móttøkuni , har hann fekk mong góðorðini umframt telegram ymsastaðni frá . Bjartskygdir men varnir Tær munnu vera fáar , løturnar , har Sofus er hjástaddur , at hann ikki eisini sjálvur tekur orðið . Og hesin dagurin var einki undantak heldur . Frásøgumaður av Guds náði við einum ótrúliga góðum minni . Sofus greiddi frá spennandi lívi sínum , ið tað kunnu skrivast tjúkkar bøkur um . Tey 50 árini á umboðsstovuni í Aberdeen hava verið spennandi og innihaldsrík . Hann tók eisini onkrar áhugaverdar hendingar fram . Ein av teimum stóru løtunum øll hesi árini var m.a. tá , Skotlandssiglingin ' gjørdist veruleiki og helt hann tað vera stórt spell , at hon var burturdottin , nú hon hevði fingið so stóran týdning fyri útviklingin í hesum økinum . Hann takkaði annars Menningarstovuni og fólkunum har fyri tað stóra arbeiði , sum gjørt hevur verið haðani at skapa Føroyum og føroyskum vørum nýggjar marknaðir . Grind og olja Um grindaspurningin segði hann , at øsingin móti føroyingum var ikki tann sama longur . Sjálvur hevði hann valt at siga sum minst um grindadrápið . Tess meira tú segði tess meira varð tað brúkt ímóti einum . Men eitt er lutvíst farin tíð , annað er framtíðin . Sofus Poulsen helt føroyingar skuldu síggja eina komandi oljuvinnu sum nakað positivt . Men við sínum drúgvu royndum millum fremmand fólk , millum vinnulívsfólk osfr. so ávaraði hann eisini føroyingar ikki at vera ov góðtrúnar og bláoygdar . - Eg skal ikki blanda meg uppí føroyskan bygda- ella býarpolitikk . Men eg haldi tit øll her heima eiga at vera , wide awake ' ( sera varin og ansin ) . Oljumenn eru businessmenn . Ein má standa sterkur , tá ein skal hava nakað við teir at gera . Og tá er ikki at spyrja . Ein má vera fyrireikaður og vita , hvat ein tosar um . Sofus vísti við hesum til eina av mongu søgunum - anekdotunum , ið mynda støðuna . Tað var tá ein føroysk sendinevnd var í London fyri 20 árum síðani at tosa um fisk . Tá var tað ein av teimum bretsku luttakarunum , sum helt fyri um føroyingarnar : , Gentlemen , it is pleasure to talk to people , who actually know , what they are talking about ' ( Harrar , tað er ein sonn frøi at tosa við fólk , sum veruliga vita , hvat tey tosa um . ) Sofus Poulsen takkaði øllum fyri gott samstarv og ynskti alt gott fyri Føroya land . %% 212 Stórur áhugið fyri internetinum Stórur áhugi fyri internetinum - Áhugin fyri internetinum í Føroyum er sera stórur , men vit hava ongar trupulleikar at fylgja við , sigur Poul Hendrik Poulsen , av marknaðardeildini á Telefonverkinum Tað er ein øgiligur áhugi fyri internetinum . Næstan hvørt hús í Føroyum hevur teldu sum er , og tá er lítið sum er til hindurs fyri at fáa samband við henda heimsumfatandi miðil . Telefonverkið merkir eisini tann vaksandi áhugan . - Um mánaðarskiftið mai - juni vóru 1325 haldarar við » uppringdum sambandi « til internetið og nú vit fara inn í juli mánað eru vit farin upp 1500 , sigur Poul Hendrik Poulsen av marknaðardeildini hjá Telefonverkinum . Afturat hesum koma so fyritøkurnar , sum hava fast samband við netið og har eru nógvir brúkarar . Hvussu nógvir er Poul Hendrik ikki greiður yvir , men tá vit gita umleið 2000 brúkarar sigur hann at tað er á eini góðari leið . Hava tit trupulleikar at fylgja við ? - Nei . Vit høvdu trupulleikar við talinum av mótaldum , men vit hava loyst tann trupulleikan við at trýfalda talið av mótaldum . Einasti trupulleikin er nú uttanlandssamskiftið og tann trupulleikin verður loystur í nærmastu framtíð . Poul Hendrik leggur afturat at áhugin fyri » netinum « er so stórur , at tað longu nú eru so nógvir brúkarar , sum teir høvdu mett at tað fóru at verða við ársenda . - Men tað er eingin trupulleiki fyri okkum . Vit fylgja gongdini og tillaga skipanina so hon klárar at nøkta tørvin , sigur hann . Talið av netbrúkarum svarar til 4 prosent av øllum føroyingum , men tað er einki løgið í tí . - Vit eru bara eini tvey ár aftaná hinum , sigur hann . %% 213 Ingigerð fingið gyltan tarv Ingigerð fingið gyltan tarv Leiðarin á Kunningarstovuni í Tórshavn hevur júst verið í Spania eftir virðisløn , sum Kunningarstovan hevur fingið fyri gongutúrarnar , skipað hevur verið fyri . Virðislønin er ein gyltur tarvur Ingigerð á Trøðni , leiðari á Kunningarstovuni í Tórshavn , hevur verið í Spania og tikið ímóti virðisløn , sum latin er fyri gongutúrar við ferðaleiðara , ið Kunningarstovan skipar fyri Leiðarin á Kunningarstovuni í Havn hevur verið í Spania og tikið ímóti virðisløn , Kunningarstovan hevur fingið tillutaða fyri at skipa fyri gongutúrum við ferðaleiðara bæði í Havn og kring landið annars . Ingigerð á Trøðni , leiðari á Kunningarstovuni , er í hesum døgum í Danmark á veg heim aftur úr Spania . Hon greiðir frá , at hon fekk fráboðan um , at Kunningarstovan hevði fingið hendan heiðurin tillutaðan , og at takast skuldi ímóti virðislønini í Spania , um Kunningarstovan skuldi hava hana . Tað vóru latnar virðislønir til umleið 130 fólk , ið møtt vóru á samkomu í Spania , sigur Ingigerð á Trøðni . 150 fólk og stovnar vóru innstillað , men tey , sum ikki møttu , fáa so onga heiðursløn . - Eg eri ógvuliga fegin um hesa viðurkenningina , og eg kenni meg at vera komna í sera gott selskap , sigur Ingigerð á Trøðni . Har vóru fólk úr mestsum øllum heiminum , sigur hon . Nógv vóru úr Karibia , og sera nógv vóru bæði úr Afrika og úr Eystureuropa . Ein teirra , sum fekk hesa virðislønina , var ein suðurafrikanari , sum hevði eina heldur øðrvísi matstovu . Talan var um eina matstovu , sum lá inni í eini gjógv , sum siglast mátti til , og har inni lá so matstovan sum á einum kópalátri , greiðir Ingigerð á Trøðni frá . Í hesum sambandi kemur hon inn á , at tað kanska kundi verið stuttligt at roynt okkurt sovorðið her hjá okkum . Vit hava umstøðurnar at gera tílíkt , vísir hon á . Ein teirra , sum fekk virðislønina , var ein gamal fransmaður , sum í áravís hevur skipað fyri einum pianofestivali , ið er vorðin eitt tiltak , ið heimskendir pianistar kappast um at sleppa við á . Kunningarstovan í Tórshavn hevur fingið virðislønina fyri teir gongutúrarnar við ferðaleiðara , sum skipað hevur verið fyri í áravís . Bæði gongutúrarnar út í Tinganes eins og teir túrarnar , skipað hevur verið fyri kring landið , sigur Ingigerð á Trøðni frá . Hóast virðislønin er latin Kunningarstovuni eftir innstilling , ber ikki til at fáa at vita , hvør tað er , sum innstillað hevur , sigur Ingigerð á Trøðni . Men hon tekur aftur í aftur , at hon er sera errin og fegin um hesa viðurkenningina . %% 214 Uttan úr heimi Uttan úr heimi Maersk Air fer aðrar leiðir Leiðslan í danska flogfelagnum Maersk Air fer í dag at almannakunngera , at felagið fer undir eitt stórt átak , sum skal hjálpa tí illa stadda felagnum . Sambært donskum bløðum fer Maersk Air undir fleiri nýggjar rutur til lond í Suðurevropa , samstundis sum prísurin á í hvussu er summum ferðaseðlum verður væl lægri enn vanligt . Maersk Air hevur tvær ferðir fingið 700 milliónir krónur frá móðurfelagnum A . P . Møller , men við teimum nýggju tiltøkunum roknar leiðslan við , at felagið sleppur burtur úr teimum fíggjarligu trupulleikunum , sum tað hevur drigist við . Kortini verður roknað við , at felagið fer at hava einar 500 milliónir krónur í halli í ár . Lítið og einki er likið út um tær nýggju ætlaninar . Eitt nú hevur Maersk Air boðað Kastrup - floghavnini frá , at felagið fer at hava fleiri fráferðir um stutta tíð , men floghavnin hevur ikki fingið at vita , hvagar flogførini skulu flúgva . Hildið verður kortini , at talan í høvuðsheitum verður um ferðir til Fraklands og Spania . %% 215 Uttan úr heimi Uttan úr heimi Sviakongur í andgletti Í Svøríki er Carl Gustaf kongur rættiliga komin í andglettin , eftir at hann á einari vitjan í Brunei rósti sultaninum fyri at hava skipað landið sum eitt opið samfelag . Orðini hava vakt stóran ans í Svøríki , tí Brunei verður roknað sum eitt einaræði , har kvinnur eingi rættindi hava , og har talifrælsið , átrúnaðarfrælsið og pressufrælsið eru sera avmarkað . Ákoyringarnar ímóti kongi vóru so ógvusligar , at Carl Gustaf kendi seg noyddan at biðja um umbering fyri tað , sum hann hevði sagt . Men allir sviar eru ikki nøgdir . Summir halda , at kongur eigur at leggja frá sær , og tey , sum frammanundan halda lítið um kongsveldið , mæla nú til , at Svøríki verður skipað sum eitt lýðveldi við einum forseta . Aðrir politikarar halda , at kongurin hevur lagt seg út í nøkur viðurskifti , sum hann ikki eigur at taka upp á tunguna . %% 216 Vandamiklir barnavognar Vandamiklir barnavognar Fyrst í hesum mánaðinum kom Danmarks Radio við einari søgu um royndir av barnavognum í Danmark . 12 vognar vóru kannaðir , og sjey av teimum skulu , sambært Trygdarstýrinum hjá danska vinnumálaráðnum , takast av marknaðinum , tí teir eru vandamiklir Sjey út av 12 barnavognum hava dumpað eina trygdarroynd hjá trygdarstýrinum í danska vinnumálaráðnum . Vognarnir verða skýrdir at vera lívshættisligir fyri børn . Ein av teimum sjey vognunum , sum er dumpaður , er ein vognur , sum er nógv at síggja í gøtunum í Føroyum . Talan er um tann vælumtókta Simo kombivognin . Í grundgevingunum frá trygdarstýrinum verður millum annað sagt , at vandi er fyri , at eitt barn kann koma í klemmu millum lift og handtak á Simo kombivogninum . Góðtaka ikki roynd Sosialurin hevur tosað við Mariann Fuglø , sum eigur barnaútgerðhandilin Ciconia í Klaksvík . Hon sigur , at tey hava fingið bræv frá teimum , sum tey keypa frá , har boð eru um , at nakrir ávísir vognar skulu sendast aftur til Danmarkar , tí teir ikki longur skulu seljast . Men hetta er ikki aktuelt í Føroyum , tí hesir vognar verða ikki seldir her . Men tá tað kemur til Simo kombivognin fingu tey boð um ikki at taka vognin úr handlinum , men bert at bíða eftir nærri boðum niðrifrá . Tí ENG Denmark A/S sigur seg ikki kunna góðtaka royndina , sum Simo kombi vognurin var til . Í einum brævi , sum Ciconia hevur fingið niðrifrá , stendur , at sambært Trygdarstýrinum , so er vognurin lívshættisligur , tí at eitt barn kann blíva fast millum liftina og handtakið . Men verður sagt frá ENG , at fyri at hetta skal verða ein veruligur vandi , so skal talan vera um eitt barn , sum er millum 2 og 3 ára aldur , sum liggur í liftini , barnið má liggja uttan selar í vogninum , so at tað av sær sjálvum kann grulva úr liftini og handtakið skal verða í niðastu positión . Hetta er ikki ein positión , sum tað verður trillað í . Hon verður bert nýtt , um vognurin skal leggjast saman og taka so lítið pláss sum til ber . Og í síðsta førinum má barnið detta út við beinunum fremst , um vandin við at vera fast millum handtak og lift , skal vera veruligur . Og tað er hetta , sum ENG Denmark A/S ikki kann góðtaka . Vognurin ikki vandamikil Mariann Fuglø sigur , at fleiri fólk hava vent sær til handilin fyri at fregnast . Summi hava spurt , hvat trupulleikin er og onnur hava skemtað við tí , tí tey meta ikki , at tað kann passa . - Øll , sum eg havi tosað við , eru glað fyri vognin , og tí skilji eg ikki , at ein tílík roynd verður gjørd eftir treytum , sum vognurin als ikki er gjørdur til , sigur Mariann . Hon vísir á , at eitt tvey til trý ára gamalt barn ikki passar í liftina , sum vanliga verður nýtt í mesta lagi eitt ár . Hartil munnu tey foreldur , ið lata síni børn sita óbundin í vognunum , verða sera fá í tali , heldur Mariann , sum eisini leggur afturat , at um fólk ikki eru trygg við liftina , sum kemur við keypinum av einum Simo kombivogni , so er onki til hindurs fyri , at tey kunnu fáa eina vanliga lift . - Og so hatta við handtakinum . Handan positiónin verður bara nýtt , tá vognurin til dømis skal leggjast í ein bil , so tað er ikki eftirfarandi , sigur Mariann , sum eisini setur spurnartekin við , hvussu eitt barn kann detta við beinunum fyrst úr eini lift . Kombivognurin er ein vognur , sum verður nýttur í fleiri ár , tí hann kann gerast til ein koyristól seinni , og tað er allarhelst ein av orsøkunum til , at hann er so vælumtóktur . Fólk , sum Sosialurin hevur tosað við , sum eiga slíkar vognar , siga seg als ikki skilja , at hann skal vera so vandamikil . Tey hava bara alt gott at bera vogninum . Tað er ikki endaliga avgjørt enn kortini , um vognarnir verða tiknir av marknaðinum , tí ENG hevur sum sagt kært hetta málið . - Hetta gevur Simo eitt stórt sár , siga tey í Danmark , sigur Mariann , sum tá Sosialurin tosaði við hana , bíðaði eftir endaligum boðum um , hvat skal henda við vognunum . %% 217 Trailari út av við 26 tonsum av alifóðuri Trailari út av við 26 tonsum av alifóðuri Hendingin fór fram á smala vegastrekkinum millum Skálafjørð og Skála , og tað tók einar 5 tímar , áðrenn fóðurið var fingið av vegnum , og trailarin var komin uppaftur á rættkjøl Ferðsluóhapp Mánakvøldið um 20 - tíðina fór ein trailari hjá Hera Thomsen út av smala vegnum millum Skálafjørð og Skála . Trailarin , sum koppaði oman av , var lastaður við 26 tonsum av alifóðuri . Løgreglan í Runavík sigur , at trailarin helst er komin ov langt út á vegøkslina , tá ið førarin møtti einum mótkoyrandi bili á smala vegnum beint eftir grótbrotið , sum er har á leiðini . Tað vísti seg nevniliga , at vegjaðarin var skrædnaður undan . Trailarin koppaði og var liggjandi á aðrari síðuni . Hálka var ikki orsøkin til óhappið . Hóast hendingin fór fram um 20 - tíðina , tók tað fleiri tímar , áðrenn fóðurið var fingið av vegnum , og trailarin var komin uppaftur á rættkjøl . Løgreglan sigur , at tað var ikki fyrr enn um 01 - tíðina , at alt var yvirstaðið , og vegurin kundi latast uppaftur fyri regluligari ferðslu . Sum skilst , sluppu bilar ígjøgnum í løtum , men undir sjálvari upptøkuni varð neyðugt at steingja vegin fyri allari ferðslu . Løgreglan sigur , at ein krani hjá Mekanik í Runavík varð nýttur til sjálva upptøkuna . - Tað gekk eitt sindur striltið , tí anhangarin bleiv hangandi uppi í trailaranum , men umsíðir eydnaðist at fáa bæði trailaran og anhangaran uppá rættkjøl . Løgreglan sigur , at ein maður var í trailaranum , tá ið óhappið hendi , men hann slapp væl frá hendingini . %% 218 Tingkvinnur spyrja um kvinnuhandil Tingkvinnur spyrja um kvinnuhandil Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen vilja hava Jógvan við Keldu , landsstýrismann í lógarmálum , at svara spurningum um kvinnuhandil í Føroyum Tær báðar tjóðveldistingkvinnurnar , Annita á Fríðriksmørk og Heidi Petersen , vilja hava Jógvan við Keldu at svara spurningum um kvinnuhandil Foto : - Heldur landsstýrismaðurin , at tað er í lagi , sambært lóggávu okkara , tá ið tað í føroyskum bløðum verður lýst við sølu av útlendskum kvinnum ? Hendan spurning vilja tær báðar tjóðveldistingkvinnurnar hava Jógvan við Keldu , sum er landsstýrismaður í lógarmálum , at svara . Um hetta ikki er loyvt , so vilja tær báðar hava at vita , hvat landsstýrismaðurin fer at gera fyri at steðga slíkum . - Um tað er í lagi , hvat fer landsstýrismaðurin so at gera fyri , at tað við lóg verður bannað , spyrja tær báðar . Í viðmerkingunum til fyrispurningin siga tær báðar , at eingin ivi er um , at skipaður kvinnuhandil er við útlendskum kvinnum fer fram í Føroyum . Tær nevna eina lýsing , sum stóð í Dimmalætting 20 . januar , har lýst varð við sølu av teilendskum , kinesiskum og russiskum kvinnum . Tær vísa eisini til samrøður , sum Dimmalætting hevði við mannin , sum var við til at seta lýsingina í blaðið . - Sambært samrøðuni er eingin ivi um , at talan er um skipaðan kvinnuhandil , siga tær báðar . Í greinini verður greitt frá , at fyri eina lítla upphædd til bakmenninar , verður skipað fyri tí praktiska . Og afturfyri fáa teir » flogferðaseðil , hotel « l , og » øll ynski verða gingin á møti « . Umframt at teir kunnu » finna eina konu til giftarmál « ella » bert a good time « . Bakmaðurin ger í blaðsamrøðuni eisini greitt , at talan er um gjald til hansara virksemi . - Tað , sum undrar okkum , er , at ákærumyndugleikin í blaðsamrøðuni verður endurgivin fyri m.a. at siga , at : » Tað , sum fyrigongur í Teilandi , kann ongantíð koma undir føroyska lóggávu , og tískil er einki ólógligt í einari slíkari lýsing í einum føroyskum blaði « , siga tær báðar . Heidi Petersen og Annita á Fríðriksmørk halda , at sjálvsagt kann føroysk lóggáva ikki lóggeva um , hvat er rangt og rætt í øðrum londum . - Men tað , sum undrar okkum er , at gingið verður so lætt um tað virksemi , sum , blaðið vísir á , fer fram . Tá vit nú hava fingið haldgott prógv fyri , at skipað verður fyri sølu av útlendskum kvinnum í Føroyum , er neyðugt , at vit handla til tess at steðga hesum virksemi . Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum , siga tær báðar løgtingskvinnurnar hjá Tjóðveldisflokkinum . %% 219 Tíggju ár í Sýsluni Tíggju ár í Sýsluni Í vikuni eru liðin 10 ár , síðan barnagarðurin Sýslan í Sørvági lat upp . Hetta verður hátíðarhildið alla vikuna Tær spældu væl innandura hendan dagin , Sosialurin var og vitjaði Foto : Edvard Joensen Tað eru liðin 10 ár , síðan barnagarðurin Sýslan , sum tann fyrsti í Vágum , lat upp . Hetta verður hátíðarhildið við ymsum tiltøkum hesa vikuna . Hesi 10 árini , barnagarðurin í Sørvági hevur verið til , hava umleið 170 børn gingið har . Tey fyrstu teirra , sum komu í Sýsluna , ganga í dag í 10 . flokki í Sørvágs skúla og síðan eru allir aldursbólkar niðureftir til tey trý ára gomlu í bygdini . Ymisk tiltøk hava verið og verða hesa vikuna . Eitt nú er listaframsýning í barnagarðinum alla vikuna . Listaverkini eru slík , børnini sjálv hava gjørt . Ein av døgunum framføra næmingar úr áttanda og níggjunda flokki í Sørvágs skúla , sjónleik , tey sjálv hava gjørt yvir evnið » Tá vit gingu í Barnagarð « . Fríggjadagin verður opið hús millum klokkan 15 . 00 og 18 . 00 har øll eru vælkomin inn á gólvið . Tað hava nógv starvsfólk arbeitt í Sýsluni hesi tíggju árini . Ein teirra er Nancy Selfoss , sum hevur arbeitt frá byrjan til dagin í dag , sigur Súsanna á Stongum , sum er leiðari í barnagarðinum Sýsluni í Sørvági . Navnið Sýslan kemst av , at barnagarðurin heldur til í gomlu sýslumanshúsunum í Sørvági . Tá byrjað var í 1994 , var pláss fyri 20 børnum umframt fýra við serligum tørvi . Í dag er pláss fyri 36 børnum . Hølisviðurskiftini eru ikki tey bestu , og tørvurin á barnaansing er alsamt vaksandi , og tað hevur Sørvágs Kommuna eisini ásannað . Farið er undir fyrireikingar til ein stóran dagstovn í Sørvági , sum skal rúma umleið 100 børnum í bæði vøggustovu og barnagarðsaldri . Umframt fáa tey , sum hava serligan tørv , um stutta tíð heilt nýggj og stásilig høli at fara í . %% 220 Nýggi Smyril á flot um 17 dagar Nýggi Smyril á flot um 17 dagar Arbeiðið at byggja nýggja Smyril gongur framvegis sum ætlað og 19 . mars verður skrokkurin flotaður Her er yvirbygningurin á nýggja Smyrli . Omaná skal sjálv brúgvin setast . Beint undir brúnni við teimum smáu vindeygunum , eru manningarrúm . Og tey stóru vindeyguni eru inn í eina matstovu Foto : Nýggi Smyril Arbeiðið at byggja nýggja Smyril gongur framvegis sum ætlað . Og nú er dagurin farin at nærkast , har skrokkurin skal á flot . Dagurin , tá ið skrokkurin skal á sjógv er ásettur at vera 19 . mars . Tað dámar kanska ikki teimum , sum eru full í patrúgv , tí tað er ein fríggjadagur - men tað hugsa spaniólar ikki so nógv um og harvið verður tað . Magnus Magnussen , tekniskur stjóri hjá Strandferðsluni , sum er í Spania og hevur eftirlit við byggingini , sigur , at tá ið skrokkurin er farin á sjógv , skal hann sleipast til eina aðra skipasmiðju hjá sama felag , har yvirbygningurin skal setast omaná . Síðani verður farið at innrætta skipið og í oktober verður hann latin Strandferðsluni . Magnus Magnussen sigur , at Smyril hevur annars longu havt sínar fyrstu almennu gestir umborð . Tað hendi , nú landsliðið í fótbólti var niðri í Spania , at teir vóru á skipasmiðjuni og hugdu eftir nýggja suðuroyarskipinum . Teir vórðu eisini avmyndaðir á dekkinum og tann myndin skal rammast inn og hongjast onkustaðni umborð . Annars sigur tekniski leiðarin á Strandferðslsuni , at arbeiðið hevur gingið rættiliga væl og at tað er onki sum bendir á , at tíðarfreistirnar ikki fara at halda . Tó hava onkrir dagar eisini verið , har ið arbeiðið hevur verið darvað av arbeiðsósemjum í skipasmiðjuni , men tað hava bara verið einstakar dagar . Og tá ið arbeiðsósemjur eru í suðurlondum , gongur tað munandi harðari fyri seg enn her hjá okkum og ta einu ferðina komu arbeiðsfólk á skipasmiðjuni í rættiligan bardaga við løgregluna . Og tað endaði við , at løgreglan brúkti táragass ímóti verkfalsfólki og skeyt tey við gummikúlum uttan fyri portrið til skipasmiðjuna . %% 221 Russar njósnaðust í Føroyum Russar njósnaðust í Føroyum Føroyar lógu verjuleysar undir kalda krígnum , og væl hevði borið til hjá russum at hersett oyggjarnar . Eftirlitið við mongu vitjandi úr Sovjetsamveldinum var ikki nóg gott , og eisini bendir nógv á , at russisku fiskiførini høvdu til uppgávu at savna upplýsingar um Føroyar og føroyska samfelagið . Tað er niðurstøðan í Reyðubók , sum Bent Jensen , professari hevur skrivað . Jóannes Eidesgaard við fyrsta eintakinum av Reyðubók , ið lýsir verjupolitisku støðu Føroya , sæð við eygunum hjá Sovjetsamveldinum . Foto : Álvur Haraldsen Mánadagin kom hon loksins . Bókin , ið lýsir Føroyar undir kalda krígnum , sæð frá einum sovjetiskum sjónarhorni . Bókin er ætlað sum ein mótvekt til Svørtubók , ið varð grundað á skjalatilfar úr amerikanskum goymslum . Danski professarin Bent Jensen hevur leitað í gomlum , sovjetiskum skjalagoymslum fyri har at finna tilfar , ið kann siga nakað um , hvussu stórveldið fyri eystan sá Føroyar í hernaðarligum høpi . Hóast hann hevur verið nógv tarnaður í sínum arbeiði , og ikki hevur fingið atgongd til øll skjøl , so er niðurstøðan hjá danska professaranum , at russar høvdu eitt vakið eyga við Føroyum . Undir og árini eftir Seinna Heimsbardaga høvdu Føroyar ikki stórvegis týdning fyri Sovjetsamveldið . Men tá viðurskiftini seinni kølnaðu millum eystur og vestur fingu Føroyar ein størri strategiskan týdning , eisini fyri Sovjetsamveldið . Ynsktu ikki loysing Sovjetsamveldið var væl vitandi um , at Danmark ikki var ført fyri at verja Føroyar í eini krígsstøðu . Men Moskva ynskti heldur ikki , at Føroyar tóku loysing frá Danmark . Tí sjálvt um leiðararnir í Kreml stuðlaðu sjálvstýrisrørslum nógvastaðni í Vesturheiminum , so gjørdi tað seg ikki galdandi í Føroyum . Strategiska støða Føroya mitt í Atlantshavinum loyvdi ikki , at Føroyar lógu sum eitt uttanveltað mitt millum eystur og vestur , og tískil vóru russar sannførdir um , at tóku Føroyar loysing vildu oyggarnar í staðin koma undir bretskar og / ella amerikanskar veingir . Tískil gjørdist tað sovjetiskur politikkur at lata vera við at stuðla loysingarrørsluni í Føroyum , men í staðin royna at ávirka viðurskiftini millum Føroyar og Danmark . Tað skuldi gerast við at royna at trýsta danir til at forða NATO í at gera herstøðir í Føroyum . Men so hvørt sum NATO - útbyggingarnar fóru fram í Føroyum í fimmti- og sekstiárunum , vóru sovjetisku eyguni alsamt meira vend móti Føroyum . Sovjetisk herseting Bent Jensen slær fast , at Sovjetsamveldið uttan nakrar trupulleikar hevði kunnað hersett Føroyar , ynsktu teir tað . Men samtíðis høvdu trygdarpolitisku avleiðingarnar verið sera stórar , og tí er ringt at meta um , hvørt hetta var ein reellur møguleiki . Undir kalda krígnum varð ofta ført fram , at Føroyar í eini krígsstøðu kundu verið raktar av kjarnorkuvápnum , tí NATO hevði útgerð her . Tað , ið nú ber til at siga við vissu er , at hernaðarligir serfrøðingar tá í tíðini ikki kundu vísa hesum aftur . Vandin var til staðar . Sovjetsamveldið var sannført um , at brast kríggj á millum eystur og vestur , so skuldi hetta kríggj vinnast við kjarnorkuvápnum , og tískil kundu eisini Føroyar verið fyri kjarnorkuálopi . Men einans atgongd til afturlatin , hernaðarlig , sovjetisk skjalasøvn kann svara spurninginum nøktandi , skrivar Bent Jensen í Reyðubók . Fiskiskipini Tað var ikki einans sovjetiska hernaðarliga hjáveran nærhendis Føroyum , ið ørkymlaði Danmark . Danska verjan og donsku myndugleikarnir dámdu lítið stóra sovjetiska fiskiflotan undir Føroyum og mongu sovjetisku og eysturtýsku skipini í føroyskum øki . Og enn minni dámdi dønum sovjetisku fiskiførini , ið vóru til umvælingar í Føroyum , serliga í áttatiárunum . Reyðabók staðfestir , at tað avgjørt ikki kann vísast aftur , at sovjetisku fiskiskipini høvdu aðrar uppgávur , harímillum fregnartænastuuppgávur , og at skipini vóru partur av sovjetisku tilbúgvingini í einum møguligum kríggi . Harafturímóti bendir alt á , at so var , skrivar Bent Jensen . Men samtíðis viðurkennir hann , at lítið ítøkiligt er at vísa á . Sovjetisku skipini kundu vera ein møgulig hóttan , men skjalasøvnini , ið kundu staðfest at so var , hevur Bent Jensen ikki fingið atgongd til . Vánaligt eftirlit Í Reyðubók skrivar Bent Jensen , at eingin ivi er um , at Sovjetsamveldið hevði fregnartænastuvirksemi í Føroyum . Men hann leggur afturat , at alt annað hevði verið at misrøkt sínar skyldur , tá havt verður í huga , at lætt var at savna tilfarið , og at fíggindin , tvs . NATO , hevði støðir her . Sovjetisk sendifólk og onnur embætisfólk , ið vitjaðu í Føroyum , skrivaðu sínar frágreiðingar . Eisini vitjaðu fregnartænastufólk oyggjarnar , ílætin sum tíðindafólk ella embætisfólk . Somuleiðis hava skiparar á fiskiførunum og aðrir av manningini skrivað sínar frágreiðingar . Bent Jensen undrast á , hví donsku myndugleikarnir ikki hava røkt uppgávuna at kanna útlendsku ( les sovjetisku ) persónarnar , ið vitjaðu Føroyar . Ein uppgáva , ið myndugleikarnir sjálvir høvdu álagt sær , men sum teir ikki røktu , staðfestir Bent Jensen . Tískil høvdu russar so at siga frítt at fara og kundu gera sum teimum lysti . Danskur vinningur Í niðurstøðu síni staðfestir Bent Jensen somuleiðis , at alt bendir á , at danir hava havt vinning av Føroyum í NATO - høpi . Tí við at loyva vesturlendsku verjusamgonguni at nýta føroyskt øki var lættari hjá Danmark at sleppa sær undan øðrum uppgávum , ið NATO álegði limalondum sínum . FAKTA Í desember 2000 bað Anfinn Kallsberg , løgmaður danska søgufrøðingin Bent Jensen um at kanna , hvønn lut Føroyar hevði í verjupolitikkinum hjá Sovjetsamveldinum undir kalda krígnum . Kanningin kom í lag eftir at ein líknandi frágreiðing , vanliga nevnd Svartabók , hevði lýst føroyska leiklutin , sæð úr USA og NATO . Reyðabók er higartil bara at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni , men seinni kemur hon út í bók . %% 222 Væleydnað messingvikuskifti Væleydnað messingvikuskifti Tónleikastevnan í Vági eydnaðist væl og sunnudagin var konsert , ið prógvaði , at væl varð fingið burturúr vikuskiftinum Ulf Nordlund , tónleikalærari , stóð um vikuskiftið á odda fyri tónleikastevnu í Vági , har ungir hornblástursnæmingar og meira vandir tónleikarar tóku lut . Umframt næmingar úr 4. , 5. , og 6. , flokki í Vágs Skúla , so tóku eisini lærarar í Sekstettini Suðurættin lut og eisini Tvøroyrar Hornorkestur . Næmingar úr 8. flokkunum hava júst fingið rútmu ljóðføri og hava leikt í nakrar fáar dagar , men longu merkjast ljóðbylgjurnar og trummuljóðini duna . Heilt fitt av fólki var til konsertina í Vágs Skúla sunnudagin seinnapart - sjálvandi mong forvitin og spent foreldur og ommur og abbar . Og eingin fór vónbrotin heimaftur . Tað ljóðaði væl frá fyrstu stund . Og stuttligt var , at lagt varð fyri við rútmustykki , ið minti ikki sørt um Safri Duo . Øll í stóra orkestrinum , frá teimum minstu til tey stórstu , klappaðu og tóku taktir í felag , so tað stóð eftir í . Og væl var vant , tí samspælið var frálíkt . Eisini ymsu hornstykkini gingu væl og stuttliga stykkið , sum nevnist Blues í C ella Jam í C , ella okkurt tílíkt , riggaði væl , tí allir luttakararnir tá sleppa at royna seg sum solistar . Nýggi rútmubólkurinvið 8. floks næmingum riggaði væl og tað swingaði væl undir leiðslu av Jónas Jeppesen , trummuleikara . Køna leiðslan hjá Ulf Nordlund vísti seg at bera frukt , tí konsertin sunnudagin var virðiligur endi , eftir harða venjing í tveir dagar , har tað hugnaliga og felagsandin tó eisini átti innivist . %% 223 Turið Holm, serlækni á Landssjúkrahúsinum: Turið Holm , serlækni á Landssjúkrahúsinum : Vit nokta nærum ongum at fáa fosturtøku í Føroyum Føroyska lógin er ikki so stirvin , at tað er neyðugt hjá føroyskum kvinnum at fara niður at fáa fosturtøku . Tískil eru tølini so lág Svarið , sum danski innanríkis- - og heilsumálaráðharrin gav Naser Kahder , kemur ikki óvart á Turið Holm , serlækna . - Vit nokta nærum ongum at fáa fosturtøku framda á Landssjúkrahúsinum , so eg dugi ikki at síggja , hví so nógvar føroyskar kvinnur skuldu farið niður at fingið fosturtøku framda . Einasta orsøkin kundi verið , at tær ikki ynskja at hava eina fosturtøku nevnda í føroysku pappírunum , sigur hon . Tær flestu flyta adressu Hon sigur víðari , at tað verður ógvuliga ringt at finna nøkur hagtøl fyri tær fáu føroysku kvinnurnar , sum velja at fara niður , tí tær flestu flyta bústað á pappírinum í nakrar dagar , so tær koma undir hagtølini sum danskarar . - Lógin er broytt fyri stuttari tíð síðani , men inntil heilt nýliga hevur tað verið soleiðis , at um tú kom sum føroyingur , t.v.s. við føroyskari adressu , so noyddist tú at fara á eina privatklinikk og gjalda alt sjálv . Tú fekk eina rokning aftaná , og hon var avgjørt ikki bílig , sigur Turið . Fyri at sleppa undan at gjalda , hava tær flestu sum eru farnar niður tí valt at gerast danskarar í nakrar dagar . Og sjálvsagt koma tær tá í hagtølini sum verandi danir . Nærum eingin fær nei Turið sigur , at talið á fosturtøkum her á landi liggur um 60 árliga . Tað er talið á nærum øllum kvinnunum , sum ynskja fosturtøku . Hon sigur tað vera reinar gitingar , sum t.d. Naser Khader hevur ført fram , um alla rúgvuna av føroyskum kvinnum , sum fella uttan fyri strongu føroysku fosturtøkulógina og fara til Danmarkar . Tað er ikki so dupultmoralskt . - Hatta eru bara gitingar . Eg dugi ikki at síggja , hví nøkur kvinna skuldi farið ígjøgnum alt stríðið við at skifta adressu og fara niður til eina fosturtøku , tá hon kann gera tað her , sigur Turið . - Nakrar heilt fáar verða kanska steðgaðar hjá kommunulæknunum , tað er møguligt . Og tær fara kanska niður at taka fosturtøku . Men tað er eitt lítið mál at halda fast í . Tað er avgjørt ikki vanligt , at føroyskar kvinnur fara niður , staðfestir Turið Holm at enda . %% 224 Hoyvíkingar eru marran hjá Kyndli Hoyvíkingar eru marran hjá Kyndli Enn einaferð eydnaðist tað H71 at steðga sigursrøðini hjá Kyndli , tá ið liðini bæði leiktu javnt á Hálsi sunnudagin . Dysturin var ógvuliga rótutur og hart spældur , men tá ið tikið verður samanum , eiga kyndlamenn at verða best nøgdir við javnleikin Torførasta mótstøðuliðið hjá oddaliðnum Kyndil hetta kappingarárið hevur verið botnliðið H71 . Í grundspælinum vann H71 báðar dystirnar , og í steypakappingini vunnu hoyvíkingar samanlagt , tá liðini bæði hittust í tveimum hálvfinalum . Sunnudagin hevði Kyndil møguleikan at hevna allar ósigrarnar á hoyvíkingum , men enn einaferð prógvaði H71 , at teir hava takið á teimum grønu úr Havn . Óskipað spæl Tað var ikki tað poleraða hondbóltsspælið , ið borðreitt var við í dystinum á Hálsi sunnudagin . Heldur var tað tilvildarligt og óskipað spæl , har tað fyrstu løtuna tóktist , sum høvdu bæði Kyndil og H71 sett sær fyri at gera skjótt av úr verju í álopi . Hesin taktikkur eydnaðist ikki serliga væl , tí óteljandi ferðir bleiv bólturin blakaður burtur av báðum liðum , tí at spælt bleiv ov skjótt . Kyndlamenn høvdu sett sær fyri at mansverja liðskiparan hjá H71 , Halgir Dahl - Olesen , og tað eydnaðist partvís væl , tí Halgir , ið vanliga er góður fyri eini 8 til 10 mál , fekk einans eitt mál í dystinum . Hinvegin gav hetta betur pláss til leikandi venjaran , Henrik Gerster , og gjørdi hann sær eisini dælt av . Gerster hevði ein av sínum heilt góðu døgum , men hann fekk so sanniliga eisini umstøður til tað av gávumildu kyndlaverjuni . Kyndlaverjan var ógvuliga opin størsta partin av dystinum , og saknurin í Janus Einari Sørensen var ógvuliga sjónligur . Tað er heldur ikki góður verjutaktikkur at geva Henriki Gerster pláss til at koma heilt inn um tríggjar - meturin at skjóta , men tað slapp hann , tí ongin av grønu verjuleikarunum kom út at takla hann . Tað var eisini H71 , ið fekk bestu byrjanina upp á dystin . Hoyvíkingar vóru á odda størsta partin av fyrra hálvleiki , men beint undan steðginum gjørdi Kyndil ein vørr , so at tá ið komið var til hálvleiks , stóð á jøvnum 15 - 15 . Málverjin hjá Kyndli , Jóhan Danielsen , kom spakuliga inn í dystin , tá ið tað nærkaðist hálvleiki , og millum annað hevði hann eina frálíka dupultbjarging , tá ið H71 var á odda 15 - 14 . Samstundis kom eitt sindur betur skil á óskipaða álopsspælið hjá Kyndli , og serliga liðskiparin , Hans Áki Dal - Christiansen , var vælupplagdur . H71 gav ikki upp Eftir at Kyndil hevði fingið fatur á hoyvíkingum aftur beint fyri steðgin , vóru tað óivað fleiri , ið væntaðu at heimaliðið fór at fara frá H71 í seinna hálvleiki , men so var ikki . Hoyvíkingar , ið ikki hava tað stóra at spæla fyri , eiga rós uppiborið fyri ikki at geva upp , hóast Kyndil legði seg á odda við tveimum málum í rúma tíð eftir steðgin . Stríðsviljin hjá H71 er tiltikin , og sum áskoðari legði tú eisini til merkis , at leikararnir hjá H71 í nógv størri mun enn teir hjá Kyndli royndu at eggja hvønn annan . Somuleiðis tosaðu hoyvíkingar munandi meiri sínamillum í verjuni , enn hvat mótstøðumenninir gjørdu . Eisini kann spurnartekin setast við , hvi venjarin hjá Kyndli ikki gav summum av sínum leikarum eina pausu , so teir kundu fáa eitt sindur av luft . Kyndil nýtti bert 7 útileikarar í dystinum , meðan H71 brúkti allar sínar tíggju útileikarar ! Kyndil legði seg á odda , tá ið komið var nakað út í seinna hálvleik , men H71 gav ikki skarvin yvir . Kyndil kom á odda 23 - 21 , men tríggjar minuttir seinni hevði H71 lagt seg á odda 25 - 23 . Kyndlamenn svaraðu tó skjótt aftur , og ikki gekk meiri enn ein góður minuttur , so stóð ájøvnum 25 - 25 ! H71 fekk nú tvey brotskøst á rað , sum Henrik Gerster setti í netið , og í sambandi við brotskøstini blivu ávikavist Josef Abrahamsen og Høgni Klein hjá Kyndli útvístir . Útvísingin hjá Josef var ógvuliga tunn , og hon líktist mest einum kompensatiónsdómi fyri eina upplagda útvísing til Jacob Jónsson stutt frammanundan . H71 var nú á odda 27 - 25 , men Høgni Klein minkaði um munin beinanvegin , ið hann kom aftur á vøllin , og stutt eftir javnaði Hans Áki fyri Kyndil , og samstundis fekk H71 Heina Bentsen útvístan . Knappir fimm minuttir vóru eftir at leika , og nú skuldi man trúð , at Kyndil hevði bestu kortini á hondini , tí teir høvdu ein mann meira , men tað er ikki altíð ein fyrimunur . Hoyvíkingar gjørdu ikki mætari enn at vinna undirtalsstøðuna 2 - 0 , og so vóru teir á odda 29 - 27 ! Bert tríggir minuttir vóru eftir at leika , og nú hevði Kyndil skund . Jacob Jónsson minkaði skjótt um munin , og í næsta álopinum hjá Kyndli fingu teir brotskast , og samstundis fekk Henrik Gerster sína triðju útvísing og harvið reyða kortið . Hans Áki Dal - Christiansen javnaði til 29 - 29 , og klokkan vísti 28 : 53 . Hoyvíkingar fóru í álop , og Johnny Durhuus bleiv spældur leysur , men Jóhan Danielsen í kyndlamálinum stórbjargaði . H71 hevði tó framvegis bóltin , og teir fingu loyvi til at spæla eitt sera langt álop , sum 15 sekund fyri tíð gav eina útvísing til Høgna Klein hjá Kyndli og samstundis 3 - metrar til H71 . Hóast ikki var markerað fyri nøli enn , valdu hoyvíkingar at leggja upp til Halgir Dahl - Olesen , men enn einaferð bjargaði Jóhan Danielsen . Kyndil tók time - out , og fimm sekund vóru eftir at spæla . Bólturin bleiv spældur skjótt fram á høgra vong til Ken Zachariassen , sum valdi at spæla yvir um til Hans Áka á vinstra vongi , men tá var tíðin longu farin . Ken átti helst at roynt sjálvur , men kanska var vinkulin ov spískur hjá honum at royna seg í . Dysturin endaði tískil við javnleiki 29 - 29 , og tað var á eini góðari leið . Um nakað , so vóru tað hoyvíkingar , ið vóru nærri sigrinum , men teir manglaðu eitt sindur av tí hepni , ið ofta fylgir einum oddaliði . %% 225 Fiskimálaráðið tigandi Fiskimálaráðið tigandi Fiskimálaráðið vil ikki gera viðmerkingar til dómin í Føroya Rætti , fyrr enn avgerð er tikin um , um málið skal kærast til Landsrættin Rætturin hevur talað og sagt , at Jógvan S skal hava fiskiloyvið aftur frá Fiskimálaráðnum Foto : Edvard Joensen Bjørn Kalsø , landsstýrismaður við fiskivinnumálum , vil ikki gera viðmerkingar til dómin í málinum um fiskiloyvið hjá Jógvani S . Landsstýrismaðurin sigur seg hava gjørt sær nakrar tankar um málið , meðan tað hevur verið ávegis í rættinum , men hann vil ikki siga , hvat hann hugsar , fyrr enn hann saman við sínum løgfrøðingum hevur gjørt av , hvussu farið verður víðari fram fyrisitingarliga . Hann sigur seg hava fingið dómin og lisið hann saman við viðmerkingunum . Nú verður so umhugsað , hvønn av teimum tveimum møguleikunum , ið eru , Fiskimálaráðið skal velja . Annaðhvørt at taka við dóminum ella at kæra hann til Landsrættin . Tað eydnaðist ikki , áðrenn blaðið fór til prentingar , at fáa viðmerking frá reiðarínum . Men sakførarin hjá reiðarínum hevur áður sagt við Sosialin , at um úrslitið av sakarmálinum verður , at reiðaríið fær viðhald , verður farið at arbeiða við at krevja endurgjald fyri mista inntøku . Nú hevur reiðaríið fingið viðhald í Føroya Rætti . Partarnir hava tvær vikur til at umhugsa dómin . %% 226 Eigaraíbúðir ganga sum heitt breyð Eigaraíbúðir ganga sum heitt breyð Íbúðirnar í Berjabrekku 3 byggistiginum ganga sum heitt breyð , sigur byggimeistarin Høgni Mikkelsen , sum ikki sigur seg merkja nakað til ringar tíðir byggimeistarin Høgni Mikkelsen sigur , at nýggju eigaraíbúðirnar á Berjabrekku hava gingið sum heitt breyð Foto : Koyrir tú tær ein túr niðan eftir Sundsvegnum í Havn og niðan móti Berjabrekku , sært tú beinan vegin at farið undir triðja byggistig av eigaraíbúðum á Berjabrekku . Tað er byggimeistarin , Høgni Mikkelsen , ið stendur fyri byggingini , og íbúðirnar ganga sum heitt breyð . Næstan allar avlagdar Í Berjabrekku 3 byggistiginum eru 68 eigaraíbúðir , og av teimum eru longu tær 54 avlagdar , sigur Høgni Mikkelsen . Farið varð undir at skriva fólk upp til íbúðirnar um ólavsøkumundið seinasta ár , og Høgni Mikkelsen sigur , at ein rúgva av íbúðunum fóru beinanvegin . Fólk ringdu langa tíð framman undan at farið var undir at skriva upp , sigur byggimeistarin , sum dagliga fær fyrispurningar frá fólki um íbúðir . Áhugin er sera stórur , sigur hann , og fólk spyrja hann eisini um , hvat ið tað næsta verður , sum hann fer í holt við av íbúðarbygging . Ringu tíðirnar , sum nógv hevur verið tosað um í miðlunum , sigur byggimeistarin seg ikki merkja nakað til , og hann heldur , at fjølmiðlarnir ofta gera tíðirnar nógv verri , enn tær í veruleikanum eru . Sambært Høgna Mikkelsen vísir tað seg eisini , at øll fólkini , ið biða um íbúð , hava fingið fígging og øll onnur viðurskiftir upp á pláss , og hann merkir so einki til , at fólk hava ringt við at fáa fígging . Nógv tilkomið fólk Høgni Mikkelsen sigur , at tað eru fólk í øllum aldri , ið hava lagt sær íbúð av , men serliga stórur hevur áhugin verið millum tilkomin fólk , sum eru um tey 50 - 60 árini . Tó er eisini fitt av ungum fólki , ið hevur biðið um eina íbúð . Eisini eru tað nógv støk fólk , ið hava bílagt sær eina av teimum minnu íbúðunum , sigur Høgni Mikkelsen . Íbúðirnar eru í trimum støddum . Tær størstu íbúðirnar eru 125 fermetrar , meðan tær smærru eru ávikavist 63 og 75 fermetrar . Høgni Mikkelsen sigur , at tær størstu íbúðirnar upp á 125 fermetar , ið eru átta í tali , eru allar farnar , og somuleiðis er bróðurparturin av teimum 24 íbúðunum á 63 fermetrar farnar . Sambært byggimeistaranum vísir tað seg , at fleiri og fleiri eru áhugaði í at hava okkurt minni at búgva í , tí tey tíma ikki at hava so nógv at fara um , sigur hann . Alt liðugt síðst í komandi ári Arbeiðið við at byggja nýggju íbúðirnar er væl ávegis . Í løtuni er tað betongarbeiðið , ið verður gjørt , men um stutta tíð fara timburmenninir eisini í gongd . Fyrstu íbúgvarnir á Berjabrekku 3 flyta væntandi inn í íbúðirnar í heyst , men Høgni Mikkelsen sigur , at tað veldst alt um , hvussu vorðið er við økinum kring íbúðirnar . Hann ætlar ikki , at fólk skulu flyta inn , áðrenn tunga ferðslan við lastbilum og gravimaskinum er av , tí tað kann man ikki bjóða fólki , heldur hann . Tað skal verða hampiligt at koma til og frá íbúðunum , áðrenn nakar flytur inn , sigur byggimeistarin . Alt arbeiðið á Berjabrekku 3 verður væntandi liðugt seinast í komandi ári , sigur Høgni Mikkelsen . Sum sagt er tað Sp/f Høgni Mikkelsen , ið stendur fyri arbeiðinum í samstarvi við Articon , HMP Consult , p/f Einar Mikkelsen , Arkitektavirkið Magnus Hansen , Havnar Timburhandil og Føroya Sparikassa . Arbeiðið upp á Berjabrekku 3 gevur arbeiði til gott og væl 30 mans , harav teir 13 starvast hjá Høgna Mikkelsen sjálvum . %% 227 Sosialurin ger nú eisini útvarp Sosialurin ger nú eisini útvarp Í dag fer fyrsta tíðindasendingin av Sosialinum á Argjum í luftina . Blaðið fer komandi árið at gera tíðindasendingar á Rás 2 Hans Kárason Mikkelsen fer at lesa tíðindi á Rás 2 fyrstu tíðina Mynd : Jonhard Hammer Foto : Jonhard Hammer Í dag fer Sosialurin at senda útvarpstíðindi . - Vit hava gjørt avtalu við Rás 2 um at gera tíðindasendingarnar hjá rásini komandi árið , og fer fyrsta sendingin úr Miðlahúsinum hjá Sosialinum á Argjum í luftina í dag kl 12 , sigur Jan Müller , blaðstjóri . Miðlavirksemið er broytt nógv seinastu árini . At Sosialurin nú eisini fer at senda útvarp , er so bara enn eitt stig á leiðini . Longu í 1996 , tá internetið gjørdist veruleiki í Føroyum , royndi Sosialurin seg so smátt við tíðindum á netinum , og síðani 1997 hevur InternetSosialurin verið ein nátúrligur partur í miðlavirkseminum hjá Sosialinum . Seinastu árini hevur blaðið eisini skrivað tíðindini til www.portal.fo hjá Føroya Tele , sum er Føroya nógv mest vitjaða heimasíða . Øðrvísi tíðindi Tað verður Eyðun Klakkstein , journalistur , sum fer at leggja tíðindasendingarnar á Rás 2 til rættis , og fyrstu tíðina verður tað Hans Kárason Mikkelsen , sum verður útvarpsvertur . - Tíðindini á Rás 2 skulu vera eitt alternativ til tíðindini hjá Útvarpi Føroya . Vit fara ikki at kopiera útvarpið , men fara at gera øðrvísi tíðindi , sigur Eyðun Klakkstein . - Útvarpið hevur eina góða og breiða tíðindaflatu , ið fevnir víða . Vit fara at gera frísk tíðindi , og fara ikki at leggja dent á tungar politiskar søgur , sum kanska ongan týdning hava í veruleikanum , men byggja á meiningar hjá ávísum fólkum - vit fara at tora at velja , sigur hann . Seinastu árini hevur Sosialurin breitt virksemið kring landið við lokalredaktiónum í Klaksvík , í Saltangará , í Sandvík og í Sandavági . Hetta er gjørt fyri at koma borgarunum nærri , og er hetta eisini ætlanin við tíðindasendingunum á Rás 2 , at koma nærri vanliga fólkinum . - Nærleikin hevur stóran týdning , og vit fara at gera nógv burtur úr at tosa við vanliga fólkið , sigur Jan Müller . Mennandi samstarv Tað verða sjálvandi tíðindini hjá Sosialinum , sum verða grundarlagið undir tíðindunum á Rás 2 . Men Sosialurin verður greiddur til prentingar á middegi . Tí verða tað fleiri tíðindi , ið kunnu fylgjast upp í útvarpssendingunum , sum sjálvandi eisini fara at taka støði í tíðindum , sum onnur framleiða , bæði útvarp , sjónvarp og Dimmalætting . - Vit vænta at fáa gott samstarv við nýggja samstarvsfelagan , so hetta kann gagna øllum kring landið , sum hoyra Rás 2 , og vit vænta eisini , at hetta fer at leggja lunnarnar at menna Sosialin sum eitt miðlahús við alskyns fjølbroyttum miðlavirksemi - og Rás 2 sum eina góða útvarpsstøð , sigur Jan Müller , ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum . %% 228 Sethúsaprísurin ikki á veg niður Sethúsaprísurin ikki á veg niður Hjá fyritøkuni Húsamekling í Havn , sum fæst við keyp og sølu av húsum , siga tey seg ikki síggja nakrar ábendingar um , at sethúsaprísirnir eru á veg niður Nógv hevur verið tosað um ringu tíðirnar , ið sigast verða í væntu her á landi . Ringar tíðir merkja sum oftast eisini fallandi húsaprísir , men hjá Húsamekling merkja tey einki til fallandi sethúsaprísir . Áhugin ikki minkandi Á skrivstovuni hjá sethúsasøluni Húsamekling í Havn siga tey , at áhugin fyri húsum er minst líka stórur , sum hann hevur verið seinnu árini . Stórur áhugi er fyri sethúsum , og serliga tey nýggjaru húsini eru løtt at sleppa av við , verður sagt hjá Húsamekling . Eitt sindur eldri hús eru ofta eitt sindur longri tíð á sølulistanum enn tey nýggju , men tey húsini , ið hava tvær íbúðir , verða ógvuliga skjótt seld , siga tey á Húsamekling . Serliga í Havnini er tað lætt at sleppa av við hús , verður sagt , meðan tað gongur eitt sindur meiri striltið í onkrum øðrum øki í landinum , har arbeiðsmarknaðurin er eitt sindur meiri óstøðugur , soleiðis hevur tað tó verið í longri tíð . Hjá Húsamekling hava tey úr at gera , og tey duga sum sagt als ikki at síggja nøkur tekin í sól og mána um , at sethúsamarknaðurin í Føroyum er á veg niðureftir . %% 229 Bílig arbeiðsmegi í Kina: Bílig arbeiðsmegi í Kina : Minkar um inntøkuna hjá føroyskum flakamonnum - Tað eru bæði russisk og norsk skip , sum fiska , avhøvda og heilfrysta fiskin í blokk . Tá ið túrurin er av , senda reiðaríini fiskin til virkingar í Kina og selja hann virkaðan á bretska marknaðinum . Hóast langa flutningin og tað , at fiskurin verður seldur bíligari í Bretlandi , loysir hetta seg betur fyri russisku og norsku reiðaríini enn at virka fiskin umborð , sigur Mortan Johannesen , reiðari Ein stór flakalast , sum skal seljast í kapping við bíliga arbeiðsmegi í Kina Foto : Terji Nielsen Fiskivinna Herfyri kom flakatrolarin , Enniberg , aftur úr Barentshavinum við 850 tonsum av flaki . Hesin túrurin hevur vart í hálvan triðja mánaða . Teir byrjaðu at fiska í norskum sjógvi og endaðu í russiskum sjógvi . Enniberg hevur seinastu dagarnar ligið við molan í Havn , men í dag loysa teir aftur og fara niður til Bretlands at selja . Mánadagin byrja teir at lossa í Grimsby . Skipari hendan túrin hevur verið Sonny Johannesen , sum saman við stýrimanninum , Jógvani Líggjas Gregersen og 36 øðrum monnum , hevur ført hesa stóru lastina til lands . Mortan Johannesen , reiðari , sigur , at fiskiskapurin hendan túrin hevur verið góður . Lágir prísir Tað hevur ljóðað , at manningarparturin er einar 250.000 krónur , men tað vil reiðarin ikki vátta . Spurdur , hvussu tað gongur at sleppa av við flakið í Bretlandi , sigur hann , at tað ongantíð er nakar trupulleiki at selja veiðina , men prísirnir eru einki at reypa av . - Prísirnir á flaki eru nevniliga skramblaðir niður í ár og hava ikki verið so lágir í langa tíð , sigur Mortan Johannesen . Fara vit eini átta ár aftur í tíðina , var prísurin á flaki tó væl lægri , enn hann er í dag . Bílig framleiðsla Reiðarin vísir á , at ein orsøkin til stóra prísfallið seinasta árið , er , at nógvur russarafiskur og norskur fiskur er á marknaðinum , og hesin fiskurin fer fyri minni prís enn tað , sum føroysku reiðaríini vilja hava . - Tað eru bæði russisk og norsk skip , sum fiska , avhøvda og heilfrysta fiskin í blokk . Tá ið túrurin er av , senda reiðaríini fiskin til virkingar í Kina . Í Kina er bílig arbeiðsmegi . Fiskurin verður arbeiddur við hond , og hvørt einstakt bein verður pilkað úr flakinum . Úr Kina verður fiskurin fraktaður á bretska marknaðin , og hóast hann verður seldur bíligari enn eitt nú fiskurin , sum vit koma við , liggur meira eftir hjá norðmonnum og russum enn hjá okkum . Mortan Johannesen sigur , at ilt er at spáa um , hvussu gongdin verður . Færri mans Sonny Johannesen , skipari á Ennibergi , veit at siga , at færri mans eru við teimum skipum , sum fiska , avhøvda og frysta í blokk , og tí verða eisini færri um býtið . - Eg havi skilt , at tað loysir seg væl fyri reiðaríini at senda fiskin til virkingar í Kina , og eg havi eisini skilt , at manningin fær væl burtur úr , sigur hann í eini stuttari viðmerking . %% 230 Enniberg hevði fleiri miljónahál á túrinum Enniberg hevði fleiri miljónahál á túrinum - Eg havi ongantíð áður upplivað , at fiskiskapurin eystanfyri hevur verið so góður í so langa tíð sum hesaferð . Á øllum túrinum var eingin dagur miseydnaður , sigur skiparin á Ennibergi , Sonny Johannesen Fiskivinna Fyri eini tíð síðan skrivaðu norsk bløð um eitt av størstu hálum í søguni , tá ið Enniberg fekk eini 60 tons av ráfiski í einum háli , meðan teir royndu í norskum sjógvi . Norsk bløð skrivaðu , at hetta var eitt miljónahál - eitt hál , sum í ráfiski var vert eina heila miljón ! Fleiri miljónahál Sonny Johannesen , skipari á Ennibergi , sigur , at hann frætti um umrøðuna , hetta eina hálið fekk , men vísir á , at teir høvdu onnur hál , sum vóru á leið líka so stór . Eitt av hesum var seinasta hálið , teir høvdu á túrinum . Hetta var í russiskum sjógvi . - Eg havi ongantíð upplivað , at fiskiskapurin eystanfyri hevur verið so góður í so langa tíð . Um hesa tíðina í fjør var nógvur fiskur at fáa í russiskum sjógvi , men í ár hevur bara verið so nógv meira at fingið . Skiparin sigur , at á øllum túrinum var eingin dagur miseydnaður . Yvirvaksin toskur - Vit høvdu góðan fiskiskap í norskum sjógvi , og tá ið vit komu í russiskan sjógv , 29 . februar , komu vit í rættiligan rokfiskiskap . Hann vísir á , at hetta er góð fiskitíð , bæði í norskum og russiskum sjógvi . - Áðrenn vit fóru í russiskan sjógv at royna , vóru vit á Røstbankanum , sum er gýtingarleið , og har var bara yvirvaksin toskur at fáa . Skiparin sigur , at fiskurin , teir fingu í russiskum sjógvi , serliga í byrjanini var ógvuliga góður . Upp til Bjarnoynna Sonny Johannesen , sum eisini verður skipari á Ennibergi komandi túr , veit at siga , at teir væntandi fara ein stuttan túr upp til Bjarnoynna eftir páskir . - Har kunnu vit fiska eini 100 tons av flaki , sigur hann . Tá ið Enniberg kemur aftur undan Bjarnoynni , fara teir í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski . %% 231 Summi fáa meiri og onnur fáa minni Summi fáa meiri og onnur fáa minni Strandferðslan er farin at fyrireika ferðaætlanina , sum skal vera í gildi tað komandi árið og nú vil stovnurin hava viðmerkingar til ætlanina Strandferðslan er í ferð við at leggja eina nýggja ferðaætlan , har summi fáa fleiri túrar og onnur missa túrar Foto : Ferðaætlan - Vit royna at fáa meiri fyri sama pening . Tað er hetta , sum Strandferðslan hevur lagt seg eftir , nú hon er farin at fyrireika nýggju ferðaætlanina , sum skal koma í gildi í summar og sum sostatt skal verða galdandi tað næsta árið . Strandferðslan hevur gjørt eitt uppskot til nýggja feðaætlan og tað uppskotið liggur nú frammi , so at stovnurin kann fáa viðmerkingar til uppskotið . Andrass Jensen , ferðafólkaleiðari á Strandferðsluni , sigur , at tað eru ikki tær stóru broytingar , sum ætlanin er at gera í nýggju ferðaætlanini . - Vit hava funnið ein leist , sum ferðaætlanin verður løgd eftir . Ferðaætlanin er løgd í eina hampuliga fasta legu , sum vit halda riggar nokk so væl . Sostatt er tað ikki tær stóru broytingarnar , sum eru gjørdar , sigur ferðafólkaleiðarin . Kortini eru ymsar tillagingar gjørdar , sigur hann . - Talan kann vera um ynski , sum eru komin ymsastaðni frá um at broyta fráferðir fyri at fáa eina farleið at passa betri og at samsvara betri við aðrar leiðir . Men tann mest týðandi broytingin er , at onkrar smábygdir mist onkrar túrar við Bygdaleiðum , tí vit halda ikki , at grundarlag er fyri teimum . - Vit hava hugt eftir , hvussu nógv fólk eru við ymsar túrar hjá Bygdaleiðum og í tí sambandi hava vit broytt koyringina tilsvarandi við at leggja ávísar túrar burtur . Fáa betri samband Andrass Jensen sigur , at hinvegin eru tað onnur , sum hava fingið betri ferðasamband , enn tey hava havt higartil . Hann sigur í hesum sambandi , at ymsar útoyggjar hava fingið betri samband , enn tær hava havt við tað , at fastir túrar eru lagdir inn , sum ikki hava verið áður . - Vit hava roynt at veita útoyggjunum eina betri tænastu . Samanumtikið hava vit roynt at fáa meiri fyri pengarnar við at leggja túrar eftir , hvar teir gera best gagn . Í hesum sambandi hevur Strandferðslan eisini hugt eftir , hvussu fólkasamansetingin á ymsum plássum er og hon hevur roynt at laga ferðaætlanina eftir , har eitt nú , har ung húski við børnum eru . Eitt dømi um hetta er Nolsoy , sum hevur fingið onkran fastan túr afturat . Sostatt hava nolsoyingar fingið ein fastan túr afturat á middegi sunnudag . Men eisini svínoyingar hava fingið betri samband . Kortini vísir hann á , at enn er ógreitt , hvussu siglingin verður um Leirvíksfjørð . Eitt nú er ógreitt , hvussu nógv Ternan fer at sigla afturat Dúgvuni . Somuleiðis hevur Strandferðslan gjørt vart við , at tá ið nýggi Smyril kemur í oktober , verður ferðaætlanin ímillum Suðuroynna og Havnina kanska broytt . Somuleiðis er viðmerkt , at siglingin út í Kalsoy verður broytt , tá ið nýggja ferjulegan verður tikin í nýtslu um árskiftið . Men hann leggur kortini dent á , at enn er ongin avgerð tikin um at broyta ferðaætlanina ella um , at nýggi Smyril fer at sigla fleiri túrar . - Tað er fyri at binda um heilan fingur , at vit longu nú gera vart við , at ferðaætlanin kann verða broytt , tá ið nýggi Smyril kemur . Andrass Jensen leggur kortini dent á , at enn er ferðaætlanin til hoyringar , so enn er onki avgjørt . %% 232 Grót er dagligur kostur Grót er dagligur kostur - Umframt tungu ferðsluna , sum koyrir við gróti , koyra bilar við ruski gjøgnum bygdina og bilar , sum koma við høvdum og eftir høvdum av Høvdavirkinum , sigur leirvíkingur Grót á vegnum er dagligur kostur , sigur lesari í Leirvík Foto : Ferðsla Eftir greinina , vit høvdu í Sosialinum í gjár um tungu ferðsluna gjøgnum Leirvíksbygd , hevur ein lesari í Leirvík vent sær til blaðið . - Tit skriva um tað eina óhappið , har grót datt av einum lastbili og á vegin . Men tað er dagligur kostur , at størri og smærri grót dettur av bilunum , sum koyra gjøgnum bygdina . Umrødda greinin var ein samrøða við bygdarráðsformannin í Leirvík , Sjúrð Eliasen . Somuleiðis skiftu vit orð við sýslumannin í Eysturoy , Kristian Martin Joensen . Sjúrður helt , at ferðslan eftir umstøðunum hevur gingið hampiliga væl , og at koyringin av gróti úr undirsjóvartunlinum fer fram í neyvum samstarvi millum teir , sum hava ábyrgdina av koyringini og ferðslunevndina hjá Leirvíkar bygdarráði . Sýslumaðurin staðfesti , at løgreglan ikki hevur verið boðsend í samband við hesa koyring , men vísti á , at nú tunga ferðslan í oynni er so nógv økt , heldur løgreglan sjálvsagt eyguni eftir , at alt gongur forsvarliga fyri seg . Lesarin í Leirvík vísir á , at tað er ikki bara koyringin úr undirsjóvartunlinum , sum órógvar leirvíkingar , sum búgva við vegin , har tann nógva ferðslan gongur . - Umframt tungu ferðsluna , sum koyrir við gróti , koyra bilar við ruski gjøgnum bygdina og bilar , sum koma við høvdum og eftir høvdum av høvdavirkinum . Lesarin sigur seg ivast í , um allir bilførarar halda seg til hámarksferðina , sum sambært ferðsluskeltinum er 30 kilometrar um tíman . %% 233 Sumbingar heiðraðir fyri føroyskan dans Sumbingar heiðraðir fyri føroyskan dans Lions - klubburin í Suðuroy hevur stuðlað Sumbiar Dansifelag í arbeiði teirra at varðveita og kunna um føroyskan dans Bogi Mortensen frá Lions í Suðuroy , høgrumegin handar Aksal Poulsen í Sumbiar Dansifelag ein kekk uppá 10.000 krónur Foto : Heiður Sumbingar hava altíð verið tiltiknir kvøðarar . Teir hava eitt heilt sermerkt dansilag og ikki skerst burtur , at teir hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varðveita og menna ein av okkara fremstu mentanararvum , kvæðini , vísurnar og tann føroyska dansin . Føroyingar eru teir einastu , sum hava varðveitt hendan gamla dansin og kvæðini og tað eru ikki so fáar aðrar tjóðir , sum øvunda okkum , at vit hava megnað at varðveitt hendan gamla siðaarvin og tey avgomlu kvæðini og vísurnar . Ikki minst hava sumbingar gingið á odda at varðveitt hendan siðaarvin . Hetta arbeiðið hevur Lions Klubburin í Suðuroy nú stuðlað og heiðrað við eini gávu . Avgerðina um at stuðla Sumbiar Dansifelag , tók Lions klubburin í Suðuroy eftir at teir høvdu havt Lions - limir úr Íslandi á vitjan seinasta summar . Tá dansaðu sumbingar føroyskan dans fyri teimum ógvuliga hugtiknu íslendingunum . Tað vóru eisini onkrir íslendingar , sum royndu seg uppi í og summir av teimum komu eisini rættiliga skjótt eftir lagnum og stevinum . Gávan frá Lions í Suðuroy til Sumbiar Dansifelag varð ein sømdargáva afturfyri at teir við stuttum skotbrái fingu savnað heili 30 fólk at dansa fyri íslendingunum . Samstundis var gávan ætlað sum eitt herðaklapp fyri arbeiðið at hava varðveitt hendan gamla siðaarvin . Á lítlari samkomu á gistingarhúsinum í Øravík herfyri , handaði Lions - klubburin í Suðuroy Sumbiar Dansifelag ein kekk upp á 10.000 krónur til framhaldandi virksemið hjá felagnum . %% 234 Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri: Bárður Nielsen , fíggjarmálaráðharri : Astrup yvirtulkar Bárður Nielsen , fíggjarmálaráðharri , og Føroya Landsstýri hava verið fyri atfinningum , nú uppskot er lagt fyri tingið viðvíkjandi eigara - og kapitalviðurskiftunum í Føroya Banka . Bárður Nielsen sigur , at politiska semjan er tað týdningarmesta í hesum málinum , og hann leggur afturat , at partur av uppskotinum er eitt politiskt signal meira enn nakað annað - Eg haldi , at Jørn Astrup Hansen yvirtulkar eitt sindur , tá hann sigur , at eg biði um heimild í Løgtinginum til at niðurkapitalisera bankan . Í veruleikanum gevi eg Fíggingargrunninum frá 1992 heimild til at skipa fyri " frægasta lutfallinum millum egin - og fremmandakapital " í Føroya Banka . So stendur víðari í uppskotinum " við niðurskriving av kapitalpørtum grunsins í P/F Føroya Banka . " Tað kann væl vera , at hasin setningurin eigur at verða strikaður , tí tað er upp til Fíggingargrunnin saman við bankanum at gera av , hvussu kapitalviðurskiftini skulu skipast . Eg varði av Fíggingargrunninum , og tískil gevi eg honum eitt tekin um , hvat tað er , sum Landsstýrið ynskir . Síðani er tað ein uppgáva hjá Fìggingargrunninum at fara víðari til Føroya Banka , sigur Bárður Nielsen , fíggjamálaráðharri . Bárður Nielsen leggur afturat , at um mann kallar tað vinningsbýti ella niðurskriving av kapitalpørtum , tað hevur ikki so stóran týdning . Tað skal Fíggingargrunnurin nokk finna útav , sigur hann . - Tann týdningarmesti parturin av hesi tilgongdini er , at allir partar eru samdir . Nú tá mann hevur eina rímiliga politiska semju , so er tað týdningarmikið at fáa gongd á , sigur Bárður Nielsen . Er 20 % rætt ? Men ein annar spurningur er , um 20 % er rætta talið , tá hugsað verður um sølu av partabrøvum í Føroya Banka . - Hetta er startskotið upp á einskiljingina , sum hevur verið á veg í fleiri ár . Og tí hevur mann mett , at tá semja er fingin í lag um at fara hóvliga til verka , so halda vit , at uppskotið er í lagi . Men tað er ongin ivi um , at stóð tað til mín , so skuldi mann havt eitt uppskot , sum loyvdi eini sølu av upp til 100 % av partabrøvunum , til dømis yvir 10 ár . Tað uppskotið legði eg eisini fram á landsstýrisfundi , men tað varð ikki semja um uppskotið , sigur Bárður Nielsen . Men átti landsstýrismaðurin ikki at greitt landsstýrinum frá , at tá mann bert ætlar at selja 20 % av partabrøvunum , so fer prísurin helst at verða lægri . Hetta kemst av , at íleggjarar vita ikki rættuliga , um Føroya Banki verður privatur banki , ella um tað almenna ætlar at halda fast um meirilutan , sum tað hevur gjøgnum Fíggingargrunnin . Tískil fer tann ótryggleikin hjá íleggjarum helst at virka fyri , at eftirspurningurin verður minni og prísurin tískil lægri . - Tað eri eg púra samdur í , men politisk semja varð ikki um at selja meira enn 20 % . So nú meini eg , at tá mann hevur fingið eina semju í lag , so má mann byrja upp á tilgongdina . Hetta er eitt politiskt signal , sigur Bárður Nielsen , fíggjarmálaráðharri . %% 235 Raskur drongur Raskur drongur 13 ára gamli norski drongurin , Mats Johansen , skar 82 kilo av toskatungum í sjey tímar fyri 3.690 norskar krónur Toskatungur Norski drongurin , Mats Johansen , sum býr í Myre í Noregi , tjenar 500 norskar krónur um tíman við at skera toskatungur . Bert í ein dag skar hesin raski norski drongurin heili 82 kilo av tungum , ið vórðu seld fyri ein kiloprís , sum var 45 norskar krónur . Hetta gav honum eina dagløn eftir sjey tímar við knívinum , sum var 3.690 krónur . Mats Johansen , sum byrjaði at skera toskatungur í 2003 , hevur tjent sær nógvar túsund krónur , síðan hann fór undir hetta virksemið , skrivar Lofotposten . %% 236 Suðuroyar Sparikassi yvirskot Suðuroyar Sparikassi yvirskot Hóast vøksturin í búskapinum er steðgaður , væntar Suðuroyar Sparikassi , at úrslitið í 2004 verður nøktandi Ársúrslit Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa var í 2003 stívliga 2,2 miljónir krónur fyri skatt . Hetta er nakað minni enn í 2002 , tá ið úrslitið var stívliga 3,3 miljónir krónur . Skatturin av ársúrslitinum fyri 2003 er stívliga hálv miljón , og hetta saman við vøkstrinum í skattaaktivinum og einari javning frá undanfarnum árum , gevur Suðuroyar Sparikassa eitt nettoúrslit í 2003 uppá slakar 2 miljónir krónur . Suðuroyar Sparikassi væntar , at hóast vøksturin í búskapinum er steðgaður , verður roknað við einum nøktandi úrsliti fyri 2004 . Nevndarbroyting Á aðalfundi í Suðuroyar Sparikassa herfyri , vórðu Rógvi Thomsen , Hvalba og Malfrid Danberg , Vágur , vald í nevndina fyri Jacob P . Magnussen og Any Strøm . Stjóri í Suðuroyar Sparikassa , er Mikkjal Sørensen . %% 237 Ganga nýggjar leiðir við slóðbrótandi virki á Eiði Ganga nýggjar leiðir við slóðbrótandi virki á Eiði Í heyst letur eitt slóðbrótandi virki upp á Eiði sum skal gagnnýta tann partin av okkara fiskatilfeingi , sum fyri tað mesta verður tveittur í havið Bygningurin hjá Hydrotech á Eiði verður nú fyrsta , rættiliga biotekniska virki í landinum . Virksemið byrjar í heyst Foto : Slóðbrótarar Í heyst letur eitt slóðbrótandi virki upp á Eiði . Tað er eitt virki , sum skal gagnnýta tann partin av fiskinum , sum í dag verður tveittur aftur í havið . Í fyrstu syftu er talan um eitt virki , sum skal gagnnýta livrina og innvølin á fiskinum . Men hetta er bara fyrsta stigið , tí ætlanin er at byggja virkið út í fleiri stigum , so at tað eisini ber til at gagnnýta fiskaryggirnar og skræðuna . Tað er felagið , Faroe Marine Biotech , sum stendur fyri ætlanini . Egil Olsen stovnaði Faroe Marine Biotech fyri nøkrum árum síðani , saman við øðrum føroyingum og serfrøðingum úr Íslandi og Noregi , sum hava royndir á økinum . Føroyingar eiga 80 % av virkinum og útlendingar 20 % . Síðani hevur verið arbeitt við ætlanunum um at stovna eitt bio-tekniskt virki í Føroyum og nú er tað komið so langt , at virkisbygningurin er keyptur og at virksemið byrjar í heyst . Egil Olsen , sigur , at teir hava nú keypt virkisbygningin hjá Hydrotech á Eiði og hann verður nú lagaður til , so at hann kann hýsa fyrsta , rættiliga bio-tekniska virki í Føroyum . Framleiðsla í trimum stigum Egil Olsen sigur , at bygningurin er sera góður til endamálið . Hann er 1.200 fermetrar stórur , harav 1.000 fermetrar eru framleiðsluhøll og 200 fermetrar eru starvsfólkahøli av ymsum slagi . Í fyrstuni verður ikki allur bygningurin brúktur . Hinvegin hava teir eisini hugsað um framtíðina , tí ætlanin er at byggja virkið út so við og við og teir hava keypt húsið so mikið stórt , at pláss skal fyri øllum virkseminum undir sama taki . Hann sigur , at av tí at virkið er so stórt , er tað ikki so stórar tillagingar , sum skulu gerast . Í Íslandi er tað felagið Lýsi , sum eigur íslendska partin í virkinum á Eiði . Lýsi hevur drúgvar royndir við biotekniskari framleiðslu og sølu og løtuni eru tvey fólk frá Faroe Marine Biotech yviri hjá Lýsi og kunna seg um framleiðsluna og teknikk . Hann sigur , at ætlanin er at skipa virksemið í trimum stigum . Fyrsta stigið , sum byrjar í heyst , verður at taka ímóti livur og innvølum at bræða hana til lýsi . Kroturnar kunnu gerast til mjøl . Men við serligum teknikki ber eisini til at gera ymsar hávirkaðar úrdráttir burturúr krotunum og tað væntar hann verður gongdin á virkinum á Eiði . Hann væntar eisini , at fáa eitt gott samstarv við niðursjóðingarvirkið Kovan í Sandavági , so at tann besta livurin kann fara á Kovan til niðursjóingar . Egil Olsen sigur , at saman við bygninginum , verður íløgan í hettafyrsta stigið onkustaðni ímillum tríggjar og fýra milliónir , . Annað stigið verður at byggja virkið út til at gera gelatinu burturúr fiskaskræðu , og at gera proteinur og kanska eisini mineralir burturúr fiskaryggjum . Egil Olsen væntar , at tað verður longu áðrenn eitt ár er farið . Og í triðja lagi er ætlanin at fara undir meir framkomna framleiðslu , sum miðjar ímóti at vinna ensýmir burturúr fiskaslógvi . Men hann væntar at tað liggur longri frammi í tíðini hann væntar , at tað ganga eini fimm ár , áðrenn farast kann undir triðja framleiðslustigið . Fiskimenn broyta hugburð Men skal hendan verkætlanin eydnast , krevur tað , at fiskimenn og fiskavirki á landi broyta hugburð og vilja taka alt tað til høldar , sum teir í dag tveita fyri borð . Hann sigur , at ætlanin hjá virkinum á Eiði er at bjóða ein prís fyri rávøruna , sum ger tað áhugavert at taka hana til høldar . Serliga nú , prísurin á fiski er lækkaður sum heild , og fíggjarliga úrslitið hjá flotanum er versnað , átti tað at verið áhugavert at tikið alt av fiskinum til høldar , sum prísur fæst fyri . Somuleiðis heldur hann eisini , at tað stríður ímóti andanum í fiskidagaskipanini at tveita ein stóran part av hvørjum fiski aftur í havið , tí har stendur , at onki skal tveitast fyri borð . - Tað , sum fer fram í dag , er tvørturímóti , at ein stórur partur av veiðini , verður tveittur fyri borð . Tí eigur landið at eggja skipum at taka slógvið til høldar í tann mun , keypari er tað . - Eg haldi rætt og slætt ikki , at samfelagið kann góðtaka , at ein stórur partur av okkara fiskatilfeingi verður tveitt aftur í havið , tá ið prísur fæst fyri tað , sigur Egil Olsen . Men hann heldur fyrst og fremst , at tað er ein hugburðsbroyting , sum skal til . Og tað ber til alla aðrastaðni so hann ivast heldur ikki í , at tað eisini ber til í Føroyum . Men hann vísir eisini til , at alla aðrastaðni er rákið tann vegin , at brúkarin krevur , at alt náttúrutilfeingið verður burðardygt gagnnýtt . - Brúkararnir seta harðari og harðari treytir til framleiðararnar . Fyri nøkrum árum síðani kom kravið um burðardyggan fiskiskap og lond , sum ikki kundu vísa á , at teirra fiskiskapur var burðardyggur , fingu trupulleikar at sleppa av við vøruna . Næsta stigið er , at brúkarin eisini krevur burðardygga gagnnýtslu av øllum tilfeinginum . - Har dumpa føroyingar sum tað munar , tí sum er , brúka vit stórt sæð bara fløkini og tveita sostatt ein stóran part av hvørjum einasta fiski aftur í havið , tó at vit nú eisini gagnnýta ein part av høvdunum . - Tað heldur hann kann koma okkum aftur um brekkur aftur , tí brúkarin úti góðtekur ikki , at vit lata so nógv fara fyri skeytið og í longdini loysir tað seg best fyri okkum at ganga á odda á hesum øki , sigur Egil Olsen . %% 238 Ov spakuliga lýsir í eystri Ov spakuliga lýsir í eystri Undirtøkan til 1 . maidagshaldið hjá arbeiðarafeløgunum er ov lítil , halda fakfelagsfólk . Ov nógv fólk vita ov lítið um tað arbeiðið , fakfeløgini dagliga gera . 1 . mai verður sum vanligt hildin í Havn seinnapartin Undirtøkan til 1 . maidagshaldini hevur verið ov lítil seinnu árini , heldur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag , sum skipar fyri haldinum á Vaglinum . Í ár fer GHM at spæla undir haldinum tí Havnar hornorkestur er í Skotlandi Foto : Jens Kristian Vang Aftur í ár fer Havnar Arbeiðsmannafelag at skipa fyri 1 . maidagshaldi á Vaglinum í Havn . Aðrastaðni úr landinum er ikki frætt frá nøkrum slíkum tiltaki . Hans Joensen , formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag , sigur , at 1 . maidagshaldið á Vaglinum í ár fer at líkjast teimum undanfarnu . Uttan tað , at hornorkestrið er skift út í ár . Trúliga hevur Havnar Hornorkestur møtt upp undir Tinghúsinum at spælt fyri teimum , sum koma saman at lýða á røður og tónleik hesa løtuna . Men í ár er Havnar Hornorkestur í Skotlandi , har tey luttaka í europeiskari meistarakapping fyri hornorkestur , so teimum berst frá . Men Havnin er væl útgjørd í so máta , so Arbeiðsmannafelagið hevur fingið GHM at spæla ístaðin , sigur Hans Joensen . Sjálvur fer Hans Joensen at vera ein av trimum røðarum á hesum haldinum í ár . Hinir báðir verða Jógvan Arge , býráðslimur í Havn , og Kristian Magnussen , løgtingsmaður . Tað hevur ikki nakra serliga orsøk , at tveir politikarar halda røðu fyrsta mai í ár , sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag . Tað er meira av tilvild , at so er . Hans Joensen fýlist á , at luttøkan til 1 . maidagshaldini hevur verið ov lítil hesi árini . Tað tykist ikki rættiliga , sum fólk leggja nakað í hendan boðskapin , arbeiðarafeløgini royna at fáa út . - Tað er møguliga tí , at fólk , eisini okkara egnu limir , vita ov lítið um alt tað arbeiðið , sum arbeiðarafeløgini veruliga gera . Eini 95 prosent av tí , gjørt verður , er slíkt , sum ikki beinanveg sæst , vísir Hans Joensen á . Sjálvur hevði eg heldur ikki ímyndað mær , tá eg tók við sum formaður , at tað var so nógv arbeiði í hesum sambandi . Men so er tað aftur fyri okkara uppgáva at upplýsa fólk um hetta , soleiðis at undirtøkan til eitt nú 1 . maidagshaldini gerst betri . Hann vísir á , at eisini limir í Havnar Arbeiðsmannafelag heldur fara á flot ein slíkan dag , enn at fara oman á Vaglið at lurta eftir røðum . Og fólk í øðrum størvum og øðrum feløgum hava vanliga ikki frí 1 . mai og eru tískil tarnað soleiðis . - Men nú fellur 1 . mai á ein leygardag í ár , og tá hava øll frí. So kanska tað eru betri hesaferð , vónar Hans Joensen , formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag . %% 239 Uppskúlingin sæst aftur í heimarøktini Uppskúlingin sæst aftur í heimarøktini Síðan heilsuhjálparaskúli kom í Suðuroy , eru fleiri og fleiri heimahjálpir uppskúlaðar til heilsuhjálpara Aðalfundur Á aðalfundi felagsins , nam Ása Olsen , formaður , eisini við uppskúlingina til heilsuhjálpara . Hon segði , at tá ið tann flokkurin , sum byrjaði á skúlanum í Suðuroy í apríl í ár , er liðugur , eru tveir flokkar eftir at uppskúla . - Tá ið uppskúlingin er liðug , eru umleið 150 heimahjálparar uppskúlaðar til heilsuhjálpara . Hetta kann ikki annað enn síggjast aftur í heimarøktini . Ása Olsen vísti á , at tað altíð eru nakrar kvinnur , sum av eini ella aðrari orsøk ikki taka av tilboðnum um uppskúling . - Sjálvandi er tað ábyrgdin hjá heilsuhjálparafelagnum at syrgja fyri , at hesar eru líka tryggar í sínum størvum sum tær , ið hava verið til uppskúling , legði formaðurin dent á . %% 240 Flóttafólk víst úr Føroyum Flóttafólk víst úr Føroyum Hvítusunnuaftan vórðu fýra fremmandafólk send av landinum til Danmarkar , har tey skulu bíða eftir svari upp á umsókn um politiskt friðskjól Fýra politistar vóru á Giljanesi og sendu flóttafólkini til Danmarkar at bíða eftir svari upp á umsóknina um politiskt friðskjól Foto : Edvard Joensen Ein ung familja av blandaðum átrúna við tveimum smábørnum varð send av landinum við flogfari leygarmorgunin . Tey hava fjalt seg ymsastaðni í Europa í fimm mánar , og vóru nú endað á vallaraheiminum á Giljanesi . Eftir at hava biðið um poltiiskt friðskjól her , vórðu tey send við flogfari til Danmarkar . Bergleif Brimvík , leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni í Havn , var sjálvur fjórði løgreglumaður við trimum bilum á vallaraheiminum á Giljanesi og flutti flóttafólkini út á flogvøllin hvítusunnuaftan . Hann sigur , at fólkini fyrr hava fingið noktað friðskjól í Svøríki , og vísir annars til útlendingalógina , og almenna ákæran í Føroyum . Meira vil hann ikki siga um málið . Fólkini , sum send vórðu av landinum vóru eini hjún um tríati ára aldur ella kanska yngri við tveimum børnum , sum metast kundu at vera umleið eitt og fýra ára gomul . Tey vildu illa tosa við fremmandafólk . Varð kvinnan spurd um eitthvørt , vísti hon til mannin , og hann virkaði beinleiðis ræddur fyri at tosa við fremmandafólk , tá Sosialurin hitti tey á veg umborð á flogfarið . Um uppruna teirra segði maðurin tó , tá hann varð spurdur , at tey høvdu røtur í Miðeystri . Spurdur um átrúnað segði hann , at tey høvdu blandaðan átrúnað . Kristin og muslimar , segði hann . Hesi fólkini tóktust bangin , og lítið meira fekst burtur úr teimum , tá tey saman við fýra politistum høvdu skrivað seg inn við diskin hjá Atlantsflogi . Tey vórðu síðan fylgd til fráfaringarhøllina . Berandi lítla barnið , ein ryggsekk og ein svartan plastiksekk eins og ein urtapott , tey ikki høvdu skrivað inn saman við øðrum smávegis viðføri . Á vallaraheiminum á Giljanesi , har tey hava verið nakrar dagar , hava tey mestsum fjalt seg , men hava tó havt eitt sindur av sambandi við eitt annað fremmant ferðafólk , sum býr har . Viðkomandi segði fyri Sosialinum , at tey høvdu greitt frá , at tey høvdu uppruna í Miðeystri , men roknaðu seg sum europear . Tey høvdu ferðast í fimm mánar ymsastaðni gjøgnum Europa , men høvdu eingi skjøl at vísa fram , skiltist . Tað tóktist , sum tey fjaldu seg fyri onkrum , segði hesin útlendingurin , Sosialurin tosaði við . %% 241 Kostnaðarmetingin heldur Kostnaðarmetingin heldur Um ein mánað ella so verður nýggi bygningurin hjá Føroya Tele liðugur , og Andras Róin , stjóri á Føroya Tele , sigur , at tað sær út til , at kostnaðarmetingin fer at halda Arbeiðið upp á nýggja bygningin hjá Føroya Tele í Hoyvík er komið so mikið væl áleiðis , at bygningurin allarhelst verður handaður fyrst í komandi mánaða . Upprunaliga tíðarætlanin segði annars , at bygningurin ikki bleiv liðugur fyrr enn einaferð í heyst . Serlig bonusskipan Kostnaðarmetingin av nýggja høvuðssætinum hjá Føroya Tele er 93 milliónir krónur , og stjórin á Føroya Tele , Andras Róin , sigur , at tað sær út til , at metingin fer at halda . Hann sigur , at nú er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis , at tað er avmarkað , hvussu nógv kann ganga galið . Í avtaluni millum byggiharran , Føroya Tele , arkitektarnar og entreprenørin MT Højgaard , er eisini ein serlig bonusskipan gjørd . Hendan bonusskipan merkir , at verður samlaði kostnaðurin av byggingini niðan fyri 93 milliónir , fara partarnir at merkja ágóðan av hesum . Siga vit til dømis , at kostnaðurin verður 90 milliónir , so verða tær tríggjar milliónirnar , sum eru upp til tær mettu 93 milliónirnar , býttar millum arkitektarnar , entreprenørin og Føroya Tele eftir einum ávísum býtislykli . Tó sigur Andras Róin , at tað í mesta lagi verða fimm milliónir , sum verða at býta , tí markið er sett við einum kostnaði upp á 88 milliónir . Tað vil siga , at verður kostnaðurin til dømis 86 milliónir , so verða tað tó framvegis ikki meiri enn fimm milliónir at býta . Ikki tikið støðu viðvíkjandi gamla bygninginum Viðvíkjandi gamla bygninginum hjá Føroya Tele , sum stendur beint niðan fyri nýggja bygningin , sigur Andras Róin , at enn er ikki avgjørt , hvat fer at henda við honum . - Í fyrstu atløgu verður hann standandi , og okkurt av virkseminum hjá Føroya Tele fer at halda fram har , men tað er væl hugsandi , at hann einaferð í framtíðini verður tikin niður og fluttur , sigur stjórin á Føroya Tele . Andras Róin sigur , at leiðslan á Føroya Tele metir , at í nýggja bygninginum er rúm fyri øllum virkseminum hjá stovninum , og tí er ikki tørvur á gamla bygninginum . Hóast nýggi bygningurin verður liðugur fyrst í komandi mánaða , so verður hann neyvan tikin í nýtslu fyrr enn fyrst í august mánaða , sigur Andras Róin , tí at Føroya Tele skal nýta okkurt um ein mánað upp á gera tær neyðugu innstalatiónirnar við telefonskipanum og líknandi , umframt at alt annað innbúgv skal setast upp , sigur stjórin á Føroya Tele , ið er sera væl nøgdur við byggingina og gleðir seg til at flyta inn í nýggja høvuðssætið . %% 242 Kappingin um fiskin á altjóða pallinum er eirindaleys Kappingin um fiskin á altjóða pallinum er eirindaleys Tann sum vil liva av fiskivinnuni má skilja bæði kinverjan , bankamannin við slipsi og útróðrarmannin í einum føroyskum seksæringi . Í dag noyðist vinnan at vera ein virkin partur av tí globaliseraða heiminum , sigur Óli Samró 3 . og 4 . juni hittast umboð úr umleið 25 fiskivinnutjóðum á FAREC - ráðstevnu í Havn . Óli Samró setti ein støkk í bæði íslendskar og norskar reiðarar tá hann í 2000 legði fram sínar fyrstu metingar av hvussu fiskivinnan virkar í Íslandi , Føroyum og í Norra . Tølini Óli Samró hevði samlað vístu týðuliga hvussu hvørt einstakt fiskiskip í hesum londunum kláraði seg , og samstundis kundi ein lesa eitt samlað yvirlit sum vísti hvat av londunum sum kláraði seg best . Íslendska reiðarafelagið var í øðini tá Óli Samró kom til Íslands og vildi leggja fram tølini . Grundarlagið sum er brúkt eru rokniskapir saman við einum hópi av øðrum tølum og prísum sum til samans avdúka hvussu gongdin er hjá skipunum sum eru løgd inní skipanina . Nú er Óli Samró og FAREC aftur klárir við nýggjum tølum . So reiðarar , fiskimenn og onnur sum gjarna vilja vita hvussu gongur hjá grannanum fáa á FAREC - ráðtevnuni svar uppá hetta . Tølini sum verða løgd fram vísa hvussu fíggjarliga gongdin er hjá fiskivinnuni í Ísland , Føroyum og Norra . Fyri norðmenn er hetta alt annað hugaligur lesnaður . Nýggjar niðurstøður Í løtuni situr Óli Samró og ger tær endaligu niðurstøðurnar , og tær skulu so leggjast fram á ráðstevnuni har ljóskastarin er settur á hvussu teori samsvarar við tann veruleikan sum fiskivinnan upplivir . Óli Samró sigur at tann veruleikin allir fiskimenn í dag liva undir er ein globaliserað verð , og tá mugu vit leggja okkum eftir tí . - Tíðin er farin frá at klandrast millum smáar bygdir ella bátar . Í dag noyðist fiskivinnan , og tá meini eg eisini tann einstaki , at samskifta líka gott við ein kinverja , ein bankamann við slipsi sum ein føroyskan útróðrarmann , sigur Óli Samró . Hetta er nakað av kjarnuni í tí sum verður viðgjørt á ráðstevnuni . - Um tann føroyska fiskivinnan ella fyri ta skuld ein og hvør fiskivinna í heiminum skal yvirliva , so noyðast tey viðganga at tey eru partur av einum globaliseraðum heimi og seta seg inn í hvussu altjóða leikpallurin virkar , sigur Óli Samró . Hann leggur afturat at globaliseringin er so nógvar ferðir meir krevjandi enn tann veruleikin okkara fiskivinna hevur livað undir . - Fyri okkara fiskivinnu , og tað sama er galdandi fyri grannalondini hjá okkum , so livdu vit í okkara egnu verð til fyri heilt stuttum . Tá Óli Samró í 2000 kom við sínum fyrstu framløgum um støðuna í Íslandi , Føroyum og Norra , skiltu nógv ikki hvat ein skuldi brúka slíkar samanberingar til . Nýggj hugsan Óli Samró leyp hvøkk á íslendsku reiðararnar tá hann í 2000 legði fram sínar fyrstu samanberingar sum vístu at reiðaríini ikki vóru so effektiv sum tey vildu vera við sjálvi . Norskir reiðarar skiltu heldur ikki rættiliga hvat tað var hesin fíggjarfrøðingurin fekst við . Men teir sóu at hann hevði brotið roknskapartølini niður í tann minsta smálutin og kundi fortelja reiðarunum hvussu nógva olju teir brúktu pr. dag . Upplýsningar sum reiðaríini vanliga halda fyri seg sjálvi . - Rokniskapir , rentabilitetur og onnur fyribrigdi var ikki áhugavert . Talan var bert um fiskastovnar , ráfiskalóg og annað sum stýrdi tí heimligu fiskivinnuni . Men vit síggja í dag at tann fiskaseljarin sum ikki hevur sett seg inn í hvussu marknaðurin virkar og dugir at lesa marknaðin og hvat hann vil hava av vørum , hevur ongan kjans . - At framleiða nakað marknaðurin ikki vil gjalda fyri ber ikki til ! , sigur Óli Samró . - Um ein skal yvirliva , so framleiðir ein tað kundin ynskir , og ikki tað tú heldur kundin vil hava , sigur Óli Samró . - Heimurin liggur í dag opin fyri teimum sum vilja royna seg . Hetta er eisini ein orsøk til at umboð fyri eini 25 fiskivinnutjóðir koma til Føroyar á ráðstevnuna . Óli Samró , sum eisini er formaður í fiskidaganevndini , hevur síðani 1999 arbeitt við at byggja upp hendan teldubasan , sum í dag er tann mest umfatandi yvir íslendska , føroyska og norska fiskivinnuídnaðin . Á ráðstevnuni á Hotel Føroyum koma serfrøðingar frá øllum fiskivinnutjóðunum í Europa . Harafturat koma serfrøðingar heilt úr Grønlandi til Bangladesh fyri at seta seg inn í tað sum FAREC fæst við . %% 243 Trygging í nýggjum hølum Trygging í nýggjum hølum Tryggingarfelagið Føroyar hevur flutt deild sína í Vágum úr Miðvági til Sandavágs Børnini úr dagstovnunum í Vágum fingu ballónir frá Tryggingarfelagnum , tá tey komu at heilsa upp á klovnar og búktalarar í Sandavági fríggjadagin fyri hvítusunnu Foto : Jens Kristian Vang Virksemi er nú aftur í bygninginum , sum Føroya Sparikassi átti og helt til í í Sandavági . Tryggingarfelagið Føroyar hevur keypt hann og er flutt inn við deildini í Vágum . Trý fólk starvast á deildini . Fríggjadagin fyri hvítusunnu var samkoma í nýggju tryggingarhølunum í Sandavági . Mortan Poulsen , stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyum , helt røðu , har hann greiddi frá , at felagið eina tíð hevði leitað eftir betri egnaðum hølum enn teimum , felagið hevur hildið til í í Miðvági . Funnið varð fram til hesi hølini í Sandavági , sum Føroya Sparikassi átti . Gjørt varð av at keypa húsini og flyta skrivstovuna úr Miðvági til Sandavágs . - Tryggingarfelagið hevur nú funnið høli , sum eru væl egnað til endamálið , segði Mortan Poulsen , og vísti á , at hetta var grundin til , at flutt varð júst til Sandavágs . - Tað kundi tað sama verið hvar sum helst aðrastaðni í oynni , segði hann . Í samband við , at tryggingin hevur latið upp í egnum hølum , varð eisini gjørt av at lata eina gávu til eitthvørt endamál , ið hevði við oynna alla at gera . Gjørt varð av , at lata Vága Dansifelag eina peningagávu , sum brúkast skal í samband við umvæling av felagshúsunum hjá Dansifelagnum , Beitishúsunum í Miðvági . Formaðurin í Vága Dansifelag tók móti gávuni , sum var ein kekkur áljóðandi 20.000 , - krónur , og segði í takkarrøðu síni , at peningurin fór at verða nýttur til at leggja nýtt tak á húsini . Eisini til børnini var okkurt hendan dagin , tryggingin flutti til Sandavágs . á økinum uttan fyri bygningin var undirhald við klovnum og búktalarum , sum børnini í dagstovnunum í Vágum stuttleikaðu sær óført saman við . Eisini fingu tey ballónir og okkurt drekkandi sum minni um hesa vitjan í Sandavági . %% 244 Fuglafjørður til reiðar at taka ímóti varmakeldugestum Fuglafjørður til reiðar at taka ímóti varmakeldugestum Varmakeldan í ár er nakað serligt , og munandi meira verður gjørt burtur úr á mentanarliga økinum enn vanligt . Orsøkin er , at í ár verða Fuglafjarðar Hornorkestur og málningaframsýningin á Varmakeldu 35 ár Tað er ikki bara í høvuðsstaðnum , at standmyndir verða reistar Foto : Vilmund Jacobsen Varmakelda Teir góðu dagarnir í summar hava higartil ikki verið so nógvir , hóast farið er um longsta dag . Tey gomlu plagdu at siga , at tá ið tað fór at myrkja aftur á náttini , kundi væntast , at veðrið eisini fór at broytast ; tá fór summarið at halla . Men enn hava vit ikki havt nakað liggjandi summarveður at tosa um . Juli mánaði er júst byrjaður , og tí er enn ikki farið av allari tíð . Vit kunnu vera optimistisk og vóna , at vit enn eiga summarið til góðar . Okkurt árið fellur tað góða veðrið á tann seinna helmingin , og kanska verður tað eitt slíkt summar , vit fáa í ár . Vit kunnu bert vóna og biðja eftir , at veðurgudarnir fara at forbarma seg yvir okkum í juli og august . Fríggingarmyrkt verður ikki aftur fyrr enn á ólavsøku . So , myrkjandi náttin , tey gomlu tosaðu um , fer ikki at broyta veðurlagið soleiðis beinanvegin . Ein góður dagur Mánadagurin í hesi vikuni var ein góður dagur við lýkku og nógvari sól allan seinnapartin . Hendan dagin vitjaði Sosialurin í Fuglafirði , har fyrireikingarnar til Varmakeldustevnuna , sum verður um vikuskiftið , vóru í hæddini . Nógv stákan var í bygdini , og fólk vóru í góðum hýri . Fyrst bar leiðin oman á sandin , har vit tóku mynd av Kyrjasteini , sum er tikin upp og ætlandi verður settur í stand . Onkur , vit tosaðu við úti við bátahylin , helt fyri , at skipið kanska er ov stórt og verður ov kostnaðarmikið at varðveita . Men er viljin til staðar , og peningur kann útvegast , er hetta kortini ikki ein ómøgulig uppgáva . Enn er tó langt á mál . Sum vit skiltu , er ymiskt tikið upp úr skipinum , men sjálv endurbyggingin er ikki byrjað . Tí kann væntast , at nøkur ár fara at ganga , áðrenn Kyrjasteinur aftur verður flotaður . Leiðin bar nú út í bátahylin , har menn vóru í holt við at festa trappuna oman til stóru flótibrúnna av nýggjum . Niðri á brúnni gingu nakrir vælhýrdir smádreingir við tráðu . Onkur hevði posa við rækjum til agn , annar hevði makrel , og uppaftur ein triðji hevði turkaði fiskapettir í sínum posa . Veiðan hevði neyvan verið tann stóra , tí eingin veiddur fiskur sást á flótibrúnni . Og tó . Hugdi tú betur niður í stilla sjógvin , fekst tú skjótt eyga á eini 2 - 3 stór alabogasíl , sum stillisliga fluttu seg aftur og fram niðri við botnin . Líkt var ikki til , at smádreingirnir í hesi løtu høvdu varnast sílini . Spurdi tí tann eina , um hann ikki vildi læna mær tráðuna eitt bil , so eg kundi fiska honum eitt stórt síl . Jú , tað var gamaní . Egndi eina rækju á stóra húkin og kastaði beint frammanfyri tað eina sílið . Í fyrstani lætst tað ikki um vón , men so byrjaði tað at fonglast við agnið - og skjótt hevði tað bæði húk og agn inni í kjaftinum . Eg rykti hart , men ólukkutíð brotnaði tráðan tvørtur av ! Menninir , sum stákaðust við bátahylin , vistu at siga , at bæði laksur og síl javnan vóru at síggja inni í bátahylinum . Teir hildu , at hetta er fiskur , sum er sloppin út úr aliringum á fjørðinum . Kanska finnur fiskurin ikki útaftur , helt ein av teimum fyri . Standmyndirnar Úti á grótgarðinum sóu vit nú tær fimm standmyndirnar , sum settar eru upp har úti . Myndirnar , sum ein listabólkur av Falster í Danmark hevur gjørt , eru hugtakandi á at líta . Tað eru listafólk í Fuglafirði , sum hava samband við henda bólkin . Undarligt skal tað vera , um hesar standmyndir í framtíðini ikki verða eitt ferðamál , bæði hjá føroyingum og útlendingum , sum vitja higar til lands . Í sjálvum sær eru hesar myndir eitt savn av stórslignari og sjáldsamari list . Kanska kundu fuglfirðingar , tá ið høvið býðst , sett upp eina talvu niðri við bátahylin , sum sigur ferðamanninum eitt hvørt um hesi stórbæru listaverk . Vit spákaðu okkum nú niðan til stoltleikan hjá fuglfirðingum - Mentanarhúsið , har menn vóru í holt við at laga eitt torg í góðveðrinum . Omanfyri húsið er økið vakurt og hugnaligt , og einki er at taka seg aftur í , at Fuglafjørður við hesum hevur fingið ein snotuligan miðbý . Umhvørvið við Mentanarhúsið er hugnaligt - við torginum sum fríøki , stóra matvøruhandlinum omanfyri , bókasavninum og kunningarstovuni uttanfyri , og úr hesum miðbýarumhvørvi sæst eisini oman í bátahylin og omaná standmyndirnar niðri á grótgarðinum . Vakra landslagið við fjøllum og dølum , sum myndar Fuglafjørð , er ein frægd fyri eygað ein slíkan dag . Málar býráðsformenn Úr túninum við Mentanarhúsið , bar leiðin yvir á bókasavnið og kunningarstovuna , sum er í hugnaliga gróthúsinum , ið stendur skamt haðani . Umhvørvið við inngongdina er ógvuliga vakurt við lágari grótlaging og vøkrum blómum . Kunningarleiðarin , Petur Martin Petersen , var ikki at hitta , men ein ung og fryntlig genta kundi geva okkum eitt avrit av Varmakelduskránni og telefonnummarið hjá leiðaranum , sum hevur havt nógv um at vera nú uppundir stevnuna . Uppi í býráðshúsunum í Fuglafirði gekst kortini betur ; har funnu vit bæði býráðsformannin , Sigurd Simonsen og kunningarleiðaran , Petur Martin Petersen . Hóast teir báðir høvdu nógv um at vera , var tó einki til hindurs fyri at fáa teir út í túnið til myndatøku . Inni í býráðssalinum var danska listakvinnan , Vibeke Fonnesberg , sum hevur málað borgarstjórarnar , ið hava havt sæti í Fuglafjarðar kommunu síðan 1972 . Har hittu vit eisini húsavørðin , sum fekst við at hanga málningarnar upp á veggin . Hampa um Á veg omanaftur gjøgnum bygdina í Fuglafirði sóust fólk , sum vóru í holt við at hampa um hús , tún og garðar , nú stevnan stundar til . Menn stóðu við pensli og málingablikki í hondini , og onnur stákaðust í aðrar mátar rundan um húsini . Niðri í bygdini stóð plattur við málingablikkum uttanfyri handilin , og var tað onkur , sum ikki hevði hugsað um at snøgga um eitthvørt , sum lá á láni , var hetta ein góð áminning um , at nú var tíðin komin í hesum Harrans veðri hendan dagin . Á veg niðanaftur úr Fuglafirði setti tú bilin enn einaferð og steig út úr honum . Tað var líkasum tvær myndir vantaðu - ein útyvir bygdina og ein av Gjógvará , sum so vøkur rennur omangjøgnum bygdina . Varmakeldan í ár er nakað serligt , og munandi meira verður gjørt burtur úr á listarliga økinum enn vanligt . Orsøkin er , at í ár verða Fuglafjarðar Hornorkestur og málningaframsýningin á Varmakeldu 35 ár . Skipað verður fyri einum stórum tiltaki á norðurlendskum stigi . Hetta tiltak , sum meira er at lesa um í blaðnum í dag , fevnir eitt nú um ljóð , sang og tónleik - ella , sum fuglfirðingar sjálvir rópa tað : Menniskja í ævintýrum og søgnum - eitt norðurlendskt samtak . %% 245 Gunnleivur tigur Gunnleivur tigur - Eg havi onga viðmerking til hatta málið , sigur Gunnleivur Dalsgarð , formaður í Starvsmannafelagnum . Gunnleivur Dalsgarð , formaður í Starvsmannafelagnum , hevur ongar viðmerkingar til ta býráðssamtykt , sum kemur í gildi í dag . Henda samtykt snýr seg millum annað um læknaørindi hjá starvsfólkum í Tórshavnar Kommunu , umframt jarðarferðir . - Eg havi onga viðmerking til hatta málið . Vit hava jú boðað frá , at vit fara møguliga at taka tað upp sum eitt gerðarættarmál . Og annars taka vit okkum ta fríheit til at taka tey stig , sum vit meta vera røtt , sjálvt um vit fara tann rættarliga vegin , sigur Gunnleivur Dalsgarð , formaður í Starvsmannafelagnum . - Tað er tann viðmerkingin , sum eg havi beint nú . %% 246 Dagur og vika klokkan 19 Dagur og vika klokkan 19 Eina tíð framyvir fer Sjónvarp Føroya at senda tíðindasendingina , Dag og viku , klokkan 19 ístaðin fyri klokkan 20 Meðan EM - endaspælið hevur verið seinastu vikurnar , hevur tíðindasendingin hjá Sjónvarpi Føroya , Dagur og vika , verið send klokkan 19 ístaðin fyri klokkan 20 , orsakað av fótbóltsdystunum . Katrin Petersen , virkandi tíðindaleiðari , í Sjónvarpi Føroya , sigur , at sjónvarpið hevur fingið góðan respons frá fólki nú tíðindasendingin er flutt fram . Tí hevur leiðslan í sjónvarpinum avgjørt , at halda fram við at senda Dag og viku klokkan sjey , sjálvt um EM - endaspælið endar sunnudagin . Hetta verður í fyrstu syftu gjørt í eina royndartíð , áðrenn endalig støða verður tikin um at flyta tíðindasendingina fast fram . Hvussu leingi Dagur og vika verður send klokkan 19 , er ikki endaliga avgjørt enn %% 247 Tað var upp á hangandi hár Tað var upp á hangandi hár Róðurin hjá seksmannaførum við monnum gjørdist rættuliga spennandi . Tað var so tætt í oddinum , at tað tók langa tíð , áðrenn almenna úrslitið var klárt . Men tá tað so kom , var sum at seta eld í sundafólk Sundabáturin kom best frá startinum . Men honum í hølunum komu bæði Jarnbardur og Gongurólvur . Rættuliga skjótt løgdu hesir tríggir seg í eitt felt fyri seg , og har var spenningur í allar 1.500 metrarnar . Í miðróðrinum misti Sundabáturin eitt fitt petti , og blái báturin úr høvuðsstaðnum legði seg framum . Honum á baki kom Gongurólvur eisini , so eina løtu var kapping millum hesar báðar høvuðsstaðarbátarnar . Men sum vant , so kom Sundabáturin afturíaftur í sjálvum endaspurtinum . Men tætt var . Tá róðurin var av , var ikki meira enn man hómaði hvíta stavnin á Sundabátinum undan Jarnbardi . Men tað var nóg mikið til at geva Sundabátinum sjey stig og sigurin á Vestanstevnu saman við føroyameistaraheitinum . Aftan á róðurin var fýrverk skotið fyri sundamonnunum , og allir fjeppararnir stóðu og róptu og skrálaðu sigursæl inni á kaiini . Sangurin hjá Sundabátinum ljóðaði um allar geilar , og sum vera man var lagið gott . Hetta var seinastu ferð , at róð varð á 1.500 metrum , og nú er bara ólavsøkuróðurin eftir . Har munnu nógvar manningar vera tystar eftir gullinum , tí tað er eitt stórt plástur á sárið fyri aðrar manningar at vinna ólavsøkufinaluna , tá kappingin um føroyameistaraheitið er avgjørd . %% 248 Hol á fleiri hús Hol á fleiri hús Eygnavitni á Eiði greiða frá , at grót fór um alla bygdina mánadagin , tá sprongt varð úti í Gerðinum á Eiði . Eygnavitni siga , at hol er komið á fleiri tekjur Greinin er partur av eini greinarøð : Vit eru fakfólk Onki spreingiloyvi Politi onga fráboðan Hol á fleiri hús Aftaná fyrstu spreingingina tíðliga seinnapartin fór grót um alla bygdina , og tá var onki ávaringarljóð . Síðani gekk ein løta til næsta skotið , heldur ongin ávaring , og aftur hesuferð kom grót oman ímillum og á húsini , sigur eygnavitnið á Eiði . Síðani ringdi eg til løgregluna í Eysturoynni , og teir søgdu so , at teir skuldu tosa við spreingimeistaran . Aftaná tað varð so ávarað áðrenn skotini , men har kom aftur grót sendandi gjøgnum luftina . Tá tað síðsta skotið varð latið av um kvøldið , kom onki grót oman í bygdina , sigur viðkomandi , sum var til staðar allan dagin , tá sprongt varð . Frá løgreglustøðini søgdu teir , at tað var ólógligt at spreingja uttan at ávara , og teir skuldu so steðga tí beinanvegin . Men øll her úti á Bø mugu ringja til tryggingina og fáa skaðarnar dekkaðar . Grót fór jú á fleiri tekjur allan vegin úteftir . Hjá einum í grannalagnum eru fýra hol komin á tekjuna - tvey á húsatekjuna og tvey á garasjuna , sigur eygnavitnið . Tað seinna skotið , onki ávaringarskot , tá var ein steinur komin akkurát har , sum ein smádrongur plagar at spæla hvønn dag - og hesin steinurin var farin niður í asfaltið , so kraftugt var tað , sigur viðkomandi . %% 249 Undir Sumbiarbjørgini við Johannu Undir Sumbiarbjørgini við Johannu Tað man verða langt síðani , at nakar túrur hevur verið fyriskipaður undir Sumbiarbjørgini . Men komandi sunnudag hevur tú møguleikan , tí Johanna TG 326 leggur frá landi sunnudagin . Eisini onnur tiltøk eru í næstum , sum kunningarstovurnar í Suðuroynni skipa fyri Sunnudagin leggur sluppin Johanna frá landi og talan er um eina so sjáldsama ferð , sum at fara undir Sumbiarbjørgini . Bussur fer av bryggjuni í Vági kl. 15.00 og koyrir oman í Pollin í Sumba . Bátur siglir fólk út til Johannu , sum liggur uttanfyri Sumbiarhólm . Hetta verður gjørt fyri at stytta um túrin , so ikki er neyðugt hjá ferðafólki at sigla um Akrabergstanga á veg undir Sumbiarbjørgini . Johanna siglir so norðureftir á vestursíðuni , undir Sumbiarbjørgini , framvið Lopranshólmi og undir Vágsbjørgini . Túrurin undir bjørgunum varir góðar tveir tímar . Síðani siglir Johanna aftur til Vágs við ferðafólkunum . Mett verður , at Johanna er aftur á bryggjuni í Vági um 20 tíðina á kvøldi . Staðkend heimildarfólk eru við á ferðini , sum duga staðarnøvn , onkra søgu um røkt av bjørgunum og so framvegis . Best er at hava ábit og okkurt heitt at drekka við sær á ferðini . Manningin á Johannu bjóðar kaffi og smákøkur . Kostnaður fyri busskoyring og túr undir Sumbiarbjørgini er kr. 200,- fyri vaksin , men tað er ókeypis fyri børn . Tað er avmarkað luttøka , so best er at tekna seg í góðari tíð . Bindandi tilmelding til túrin fer fram á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342 / 284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480 / 284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00 . Frásøgn um Hovgrímsgrøv leygardagin Onnur tiltøk eru eisini á skránni , sum kunningarstovurnar í Suðuroynni skipa fyri . Leygardagin er møguleiki at vitja Hovgrímsgrøv . Bussur koyrir av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av Kunningarstovuni í Vági ( Gamli skúli ) kl. 10.30 . Koyrt verður til rulluportrið omanfyri Hov , gingið verður oman til Hovgrímsgrøv , har greitt verður frá hesum søguliga staðnum . Finnbjørn Hovsgarð ( Bróður ) greiðir frá . Greitt verður frá týðandi parti í føroyingasøgu , t.d. er greitt frá um grøvina í Flatoyarbók . Hovgrímur doyði í bardaga í Dímun ár 971 . Hann er grivin undir Homrum og tað , sigst at hestur hansara eisini er grivin her , men vestanfyri Hovgrím . Útgrevstur fór fram í grøvini í 1835 , eftir boðum frá Christian Pløyen , - tá vórðu tveir brynjuringar funnir . Økið við Hovgrímsgrøv varð friðað í 1940 og vert er at leggja til merkis , at Hovgrímsgrøv var fyrsta fornminni í Føroyum , sum bleiv friðað . Havið matpakka og okkurt at drekka við , so prátað kann verða víðari , meðan sitið verður á økinum við Hovgrímsgrøv , siga fyrireikararnir . Bussur koyrir kl. 12.30 aftur til Kunningarstovurnar á Tvøroyri og í Vági . Kostnaður fyri frágreiðing um Hovgrímsgrøv er kr. 50,- fyri vaksin , fyri børn er tað ókeypis . Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342 / 284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480 / 284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00 . Gongutúrur frá Hovgrímsgrøv til Øravíkar leygardagin Fyri tey ágrýtnu er møguleiki at ganga longri túr , nevniliga frá Hovgrímsgrøv og til Øravíkar . Bussur koyrir av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 og av Kunningarstovuni í Vági ( Gamli skúli ) kl. 10.30 . Koyrt verður til rulluportrið omanfyri Hov , gingið verður oman til Hovgrímsgrøv , har greitt verður frá hesum søguliga staðnum . Aftaná verður farið eftir varðagøtuni til Øravíkar . Tað er bratt at ganga niðan á eggina ( Skarðið í Kambi ) . Tá komið er niðaná , er ikki tungt at ganga oman til Øravíkar . Gingið verður framvið Fossaskørð , har søgurnar siga frá um tey mongu trøllini , sum plagdu at renna eftir hovbingum , tá teir komu í myrki eftir varðagøtuni . Eftir loknan gongutúr , verður koyrt við bussi úr Øravíkar til ávikavist kunningarstovurnar á Tvøroyri og í Vági , siga kunningarstovurnar í tíðindaskrivi . Kostnaður fyri frágreiðing um Hovgrímsgrøv , gongutúrin og busskoyring er kr. 100,- fyri vaksin , fyri børn er ferðin ókeypis . Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342 / 284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri - oyri 372480 / 284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00 . Gott at hava við ! Heit og góð klæði , góðar skógvar ella styvlar , mat - pakka og ein drekkamunn . Hevur tú kikara og eitt kort yvir økið , har gingið verður , gerst túrurin óivað meira áhugaverdur . Ongin orsøk er at sita hendur í favn , nú kunningarstovurnar í Suðuroynni hava lagt til brots . Og boðini eru greið : Kom við og gakk Suðuroynna á tamb ! Leygardagin verður hildið avstað . Hetta er tann fimti gongutúrurin kunningarstovurnar í Suðuroy fyriskipa . Góð undirtøka hevur verðið til túrarnar . Til dømis vóru fleiri enn 20 fólk við seinasta leygardag , tá gingið varð úr Víkarbyrgi á Akrar . Hesin túrurin var stuttur , fleiri ung og børn vóru við og yngsta gongufólkð var Tóra S . Olsen , sum bara er 7 ára gomul . %% 250 Seta minnisvarðan í stand Seta minnisvarðan í stand Í Mykinesi stendur ein minnisvarði á sjónligum staði nakað væl frá bygdum øki . Tíðarinnar tonn er farin heldur illa við honum . Men nú eru pengar fingnir til at hjálpa upp á hann Nú 65 ár eru liðin , síðan minnisvarði varð reistur sjólætnum mykinesmonnum , verður hann umvældur og dagførdur , um so kann sigast . Tað var í 1939 , at varði varð reistur teimum mykinesmonnum til minnis , sum fórust undir Íslandi við sluppini Neptun í 1934 . Veður og vindur hava havt síni árin á varðan , sum nú er í slíkum standi , at neyðugt er at umvæla hann , skal hann verða standandi . Men tungt er hjá fáum at lyfta slíkari byrðu , og í Mykinesi er fáment , so mykinesfólk hava líkasum ikki einsamøll hættað sær undir hesa uppgávuna . Men nú hevur Lions Club í Vágum veitt teimum rættiliga góðan stuðul , sum ger , at farið verður undir at seta minnisvarðan í stand aftur . Nýggjar plátur verða settar á varðan , har eisini nøvnini á teimum , sum farnir eru á sjónum , síðan hann varð reistur , eru við . Eisini er ætlanin at seta nøvnini á teimum , sum falnir eru í bjørgunum , á varðan . Tað var Poul E . Petersen , sum tá var lærari í Mykinesi , sum í 1939 fekk litið upp í hendur at standa fyri at fáa varðan reistan . Og ungmannafelagið Súlan , sum tá var virkið , fekk síðan ábyrgdina av at halda hann viðlíka . Hetta er so dottið niðurfyri , sum fólkið minkaði í Mykinesi . Men nú verða munagóð tøk tikin aftur , soleiðis at varðin aftur kann gerast virðiligt minni teirra , sum farnir eru . %% 251 Úrslitið er batnað Úrslitið er batnað Postverk Føroya hevði minni í halli í fjør enn árið fyri . Inntøkurnar hjá stovninum eru at kalla tær somu sum fyrraárið Postverk Føroya hevði aftur í fjør eitt hall á ársroknskapinum . Úrslitið fyri 2003 áðrenn avskrivingar var 0,7 mió. krónur í halli . Hetta er nakað minni enn árið fyri , tá Postverkið hevði 3,9 mió. krónur í halli . Inntøkurnar hjá stovninum svaraðu til 109 mió krónur í 2003 , og tað er umleið tað sama sum í 2002 . Størsta inntøkuøkingin stavar frá sonevndum tíðindaleysum sendingum , sum góvu slakar tvær mió. krónur meir í inntøkum enn í 2002 . Størsta inntøkukeldan hjá Postverki Føroya er framvegis brøv . Av samlaðu inntøkunum á 109 mió. krónur , stava 37 mió. krónur frá brøvum . Inntøkurnar av brøvum eru at kalla tær somu sum í 2002 . Hægri lønir Størstu útreiðslurnar hjá stovninum eru lønirnar . Lønirnar fara við góðum tveimum triðingum av samlaðu útreiðslunum hjá Postverki Føroya . Í 2003 rindaði Postverkið nærum hálvfjóðru millión krónur meir enn árið fyri , hóast ársverkini vóru færri . Sambært ársfrágreiðingini vóru 240 ársverk á Postverki Føroya sammett við 245,5 í 2002 . %% 252 Flutningsfeløg takka Bárði Nielsen Flutningsfeløg takka Bárði Nielsen Í sambandi við nýggju e - toll skipanina hjá Toll og Skatt var ætlanin , at føroysku flutningsfeløgini ikki longur kundu tollgreiða vørurnar fyri sínar kundar , men eftir eina áheitan frá flutningsfeløgunum setti fíggjarmálaráðharrin fót fyri hesari ætlan . Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum , Bárður Nielsen , fær eitt herðaklapp frá føroysku flutningsfyritøkunum , tí at hann forðaði fyri , at Toll og Skatt kundi nokta flutningsfeløgunum at avgreiða toll fyri kundar Foto : Tann 1 . juli í ár kom tann nýggja e - toll skipanin hjá Toll og Skatt í gildi . Skipanin virkar á tann hátt , at føroyskir innflytarar nú sjálvir kunnu avgreiða síni tollpappírir umvegis telduna . Samstundis skuldi nýggja skipanin føra við sær , at tað ikki longur var gjørligt hjá flutningsfeløgunum at tollgreiða vørur fyri sínar kundar . Ein gomul tænasta Hetta við at tollgreiða vørur fyri sínar kundar , er ein tænasta , sum føroysku flutningsfeløgini hava veitt í mong ár , sigur stjórin á Safari Transport , Knút Lützen , ið gjørdist illa við , tá ið tað frættist , at Toll og Skatt ætlaði at forða fyri , at flutningsfeløgini kundu veita hesa tænastu . Knút Lützen greiðir frá , at flutningsfeløgini settu seg í samband við Toll og Skatt fleiri ferðir fyri at greiða teimum frá støðuni , men har var einki at gera , og víst var til ymiskar lógir . Stjórin á Safari Transport sigur , at ætlaninar hjá Toll og Skatt eisini høvdu ført við sær , at summir innflytarar fóru at fáa trupulleikar , tí fleiri av teimum duga ikki at tollgreiða sínar vørur sjálvir , sigur hann . Fíggjarmálaráðharrin gjørdi skjótt av Tá ið tað gjørdist greitt hjá flutningsfeløgunum , at einki kom burturúr at tosa við Toll og Skatt , varð avgjørt at seta seg í samband við fíggjarmálaráðharran , Bárð Nielsen , og tað vísti seg at vera ein skilagóð avgerð . Eitt bræv , har greitt var frá støðuni hjá flutningsfeløgunum , var latið skrivaranum hjá Bárði Nielsen seint ein seinnapart eftir , at fíggjarmálaráðharrin var farin av skrivstovuni . Flutningsfeløgini væntaðu , at nú var neyðugt at bíða í eina tíð , áðrenn nakað var at frætta aftur úr fíggjarmálaráðnum , men so var ikki . Knút Lützen sigur , at longu tíðliga morgunin eftir kom yvirtollarin framvið skrivstovuni hjá Safari Transport , og hann segði fyri Knúti , at nú vóru boð komin úr fíggjarmálaráðnum um , at tað framvegis skuldi verða gjørligt hjá flutningsfeløgunum at tollgreiða vørur fyri sínar kundar . Knút Lützen sigur , at hann gjørdist púra ovfarin av , at fíggjarmálaráðharrin hevði gjørt so skjótt av , og at hann beinanvegin hevði skorið ígjøgnum og gingið ynskinum hjá flutningsfeløgunum á møti . Hann sigur , at flutningsfeløgini eru Bárði Nielsen sera takksom fyri at hava arbeitt so skjótt , og tað skal landsstýrismaðurin hava rós fyri . Nýggja skipanin virkar væl Enn eru føroysku flutningsfeløgini ikki komin við í nýggju e - toll skipanina , men Knút Lützen sigur , at tað koma tey í oktober mánaða í ár . Tískil avgreiða flutningsfeløgini framvegis tollpappírini hjá viðskiftafólkum sínum á gamlan hátt . Okkurt hevur verið at hoyrt um , at nýggja skipanin ikki skuldi virka so væl , men tað kennir stjórin í Safari Transport einki til . Tvørturímóti sigur hann seg bara hava frætt , at skipanin virkar serstakliga væl . %% 253 Nýggjar tíðir Nýggjar tíðir Nú várfjøllini verða gingin , eru eisini broytingar at síggja í aldargamla fjallgongumynstri okkara . Fólk ferðast kring knøttin at royta við maskinu Við nýggja háttinum verður seyðurin rakaður tætt at skinninum . Tað meta summir at kunna skaða seyðin , so hann sleppist Foto : Edvard Joensen Fjallgongan broytist eisini við tíðini . Nú ganga fleiri á fjall um kvøldið . Klippa inni og hava fremmandar menn at gera arbeiðið . Tað er ikki óvanligt , tá ferðast verður eftir vegunum hesar dagarnar , at síggja heilar gongur kring seyðahúsni . Fleiri bilar standa við vegin . Einki fólk er at síggja . Men ljós í húsunum heilt seint á kvøldið . Her eru menn farnir á várfjall . Einir tveir tríggir hjálparmenn , sum ganga klipparanum til handa . Og klipparin er komin hinumegin knøttin , siga teir frá . Úr New Zeelandi ella Australia , tó at hann helst býr í Danmark . Væl útgjørdur við motorsaksi , sum klippir við slíkari ferð at fáur hevur sæð slíkt her á landi . Hetta kemur væl við hjá teimum , sum fyrr skuldu mynstra stóra manning heilar dagar á fjalli . Men ikki skerst burtur , at okkurt av tí gamla er burtur . Og heldur hetta fram , er hesin parturin av fólkalívinum farin . Men kortini eru summi , sum halda , at soleiðis fer ikki at ganga . Tey siga stutt og greitt , at hetta , sum nú verður gjørt , er ikki gott fyri seyðin . Hann verður kokurakaður . Gongur kannkollutur og verður útsettur fyri kulda , sum kann gera , at ærnar sleppast . Tá er lítið vunnið , halda hesir , sum vilja halda gamlan sið í hevd . Ein teirra , Sosialurin hevur tosað við , og sum ikki nýtir nýggja háttin , sigur , at hann metir , at hetta fer ov illa við ullini . Er filingin góð , er nýggj ull vaksin útaftur , sum so verjir seyðin móti veðri og øðrum , tá roytt er . Vanligt er so at royta ella klippa tætt at gomlu ullini , og seyðurin fer so avstað aftur við nýggju ullini . Nú verður rakað tætt at skinninum Tískil er eingin nýggj ull , tá slept verður aftur . Og heimildamaður okkara ivast í , um hann vil bjóða kriatúrum sínum slika viðferð . %% 254 Óetiskt bert at selja Føroya Bjór Óetiskt bert at selja Føroya Bjór - Ølsølan í Føroyahúsinum er á ongan hátt í stríð við donsku lógina , og á alt ov nógvum sølustøðum í Danmark fæst á sama hátt bert Carlsberg . Harafturímóti tykist tað óetiskt at halda einum av tveimum føroyskum bryggjaríum uttanfyri ein hálvalmennan savningsmiðdepil , sigur kunningarstjórin á danska Brúkararáðnum , Claus Brøgger Aðalendamálið hjá danska Brúkararáðnum ( Forbrugerrådet ) er at verja og arbeiða fyri rættindunum hjá brúkaranum . Í Føroyum hava vit ikki á sama hátt eitt brúkararáð við politiskum og løgfrøðiligum heimildum , hóast privat brúkarasamtak við somu endamálum fyri stuttum varð stovnað í Føroyum . Skerd kapping Claus Brøgger , kunningarstjóri á danska Brúkararáðnum , sigur , at einki í donsku lóggávuni forbjóðar Føroyahúsinum bert at selja frá einum av tveimum føroyskum bryggjaríum . Men hóast lógin ikki forbjóðar føroyska framferðarháttinum í Keypmannahavn , finst Brøgger at støðuni . - Á alt ov nógvum donskum barrum kann brúkarin bert keypa Carlsberg , og eg meti tað tykjast etiskt ókorrekt at halda eini framleiðslu uttanfyri hálvalmenna Føroyahúsið , líkamikið um tað er lógligt ella ikki , sigur Claus Brøgger . Hann heldur , at danska kappingarlógin skuldi verið strangari , tá effektiv og javnbjóðis kapping verður forðað , sum talan sambært honum er um í hesum sambandi . Líkamikið , hvørji sjónarmiðini eru um avgerðina hjá leiðsluni í Føroyahúsinum bert at selja Føroya Bjór , og um tað er rætt , at leiðari húsins Martin Fjallstein er privatur umboðsmaður hjá stóru ølfyritøkuni í Føroyum , kann sambært bæði danska Kappingar- og Brúkararáðnum staðfestast , at eingin lóg verður brotin . %% 255 Kann økja munandi um útflutningin í 99 Kann økja munandi um útflutningin í 99 Í desember varð nýggj avtala gjørd millum Føroyar og ES . Avtalan , sum loksins kom undir land , og sum nærum hevur givið okkum fríhandil við ES á mongum økjum , er úrslitið av áralangum samráðingum og fyrireikingum . Nú avtalan varð undirskrivað var tað nýggi leiðarin á Uttanlandsdeildini , sum stóð á odda fyri samráðingunum . Men tað er greitt , at tað hava eisini verið mong onnur fólk , sum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa hesa avtaluna í hús . Millum teirra er Tommy Petersen , sum eitt skifti hevði ES sum sítt málsøki í Tinganesi . Tað var eisini hann , sum fekk stýrt málinum inn í ta legu , sum at enda gav okkum ein so frægan sáttmála . Men eisini aðrar góðar kreftir hava verið við í drúgvu telvingini øll hesi árini . Ein teirra er Óli Samró , sum landsstýrið hevur brúkt sum ráðgeva . Anfinn Kallsberg , løgmaður gjørdi viðmerkingar til avtaluna í loftmiðlunum fyri eini tíð síðani . Hann sigur seg eisini vera fegnan um avtaluna og ikki minst um tað arbeiði , sum er gjørt frá føroyskari síðu . Løgmaður sigur tað vera spennandi at síggja , hvussu gongdin verður í 99 , tá vit sleppa at royna nýggju avtaluna í verki . - Eg síggi fyrst og fremst størstu møguleikarnar í nýggju avtaluni við ES at liggja í laksavinnuni , har tollur og loft higartil hava verið ein stór forðing . Nú er tollurin á alifiski til ES burtur og ikki minst hevur tað eisini týdning , at loftini eru burtur . Tað kann gera , at avmarkingarnar hjá vinnuni at gera íløgur , tí ein livir við hóttanini um loftini , nú fara at geva einum størri liðiligheit og tað merkir so aftur møguleika hjá vinnuni fyri meira langsiktaðari tilrættalegging . Nú kann vinnulívið meira laga seg til eina langsiktaða strategi . Tað skuldi so aftur skapt møguleikar fyri eini øking í okkara útflutningi . Nýggja avtalan kann gera , heldur løgmaður , at vit fara at framleiða nakrar vørur , sum vit ikki framleiða í dag , og sum kunnu geva nógv størri útflutningsvirði enn tær geva í dag . Sum heild er løgmaður sera fegin um gongdina á vinnuøkinum , nú nýggj avtala er fingin við ES . Komandi ár fer so at vísa , hvussu avtalan fer at hilnast í verki . %% 256 Vilja verja St Kilda móti oljudálking Vilja verja St Kilda móti oljudálking Spurningurin um vandan fyri dálking frá komandi oljuvinnu nærhendis oynni St Kilda vestan fyri Bretland verður nú tikin upp í eini ST - nevnd . Tað er umhvørvisfelagsskapurin Greenpeace , sum hevur latið gera eina frágreiðing um oljuvinnuna á Atlantsmótinum og hvussu henda kann dálka umhvørvið her , ið hevur fingið , The World Heritage Committee ' undir Unesco at taka málið upp . ST - stovnurin fer longu í hesum mánaðinumat senda bræv til bretsku stjórnina , har hann fer at heita á hana um at taka øll møgulig stig til tess at verja St Kilda og tí ríka og sermerkta umhvørvinum móti møguligari , hóttan ' frá oljuleiting og framleiðslu á Atlantsmótinum . Fleiri fuglasløg halda til á St Kilda . Onkur fuglastovnurin á oynni er heimsins størsti av sínum slag . St Kilda var bygd fram til umleið 1930 . Í dag verður oyggin mett sum eldorado fyri fugl . Tað er , The National Trust for Scotland ' , sum eigur ella hevur ábyrgdina av St Kilda . Stovnurin hevur áður gjørt vart við vandan , sum møgulig dálking kann hava á henda náttúrudýrgrip og hevur stovnurin eisini áður heitt á myndugleikarnar um at bera so í bandi , tá oljuvinna tekur seg upp , at strangar reglur verða settar fyri borivirksemi o.l. . Undir herrópinum , No new oil ' hevur Greenpeace roynt at forða fyri oljuleiting vestan fyri Hetland . Umboð fyri felagsskapin eru sera væl nøgd við avgerðina hjá ST - stovninum um at skriva bræv til bretsku stjórnina . Greenpeacefólk siga , at tann sannroynd at ein stovnur undir ST tekur teirra frágreiðing í álvara , er ein stórur sigur fyri tey . Ein umboðsmaður fyri , The Scottish Office ' , sum hevur ábyrgdina av at verja St Kilda sum eitt framtíðar náttúruøki sigur við skotska blaðið Press & Journal , at arbeitt verður longu við umhvørvisætlanum fyri oynna . Bretskir myndugleikar arbeiða í løtuni við einum svari til ST uppá frágreiðingina hjá Greenpeace . Um frágreiðingina , sum Greenpeace hevur latið gera , sigur ST - nevndin m.a. : , This report has raised serious concerns on potential inpacts to this site , particularly in the event of a possible oil spill . There are importent threats associated with pollution derived from by - procucts of oil exploration and drilling activities . ' Fleiri oljuboringar eru annars í umbúnað á havleiðunum vestan fyri bretsku oyggjarnar , eitt nú eisini nærhendis St . Kilda . Marathon Oil hevur ætlanir um at bora ein brunn 120 kilometrar norðan fyri St Kilda í apríl 99 . Men víst verður annars frá Greenpeace á , at sjálvt ein oljukelda sum tann á Foinaven - feltinum , sum liggur 225 sjómíl frá St Kilda , kann verða ein hóttan , um har skuldi hent ein dálkingavanlukka . Olja haðani kann røkka St Kilda eftir bert 87 tímum verður sagt . Greenpeace og Føroyar ! Spurt kundi verið , um spurningurin , sum nú hevur tikið seg upp við St Kilda hevur ella kann fáa nakran týdning ella avleiðingar fyri føroyska økið , nú oljuleiting ætlandi skal byrja her um eitt ella tvey ár ! St Kilda liggur rættiliga sunnarlaga , men tó so at náttúran og fuglalívið er líkt tí her finst . Enn hava Greenpeace fólk so ikki umrøtt Føroyaøkið sum so í sambandi við herferð teirra móti nýggjari oljuleiting . Men tað er greitt , at so skjótt marknatrætan verður loyst , og oljufeløgini fara at fáa tillutað øki bæði í Hvítu sonuni og inni á føroyska landgrunninum , so er møguleiki fyri , at umhvørvisfelagsskapurin fer at víðka um áhugaøki sítt . Felagsskapurin hevur áður víst á , at nettup millum Føroyar og Hetland finnast koralskógir á havbotninum , sum kunnu verða hótt av eini oljuleiting . Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá Greenpeace til komandi leitingina á Atlantsmótinum annars . %% 257 Einki fullveldi við førda politikki Einki fullveldi við førda politikki - Nøkur halda , at ov nógv verður tosað um fullveldi , men tað haldi eg ikki . Førdi politikkur gevur kortini ikki vanliga føroyinginum dirvi at fara sjálvstýrisleiðina , sigur Jenis av Rana Jenis av Rana er serliga fegin um at løgmaður í nýggjársrøðuni tosaði nógv um fiskivinnuna . Hann heldur , at orðaskiftið um oljuvinnuna nóg leingi hevur skúgvað fiskivinnuna til viks . - Vit tosa ongantíð ov nógv um fullveldisætlanina . Tað hevur týdning at fáa so nógvar upplýsingar fram sum gjørligt til fólkið at taka støðu út frá . - Tá løgmaður sigur at fólk velja fullveldi , skal hann vera varin . Eftir hvat eg skilji , gevur dagligi politikkurin ikki vanliga føroyinginum dirvi at fara viðari á sjálvstýrisleið . Keðilig mynd Tað er ein keðilig mynd sum Landsstýrið heldur upp fyri Føroya fólki , um tað merkir at fullveldi førir fólk út av rókini . Politikkurin hjá samgonguni er so vánaligur , at hann ikki førir til fullveldi , sigur Jenis av Rana . Hann nevnir dømi sum eitt nú , at samgongan er ímóti øllum bata fyri tey minni mentu , og at lønarlagið er ov høgt . - Tað er ikki rætt . Lønarlagið er ikki ov høgt , sigur Jenis av Rana . Hann er heldur ikki samdur við samgoguna , tá sagt verður , at vit ikki hava ráð at avtaka karensdagarnar . - Sagt verður , at tað kostar einar 15 - 20 mió. krónur . Tað er óetiskt at siga , at tað kostar ov nógv , tá tað kundi hjálpt teimum sjúku . - Fleiri uppskot hava verið frammi , sum kundu bøtt um korini hjá pensionistunum , men einki er hent . Um alternativið er fólkaflokspolitikkurin , so verður ikki tespiligt , sigur Jenis av Rana . Hann nevnir samstundis at tingmannalønirnar skulu hækkast 60 pst. , og bygging av nýggja tinghúsinum , sum kostar umleið 70 - 100 mió. krónur , sum mál , ið vinna frama í sama tíðarskeiði . - Heldur henda gongdin fram , trúgva fólk ikki hesum monnum , um teir ikki taka annað skinn um bak , sigur Jenis av Rana . Hann finnist eisini at løgmanni , sum nevnir 7 pst. arbeiðsloysið , eins og var bert talan um tøl . - Tað er vandamál , tá bert talið av arbeiðsloysi verður nevnt . Aftanfyri tølini eru menniskju , sum hava týdning . Hesi verða hildin uttan fyri arbeiðsmarknaðin , og koma kanska ongantíð aftur í arbeiði . Tosa , men gera einki - So nevndi løgmaður lønarlagið . Anfinn Kallsberg hevur ikki áður tosað so nógv um lønarlagið . Eg kenni meg vónsviknan at hann loypir í kórið um lønarlækking , nú lønarsamráðingarnar standa fyri framman . Tað er ein provokatión , sigur Jenis av Rana . Hann heldur at størsti trupulleikin hjá samgonguni er , at hon tosar um trupulleikar og staðfestir at teir eru til , men ger einki fyri at loysa teir . - Tað er ov nógv tos og ongar visiónir í nýggjársrøðuni hjá løgmanni , sigur Jenis av Rana %% 258 Kristian og Rakul aftur úr Cannes: - Nú venda fólk sær til okkara Kristian og Rakul aftur úr Cannes : - Nú venda fólk sær til okkara Kristian Blak frá Tutl og Rakul Petersen frá Nora hava verið í Cannes og hava har hitt fólk úr øllum heiminum , ið fáast við at framleiða , framføra og selja tónleik . Umframt at gera vart við seg og knýta sambond , so sóu tey á palli vælkendu Emiliu og Slash , í flogfarinum fylgdust tey við The Cardigans og í onkrari hurð hittu tey Cher , Roxette og Dr . Alban . Í farnu viku , frá 24 . til 28 . januar , luttóku Kristian Blak og Rakul Petersen í stórfingnum festivali í Cannes , nevndur Midem . Sama stað , har gitni filmfestivalurin er . Talan er um tiltak , har fólk úr tónleikaheiminum koma saman og gera vart við seg og knýta sambond . Kristian Blak hevur nú í 2 ár vegna plátufelagið Tutl gjørt eitt sindur við at luttaka á slíkum tiltøkum og hann merkir nú , at hann er sloppin framvið tíðarskeiðnum , har hann við fólk bert sigur góðan dag upp í saman . - Nú er tað ikki bara eg , sum vendi mær til so nógv fólk sum gjørligt . Nú venda fólk sær til okkara eisini , sigur Kristian Blak og Rakul er samd . - Tað kom meira enn so fyri , at fólk spurdu eftir Kristiani , sigur Rakul . Cannes Kristian Blak umboðar Tutl , og er endamálið hjá honum at fáa sambond , soleiðis , at Tutl kann menna sítt verk við at innflyta og útflyta fløgur . Rakul Petersen umboðar Nora , ið er norðurlendskt atlantssamstarv . Ein ætlan er í løtuni , har Grønland , Ísland , Føroyar og Sámaland samstarva um tónleik og fløgur . Henda ætlan endar ætlandi í september , men vóna og vænta tey í Nora , at arbeiðið kann halda fram í 2 ár afturat eftir hetta , um fígging fæst . Eitt úrslit av hesum samstarvinum er t.d. fløguætlanin Rock from the cold seas , ið eisini varð havd frammi í Cannes . Og í eginleika av sínum umboðanum , hava tey bæði so verið í Cannes millum øll tey kendu og fólkini aftanfyri tey kendu . Nógv kenna Cannes frá gitna filmfestivalinum , ið er har og har øll tey kendu úr filmheiminum eru , umframt annað gott fólk . Og Midem kann møguliga best lýsast fyri uttanfyristandandi , sum eitt tónleikaligt síðustykki til filmfestivalin . Har hittast handilsfólk frá plátuforløgum og líknandi . Har eru básar , ið vísa fram tað , ið ymsu londini hava at bjóða og ein kann koma í samband við fólk , ið eisini fegin vilja í samband við teg , tí tey hava eisini sum endamál at knýta sambond . - Tað góða er , at ein verður tikin í álvara , um ein so sum lítið felag setir seg í samband við eitt av teim stóru . Har eru tey heilt stóru og eisini feløg , sum Tutl , ella minni , sigur Kristian Blak . Og bara at vera í Cannes ljóðar sum eitt upplivilsi . Og at hoyra Rakul og Kristian greiða frá , staðfestir hetta . Tey hava sæð og hoyrt eina rúgvu og eru komin í samband við nógv fólk . Og eingin skal ivast í , at hetta er eitt tiltak av teimum heilt stóru . 90 lond luttaka og eini 10.000 fólk luttaka . Í 1998 framførdu 860 listafólk úr 38 londum . 55 konsertir vóru við 41.000 áhoyrarum . Cher Og Rakul hevur myndir , ið hon hevur tikið av framførslum hjá kenda Guns ´ n Roses guitarleikaranum Slash og eisini sang í løtuni so kenda Emilia . Tað er hon , ið syngur Big Big World . Eisini er stuttligt at hoyra tey greiða frá , hvussu løgið tað kennist at hitta tey bæði úr Roxette , Dr . Alban og Cher í onkrari hurð , eins og tað ikki var nakað at tosa um . Eisini flugu tey í sama flogfarinum , sum The Cardigans . - Men teir eru jú eisini vanlig fólk , ið hava tørv á flogfari , um teir skulu nakran veg , skemtar Kristian . Men sum flestu onnur vildu havt eftir slíkan túr , so munnu eisini Rakul og Kristian hava góð og serstøk minnir eftir túrin , har tey sóu tey stóru framføra og har tey hittu Cher . Eksotiskt Tey luttóku ikki sum partur av danska básinum , men danski básurin var líkasum staðið , har ein kundi seta seg í samband við Tutl og Nora . At luttaka við egnum bási er kostnaðarmikið , eini 50.000 krónur fyri ein lítlan bás . Men hóast alt , so tykist tað at hitta Cher og hini kendu ikki at hava kastað skuggar á tað týdningarmiklasta , nevniliga at hitta fólkini , ið kunnu fáa tónleik hendaveg og ikki minst tey , ið eru áhugað í at fáa føroyskan tónleik til teirra heimland . - Ein kemur aftur við hálvum og heilum avtalum , sigur Kristian Blak , sum næstan hevur eina avtalu við fólk í Taiwan um tónleikasamstarv og sum longu hevur samband við handil í Japan , ið millum annað selur nýggju føroysku jazzfløguna hjá Magnus Johannesen , Plúmm og Holger Lauman . Green Gate . - Fyri t.d. danskarum eru vit kanska ikki so spennandi . Har eru møguliga fordómar . Men hjá teimum í t.d. Taiwan og Japan eru vit eksotisk , sigur Rakul . - Tað er gottt hugskot at hugsa aðarar vegir , enn vanligt . Tað er lættari at selja okkum í Asia , enn at royna at fáa fótin fastan t.d. í Århus . Tað er ringt hjá okkum at sleppa framat í Skandinavia , sigur Kristian . - Rakul nevnr , at Kristian fekk fleiri góð orð á vegnum um fløguyvirlitið hjá Tutl , tí tað er so vakurt . Og hetta meta Kristian og Rakul vera gott og týdningarmikið , tí hetta merkir , at fólk meta vøruna vera góða , áhugaverda og gjøgnumførda . Orsøkina til , at yvirlitið hjá Tutl er so vakurt , sum fók siga , metir Kristian er , at bólkar og tónleikarar ofta sjálvi hava staðið fyri at gera húsarnar . Fundast Við sær úr Cannes hava Rakul og Kristian hóp av tilfari . Eina stóra bók , eitt yvirlit , har ein sær navn og upplýsingar um , hvussu ein kemur í samband við allar luttakarar . - Vit sita inni á básinum og práta og fundast so við fólk . Ein slíkur fundur nýtist ikki at taka meira 15 minuttir . So býtir ein tilfar og adressur . Er áhugin stórur , so kann fundurin gerast longur , greiðir Kristian frá . Fólkini úr Taiwan vóru sera áhugað í etniskum tónleiki og vildu fegin hoyra meira . Kristian hevur eisini longu fingið teldupost frá teimum við ymsum fyrispurningum . - Tey hava verið heima og lurta eftir tí , ið tey fingu frá okkum og eru áhugað í at hoyra meira , sigur Kristian . Rakul og Kristian eru samd um , at vit eiga ikki at marknaðarføra okkum bert sum etniskur tónleikur . Heldur sum altjóða tónleikur , við nøkrum etniskum og serføroyskum inn ímillum . Tey nevna , at skotar t.d. gjørdu heldur nógv við at ganga í kilti og marknaðarføra tað ser - skotska . , so at fólk hildu , at teir høvdu tað og bert tað . Tá meta Rakul og Kristian tað vera betur at nýta serkennini at gera vart við seg og síðani vísa , at annað og breiðari úrval er eisini . Kristian vísir á , at t.d. Tutl spennir allan vegin . Frá tí etniska til harðan rocktónleik . Selja og gera vart við Føroyar Rakul og Kristian hava eina rúgvu at greiða frá , eftir túrin í Cannes . Men komandi ár verður aftur møguleiki at luttaka og ætlanir eru um at fara við . Tað kostar 50.000 krónur fyri ein lítlan bás , men tey bæði hugsa sær , at við samstarvinum , sum er við Grønland , Ísland og Sámaland , so er ikki ógjørligt at luttaka við egnum bási . Skal hetta gerast á høgum støði , so krevjast kanska einar 100.000 krónur . Tá kundi kanska verið gjørligt at fingið framførslur á skránna eisini . Um einstaklingar úr hesum londum kundu spælt , so kundu tey jú eisini stuðlað og spælt undir hjá hvørjum øðrum . Soleiðis slapp ein undan ov nógvum ferðaseðlum til tónleikarar , men fekk tó umboðað londini á pallinum . Rakul nevnir eisini filmin , ið londini samstarva um . Hann kan eisini vísast á komandi stevnu í Cannes . Tey bæði gera vart við , at tey á henda hátt umboða allar Føroyar , ikki bert tónleik ella mentan . Kristian Blak hevði við sær faldara frá Kunningarstovuni . Henda faldara um Føroyar fingu øll , sum hann hevði samband við og tey lótu sera væl at og hildu landið vera vakurt . Óivað er onkur ferðaseðil til Føroya seldur á henda hátt . Rakul Og Kristian eru áhugað í at samstarva við t.d. ferðavinnuna , sum tey halda eigur at vera áhugað í at gera íløgur í , at føroysk mentan á henda hátt verður gjørd meira sjónlig og landið samstundis eisini gerst sjónligari . - Sjálvsagt skulu vit ikki vænta undur , men gera vit einki , so hendir einki , sigur Kristian Blak . Rakul og Kristian eru aftur úr Cannes fyri hesaferð . Við sær hava tey minnini um tey kendu , um tey , sum tey fingu samband við og við sær hava tey nøvn og teldupost adressur . Og við sær hava tey vissuna um , at mentan og tónleikur úr Norðuratlantshavinum er væl seljandi og væl umtókt . Og ætlanirnar fyri næstu ferðina til pálmarnar í Cannes hava longu sæð dagsins ljós og kanska síggja tær eisini sterka dagsljósið og blitsglæmurnar í Cannes . Longu í apríl luttekur Kristian Blak í Paris á Musicora . Eitt tiltak , við 60.000 vitjandi . Sanniliga kemur føroyskur tónleikur víða . Og við orðunum hjá Kristian Blak . : - Tað er bert spurningur um arbeiðsorku og um , hvussu nógv frímerki ein hevur ráð til . %% 259 Kjølar vunnu á Tvøroyri Kjølar vunnu á Tvøroyri Dygdin var góð á tónleikinum til Prix Føroyar á Tvøroyri . Flestu bólkarnir vóru nýggir , men hetta ávirkaði ikki dygdina . Vinnarar gjørdust Kjølar , sum í seinastuni rættuliga hava sligið seg fastar í tann føroyska tónleikaheimin . TB - húsið var fullsett til Prix Føroyar kappingina seinasta leygarkvøld . Atgongumerkini vóru longu útseld hósdagin , og nógv vóru tey , ið ikki fingu atgongumerki . Tey 450 fólkini , ið vóru so heppin at fáa atgongumerki til kappingina , høvdu ikki leitað sær í TB - húsið til fánýtis . Dygdin var góð á tónleikinum hjá øllum bólkunum . Teir spældu heldur ikki allir sama slag av tónleiki , so tónleikaúrvalið var fjølbroytt , til gangns fyri tey ymisku tónleikaoyruni , ið stødd vóru í TB - húsinum . Áhoyrararnir væl við Ikki er vanligt í Føroyum at leita sær í dans ella til konsert tíðliga á kvøldið . So var heldur ikki , tá tann fyrsti bólkurin , Stainless Steel , steig fram á pallin klokkan hálvgum tíggju . Tískil hevði bólkurin heldur ikki tann heilt stóra møguleikan at fáa hjálp frá áhoyrarunum , men lagið var gott , og teir fáu áhoyrararnir , ið longu vóru komnir , hugnaðu sær óført . Hóast áhoyrararnir ikki vóru nógvir í tali , tá konsertin byrjaði , gekk ikki long tíð áðrenn TB - húsið tók at fyllast . Tá framførðslan hjá Stainless Steel var av , var dansigólvið longu næstan fult , og áhoyrararnir stuðlaðu leikarunum óført . Væl samanspældir vinnarar Mest kendi bólkurin á Prix Føroyar kappingini á Tvøroyri var bólkurin Kjølar . Hesin gjørdist eisini vinnarin av kappingini . Kjølar høvdu eina framførðslu , ið var merkt av , at talan er um ein væl samanspældan bólk . Tónleikurin fall somuleiðis væl í oyrað , soloframførslunar vóru framúr góðar og útsetingarnar av løgunum vóru somuleiðis góðar . Tó var eitt , ið bólkinum vantaði , og var hetta pallframførslan . Henni var ikki serliga nógv gjørt burturúr , men áskoðararnir tóku tó væl undir við bólkinum - kanska tí hann er so kendur . Flux stór hóttan Stóra hóttanin hjá Kjølum var ungi bólkurin Flux . Hesin bólkurin er mannaður við heilt ungum tónleikarum . Miðalaldurin liggur um 17 ár . Tónleikurin er alternativur grunge tónleikur , og var hesin væl móttikin á Tvøroyri leygarkvøldið . Flux er ikki ein gamal tónleikabólkur . Manningin hevur spælt saman í hálvtannað ár , undantikið trummuleikaran , ið byrjaði um jóltíðir í fjør . Teir fýra í Flux hava tó megnað at skapt ein dygdargóðan tónleikabólk , ið fór avstað við 2 . plássi á Prix Føroyum á Tvøroyri . Munurin var ikki tann stóri millum Kjølar og Flux , og tískil kundi Flux metast sum ein hóttan móti Kjølum . Flux høvdu gjørt eitt sindur Burturúr pallframførsluni , við at lita hárið og at klæða seg í málaradraktir við búmerkinum hjá bólkinum á , men hóast alt vantaði tað beinleiðis sambandið við áhoyraran . Eisini legði ein til merkis , at bólkinum vantaði samanspæl , tí tá ávís brot skuldu spælast , samskiftu leikararnir heldur nógv á pallinum . Men heilt avgjørt kann sigast , at bólkurin Flux er ein dygdargóður bólkur , ið hevði uppiborið 2 . plássið . Meira um Prix Føroyar á Tvøroyri í Yngd mikudagin %% 260 Spyr nú Finnboga Arge um vegin millum Øravík og Hov Spyr nú Finnboga Arge um vegin millum Øravík og Hov Flemming Mikkelsen , løgtingsmaður í Suðuroy vil hava at vita , um ætlanin er at gera nakað við vegin ímillum øravík og Hov Nú skal Finnbogi Arge , landsstýrismaður í samferðslu , greiða tinginum frá , hvat hann ætlar at gera við ein tann vandamiklasta landsvegin í landinum . Tað er Flemming Mikkelsen , løgtingsmaður úr Suðuroynni , sum hevur sett landsstýrismanninum tveir skrivligar fyrispurningar í tinginum um hendan landsvegin , sum er tann ringasti í landinum , í hvussu so er tá ið hugsað verður um hvussu nógv ferðsla er eftir honum hvønn dag . Á tingfundi í dag skal tingið atkvøða um , antin spurningarnir skulu svarast ella ikki . Tað , sum Flemming Mikkelsen vil hava at vita , er í fyrru atløgu um farið er undir kanningina at vita , hvat skal gerast við vegin . Og um kanningin ikki er sett í verk , vil hann hava at vita , nær hon verður gjørd ? Í aðru atløgu spyr hann , nær vit kunnu vænta , at tann endaliga avgerðin um vegin ímillum Øravík - Hov verður tikin ? Rapar dagliga Flemming Mikkelsen sigur , at sum øllum kunnugt , eru meira enn 40 ár farin , síðani vegurin ímillum Øravík og Hov varð gjørdur . Ferðslan er vaksin øgiligt hesa farnu tíð , serliga tunga ferðslan , nú mest sum allir flutningur til og frá oynni gongur um Drelnes . Dagliga koyra einir 600 bilar eftir hesum vegnum . - Omanfyri Hovs bygd gongur vegurin gjøgnum brattlendi , har grót dagliga rapar oman á vegin , og í fleiri førum hava omanlop og skalvar verið til ampa fyri ferðsluna , hetta hevur tíbetur enn ikki kostað mannalív . Løgtingsmaðurin sigur , at koyring eftir slíkum vegi er og verður vandamikil , sjálvt um ábøtur verða gjørdar . - Tí halda suðuroyingar , ið dagliga nýta henda veg til og frá arbeiði í góðum sum ringum veðri , at einasta rætta er at gera berghol ímillum Øravík og Hov . - Hetta er landsstýrismaðurin kunnaður um , tá ið út við 1300 suðuroyingar gjørdu vart við hetta vandamikla vegastrekkið . Hann vísir á , at í hesum sambandi er landsstýrismaðurin endurgivin fyri at siga , at tað verður ikki farið undir nakað arbeiði tey fyrstu nógvu árini , soleiðis sum fíggjarliga støðan er . Kortini er 1 mió. kr. settar av á fíggjarlógini í ár , har m.a. verður sagt í viðmerkingunum , at vegastrekkið Øravík - Hov treingir til ábøtur . Tí verður kannað , um tað er ráðiligt at byggja tunnil ístaðin fyri tað sera trupla arbeiði , sum tað er at breiðka vegin , sigur Flemming Mikkelsen . %% 261 Herurin hjá Alexanduri Mikla heldur fram í HM-kappingini Herurin hjá Alexanduri Mikla heldur fram í HM - kappingini Hondbóltur : Eitt tað besta altjóða úrslitið fyri føroyskan hondbólt varð veruleiki , tá føroyska U18 landsliðið vann 21 - 19 á Moldova . Tað merkir samstundis , at liðið heldur fram í HM - kappingini og skal til Danmarkar at halda páskir Alexandur Johansen úr StÍF var størsta hetjan millum allar hinar hetjurnar , tá føroyska U18 landsliðið sunnudagin í ítróttarhøllini á Hálsi og heima í stovunum runt um landið vann 21 - 19 á Moldova og sostatt sleppur at halda fram í HM - kappingini . Harafturat var sigurin væl og virðiliga uppiborin , og hann vísti eisini , at tað veruliga er grundarlag fyri føroyskari luttøku í altjóða hondbólti . Tað er helst skeivt at taka nakran framum aðrar á føroyska liðnum , men tey flestu vóru samd um , at Alexandur Johansen vísti spæl á sera høgum stigi meginpartin av dystinum , um tað so var frá miðjuni ella frá vonginum . Í dystinum í Vestmanna fríggjakvøldið móti Kypros var StÍF - vongurin eisini millum teir bestu á føroyska liðnum , har hann var ein av teimum fáu , sum ikki hevði óneyðuga stóra virðing fyri kypriotiska liðnum . Og í Havn sunnudagin var øll virðingin burtur , ikki bert hjá Alexanduri , men hjá øllum liðnum . Og tað var størsti munurin á avrikunum í teimum báðum dystunum . Sigurin á Moldova merkir eisini , at føroyska U18 liðið sleppur at halda fram í HM - kappingini . Hetta var ein sonevnd undan - undankapping , og nú gongur leiðin til Danmarkar , har undankappingin verður í døgunum 2 . til 4 . apríl . Sjálvt HM - endaspælið verður í Týsklandi í august mánaði . Tað er eisini frálíkt at vita , at liðið nú ikki bert verður syndrað , sum nógv helst høvdu roknað við , fór at henda . Liðið sleppur at halda fram og spæla fleiri dystir , og tað kunnu spælarar , leiðarar og føroyingar sum heild bert fegnast um . Venjarin Daniel Rapa og hjálparvenjarin Jákup Durhuus eiga sín stóra part av heiðrinum fyri , at teir hava megnað at spælt liðið somikið væl saman undir truplum arbeiðsumstøðum , og Hondbóltssambandið eigur eisini heiður fyri sítt landsliðsarbeiði . Um nakað so vísti úrslitið móti Moldova sunnudagin , at tað er grundarlag fyri einum A - landsliði , sum eisini má vera aðalmálið . Tað kann í øllum førum ikki vera rætt , at hesir ungu menninir skulu missa møguleikan fyri at spæla fyri Føroyar bert tí teir gerast ov gamlir , men áðrenn teir eru komnir í sín besta hondbóltsaldur . Vónandi er hetta eisini nakað HSF ásannar og arbeiðir við . Í Vestmanna fríggjakvøldið vóru ikki so nógv fólk , sum ein kundi roknað við , nú eitt sjáldsamt høvi beyðst til at síggja eitt føroyskt hondbóltslandslið . Høllin í Havn sunnudagin var so gott sum fullsett , og hóast meginparturin av áskoðarunum kundi gjørt meira fyri at stuðla liðnum - umframt at latið vera við at klappa aftan á tjóðsangirnar , tí tað er ikki nakar vakur siður - so kendu spælararnir seg uttan iva á heimavølli , og teir spældu eisini hareftir . Verjuinnsatsurin var 100 prosent , og í álopinum vóru ikki so nógvir nervar og so stór virðing , sum tað var móti Kypros tveir dagar frammanundan . Hjá summum sá tað hinvegin út til , at teir høvdu eina rúgvu av landsdystum á baki , og teir orkaðu eisini at halda dampinum uppi ein heilan dyst , sum jú eisini hevur sera nógv at siga . Sosialurin ynskir U18 landsliðnum og Hondbóltssambandinum tillukku við frálíka úrslitinum og ynskir góða eydnu um páskirnar , tá enn sterkari mótstøðulið bíða niðri í Danmark . %% 262 Vilja hava rætt at fiska við húki á friðaðum leiðum Vilja hava rætt at fiska við húki á friðaðum leiðum Tað hevði lætt munandi um hjá útróðrinum , uttan at tað hevði nervað fiskastovnarnar tað allarminsta , sigur Essa Petersen Landsfelag Vinnurekandi Útróðrarmanna , LVÚ , hevur nú heitt á Jørgen Niclasen , fiskimálaráðharra , um at geva útróðrarbátum loyvi at fiska á nøkrum friðaðum leiðum . Fyrra áheitanin er viðvíkjandi Norðhavinum , sum er friðað fyri allan reiðskap í gýtingartíðini hjá toski . LVÚ heitir nú á fiskimálaráðharran um at loyva snellubátum og snelluskipum at fiska í økinum . Felagið sigur , at í løtuni er tað so , at stórir línubátar royna inn á seks fjórðingar , har eisini nógvir útróðrarbátar royna . - Tá ið øki verða friðað , sigur tað seg sjálvt , at tað treingist um hjá øllum línuflotanum . Hetta er til stóran ampa fyri teir menn , sum dagliga rógva út á hesum leiðum og sum ikki hava aðra inntøku enn tað , sum teir draga úr sjónum . Línubátarnir liggja heilt inn á seks fjórðingar , so har ber ikki til hjá útróðrarbátunum at vera . Men av tí , at Norðhavið er friðað , noyðast teir sostatt heilt út á 20 fjórðingar fyri at kunna fiska . - Og hetta er alt ov langt út hjá teimum at fara , tí teir kunnu skjótt koma sær í óføri við so lítlum bátum . - Tí heita vit á landsstýrismannin um at loyva snellubátum og snelluskipum at fiska á Norðhavinum í teirri friðaðu gýtingartíðini , sigur Essa Petersen , formaður í LVÚ . Hann sigur , at hetta fær ongar sum helst avleiðingar fyri stovnin , tí veður og vindur ger , at tað vera so fáir dagar , tað er roynandi . - Men hinvegin kann tað , teir fáa , hava stóran týdning fyri teir einstøku bátarnar . Seinna áheitanin er viðvíkjandi Holinum eystanfyri . Tað er friðað í gýtingartíðini hjá upsa . Men LVÚ skjýtur upp at tað skal verða loyvt at fiska seta línu í hesum øki í gýtingartíðini - Men upsi fiskast ikki við línu , so ongin vandi skuldi staðist av at loyvt útróðrabátum at sett línu í Holinum . - Hetta hevði sjálvandi gjørt ræsurnar hjá línuflotanum nakað víðari , sigur LVÚ . %% 263 Finnbogi Arge, landsstýrismaður: - Tit mugu geva tol Finnbogi Arge , landsstýrismaður : - Tit mugu geva tol Landsstýrismaðurin við vinnumálum heldur ikki at vestmenningar bera seg skilagott at , tá teir á henda hátt kvetta sambandið við Vágoynna . - Málið um ferjuleguna í Vestmanna kann ikki viðgerast einsamalt og tí mugu vestmenningar geva tol , sigur hann Landsstýrismaðurin við vinnumálum fekk enn ein trupulleika at dragast við tá bygdarráðið í Vestmanna gjørdi av at blokera ferjuleguna inni á Fjørð . Bert heilt fáir bilar fóru um Sundið í gjár og sum nevnt aðrastaðni , so var endamálið við blokaduni at fáa landsstýrismannin í tal um rakstrarkostnaðin av ferjuleguni . Men tað verður , eftir tí sum skilst á landsstýrismanninum , ikki við slíkum miðlum , at hann fer í tættari samráðingar við vestmenningar . Finnbogi Arge heldur so avgjørt ikki , at framferðarhátturin hjá vestmenningum er tann rætti , tí fyri tað fyrsta so er málið um ferjulegurnar ikki so lætt at loysa , og fyri tað næsta , so eru tað tey , skeivu ' fólkini , sum føla avleiðingarnar av blokaduni . - Vit hava havt fleiri fundir um eitt nú at hækka havnargjøldini og eitt nú um leigu av básum á havnaøkjunum , men tað er nakað , sum tekur drúgva tíð og vit eru verri enn so komin á mál við tí viðgerini , sigur Finnbogi Arge . Hann leggur tó dent á , at vestmenningar ikki skulu vænta , at teir fáa dekkað útreiðslurnar av rakstrinum av ferjuleguni fyri tað at havnargjøldini verða justerað upp eftir og básaleiga verður ásett . Hvussu nógv kann bygdarráðið í Vestmanna vænta at fáa í havnargjøldum tá hækkingarnar eru komnar í gildi ? - Tey kunnu vænta sær eina hækking upp á umleið 150 túsund krónur og tað vil siga , at upphæddin , sum vestmenningar so fáa fer at liggja um eina hálva millión , sigur Finnbogi Arge . Henda upphæddin fer neyvan at nøkta vestmenningar serliga tá vit hava í huga , at rakstrarútreiðslurnar hjá kommununi av ferjuleguni inni á Fjørð liggja um tvær milliónir krónur árliga . Skilir støðuna og tó Finnbogi Arge viðgongur , at hann skilir støðuna , sum vestmenningar eru í , men hann leggur afturat vestmenningar eisini mugu skilja støðuna hjá Landsstýrinum . - Vit kunnu ikki taka ferjuleguna í Vestmanna burtur úr , og so viðgera hana fyri seg . Gera vit tað , so trúgvi eg ikki at t.d. leirvíkingar og tvørámenn verða serliga væl nøgdir , sigur Finnbogi Arge . - Hyggja vit í Kommunuálitið , so verður har lagt upp til , at samferðslan í framtíðini verður ein almenn uppgáva burturav og tí skal hetta í grundini viðgerast saman við tí áltinium , sigur Finnbogi og vísir á , at tað ikki er hann , sum umsitur kommunumál , men løgmaður . - Tí ber ikki til , bara soleiðis uttan víðari , at taka eina ferjulegu burturúr , tí málið skal viðgerast politiskt , áðrenn landið kann yvirtaka nakað sum helst , leggur Finnbogi afturat . Sjálvskapt støða Sum sagt , so heldur Finnbogi lítið um , at vestmenningar , á henda hátt seta blokadur í verk fyri at fáa glið á málið . - Eg skilji væl støðuna teir eru í , tí ferjulegan fíggjarliga er ógvuliga tung at reka , men í grundini hava teir sjálvir skapt ta støðu , teir eru í , sigur hann . - Bygdarráðið í Vestmanna gjørdi eitt ógvuliga stórt arbeiði fyri at fáa ferjuleguna flutta inn á Fjørð , og tað fingu teir eisini myndugleikarnar at taka undir við tá . Men hon var dýr , og tíverri var tað eingin , sum frammanundan kundi siga at landið kom í fíggjarliga trongstøðu . - Hinvegin , so haldi eg ikki , at teir bara kunnu blokera ferjuleguna á henda hátt , tí teir revsa ikki tey røttu við hesum tiltakinum . - Um eg eri ónøgdur við býráðið í Havn , so kann eg ikki bara leggja ein stóran klett út á vegin , har eg búgvi av somu orsøk . Tað havi eg ikki loyvi til og eg haldi at støðan hjá Vestmanna kommunu er tann sama . Hvussu málið skal loysast er enn ov tíðliga at siga , men sum skilst so verður arbeitt víðari við tí . Spurningurin er so bara um tað er nóg mikið hjá bygdarráðnum í Vestmanna at vita , at gongd er í málinum og at tað ikki eru tey , sum kunnu avgera nær ein endalig loysn fyriliggur . Tað hevur Finnbogi heldur ikki nakað boð uppá . - Men tey mugu í øllum førum geva tol , sigur landsstýrismaðurin at enda . %% 264 Einki hald í hasum Einki hald í hasum - Tað er beinleiðis ósatt , tá sagt verður at vit bert hava opið átta tímar um vikuna . Telefonavgreiðslan er 16 tímar , og somuleiðis fólk kunnu koma inn á gólvið hjá okkum aðrar 16 tímar um vikuna , sigur stjórin á stovninum , sum ikki vil leggja seg út í orðaskiftið við Rúnu Sivertsen Stjórin á Almannastovuni sigur , at starvsfólkini á stovninum onga grundgeving hava fyri at halda , at fólk misbrúka sosialu skipanina , men sjálvandi , allar skipanir kunnu misbrúkast . Tað hendir bara ógvuliga sjáldan á okkara leiðum . - Heldur hinvegin . Tað hendir nógv oftari , at fólk koma ov seint til okkara , við tí úrsliti , at tey eru so mikið verri fyri , enn tey áttu at verið , júst tí tey aftra seg við at biða um hjálp , sigur Maria Jacobsen . Annað er at fólk duga betur at brúka skipanina nú enn fyri nøkrum árum síðan , eitt nú eftir at arbeiðsloysið kom . Nú eru fólk meira vitandi um rættindi og skyldur , sigur Maria Jacobsen . Hon vil ikki tosa um tær skuldsetingar sum tingkvinnan setir fram , uttan so at hon fær skjalprógv fyri tí , sum Rúna Sivertsen setir fram . Harnæst kann stjórin á Almannastovuni ikki úttala seg um einastaklingamál , út frá tí , sum kom fram á tingsins røðarapalli , eins og hon ikki vil gera viðmerkingar til tað , sum kom fram í viðtalinum við Útvarpið sunnudagin . - Viðvíkjandi ógiftum sum búgva saman , og forsyrgjaraábyrgd er at siga , at Almannastovan ikki kann áleggja einum manni ella einari kvinnu forsyrgjaraábygd . - Lóggávan sigur at hjún hava skyldu mótvegis hjúnarfelaga og børnum . Tá ógift fólk búgva saman , og tey vegna arbeiðsloysi , sjúku o.s.fr. hava rætt til veitingar , fáa tey helvtina minni enn ein einsamallur uppihaldari , júst av tí at tey búgva saman , sigur Maria Jacobsen . %% 265 Støðan hjá fiskavirkjunum á bygd stendur við og versnar Støðan hjá fiskavirkjunum á bygd stendur við og versnar - Tað gongur bara aftur á hond hjá fiskavirkjunum kring landið , tí hvørja ferð politikarar siga seg vilja bøta um støðuna , endar tað við , at teir gera tað verri . - Støðan hjá okkum verður bara hættisligar og hættisligari . - Og tær ringu vónirnar , vit høvdu í heyst , fara tíverri helst at vísa seg at halda . Petur Johannesen , stjóri á Palm Seafood í Vági , sigur , at vágbingar eru enn líka ørkymlaðir og vónbrotnir av landsins myndugleikum , sum teir hava verið leingi . Síðsta heyst róptu fimm fiskavirki í Vági neyðarróp og ávaraðu ímóti hesi oyðileggjandi gongdini í fiskivinnuni , har kappingin verður meiri og meiri avlagað . M.a. vístu teir á , at tað kostaði virkjum kring landið nógv meiri at útflyta fisk , tí tey skuldu fyrst flyta hann til Havnar fyri egnu rokning . Somuleiðis noyðast tey at betala eyka fyri alt , tey skulu brúka í framleiðsluni , tí tey skulu betala flutning úr Havnini út á virkini . Leiðslurnar á teimum fimm virkjunum í Vági søgdu , at hvat teimum viðvíktu var støðan so hættislig , at tey vóru øll farin á heysin í summar . Síðsta heyst høvdu fiskavirkini í Vági fund løgtingsmenninar í Suðuroynni um støðuna . Petur Johannesen sigur , at eitt úrslit av fundinum var , at tey skuldu fáa fund við Finnboga Arge , Landsstýrismann í vinnumálum um støðuna . Men hesin fundurin bleiv ongantíð av nøkrum - Hann varð útsettur og útsettur , ferð eftir ferð . - Og tað endaði við , at landsstýrismaðurin boðaði frá , at hetta var ikki hansara borð . - So varð roynt at fáa fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum . Men so fór hann frá . Og einaferð endaði tað við at vit fingu ein kunnandi fund við Anfinn Kallsberg , sum umsat fiskivinnumál fyribils . Tann fundurin førdi ikki til nakað sum helst . Nú er so aftur nýggjur fiskimálaráðharri settur og vágbingar dylja ikki fyri , at seta sítt álít á , at hann megnar at bøta um støðuna . Gongur skeiva vegin Petur Johannesen sigur , at trupulleikin er , at kappingin í fiskivinnuni verður meiri og meiri avlagað . - Veruleikin er , at hvørja ferð , politikararnir siga , at teir vilja bøta um støðuna , endar tað bara við , at teir gera hana verri . - Og ætlanin , at seta stuðul í verk fyri at flyta virkaðan fisk av virkjunum til útflutningshavnina , var so tað ringasta av øllum . - Tí tann ætlanin fevndi bara um flutning av feskum fløkum . Petur Johannesen sigur , at tað er heilt burturvið at pilka einstakar partar í fiskivinnuni burturúr , og geva teimum stuðul framum allar aðrar partar í fiskivinnuni . - Skal flutningsstuðul latast , skal hann latast til flutning av øllum fiski , tí annars er avlagar tað kappingina . - Verður bara flutningur latin til fesk fløk , verða øll hini virkini nógv verri fyri . - Tí hetta gevur teimum , sum fáast við fesk fløk , ein stóran fyrimun , tá ið tey keypa fiskin í kapping tey , sum virka aðrar vørur burturúr fiskinum . Stjórin á Palm Seafood vísir eisini á , at tað er púra burturvið , at stuðulin , sum verður latin til at flyta fisk til virkini , verður bara latin fyri fisk , sum er keyptur á uppboði . - Tvs , at tey virki , sum keypa fisk á eini avreiðingarmiðsstøð fáa ongan flutningsstuðul . - Samstundis er ætlanin at tvinga skip at selja ein ávísan prosentpart á uppboðssøluni - Hetta er eisini ein skipan sum er út av lagi kappingaravlagandi , tí tað gevur teimum fyrimun , sum keypa á uppboði , framum tey , sum keypa aðrastaðni . Hann heldur eisini , at hetta kann geva uppboðssøluni eina óhepna maktstøðu . - Tað er bara ein uppboðssøla , og alla aðrastaðni verður roynt at ganga burturfrá monopoli , sigur hann . Verri og verri Petur Johannesen sigur , sostatt , at hvørja ferð , at politikararnir royna at gera støðuna betri , endar tað bara við , at teir gera hana verri . Hann heldur , at ein orsøk til tað er , at politikarar skilja ikki trupulleikan í fiskivinnuni úti um landið . - Vit biðja ikki um nakrar ávísar fyrimunir . Tað einasta , vit biðja um , er , at tær lógir , sum verða settar í gildi , eru galdandi fyri øll , so at øll eru líka fyri lógini . - Tí alt annað , avlagar bara kappingina , sum er nóg viðbrekin sum er , sigur Petur Johannesen %% 266 Torført at selja landsliðið og kappingar til føroyskt vinnulív Torført at selja landsliðið og kappingar til føroyskt vinnulív Fótbóltur : Hóast stórt hall í fjør stúrir FSF formaðurin ikki fyri framtíðini hjá Fótbóltssambandinum , men hann ásannar , at tað er frá útlandinum , at inntøkurnar stava Hevði onkur roknað við , at Torleif Sigurðsson og hinir í FSF fóru at fáa eina orduliga skolu og kanska eitt misálit , tá teir løgdu roknskapin og 2,8 millióna hallið , sum vit umrøddu leygardagin , fyri aðalfundin , so høvdu tey roknað skeivt . Roknskapurin varð góðkendur so at siga uttan orðaskifti , burtursæð frá tí , sum formaðurin sjálvur hevði at leggja afturat . Torleif Sigurðsson upplýsti , at teir í fíggjarætlanini fyri 1999 rokna við einum rakstraryvirskoti uppá 1,6 millión krónur , og tá hava teir ikki lagt upp fyri fjórðinginum av tí milliónini av dollarum , sum FSF fer at fáa frá FIFA í ár . Um hetta verður lagt afturat , verður yvirskotið ikki 1,6 milliónir , men heldur 3,35 milliónir krónur , og harvið fer tað at bera til at styrkja um eginpeningin aftur . Á nýggjárinum var hann komin niður á knappar 70 túsund krónur . At tað yvirhøvur bar til at rinda rokningar í 1998 komst av fíggingini , sum fæst frá UEFA , solidariska hugburðinum hjá UEFA , og so beinasemi frá Føroya Sparikassa , staðfesti formaðurin . Sambært roknskapinum so vísti kassakreditturin í sparikassanum 1.812.359 krónur . Tungt hoyggj Í munnligu frágreiðingini til aðalfundin upplýsti Torleif Sigurðsson , at tað verður arbeitt við at selja steypakappingarnar og landskappingarnar . Í fjør varð farið undir nýggja steypakapping í kvinnudeildini , men enn hevur tað ikki eydnast at finna ein stuðul , og í ár verður tað farið undir nýggja steypakapping hjá monnunum , men enn hevur tað ikki eydnast at funnið ein stuðul . Eftir fundin ásannaði formaðurin í FSF , at tað er úr útlandinum , at Fótbóltssambandið fær pengarnar , sum skulu til raksturin , og at tað tykist vera ógvuliga torført at fáa føroyskt vinnulív at rinda tað , sum teir í FSF halda vera rímuligt fyri at eiga rættin til eina landskapping og steypakapping . Tað kostar at hava landslið Sum vit søgdu í blaðnum leygardagin , so var høvuðsorsøkin til stóra hallið í 1998 , at landsliðið var fýra ferðir á útivølli og bara eina ferð á heimavølli . Í 1999 verður landsliðið fýra ferðir á heimavølli og bara eina ferð á útivølli . FSF formaðurin segði , at teir rokna ein útidyst hjá landsliðnum at kosta fýra hundrað túsund krónur , og tá eru løn til venjarar og samsýningar til spælarar og hjálparfólk ikki tald uppí . Útreiðslurnar til hjálparfólkini ella tað , sum verður kallað teknisk starvsfólk , var í fjør 95 túsund krónur , og endurgjaldið og samsýningarnar til spælararnar vóru íalt 524 túsund krónur . Áskoðarainntøkurnar frá einasta heimadystinum í fjør - hann var móti Kekkia - vóru 331 túsund krónur . Í munnligu frágreiðingini upplýsti formaðurin , at avtalan , sum tíðliga í fjør varð gjørd við landsliðsspælararnar , ber við sær , at fram til endan á 2001 fáa landsliðsspælararnir 850 krónur fyri hvønn fullan dag og 425 krónur fyri hvønn hálvan dag , teir brúka uppá landsliðið . Harafturat fáa teir fýra túsund krónur í part fyri javnleik og átta túsund krónur í part fyri ein sigur , og so fáa teir ein túsund krónu seðil í part fyri hvørt plássið , sum Føroyar fara upp á FIFA styrkislistanum . Samlaða hallið av U - 18 landsliðunum báðum , U - 16 landsliðnum og U - 15 landsliðnum var 775.677 krónur . %% 267 Morsilykilin innilæstur Morsilykilin innilæstur Tøknin er nú so framkomin , at í framtíðini fara radiostøðir , sum til dømis Tórshavn Radio , ikki at hava skyldu til at lurta á Neyð - og Trygdartænastuni á 500 kHz . Tað er á frekvensinum har morsað verður . Sunnukvøldið á midnátt var morsilykilin innilæstur í altjóða samanhangi og í tí sambandinum varð skipað fyri lítlari samkomu fyri núverandi og fyrrverandi starvsfólkum Tað er meira sjáldan , at tað verður skipað fyri samkomum tá ein skipan verður niðurløgd , men tað kemur fyri av og á . Ikki minst á miðjari nátt er tað óvanligt . Sunnukvøldið á midnátt skipaði Tænastumiðstøðin , sum tað nú eitur , fyri samkomu í sambandi við , at støðin ikki longur hevur skyldu til at lurta á Neyð og Trygdartænastuni á morsifrekvensinum , 500 kHz , kalla teir tað . Og í tí sambandinum vóru eini 40 fyrrverandi og núverandi starvsfólk og heilsaðu uppá á Tænastumiðstøðini . Nógv teirra gamlir telegrafistar og teknikarar , sum hava brúkt morsing , sum eitt " arbeiðstól " , sum nú ikki er fyri neyðini longur , nú tøknifrøðiliga menningin ikki kennir afturhald . Tað er nú ikki nakað føroyskt fyribrigdi , at morsingin skal niðurleggjast , sum samskiftisamboð - heldur tvørturímóti . Krøvini koma frá IMO , sum stendur fyri International Maritime Organisation . Felagsskapurin sigur , at í seinasta lagi 1 februar ár 2005 , skulu øll skip nýta sokallaðu GMDSS - skipanina , sum er ein digital kalliskipan . Skipanin kann antin senda yvir satelitt , ella yvir VHF ella Myllumbylgju . Ein fyrimunur við hesi skipan er at um tað ikki eydnast at fáa beinleiðis samband við skipið , so sendir GMDSS - urin eina Intentifikatión og eina positión , sum tryggjar at hjálp kann sendast til rætta stað , hóast ein ikki hevur munnligt samband við skipið . Niðurleggja ikki morsibylgjuna kortini . Men fyri tað at Tænastumiðstøðin í framtíðini ikki hevur skyldu til at lurta á morsifrekvensinum , so verður tann skipanin ikki niðurløgd fyri tað . Aksel Haraldsen , deildarleiðari á Tænastumiðstøðini hjá Føroya Tele sigur í eini viðmerking , at føroyingar , saman við finnum , svium og norðmonnum hava avgjørt at halda skipanina opna . - Fyri okkara part er einans av handilsligum orsøkum , sigur Aksel . - Á føroyskum havleiðum eru nógv eysturlendsk skip , sum ikki enn eru so framkomin , og tí fara vit at hava skipanina opna fyri at varðveita samskiftið við teir tann vegin eina tíð afturat . Vit vænta at longu í ár fer samskiftið at minka nógv tí øll skip skulu undir SOLAS ( Altjóða samtykt um trygd hjá skipum ) skulu hava nýggja samskiftisútgerð umborð nú . Fartelefonin tók nógv Annars er aktiviteturin á Telegrafstøðini nógv minkaður seinastu árini . - Tøkniliga menningin hevur havt tað við sær , at ein stórur partur av samskiftinum , sum fyrr gekk um Telegrafstøðina , nú gongur um fartelefon ístaðin . Fólk vilja heldur ringja beinleiðis , enn at ringja til okkara , og tað mugu vit góðtaka , sigur Aksel Haraldsen Hann sigur , at meginparturin av arbeiðinum hjá telegrafistunum fer til at lurta á neyðfrekvensum , lesa veðurtíðindini , samskifti við skip á ytri farleiðunum og til at samskifta við útlendsk skip . Men tað merkir sambært hann ikki , at telegrafistarnir gerast arbeiðsleysir av teirri orsøk . - Nei , tí hóast parturin hjá Tórshavn Radio minkar , so er aktiviteturin í húsinum stórur og vit hava brúk fyri teirra arbeiðsmegi á øðrum økjum , sigur Aksel Haraldsen , sum leggur afturat at eingin verður uppsagdur av umskipanini . Føroya Tele hevur framt nakrar bygnaðarbroytingar , sum millum annað hava ført við sær at øll samdøgurtæansta er løgd í eina deild . Við hesum er Telegrafstøðin og Sertænasturnar ( t.d. nummarkall ) lagt saman í Tænastumiðstøðina . Í tryggum hondum So ongum nýtist ganga ótryggur fyri tað at morsingin ikki longur verður brúkt í samskiftinum við skipini , hóast onkur av teimum " gomlu " telegrafistunum uttan iva varð noyddur at turka eitt tár úr eygnakrókunum sunnukvøldið , tá morsilykilin var innilæstur í altjóða høpi . %% 268 - Vit detta niður ímillum tveir stólar - Vit detta niður ímillum tveir stólar - Tað er neyðugt at taka støðu . Vit kunnu ikki bara vera í status quo støðu , soleiðis at einki hendir . Tá detta vit rætt og slætt niður ímillum tveir stólar sigur Anfinn Kallsberg , løgmaður nú vit sum partur av ríkinum ikki eru við í samarbeiði hvørki á ES - síðuni ella EFTA - síðuni . Løgmaður viðgongur , at hesir spurningar hava verið alt ov lítið viðgjørdir á politiskum støði í Føroyum øll hesi árini . - Eg vóni , at vit fáa sett hol á eina veruliga viðgerð av hesum málum í viðgerðini av uttanlandsmálum á tingi . Í dag fer løgtingið undir aðalorðaskifti um uttanríkispolitikk Føroya . Hetta er triðju ferð , at orðaskifti er á tingi um leiklut Føroya á tí uttanlandspolitiska økinum . Í hesum sambandi hevur løgmaður longu lagt fyri tingið eina rættiliga rúgvusmikla frágreiðing . Har sigur løgmaður m.a. at uttanlandsviðurskifti eru vorðin alt meira viðkomandi fyri tað føroyska samfelagið . Altjóðagerðin hevur havt við sær , at lond samskipa seg á flestu økjum , til tess at samskiftið teirra millum kann fara fram smidliga og á ein so greiðan hátt sum gjørligt . Tað er m.a. í hesum sambandi , at ein uttanlandsdeild er vorðin skipað á løgmansskrivstovuni . Í Føroyum er tað løgmaður , sum situr fyri uttanlandsmálum og sum samskipar uttanlandsmál . Hetta geldur eisini á serøkjum , sum løgmaður hevur sett aðrar landsstýrismenn at fyrisita . Landsstýrismenninir hava tó ábyrgdina av at fyrireika føroyska lóg á serøkjunum og útinna hana . Frágreiðingin , sum løgmaður legði fyri tingið í farnu viku , er ein lýsing av uttanlandssamstarvinum í 98 og ætlanum landsstýrisins á uttanlandsøkinum fyri 1999 . Harumframt leggur hon , við støði í , Reyða Álitinum ' , upp til aðalorðaskifti um framtíðarstøðu Føroya í Evropa . Meira við í heimssamfelagnum Anfinn Kallsberg , løgmaður sigur við Sosialin , at hann vónar at fáa eitt sakligt og breitt orðaskifti í tinginum í dag og leggur hann serstakan dent á , at tingmenn geva síni boð uppá okkara luttøku í heimssamfelagnum og tað á fleiri økjum , bæði á tí handilspolitiska og á tí meira globala . - Eg má viðganga , at eg havi ongantíð havt so stóran áhuga fyri tí uttanríkispolitiska økinum , men tað dugi eg at síggja , at har eru kraftigar rembingar allastaðni í løtuni . Eg trúgvi vit skulu vera nógv meira við , enn vit hava verið higartil . Løgmaður vísir á , at tað broytist so nógv alla tíðinda rundan um okkum , og fylgir tú ikki við á nøkrum økjum , so verður gloppið størri og størri . Anfinn Kallsberg heldur , at vit mugu viðgera og taka støðu til uttanlandsmálini uttan mun til , hvat hendir í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar . - Skulu vit her og nú til at standa fyri øllum teimum uttanríkispolitisku málunum , so krevur tað øgiligar ressursir , men tað er væl eitt av teimum undantøkunum , sum vit hava sett í samgonguskjalið , at tað er ein so stórur biti uppá ein gang , at tað er nakað , sum vit mugu gera eina avtalu um , hvussu vit skipa tað frameftir saman við dønum . Løgmaður ber eitt sindur av ótta fyri , hvussu tingið er fyri at fara undir eina slíka viðgerð . - Eg sigi bara frá mær sjálvum , at hóast eg havi verið leingi á tingi , so er hetta eitt øki , sum í míni tíð hevur verið rættiliga grátt . Eg havi ikki lagt serliga stóran týdning í tað , og havi heldur ikki havt serligan áhuga fyri tí . So eg kundi hugsað mær , at hetta eru rættiliga kompliseraðir spurningar , og tí er tað eisini ein spurningur um , hvørja orku tingmenn hava fyri at fara inn í ein dialog um hesi viðurskiftini - sum kortini er alneyðugt . ES og Føroyar Løgmaður heldur øll málini hava stóran týdning , men heldur tað sjálvandi vera umráðandi at viðgera og taka støðu til viðurskifti , sum koma at ávirka okkara gerandisdag tvs . handilsviðurskifti , samstarv innan útbúgving og menning á flestu økjum , rætt og slætt at vera við , har tingini henda . Anfinn Kallsberg sigur , at vit føroyingar eru í tí sera óhepnu støðu - sjálvt um vit hava ríkisfelagsskap við danir - eru vit avskornir at luttaka sum partur av ríkinum í tí útviklingi , sum Danmark hevur fingið , tvs . at meðan Danmark er við í einum rívandi útviklingi innan ES , so eru vit als ikki við í tí samstarvinum . Tað merkir so aftur , at teinurin millum Danmark og Føroyar á hesum øki verður størri og størri . Hann verður eisini størri til bæði Noreg og Ísland , av tí at tey londini partvíst fylgja við menningini sum ein partur av EFTA og EBS . Løgmaður sigur , at vit royna at bøta um hesi viðurskiftini , men tað gongur ótrúliga long tíð . Okkara ríkisrættarliga støða ger , at vit eru ikki við í samarbeiði hvørki á ES - síðuni ella EFTA - síðuni . Orsøkin til hetta er sum sagt tann , at vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark . Anfinn Kallsberg vísir á , at vórðu vit ein sjálvstøðug tjóð , so høvdu vit kunnað valt sjálvir . - Tað vit kunnu velja í dag er avmarkað til at velja tað sama sum Danmark velur , og tá vit ikki velja tað , so fáa vit heldur ikki valt síðu og farið yvir til EFTA - síðuna . Løgmaður heldur ikki tað hevði verið nakar trupulleiki at fingið limaskap í ES ella í EFTA , um vit vóru sjálvstøðug tjóð . - Sigur tú við hesum , at vit eiga at skunda undir fullveldi og gerast sjálvstøðug tjóð ? - Tað sigi eg ikki neyðturviliga , men tað er neyðugt at fáa avklárað spurningin . Tað er neyðugt at taka støðu . Vit kunnu ikki bara vera í status quo støðu , soleiðis at einki hendir . Tá detta vit rætt og slætt niður millum tveir stólar . Løgmaður viðgongur , at hesir spurningar hava verið alt ov lítið viðgjørdir á politiskum støði í Føroyum í øll hesi árini . - Eg vóni , at vit fáa sett hol á eina veruliga viðgerð av hesum málum í viðgerðini av uttanlandsmálum á tingi . Markið uppá pláss Eitt annað stórmál , sum verður umrøtt í frágreiðingini hjá løgmanni eru samráðingarnar við bretar um landgrunnsmarkið . Anfinn Kallsberg sigur , at í verandi løtu bendir alt á , at tað fer at eydnast pørtunum at koma til eina semju tíðliga í vár í hesum týdningarmikla máli . - Eftir at vit hava samráðst í eini 8 ár um eitt slíkt mál , so vil tað vera ein spurningur um at gera eitt ella annað kompromi . Tað vildi verið løgið , um annar parturin fekk alt . Vit royna sjálvandi at verja føroysk áhugamál men mugu so royna at koma til sættis við hin partin , so málið verður loyst . Løgmaður sær annars fyri sær stórar møguleikar fyri at menna samvinnuna við bretar í framtíðini . - Vit og Bretland eru næstu grannar , og eg kann ikki ímynda mær annað enn , at tað fara at henda broytingar í samskifti okkara við umheiminum , har tað er ein sjálvfylgja , at samvinna við næsta grannan fer at mennast enn meira . Tætt samstarv við bretar Anfinn Kallsberg heldur tað vera heilt náttúrligt við einum tøttum samstarvi við Bretland á nógvum økjum , og hóast hann ikki hevur avgjørda meining um , at marknatrætan hevur verið nakar kíli í samstarvinum , so kann ein loysn í nettup hesum stóra máli vera eitt slag av katalysatori við enn størri samvinnu . Og her dylur løgmaður ikki fyri , at hann eisini hugsar um eina samvinnu um leiting og útvikling av oljuøkjum millum Føroyar og Bretland . - Bretar hava jú drúgvar royndir á oljuøkinum , meðan vit eru nærum heilt blankir , so eg dugi ikki at síggja , at nakað skuldi verið til hindurs fyri at fingið samvinnu í lag nettup á hesum økinum . Løgmaður sigur tað annars ikki vera nakar fremmandur tanki fyri seg , at Føroyar einaferð í framtíðini kunnu koma at vera ein týðandi leverandørur av gassi til bretska heimamarknaðin . Vit spurdu løgmann , um tað ikki hevði verið eitt gott hugskot at fingið bretska forsætisráðharran Tony Blair og danska starvsbróðurin Poul Nyrup Rasmussen til Føroya , tá marknaavtalan verður undirskrivað ! - Tað hevði helst verið eitt frálíkt hugskot , men latið okkum nú fyrst fáa hetta málið uppá pláss . Uttanlandsmál Vit prenta her samandrátt løgmans av Uttanlandsmálum í frágreiðingini , sum varð latin tinginum í farnu viku . , Leiklutur Føroya á tí uttanlandspolitiska økinum økist alsamt og gerst samstundis støðugt týdningarmiklari sum árini fara . Í komandi árum hevur Føroya Landsstýri sett sær fyri at fremja eina røð av málum á tí uttanlandspolitiska økinum . Landsstýrið hevur avrátt , í samsvari við løgtingssamtykt seinasta heyst , at fara undir samráðingar við donsku stjórnina til tess at fremja grundleggjandi broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya . Úrslitið av samráðingunum verður ein millumlandasáttmáli , sum skipar Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land við fullveldi , og sum samstundis skipar framtíðarsamstarvið landanna millum . Eitt annað stórmál , ið arbeitt hevur verið við í samráð við uttanlandsnevndina , er markið millum Føroyar og Bretlands . Í verandi løtu bendir alt á , at tað fer at eydnast pørtunum at koma til eina semju tíðliga í vár í hesum týdningarmikla máli . Á tí handilspolitiska økinum hevur landsstýrið avgjørt at taka samstarv Føroya við Evropeiska Samveldið upp til máls av nýggjum við øktum samstarvi fyri eyga . Landsstýrið er sinnað at byggja verandi handilssáttmála út , samstundis sum farið verður undir at kanna nærri møguleikan við einari føroyskari luttøku í EFTA og EBS . Víðkanin av verandi handilssáttmála er longu farin í gongd , og væntandi fara landsstýrið og ES nevndin at semjast um eitt heilsufrøðiligt samstarv í hesum ári . Annars verður víst til tað Reyða Álitið , ið var latið løgtinginum í fjør . Vegna tess , at føroyski búskapurin er sera opin og tískil fullkomiliga bundin av samvinnu við útheimin , fer landsstýrið støðugt at menna og seta á stovn samstarv við onnur lond . Tá ið handilssáttmálarnir við tey mið- og eysturevropeisku londini eru fingnir í lag , fer landsstýrið at miðja eftir líknandi samstarvi við aðrar partar av heiminum . Støðið undir tí føroyska búskapinum er fiskatilfeingið . Grundarlagið fyri framtíðarumsiting av livandi tilfeingi havsins verður áhaldandi viðgjørt í avvarðandi altjóða felagsskapum . Landsstýrið er av teirri áskoðan , at týdningarmikið er at luttaka í hesi viðgerð , ikki minst av tí at hesar altjóða meginreglur eftir øllum at døma fara at verða støði undir framtíðar fiskiveiðisamstarvi Føroya við onnur lond . Á sama hátt hevur landsstýrið sett sær fyri at endurskoða leiklut Føroya í altjóða samstarvi um umhvørvi og burðardygga menning . Arktiska Ráðið er eitt gott dømi um hesa gongd . Føroya Landsstýri luttekur nú bæði á politiskum og embætismannastigi í arktiska samstarvinum . Samanumtikið kann sigast um uttanlandspolitikk landsstýrisins , at í mun til undanfarin ár fer landsstýrið at virka fyri einari øktari luttøku í teimum altjóða avbjóðingum og rembingum , ið vera Føroyum fyri framman . ' %% 269 Karl formaður í 25 ár Karl formaður í 25 ár Tá hetta skeiðið hjá nevndini í Havnar Arbeiðsmannafelag er av , hevur Karl Johansen verið formaður felagsins í 25 ár Eirikur Lindenskov Leygardagin hevði Havnar Arbeiðsmannafelag aðalfund á Hotel Föroyum í Havn . Umframt formannin stóðu tveir av nevndarlimunum fyri vali - Eyðbjørn Jacobsen og Rólant Næs - Joensen , sum báðir vórðu afturvaldir . Hetta var eisini fyrstu ferð , at valt varð eftir nýggju skipanini , har formansuppskotið skal verða latið nevndini innan fundin , og var eitt formansuppskot umframt Karl Johansen . Nakrir av limum Havnar Arbeiðsmannafelags høvdu stillað Poul Rufus Danielsen upp ímóti Karl Johansen , men tá talt varð upp , varð Karl Johansen valdur við 97 atkvøðum móti 47 til Poul Rufus Danielsen . Havnar Arbeiðsmannafelag er skipað við formanni og næstformanni . Næstformaður er Rólant Næs - Joensen , meðan felagið hevur fastan skrivara , Monrad Kjælnes , sum tekur sær av dagliga virksemi felagsins . Havnar Arbeiðsmannafelag hevur ikki formannin í fullum starvi , sum fleiri onnur feløg hava . Karl Johansen varð fyrstu ferð valdur til formann í Havnar Arbeiðsmannafelag í 1976 og hevur sitið øll árini síðani . Formaðurin stendur fyri vali aftur í 2001 . %% 270 Húsalánsgrunnurin ger bústaðir til eldri fólk Húsalánsgrunnurin ger bústaðir til eldri fólk Húsini hjá Zacharisi Niclasen Undir Pisuvarða í Havn verða í framtíðini bústaður hjá eldri fólki . Húsalánsgrunnurin hevur keypt húsini hjá Zacharisi Niclasen Undir Pisuvarða frá Tórshavnar býráð til eldrabústað . Herfyri keypti Tórshavnar býráð alla ognina , tað vil siga húsini og stóra urtagarðin , og hevur síðani selt húsini til Húsalánsgrunnin . Hvørki Tórshavnar býráð ella Húsalánsgrunnurin vilja upplýsa keypsprísin . - Vit keyptu ognina fyri at varðveita urtagarðin sum ein grønan blett í miðbýnum í eini ætlan at samanbinda miðbýin við Trapputrøðna , sigur Leivur Hansen , býráðsformaður í Havn . Tórshavnar kommuna eigur húsini og urtagarðin hjá Hans Andriasi Djurhuus beint við síðuna av . Kommunan hevur røktina av tí garðinum um hendi og ætlanin er nú at víðka hann til eisini at fata um urtagarðin hjá Zacharisi á Skipafelagnum og kanska longur niðan seinni soleiðis , at Trapputrøðin verður bundin saman við miðbýin . - Hetta gera vit fyri at varðveita nakrar grønar blettir í býnum og fyri at skapa ein hugna hjá fólki mitt í øllum ferðslurokanum . Har kunnu fólk koma inn í eina oasu , har tað ber til at ganga uttan at verða ávirkað av ferðsluni , sigur Leivur Hansen . Urtagarðurin hjá Zacharisi á Skipafelagnum er stórur og vakur , men ábøtur og viðlíkahald skulu gerast . Vakurt umhvørvi Umframt at varðveita vakrar grønar blettir í býnum liggur tað eisini frammalaga í huganum hjá Tórshavnar býráð at útvega eldri fólki bústaðir . Í løtuni arbeiðir ein bólkur við at gera eitt álit um , hvønn politikk Tórshavnar kommuna skal reka á eldraøkinum í framtíðini , og har er eldraíbúðir eitt mál , ið stendur á skránni . Álitið verður liðugt í summar . - Vit taka ímóti nýggja tiltakinum hjá Íbúðargrunninum hjá Húsalánsgrunninum við opnum ørmum . Býráðslimir hava ásannað , at vit eiga at arbeiða miðvíst við at skapa umstøður fyri at eldri fólk fáa alternativar bústaðarmøguleikar sum heild . Húsalánsgrunnurin hevur biðið um at sleppa at byggja eldraíbúðir á Skálatrøð og tað málið er í løtuni til viðgerðar í byggideildini og kemur væntandi fyri á fundi í byggi - og býarskipanarnevndini í næstu viku . Somuleiðis ætlar grunnurin at byggja eldraíbúðir á eini trøð , teir hava keypt við Dalavegin umframt at aðrar ætlanir eru í umbúna . Verður alt hetta sett í verk er talan um eitt rættiliga stórt tal av íbúðum . Tórshavnar kommuna fer ikki sjálv undir bygging av eldraíbúðum , men verður við í tann mun , at hon útvegar lendi . Hvør , ið fer at gera av , hvør sleppur í íbúðirnar , er ikki greitt enn , men helst verður talan um eina nevnd við umboðum fyri Tórshavnar býráð og Húsalánsgrunnin . Húsini væl egnað Enn hevur Húsalánsgrunnurin ikki gjørt endaliga av , um húsini hjá Zacharisi á Skipafelagnum verða bygd um til eldraíbúðir ella sambýli . - Vit hava kannað báðar møguleikarnar , og hvat húsini eru best egnað til . Eitt upprit er gjørt um , hvussu nógvar íbúðir kunnu gerast í húsinum og hvussu nógv fólk eitt sambýli kann hýsa . Út frá tí taka vit so eina støðu , men eftir øllum at døma verða tað eldraíbúðir . Húsini eru gomul , men væl egnað til endamálið . Tey eru í einum góðum og vøkrum umhvørvi við einum stórum urtagarði , sigur Jóannes Dalsgarð , stjóri í Húsalánsgrunninum . Stjórin í Húsalánsgrunninum vil í løtuni ikki siga , nær húsini verða liðug umbygd . - Vit fara í gongd í ár , men nær tey verða liðug er ov tíðliga at siga , sigur Jóannes Dalsgarð . %% 271 Tryggja tín nýggja TOYOTA fyri 850 kr Tryggja tín nýggja TOYOTA fyri 850 kr - Tað er beinleiðis at snýta fólk , um vit krevja tað sama í tryggingargjaldi upp á ein gamlan bil , sum ein nýggjan , sigur stjórin í TRYGD , sum tí letur 25 % avsláttur í tryggingargjaldinum , tá bilurin er seks ár Meðan Tryggingarfelagið Føroyar hevur tikið burtur aldursfrádráttin , sum var í tryggingargjaldinum áðrenn 1 . februar í ár , soleiðis at gamlir bilar verða eins dýrir at tryggja , sum nýggir bilar , so hevur Partafelagið Trygd aðra áskoðan hesum viðvíkjandi : - Tað er beinleiðis at snýta fólk , um vit krevja tað sama í tryggingargjaldi fyri ein gamlan bil , sum fyri ein nýggjan bil , ger Christian C . Nielsen , stjóri í Trygd greitt . Tí sigur Trygd , at bilar , sum eru seks ár og eldri , fáa ein avsláttur í tryggingargjaldinum upp á 25 % . - Tað er als ikki rætt , tá sagt verður , at tryggingarfeløg aðrastaðni eru gingin burtur frá skipan við aldursfrádrátti . Tað rætta er , at tey ongantíð hava innført hesar skipanir , og tað hava tryggingarfeløg í eitt nú Danmark verið nógv kritiserað fyri , sigur Christian C . Nielsen . Hann hevur , áðrenn hann kom í starv hjá Trygd , starvast hjá danska tryggingarfelagnum GF - Forsikring . Hetta er 10 . størsta tryggingarfelagið í Danmark , sum hevur 170.000 bilar tryggjaðar . Christian C . Nielsen sigur tí , at hann hevur eitt sindur av skili fyri biltrygging . - Bæði FDM og danska brúkararráðið hava fleiri ferðir roynt at fingið tryggingarfeløgini at lækka prísirnar á tryggingum fyri gamlar bilar , men hetta hevur ikki eydnast . - Tryggingarfelagið Føroyar grundgevur hetta við , at tað kostar eins nógv at umvæla ein gamlan bil , sum ein nýggjan bil . Er tað ikki so ? - Nei , tað er als ikki so . Fyri tað fyrsta , so kanst tú loyva tær at umvæla gamlar bilar við brúktum lutum , hóast eg væl veit , at hetta ikki verður gjørt í stóran mun í Føroyum . Men hinvegin so hevur ein gamal bilur nógv lægri virði enn ein nýggjur bilur , og tí verður hann skjótari dømdur vrak - totalskaddur , enn ein nýggjur bilur , sigur Christian C . Nielsen . Hann tekur sum dømi ein nýggjan bil fyri 200.000 krónur . Tá hesin er 10 ára gamal , so hevur hann sjálvandi ikki eitt virði upp á 200.000 kr - men kanska bert 40.000 kr. Tá verður hann dømdur totalskaddur , tá skaðin nærkast hesum virði . Tí heldur TRYGD , at tað er rætt við einum avsláttri í tryggingargjaldinum upp á gamlar bilar . %% 272 Eiga at kanna um siglingstíðin kann setast niður í helvt Eiga at kanna um siglingstíðin kann setast niður í helvt - Vit eiga at leiga ein katamaran til suðuroyarsiglingina í eini royndartíð , heldur Páll Vang , býráðsformaður á Tvøroyri Kann tíðin at sigla úr Suðuroy til Havnar setast niður í helvt ? Tað vita vit ikki - enn . Men Páll Vang , býráðsformaður á Tvøroyri heldur avgjørt , at møguleikin er verdur at kanna . Hann skjýtur upp fyri politikarum , at næstu ferð , Smyril skal í dokk , verður tað gjørt um summarið . - Ímeðan hann so er í dokk , eiga vit so at leiga ein katamaran at sigla ímillum Havnina og Suðuroynna . - Gongur tann royndin væl , eiga vit at koyra Smyril í dokk út ímóti vetri árið eftir , og so aftur vita , hvussu ein katamaranur hevði roynst hesa árstíðina . Býráðsformaðurin á Tvøroyri sigur , at tað hevur verið ein øgilig menning á hesum øki seinastu árini . - Tí eiga vit ikki at lata ræða av royndunum , vit gjørdu við katamaraninum Hornoy , sum vit leigaðu til suðuroyarsiglingina eitt summarið síðst í sjeytiárunum . - Katamaranarnir , sum fáast nú á døgum kunnu als ikki samanberast við Hornøy . Í dag fáast katamaranar sum eru líka stórir , og væl størri enn Smyril . Teir sigla 40 - 50 fjórðingar um tíman og taka líka nógv ferðafólk og líka nógvar bilar , sum Smyril ger og summir nógv meiri enn tað Teir hava eitt byggisnið og somuleiðis teldustýrdar stabilisatorar sum ger , at teir hvørki rulla nær til so illa , ella høgga nær til so hart , sum annars - og sum fólk minnast frá Hornøy . Páll Vang sigur , at við einum skipi sum hesum , hevði siglingstíðin millum Havnina og Suðuroynna farið niður í helvt , ella kanska enntá enn longur niður . Páll Vang sigur , at hann veit ikki , um slík skip kunnu brúkast í Føroyum . Men hann heldur , at tað hevði verið vert at kanna , tí hann veit , at tey kunnu brúkast aðrastaðni , har veðrið eisini er ringt viðhvørt . Kanska eru tað 10 dagar um árið , at hann ikki kann sigla . Men tað haldi eg , at vit kunnu ofra fyri eitt frálíkt samband 350 dagar um árið . Hann vísir eisini á , at slík skip sigla so skjótt , at tað gevur higartil ókendar møguleikar fyri fleiri túrum , eisini á øðrum farleiðum . Somuleiðis hevði tað væl borið til at siglt til Skotlands við einum slíkum skipi , við fiski , oljuútgerð og hvat tað skal vera , uttan at tað nervaði suðuroyarsiglingina . Kannar málið Reidar Nónfjall , stjóri á Strandferðsluni heldur , at tað verður ómøguligt at leiga eitt skip ímeðan Smyril er í dokk . Hann skal bara í dokk í fýra dagar hesuferð og at leiga ein katamaran í so stutta tíð kostar so nógv , at tað verður ikki hugsingur um at leiga ein katamaran í so stutta tíð . Smyril skal í dokk í næsta mánaða og møguleikarnir verða nú kannaðir at leiga Norrønu aftur . Annars sigur stjórin á Strandferðsluni , at málið um katamaran verður tikið upp í sambandi við arbeiðið at fyrireika nýtt suðuroyarskip . Hann sigur , at nú nýtt suðuroyarskip skal fyrireikast , verður eisini ein katamaranur ein partur av kanningunum . - Vit fara at kanna prísir , støddir og dygdir , fyri at vita , hvat vit hava at halda okkum til . Tó leggur Reidar Nónfjall dent á , at høvuðsuppgávan hjá teimum er framvegis at fyrireika eitt nýtt suðuroyarskip . - Men umframt tað , kanna vit eisini aðrar møguleikar , m.a. um katamaranar kunnu brúkast og , um hóskilig brúkt skip eru á marknaðinum , sum kunnu fáast til keyps at avloysa Smyril . %% 273 Norðmenn eru teir ringastu fíggindarnir hjá føroyingum Norðmenn eru teir ringastu fíggindarnir hjá føroyingum Formaðurin í Føroya Reiðarafelag heldur , at tað er alneyðugt við toppfundi ímillum Føroya Løgmann og norska forsætismálaráðharran um viðurskiftini ímillum bæði londini á fiskivinnuøkinum - Norðmenn eru okkara ringastu fíggindar á fiskivinnuøkinum . - Og nú eiga vit at umhugsa , um vit skulu svara teimum aftur ella ikki . - T.d. haldi eg , at føroyskir myndugleikar eiga at umhugsa , um vit yvirhøvur skulu lata tað koma uppá tal at byggja tað nýggja vaktarskipið í Noregi . Jákup Sólstein , formaður í Føroya Reiðarafelag , er rættiliga misnøgdur við atburðin hjá norðmonnum á fiskivinnuøkinum . Ikki minst er hann misnøgdur við atburðin hjá norðmonnum ímóti føroyingum á fiskivinnuøkinum . Herfyri tóku norðmenn flakatrolaran , Vesturvón , úr Sørvági fyri ólógligan fiskiskap , og góvu honum 160.000 krónur í bót fyri at hava fiskað 959,6 kilo ov nógv av hýsu . Í tí sambandinum hava vit spurt formannin í Føroya Reiðarafelag , Jákup Sólstein , hvat hann heldur um , at norðmenn fara so harðliga fram ímóti føroyskum skipum . Tí revsingin , sum Vesturvón fekk , er so hørð , at hon slett ikki tolir at verða samanborin við tær revsingar , sum vit áleggja teimum , ið fiska ólógliga undir Føroyum . Hetta er norðmenn tá ið teir eru bestir Og formaðurin í reiðarafelagnum dylir ikki fyri , at hann er sera misnøgdur við atburðin hjá norðmonnum . Hann dylir heldur ikki fyri , at hann hevur ikki serliga stóra virðing fyri norðmonnum á hesum øki . - Hetta eru norðmenn tá ið teir eru bestir , sigur hann . Annars vil hann ikki gera viðmerkingar til støddina á revsingini . Tí hon er sjálvandi eftir lógini . - Men tað , vit kunnu finnast at , er , at lógin er so strong , sigur hann . Sjálvur heldur hann , at norðmenn hava ein merkiligan hugburð til fiskivinnusamstarv við onnur lond . - Teir bera seg at sum moralskir vaktarmenn um allan heimin . - Teir føra seg fram sum heimsins politistar á fiskivinnuøkinum . Men samstundis loyva teir sínum egnu at bera seg at , akkurát sum teimum lystir . Jákup Sólstein nevnir dømi um , tá ið svartkjaftakvotan skuldi býtast . - Tilráðingin er , at vit skulu ikki fiska meiri enn 650.000 av svartkjafti í ár - Av tí hava norðmenn tikið sær rætt til at fiska 490.000 tons einsamallir . - Tá sigur tað seg sjálvt , at skal tilráðingin um mest loyvda fiskiskap haldast , verður ikki nógv eftir til øll hini londini . Jákup Sólstein sigur , at fyrst hava norðmenn býtt sær til 240.000 tons frá ES . - Men harumframt hava teir av sínum eintingum tikið sær rætt til at fiska 250.000 tons av svartkjafti afturat . Jákup Sólstein sigur , at hetta er maktmisbrúk av fúlasta slag . Spurningurin er bara , hví teir hava fingið so stóra makt ? - Ja , tað er ringt at siga . Men teir eru ein stór fiskivinnutjóð . Teir eru eitt stórt strandaland , og teir hava ein stóran , effektivan flota , sigur Jákup Sólstein Eiga at umhugsa tiltøk ímóti norðmonnum Jákup Sólstein heldur , at lógarbrotið hjá Vesturvón var so lítið , at tað stendur yvirhøvur ikki mát við revsingina , sum er heilt burturvið . - Vesturvón átti at sloppið við eini ávaring , ella við allarminstu revsing uppá einar 10.000 krónur í bót fyri at hava verið eitt lítið sindur við síðuna av lógarinnar bókstavi . - Meiri áttu norsku myndugleikarnir ikki at gjørt við málið , tí hatta er so mikroskopiskt , at tað er ikki vert at taka uppá tunguna . - Tí hóast Vesturvón hevði fiskað 959,5 kilo ov nógv av hýsu , skerst ikki burtur , at hann hevði eina hýsukvotu uppá 177 tons eftir . - Men tað , sum Vesturvón varð feld uppá , var , at tað má ikki verða meiri enn 49,9 % av hýsu í hvørjum háli , so skal hon flyta seg fimm fjórðingar . Skiparin segði fyri Sosialinum , at teir høvdu ikki flutt seg , tí tað var illveður , og at teir aldrin høvdu roknað við , at myndugleikarnir vóru so smáligir . Eiga vit at vera líka strangir ímóti norðmonnum , sum teir eru ímóti okkum ? - Tað ivist eg í , tí so seta vit okkum niður á sama , lága støðið , sum teir eru á , og eg veit ikki um tað er rætt . - Men tó haldi eg , at vit eiga at senda norðmonnum eina ábreiðslu og eina áheitan um ikki at vera so strangir . - Vit fáa ikki givið norðmonnum boð um , hvørja rættarskipan teir skulu hava . - Men her mugu vit so eisini staðfesta , at tað er so grefligur munur á uppfatanini í Føroyum og Noregi av , hvussu hesi lógarbrotini skulu revsast , at vit eiga at umhugsa at seta serligar reglur í verk fyri norðmenn . - Vit eiga at umhugsa at geva teimum greið boð um , at blíva teir við at vera so stívrendir , fara vit at leggja eina linju mótvegis teimum , sum líkist linjuni , ið teir leggja ímóti okkum . - Vit eiga eisini at umhugsa , um vit yvirhøvur skulu lata tað koma uppá tal at byggja tað nýggja , føroyska verjuskipið í Noregi . - Vit eiga at umhugsa , um vit ikki skulu lata teir vita , at vit finna okkum ikki í hesi viðferðini longur , uttan at svara aftur , sigur formaðurin í reiðarafelagnum Norðmenn eru okkara ringastu fíggindar Skiparin á Vesturvón hevði hug at útleggja hetta sum at norðmenn forfylgdu føroyingum . Hesum er formaðurin í reiðarafelagnum als ikki ósamdur í . - Vit hoyra so mangan frá teimum , sum fiska í norskum sjógvi , at norðmenn eru óvanliga strangir ímóti føroyingum , og at teir eru so nógv strangari ímóti føroyingum , enn teir eru ímóti øðrum tjóðum , sum eisini fiska í Noregi . - Føroysk skip verða kannað í tíð og úrtíð . Fiskiveiðieftirlitið er øgiliga ofta umborð á føroyskum og leitar og kannar , og beinanvegin teir finna okkurt at seta fingurin á , fellur hamarin beinanvegin , hvussu smátt tað so er . Men formaðurin í reiðarafelagnum sigur , at tað er ikki bara í sjálvum eftirlitinum , at teir eru úti eftir føroyingum . - Tað sæst eisini týðiliga , hvørja ferð fiskiveiðiavtalur skulu gerast . - Teir brúka alla sína orku til at seta føroyingar í eina so trupla støðu , sum gjørligt . Hann vísti m.a. til svartkjaftin í áðni , har ið norðmenn tvíhalda um , at teir skulu hava 490.000 tons av einum mest loyvdum fiskiskapi uppá 650.000 tons . - Sostatt eru bara 160.000 tons eftir at býta ímillum øll hini londini . - Hetta er fullkomiliga ábyrgdarleysur politikkur av norðmonnum . Men formaðurin í reiðarafelagnum hugsar eisini um sildina og makrelin . - Vit fáa bara 60.000 tons av sild , og tað haldi eg er ov lítið . - Og tað er synd at siga , at norðmenn styðja okkara sjónarmið . Teir ganga tvørturímóti beint ímóti okkara áhugamálum . - Tað sama ger seg galdandi , nú makrelurin skal býtast . - Eisini í hesum føri vísa norðmenn seg at vera okkara ringasti fíggindi . - Í øllum hesum trimum málunum eru norðmenn okkara ringastu fíggindar , sigur formaðurin í reiðarafelagnum . Toppfundur ímillum Kallsberg og Bondevik Jákup Sólstein heldur , at tað er avgerandi neyðugt við samrøðum ímillum føroyingar og norskar myndugleikar um fiskivinnusamstarvið ímillum bæði londini . - Slíkar samrøður hava ongantíð verið millum londini bæði . - Og tað kundi verið , at slíkar samrøður kundu rudda onkrar forðingar fyri einum betri samstarvi av vegnum , hvørjar hesar forðingar so eru . - Men tað er neyðugt , at hesar samráðingar eru á allarhægsta stigi . Formaðurin í reiðarafelagnum sigur , at hann mælir bart út til , at okkara løgmaður , Anfinn Kallsberg , tekur upp samband við norska forsætismálaráðharran , Kjell Magne Bondevik við áheitan um ein fund at tosa um tær stóru linjurnar í fiskivinnusamstarvinum millum bæði londini . - Minni kann ikki gera tað , tí vit eiga ikki at vera nøgd við støðuna , sum hon er , heldur Jákup Sólstein . %% 274 Gøtumenn hava nú keypt farmaskip Gøtumenn hava nú keypt farmaskip Í hesum døgum eru gøtumenn í útlondum eftir einum farmaskipi , teir hava keypt . Skipið kemur til Føroyar eftir páskir Um stutta tíð kemur eitt nýtt farmaskip í føroyska flotan . Tað er smápartafelagið Heri Thomsen í Norðagøtu , sum nú sær so ljóst uppá framtíðina , at teir hætta sær undir at gera íløgur í eitt farmaskip . Talan er um tað 28 ára gamla farmaskipið Lancresse , sum teir hava keypt av Guernsey í Ermasundi . Báturin varð bygdur í 1971 til eitt danskt felag , men fyri einum ári síðani varð hann seldur einum felag í Guernsey . Undir donskum flaggi nevndist hann Jenstar . Nú hann er keyptur til Føroyar , hava teir , sum rættir gøtumenn , sjálvandi nevnt hann Skurin . Seks mans verða knýttir at Skuranum , men tað verða bara fýra mans við hvørja ferð . Skipari verður William Max Hansen av Eiði . Teir eru í løtuni niðri eftir Skuranum , men eru beint nú á veg til Póllands við honum , har ymsar umvælingar skulu gerast . M.a. skal blásari setast umborð til at blása skipið tómt við , tá ið lastin er í leysum . Skurin skal eisini sandblásast og hava bógskrúvu Tórhallur Thomsen sigur , at Skurin er 50 metrar langur , 8,30 metrar breiður og hann lastar 700 tons í deyðari vekt og hann siglir 10,5 fjórðingar um tíman . Hann er nýklassaður og í góðum standi . Av kappingarávum vil hann ikki siga , hvussu nógv teir hava keypt skipið fyri . Sigla við fóðuri Tórhallur Thomsen leggur dent á , at ætlanin við hesum skipinum er ikki at taka kappingina upp við teir , sum longu sigla við farmi uppá Føroyar . Skurin skal brúkast til at føra alifóður úr Noregi til Føroyar . - Og vit fara ikki at taka annan farm , leggur hann afturat . - Hetta verður eitt serbygt skip til eina ávísa uppgávu . Heri Thomsen í Gøtu eru annars mest kendir fyri at koyra bil . M.a. hava teir seinastu 10 árini koyrt alt alifóðurið , runt til føroyskar alarar sum EWOS flytir inn úr Noregi . - Men vit meta gongdina í alivinnuni soleiðis , at tað verður neyðugt við einum skipi fyri at koma runt til alararnar , sigur Tórhallur Thomsen . - Alingin er í stórari menning . - Og alibrúkini verða størri og størri . - Samstundis verða tey flutt longur og longur út á sjógv . - Tvs , at tað er ikki koyrandi til nógv alibrúk longur . - So fyri eisini at kunna veita viðskiftafólki okkara eina nøktandi tænastu framyvir , halda vit , at tað er neyðugt at útvega okkum eitt skip , sum vit kunnu flyta fóðurið við úr Noregi til Føroyar og sigla tað runt beinleiðis til alibrúkini . Tað verður ov dýrt upp á seg at sigla út til alibrúkini við smábátum við nøkrum fáum sekkjum ísenn . Tí hava teir keypt eitt stórt skip til endamálið . Báturin verður serliga útgjørdur til at fylla á flakar , m.a. skal hann hava blásarar til at blása leysafóður úr lastini Ætlanin er at gera ein túr til Noregs um vikuna , ella knapt tað . Men av tí at alifóður er so lætt , tekur báturin ikki meiri enn 450 tons av fóðuri . Tórhallur Thomsen sigur , at teir eru væntandi til Føroyar við Skuranum beint eftir páskir . %% 275 Petur & Petur lótu upp mánadagin Petur & Petur lótu upp mánadagin Mánadagin opnaði eitt nýtt marknaðarførings - og lýsingarvirki í Havn . Virkið ber heitið Petur & Petur og eru tað Petur Slyne og Petur Mohr Reinert , ið reka virkið Petur Slyne og Petur Mohr Reinert hava hollan kunnleika innan marknaðarføring og lýsingararbeiði . Teir hava báðir í longri tíð starvast innan hetta økið , bæði í Føroyum og úti í heimi , so teir eru ikki bangnir fyri at fara undir sjálvstøðuga fyritøku . Meira málrættaða marknaðarføring Teir báðir á virkinum Petur & Petur siga , at teir vita , at tað finnast fleiri fyritøkur , ið ynskja eina meira málrættaða marknaðarføring enn tey sjálvi hava orku at gjøgnuføra . Hesar fyritøkur eru sum oftast smáar og hava ikki ráð at seta fólk burturav at taka sær av slíkum uppgávum . Tí bjóða Petur & Petur seg fram at virka sum marknaðarráðgevar ella marknaðardeild , hjá hesum fyritøkum . Nýggja virkið ætlar sær at framleiða og umsita bæði smáar og heilt stórar grafiskar uppgávur , og gjøgnumføra marknaðarætlaninir heilt frá byrjan til enda . Ætlanin er , at arbeiðið skal gerast í tøttum samstarvi við bløðini , prentsmiðjur , fotografar , reprovirki og onnur í vinnuni . Virkið fer at arbeiða bæði á Føroyska heimamarknaðinum og úti í heimi fyri føroyskar útflutningsfyritøkur . Mitt í býnum Nýggja virkið heldur til í býnum . Tað heldur nevniliga til í snotiliga bygninginum hjá Farex á R . C . Effersøesgøtu 22 %% 276 Svimjihøllin í Klaksvík umbygd fyri hálva millión Svimjihøllin í Klaksvík umbygd fyri hálva millión Partur av umbyggingunum í svimjihøllini í Klaksvík eru nýggj umklæðingarrúm og nýggjar brúsur . Síðani hálvan desember hevur svimjihøllin í Klaksvík verið stongd . Orsøkin til hetta er , at arbeitt hevur verið síðani tá at umbyggja svimjihøllina . Hon er vorðin gomul og ótíðarhóskandi , og tí er kommunan farin undir eina verkætlan at nýmótansgera hana . Nýggj gólv Tá svimjihøllin varð stongd um miðjan desember , var galið við hitaskipanini í gólvinum . Tískil vórðu gólvini brotin upp , og nýggj hitaskipan løgd í . Hetta hevði við sær , at nýggj og betri gólv komu í umklæðingarrúmini . Nýggju gólvini eru gjørd soleiðis , at hallið gongur frá veggjunum út móti miðjum gólvinum , har vatnið rennur burtur gjøgnum eina langa rist , ið er løgd eftir allari miðjuni . Skáp til klæðini Eingi skáp hava verið til klæðini í svimjihøllini í Klaksvík . Men nú eru umklæðingarrúmini gjørd heilt av nýggjum , og hava hesi nýggj skáp , har ein kann læsa klæðini inni . Eisini eru beinkirnir framvið skápsrøðunum nýggir . Venjingarmiðstøð Kári Kjelnes , leiðari í Svimjihøllini í Klaksvík sigur , at ætlanin er , at svimjihøllin einferð um ikki so langa tíð kann gerast ein venjingarmiðstøð . Hugsað verður nevniliga um at seta vektir og annan reiðskap til kropsvenjing upp í høllini . Hetta verður tó ikki gjørt á hesum sinni , men roknast kann við , at klaksvíkingar sleppa at styrkja vøddarnar í svimjihøllini í Klaksvík um ikki so heilt langa tíð . Hóast reiðskapur til styrkivenjing ikki er komin í svimjihøllina enn , so eru sólir komnar . Talan er um sólirnar , ið fyrr vóru í svimjihøllini í Gundadali . Hesvældar , so tær eru sum nýggjar , nú svimjihøllin í Klaksvík fer at lata upp aftur . Øll høllin byggjast um Svimjihøllin letur upp aftur í komandi viku . Men hetta er helst ikki seinastu ferð høllin er stongd vegna umvælingar , tí Klaksvíkar Kommuna hevur nevniliga ætlanir um , spakuliga at byggja alla høllina um . %% 277 Kommunan tekur grundstykki inn aftur Kommunan tekur grundstykki inn aftur Fólk , ið hava keypt grundstykki frá Tórshavnar kommunu , kunnu nú selja tey aftur til kommununa , um tey ikki hava ætlanir um at byggja á tað . - Eftirspurningurin eftir stykkjum er stórur , og kommunan ætlar ikki undir nýggjar útstykkingar í bræði . Tí er grundarlag fyri at taka stykki inn aftur , sigur Leivur Hansen , býráðsformaður í Havn . Á síðsta býráðsfundi í Havn varð samtykt , at Tórshavnar kommuna í framtíðini ikki loyvir sølu av grundstykkjum sínámillum . Tað vil siga , at ein , ið keypir eitt grundøki frá Tórshavnar kommunu , hevur ikki loyvi til at selja tað víðari . Tórshavnar kommuna tekur tí ímóti grundstykkjum aftur , ið fólk hava keypt , men ikki hava nakrar ætlanir við . - Eigarin av grundstykkinum fær endurgjald sambært ásetingum í skjeytinum og fyri skjalprógvaðar útreiðslur í sambandi við stykkið , men rentuútreiðslur verða ikki endurgoldnar , sigur Leivur Hansen . Orsøkin til , at Tórshavnar býráð tekur hetta stigið , er , at tað ikki hevur ætlanir um at fara undir nýggjar útstykkingar í næstu framtíð . - Í dag er grundarlag hjá kommununi fyri at taka grundstykki inn aftur , tí eftirspurningurin er stórur . Sleppa undan at útstykkja Hvussu nógv grundstykki eru í kommununi , sum eigararnir ongar ítøkiligar ætlanir hava við , er ilt at meta um , men býráðsformaðurin í Havn metir , at talan um eini 50 - 100 stykkir . Tey flestu eru í Hoyvíkshaganum og á Hamrinum á Argjum . Kommunan hevur í løtuni 25 grundstykki tøk . - Málið er farið aftur í byggi- og býarskipanarnevndina , har tað skal gerast av , hvussu farast skal fram . Men eftir øllum at døma fara vit at venda okkum til tey , sum eiga óbygd grundstykki , fyri at vita , um tey hava ætlanir um at byggja á tað . Hava tey tað , fáa tey eina freist at fara undir byggingina , hava tey ikki tað tekur kommunan stykkið inn aftur , sigur Leivur Hansen . Í løtuni er freistin fyri bygging í sambandi við víðarisølu eitt ár . - Vit hava varhugan av , at nógv stykki , ið eru keypt frá kommununi , verða seld víðari , men í øllum førum skal kommunan góðtaka søluna , og tá hava vit sett ta treyt , at tað verður fyri tann prísin , tað upprunaliga varð keypt fyri . - Vit vilja helst sleppa undan at fara undir nýggjar útstykkingar fyrr enn tað er neyðugt . At útstykkja er rættiliga kostnaðarmikið , vit hava bert eina avmarkaða orku til nýíløgur og vit sleppa ikki at taka lán . Verða ætlanirnar hjá Húsalánsgrunninum settar í verk , verða nógvar íbúðir bygdar , serliga til eldri fólk , sum so selja síni hús , og tá verða fleiri tøk . Og tað skuldi bøtt eitt sindur um støðuna , sigur Leivur Hansen . %% 278 Semingsmenn: - Vit kunnu royna aftur, um partarnir vilja tað Semingsmenn : - Vit kunnu royna aftur , um partarnir vilja tað - Prinsippið í semingsuppskotinum var ein lønarhækking upp á 6,5 % , býtt upp á serkrøv , umflokkingar , lønarhækking og at taka karensdagarnar burtur . Hetta segði Jógvan Amonson við Sosialin eftir fundin við partarnar uppi á Hotel Föroyum seinnapartin í dag . Lønarhækkinging var 2,7 % 1 . mars í ár og onnur 2,7 % aftur 1 . mars næsta ár . At karensdagarnir verða tiknir burtur verður roknað sum 1,1 % . Umframt hetta var eisini í semingsuppskotinum eitt protokollat viðvíkjandi edv - fólkinum á Strandferðsluni , sum kortini ongan týdning sum so hevði fyri semjuna , sigur Jógvan Amondson . Semingsmenninir eru nú farnir til hús . - Vit vænta kortini , at partarnir fyrr ella seinni senda boð eftir okkum aftur . Formelt kunnu teir velja aðrar , men vit kunnu saktans halda fram , sigur Alfred Petersen við Sosialin . - Eingin avmarking er , hvussu leingi vit kunnu halda fram , sigur hann . Arbeiðssteðgurin , sum higartil hevur verið verkfall og verkbann heldur fram , men nú er bara talan um verkfall , hóast tað merkist á sama hátt . %% 279 Aðalverkfall hugsandi Aðalverkfall hugsandi Enn er óvist , hvørjar avleiðingar tað fær , at Starvsmannafelagið vrakaði semingsuppskotið , meðan landsstýrismaðurin góðtók tað . - Men í prinsippinum er eingin munur á støðuni , nú tað bert er verkfall í mun til , at tað fyri fundin við semingsmenninar eisini var verkbann , sigur Alfred Petersen við InternetSosialin . Støðan á arbeiðsmarknaðinum er tí óbroytt , men um tiltøkini hjá Starvsmannafelagnum verða herd , er enn óvist . Vit fingu heldur ikki umboðini fyri Starvsmannafelagið at siga , um blokadan við Fíggjarmálastýrið verður sett í verk aftur . Men sum Sosialurin skilur , so verður nú av álvara tosað um aðalverkfall , og Starvsmannafelagið hevur longu boðað formonnum fyri øll fakfeløg í landinum til fundar í hølum felagsins klokkan 16 í dag ( leygardag ) . %% 280 Framsýning um bakarar í Havn Framsýning um bakarar í Havn Tað er uppi í tíðini at skipa fyri framsýningum við gomlum myndum . Í hesum døgum skipar B36 fyri framsýning um bakararnar í Havn Tað er næstan móti at skipa fyri framsýningum um gamlar dagar og um páskini hevur verið enn ein slík . Tað er B36 , og kanska serliga Birgar Johannesen , sum hevur víst stóran áhuga fyri farnum tíðum . Hesaferð var túrurin komin til bakararnar . Hann hevur fingið hendur á myndum , sum vísa søguna hjá bakarunum í Havn , síðani M . C . Restorff gamli læt upp fyrsta bakaríið . Men tað er at skunda sær , tí seinasti framsýningardagur er í dag , og tað er í SMS framsýningin er , skuldi nakar ivast %% 281 Undirhúsið góða undirtøku Undirhúsið góða undirtøku Annan páskadag læt Undirhúsið í Vestmanna upp . Um 200 fólk vóru inni á gólvinum Tað eru nógv ár síðani , at vestmenningar fyrstu ferð fóru at tosa um at fáa eitt undirhús . Ongantíð er kortini álvari gjørdur burtur úr ætlanini . Fyrr enn nú . Seinastu tveir mánaðirnar hava fólk í Vestmanna stákast við at gera gomlu kaffistovuna á bryggjuni klára til undirhús , og annan páskadag varð tað tikið í nýtslu alment . Undirtøkan hevur verið sera góð . Feløg , stovnar og einstaklingar í kommununi hava hjálpt til , veitt stuðul , latið pengar og annað . Vestmanna kommuna hevur átikið sær at hava leigusáttmálan við Vestmanna Arbeiðarafelag , ið eigur húsið , um hendi . - Vit valdu gomlu kaffistovuna til undirhús , tí hon liggur beint við landingarplássið hjá útróðrarbátunum . Í staðin fyri , at fólk hvør í sínum lagi at ganga oman á kajina at frætta tíðindi um landingar og fiskaprís , kunnu tey nú hittast í Undirhúsinum . Vit hava hongt eina talvu á veggin , har fólk kunnu skriva , hvussu nógv hvør bátur hevur fiskað . Kortspøl og bløðini liggja eisini frammi í hølinum , sigur Birgir Waag Høgnesen , stigtakari . Seinni verður ein skrái gjørdur uttan fyri til koyristól og hurðin verður breiðkað , soleiðis at koyristólar sleppa inn . Eisini verður fríðkað uttanfyri og beinkir keyptir , so fólk kunnu sita uttan fyri , tá ið veðrið er til vildar . Limaskapur krevst ikki fyri at nýta hølið . Te og kaffi fæst fyri tvær krónur . Øll oman fyri 60 ár kunnu keypa ein lykil . - Skuldi tiltakið dottið niður fyri , hava stigtakararnir samtykt , at ognirnar skulu seljast og peningurin latast til Eldrasambýlið á Miðalsbrekku . Sjálvsagt vóna vit , at Undirhúsið er komið fyri at vera , sigur Birgir Waag Høgnesen . Um 200 fólk vóru inni á gólvinum annan páskadag , tá ið Undirhúsið alment varð tikið í nýtslu . Hervør Durhuus , forkvinna í mentunarnevndini í kommununi , segði nøkur góð og væl vald orð . Umleið 40 myndir av skipum úr Vestmanna og av bygdini eru at síggja í hølunum . %% 282 Vilja hava aðrar at fyrireika FM Vilja hava aðrar at fyrireika FM FM í talvi fyri einstaklingar : Hesi seinnu árini hevur gongdin alt meiri verið tann , at kappingarnar hava verið í Havnini ella í Klaksvík , og tað halda ábyrgdarpersónarnir er spell Síðani Talvsamband Føroya sá dagsins ljós og í 1972 fór undir at fyrireika FM kappingar fyri einstaklingar , hevur tað verið soleiðis , at talvfeløg kring landið hava fyrireikað kappingarnar . Tað vil so vera , at flestu ferðirnar hevur kappingin verið í høvuðsstaðnum , og tey seinnu árini hevur eisini verið kappast fleiri ferðir í Klaksvík . Í hesum báðum støðunum eru tvey av teimum størstu talvfeløgunum , og hesi feløgini hava eisini átt fleiri FM vinnarar , umframt at tey eisini hava vunnið liðkappingina fleiri ferðir . Men einstaklingakappingin , sum á hvørjum ári er á páskum , hevur eisini verið hildin í nógvum øðrum plássum . Hesi seinnu árini hevur tað tó verið meiri striltið at fáa feløg at taka ábyrgdina á seg , og tað harmast fleiri um . Petur Hans Poulsen , sum er formaður í Klaksvíkar Talvfelag og sum var kappingarleiðari í FM kappingini í Klaksvík á páskum , heldur at gongdin er ikki serliga heppin : - Tað eru fleiri gamlar talvbygdir í Føroyum , og vit hava eisini verið til FM kappingar ymstastaðni . Eg hugsi t.d. um Vestmanna , Gøtu , Sandavág og Hvalvík . Hjá okkum í Klaksvík eru royndirnar , at tað er gagnligt fyri felagið bæði at skipa fyri kappingini og at fara til kappingar aðrastaðni , sigur Petur Hans Poulsen . Tað eru lokala felagið , sum skipar fyri FM kappingini . At tað krevur ikki so lítið av manning hevur kappingin í Klaksvík á páskum verið gott dømi um . - Ágóðin er , at áhugin millum fólk á staðnum økist , og tað eigur at kasta av sær til felagið , sigur Petur Hans Poulsen . Allir undir sama taki Klaksvíkingar hava tey seinnu árini verið dúgligir at tikið lut í FM kappingunum fyri einstaklingar , eisini tá tær hava verið aðrastaðni enn í Klaksvík : - Hesar kappingarnar hava kenst mennandi fyri trivnaðin í felagnum hjá okkum . Hetta er ikki minst komið av , at vit tey seinnu árini hava bjóðað okkara monnum at búgva undir sama taki . Tá vit hava verið í Havnini og aðrastaðni til kappingar , hava vit leigað okkum eini hús , og tað hevur verið sera populert millum okkara fólk , sum hevur kent felagsskapin styrktan , bæði viðvíkjandi talvinum og sosiala partinum . Í níti árunum hava kappingarnar verið í Havnini í 1993 , 1994 , 1996 og 1998 . Tær hava verið í Klaksvík í 1990 , 1995 og 1999 . Í 1991 varð kappast í Hvalvík , í 1992 í Runavík og í 1997 í Hósvík . Tá vit undir FM kappingini í Klaksvík tosaðu við Finnbjørn Vang , formann í Talvsambandi Føroya , var ikki avgjørt , hvar FM kappingin fyri einstaklingar skal vera á páskum ár 2000 . Í áttati árunum vóru FM kappingar fyri einstaklingar í Gøtu , á Strondum , í Kollafirði , í Vestmanna , á Giljanesi , í Hvalvík og á Toftum umframt at Havnin eisini var vertur . Tað hevur víst seg , at tá kappingarnar eru aðrastaðni enn í meginøkinum , so hevur hugurin at taka lut verið væl minni . Tað harmast t.d. teir í Klaksvík um , men tað hevði kanska ikki verið av leið hjá øðrum feløgum at tikið táttin upp hjá klaksvíkingum at skipa soleiðis fyri , at feløgini syrgja fyri innivisti til allar telvararnar , sum fara avstað . %% 283 Góð føroysk súkkluúrslit á Mallorca Góð føroysk súkkluúrslit á Mallorca Súkkling : Føroysku súkklararnir , Rógvi Johansen og Gunnar Dahl Olsen , eru í hesum døgum á venjingarlegu á Mallorca saman við einari rúgvu av súkklarum úr Danmark . Onkur kapping hevur verið á sponsku sóloynni undir venjingarleguni , og í fjallaeinkultstartinum eydnaðist tað Rógva at vinna , meðan Gunnar gjørdist nummar trý Súkkling er ein tann minsta ítróttargreinin her á landi , men hóast hetta so hevur hon givið okkum føroyingum nøkur av frægastu úrslitunum yvirhøvur , tá ið vit kappast við útlendingar . Eisini vísa úrslitini hjá okkara súkklarum á oyggjaleikunum , at hetta er ein ítróttargrein í menning , tí tá ið føroyingar byrjaðu at taka lut í súkklukappingum á oyggjaleikunum , høvdu vit als ongan møguleika . Tá ið farið verður til oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar , fara okkara súkklarar at verja tey heiðursmerki , sum teir vunnu á seinastu oyggjaleikunum , og haraftrat fara teir at gera eina roynd at vinna enn gyltari heiðursmerkir . Rógvi vann á Mallorca Tað eru serliga tveir av okkara súkklarum , sum hava gjørt vart við seg í kappingum í Danmark og aðrastaðnis í Norðanlondum . Tað eru teir báðir , Rógvi Johansen og Bogi Kristiansen , ið eru búsitandi í Danmark . Herfyri fekk Rógvi sáttmála við danska súkklufelagið Cycling Aarhus Elite , og síðst í undanfarna mánaða fór Rógvi saman við øðrum súkklarum til Mallorca á venjingarlegu . Við á venjingarleguni er eisini Gunnar Dahl Olsen , sum er ein tann royndasti og ídnasti súkklarin , ið føroyingar eiga . Í sambandi við venjingarleguna á Miðjarahavsoynni hevur eisini verið skipað fyri ymiskum kappingum millum súkklararnar . Ein av kappingunum var ein knappar fýra kilometrar langur fjallaeinkultstartur . Hendan kappingin gekk sera væl , sæð við føroyskum eygum , tí Rógvi Johansen vann kappingina við tíðini 10,46 , sjey sekund framman fyri næstbesta luttakaran . Á triðjaplássinum kom Gunnar Dahl Olsen í tíðini 12,25 . Ikki færri enn 25 luttakarar vóru við í einkultstartinum . Úttøkukapping til Oyggjaleikirnar í næstum Nú oyggjaleikirnir nærkast , kemur eisini tann tíðin , tá venjarin hjá føroyska súkklulandsliðnum , Jens Glerup , skal finna fram til , hvørjir súkklarar skulu mynda súkklulandsliðið , ið skal til Gotlands at taka lut á oyggjaleikunum 1999 . Fyri at finna fram til , hvørjir súkklarar eru best fyri , verður í í komandi viku skipað fyri fýra ymiskum úttøkukappingum . Hósdagin í komandi viku er talan um eina liðkapping , har tað snýr seg um at arbeiða best fyri lið sítt . Dagin eftir verður skipað fyri einkultstarti runt Agnið á Nesi , sum eisini var rutan , tá ið súkklað var á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989 . Leygardagin vera so tvær kappingar . Um morgunin er tað býarkoyring í Havn , og út á seinnapartin skulu súkklararnir út á ein 100 kilometur langan túr . Væntandi verða tað einir seks súkklarar , ið fara at umboða føroysku litirnar á Gotlandi , og teir báðir , Rógvi Johansen og Bogi Kristiansen , eru uttan iva sjálvskrivaðir . Sjálvt súkkluárið í Føroyum byrjar á Norðoyarstevnu , tá ið tann fyrsta summarkappingin verður , og síðani verður súkklað á øllum summarstevnunum . At tveir av okkara súkklarum standa seg væl uttanlanda , førir eisini við sær , at meiri verður kravt av okkara heimligu súkklarum , og hesir siga eisini , at teir hava ongantíð gjørt so nógv við venjingina sum í ár . Um hetta fer at føra við sær , at vit fara fáa enn betur úrslit á oyggjaleikunum í summar , kunnu vit bara vóna , men tað hevði verið gleðiligt . %% 284 Klaksvíkingar á odda fyri fyrstu ferð í sjey ár Klaksvíkingar á odda fyri fyrstu ferð í sjey ár Fótbóltur : HB og KÍ , sum eru einastu liðini við fullum stigatali , hittast tríggjar ferðir í mai mánaði KÍ vann FM í 1991 . Tað hava teir ikki gjørt síðani . Í fyrsta umfarinum í 1992 høvdu teir vitjan av SÍF . KÍ vann 3 - 1 , og á støðutalvuni eftir fyrsta umfarið hetta árið var KÍ ovast . So ovarlaga hava teir ongantíð verið eftir nakað umfar øll hesi árini , sum eru runnin síðani tá . Men nú eru klaksvíkingar ovastir . KÍ og HB eru einastu liðini , sum hava fult stigatal , nú tvey av átjan umførum í kappingini í 1999 eru løgd afturum , men klaksvíkingar eru fremri , tí teir hava betri málmun . At hava góðan málmun er annars nakað , sum HB plagar at vera kent fyri , og hevði talan verið um landskappingardyst sunnudagin , tá teir vundu burturúr ÍF í steypakappingini - úrslitið var 10 - 0 - so høvdu teir verið fremstir . Men nú er tað KÍ , sum er fremst , og hóast fótbóltsárið er heilt ungt , so er fótbóltsfepurin í Klaksvík longu farin væl upp um tey 38 stigini , og hann fer ivaleyst at hækka , sum komandi vikuskifti nærkast . Nýggj finala Í fjør endaðu HB og KÍ ovast bæði í landskappingini og í steypakappingini . Aftaná tvey tey fyrstu umførini í landskappingini eru tey ovast , og bæði liðini eru komin í hálvfinaluna í steypakappingini . Men tað er longu nú greitt , at talan verður ikki um endurtøku av steypafinaluni í fjør , sum var millum hesi bæði liðini . Lutakastið lagaði tað soleiðis , at HB og KÍ skulu hittast í hálvfinaluni , og tað vil siga , at havnarmenn og klaksvíkingar fara at síggja nógv til hvønn annan hesar næstu dagarnar . Komandi sunnudag skal HB til Klaksvíkar at spæla landskappingardyst . Í fjør vóru meistararnir og steypavinnararnir sannførandi , og úrslitini higartil í ár benda á , at heldur ikki í ár fer HB at verða lætt at taka . Skulu vit nevna ein dyst , har HB ikki verður mett at verða sjálvsagdur vinnari , so er tað , tá teir skulu spæla móti KÍ á útivølli , og tað verður sunnudagin . Í fjør endaði tað 2 - 2 , eftir at klaksvíkingar leikliga høvdu verið omaná tað mesta av tíðini . Nú fara vit at síggja , hvussu styrkismunurin er millum hesi bæði fremstu liðini . Einki er at ivast í , at nógv viðhaldsfólk hjá meistaraliðnum fara norður til Klaksvíkar komandi sunnudag . Hálvfinalurnar í steypakappingini verða 13 . mai , sum er kristi himmalferðardagur , og 24 . mai , sum er 2 . hvítusunnudagur . Kristi himmalferðardag skal HB aftur til Klaksvíkar , og B36 hevur heimavøll móti VB , og 2 . hvítusunnudag skulu klaksvíkingar í Gundadal og B36 skal til Vágs . Finalan verður sunnudagin 4 . juli . ÍF bumba B36 hevur verið roknað sum upplagt evni til heiðursmerkjapláss , og tað mugu teir framvegis roknast at vera . At teir so at siga mistu tvey stig í Vági dýra biðidag verða teir neyvan einsamallir um at gera . Men teir hava ikki ráð at missa nakað , tá fuglfirðingar komandi sunnudag møta upp í Gundadali . Út frá tveimum teimum fyrstu umførunum í landskappingini kundi kanska verið roknað við , at ÍF komandi sunnudag fór at møta upp í Gundadali við við størri sjálvsáliti , enn teir nakrantíð høvdu í fjør , men eftir lemjandi ósigurin í fjórðingsfinaluni í steypakappingini , man tað vera meiri ivasamt , hvussu tað stendur til við sjálvsálitinum hjá ÍF . NSÍ og VB hava mist nógv Tað hevur verið tosað og skrivað ikki so lítið um , at tað væl kundi fara at laga seg soleiðis , at VB og / ella NSÍ fóru at standa seg betri í hesum kappingarárinum , enn tey hava gjørt í undanfarnum árum . Tað kann væl fara at vísa seg , at hesi bæði liðini verða drúgv , men nú tvey umfør eru farin aftur um bak í landskappingini , eru bæði NSÍ og VB komin í eina støðu , sum ger , at skulu tey hugsa um toppin , so er longu nógv at vinna inn aftur . Tað hevur altíð verið og er framvegis dýrt at tapa , men síðani reglarnir vórðu broyttir soleiðis , at trý stig verða latin fyri at vinna , er tað eisini dýrt , tá tað endar javnt . NSÍ hevur ikki enn fingið mál , og teir hava tvey stig , ella vit kunnu siga , at teir hava mist fýra stig , og tað hava teir gjørt í dystum , sum teir áttu at vunnið , um teir skulu gera sær vónir um at enda í toppinum . VB hevur bara fingið eitt stig . Teir hava tapt hini móti báðum havnarliðunum , og tað fara ivaleyst fleiri enn teir at gera , men skal hugsningur vera um endastøðu millum tey bestu , so skal ikki ov nógv missast . Vágbingar skulu til Gøtu sunnudagin . VB hevur fleiri ferðir áður snýtt GÍ í Sarpigerði , og úrslitini hjá GÍ hesar síðstu dagarnar hava verið alt annað enn sannførandi . B71 og Sumba eru einastu feløgini , sum framvegis eru stigaleys . Sandoyingar hava báðu ferðirnar verið tætt við , og hóast sumbingar vóru undirmannaðir nógva av tíðini , so taptu teir bara tepurt í Fuglafirði . Bæði liðini fáa nýggjar møguleikar sunnudagin . Sumba , sum verður skert , tí tveir spælarar sóu reytt í Fuglafirði , fær vitjan av B68 , og B71 skal fyri aðru ferð í Eysturoynna . Teir skulu spæla móti NSÍ , og taka vit støði í avrikunum í tveimum teimum fyrstu umførunum , so er tað ikki púra av leið at rokna við , at B71 hevur møguleika at fáa stig . %% 285 Fólkakirkjan er fólksins kirkja Fólkakirkjan er fólksins kirkja Kvinnufelagasamskipan Føroya átalar , at diskriminatiónin av kvinnuligum prestum stendur við og versnar Kvinnufelagasamskipan Føroya hevði ársfund Dýra biðidag inni á Nesi . Tvær samtyktir vórðu gjørdar á fundinum . Kvinnufelagasamskipan Føroya átalar harðliga , at løgtingsmaður kann varðveita sess sín í tinginum , hóast hann er dømdur sekur í neyðtøku . Ársfundurin heitir á avvarðandi myndugleikar um at gera strangar og greiðar reglur á hesum øki , so slíkt ikki endurtekur seg . Eftir ársfundin í Vági í 1990 mótmælti Kvinnufelagasamskipan Føroya diskriminatiónini av kvinnuligum prestum , sum hevði stungið seg upp á ávísum stað í landinum . Ársfundurin Dýra biðidag 1999 í gamla próstagarðinum á Nesi átalar , at sama diskriminatión stendur við og versnar . Tí Fólkakirkjan er fólksins kirkja . Kvinnufelagasamskipan Føroya hevur umboð úr øllum limafeløgum . Nevndin í samskipanini hevur skipað seg við Ingu Ellingsgaard úr Havn sum forkvinnu , Bergtóru Hanusardóttir úr Havn sum næstforkvinnu og skrivara , og Nannu Poulsen av Glyvrum sum kassameistara . %% 286 Dagstovnurin Inni á Gøtu tikin í nýtslu Dagstovnurin Inni á Gøtu tikin í nýtslu Á móttøku Inni á Gøtu í gjár varð nýggi dagstovnurin tikin í nýtslu . Vøggustovan og barnagarðurin taka 42 børn Í gjár var ein stórur dagur hjá íbúgvunum Inni á Gøtu í Hoyvík . Dagstovnurin í býlinginum varð tikin í nýtslu á almennari móttøku , og fyrstu tíggju børnini byrjaðu í vøggustovuni og barnagarðinum . Tá ið hesin mánaðin er av , eru øll 42 børnini byrjað . Nýggi stovnurin er annað og meiri enn vøggustova og barnagarður . Spælistova er til 20 dagrøktarbørn og eigarafelagið í økinum hevur felagshøli , ið millum annað skulu brúkast til ungdómin um kvøldarnar . Ætlanin var , at stovnurin skuldi takast í nýtslu fyri tveimum mánaðum síðani , men millum annað av ólagaliga veðrinum í vetur , hevur tíðarætlanin ikki hildið . Okkurt smávegis er eisini eftir at gera , serliga uttanfyri . Tá ið stovnurin er liðugur og innbúgv , leikur og annað er komið uppá pláss , kostar hann um 7 mill . krónur . Leiðari á stovninum er Jóhanna Heinesen . Afturat sær fær hon sjey starvsfólk , ið øll eru sett . Rúmligur og praktiskur Tórshavnar býráð hevur gjørt skitsuverkætlanina til stovnin . Teknistovan hjá Albert Isfeldt og Gudmundi Hansen hava projekterað . Høvuðsarbeiðið hevur Byggitek gjørt og Guttesen & Staksberg hava staðið fyri jørð - og betongarbeiðinum . Fyri tveimum mánaðum síðani hevði Tórshavnar býráð vitjan av tveimum praktikklærarum úr Danmark . Hesir høvdu høvi at síggja stovnin Inni á Gøtu . - Hesar kvinnurnar vóru sera hugtiknar av , hvussu rúmligur stovnurin er , at so væl er fingið burtur úr , og av , at tveir pedagogar hava verið við í bygginevndini frá byrjan av . Tey , sum hava skil á slíkum , meta , at hesin nýggi stovnurin er ein tann mest praktiski stovnurin , tey hava sæð . Og tað er ikki minst pedagogunum at takka , sigur Leivur Hansen , býráðsformaður . Næsta stigið Síðani í heyst hava um 100 børn í Tórshavnar kommunu fingið stovnspláss , tá ið hesi 42 børnini Inni á Gøtu eru íroknað . Býlingshúsini Undir Fjalli og Á Flat eru útbygd , og stovnurin á Argjum og Lítliskógur hava tikið fleiri børn inn . Næsta stigið á barnaansingarøkinum verður at byggja ein nýggjan stovn í Vesturbýnum . Økið er funnið , men enn eru brúkaraviðurskiftini ikki avgreidd . - Vit miða ímóti at fara í holt við at projektera ein nýggjan stovn sum skjótast , sigur Leivur Hansen . Hóast hesi stig og onnur afturat , minkar bíðilistin við børnum , ið einki stovnstilboð hava , ikki . Fólk flyta til Havnar sum ongantíð fyrr og fólkatalið er nú komið uppum 16.200 . %% 287 Avtalan millum sjúkrasystrar og serlæknar kolldømd Avtalan millum sjúkrasystrar og serlæknar kolldømd - Avtalan sum er gjørd ímillum føroysku serlæknarnar og sjúkrasystrarnar um eina felags leiðslu á Landssjúkrahúsinum er ógyldug , sigur danska serlæknafelagið - Serlæknafelagið hevur ikki góðkent avtaluna . Og tí kann hon heldur ikki verða bindandi fyri limir okkara í teimum framhaldandi royndunum at gera ein leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum . Útlit eru aftur til , at rok fer at taka seg upp á Landssjúkrahúsinum um leiðslubygnaðin . Danska læknafelagið ger nú greitt , at tað vil ikki góðkenna avtaluna , sum føroyska serlæknafelagið og sjúkrasystrarnar gjørdu fyri tveimum árum síðani um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum . Fyri tveimum árum síðani var eisini rok um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum . Eftir at sjúkrasystrarnar høvdu lagt arbeiðið niður , endaði ósemjan við eini avtalu ímillum sjúkrasystrafelagið og føroyska serlæknafelagið um eina felags leislu á Landssjúkrahúsinum . Avtalan er ógyldug Men nú hevur danska móðurfelagið hjá føroysku serlæknunum torpederað hesa avtaluna . Tí danska serlæknafelagið vil ikki góðkenna avtaluna og sigur , at hon er ógyldug . Í einum brævi til Jóhan Petur Davidsen , sum nú er formaður í føroyska serlæknafelagnum , ger danska serlæknafelagið greitt , at avtalan er ikki bindandi fyri serlæknarnar . Føroysku serlæknarnir hava biðið danska móðurfelagið um eina viðmerking til málið , eftir at fyrrverandi formaðurin í føroyska serlæknafelagnum , August Wang herfyri , váttaði í Sosialinum , at avtala var gjørd ímillum serlæknafelagið og sjúkrasystrarnar um leiðsluna á Landssjúkrahúsinum . Men Jes B . Foss í danska serlæknafelagnum ger púra greitt , at danska serlæknafelagið hevur ikki góðkent avtaluna . - Tí er avtalan ikki bindandi fyri limirnar í teimum framhaldandi royndunum at gera ein leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum , sigur Jes B . Foss , sum hevur havt Føroyar undir sær í danska serlæknafelagnum í ein mansaldur , og sum mangan hevur verið í Føroyum í sambandi við samráðingar . Hann leggur afturat , at avtalan lýsir neyvan støðuna hjá yvirlæknunum . %% 288 Gamal vørubilur álitið í sjúkraflutninginum Gamal vørubilur álitið í sjúkraflutninginum Klaksvíkar sjúkrahús er so mikið illa fyri við sjúkrabilum , at tað herfyri fleiri ferðir gjørdist neyðugt at nýta ein gamlan vørubil til sjúkraflutning Klaksvíkar sjúkrahús eigur tríggjar sjúkrabilar . Ein av teimum er sekstan ár , meðan hinir báðir eru ellivu ára gamlir . Tann sekstan ára gamli varð seinasta vetur ákoyrdur , og stendur hann nú sum vrak . Teir báðir 11 ára gomlu hava koyrt næstan eina hálva millión kilometrar . Hetta helt motorurin á øðrum av teimum ikki til , og sostatt brendi hann saman fyri kortum . Hetta gjørdi , at bert ein sjúkrabilur var eftir , og tá hesin var í Havn ella á flogvøllinum við sjúklingum , var ein 8 ára gamal vøruvognur álitið , og meira enn so kom fyri , at neyðugt varð at flyta sjúklingar við honum . Skora børuna fasta Vøruvognurin hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi er als ikki gjørdur til at flyta sjúklingar við , og tí passa mátini á børuni og á rúminum aftan í bilinum ikki saman . Tískil var neyðugt at koyra børuna inn á skeivan og skora hana fasta , áðrenn hon eisini varð surrað føst . Í vøruvogninum hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi er eingin útgerð til neyðhjálp , og tí var neyðugt hjá portørunum at hava eitt kuffert við eitt sindur av hjálpiútgerð við sær , tá teir fóru út við hesum sjáldsama » sjúkrabili « . Hava søkt í fleiri ár Jens Jacobsen , yvirportørur , sigur , at sjúkrahúsið í fleiri ár hevur søkt um at fáa nýggjan sjúkrabil , men enn er eingin játtan komin . Tó vónar hann , at sjúkrahúsið fer at fáa ein nýggjan sjúkrabil sum skjótast . ­ Sum støðan er í løtuni kenna portørarnir seg illa at koyra við sjúkrabilinum . Vit vita nevniliga , at bilarnir eru ikki nóg tryggir at røkja sjúkraflutning , sigur yvirportørurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi . Hann sigur , at sjúkrabilatænastan hevur umleið 200 túrar úr Norðoyggjum á Landssjúkrahúsið um árið , og hartil er so onkur túrur á flogvøllin . Tá so ein av bilunum er burtur í slíkum ørindum , er álitið á sjúkrabilatænastuni í Norðoygjum sera óálítandi . ­ Eg haldi , at myndugleikarnir mugu finna eina loysn á akutta trupulleikanum viðvíkjandi sjúkrabilum sum skjótast . Annars kann sjúkrabilatænastan í Norðoyggjum eins væl niðurleggjast , sigur Jens Jacobsen , ið heldur , at sjúkrabilar áttu at verið skiftir út á fjórða hvørjum ári . Hetta heldur hann hevði verið nógv bíligari enn at allatíðina at gera gamlar og útslitnar sjúkrabilar í stand . Gjørdur aftur Gamli sjúkrabilurin , ið motorurin brendi saman á , er nú gjørdur aftur . Hann hevur fingið ein annan motor úr Danmark , men talan er als ikki um nakran nýggjan motor . Hesin hevur nevniliga koyrt umleið 150.000 kilometrar . Hetta heldur Jens Jacobsen vera nógv fyri eitt neyðsendarafar . Men hann er fegin um , at sjúkrahúsið aftur hevur tveir sjúkrabilar . Gjóstur millum hurðarnar Sambært yvirportørinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi er so mikið nógvur gjóstur millum hurðarnar á gomlu sjúkrabilum teirra , at tað er skammiligt at leggja sjúklingar í bilarnar . Orsøkin til gjósturin er , at hurðarnar eru nýttar so mikið nógv gjøgnum tíðina , at tær eru soknar niður . ­ Hetta er ein trupulleiki , ið kemur av elli , og tí er tað ikki ráðiligt at at hava sjúkrabilarnar í so nógv ár , heldur Jens Jacobsen . Steðga undir sjúkraflutningi Tað er meira enn so komið fyri , at sjúkrabilur hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi er steðgaður upp , meðan hann hevur verið í tænastu . Millum annað hendi hetta einaferð á veg til Havnar , meðan tríggir sjúklingar vóru í bilinum . Men Jens Jacobsen sigur , at tíbetur vóru hesir sjúklingarnir so mikið væl fyri , at tað ikki bilti . Men hann sigur , at hann stúrir fyri tí degi , tá sjúkrabilurin ikki riggar og okkurt álvarsamt er áfatt . %% 289 Úr aldudalinum og upp á kambin Úr aldudalinum og upp á kambin 6 - mannafør menn : Hvessingur kom fastur , men høvuðsdómarin metti , at tað var neyðugt við umróðri , sum Hvessingur vann Í fjør gekk eitt sindur upp og niður hjá teimum , men teir vunnu á ólavsøku . Í ár hava teir fyrireikað seg væl , og málið er at endurvinna FM heitið , sum teir síðani 1993 hava átt tey flestu árini ( undantøkini hava verið í 1996 , tá Gongurólvur vann , og í fjør , tá Snopprikkur vann ) . Tað er manningin umborð á Hvessingi , sum vit tosa um . Teir vunnu norðoyastevnuróðurin , men kappingin frá Sølmundi var ógvuliga hørð , og tá tað eydnast at vinna í harðari kapping , kennist tað uppaftur sigurssælari . Men hetta var bara ein partur - og kanska tann minni parturin - av orsøkini til , at teir umborð á Hvessingi tóktust so ógvuliga fegnir um sigurin á norðoyastevnu . Hin orsøkin var , at teir eina løtu høvdu kent tað , sum um at allar fyrireikingarnar til hetta kappingarárið lógu í skeljasori . Hvessingur varð fremstur beinanvegin , men Gongurólvur , Sølmundur , Kollfirðingur , Hósvíkingur og onkur annar royndu at hanga uppií einar tvey hundrað metrar . So settu teir á Hvessingi turboina til , og tá bátarnir nærkaðust túsund metra málinum var munurin longu so stórur , at tað skuldi okkurt heilt serligt til , um Hvessingur ikki skuldi vinna . Ikki sjálvgjørt Og tað hendi nakað heilt serligt . Hvessingur gjørdist fastur í endan frá einari av málboyunum á túsund metra málinum , høvuðsdómarin lat ikki við seg koma , og meðan væl trimmaðu hvessingarnir lógu og fonglaðust við at koma leysir av endanum , og mundu hava somu kensluna , sum maðurin man hava aftanfyri rattið á einum formel 1 bili , ið skiftir dekk , fóru allir hinir bátarnir framvið . Teir á Hvessingi settust aftur við árarnar , og teir megnaðu at leggja tveir bátar afturum seg , men tá teir komu á mál var tað týðuligt , hvussu vónbrotnir teir vóru . Í kappróðri er tað soleiðis , at um ein manning sjálv er orsøk til , at róðurin hjá teimum miseydnast , so ber tað ikki til hjá høvuðsdómaranum at gera meiri við málið . Men um tað eru umstøður , sum manningin onga ávirkan hevur á , og sum fyrireikararnir eru upphav til , so er støðan ein onnur , og so er tað upp til høvuðsdómaran at meta um , hvussu málið skal avgreiðast . Hvessingur fekk boyuna á túsund metra málinum um bakborð . Har hevði boyan - um tað ber til at siga tað soleiðis - einki at gera , og tí kundi tað sæð út sum um , at oddabáturin ikki hevði hildið seg til sína róðrargeil , og tí var tað , at høvuðsdómarin í fyrstu atløgu og í tí evarska lítlu tíðini , sum hann hevur at hugsa seg um í , lat standa til . Men tá teir á høvuðsdómarabátinum eftir róðurin peilaðu boyuna , vísti tað seg , at hon var drivin frá staðnum , har hon upprunaliga hevði ligið , og inn á róðrarøkið . Endin frá kveylinum lá í einum boga í vatnskorpuni , og tað var út frá hesum veruleikanum , at teir báðir høvuðsdómararnir , Gunnbjørn Joensen og Sigurd Andreasen , tóku ta avgerð , at seksmannaførini við monnum skuldu rógva umaftur . Størri kapping Teir umborð á Hvessingi fegnaðust sjálvandi um boðini , allar manningarnar royndu eftir besta førimuni at fyrireika seg til eina nýggja kapping , og tá ið 10 - mannaførini høvdu róð , og klokkan var farin av sjey leygarkvøldið , og áskoðararnir , sum í góðveðrinum høvdu hugnað sær á havnarøkjunum bæði eystanfyri og vestanfyri , vóru farnir at fækkast , komu seksmannaførini á mál . Fyrru ferðina var Hósvíkingur fyrstur , Sølmundur næstur , so komu Strálan , Kollfirðingur , Gongurólvur , Lómur , Hvessingur , Snopprikkur og Jarnbardur . Seinnu ferðina , tá ongar forðingar vóru , og teir umborð á Hvessingi komu undan kensluni av , at kappingarárið var farið í vaskið , var sera tætt aftur til Sølmund og Hósvíking , og tað ber boð um , at henda kappingin verður sera spennandi , tá hósvíkingar 19 . juni fara at royna seg í heimasjógvi . Í fjør var Snopprikkur hjá hvalbingum , sum er mannaður og venur í Havnini , FM vinnari . Teir luttaka í kappingini í ár , men úrslitið á norðoyastevnu bendir á , at teir eru ikki so væl fyri nú , sum teir vóru fyri einum ári síðani . %% 290 Væleydnað tiltak í Kagganum Væleydnað tiltak í Kagganum Hóskvøldið í farnu viku skipaðu Club Kaggin og Atlantic Radio í felag fyri einum væleydnaðum tiltaki í Kagganum , sum bleiv sent beinleiðis í Atlantic Radio Fyri nøkrum árum síðani vóru tað mong , sum hildu , at hóskvøldini vóru bestu býarkvøldini í høvuðsstaðnum . Síðani kom ein tíð , har hesi kvøld vóru púra deyð , men seinnu árini hava hóskvøldini endurvunnið sítt góða umdømi , og nógv fólk eru í býnum hvørt hóskvøld . Í rúma tíð hevur tað nærum einans verið Club 20 , sum hevur havt dans hóskvøld , men hesa seinnu tíðina hevur Kaggin eisini havt alment opið við dansi hesi kvøldini . Seinasta hóskvøld var so skipað fyri einum forvitnisligum hugnakvøldi í Kagganum , har eisini nýggja radiorásin , Atlantic Radio , tók lut og sendi beinleiðis av Dalavegnum . Fýra tónleikabólkar Tað hevði eydnast fyrireikarunum at savna fýra tónleikabólkar , sum skuldu skipa fyri tónleikarliga undirhaldinum hetta kvøldið . Teir fýra bólkarnir vóru teir tríggir Prix Føroyar finalistarnir , Flux , Diatribes og Tangz , umframt bólkin JoJo . Tað var bólkurin JoJo , sum legði fyri . Bólkurin var mannaður við teimum báðum Jóan Magnus Johannesen og Johan Ziskason . Teir báðir høvdu ikki havt nakað serligt av tíð til at fyrireika seg í , men teir komu stak væl frá sínum framførslum . Johan Ziskason , sum tey flestu óivað kenna frá Mark No Limits , ger ikki so nógv við tónleikin longur , meðan Jóan Magnus , sum er forsangari í Moonshots og av mongum verður mettur at hava bestu røddina í landinum , er rættuliga virkin . Aftaná at JoJo hevði spælt nøkur løg , var tað so Flux ið stóð fyri tørni . Flux hevur av álvara vunnið frama millum ungdómin , og tað merktist eisini á áhoyrarafjøldini , at hetta var ein bólkur , ið teimum dámdu væl . Lagið hjá teimum á Prix Føroyar fløguni , Mr . Headless , er sera væl dámt , og tey vóru nógv , ið sungu við , tá ið Flux framførdi hetta lagið . Tá ið Fluxmanningin við teimum litføgru hárunum var liðug við sína framførslu , fekk Johan í Kollafirði sær eitt lítið prát við teir , men tá ið hann royndi at spyrja trummusláaran um gullringin , ið hann fyri kortum hevði fingið á fingurin , segði hesin , at tað var so ' flovisligt ' , at hann vildi ikki tosa um tað . Næsti bólkurin á lítla pallinum í krókinum í kjallaranum hjá Kagganum var Diatribes . Tá ið teir royndu seg í Prix Føroyar finaluni , var forsangarin Líggjas Olsen júst komin við í bólkin og vantaði kanska eitt sindur av veniing tá , men hetta tóktist at vera batnað munandi . Diatribes er uttan iva ein bólkur á veg fram í føroyska tónleikaheiminum , og tað verður spennandi at fylgja gongdini hjá teimum . Tann fjórði og seinasti bólkurin , sum spældi í Kagganum hóskvøldið , er uttan iva best umtókti bólkurin í landinum í løtuni . Tangz hevur av álvara sligið navn sítt fast millum ungdómin , og tá ið teir løgdu fyri við kenda filmslagnum ' Ghostbusters ' var tað ikki sørt , at man sá hvussu áhoyrararnir sungu við og fluttu eitt sindur runt við beinunum . Celebrity Pool - kapping Samstundis sum tónleikabólkarnir framførdu síni kynstur í kjallaranum , var eisini skipað fyri ymiskum øðrum tiltøkum aðrastaðnis í húsinum . Á loftinum var skipað fyri eini sokallaðari pool - kapping við ' celebrities ' . Fýra politikkarar og fýra fótbóltsspælarar skuldu royna seg , og tey blivu býtt í lið við einum politikkara og einum fótbóltsspælara á hvørjum liði . Liðini vóru mannaði soleiðis : Býráðslimurin Ingi Mohr og Sólvá Joensen úr B36 , býráðslimurin Heðin Mortensen og Eyðvør úr Dímun úr HB , landsstýrismaðurin Helena Dam á Neystabø og Hallur Danielsen úr HB , og so løgtingslimurin Anita á Fríðriksmørk og Bjarni Prior úr B36 . Fleiri av luttakarunum høvdu ikki roynt seg í pool áður , men tað var skjótt , so var tað , sum høvdu tey aldrin gjørt nakað annað . Endin á stuttligu kappingini var , at finalan kom at standa ímillum liðið hjá Heðin og Eyðvør ímóti liðnum hjá Helenu og Halli . Finaluna vunnu Heðin og Eyðvør , og fyri tað fingu tey hvør sína fløsku av brúsandi løgi . Pizzaát og øldrekking Í miðhæddini var eisini skipað fyri onkrum kappingum . Millum annað var skipað fyri eini kapping , har eitt konufólk og eitt mannfólk í felag skuldu gera enda á einari 16 tumma stórari pizza frá Pizza 67 og tveimum stórum gløsum av øl . Fýra pør kappaðust , og tað var stuttligt at síggja , hvussu øll hesi fólkini skræddu í seg , so at tomat og ostur stóð teimum heilt upp til oyruni . Eisini var ein kapping um at drekka tvær øl so skjótt sum møguligt við hjálp av súgvirøri . Hetta sá út til at vera alt annað enn lætt , men tann eini av teimum trimum luttakarunum gjørdi tó sera skjótt av , og tá so umboðsfólkið frá Atlantic Radio spurdu hann , hvussu hann hevði borið seg at , svaraði hann við at ropa í mikrofonina . Eydnaðist væl sum heild Eingin ivi var um , at tiltakið í Kagganum hóskvøldið eydnaðist stak væl . Hølini vóru stúgvandi full , og longu heilt tíðliga á kvøldi var tað so at siga ógjørligt at finna sær ein sess í Kagganum . Hóast tey flestu hildu til í kjallaranum , har livandi tónleikurin var , so gjørdu tær ymsu kappingarnar sítt til , at fólkið eisini spjaddist eitt sindur runt í húsinum . Hátalararnir í húsinum vóru knýttir til Atlantic Radio , so at tað sum var í luftini eisini hoyrdist í Kagganum . Um onkur samrøða fór fram uppi á loftinum , so hoyrdu fólkini í kjallaranum tað eisini . Hinvegin horydu fólkini á loftinum so tann livandi tónleikin úr kjallaranum í einum hátalara . Tað var tó eitt sindur ov nógv av tí góða at hoyra allar hesar vælsignaðu jinglurnar hjá Atlantic Radio , sum blivu troyttandi at lurta eftir . Eisini var tað til tíðir trupult at hoyra tey fólkini , sum samrøður vóru førdar við í radionum . Tað frættist hóskvøldið , at vit kunnu rokna við fleiri líknandi tiltøkum , og tað er gleðiligt , tí tiltakið var stak væl eydnað , og hatta er nakað , sum ungdómurin heilt víst tekur undir við . %% 291 Nýggja fólkaskúlalógin kostar Nýggja fólkaskúlalógin kostar Signar á Brúnni , landstýrismaður , heldur tað vera løgið , at fíggjarnevndarformaðurin , ið var heitur talsmaður fyri nýggju fólkaskúlalógini , nú ikki vil játta pening , so lógin fæst at virka Í gjár sat landstýrsmaðurin í undirvísingar- og mentamálum , Signar á Brúnni , á fundi við embætisfólkum sínum . Har umrøddu tey , hvussu spurningurin skal avgreiðast , nú einir 200 fleiri næmingar enn mett eru í fólkaskúlanum komandi skúlaár . Peningur er ikki til taks til næmingarnar . - Eg havi ynskt fund við fíggjarnevndina , so vit kunnu lýsa málið fyri teimum , men hetta vil nevndin ikki , sigur Signar á Brúnni . - Eg havi tosað við einstakar limir í fíggjarnevndini og formannin , men hann er ikki hugaður fyri at hoyra okkara sjónarmið , sigur landstýrismaðurin . Lógin kostar - Annars havi eg ta viðmerking , at fíggjarnevndarformaðurin var millum teir fremstu at seta nýggju fólkaskúlalógina í verk , ein lóg , sum vit vistu fór at kosta nógv at fremja í verki . Sjálvur sat eg í andstøðu tá og gjørdi vart við meirkostnaðin . Nú er tað løgna hent , at eg siti við málinum og royni at fáa játtan til nýggju fólkaskúlalógina og sami maður , sum vildi hava lógina ígjøgnum , vil nú bremsa og skerja , sigur Signar á Brúnni . - Vit eru komin í eina ringa støðu . Tað er løgið , at næmingatalið komandi ár hækkar við umleið 200 , men hetta kemur av , at fólk flytir til landið . Eisini eru 10 . flokkarnir , ið fara út nú minni , enn flokkarnir , ið koma inn . - Í gjár ringdi ein skúlastjóri í miðalstórari bygd og greiddi mær frá , at hann júst hevði fingið boð um , at fleiri næmingar koma í skúlan . Tað snýr seg um einar 10 nýggjar næmingar , sigur Signar á Brúnni , ið staðfestir , at talið bert er vaksandi . - Seinast tók ein eisini og minkaði frymilin , ið býtt verður eftir millum ymsu skúlarnar og tað ber næstan ikki til at fara longur niður , metir Signar á Brúnni . Okkurt steðgar upp Signar á brúnni staðfestir , at um støðan hjá fíggjarnevndini stendur við , og hann má spara á øðrum økjum , so er vandi fyri , at okkurt støðgar upp . - Eg skal finna sparingar , men hvar kunnu vit skerja ? Løgtingið hevur samtykt lóg , ið sigur , at so og so nógv skal nýtast har og har . So skal eg skerja á øðrum økjum , men eg eri bangin fyri , at endin verður , at okkurt innan skúlaverkið steðgar upp , sigur landstýrismaðurin í undirvísingarmálum . Málið farið til Fíggjarmálastýrið Bjarni Djurholm vísir á , at tað er óheppið , at málið ikki kemur fram fyrr enn nú , løgtingið er farið til hús . - Tveir skúlar koma ikki við sínum tølum 5. og 6. mars . Tá verða tølini kannaði og so skal boðast frá . Verkfallið kom júst tá og ymiskt hendi har , so tað dróg nakað út , men vit viðgjørdu málið í góðari tíð og skjalið , ið sent er Fíggjarmálastýrinum , er dagfest 26. apríl og tá eigur Fíggjarmálastýrið málið og tingið kom saman beint eftir hetta , vísir Signar á Brúnni á . Signar á Brúnni metir , at tá málið nú er lagt fyri fíggjarnevndina , so er hetta júst eitt mál , ið kann koma undir grein 44 í stýrisskipanarlógini , ið loyvir nevndini at játta pening í serstøkum førum , tí hetta kom sera óvæntað á . Hann heldur vera løgið , at nú skal skerjast , tí tað gleðiliga hendir , at barnatalið er vaksandi . Hann er vónbrotin av støðuni hjá fíggjarnevndini og av , at hetta eisini tykist vera støðan hjá andstøðuni . Signar á Brúnni metir , at málið er farið í góðari tíð í Fíggjarmálastýrið . Til støðuna hjá Bjarna Djurholm viðvíkjandi skerjingum , so samsvar er við politiska málið um sjálvberandi búskap og broytingar í ríkisrættarligu støðuni , sigur Signar á Brúnni , at Bjarni Djurholm tosar við fleiri tungum . - Hann var millum teir fremstu at trýsta nýggju lógina ígjøgnum , hóast øll vistu , at hetta hevði meirkostnað við sær . Nú siti eg við málinum og Bjarni Djurholm sigur , at vit skulu spara og skerja . Hetta er mótsigandi , metir Signar á Brúnni , landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum , ið saman við sínum fólkum roynir at finna loysn á málinum og at fáa fund við fíggjarnevndina , áðrenn farið verður undir at finna møguligar sparingar , ið kunnu enda við niðurlegging av virksemi innan fólkaskúlan %% 292 Bjarni Djurholm, fíggjarnevndarformaður:- Fíggjarnevndin er eingin trygdarventilur Bjarni Djurholm , fíggjarnevndarformaður : - Fíggjarnevndin er eingin trygdarventilur Peningur er ikki til taks , nú tað vísir seg , at fleiri næmingar enn mett , eru í fólkaskúlanum komandi skúlaár . Formaðurin í fíggjarnevndini metir ikki , at tað er í samsvar við stýrisskipanarlógina , at játta pening til vanliga rakstrarhækkan . Hann vísir á , at løgtingið ikki hevur viðgjørt málið . Heldur ikki samsvarar ein rakstrarhækkan við tað , ið landsstýrið hevur sett sær fyri , nú ríkisrættarligu viðurskiftini skulu broytast og vit skulu hava sjálvberandi búskap . Signar á Brúnni , landstýrismaður , vísir á , at Undirvísingar- og Mentamálastýrið í góðari tíð sendi fíggjarmálastýrinum málið , men hesum vísir fíggjarmálaráðharrin aftur LESIÐ EISINI VIÐMERKINGARNAR HJÁ SIGNARI Á BRÚNNI OG KARSTEN HANSEN Rættiligt stríð tykist hava tikið seg upp , nú Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur biðið um eina eykajáttan til ymiskt virksemi , tí peningur er ikki til taks , nú tað vísir seg , at næmingatalið í føroysku skúlunum er vaksandi . Á fundi í fíggjarnevndini vóru fleiri mál á skránni , t.d. rakstrarhækkan til fólkaskúlan og hevur nógv kjak staðist av júst hesum málinum og at tað hevur gingið ov seint at fáa málið avgreitt , so enn ikki er søkt eftir lærarum til komandi ár og tímatalvurnar eru ikki lagdar , tí skúlaleiðslurnar vita ikki , hvussu karmarnir verða komandi skúlaár . Bjarni Djurholm , formaður í fíggjarnevndini sigur , at nevndin á fundi avgreiddi málið um neyðhjálp uppá 2,5 milliónir til Montenegro , Albania og Makedonia , tí hetta mál var mett at hava skund og vera beinleiðis framhald av tingviðgerð fyri einum mánað síðani . Heldur ikki er talan her um rakstrarhækkan , men um serligt mál , framlagt av løgmanni og viðgjørt av tinginum . Tingið játtar pening - Viðvíkjandi hinum málunum varð tosað um , hvørt tað er í samsvar við stýriskipanarlógina , grein 44 , stk 2 , har sagt verður , at løgtingið játtar allar upphæddir á fíggjarlógini og eykafíggjarlógum . Undir serligum umstøðum kann fíggjarnevndin játta pening , men tað hevur ikki verið gjørt fyrr , tá tað snýr seg um vanliga rakstrarhækkan . Fíggjarnevndin samdist um , ikki at broyta mannagongdina , sigur Bjarni Djurholm , ið ikki sum formaður vildi standa sum fyrimynd fyri at skapa fyridømi viðvíkjandi rakstrarhækkan , so ein næstu ferð kann siga , at játtan varð givin seinast . - Hetta var grundgevingin og prinsipielt sendi ein so málini aftur í landsstýrið og hevur mælt landstýrinum til at venda sær til løgtingsformannin , so tingið kann kallast saman at viðgera málini sum tey fyriliggja , ella at at leggja tey fram á ólavsøku , sigur fíggjarnevndarformaðurin . - Hetta er tað prinsipiella . Fíggjarnevndin kann ikki taka ábyrgd av , at málini koma nú , tí tey hava øll ligið í landstýrinum í langa tíð , og kundu verið avgreidd , áðrenn løgtingið fór til hús , metir Bjarni Djurholm . Hann heldur , at fíggjarnevndin má ikki skapa nýggja siðvenju , tá tað snýr seg um mál , ið kundu verið avgreidd eftir vanligari mannagongd . Málið er súltað Hetta vil við øðrum orðum siga , at málið hevur ligið súltað í landstýrinum ov leingi , ella hvussu ? - Vit kunnu bara staðfesta , at innskriving av nýggjum næmingum fer fram í februar og undanfarin ár hava skúlarnir fingið tillutað tímatal í apríl . At árið í ár er eindømi í so máta , kann fíggjarnevndin ikki taka ábyrgdina av , metir Bjarni Djurholm , sum eisini heldur , at var ivi um nakað , so kundi Undirvísingar- og mentamálastýrið sent tímar út til skúlarnar , svarandi til galdandi játtan og við tí fyrivarni , at møguliga bleiv meira . - Fíggjarnevndin hevur eina fíggjarlóg at halda seg til , ið er samtykt í ár , so fíggjarnevndin kann ikki taka ábyrgdina av , at tímarnir ikki eru sendir út . Vit umsita , vit fyrisita ikki , vísir Bjarni Djurholm á . Sparingar og tillagingar Bjarni Djurholm heldur , at skal meirjáttan veitast til okkurt málsøki , so skulu samsvarandi sparingar finnast . Hann leggur dent á , hetta sigur hann fyri egna rokning , ikki sum umboð fyri fíggjarnevndina . - Tað ein biður um , er ein hækkan í rakstrinum , eftir at tingið er farið heim . Hesum er eg ímóti og skulu landstýrismenn hava møguleika at fáa hesi málini ígjøgnum , so skulu teir vísa sparingar aðrastaðir , sigur Bjarni Djurholm . Persónliga mælir Bjarni Djurholm landstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum , Signari á Brúnni , til at finna sparingar aðrastaðni , so peningur gerst tøkur . - Eg eri bert ein av mongum , men sum formaður í nevndini vildi eg mælt til tað , sigur Bjarni Djurholm . - Annars haldi eg , at tá ein hevur sett sær sum politiskt mál at broyta ríkisrættarligu viðurskiftini , so vita vit , at hetta krevur sparingar og skerjingar í almenna sektorinum . Tí skal hetta við , at meirjáttan krevur samsvarandi sparingar , metast sum eitt greitt tekin frá mínari síðu um , at eg ætli at halda meg til henda politikk , sigur Bjarni Djurholm , ið sigur , at tað ber ikki til at blíva við at hækka raksturin . - Vit kunnu staðfesta , at fíggjarlógin í ár er 100 milliónir hægri , enn árið frammanundan . Heldur gongdin fram , so er fíggjarlógin aftur hægri næsta ár . Vit kunnu spyrja okkum , um nakar føroyingur hevur tað 100 milliónir betri í ár , enn í fjør . Hevur nakar tað 100 ferðir betri ? , spyr Bjarni Djurholm , ið samanber hetta við eina snældu , ið bert vindur uppá seg . - Eftir mínari sannføring , so er hetta í andsøgn við tað , ið vit hava sett okkum sum mál , nevniliga at gerast sjálvberandi land . Politiskt frælsi og búskaparligt frælsi er í mínari verð tveir lutir av somu søk . - Eg haldi ikki , at fíggjarnevndin skal vera trygdarventilur hjá landsstýrinum , tá tað snýr seg um at fáa eykajáttanir í hús , sum kundu verið avgreiddar eftir vanligari mannagongd , sigur Bjarni Djurholm , ið sigur hetta fyri egna rokning , men hann leggur dent á , at fíggjarnevndin tók eina prinsipiella støðu . %% 293 Fáa nú pláss fyri gávuni uppá sjey milliónir krónur Fáa nú pláss fyri gávuni uppá sjey milliónir krónur - Nógv hava undrast á , hví Landssjúkrahúsið ongantíð hevur tikið skannaran í brúk , sum tað fekk til gávus frá Tryggingarfelagnum Føroyum . Tað hevur ljóðað , at orsøkin er , at ósemja hevur tikið seg upp um , hvar hann skal vera . Men tað passar ikki , sigur Anders Harboe Ree , yvirlækni Tá ið Tryggingarfeløgini í fjør løgdu saman í Tryggingarfelagið Føroyar , var dagurin hátíðarhildin á ymsan hátt . Umframt alskyns tilboð til viðskiftafólkini , brúkti Tryggingafelagið eisini hetta høvið til at lata Landssjúkrahúsinum eina stórfingna gávu . Tað var ein gáva uppá heilar sjey milliónir , sum skuldi brúkast til ein spildurnýggjan magnetskannara . Hetta er ein skannari , sum hevur staðið ovaliga á ynskilistanum á Landssjúkrahúsinum í fleiri ár . Men har er spart so nógv , at tað so mangt hava játtanirnar ikki hava strekt til - og enn minni hava tær strekt til eitt so dýrt tól , sum hetta . Tí var gávan frá Tryggingarfelagnum stórliga fagnað á Landssjúkrahúsinum . Men hóast hetta nú er næstan eitt ár síðani , hendi ikki meir . Tær sjey milliónirnar standa enn órørdar og enn minni er nakar skannari komin . Hetta eru tað mong , sum undrast á . leysasøgur hava gingið um , at orsøkin til , at ongin skannari er komin , er ósemja á Landssjúkrahúsinum um , hvar hann skal standa . Hava ikki pláss Men hesum vísir Anders Harboe Ree , yvirlækni á røntgendeildini avgjørdur aftur . - Skannarin er eitt slag av røntgentóli , og tað er ongin á Landssjúkrahúsinum yvirhøvur , sum ivast í , at hann skal standa á røntgendeildini . - Tann stóri trupulleikin hjá okkum hevur verið , at vit hava heilt einfalt ikki havt pláss fyri skannaranum . Hann minnir á , at nú eru tað yvir 30 ár síðani , at Landssjúkrahúsið varð bygt . - Øll hesi árini er virksemið økt og økt alla tíðina , vit hava fingið fleiri og fleiri funktiónir og fleiri og fleiri tól á Landssjúkrahúsinum , men plássið er ikki økt . Tí hava vit nú í nøkur ár havt eitt álvarsligt plásstrot at drigist við . Anders Harboe Ree sigur , at líka síðani teir fingu skannaran , hava tey stríðst við at finna eitt pláss at seta hann upp á . - Vit hava teknað og spekulerað , og vit hava havt ætlanir um at byggja út , bæði omaneftir , úteftir og uppeftir , men tað hevur gingið striltið , uttan at fara í holt við so stórar umbyggingar , at tað hevði verið alt , alt ov kostnaðarmikið og hevði nervað arbeiðið á røntgendeildini annars alt , alt ov illa . Yvirlæknin sigur , at rættiliga nógv fólk hevur arbeitt við málinum at finna eina loysn . - Hetta er eitt mál , sum hevur volt okkum serstakliga nógv høvubrýggj . Men nú heldur hann , at tað er komið undir land . - Vit hava funnið eina loysn , sum er brúkilig . - Tilboðini uppá arbeiðið koma inn nú í juni mánaða . Plássið er so lítið , at tað er neyðugt at leggja arbeiðið til rættis út í æsir fyri at órógva sum minst . - So tá ið farið verður undir umbyggingarnar , má tað ganga bæði skjótt og væl sum eftir eini linial . - Tí er ætlanin at bíða til eftir summarfrítíðina . - Gongur sum ætlað byrjar arbeiðið í august . - Og væntandi kann nýggi skannarin so takast í nýtslu um ársskiftið . Hví skal hann partout standa á røntgendeildini . Ber tað ikki til at seta hann onkra aðrastaðni ? - Á pappírinum letur alt seg gera , men í veruleikanum : Nei , hann má vera á røntgendeildini . Skal røntgendeildin spjaðast út á støð á Landssjúkrahúisnum verður arbeiðsgongdin alt ov tung og ólagalig , ikki minst tí at vit hava so lítið fólk . Hetta er so eyðsæð , at møgleikin at seta hann onkra aðrastaðni , hevur ikki verið nevndur , sigur Anders Harboe Ree . Sjálvur skannarin kostar fimm milliónir . Tær tvær milliónirnar , sum eru eftir verða brúktar til at seta hann upp fyri og til at læra fólk at brúka hann . Eitt stórt framstig Hann sigur , at hesin skannarin er eitt sera stórt framstig , sum styðjar uppundir aðrar kanningar . Hesin skannarin kemur sostatt ikki ístaðin fyri ein annan skannara . Serliga er hann ein fyrimunur , til kanningar av giktsjúkum , meginnervalagnum og til ortopediskar kanningar . Sostatt er yvirlæknin sera fegin um at fáa hendan nýggja skannaran . - Hetta er ein serstakliga spennandi og áhugaverd avbjóðing , men nú á døgum er ein slíkur skannari náttúrligur partur av einum tøkniliga framkomnum sjúkrahúsi . - Hetta er eitt tól , sum vit eru sera áhugaðir í at fáa . - Hetta er eitt tól , sum læknarnir á øllum deildum hava tráðað eftir í mong ár . Anders Harboe Ree sigur , at eitt úrslit av hesum er , at tað er neyðugt at senda færri sjúklingar til Danmarkar . %% 294 Nógv børn ættleidd til Føroya Nógv børn ættleidd til Føroya Í mun til fólkatalið í Føroyum , verða tvífalt so nógv børn ættleidd til Føroya sum til okkara grannalond Í mun til lond , vit vanliga samanbera okkum við , er ættleiðingartíðleikin tvífalt so høgur í Føroyum . Í fjør vóru sjey loyvi um ættleiðing givin í Føroyum , har av seks úr útlondum og eitt í Føroyum . Tað er ein long tilgongd at ættleiða eitt barn . Umsókn um ættleiðing verður fyrst send Ríkisumboðnum . Viðvíkir umsóknin ættleiðing av einum fosturbarni , tekur føroyska ættleiðingarráðið við umboðum fyri læknafrøðiligan , løgfrøðiligan og sosialan serkunnleika og myndugleika , støðu og avgerð . Ríkisumboðið í Føroyum hevur samstarv við teir tríggjar góðkendu stovnarnar í Danmark , ið viðgera og formidla ættleiðing av útlendskum børnum , Adoption Centeret , DanAdopt og Terre des Hommes . Skrivstovustjórin í DanAdopt , Ole Bergman , er í hesum døgum á kunningarvitjan í Føroyum . Hesin stovnurin formidlaði tvær ættleiðingar til Føroya í fjør . DanAdopt hevur samstarv og sambond í tólv londum í Asia , Europa og Suðuramerika . Talið á nýggjum umsóknum í fjør var 268 . Síðani 1970 hevur DanAdopt staðið fyri 96 ættleiðingum av børnum úr ymsum londum til Føroya . Í fjør skipaði felagsskapurin fyri 248 ættleiðingum , íroknað teim føroysku . Av teimum fimm børnunum , sum vórðu ættleidd úr útlondum fyrraárið , komu trý úr India , eitt úr Ungarn og eitt úr Bulgaria . Lóg og tilskot Talið av góðkenningum av ættleiðingarforeldrum til eitt útlendskt barn , sigur kortini meiri um menningina á ættleiðingarøkinum enn talið á loyvum , ið verða givin fyri hvørt einstakt ár . Ofta gongur long tíð , í førum fleiri ár , frá tí góðkenningin er fingin til høldar , til ættleiðingin kann gjøgnumførast endaligt . Fíggjarkreppan í Føroyum fyrst í nítiárunum sær út til at hava ávirkað talið á givnum loyvum . Í 1991 vóru 13 loyvi givin , í 1992 eitt , í 1993 trý , í 1994 fýra , í 1995 fimm , í 1996 átta og í 1997 seks . Føroya Løgting samtykti í 1994 eina lóg um dagpengar í sambandi við ættleiðing , har hjún , ið ættleiða , verða sett á jøvnum føti við onnur foreldur , tá ið tað snýr seg um dagpengar í sambandi við barnsburðarfarloyvi . Sama ár var ein lóg samtykt , har foreldur , ið ættleiða eitt útlendskt barn , fáa eitt ættleiðingarískoyti á 15.000 krónur . Upphæddin er fyri hvørt barn og goldin eina ferð , og verður latin uttan mun til inntøkuna hjá foreldrunum . Treytin fyri at fáa hesa upphæddina er , at ættleiðingin verður viðgjørd og formidlað ígjøgnum ein av teimum trimum góðkendu ættleiðingarstovnunum í Danmark og at foreldrini hava fastan bústað í Føroyum . Nýggj lóg um ættleiðing er fyri stuttum samtykt á Fólkatingi . Lógin gevur foreldrunum størri ávirkan á viðgerðina í sambandi við góðkenningina sum ættleiðingarforeldur . Henda lógin er ikki galdandi fyri Føroyar . Tilskotið donsk ættleiðingarforeldur fáa frá tí almenna er 32.000 krónur . Í hesi vikuni er Mrs . JaiSita Panigrahi , ið DanAdopt hevur neyvt samstarv við , á vitjan í Føroyum . Hon er úr Mumbai í India , og rekur barnaheimið Bal Vikas , ið uttan iva nógv ættleiðingarforeldur kenna . Á ferðini í Føroyum vitjar hon familjur , ið hava ættleitt børn frá Bal Vikas . %% 295 - Vit vita einki - Vit vita einki Stápsstjórin á Marinustøðini , sum hevur tyrluflúgvingina í Føroyum um hendi , sigur , at teir einki vita um broytingar í tyrluflúgvingini við Føroyar Tað er Marinustøðin , sum hevur tyrluflúgvingina í Føroyum um hendi , og vit ringdu til Eli Lynvej - Larsen og spurdu hann um hvussu støðan er viðvíkjandi tyrluflúgvingini . - Vit hava ikki fingið nakað at vita um broytingar , sigur Eli Lyngvej - Larsen . - Vit vita , at tað er gjørd ein nýggj semja um danska verjupolitikkin , og vit vita eisini at tað inniber , at tyrlurnar í Værløse skulu flyta til Karup . Men um tað fær nakran týdning fyri flúgvingina við Føroyar dugi eg ikki at svara fyri júst nú , sigur hann . Eli Lyngvej - Larsen sigur tó , at halda tyrluskipararnir uppá at teir gevast um støðin verður flutt , so kann hetta fáa avleiðingar fyri flúgvingina við Føroyar og Grønland . - Tá tyrluflúgvingin seinast var » uppi og vendi « var avgjørt , at tað skuldi gerast ein raðfesting . Hetta hevði við sær , at Føroyar og Grønland vóru raðfestar frammalaga , meðan venjingar og flúgving í Danmark vóru raðfestar aftanfyri . Tí helt tyrluflúgvingin við Føroyar fram . Men tá vóru sjey ella átta flogskiparar , sigur Eli Lyngvej - Larsen . Grundarlagið rýkur Stápsstjórin staðfestir , at fara tríggir ella fýra av teimum sjey , sum eftir eru í starvi í dag , ja so er grundarlagið undir raðfestingini , sum varð gjørd fyri nøkrum mánaðum síðani , burtur . - Tað ber heilt einfalt ikki til , at hava eina skipan gangandi við bara trimum flogskiparum , sigur hann . Eli Lyngvej - Larsen sigur , at tað er vorðið alt meira vanligt , at flogskiparar í verjuni fáa arbeiði í privatu vinnuni . Støðan hjá tyrluflogskiparunum er alt annað enn góð , men hon er , um møguligt , uppaftur verri hjá flogskiparunum á F16 - jagaraflogførunum , greiðir Eli frá . - Tað er skilligt , at tað er lønin og betri arbeiðsumstøður , sum lokka , men vandin fyri at verða uppsagdur , frá einum degi til annan er eisini til staðar . Hinvegin er marknaðurin fyri flogskiparum stórur , so tað er væl skilligt , hóast tað setur verjuna og bjargingartænastuna í eina knípu , sigur Eli . Hvussu hetta kann gerast øðrvísi , hevur Eli ongar viðmerkingar til . %% 296 Til reiðar innan eitt ár Til reiðar innan eitt ár Magni Arge , stjóri í Atlantsflog sigur , at teir í løtuni fyrireika felagið , at taka við tilbúgvingini , sum danska sjóverjan umsitur . - Vit vera til reiðar áðrenn eitt ár er farið , sigur hann Enn einaferð er spurningurin um donsku sjóverjutyrluna við Føroyar til viðgerðar . Og hesaferð tykist vera meira álvara í spurninginum um hon fer at flúgva . Tyrluflogskipararnir hjá donsku sjóverjuni eru ikki sørt uppøstir inn á ætlaninar um at flyta alt virksemi teirra til Karup , og tað hevur við sær , at fleiri teirra hótta við uppsøgnum . Fara allir úr starvi , sum hótta við tí , so eru bert tríggir tyrluflogskiparar eftir at røkja alla tyrluflúgving við Føroyar , Grønland og Danmark . Hetta , siga flogskiparar og onnur við skili fyri slíkum , er ómøguligt , og tí verður endin , at onkur verður við sviðusoð . Í Føroyum hava vit sum kunnugt eina tyrlu umframt sjóverjutyrluna . Tað er tyrlan hjá Atlantsflog , og so er ein spurningur um felagið er ført at taka við flúgvingini um so er , at danska sjóverjutyrlan gevst at flúgva við Føroyar . Magni Arge , stjóri í Atlantsflog sigur , at teir í løtuni fyrireika felagið til at taka við tilbúgvingini , men at hetta arbeiði tekur drúgva tíð . - Vit hava í løtuni fýra tyrluflogskiparar , og vit syrgja fyri , at teirra útbúgving verður hildin við líka alla tíðina . Teir eru í simulatori tvær ferðir árliga , og umframt tað fara teir eisini á skeið hjá verjuni , í » search and rescue « . - Tað stutta av tí langa er , at vit eru til reiðar at fara í gongd áðrenn eitt ár er farið . Í onkrum føri eru vit kanska klárir væl áðrenn eitt ár er farið , sigur Magni Arge , stjóri . Nýggj tyrla má til Men hóast manningin eftir øllum at døma er væl fyri , so er felagið ikki so væl fyri tá tað snýr seg um útgerðina . - Tyrlan hjá felagnum er ikki hóskandi til bjargingar- og leitingarendamál , og tí hava vit kannað marknaðin fyri at finna út av , hvat tær duga til , og hvat tær kosta , sigur Magni Arge . Atlantsflog hevur ikki fingið nakað endaligt svar frá teimum framleiðarum teir hava havt fundir við , men eftir tí , sum skilst , so fer tað ikki at ganga so drúgv tíð , áðrenn svarini koma . Magni Arge sigur , at tað er neyðugt við eini størri tyrlu , sum er betri útgjørd . Krøvini til eina tyrlu skulu tí eftir øllum at døma ikki setast bara við núverandi støðu í huga , men eisini eini møguligari frálandavinnu . Frágreiðing er á veg Stjórin í Atlantsflog , Magni Arge , leggur annars afturat , at felagið í løtuni arbeiðir við eini frágreiðing til myndugleikarnar um tilbúgvingina . - Frágreiðingin hevur sjálvsagt eisini ein part um sjúkraflutning og um » search and rescue « . Frágreiðingin er ikki liðug enn ; vit bíða eftir tølunum frá framleiðarunum , men beint eftir at tey eru komin , verður hon løgd á borði til politiska viðgerð , sigur Magni Arge , stjóri . Ein partur av allari viðgerðini er hvussu Atlantsflog skal avroknast fyri tænastuna , ella hvussu eigaraviðurskiftini av nýggju tyrluni er á veg . Magni Arge , stjóri sigur tað ikki beinleiðis , men » tað liggur í luftini « , at Atlantsflog fer ikki at seta eina størri tyrluflúgving í verk , um so er , at tænastan ikki ber seg . - Íløgan kostar pengar , og tað ger tænastan eisini . Alt hetta skal fáast upp á pláss , áðrenn farið verður undir nakað nýtt . Vit mugu hava eina greiða avtalu við myndugleikarnar fyrst , sigur Magni Arge . Og møguleikarnir eru fleiri . Ein er , at landsstýrið keypir og eigur tyrluna og letur Atlantsflog reka hana . Ein annar møguleiki er , at Atlantsflog keypir , eigur og rekur hana , men fær eina ávísa fasta upphædd frá landsstýrinum , fyri at avgreiða sjúkraflutning og fyri at verða til reiðar um eitthvørt skuldi hent , á sjógvi ella landi . Men hetta er ein politiskur spurningur , sum vit uttan iva koma at hoyra meira til seinni . %% 297 Bókhald og ársroknskapur Bókhald og ársroknskapur Um dagarnar gav Føroya Skúlabókagrunnur út bókina » Bókhald og ársroknskapur « , sum Olav Absalonsen hevur skrivað Um dagarnar gav Føroya Skúlabókagrunnur út bókina » Bókhald og ársroknskapur « , sum Olav Absalonsen hevur skrivað . Bókin er ein lærubók , sum er ætlað handilsskúla- og fiskivinnuskúlanæmingum . Bókin er ein av fýra , sum er ætlað lærugreinini virkisbúskapur , og innihaldið í hesi bókini er í høvuðsheitum roknskapur í handilsvirkjum og framleiðsluvirkjum , roknskapargreining og fíggjarætlan . Umframt at vera ætlað undirvísingini í áðurnevndu lærugrein , er bókin eisini vælegnað til sjálvlestur hjá teimum , sum hava áhuga fyri virkisbúskapi og roknskapi . Høvundin er ikki ókendur í fakinum , tí hann hevur fyrr skrivað bókina » Búskapur og roknskapur « saman við Árant Olsen . Bókin , sum er prentað hjá Estra í Gøtu er 118 síður til støddar og fæst fyri 148 krónur . %% 298 Landsbankastjórin: Rætt at seta búskaparlig tiltøk í verk Landsbankastjórin : Rætt at seta búskaparlig tiltøk í verk - Teir almennu kassarnir hava ikki brúk fyri meiri pengum , so okkurt slag av kravdari uppsparing verið tað rætta , tí so fáa fólk peningin aftur , sigur Sigurð Poulsen - Hetta er ikki nakað , sum hevur tikið seg upp beint nú . hetta havi eg hildið leingi . Sigurð Poulsen , stjóri í Landsbanka Føroya , sigur , at tað er langt síðani , at hann alment boðaði frá fyrstu ferð , at tað er rætt at seta onkur búskaparlig tiltøk í verk fyri at tálma gongdini , tí nú er ferðin blivin nakað nógv . - Tað ikki fyrst og fremst nýtslan , sum er nakar vandi . Men vøksturin er stórur og nýtslan veksur áleið við somu ferð sum lønarinntøkurnar í samfelagnum , ella sum tøka tjóðarinntøkan og sum lønarvøksturin er . - Tað vil ikki siga , at føroyingar brúka størri part av inntøkuni nú , men inntøkan veksur so nógv , og tí veksur nýtslan eisini so nógv . - Sigurð Poulsen sigur , at hinvegin hava íløgurnar verið smáar , men at tær eru í vøkstri nú , samstundis sum inntøkurnar frá fiskivinnuni eru í minking . - Sostatt viga hesar broytingarnar upp ímóti hvørjum øðrum og tí er vøksturin framvegis stórur . Hann sigur , at tað er ikki handilsjavnin , sum er trupulleikin í tí føroyska búskapinum í løtuni . - Trupulleikin er kostnaðurin . Verður trýst lagt á kostnaðin , verður eisini trýst lagt á kappingarførið , tí so koma bæði lønir og prísir undir trýst . - Av tí , at so nógv fólk er burturflutt , kemur arbeiðsmarknaðurin lætt undir trýst , og tað førir til fløskuhálsar í framleiðsluni og sostatt eisini til bæði lønartrýst og prístrýst . - Tí fyritøkur , sum ikki fáa fólk at framleiða tað , sum tær hava bundið seg til , og sum eftirspurningurin er , noyðast at betala seg burturúr tí , og tað kostar . Óneyðugt at hækka skattir og avgjøld Sigurð Poulsen sigur tí , at hann hevur leingi hildið , at tað er neyðugt at seta onkur tiltøk í verk fyri at tálma gongdini . - Tess fyrr , vit seta hesi tiltøk í verk , tess bleytari raka tey . Bíða vit hinvegin ov leingi , skulu inntrivini verða so mikið harðari fyri at virka . Vit spurdu eisini Sigurð Poulsen , hvørji tiltøk , hann hugsar um . - Teir almennu kassarnir hava ikki brúk fyri fleiri inntøkum . Sostatt er tað óneyðugt at hækka skattir og avgjøld , sigur Sigurð Poulsen . Hann sigur , at hansara tilmæli er hinvegin , at okkurt slag av kravdari uppsparing verður sett , so at trygd er fyri , at fólk fáa peningin aftur . T.d. hevur hann onki ímóti , um uppsparing verður sett í verk til eftirløn - um semja fæst nóg skjótt um treytirnar fyri henni . Hættisligt Tað hevur verið nevnt , at tað er ógvuliga ymiskt , sum teir ymsu landspartarnir í Føroyum eru fyri búskaparliga og at tað rætta hevði verið at gjørt mun á tí fíggjarpolitikki , sum verður førdur í teimum ymsu økjunum í Føroyum ? - Tað er uttan iva rætt , at tað er ógvuliga ymiskt , hvussu teir ymsu partarnir í Føroyum eru fyri . - Men at gera mun á fíggjarpolitikkinum í teimum ymsu økjunum í Føroyum , er trupult . - Tí so koma vit inn á bygnaðarpolitikk . - Vit skulu alla tíðina føra bæði konjunkturpolitikk og bygnaðarpolitikk . - Men tað er tað við bygnaðarpolitikki , at hann virkar ikki frá degi til dags . - So tað ber ikki til at føra bygnaðarpolitikk , tá ið tørvur er á konjunkturpolitikki . - Tað tekur tíð at fáa bygnaðarpolitikk at virka , og tað er ógvuliga vandamikið at loyva vissum pørtum av búskapinum at blíva ov heitar fyri at fáa eina tillaging á øðrum økjum . - Vit noyðast at føra konjunkturpolitikk fyri at stilla hitan í búskapinum . Vit noyðast at gera tað , sum er neyðugt , men á ein slíkan hátt , at inntrivini ikki verða so ógvuslig , sigur Sigurð Poulsen . - Men hann leggur afturat , at tað er ikki bráðneyðugt við tiltøkum . - Men tað er neyðugt at stilla búskapin eitt sindur . - Og tað er neyðugt at umrøða spurningin , so at vit finna tær neyðugu semjurnar , sigur Landsbankastjórin . %% 299 MTV mátti dvína fyri mannfólki og føroyingum MTV mátti dvína fyri mannfólki og føroyingum Á samkomu í 3 ' aranum í gjár mátti MTV dvína , tá menninir í Tórshavnar Manskóri tóku at syngja so máttmikið og fagurliga . Kórið hevur júst givið út fløgu , ið kallast , Vit eru føroyingar ' Dagfinn Olsen Mynd : Jens Kr . Vang 3 ' arin í SMS hevur givið út fløgu við Tórshavnar Manskóri . Fløgan kallast , Vit eru føroyingar ' . Í hesum sambandi var móttøka í 3 ' aranum í gjár , har kórið setti dám á . Vanliga er tað m.a. tónleikarásin MTV , ið kitlar oyruni , tá ein kemur inn í 3 ' aran , men í gjár var øðrvísi . Tá mátti MTV dvína fyri føroyingum , ið ikki smæðast við at kalla seg mannfólk . Mergjað og fagurt ljómaði tað , tá Tórshavnar Manskór sang løg av nýggju fløguni . Fimm av teimum 13 løgunum á fløguni komu inn til kappingina , sum kórið skipaði fyri í 1995 , og fleiri nútímans orð- og tónasmiðir eru tískil umboðaðir . Teirra millum Tróndur Bogason Hansen , Heri Nolsøe , Edvard Nyholm Debes og Rói Patursson og Alexandur Kristiansen . Men eisini nakað av eldri tilfari er , millum annað , Tú alfagra land mítt ' og so teir sangirnir , ið hava sín uppruna í Svøríki og Danmark . Síðani 1986 Tórshavnar Manskór varð sett á stovn í 1986 og leiðari øll árini hevur verið Bjarni Restorff . Kórið telur millum 35 - 45 mans og Bjarni sigur , at stórur áhugi er fyri kórsangi , so tað er kapping um teir góðu sangararnar . Tvey ár eru síðani , at kórið seinast gav út fløgu , og Bjarni sigur , at ikki nógv nýggj kórverk síggja dagsins ljós í Føroyum . Nú hevur so eydnast at fáa ein av teim heilt ungu tónasmiðunum við , nevniliga Trónd Bogason , ið vann kappingina , ið kórið skipaði fyri í 1995 og har 12 verk komu inn . Hetta er fyrsta kórverk Trónda . Nógvar ætlanir Bjarni Restorff sigur , at kórið hevur nógvar ætlanir fyri framman . Fleiri teirra eru um at syngja størri verk og ein ætlan snýr seg um at syngja saman við einum rockorkestri , men nær hetta verður , veit Bjarni ikki , kanska síðst í ár ella fyrst í næstu øld . Um umstøðurnar hjá kórsangi sigur Bjarni Restorff , at nógvir góðir sangarar eru , men fáir sanglærarar og hann leggur afturat , at nýggja fólkaskúlalógin nevnir einki hesum viðvíkjandi . Ikki teljast nógv ungfólk millum sangararnar , men hetta er orsakað av , at tey ungu hvørva , tá tey koma í tann aldurin , at tey leita sær uttanlands í lestrarørindum og tí seta tilkomin dám á kórini . Eingin treyt er fyri at sleppa upp í part at syngja , sigur Bjarni skemtandi , ein skal bert nýta nummar 35 í skóm . Hugaligt Tað má sigast at vera hugaligt , at Tórshavnar Manskór er so virkið . Eitt Manskór var í Havn í 1886 , fólkatalið í Havn var tá 1200 . Í 1986 , 100 ár seinni , sá Tórhavnar Manskór dagsins ljós , og hesi árini hava Bjarni Restorff og kórið givið 2 fløgur út . Tann seinna er júst komin og eru tað Jóhannus á Rógvu Joensen og Kartni Fornagarð , ið hava tikið sær av festa á band . Bjarni Restorff og Jóhannus á Rógvu hava ljóðblandað í Media Sound í Keypmannahavn og 3 ' arin í SMS gevur fløguna út . Hon fæst kring alt landið í dag . %% 300 Ingeborg Vinther:Grovt at lønarhækkingin nú skal takast frá okkum aftur Ingeborg Vinther : Grovt at lønarhækkingin nú skal takast frá okkum aftur - Fakfeløgini fara ikki at finna seg , at fyrsta lønarhækkingin í 10 ár , verður tikin frá okkum aftur - Hesum fara vit ikki at finna okkum í . Ingeborg Vinter , forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag , mótmælir uppá tað harðasta øllum tosi um at seta búskaparlig tiltøk í verk fyri at køla føroyska búskapin niður . Seinastu dagarnir hava vit fleiri ferðir hoyrt , at ferðin á føroyska búskapinum er blivin nakað nógv og at tað er neyugt at tálma gongdini , so at hann ikki hitnar ov nógv . Men hesum mótmælir forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag upp á tað allar harðasta . - Føroyska verkafólkið hevur onki at taka av . Tímalønin er beint omanfyri 80 krónur , í londunum rundanum okkum er hon yvir 100 krónur . Men eitt er tímalønin , eitt annað er , hvussu nógvar tímar , verkafólk sleppa til arbeiðis . Og tað vita øll , at ikki minst í fiskivinnuni á landi , men eisini aðrastaðni , er talan um sera óstøðugt arbeiði , so tey eru fá , sum hava fulla ársinntøku . Annars heldur Ingeborg Vinther , at tað er toppmált , og ikki sørt provokerandi , at fara at tosa um at seta búskaprlig tiltøk í verk nú . - Tað eru ikki meiri enn tveir mánaðir síðani , at vit fingu tað fyrstu lønarhækkingina øll kreppuárini . - Hækkingin var millum 7 - 10 % , men tað er verri enn so nokk til at koma uppaftur á sama støðið , sum lønirnar vóru á fyri kreppuna . - Skuldu vit havt fingið alt tað , sum tann tøka lønin er fallin hesi kreppuárini , skuldi talan verðið um eina lønarhækking uppá eini 28 % . - So her er onki at taka av , heldur ikki til uppsparing . - Men møguliga er okkurt at taka av hjá teimum , sum góvu sær sjálvum eina lønarhækking upp á 60 % , sigur Ingeborg Vinther . Hon sigur tí , at hon tekur yvirhøvur ikki undir við , at búskaparlig verða sett í verk ímóti vanliga løntakaranum . Ingeborg Vinther sigur , at tað er beinleiðis grovt at tosa um búskaparlig tiltøk , so at lønarhækkingin verður tikin innaftur . - Hetta fara fakfeløgini ikki at finna seg í , og Karsten Hansen skal vera vísur í at fáa eitt aftursvar frá okkum , sigur hon . Men , hvat fakfeløgini fara at gera , ella , hvat aftursvarið verður , fer tíðin at vísa . - So skjótt , tað liggur fyri , fara vit at hava fund í sjeymannabólkinum at tosa um støðuna , tí vit fara ikki at finna okkum í , at tosað verður um tiltøk , bara tí , at vit hava fingið nøkur oyru uppá lønina Ert tú ikki samd í , at ferðin á búskapinum er ov nógv ? - So skuldu tey heldur ansa eftir almennu íløgunum , so at ikki allar almennar íløgur verða gjørdar , samstundis sum privatar íløgur verða gjørdar . Og tað er ikki hissini íløgur , sum tað almenna ætlar sær undir næstu árini . Ingeborg Vinther heldur eisini , at Fíggjarmálaráðharrin skuldi heldur eisini farið at kanna prísvøksturin seinastu tíðina , síðani lønarhækkingin kom í gildi . - Alt er dýrkað , enntá breyðið , hóast handverkarar ikki fingu lønarhækking . %% 301 Hava kvinnurnar helvtina av valdinum Hava kvinnurnar helvtina av valdinum Nýggj bók um kyn og politikk í Norðurlondum lýsir viðurskiftini millum kynini í Norðurlondum , eisini í Føroyum , og setir nógvar áhugaverdar spurningar Norðurlendska Ráðharraráðið hevur tikið stig til eina verkætlan undir heitinum Hálva valdið , sum nú er av . Úrslitið av verkætlanini er ein bók , sum hevur fingið heitið Likestilte demokratier ? Kjønn og politik i Norden . Henda bókin er uttan iva tann týdningarmesta útgávan um javnstøðu í løtuni . Í bókini eru lýsingar av viðurskiftum millum kynini , politikkur og fólkaræði í Norðurlondum , umframt teimum sjálvstýrandi økjunum , Álandi , Føroyum og Grønlandi . Langt er enn á mál til javnstøða er í øllum lutum og viðurskiftum í Norðurlondum . Ritstjórnin vónar , at bókin Likestilte demokratier fer at elva til orðaskifti og kjak um evnið , og at hon gagnar arbeiðinum hesum til frama eins og politikarum , tænastufólki sum teimum , ið við fullum huga ganga inn fyri javnstøðu . Bókin er eisini væl egnað sum lærubók í sosial - og samfelagspolitikki , sum uppslagsverk og sum støði undir orðaskifti í kvinnufelagsskapum . Ofta verða Norðurlond sett fram sum eitt einsháttað øki , eyðkent millum annað av sterku støðuni hjá sosialdemokratum og umfatandi javnstøðu millum kynini . Bókin setir spurnartekin við hesa myndina við at spyrja , hvussu javnsett kvinnur og menn eru í Norðurlondum , og hvussu einsháttað Norðurlond eru . Bókin lýsir politiskar mobiliseringstilgongdir og almennan vælferðar - og javnstøðupolitikk í Norðurlondum , íroknað Føroyum , Grønlandi og Álandi . Nógv eyðkenni eru Norðurlond í felag um , sum geva grundarlag fyri einum " norðurlendskum modelli " . Men tey , sum hava átt ein leiklut í bókini , vísa á , at eisini nógv sereyðkenni eru , og at munirnir millum londini eru fleiri og størri enn vit fyrr hava verið varug við . Í ritstjórnini hava sitið Christina Bergqvist , sum hevur havt ábyrgdina , Anette Borchorst , Ann - Dorte Christensen , Viveca Ramstedt - Silén , Nina C . Raaum , og Auður Styrkársdóttir . Norðurlendska Ráðharraráðið og Universitetsforlaget geva út . %% 302 Lions Club setir skelti upp Lions Club setir skelti upp Niðanfyri vegin , norðanfyri bygdina , Undir Gøtueiði , standa nakrir stórir klettar . Í ein teirra er eitt skelti við navninum , Kvívalsheygur , boltað . Niðanfyri vegin , norðanfyri bygdina , Undir Gøtueiði , standa nakrir stórir klettar . Í ein teirra er eitt skelti við navninum , Kvívalsheygur , boltað . Tað er Lions Club Eysturoy , ið hevur skipað eina undirnevnd , sum sett er at taka sær av at eyðmerkja og marka staðarnøvn í oynni við skeltum . Kvívalsheygur er bert eitt stað ; skelti eru eisini sett á onnur átta støð í oynni . Millum onnur kunnu nevnast Toppsteinur , ið stendur nakað norðanfyri Kvívalsheyg , Tingsteinur , inni á Skálabotni og Løgmundaroyra , ið er úti í Fjarðará . Sjálv Vesturdalsá , ið rennur út í Oyndarfjørð hevur eisini fingið skelti . Oddamaðurin í hesum arbeiði er Regin Joensen , múrari á Skipanesi . Tað var eisini eftir uppskoti frá Regini , at ætlanin varð sett í verk . Ætlanin er , at tiltakið skal fremja varðveitsluna av staðarnøvnum , ið ikki vanliga verða havd á munni . Fyrsta dagin verður farið út á Drotningastein , ið stendur úti í sjónum , á leiðini norðanfyri Toppstein . Tá verður hitt tíggjunda skeltið boltað í Eysturoy , og endamálið fyri ætlanina í 1999 verður harvið rokkið . Arbeiðið heldur ætlandi fram . Komandi ár verður farið til Fuglafjarðar , ella inn á Strendur at seta skelti upp . %% 303 Plásstrot í Trongugøtu Plásstrot í Trongugøtu Stendur tað til deildarleiðaran , Sigmar Davidsen , fara økta virksemið og framtíðarætlanirnar hjá Føroya Sparikassa at hava við sær ein spildurnýggjan sparikassa í Fuglafirði Deildarleiðarin í Sparikassunum í Gøtu og her í Fuglafirði , Sigmar Davidsen , vil hava rásarúm . Rættiliga longi , hevur verið tosað um at fara undir at byggja nýggjan sparikassa til viðskiftafólkið í Fuglafirði , men enn er ætlanin ikki sett í verk . Deildarleiðarin , ið er úr Runavík , sigur , at umstøðurnar í og við fimmti ára gomlu hølini í Trongugøtu , ikki eru nóg góðar ; hvørki fyri starvs - ella viðskiftafólk . Parkeringsviðurskiftini eru vánalig við húsið , og tað ber ikki til at byggja upp í sjálvan bygningin har á staðnum . Fuglafjarðar Kommuna hevur víst Føroya Sparikassa á pláss við miðstaðarøkið í býnum , men enn hevur leiðslan í Føroya Sparikassa ikki tikið endaliga avgerð um nýbyggingina . Fuglfirðingar byggja Tað er ongin loyna , at Føroya Sparikassi í stóran mun livir av at fíggja sethús , og her í Fuglafirði er hetta virksemið økt munandi , nú uppgangurin aftur hómast kringum í landinum . Í ár hevur Fuglafjarðar Kommuna latið 5 byggiloyvi til sethús , umframt tvey til stórar umbyggingar . Kommunan hevur eisini selt fleiri grundstykki , og leiðslan í kommununi væntar , at eini tíggju byggiloyvi fara at vera givin tilsamans í ár . Hetta sæst aftur í kassanum hjá Sigmari Davidsen . - Fyrst og fremst eru tað sethúsini , vit leggja okkum eftir at fíggja , og vit merkja væl , at fólk aftur eru farin at byggja og umhugsa bygging , sigur deildarleiðarin , ið tó væntar , at Føroya Sparikassi í størri mun fer at royna at nærkast vinnulívinum . Hann leggur afturat , at mál teirra er at kunna veita allar tænastur á staðnum , so viðskiftafólkið ikki noyðist á høvuðsdeildina í Havn . Lata IKKI aftur í Gøtu Fimm fólk starvast á deildini í Fuglafirði , meðan tey vanliga eru trý í Gøtu . Spurdur um gøtufólk kunnu vænta , at deildin har á staðnum fer at lata aftur , verður ein stórur sparikassi bygdur í Fuglafirði , svarar deildarleiðarin , at tað ikki kemur uppá tal , tí at partur av framtíðarætlanunum hjá sparikassanum so fer í vaskið : - Endamálið er jú , at kunna veita fólki á staðnum eina góða tænastu , sigur hann avgjørdur . Sigmar Davidsen , sum í 1987 , bert 26 ára gamal , gjørdist deildarleiðari , vónar , at tey skjótt kunnu fara undir byggingina . Tey kanna í løtuni , hvussu plásstørvurin verður framyvir , men sjálva byggingina verður valla farið undir hesumegin ár 2000 . SOSIALURIN : 03081999 %% 304 Kvinnurnar streyma til HF-skúlan í Klaksvík Kvinnurnar streyma til HF - skúlan í Klaksvík Fyri fyrstu ferð í 15 ár verða tveir flokkar upptiknir á HF - skúlanum í Klaksvík Tey fimm mannfólkini , sum byrja á HF - skúlanum í Klaksvík um tvær vikur , fara at verða í minniluta mótvegis konufólkunum so tað stendur eftir . Av teimum 47 næmingunum , sum eru upptiknir á skúlanum , eru 42 konufólk . Og í flokkinum , sum skal byrja upp á seinna árið um tvær vikur , ganga 4 mannfólk og 20 konufólk , so mannfólkini koma at rúgva lítið í teimum trimum flokkunum á skúlanum . 62 móti 9 ljóðar sannførandi sigurin hjá konufólkunum . Tað er fyri fyrstu ferð síðani 1985 , at tað verða tveir flokkar upptiknir á HF - skeiðnum í Klaksvík sama ár . Tað merkir , at bert ein HF - flokkur byrjar á Kambsdali í ár . Har hava annars stundum verið tveir flokkar í sama árgangi . - Tað ber illa til at flyta HF - næmingar nakað serligt , tí ofta eru tað fólk , sum eru bundin á einum staði , sigur Sigrun Skálagarð , sum er leiðari á HF - skeiðnum í Klaksvík . - Tí kunnu vit ikki flyta næmingar úr Klaksvík og á Kambsdal ella øvugt . Flokkarnir mugu leggjast har fólkini eru . Ungar kvinnur og mammur Í fjør hevði HF - skeiðið í Klaksvík fleiri enn 30 umsóknir , men tá fingu tey ikki loyvi at gera tveir flokkar . Men nú umsóknirnar nærkast teimum fimmti , er avgerðin tikin um at taka tveir flokkar upp hetta skúlaárið . - Ein stórur partur av teimum , sum byrja á skúlanum nú , eru ungur kvinnur , serliga í 18 og 19 ára aldrinum . Fleiri av teimum eru mammur og síggja sær ein góðan møguleika at brúka HF - skúlan fyri at koma í gongd við eina útbúgving , sigur Sigrun Skálagarð . - Eg havi eina hóming av , at nógvar av kvinnunum ætla at brúka HF - prógvið fyri seinni at hava betri møguleika at sleppa inn á skúlar , til dømis sjúkrasystra - , lærara - og pedagogskúla . Sigrun Skálagarð heldur , at fittur partur av kvinnunum , sum velja HF - skúlan í Klaksvík , høvdu farið í studentaskúla , um ein slíkur var í Klaksvík . Nú nærmasti studentaskúlin er á Kambsdali , eru tað mong sum velja at taka eitt ella tvey ár frí frá skúla og so leggja fyri aftur á HF - skúlanum . Tað ber ikki longur til at fara beinleiðis úr 10 . flokki í fólkaskúlanum og á HF , tí umsøkjararnir skulu fylla 18 ár innan árslok í árinum , tá teir byrja á HF . - Í Klaksvík er nógv fiskivinna , og ein tekniskur skúli er eisini á staðnum . Tað kann verða , at mannfólkini serliga velja teir vegirnar , meðan konufólkini síggja ein møguleika í HF - skúlanum , og tí eru tær so nógvar í tali , heldur Sigrun Skálagarð . Nóg mikið pláss Tá skúlaklokkurnar ringja innaftur mánamorgunin 16 . august verða sostatt tríggir HF - flokkar í Klaksvík . Harafturat eru eisini vallærugreinar , har fólk , sum taka stakgreinar , eru við . Men hóast fleiri fólk nú verða á skúlanum , verður ikki trupulleiki við plássi , tí tað er tað nóg mikið av á skúlanum . Summarfrítíðin er tó nýtt til at gera minni umvælingar , so triðja flokshølið verður klárt . Hetta fyri at allir tríggir flokkarnir skulu hava sítt egna høli , og næmingarnir tí sleppa undan at flyta runt á skúlanum . Fleiri læraratímar skulu í ár brúkast á HF - skúlanum í Klaksvík , men sambært leiðaranum á skúlanum hevur tað bara við sær , at lærarar , sum eru búsitandi í Klaksvík , koma at ferðast minni á Kambsdal og ístaðin brúka meira undirvísingartíð í býnum . %% 305 Bygdaleiðir fóru framvið bíðandi ferðamanni Bygdaleiðir fóru framvið bíðandi ferðamanni Fólkaflutningsleiðarin á Strandferðsluni , Heri Joensen , sigur , at tað ikki eigur at koma fyri , at bussførararnir ikki síggja ferðafólk , ið standa við steðgiplássini . Kortini er ikki vist , at bussurin steðgar við steðgiplássini . Hetta noyddist ein nipin ferðamaður at ásanna við bergholsmunnan á Oyrareingum gjáramorgunin . Snimma týsmorgun stóð ein maður og bíðaði á steðgiplássinum við bergholsmunnan í Kollafirði . Ætlanin var at fara við vestmannabussinum til Havnar . Bussurin eitur leið 100 , sum eftir ferðaætlan skuldi vera við tunnilsmunnan í Kollafirði klokkan 7.20 . Hesar upplýsingar veitti Farstøðin ferðamanninum kvøldið fyri . Fleiri bussar koyrdu framvið steðgiplássinum hendan morgunin . Nakrir leigubussar struku í skundi framvið , og eysturoyarbussurin , Snar , var eisini har . Sum vera man gjørdist bíðandi ferðamaðurin spentur sum fráleið , og klokkan nú var farin av 7.20 ; mundi hin næsti bussurin vera hansara ? Sum sligin á nevið Jú , mín sann . Løtu seinni dagar blái bussurin undan í mótbrekkuni . Vælhýrdi ferðamaðurin stígur framímóti bussinum , og sær , at ferðafólkini í bussinum eru fáment . Men gakk . Einasta samband hann fekk við leið 100 hjá Bygdaleiðum henda fagra morgun , var vinduti eftirburðurin sum brast uppí góðtrúna andlitsbráið , tá bussurin við ferð fór framvið . Sum sligin á nevið stóð ferðamaðurin nú sjálvur annar , forfjónaður á alfaravegi , meðan Bygdaleiðir hvurvu inn í døkka bergið . Førarin sá ongan Fyrsta viðmerkingin frá Hera Joensen , fólkaflutningsleiðara á Strandferðsluni , var , at hetta ikki var gott . ­ Eg skilji ikki , hví bussførarin ikki steðgaði á . Stendur fólk við steðgiplássið , so eigur hann at steðga . Hesi boð hava bussførararnir fingið , sigur bilsni leiðarin . Hann lovaði , at royna at finna út av , hvør orsøkin var til mistakið . Heri Joensen tosaði seinni á degi við avvarandi bussførara . Hesin segði seg ikki hava sæð nakran á staðnum , og bað so staðiliga um umbering . Fólkaflutningsleiðarin heldur , at bussførarin ikki hevur hugt nóg væl eftir . Miskunsami kvívíkingurin Sosialurin spurdi Hera Joensen , á hvønn hátt fólk skulu gera vart við seg , skulu tey vera vís í at sleppa við bygdaleiðum ; um neyðugt er at veitra til tess at fáa føraran at flyta fótin á bremsuna við steðgiplássini . Flutningsleiðarin sigur , at fólk eiga at kunna seta seg ekkaleys í skýlini , tí bussurin skal steðga . ­ Eg fari at tosa við bussføraran enn einaferð , tí eg vil hava at vita , hví hann ikki hevur hugt nóg væl , sigur Heri Joensen at enda . Burtursmokkaði ferðamaðurin kom í øllum góðum til Havnar , men tað var ikki við Bygdaleiðum . Ein miskunsamur maskinsmiðjur úr Kvívík tók afturúrsiglda ferðamannin uppí bilin , og koyrdi hann suður í høvuðsstaðin . Hvørji orð Bygdaleiðir fingu á vegnum til Havnar , verður ikki endurgivið her í blaðnum %% 306 Landsstýrið krevur vágssluppina Johonnu á tvang Landsstýrið krevur vágssluppina Johonnu á tvang Vágbingar eru vónbrotnir av at Landsstýrið fer so harðliga til verka ímóti einum av okkara fremstu fornminnum samstundis sum onnur fornminni verða stuðlað á fíggjarlógini Vágssluppin Johanna hongur nú í einum klønum tráði . Tí nú er vandi fyri , at hon fer á tvang . Men tað er hvørki banki ella sparikassi , ella annar peningastovnur , sum nú hevur fingið nokk av Johonnu . Tað er eingin annar enn Føroya Landsstýri , sum nú krevur pening frá Johonnu , og fær landsstýrið ikki hendan peningin , verður sluppin koyrd undir hamaran . Tað var tá ið Johanna varð keypt og gjørd í stand , at landsstýrið lænti felagnum , sum eigur Johonnu , pening . Tveir aðrir stovnar hjálptu til at fíggja Johonnu , nevniliga Føroya Banki og Suðuroyar Sparikassi . Men ímeðan peningastovnarnir hava verið lagaligir ímóti Johonnu , hevur Landsstýrið lagt seg á annan bógv . Avtala er fingin í lag við Føroya Banka um restskuldina og Suðuroyar Sparikassi hevur latið felagnum 10.000 krónur í stuðuli um árið , sum verða brúktar til rentur og avdrátt , so skuldin í Suðuroyar Sparikassa er at kalla úti av verðini . Vágbingar hava eisini roynt at fáa avtalu við Landsstýrið , men tað hevur ikki borið til . Men landsstýrið og felagið Johanna hava avtalað , at Landsstýrið skal fyrihalda seg uppá sama máta ímóti Johonnu sum peningastvonarnir gjørdu . Men tað var so av ongum tí nýliga fingu vágbingar bræv frá sakføraranum hjá innkrevjingardeild Landskassans , har Johanna varð kravd eftir skuldini , sum var 600.000 krónur . Samstundis varð gjørt greitt , at verður skuldin ikki goldin , verður úrtøka gjørd í felagnum . Tvs , at Johanna verður seld á tvang . Johanna hevur ongan møguleika at betala skuldina , so heldur Landsstýrið fast við sítt , er ongin vegur uttanum at Johanna fer undir hamaran . Magni Eidesgaard , formaður í felagnum Johonnu váttar støðuna . Og hann dylir ikki fyri , at vágbingar eru vónbrotnir av mannagongdini . - Johanna er eitt av okkara fremstu fornminnum . Ístaðin fyri at kravt hana á tvang átti Landsstýrið heldur at stuðla henni við eini árligari upphædd til viðlíkahald , sigur Magni Eidesgaard . Hann sigur , at Landsstýrið stuðlar alskyns øðrum fornminnum og hann heldur at tað hevði verið sjálvsagt , at Johanna eisini kom á fíggjarlógina , tí hon er eitt stórfingið umboð fyri gamla , føroyska mentan . %% 307 Grind deyð í Klaksvík Grind deyð í Klaksvík Um hálvgum áttatíðina mánakvøldið varð boðað frá grind á Borðoyarvík , og á miðnátt høvdu 196 hvalir lagt beinini á sandinum í Klaksvík . Týsmorgun vóru seðlarnir við teimum 2.077 skinnunum býttir út . Grindin sjálv varð býtt í bæði dráps - og heimapartar Mjørki var úti á Borðoyarvík seinnapart mánadagin . Tíðliga á kvøldi klárnaði knappliga , og tá sást grind liggja innanfyri aliringarnir í botninum . Róp kom í beinanvegin , og fartelefonirnar gingu heitar . Fyrstur at boða frá var Markus Jacobsen á Norðoyri , ið sostatt eigur finningarhvalin . Við sjógv á bak Grindin varð rikin suður um Borðoyarnes , og síðan norðurumaftur og inn á Pollin . Av sýðsluskrivstovuni við Sandin í Klaksvík frættist , at grindin gekk við úlvaferð . Um áttatíðina vóru færri enn tíggju bátar hjá grindini , ið longu fór við sjógv á bak úteftir . Ein tími er at sigla av Klaksvík og inn á Borðoyarvík , og fjøld av bátum stevndi alt fyri eitt út eftir Klaksvíkini . Longu tveir tímar seinni var grindin rikin inn um keiina . Um miðnáttarleitið var drápið liðugt ; eitt sindur striltið gekst at fáa hendur á onkrar hvalir , ið gingu eftir , men kortini gekk drápið sera væl . Eitt ár í grindaloysi Norðoyingar hava verið grammir eftir grind , og væl hevur gingið at fingið alt til høldar í lýggja veðrinum . Seinast grind varð hildin til í Klaksvík var hin 26 . august í fjør . Ta ferðina løgdu 49 hval beinini , og skinnini vóru 406 í tali . Hendan grindin munaði ikki nógv í kaggunum í Klaksvík , men tað bilti ikki , tí longu ólavsvøkudag var onnur grind deyð norðuri í Klaksvík . Hon var væl størri ; 170 hval , sum máldir vórðu upp til 1.480 skinn . Flestu grindir í august Klaksvík er hvalvág við lít . Sambært hagtølum á Náttúrugripasavninum eru tað bert miðvingar , ið hava hildið fleiri grindum til enn klaksvíkingar síðan 1709 , tá grindaskrásetingin byrjaði . %% 308 Fiska kalva til Fiskaaling Fiska kalva til Fiskaaling Fuglfirðingur er farin at royna eftir lívfiski til Fiskaaling Línuskipið Fuglfirðingur er farin at royna eftir kalva fyri P/F Fiskaaling við Áir . Ætlanin er at fáa einar 50 - 100 stórar kalvar at brúka til lívfisk á alistøðini í Nesvík . Símun Joensen , stjóri á Fiskaaling , sigur , at teir fyrr hava havt avtalur við fleiri smáar bátar , sum so søgdu frá , tá teir høvdu fingið ein stóran kalva , sum Fiskaaling kundi brúka . Hetta var ein trupul máti at fáa lívfisk , sigur Símun Joensen . Fiskarnir komu spjaddir , ein og ein , og ofta var tað tvørligt at sleppa eftir teimum . Tí hava teir nú valt at leiga eitt skip og so royna at fáa fleiri kalvar í senn . Roynt verður sjálvandi at fáa so nógvar stórar kalvar sum gjørligt . Hetta eru rognfiskarnir . Sjálvandi skulu onkrir smærri siljafiskar eisini til . Fiskurin verður settur í høllina í Nesvík , har hann væntandi verður strokin komandi vár . Sum er ganga longu nakrir kalvar har . Teir gýta eisini . Og tað er rættiliga umstendiligt . Fylgt má verða sera gjølla við , tá kalvin gýtir . Ein kalvi gýtir fleiri ferðir í sesongini . Tað ganga nakrir tímar ímillum . Men tað kann vera ymiskt frá fiski til fisk . Onkur hevur 60 tímar ímillum gýtingarnar . Onkur annar kanska 70 . So neyðugt er at merkja kalvarnar , ella beinleiðis geva teimum navn , fyri at vita , nær hvør er gýtingarbúgvin . So verður skrivað upp , fyri at vera klárur , næstu ferð brúk er fyri jarðarmóðir . Kalvarnir verða so gangandi , til teir aftur eru gýtingarklárir . Tað er ikki so , at teir verða avtiknir , tá teir hava gýtt . Ætlanin er at royna at fóðra við biologiskum fóðri . Nevniliga við at sýla æti úr Sundalagnum at brúka til alifóður . At ala kalva tekur drúgva tíð . Tað fara at ganga fleiri ár , áðrenn nakað veruligt úrslit sæst , sigur Símun Joensen . Men grannar okkara hava í fleiri ár gjørt royndir . Bæði norðmenn , skotar og íslendingar . Serliga íslendingar eru komnir langt , sigur Símun Joensen , stjóri á Fiskaaling . %% 309 Skútunes seldur Skútunes seldur Línuskipið Skútunes av Eiði er selt til Fuglafjarðar og eitur nú Fuglfirðingur Línuskipið Skútunes , sum var heimahoyrandi á Eiði , er selt til Fuglafjarðar , og eitur nú Fuglfirðingur . Jón Nolsøe Olsen í Fuglafirði keypti skipið í februar . Fuglfirðingur hevur verið í somu drift , sum hann var , meðan hann var á Eiði . Hann hevur fiskað háv og kalva . Tá royndarfiskiskapurin eftir kalva er av í heyst , verður farið aftur at fiska háv . %% 310 Graslíkisgøta Graslíkisgøta Spæliplássið uttan fyri Býlingshúsið Inni á Gøtu hevur fingið graslíki álagt Spæliplássð við Býlingshúsið Inni á Gøtu hevur nú fingið graslíki . Talan er um avlop frá Ovara Vølli í Gundadali , sum heldur enn at verða blakað burtur , nú kemur børnunum Inni á Gøtu til góðar . Tað er Eigarafelagið , sum stendur fyri . Formaðurin í Eigarafelagnum , Niels Jákup Thomsen , sigur við Sosialin , at tað var í fjør , tankin kom fram um at leggja hesar mátturnar á vøllin . Ætlanin var í grundini , at tey skuldu fáa tað gamla graslíkið , sum varð tikið av vøllinum . Men tá tey so fóru at tosa við menninar , sum løgdu á , mæltu teir frá at brúka tað gamla , tí tað var rætt og slætt ov vánaligt . Týskararnir hildu , at tað fór at vera ein vánalig loysn , um enn hon var bílig . Teir mæltu heldur til at brúka eitt sindur av pengum og gera tað ordiligt . Eftir at hava viðgjørt málið í Felagnum , var samtykt at brúka pengar til klárger av undirlagnum , sum varð gjørt av nýggjum . Síðan vórðu avlopsmáttur frá nýggja vøllinum fingnar til vega . Og eru tær so lagdar á nú . Hetta hevur kostað Eigarafelagnum einar 70.000 krónur , sigur Niels Jákup Thomsen , formaður í Eigarafelagnum Inni á Gøtu . Niels Jákup Thomsen væntar , at tað vera ikki bara tey smáu børnini , sum fara at spæla á vøllinum . Tey størru , tey sum hava koyrikort , munnu eisini fara at renna har okkurt kvøldið , væntar hann . Eisini aðrastaðni í Havnini er graslíki lagt á spæliplássini við býlingshúsini . Og tá týskararnir komu Inn á Gøtu , høvdu teir júst verið á Viðareiði , har partar av gamla fótbóltsvøllinum í Klaksvík vóru lagdir . %% 311 -Loysnin er fullveldi - Loysnin er fullveldi Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum , Høgni Hoydal , heldur ikki nakra av teimum fýra høvuðsleiðunum í Hvítubók , ið vísa á skipanir millum núverandi heimastýri og fullveldi , vera gongdar leiðir hjá landsstýrinum . Hann metir einastu loysnina vera fulfíggjað fullveldi Hóast Hvítabók vísir á fýra høvuðsleiðir , ið liggja millum verandi heimastýrisskipan og heilt at fullveldinum , heldur Høgni Hoydal , landsstýrismaður í sjálvstýrismálum , ikki , at nøkur av hesum leiðunum er verd at fylgja . Eftir hansara tykki er kapittulin , ið viðgerð hesar fýra leiðir , eitt gott grundarlag fyri at skapa gott kjak millum politisku flokkarnar , ið ikki ynska fullveldi og samgonguna , ið er fyri fullveldisætlanunum . Tær fýra leiðirnar kunnu sambært Høgna Hoydal geva mótstøðufólkum móti fullveldisætlanunum íblástur til kjak , men eftir hansara tykki er einasta gongda leiðin framvegis fullkomið sjálvstýri . Skiftistíðin Sáttmálanevndin , ið hevur staðið fyri arbeiðinum við Hvítubók , vísir á , at ein av teimum fýra høvuðsleiðunum millum verandi heimastýrisskipan og fullveldi , nevniliga skipanin » frælsur felagsskapur « flytur áhugan burtur frá spurninginum um , hvørt stjórnarrættarliga støða Føroya er sambærlig við donsku grundlógina . Eisini vísir sáttmálanevndin á , at hetta er ein skipan , ið gongur dygst at fullveldinum og ger eitt møguligt skifti til fullveldi formliga lættari . Men Høgni Hoydal heldur tó ikki , at hetta er rætti vegurin at føra fullveldisætlanirnar út í verki . - Skipanin , sum Ísland og Danmark valdu og sum onnur lond eisini hava valt er eisini ein góð skipan . Hendan skipanin merkir , at vit fyrst staðfesta , at allar heimildir liggja í Føroyum , tað vil siga , at formliga verður staðfest , at Føroyar hava alla ábyrgd og sostatt hava fullveldi . Síðani verður farið undir eina skiftistíð , har vit spakuliga venja okkum av við fíggjarligan stuðul úr Danmark og so fram vegis . Er munurin millum frælsan felagsskap , ið seinni kann føra til fullveldi , og fullveldisætlanir landsstýrisins ikki júst er tann , at frælsur felagskapur merkir , at vit fyrst kunnu fáa eina skiftistíð og síðani fullveldi , meðan fullveldisætlanirnar merkja , at vit fyrst fáa fullveldi og síðani eina skiftistíð ? Hesum svarar Høgni Hoydal við at spyrja , hví vit skulu hava eina skiftistíð uttan fullveldi . Hann heldur , at vit mugu koma fram til , hvørjar grundgevingar eru ímóti fullveldisætlanini og so fram vegis . Høgni Hoydal heldur ikki , at tað lønar seg at koma við nakrari millumloysn , tá høvuðsendamálið er at fáa fullveldi . - Jú fleiri millumloysnir eru , jú verri verður tað at fáa eina skiftistíð at vera eina nýggja byrjan fyri Føroyar . Kapittul fýra , ið umtalar allar hesar millumloysnirnar er ein kapittul fyri tey , ið ynskja aðrar loysnir . Sostatt ber til at fáa á borðið , hvat talan ímóti , at vit fáa fult ræði á okkara egna landi , og hetta vil eg eisini fegin nýta tíð uppá at viðgera í tinginum . Men fyri meg er tað avgerandi , at vit fáa einar frælsar Føroyar við fullum fullveldi . Vald ikki neyðugt Hvítabók vísir á , at tað finnast 15 sjálvstøðugar tjóðir í heiminum við minni enn 100.000 íbúgvum . Og sambært Herlufi Sigvaldssyni , formanninum í sáttmálanevndini , ið hevur arbeitt við Hvítubók , er tað ymiskt , hvussu hesar tjóðir hava klárað seg eftir loysingina . Tó verður víst á , at felags fyri flest allar av hesum tjóðum er , at tær hava funnið fram til fleiri nýggjar vinnuvegir eftir loysingina . Felags fyri allar hesar tjóðir er eisini , at tær hava fingið fullveldi eftir seinna heimsbardaga og nógvar av teimum eftir 1960 . Høgni Hoydal heldur tað vera at fegnast yvir , at tað finnast so nógvar frælsar smátjóðir í heiminum , og heldur hann hetta sýna okkum , at tað ber til , at hava eitt sjálvstøðugt land , hóast fólkatalið ikki er stórt . Hann vísir somuleiðis á , at júst hetta eisini sýnir okkum , at eini tjóð ikki longur nýtist at hava stórt hernaðarligt vald fyri at vera sjálvstøðug . - At hava ábyrgd av sær sjálvum er ikki longur í altjóða høpi bert møguligt hjá teimum londum , ið eru stór , sterk , rík og hava stóra hermegi . Hugsanin hjá Høgna Hoydal er , at júst tá vit hava ábyrgd av okkum sjálvum , fara vit at klára at stýra landinum betri , og er hann sannførdur um , at hetta eisini fer at menna Føroyar fíggjarliga . Nýggir vinnuvegir Neyvan man nakar føroyingur ivast í , at vit í roynd og veru bert hava eina høvuðsvinnu , ið heldur meginpartinum av føroyska búskapnum uppi . Hetta kom Reidar Nónfjall , formaður í búskaparnevndini , ið hevur skrivað fylgibindið um búskap , ið hoyrir til Hvítubók , eisini inn á . Men Høgni Hoydal heldur hetta ikki vera nakra forðing fyri , at Føroyar fáa sjálvstýri , tí eftir hansara tykki fer fullveldi at føra við sær , at farið verður undir nýggjar vinnur . Her hugsar hann serliga um KT vinnu , alivinnu , oljuvinnu og handverksvinnu uttanlands . - Fyri at fáa hesar vinnur upp at standa er neyðugt at hava væl útbúgvið fólk , og tí eiga vit at gera nógv við at geva ungdómi okkara tær bestu fortreytirnar fyri góðum útbúgvingarmøguleikum , leggur Høgni Hoydal dent á . Men eftir eina møguliga loysing er sannlíkt , at føroyskur ungdómur ikki longur fær pening frá SU , ið er stuðulin , veittur verður øllum lesandi í Danmark . Tó órógvar hetta ikki Høgna Hoydal tað minsta . Hann er sannførdur um , at føroyskt fullveldi fer at hava so mikið nógvar øktar inntøkumøguleikar við sær , at eingin forðing verður fyri at stuðla føroyskum lesandi fíggjarliga . Atkvøða ár 2000 Høgni Hoydal er fegin um Hvítubók , og vónar hann , at hon fer at verða ein góður amboðskassi at nýta í einari løgtingsviðgerð av fullveldisætlanum landsstýrissins . Hann sigur , at um viðgerð í tinginum og samráðingar við donsku stjórnina ganga sum ætlað , verður farið til eina fólkaatkvøðu um føroyskt fullveldi tíðliga ár 2000 . %% 312 Ikki slept pengunum hjá ALS enn Ikki slept pengunum hjá ALS enn Vinnumálastýrið er farið undir at fyrireika uppskot til stovnan av barnsburðargrunni . Pengarnir , sum Arbeiðsloysisskipanin eigur , hava verið nevndir sum ein møguleiki til at fíggja grunnin . - Eftir mínum tykki er tað natúrligt , at ALS er við til at rinda grunnin , men av tí , at stýrið í ALS greitt hevur meldað aftur , at grunnurin ikki er teirra uppgáva , eri eg noyddur til at hyggja eitt sindur breiðari uppá spurningin , sigur Finnbogi Arge . Tíðliga í summar gjørdi landsstýrismaðurin í vinnumálum , Finnbogi Arge , greitt , at nógv umrøddi barnsburðargrunnurin loksins verður veruleiki . Í samgonguskjalinum stendur , at virkast skal fyri , at barnsburðargrunnur verður settur á stovn fyri allar partar á arbeiðsmarknaðinum . Nú er henda ætlanin staðfest í røðuni hjá løgmanni á ólavsøku , har sagt varð , at virkað verður fyri , at allar kvinnur á arbeiðsmarknaðninum verða javnsettar í sambandi við barnsburð . Í hesum sambandi verður barnsburðargrunnur settur á stovn , og fer ein slíkur grunnur at hava við sær , at kostnaðurin av barnsburðarfarloyvinum verður meira útjavnaður millum tey einstøku arbeiðsplássini . Nú grunnurin er staðfestur tvær reisur av somu samgongu , stendur bert eftir at finna út av , hvussu hann verður skipaður og ikki minst fíggjaður . Og tað letur til ikki at verða nøkur løtt uppgáva at loysa hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum . - Eg arbeiði við at finna út av , hvaðani pengarnir skulu koma til grunnin . Tí havi eg víst áhuga fyri pengunum hjá Arbeiðisloysistryggingini , sigur Finnbogi Arge , landsstýrismaður . Ógreiða um ábyrgd Í summar hevði landsstýrismaðurin fund við stýrið í ALS um møguleikan at partur av pengunum , ALS eigur á bók , verður brúktur til umrødda grunn . Stýrisforkvinnan í ALS bað landsstýrismannin koma við eini skrivligari fráboðan um , hvør ætlanin ítøkiliga er . Hetta hevur landsstýrismaðurin ikki gjørt enn . - Eg havi biðið fyrisitingina evnað ein fyrispurning til lógardeildina í Tinganesi um støðuna hjá ALS , hvussu stýrið í ALS hongur saman í sambandi við stýrisskipanarlógina , og hvør leikluturin hjá landsstýrinum er í mun til leiklutin hjá feløgunum , sum mynda stýrið í dag . Fyrr enn hetta er greitt , kann eg ikki fara víðari í málinum , sigur Finnbogi Arge . Sostatt hevur tú ikki uppgivið at fáa hendur á pengunum hjá ALS til barnsburðargrunnin ? - Barnsburðargrunnurin skal setast á stovn . Spurningurin er bert , hvaðani peningurin til grunnin skal koma . Mítt fyrsta uppskot var , at tað er natúrligt , at ALS er við til at rinda til grunnin , men aftursvarið kom greitt og klárt beinanvegin frá stýrinum í ALS , at grunnurin er ikki teirra uppgáva . Tí eri eg noyddur til at hyggja eitt sindur breiðari uppá spurningin . Ein partur av hesum er so at fáa greiði á , hvønn leiklut landsstýrismaðurin hevur í mun til Arbeiðsloysistryggingina . Í Vinnumálastýrinum hava vit eina heilt greiða fatan av , at tað er landsstýrið , sum hevur ábyrgdina av Arbeiðsloysisskipanini , og hóast feløgini á arbeiðsmarknaðinum vilja hava landsstýrið at halda seg burtur , kann eg ikki tað , tí eg havi ráðharraábyrgd . - Upprunaliga skuldi ALS vera ein sjálvboðin skipan millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum , men í síðstu løtu varð hetta broytt við lóg í tinginum til eina tvungna skipan . Samstundis kom skipanin undir stýrisskipanarlógina , og harvið undir landsstýrismannin . Stýrið í ALS vil ikki góðtaka hesa støðuna , og tí skal lógardeildin greiða hesi viðurskifti , sigur Finnbogi Arge . Slíkt tekur tíð . Vinnumálastýrið er við at leggja síðstu hond á fyrispurningin til lógardeildina . Nær hetta er avgreitt , torir landsstýrismaðurin ikki at siga nakað um . Aðrir møguleikar Hvørjar aðrar møguleikar sært tú fyri tær , sum kunnu fíggja grunnin ? - Sjálvandi eru aðrir møguleikar . Ein er at fáa tey , sum mynda landsstýrið og fíggjarmálastýrið at ganga við til , at barnsburðargrunnurin verður settur sum ein sjálvstøðug upphædd á fíggjarlógina . Men áðrenn tað kemur hartil , havi eg skyldu til at kanna allar aðrar møguleikar fyrst . Um tað eydnast at koma so langt , áðrenn fíggjarlógin kemur fyri , veit eg ikki . Tí tori eg ikki at siga , nær grunnurin verður veruleiki . Lógin um grunnin skal eisini verða samtykt á tingi fyrst . Alt strandar uppá viljan til at útvega pengarnar til grunnin , sigur Finnbogi Arge . Landsstýrismaðurin hevur fingið eina meting um , hvussu nógv grunnurin fer at kosta , men hann vil ikki út við henni alment , fyrr enn hann hevur fingið tølini eftirkannað . %% 313 Lærarafelagið fingið samráðingarboð Lærarafelagið fingið samráðingarboð - Vit fara undir samráðingarnar við góðum treysti , sigur Elsa Birgitta Petersen , forkvinna í Føroya Lærarafelag Samráðingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag verða nú tiknar upp aftur . Í gjár fekk felagið skriv frá stýrinum , har biðið verður um at áseta dagin , tá ið samráðingarnar byrja aftur . - Vit eru til reiðar at fara í gongd aftur , nær tað skal vera . Eg skal brúka eitt skotbrá uppá nakrar fáar dagar at savna fólkini , ið skulu vera við , tí tey skulu takast úr undirvísingini , sigur Elsa Birgitta Petersen , forkvinna í Føroya Lærarafelag . Sáttmálin millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið fór úr gildi 1 . mai . Síðst í juni hittust partarnir um samráðingarborðið , men Lærarafelagið ynskti at fáa samráðingarnar útsettar til eftir summarsteðgin . Ein orsøk til hetta var eitt nú , at greiða skuldi fáast á nøkrum einstøkum viðurskiftum fyrst . Eitt nú skuldu nakrar útsagnir , sum komu frá Fíggjarmálastýrinum undir samráðingunum , kannast nærri . Síðani hevur nevndin í Føroya Lærarafelag havt fund við landsstýrismannin í undirvísingarmálum , Signar á Brúnni , um hesar spurningar . - Undir samráðingunum fingu vit at vita frá Fíggjarmálastýrinum , at tey høvdu frætt úr Undirvísingar - og mentamálastýrinum , at fólkaskúlalógin er ein breið vifta av tilboðum , sum kunnu setast í verk , um ráð eru til tess . Umframt fingu vit at vita , at Undirvísingar - og mentamálastýrið kann um tað vil raðfesta leiðslurnar á ymsu skúlunum hægri . Hesar útsagnirnar gjørdu okkum ikki sørt bilsin , tí spurningurin var so , hvat vit so sita og samráðast um . Spurningurin var , um fólk í Undirvísingar - og mentamálastýrinum av sínum eintingum arbeiða við málum , sum vit í Lærarafelagnum stríðast um yvir um borðið við Fíggjarmálastýrið . Sum vit hava skilt hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tilskilað sær rættin til at hava lønarsamráðingarnar um hendi og so skulu hinir landsstýrismenninir halda seg burtur . Undirvísingar - og mentamálastýrið hevur kortini umboð við , sigur Elsa Birgitta Petersen . Góðtaka ikki undanførsluna Á fundinum við landsstýrismannin í undirvísingarmálum fingu nevndarlimirnir í Føroya Lærarafelag fyri ein part tingini uppá pláss . Landsstýrismaðurin kendi einki til útsagnina um , at fólkaskúlalógin er ein breið vifta av tilboðum , sum kunnu setast í verk , um ráð eru til tess . Sostatt var einki hald í hesi útsøgnini . Viðvíkjandi teirri seinnu var tað ikki avsannað , at Undirvísingar - og mentamálastýrið kann raðfesta leiðslurnar á skúlunum hægri . - Hetta merkir , at leiðslurnar á ymsu skúlunum kunnu fáa meiri tíð til leiðsluuppgávur og møguliga meiri løn . Tað hava vit sjálvsagt einki ímóti , men samstundis verður sagt , at ráðini eru ikki til tað sum støðan er . Vit kunnu ikki halda fram við at góðtaka , at sagt verður alla tíðina , at eingir pengar eru , tá ið ein nýggj lóg er samtykt og komin í gildi , sigur Elsa Birgitta Petersen . Slætt borð Samskiftið millum Føroya Lærarafelag og landsstýrismannin í undirvísingarmálum hevur ikki verið so gott farnu tíðina . Nevndin í felagnum varð skift út í vár , og forkvinnan í felagnum metir nú , at samskiftið er batnað nakað . - Nevndin í Føroya Lærarafelag skal tæna limunum , og tá nyttar einki at kríggjast við landsins myndugleikar . Sjálvandi eru vit sera ósamd um nógv viðurskifti , sambandið okkara millum hevur verið ógvuliga kaldligt , tey eru batnað nakað , men krøvini til myndugleikarnar eru enn sum fyrr tey somu , sigur Elsa Birgitta Petersen . Í blaðnum í morgin hava vit samrøðu við forkvinnuna í Føroya Lærarafelag um týdningarmestu málini , ið skulu avgreiðast undir samráðingunum . %% 314 Café-kvøld til frama fyri tóm høli Café - kvøld til frama fyri tóm høli Fyri at savna pening inn til tómu hølini hjá Grímu á Gamla Meiarínum , verður skipað fyri fýra café - kvøldum við ymiskum fjøllbroyttum á skránni Í kvøld fer sjónleikarbólkurin Gríma undir eina røð av café - kvøldum á Gamla Meiarínum í Havn . Fýra fylgjandi hóskvøld fara ymisk skapandi fólk at lesa upp , syngja og spæla , sýna fram og annað . Fyrsta café - kvøldið , ið er í kvøld kl. 20.00 , eitur " Upplestur í Moll " . Heitið stavar frá fyrsta tiltakinum á skránni í kvøld . Tað er Petur Jensen , yrkjari , sum vit kenna sum virknan tónleikara í bólkinum Visible Fish og Click Haze . Saman við tónleikaranum Boga á Lakjuni fer hann at framføra egnar yrkingar . Næst á skránni vera Lena Andersen og Niclas Johannesen , ið fara at framføra nakað av tónleiki teirra . Hesi bæði kenna vit sum tveir lovandi tónleikarar , ið eru í ferð við at gera seg galdandi uttanlands . Oddfríður M . Rasmussen , skald , fer at lesa yrkingar upp . Okkurt gamalt og okkurt spildurnýtt . Oddfríður var ímillum tey fáu útvaldu , sum sluppu inn á danska rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn . Hann hevur higartil givið út trý yrkingasøvn . Tey fýra café - kvøldini fara ymisk listafólk at sýna fram myndir og málningar í forhøllini á Meiarínum . Fyrsta kvøldið verða myndir hjá unga listamanninum Jens L . Thomsen av Strondum at síggja . Myndir hjá Øssuri Johannesen , listamanni , vera eisini at síggja . Øssur er eisini kendur sum sermerktur og sera dugnaligur bass - tónleikari . Endamálið við café - kvøldunum er at savna pening inn , so Gríma kann keypa útgerð til nýggja leikhúsið á Meiarínum . Hóast hølini vórðu tikin í nýtslu í fjør vár , eru tey so at siga tóm enn . Øll útgerð , sum skal til í einum leikhúsi , stólar til áskoðararnar , podiir , projektørar , teppir , ljóðannlegg og so framvegis vantar . Tað serliga við hesum tiltaki er , at øll sum skipa fyri og luttaka hesi kvøldini - listafólkini , tey sum gera kaffi , heingja ljós upp og gera annað praktiskt arbeiði , gera hetta ókeypis fyri at stuðla Grímu . Eisini fyritøkur og onnur stuðla tiltakinum . Her kunnu nevnast Føroya Keypsamtøka , P/F Frants Restorff , P/F Poul Michelsen , Hjalmar Jacobsen Bókhandil , Sosialurin , Konditaríið , MÁF , Margarinfabrikkin , Føroya Læraraskúli og Sjónleikarhúsið . Kostnaðurin fyri alt kvøldið er 80 krónur og tá eru kaffi og køkur íroknað . Hava fólk hug at gjalda meiri , eru tey vælkomin . Ein háttur er at tekna seg sum Grímu - Stuðul , har peningurin verður settur inn á stuðulskonto í Føroya Sparikassa . Atgongumerki til café - kvøldini fáast í Kunningarstovuni og annars við dyrnar . %% 315 Menningartarnað millum onnur børn Menningartarnað millum onnur børn Í gjár byrjaði fyrsta av fyribils seks menningartarnaðum børnum í frítíðarskúlanum í Bridgehúsinum í Havn . Sum eina roynd hava menningartarnað børn , ið ganga í skúla á Sernámsdeplinum í Havn , nú møguleikan at koma saman við øðrum børnum í frítíðarskúlaskipanini í Havn . Í fyrsta umfari er talan um seks børn í 1 . , 2 . , og 4 . flokki , sum eftir skúlatíð fara í Bridgehúsið í Havn , ið hýsir frítíðarskúlabørnum . Børnini hava øll stuðulsfólkið , ið til dagligt hevur tey , við í frítíðarskúla . - Vit byrja á berum , í tí smáa , tí vit vilja gera okkum nakrar royndir , áðrenn fleiri sleppa framat . Eitt nú skulu vit finna út av , hvar aldursmarkið skal ganga . Endamálið er at samansjóða menningartarnað børn millum onnur børn . Hetta er ein gloymdur , ógvuliga avbyrgdur bólkur av okkara børnum . Tey hava tørv á at vera millum onnur , eins og onnur børn hava gleði og gagn av at vera saman við teimum , sigur Ann Elisabeth Joensen , ið er sett til at byggja hesa skipanina upp . Annars er hon leiðari á Frítíðarskúlanum í Hornagøtu í Havn , har smáu skúlabørnini á Venjingarskúlanum koma eftir skúlatíð . Tórshavnar býráð er í ferð við at yvirtaka økið frá Almannastovuni , men fyrr enn ein heildarætlan yvir økið er gjørd , býta býráðið og Almannastovan uppgávuna millum sín . %% 316 Nú skal Tórsvøllur standa sína roynd Nú skal Tórsvøllur standa sína roynd Fótbóltur : 12 . maður ætlar at gera sítt til , at Tórsvøllur fer at kennast sum veruligur heimavøllur hjá landsliðnum Nú skal Tórsvøllur standa sína roynd - bæði á vølli og áskoðaraplássum . Áskoðarafelagið hjá fótbóltslandsliðnum , 12 . maðurin , ætlar sær at leggja harðliga fyri , nú fyrsti veruliga týðandi landsdysturin verður spældur á nýggja Tórsvøllinum í Havn leygardagin . Dysturin móti Estlandi er fyrsti undankappingardysturin , sum verður spældur í Havn , og 12 . maðurin ætlar ikki , at teirra partur skal liggja eftir í royndini at gera Tórsvøll til veruligan heimavøll hjá landsliðnum . - Vit høvdu tað gott á Svangaskarði , og vit vóna , at tað verður líka gott á Tórsvølli , sigur Regin Egholm , formaður í 12 . manni . Nýggj høli at hita upp í 12 . maður hevur nú útvegað føroysku áskoðarunum høli , sum skulu nýtast undan dystunum á Tórsvølli . Frá klokkan 14.00 leygardagin verður Bridgehúsið ( tað er gamla HB - húsið við niðara vøll í Gundadali ) opið fyri áskoðarum , sum ætla sær til dystin klokkan 17.00 . - Vit ætla at savna áskoðarar til at hita upp , tosa eitt sindur saman og annars gera klárt til dystin , sigur Regin Egholm . - Vanligt hevur verið , at áskoðararnir koma hvør í sínum lagi stutt undan dystinum , men vit vóna , at vit fáa savnað eina fitta fjøld , sum so kann fara saman til dystin . Undan dystinum verður møguligt at fáa okkurt til matna og okkurt leskandi í Bridgehúsinum , og frá klokkan 15.00 er sølubúðin við Tórsvøll opin . Har ber til at keypa sær fløgg , turrikløð , keppar og annað , sum kann geva áskoðaraplássunum røttu litirnar . - Vit leggja dent á , at øll kunnu koma í húsið leygardagin , tí hetta er ikki nakað tiltak bara fyri okkara limir . Tað eru bara vit sum skipa fyri , men øll kunnu verða við , sigur Regin Egholm . Enn hevur 12 . maður ikki fingið nakað fast pláss at halda til á Tórsvølli , men felagið ætlar sær hava sín egna heimavøll miðskeiðis á langsíðuni á vøllinum . Haðani er so ætlanin at seta gongd í áskoðarafjøldina og at fáa lív í á vøllinum . Øðrvísi á Tórsvølli Seinastu tveir dystirnir á Svangaskarði vóru ein fragd hjá bæði áskoðarum og spælarum , tí úrslitni vóru góð og lagið á áskoðaraplássunum var sera gott . - Vit koma at sita eitt sindur longri frá vøllinum á Tórsvølli , og tað hevði verið betri um áskoðarapláss høvdu verið kring allan vøllin , sum tað er á Svangaskarði , men vit vóna , at vit hóast alt fara at klára at seta lív í á vøllinum , sigur Regin Egholm . - Vit hava eisini brúk fyri hjálp frá spælarunum , tí spæla teir væl , kemur tað lív í av sær sjálvum , og so kunnu vit í síðsta enda hjálpa teimum . Veðrið spælir altíð við í Føroyum , og tað hevur eisini ávirkan á , hvussu lagið er á áskoðaraplássunum . - Vit hava áður spælt móti Estlandi , og seinast taptu vit stórt . Nú vóna vit , at landsliðið fer á vøllin leygardagin fyri at hevna tað tapið , sigur formaðurin í felagnum 12 . manni . %% 317 Stúra so illa at tey vilja ikki hava børn Stúra so illa at tey vilja ikki hava børn Býráðsformaðurin í Vági heldur , at tað er óvissan um framtíðina sum elvir til , at tey ungu húskini ikki fáa fleiri børn . Bara fimm børn fødd í syðru helvt í Suðuroy í ár - Gongdin er ógvuliga døpur . - Men hon vísir , hvussu ótrúliga týdningarmikið tað er , at øll tey føgru orðini um økismenning nú verða gjørd til gerðir . Jógvan Krosslá , býráðsformaður í Vági er líka illa við sum øll onnur av tølunum í Sosialinum í gjár , sum vísa , at næstan ongi børn eru fødd í allari syðru helvt í Suðuroynni í ár . - Higartil í ár eru bara fimm børn fødd í allari syðru helvt í Suðuroynni . Tað er eitt ómataligt fall , tí øll árini frammaundan hevur talið verið støðugt omanfyri 20 børn , onkuntíð eisini omanfyri 30 børn og einstakar ferðir eisini omanfyri 40 børn . Í norðaru helvt líkist barnsburðartalið hinvegin tí vanliga . Men verður øll Suðuroyggin tikin undir einum , bendir mangt á , at barnsburðartalið í ár fer niður í helvt , afturímóti árunum frammanundan . Stúra fyri framtíðini Jógvan Krosslá , býráðsformaður í Vági , sum er størsta kommunan í syðru helvt , ásannar at gongdin er døpur . Men hann heldur , at ein orsøk til tað metlága barnsburðartalið , er tíverri , at fólk hava ikki rættiligt álit á framtíðini í syðru helvt í Suðuroynni . - Nú eru fólk ikki longur so bundin at síni føðibygd , sum tey vóru fyrr . - Tí nú hugsa ung fólk meiri um framtíðina . - Og støðan í syðru helvt í Suðuroynni , og helst í Suðuroy sum heild , er tíverri so , at mong halda , at famtíðin er ov óviss . - Tað er at kalla onki arbeiði í oynni , uttan fiskaarbeiði . - Og tað ber ikki til at fáa fólk at støðast á einum plássi , tá ið tað bara ber til at fáa arbeiði ein , tveir dagar um vikuna . - Tey aftra seg kanska tí við at seta seg niður í einum plássi , har arbeiðið er so óstøðugt . Meiri umsiting út um landið Tí heldur býráðsformaðurin í Vági , at lykilin til framburð í Suðuroynni , er , at fáa fleiri støðug arbeiðspláss í oynna . Og í hesum sambandi heldur hann , at støðan , sum nú er íkomin , má gera tað greitt fyri øllum , at tað er stundin komin at gera álvara burturúr øllum teimum føgru orðum , sum eru søgd um økismenning . Sjálvur veit hann ikki , um hann skal hava álit á , at landspolitikarar fara at gera nakað veruligt við økismenning . - Samstundis , sum nógv verður tosað , vísir tað seg at vera ómetaliga trupult , hvørja ferð okkurt skal flytast úr Havn . - Vit minnast eitt nú , hvussu leikur fór , tá ið uppskot var frammi um at flyta tvey arbeiðspláss á radioeftirlitinum til Suðuroyar . Men kortini heldur Jógvan Krosslá , at hetta er einasti vegurin at ganga . - Skal útjaðaranum verða lív lagað , er tað neyðugt at fáa meiri umsiting úr Havnini og spjaða hana runt um í landinum . - Vit , sum búgva í Suðuroynni , mugu sleppa at umsita okkara egnu viðurskifti . - Tí tað skapar tey neyðugu , støðugu arbeiðsplássini úti um landið , heldur enn í Havn . - Tað er ikki tað : Øll vita tað , men tað tykist ikki , sum um nakar megnar at gera nakað veruligt við tað . Betri ferðasamband Býráðsformaðurin í Vági heldur eisini , at ein avgerandi fortreyt fyri menning í Suðuroynni , og øðrum útjaðarum , er , at ferðasambandið verður betri . Her hugsar hann um ferðasambandið ímillum Føroyar og umheimin . - Tað er ein ómetaligur bági , at ferðasambandið er so vánaligt , sum tað er . - Í Suðuroynni skal hvør stertur , sum verður fluttur feskur av landinum , fyrst til Havnar , áðrenn hann kemur framvið Suðuroynni aftur á veg niður . - Tað gongur ov leingi at fáa feskan fisk niður á marknaðin og tí fáa fiskavirkini ikki ment seg . - Tað verður tí neyðugt at umskipa ferðasambandið við umheimin soleiðis , at eitt skip siglir kring landið og tekur fiskin og førir hann á marknaðin . Og tað mugu verða fleiri fráferðir enn nú . - Sum er , skal fiskurin fyrst til Havnar . Tað er ikki bara ein trupulleiki fyri menningini . Tað førir harafturat eykakostnað við sær , so at virkini í Suðuroynni eru eisini verri fyri í kappingini . Ikki fleiri ár Annars tykist tað ikki , sum um Vágs Býráð fer at fylgja ráðunum frá Hans Paula Strøm , sosiologi , um at kanna nágreiniliga , hví barnsburðartalið er fallið so nógv nú . Hann helt , at fallið var so stórt , at tað máttu kanningar setast í verk fyri at lýsa støðuna og at finna orsøkirnar . Jógvan Krosslá ivast heldur ikki í , at barnatalið fer uppaftur . Tað verða ikki fleiri ár sum eru so vánalig , sum í ár , tað trúgvi eg onki uppá , sigur Jógvan Krosslá . %% 318 Vandin fyri ferðsludeyða ov stórur Vandin fyri ferðsludeyða ov stórur Kanningar í sambandi við svensku 0 - loysnina staðfesta , at ferðin er størsta álvarsmál í ferðsluni . Jenis av Rana heldur spurningin um ferðavmarking í sjálvum bilinum vera kærkomnan - Eitt mistak eigur ikki at verða revsað við deyðanum . Soleiðis ljóðar ein av trimum aðalhugsjónum í sonevndu 0 - loysnini í Svøríki , ið hevur til endamáls at sleppa undan deyða og álvarsligum løsti í ferðsluni . Ein av mest umráðandi atgerðunum , ið skulu stuðla upp undir at náa endamálinum er , at hámarksferðin verður lækkað . Staðfest verður , at verður hámarksferðin lækkað , minkar hetta um styrkina í einum samanbresti , eins og betri stundir vera til at stýra seg úr einum vanda . Hámarksferð kann vera ymisk . Løgfrøðiligu hámarksferðini ber ikki til at ivast í . Hon er púra greitt skilgreinað , og fólk vita , at í Føroyum er hægst loyvda ferð 50 km/t í bygdum øki , og 80 km/t millum bygda . Men veruleikin er øðrvísi enn løgfrøðin í hesum føri , tí hóast hámarkið , bróta flestu bilførarar hesa lóg so at siga dagliga . Hetta vísa kanningar hjá landsverkfrøðinginum í 90 - árunum . Verða t.d. nøkur berghol pilkað burtúr heildini , eru úrslitini ansvekjandi . Í Kollafjarðartunlinum , Norðskálatunlinum og Leirvíkstunlinum koyra meira enn helvtin av bilunum skjótari enn loyvt . Bilførarin ræður Sambært svensku 0 - hugsjónini er ferðin tann ferðslutáttur , sum í størsta mun er tengdur at deyða og mansskaða í ferðsluni . Staðfest verður somuleiðis , at týdningarmesta atgerðin til tess at náa málinum , at ongin skal lata lív ella verða álvarsliga skaddur , er at lækka hámarksferðina . Ferðkanningar hjá landsverkfrøðinginum og løgregluni staðfesta , at hámarksferð valdast . Sanna og óbrótiliga hámarksferðin er hægsta ferðin , ið til ber at koyra við bilinum sjálvum . Og her ræður bilførarin . Trýstir hann á spidaran , so økist ferðin og vandin , sambært kanningum . Í hesum sambandi hevur plombering verið nevnd sum ein møguleiki til tess at gera tað ómøguligt at ferðast ov skjótt í bili . Staðfest varð í fríggjadagsblaðnum , at ongar tekniskar forðingar eru fyri at fremja hesar avmarkingar , ið sambært lógini ikki eru avmarkingar ; koyrir tú skjótari enn 110 , so missir tú jú koyrikortið , verður tú tikin . Jenis spyr Finnboga Læknin og løgtingsmaðurin , Jenis av Rana , heldur tað vera sjálvsagt , at málið skal kannast . - Eg arbeiði í løtuni við einum fyrispurningi til landstýrismannin í Vinnumálum , ið umsitur ferðslumál . Spurningurin snýr seg um plombering av motorsúklum , og eg fari sjálvandi eisini at knýta spurningin um bilarnar upp í , sigur hann avgjørdur . Jenis av Rana ger vart við , at ferðsludeyðin hevur sera stórar avleiðingar fyri nógv fólk . - Teir mongu sorgarleikirnir í Føroyum eru so ógvusligir , at umframt deyða , hava teir mangan við sær , at beinini snøgt sagt verða tikin undan t.d. mammunum , ið vara av , sigur Jenis av Rana . Hann heldur tað hava sera stóran týdning at staðfest verður , at bilurin er eitt amboð , og ikki til ítriv . Somuleiðis ger hann vart við , hvussu stórur vandin er fyri at doyggja , ella verða skaddur í ferðsluni í mun til t.d. flogferðsluna . - Spurningurin um plombering er kærkomin . Og eg haldi hesa avmarking vera verda at royna , um bilurin enn kann vaksa um ferðina eins skjótt og hámarksferðin verður sett við lógarmørkini , ið eru galdandi í Norðanlondum . Ongin orsøk tykist vera fyri at lata vera við at fremja málið í Føroyum , sigur Jenis at enda . Fyrispurningurin frá Jenisi av Rana til Landsstýrismannin í vinnumálum verður væntandi settur um tríggjar vikur . %% 319 Hvivltenni seldur til Tallin Hvivltenni seldur til Tallin Rækjutrolarin Hvivltenni verður í næstu viku seldur til Estlands fyri umleið 50 milliónir krónur Gongst alt sum ætlað , fær stásiligi føroyski rækjutrolarin , Hvivltenni , í komandi viku heimstað í Tallin í Estlandi . Skipið verður nevniliga selt til eitt reiðarí við íslendskum og estlendskum partapeningi fyri 50 milliónir . Kjartan Joensen , reiðari , sigur orsøkina til søluna vera , at ætlanin er at byggja nýtt og betri skip . Tó vísir hann á , at Hvivltenni er eitt tað besta av brúktu skipunum í Føroyum , men nýggir veiðuhættir gera , at neyðugt er við einum skipi við størri maskinorku . Tískil loysir tað seg ikki at keypa eitt annað brúkt skip , men neyðugt er heldur at byggja nýtt . Fiska við trimum trolum Tað gerst alsamt meira vanligt hjá nýggjaru rækjutrolarunum at fiska við trimum trolum í senn . Hvivltenni varð fyri knøppum 15 árum síðani bygdur at fiska við einum troli , og tískil er maskinorkan eisini hareftir . Tó eru fimm ár liðin síðani skipið legði um til at fiska við tveimum trolum . Hetta hevur virkað væl , men ikki fer at bera til hjá Hvivltenni at fiska við trimum trolum . Hetta verður rætt og slætt ov tungt . Tískil hevur Kjartan Joensen avgjørt at selja skipið og byggja nýtt . Men arbeiðið at projektera nýtt skip er tó ikki byrjað enn . Vantandi politiskur vilji - Tað er eitt ógvuliga tungt tak í Føroyum at fara undir at byggja nýtt skip . Føroyski fiskiflotin er , sum vit vita , niðurslitin , men tó sær ikki út til , at politiskur vilji er til staðar at stuðla einari endurnýggjan av fiskiflotanum . Kjartan Joensen vísir á , at hann í trý ár hevur spurt seg fyri hjá Fiskimálastýrinum , um tað fer at bera til at fáa stuðul til bygging av nýggjum skipi , men haðani hevur hann hvørja ferð fingið sama svar . - Svarið úr Fiskimálastýrinum hevur hvørja ferð verið , at arbeitt verður við at leggja fram eitt uppskot um endurnýggjan av fiskiflotanum , men enn er einki hent , sigur Kjartan Joensen , ið fýlist á , at myndugleikarnir leggja so lítið í høvuðsvinnu okkara , fiskivinnuna . Kjartan Joensen er argur inn á , at ein partur av fullveldisætlanini snýr seg um at avhøvda fiskivinnuna . Hann heldur tað beinleiðis vera at vanvirða fiskivinnuna , tá tað alla tíðina verður tosað um at finna aðrar vinnur , meðan primervinnan verður gloymd . - Eg má siga , at eg eri argur inn á Høgna Hoydal , men tó skilji eg hann , um hann er úr tí flokkinum í Hoydølum , ið kom til ta niðurstøðu , at fiskivinnan er ein trupulleiki fyri føroyska samfelagið , sigur ein speiskur Kjartan Joensen , ið vísir á , at neyðugt er at byggja nýtt skip , um fylgjast skal við . Kjartan Joensen heldur orsøkina til politiska viljan vera ósemju millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin . Hann sigur , at tá Tjóðveldisflokkurin hevur eina ætlan , er Fólkaflokkurin ímóti , og tá Fólkaflokkurin hevur eina ætlan , er Tjóðveldisflokkurin ímóti . Hetta heldur hann vera orsøkina til , at tað ongan veg gongur politiskt í føroyska samfelagnum . - Tað er eingin trupulleiki at fáa fígging til eitt nýtt skip , men trupult verður at gjalda hana aftur . Tí er neyðugt við fígging , sigur Kjartan Joensen , ið væntandi fer at handa estlendska reiðaríðnum Hvivltenni mikudagin . Skipið stendur í løtuni uppi á turrum hjá Tórshavnar Skipasmiðju . Kjartan Joensen vil ikki siga , um nøkur skuld var í skipinum . %% 320 Føroyskar kvinnur í fótasporum Mohameds Føroyskar kvinnur í fótasporum Mohameds Trúarlív . Koranin gevur okkum nógv meira , enn Bíblian nakrantíð gav okkum . Og tó , ALLAH og Guð er ein og tann sami . Tað gleðast vit um . Men Jesus , hann er ikki sonur Guds , men sonur Mariu . Hann var profetur , sum aðrir profetar . Tað siga tríggjar føroyskar kvinnur , sum allar eru vendar um til islamska trúgv Í einum horni í salinum í Føroyahúsinum standa fimm kvinnur . Visti tú ikki betur , so helt tú allar fimm vera av arabiskum uppruna . Turriklæðið væl vundið um hárið , og í síðum kápum . Einasta tú sært , eru andlitini . Og tey kunnu vera hvaðani tað skal vera . Aldurin kann vera alt millum tey tjúgu og fimmogfjøruti . Sum tær standa og práta sínámillum , spakførar og heldur smædnar , roynir tú at síggja mun . Munin á teimum við veruligum arabiskum uppruna , og so teimum føroysku . Vónleyst . Ikki fyrr enn tríggjar teirra flyta seg úr fimmmanna bólkinum er greitt , at júst tær tríggjar eru føroyskar . Men hví eru vit so skjót at halda , at munur er á fólki . Var tað ikki Jesus , sum segði : » latið øll fólkasløgini koma til mín « . Og tó ; er ongin munur á fólkasløgum , so er munur á Jesusi - í hvussu er uppfatanini av , hvør Jesus var . Munurin vísir seg millum annað ímillum Koranina og Bíbliuna , millum islam og kristindóm . Hetta vita føroysku muslimarnir , Anna Katrin Lamhauge , Amina Poulsen og Sólmai Johannesen , at siga okkum frá . Sjálvar eru tær - døtur Allah , aldar upp við kristindóminum , soleiðis sum vit kenna hann í Føroyum . Men børn teirra vilja tær ala upp við islam . Giftar muslimskum monnum Tær eru setstar við pallborðið . Framman fyri føroysku mannfjøldini , sum bíðar eftir byrjanini . Byrjanini til jammurin , sum tey vænta fer at koma aftan á spísku føroysku spurningarnar . Og spurningarnir koma eisini . Nógvir spurningar . Men ongin jammur . - Vit vilja fegnar gera okkara til at fremja » forstáilsi « millum kristin og muslimar . Ikki minst forstáilsi fyri islam , sum so mangan verður vent og snarað skeivan veg í fjølmiðlunum , leggur 32 ára gamla Amina Poulsen fyri . Og javnaldrarnir , Sólmai Johannesen og Anna Katrin Lamhauge , taka undir . - Tað eru so nógvir fordómar móti islam millum kristin , og misskiljingarnar eru nógvar . Tað vilja vit fegnar gera okkara til at bøta um , halda tær fyri . Amina Poulsen , ættað úr Havn , Sólmai Johannesen , úr Leirvík , og Anna Katrin Lamhauge , ættað av Glyvrum , hava nógv felags . Tær eru nøkunlunda javngamlar ; tær eru føroyingar , tær høvdu allar ætlanir at fáa sær eina útbúgving , tær møttu allar muslimskum monnum , og í dag eru tær allar konverteraðar til islam . Ongin teirra hevur fingið sær útbúgving . Men tær hava tað gott . Valdu familjuna framum Sum so nógvar aðrar ungar kvinnur høvdu Amina , Anna Katrin og Sólmai sínar ætlanir fyri framman . Men mongum brestur ætlan . Amina Poulsen helt læknavísindina vera spennandi , og gjørdi tí av royna ta leiðina . Hon søkti inn á læknalesturin , og slapp inn . Um sama mundið møtir hon einum ungum og spennandi manni úr Algeria . Hann er muslimur . Sunnimuslimur . Amina ger av at fara at seta seg meira inn í islamsku trúnna , nú hon hevur møtt einum muslimskum manni . Hon byrjar at lesa Koranina , samstundis sum hon útvegar sær aðrar bøkur um islam . Tær eru spennandi , heldur hon . Seinni fær hon eisini hendur á nøkur videobond , og tey gera sítt til , at hon av álvara fer at umhugsa at lata seg venda um til islam . Og eitt hálvt ár eftir , at hon møtir manninum , konverterar Amina til islam . Uppaftur hálvt ár seinni giftast tey bæði . - So skuldi eg velja , um eg vildi taka eina drúgva útbúgving , sum læknaútbúgvingin er , ella um eg skuldi velja familjuna framum . Eg valdi familjuna , sigur Amina Poulsen . Síðani hevur Amina Poulsen gingið heima . Tey hava í dag trý børn . Anna Katrin Lamhauge og Sólmai Johannesen møta eisini tveimum sunnimuslimum . Teir eru báðir úr Tunis , og tey giftast . Men tær gera ikki so skjótt av sum Amina Poulsen , tá tað snýr seg um at konvertera til islam . - Tað gingu nógv ár , áðrenn eg av álvara fór at seta meg inn í Koranina og islam . Í veruleikanum byrjaði tann áhugin ikki fyrr enn fleiri ár eftir , at eg møtti manninum , sigur Anna Katrin Lamhauge . Og gongdin var nakað tann sama hjá Sólmai Johannesen . Tó , ein munur var kortini , at Sólmai og muslimski maður hennara búðu heima í Føroyum nøkur ár , áðrenn tey fluttu til Danmarkar . Anna Katrin og Sólmai ætlaðu at útbúgva seg í Danmark . Til dømis hevði Anna Katrin í umbúna at lesa til sosialpedagog . Men eftir at tær giftust , gjørdu tær sum Amina : Tær valdu familjuna framum . Síðani hava tær verið heima hjá børnunum . Anna Katrin og maðurin hava fýra børn , og Sólmai og maður hennara hava eitt barn . Koranin rúnarbant Koranin hevur ivaleyst tað við sær , at setur tú teg fyrst við henni , so er ilt at sleppa henni aftur . Soleiðis var tað í hvussu er hjá Aminu , Sólmai og Onnu Katrin . Tær merktu Koranina tosa beinleiðis til teirra . Og tær gjørdust » bitnar « av islamisku trúnni . Her var nakað annað og meira , enn Bíblian kundi geva teimum . - Tað var deiligt at síggja , hvussu nógv Koranin og Bíblian hava felags . Vit hava t.d. sama gud . Allah í koranini og Gud í bíbliuni er nevniliga ein og sami Gudur . Tað er bara heitið Allah , ið skilir . Fleiri av profetunum í Bíbliuni eru eisini teir somu sum í koranini , vísir Amina Poulsen á . Men tær tríggjar funnu samstundis ting í Koranini , sum ikki eru at finna í Bíbliuni . Og fyri tær var púra greitt , at Koranin var tann sanna og rætta ' Bíblian ' . Jesus var bara profetur Amina Poulsen , Anna Katrin Lamhauge og Sólmai Johannesen eru sannførdar um , at Jesus ikki er ella var sonur Guds . Hann var sonur Mariu . Og sum ein vanligur profetur kann Jesus á ongan hátt setast upp á síðuna av Gudi - av Allah . ( Allah ( Gud ) er einastandandi . Ongin kann setast upp á síðuna av honum . Hann er omanfyri alt . Tí ber ikki til at siga , sum kristin gera tað , at vit menniskju er skapað í Guds mynd - í Guds bílæti . Sjálvandi eru vit ikki tað . Vit hava ongan rætt at samanbera okkum við Allah . Allah er bara ein , og har er also ongin sonur , sigur Anna Katrin Lamhauge . Sostatt venda tær tríggjar eisini Trýeinigheitini bakið . Tosið millum kristin um Guð faðir , Guds son , og Heilaga andan hoyrir sambært koranini og islam ongastaðni heima . - Eg gekk bæði í kirkju og á møti í uppvøkstrinum . Og tá undraði tað meg mangan , at ápostlarnir í Bíbliuni skuldu siga so nógv ymiskt . Næstan mótsigandi . Í Koranini er meira samanhangur í tí heila . Alt passar betur saman , heldur Sólmai Johannesen . Ongin arvasynd Millum trúgvandi kristin verður nógv tosað um arvasynd . Men hesum vísa muslimar aftur upp á tað harðasta , og vísa til orð Allah í Koranini . Sambært henni kann ongantíð vera talan um nakra arvasynd . Her hava Amina , Anna Katrin og Sólmai eisini sagt einum týdningarmiklum parti í kristindóminum farvæl . - Tú kanst ikki arva eina synd . Ongin kann verða borin í heim sum syndari . Vit trúgva , í samsvari við Koranina , at øll børn eru frelst , longu frá fyrsta degi , tey eru borin í heim . Eisini á øðrum økjum er islam í stríð við kristindóm . Islam hevur t.d. ikki tey 10 - boðini . Ístaðin hava tey fimm boð - ella rættari ' fimm súlur ' , sum tey rópa tað . Og súlurnar skulu yvirhaldast í tann mun , tað letur seg gera . 1 . Trúarjáttanin hjá muslimum : ' Eg trúgvi á ongan annan Gud enn Allah , og at Mohammed er hansara sendiboð . ' 2 . Bønirnar til Allah - minst fimm ferður um dagin . 3 . Zakat : Tað er , at hvørt húski eina ferð árliga letur 2 % av møguliga yvirskotinum í húsarhaldinum til illa stødd - fólk í neyð . Ofta til illa staddar familjulimir . 4 . Ramadan - føstumánaðin : Ein mánað um árið skal fastast frá tí sólin rísur , til hon aftur setir . Tá skulu islamar hvørki eta , drekka , roykja ella tosa ilt um nakran . 5 . Pílagrímsferðin til Mekka . Tær tríggjar føroysku kvinnurnar , sum sita her í islamskum búna , eru sannførandi . Rætttrúgvandi muslimar . Umaftur og umaftur leggja tær dent á , hvussu høgt tær ganga uppí at halda tær ' fimm súlurnar ' . Ikki minst at minnast tær fimm bønirnar til Allah um dagin . Leggja áherðslu á , hvussu stóran týdning tað hevur fyri tær , at børn teirra verða ald upp í einum muslimskum heimi - í muslimskum umhvørvi . Og hvussu nógv tær sjálvar gera fyri at halda trúnna , vitanina um islam , við líka . - Vit ganga regluliga til fundir og undirvísing í islam . Og vit eru eisini regluliga í eini moské her í Keypmannahavn . Og sjálv haldi eg , at eg eri vorðin eitt betri menniskja , síðani eg vendi um til islamska trúgv , greiðir Anna Katrin Lamhauge frá . Maðurin er høvdið í familjuni Tær tríggjar meta vanliga fatan millum kristin vera , at muslimskar kvinnur verða kúgaðar . At tær liva sum í einum fongsli . Men soleiðis er tað bara ikki . - Tað er rætt , at maðurin er høvdið í familjuni . Hann er hægstur , og hevur seinasta orðið . Tað er eisini í samsvari við Koranina . Men tá ið tað er sagt , skulu vit eisini leggja merki til , hvat Koranin sigur um kvinnuna , og um samstarvið millum mann og konu . Tað stendur nevniliga púra greitt í Koranini , at hóast maðurin hevur evsta vald og seinasta orðið , so er kvinnan ongantíð ogn hjá manninum . Kvinnan nýtist ikki at finna seg í øllum . Og er tað , maðurin ger , í stríð við Koranina , ja , so eiga vit snøgt sagt ikki at finna okkum í tí , sigur Amina Poulsen . Hon vísir eisini á , at onkur heilt náttúrliga má hava evsta vald - seinasta orðið . - Allah er tann , sum hevur valdið á fólkinum , og sum kann stýra og hjálpa fólkinum . Eitt flogfar hevur eisini ein flogskipara , sum syrgir fyri , at flogfarið kemur trygt fram . Soleiðis kunnu vit so eisini siga um mannin í einum húski , heldur Amina Poulsen . Nógv hevur verið frammi um , at serliga ungar gentur í muslimskum familjum verða útstoyttar , gera tær ikki júst sum foreldrini vilja . Til dømis um tær nokta at giftast manni , sum foreldrini vilja hava hana at gifta seg við . Hvat halda tit um tað ? - Jú , hatta hoyra vit mangan fyri . Eg kenni onki til hatta . Kann bara siga , at sambært Koranini er hasin framferðarhátturin skeivur . Koranin gevur tær ikki rætt at útstoyta børn og limir í familjuni annars . Heldur beint øvut . Koranin leggur upp til at verja familjuna , sigur Amina Poulsen . Men hvat gert tú so tann dagin , dóttir tín ynskir at gerast kristin , also at venda aftur til tína barnatrúgv ? Tøgn . ' Ja , eg veit ikki rættiliga . Eg vil í hvussu er gera , hvat eg kann , fyri at sannføra hana um , at islam er tað einasta rætta . Eg fari alt lívið at gera mítt til , at børn míni skulu hava ein tryggan muslimskan uppvøkstur . So eg vóni ikki , at hasin spurningurin nakrantíð verður aktuellur ' , sigur Amina Poulsen stillisliga . Jú , men lat okkum nú ímynda okkum , at spurningurin verður aktuellur , hvat gert tú so ? - Ja , so noyðist eg at góðtaka avgerðina hjá dóttrini . Hvørki eg ella maðurin hava rætt at stoyta hana úr familjuni . Tað vilja vit heldur ikki ' , sigur hon . Bera turriklæði Tað , sum vesturlendingar serliga tengja saman við islam og muslimar , er búnin , kvinnurnar ganga í . Serliga turriklæðið . Hóast verri enn so allar muslimskar kvinnur goyma hárið í turriklæði , so eru tað fyrst og fremst turrikløðini , ið eyðkenna tær . Eisini hesar tríggjar føroysku muslimsku kvinnurnar ganga í turriklæði . Men hví er tað so umráðandi at goyma hárið ? Jú , tær tríggjar hava eisini greiða støðu til turriklæðið : - Tað er nú eina ferð soleiðis , at mannfólk stundum ganga við ljótum tankum . Goyma vit hárið , og annars lata vera við at ganga í kanska strammum buksum , sum tað er vanligt millum danir og føroyingar til dømis , ja , so verða menninir heldur ikki eggjaðir óneyðugt , siga tær . Tær vísa eisini á , at turriklæðið byrgir upp fyri øvundsjúku millum kvinnur . Hetta , at nakrar kvinnur eru vakrari enn aðrar , kemur ikki so væl til sjóndar , tá hárið verður goymt . Og tað verður sanniliga gingið høgt upp í at goyma hárið . Eisini í heimunum hjá føroysku muslimunum . - Vit kunnu t.d. ikki taka turriklæðið av , um mannfólk koma innar , sum ikki eru tætt slektaðir við okkum . Til dømis um tað ikki eru pápar og beiggjar okkara , vísa tær á . Muslimskar kvinnur mugu heldur ikki vera í einrúmi við fremmandum monnum - við monnum , sum tær ikki eru tætt í ætt við . Maðurin skal eisini vera til staðar . Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi í Danmark um , at muslimskar kvinnur krevja at fáa loyvi at ganga í turriklæði til arbeiðis - t.d. tá tær sita við kassan í handlum og øðrum avgreiðslum . Men er tað ikki eitt sindur nasadjarvt av eini fremmandari mentan at krevja sovorðið ? - Nei , tað halda vit slettis ikki . Mentanin er júst orsøkin til , at vit halda okkum hava krav upp á tað . Haraftrat eru lógirnar í Danmark soleiðis , at tú hevur ikki loyvi at gera mun á fólki . So eg haldi tað vera í fínasta lagi , at vit krevja at hava loyvi at ganga við turriklæði um høvdið til arbeiðis , sigur Amina Poulsen . Familjan harmaðist Anna Katrin Lamhauge , Sólmai Johannesen og Amina Poulsen viðganga , at tað var ikki bara sum at siga tað , at gerast muslimur . Føroysku familjur teirra harmaðust , og vinfólkini undraðust . Og tað broytir eisini gerandisdagin nógv . - Heilt av sær sjálvum verður tað soleiðis , um tú vilt tað ella ikki , at tú verður minni úti millum tey , tú vart saman við fyrr . Tey halda ivaleyst , at vit ikki eru serliga spennandi at vera saman við sum muslimar . Vit kunnu jú ikki ganga í dans , vit kunnu ikki drekka , og liva á nógvar hættir nógv øðrvísi nú . So tað er rættiliga avmarkað , hvussu nógv vit koma saman við føroyingum , sigur Amina Poulsen . Tær tríggjar fegnast tó um , at foreldur teirra ongantíð hava vent teimum bakið , og at tær framvegis hava gott samband við tey . %% 321 At fletta seyð, tað so stuttligt er At fletta seyð , tað so stuttligt er Mikkjalsmessa var mikudagin . Og hon er líkasum startskotið til ársins hugnaligastu dagar - í hvussu so er úti á bygd . Tí nú kemur raksturin og slaktið fyri og tað er altíð nakað heilt fyri seg . At fletta seyð , tað so stuttligt er . . . . Mikkjalsmessa var mikudagin . Og hon er líkasum startskotið til ársins hugnaligastu dagar - í hvussu so er úti á bygd . Tí nú kemur raksturin og slaktið fyri og tað er altíð nakað heilt fyri seg . Ikki minst eru menn spentir uppá , hvussu veðrarnir fara at roynast . Tí eitt er at fletta lomb og ær , men tað eru altíð veðrarnir , sum stjala myndina . . . . Tað var serliga í Suðuroynni , at veðrahaldið tók seg upp , soleiðis sum vit kenna tað nú á døgum . Síðani hevur tað bara vundið uppá seg , og veðrahaldið er nú ein høvuðstátturin í seyðahaldinum í Suðuroynni . Men so líðandi eru tey eisini farin at taka hendan táttin í seyðahaldinum upp aðrastaðni , og nú er tað als ikki óvanligt at hava veðrar norðanfjørðs . Stór kapping Men nú slepst ikki uttanum , at hjá summum er kapping komin í tað at hava veðr , og tað eru nú nógvir , sum gera heilt nógv burturúr fyri at fáa teir so stórar sum gjørligt . Teir , sum leggja dent á at hava stórar veðrar , seta góð lomb við og føða tey av einslistum . Tey fáa so nógv , báði av hoyggi og av kraftfóðuri , sum tey orka . At fita teir eru eini vísindi heilt fyri seg , og nógv hava sína ávísu uppskrift uppá , hvussu mann fær tað at eydnast . Kraftfóðurið verður blandað í heilt ávísum blandingum . Og tað eru eisini teir , sum ganga so høgt upp hetta , at teir halda tætt við , hvussu teir fóðra seyðin . Men ein hevur tó latið leka út , at skalt tú hava feitan veðr , er tað alt um at gera , at geva honum fransbreyð , ikki rugbreyð . . . . . Annars ganga søgur um at teir allar ivrigastu geva veðrunum bæði putursukur fyri at fáa teir at fitna og nervatablettir fyri at halda teir róligar , so teir ikki skulu renna holdið av sær aftur . Ein bóndi , vit hava tosað við , heldur , at kraftfóður , sum verður givið í skýmingini , tá ið seyðurin er liðugur at eta fyri dagin , og leggur seg , hilnast betur enn tað , sum verður givið aðrar tíðir á degnum . Heldur gott kjøt Men tað eru verri enn so øll , sum taka lut í kappingini um at hava hesar ovurhonds stóru og feitu veðrarnar . Tey flestu halda , at tey krovini eru ov feit . Tey vilja heldur hava gott kjøt , tó at tað vigar eitt sindur minni og tí halda aftur við kraftfóðrinum . Ofta kann tað eisini knípa at fáa tey heilt stóru veðrakrovini turr . Tey torna uttaná , men inni við bein verða tey ofta røst og herskin . Summir skera skurðar í tjógvini , fyri at tey skulu torna betur , men tað aðrir lítið um . Summir lima krovið sundur , beint tá ið tað er skránað . Gev veðrinum akvavitt Gamalt er fletta veðrar á mikkjalsmessu , sum er 29 . September . Men tað skal takast við fyrivarni , tí tað er eisini neyðugt at passa sær løgir til terra . Tó ber heldur ikki til at bíða ov leingi , tí so fara teir at gima , tað er at teir eru klárir at brunda . Tá gongur herviligur roykur at teimum , serliga ímillum hornini . Tað setir eisini í kjøtið , so tað verður herskið og smakkar illa . Gomul heimaráð eru at stoyta brennivín í veðrin , beint áðrenn hann verður flettur og so bíða eina løtu , til tað er komið runt við blóðinum . Tað skal taka gimasmakkin úr kjøtinum , sigst . Aðrir siga , at er veðrurin farin at gima , er bara at bíða til lágætt verður aftur , tí so fer tað av teimum aftur , og so er ongin vandi fyri kjøtinum . Uppaftur aðrir siga , at líður út , er tað betri at taka veðrin upp ímóti fullmána , tí tá er vandin fyri giming minni . Tað ber til at bíða við at fletta veðrarnar til hálvan oktober , men so mugu teir takast . Tungir at tumma Veðrar kunnu verða tungir at tumma , tí skinnið situr so fast . Summir vita tey ráð , at gera skinnið vátt , so skal tað vera lættari at tumma . Onkrir vilja eisini vera við , at tað er verri at tumma , tá ið tað er kalt í veðrinum , men tað halda aðrir ikki , í hvussu so er ikki tá ið talan er um feitan seyð . Yvirhøvur verður veðrakjøtið turkað , í hvussu so er gongulimirnir . Ryggjastykkini og hálsin hava tey sum oftast ræst . Tær flestu síðurnar enda ræstar í ovninum . Men er talan um góðan , kjøtugan veðr , ella veðr við góðari fitu , tað er glarfitu og ikki tálgafitu - kunnu síðurnar eisini verða turkaðar . Viðhvørt verða tjógvini eisini stokt røst ella fesk . Ein máti er at saga tey fesk sundur til kotelettir , tað er eisini ein góður døgverði . Høvdið verður kókað ræst og avroðini annars tikin upp sum vanligt . Sperðilin er nakað fyri seg Eitt , sum brýtur frá í Suðuroy afturímóti norðanfjørðs , er , hvat sperðilin verður brúktur til . Norðanfyri verður sperðilin fyltur við tálg og etin afturvið røstum fiski . Tað verður at kalla ikki gjørt í Suðuroy . Flestu suðuroyingar leggja so stóran dent á sperðilin , at nógvir siga , at hann er eitt tað besta við øllum slaktinum . Suðuroyarsperðilin , sum norðoyingar nevna tað , verður gjørdur á tann hátt , at tá ið hann er vendur , verður hann fyltur við kjøti , og kanska onkrum tálgarmola inn ímillum . Tað , sum verður fylt í sperðilin , er sum oftast nýruni , lundini , tindin og annars bitar , sum verða skornir burturav ymsastaðni á krovinum fyri at nossla tað . Kjøtið verður skorið í smáar bitar og stroytt við nøkrum tinnum av salti og so stungið í sperðilin . Hann verður síðani hongdur upp at ræsa . Tá ið hann er passaligur , verður hann kókaður við væl av salti í løginum og etin til døgverða . Summi steikja eisini sperðilin feskan og hava brúna sós afturvið Loysir seg best Veðrakjøt er sterkari enn kjøt annars , og tað dámar nógvum væl , og so er tað væl drúgvari . Men serliga hjá teimum , sum ikki eiga so nógv , loysir tað seg væl at hava veðrar , tí tað er minst tvær ferðir so nógv slakt í einum veðri sum í einum lambi . Hava tey veðrar , kunnu tey sostatt minst tvífalda kjøtvektina . Úti á bygd hevur slaktið ikki bara týdning fyri hjallin . Tað hevur sanniliga eisini ein stóran , sosialan týdning . Alt heystið er slaktið tað stóra samtaluevnið ímillum fólk . Veðrar og lomb , verða eygleidd og mett verður um stødd og vekt . Og teir dagarnar , flett verður , eru sannir veitsludagar ella hátíðardagar . Fólk ganga kjallara úr kjallara at forvitnast og práta , reypa og fortelja tíðindi , og kjakast verður aftur og fram um , hví ein veðrur ella eitt lamb hilnaðist betur hjá einum , enn hjá einum øðrum , ella um , hví onkur annar veðrur ikki mundi blíva so góður . Jú , um nakað , so er tað hetta , sum bindur bygdina saman hesar heystardagarnar . %% 322 Jørðin risti telduheimin Jørðin risti telduheimin Tøkni : Jarðskjálvtin , sum skakaði Taiwan fyri viku síðani , hevur sett síni týðiligu spor gjøgnum telduheimin . Eisini í Føroyum merkist jarðskjálvtin , men tað er tí , at prísirnir á RAM eru næstan fýrafaldaðir upp á stutta tíð , og teir hækka meira enn Hóast jarðskjálvtin , sum var máldur til 7 , 6 á Rictherskalanum , rakti Taiwan í seinastu viku , so merkjast ristingarnar av jarðskjálvtanum eisini í Føroyum . Tær merkjast ikki við at føroyingar mugu sova á berajólum , men á tann hátt , at prísurin á RAM til teldur er farin ' til himmals ' um vit kunnu siga tað so . Fyritøkur í Havn , sum Sosialurin hevur tosað við , siga , at tað er stórur munur á prísinum nú , og bara fyri tveimum vikum síðani . Og prísurin bara hækkar , siga tær báðar fyritøkurnar vit hava tosað við . Føroyski útsøluprísurin á RAM var fyri umleið tveimum vikum síðani millum 700 og 800 krónur fyri 64 Mb RAM . Tær fáu RAM eindirnar , sum eru til at fáa hendur á í landinum enn kosta nu nærum 1.400 krónur . Hesin prísurin fer tó ikki at halda siga fyritøkurnar vit hava tosað við , tí skal RAM bíleggjast úr Danmark í dag , so verður útsøluprísurin uml. 2.100 krónur fyri 64 Mb RAM Sama skil er , um tú ætlar tær at keypa 128 Mb RAM . Prísruin var fyri tveimum trimum vikum síðani um 1.500 krónur , men skal hesin luturin keypast úr Danmark í dag , so er søluprísurin heilar 3.800 krónur . Av báðum fyritøkum frætta vit , at hækkingin ikki er steðgað enn , og at vit tí kunnu vænta , at sleppa at gjalda upp aftur meir fyri henda teldurlut . Forvinna 80 mió eyka At hvør av øðrum liva má , kann staðfestast í hesum førinum . Danska blaðið Computerworld skrivar um donsku teldufyritøkuna Memory Card , sum selur sokallaðu DRAM lutirnar . Fyri heilt stuttari tíð síðani keypti fyritøkan fyri ikki minni enn 200 mió. krónur frá taiwanskum fyritøkum , men eftir jarðskjálvtan er virðið á goymsluni hækkað til 280 mió. krónur . Stjórin í fyritøkuni váttar fyri Computerworld , at goymslan er upp á uml. 200 mió. krónur , men hann kann ikki siga , hvussu nógv fyritøka hansara hevur forvunnið upp á jarðskjálvtan . Veruleiki er tað tó , at eitt standard DRAM - produkt , sum mánadagin fyri góðari viku síðani kostaði 13 dollarar eftir heilt fáum døgum var hækkað til 18 dollarar fyri eintakið . Spurningurin er bara hvussu leingi henda støðan kemur at halda og hvussu leingi prísurin kemur at halda sær har uppi . Jarðskjálvtin hevði tíbetur ikki tað við sær , at virkini á Taiwan vórðu javnað við jørðina , men av tí at talan er um eina sera neyva framleiðslu , skulu øll tól innstillast av nýggjum , og tað tekur tíð , verður sagt í Computerworld . Mett verður , at fyritøkurnar í Taiwan - tær eru fleiri - í alt sita á umleið 20 prosentum av heimsmarknaðinum av RAM . Standa ikki og mangla Umframt tað , at jarðskjálvtin hevur ávirkað prísirnar á heimsmarknaðinum , so hevur hann eisini verið orsøk til , at stóru teldufyritøkurnar sum IBM , Compaq og Toshiba fara at endurskoða sínar avtalur við taiwansku fyritøkurnar um RAM , av teirri orsøk , at elektronikkídnaðurin í Taiwan er so sárbarur t.d. í sambandi við jarðskjálvta . Hóast jarðskjálvtan , so eru kortini eingi tekin um , at heimsmarknaðurin fer at mangla RAM . Í Suðurkorea og í Evropa eru virkir , sum hava yvirskotskapasitet , og tí skuldi tann støðan ikki komið í , skrivaði Jyllandsposturin í gjár . Harafturímóti er verri statt við marknaðinum fyri grafisk ' chips ' . Her sita taiwansku fyritøkurnar á 80 prosentum av marknaðinum , og slíkt merkist ógvuliga væl . Umframt hetta vera umleið 70 prosent av øllum farteldum eisini savnaðar í Taiwan . Amerikumenn ræðsluslignir Merkja vit jarðskjálvtan í Føroyum , so merkist hann enn betri í Amerika . Har eru menn av álvara farnir at hyggja at hvar KT fyritøkurnar liggja , og úrslitið higartil hevur givið amerikumonnum álvarsligar orsøkir til at seta knyklar í brýr . Meginparturin av øllum KT - fyritøkum í Amerika eru savnaðar í Silicon Valley , sum liggur í útsynningspartinum av San Francisco víkini , og tað er eitt av teimum allarmest kritisku jarðskjálvtaøkjunum í Amerkia . Amerikumenn hava við vanligum lítillatni staðfest , at ein jarðskjálvti av somu styrki , sum tann í Taiwan , hevði fingið so ófatiligar avleiðingar , at heimsbúskapurin hevði liðið undir hesum í fleiri ár , skrivar Jyllandsposturin . Hóast jarðskjálvtin í Taiwan átti at fingið amerikonsku fyritøkurnar at umhugsa sína støðu í Silicon Valley , so hava tær enn einki víst , sum sigur , at tær ætla sær at flyta til tryggari øki . %% 323 Vindmyllufelag mist eginpeningin Vindmyllufelag mist eginpeningin Vinna : Ein av heimsins størstu vindmylluframleiðarum , danska fyritøkan NEG Micon , misti eftir fáum minuttum 2,3 mia . krónur og allur partapeningurin er tí burtur Fyri nøkrum mánaðum síðani kom fram , at SEV hevði fingið durafjórðingin frá stóra danska vindmylluframleiðaranum NEG Micon . SEV hevur havt ætlanir um at gera meira við vindorku , men hesin stóri framleiðarin vildi so ikki hava meira við SEV at gera . Ein av frágreiðingunum var , at ordrin frá SEV eftir øllum at døma var ov lítil . Stóra danska fyritøkan , sum eisini er ein av heimsins størstu á sínum øki vildi bara hava størri ordrar . Nú er komið fram , at SEV eftir øllum at døma skal vera fegið fyri at sáttmálin varð av ongum , tí fyritøkan NEG Micon er komin í álvarsamar fíggjarligar trupulleikar . Danska blaðið Jyllandsposturin visti í gjár at siga , at teir trupulleikar , sum vórðu nevndir í hálvársfrágreiðingini fyri seks vikum síðani eru so stórir , at tað setir fyritøkuna í sera álvarsamar trupulleikar . Henda seinasta frágreiðingin hevði við sær , at kursurin á partabrøvunum hjá NEG Micon upp á trý korter fall úr 280 til 75 . Hetta svarar til , at partaeigararnir í NEG Micon mistu 2,3 mia . krónur upp á trý korter . Verri er tað harafturímóti , at størvini hjá 1500 starvsfólkum eru hótt . Frágreiðingin , sum varð almannakunngjørd hósdagin hevur eisini við sær , at tað er ein sera stórur vandi fyri at allur eginpeningurin , sum sambært hálvársroknskapinum var 485 mió. krónur , er mistur , sigur frágreiðingin , sum felagið lat keypsskálanum í Keypmannahavn hósdagin . Trupulleikar í Amerika Partabrævahandlarar halda tað vera eina sera løgna støðu , sum NEG Micon er komin í . Fyritøkan hevur lagt seg eftir at vaksa so nógv sum yvirhøvur til ber , og tað tykist nú at geva seg aftur . - Talan er um nógvar pengar , og tað ´ tykist ógvuliga løgið . Men hetta luktar langan veg av eini fyritøku , sum ikki hevur dugað at stýrt vøkstrinum , sigur ein partabrævaanalytikari við Jyllandspostin . Sum nevnt var tað í sambandi við hálvársroknskapin at fyritøkan hevði og enn hevur stórar trupulleikar á amerikanska marknaðinum . Her skal samstundis leggjast afturat , at tað er á amerikanska marknaðinum , at NEG Micon selur meginpartin av sínum vindmyllum . Tað eru trupulleikar við stýringini av gomlum og nýggjum mylluverkætlanum og stórar umvælingarútreiðslur til vánaligar girkassar , sum hava tvungið fyritøkuna á knæ . Hvat visti nevndin Sum nevnt frammanfyri hevur fyritøkan lagt seg eftir vøkstri , men við seinasta útspælinum verður stórt spurnartekin sett við um fyritøkan yvirhøvur hevur havt skil á hesum vøkstrinum . NEG Micon er ein samansett fyritøka , av tveimum stórumdonskum myllufyritøkum . Nordtank Energy Group og Micon A/S løgdu saman fyri tíð síðani , og við samanleggingini gjørdist fyritøkan ein av allarstørstu av sínum slag , men kappingin er kortini hørð , og tað er millum annað eisini kappingin á amerikanska marknaðinum sum nú setir síni spor . Í sambandi við fíggjarligu trupulleikarnar hjá NEG Micon verður nú eisini sett spurnartekin við hvussu nógv nevndarlimirnir vistu um trupulleikarnar . Fólk í peningaheiminum vísa á , at so stór tap ikki kunnu koma óvart á eina nevnd . Hetta er júst sama nevnd , sum í sambandi við hálvársroknskapin gjørdi av at siga táverandi stjóranum úr starvi , og seta næstformannin í nevndini í hansara stað . Hvussu leingi hesin heldur er sjálvsagt óvist , men tað verður uttan iva meira at frætta um fyritøkuna NEG Micon í næstum . %% 324 Lærarar leggja arbeiðið niður Lærarar leggja arbeiðið niður Eingin meining er í at áleggja lærarunum størri arbeiðsuppgávur , um ikki teir fáa eyka tíð fyri hetta . Tekur landsstýrið ikki ávaring frá Føroya Lærarafelag í álvara og til eftirtektar , so verður arbeiðssteðgur frá 1 . november Hósdagin boðaði Føroya Lærarafelag frá , at allir sáttmálasettir limir í felagnum fara í arbeiðssteðg frá 1 . november . Felagið sigur í skrivi , at tað eru lønarviðurskiftini , sum eru orsøkin til hesa avgerð . Tað eru harafturímóti krøvini , ið eru ein fylgja av tí nýggju fólkaskúlalógini , sum hava fingið bikarið at flóta yvir . Myndugleikarnir vilja nevniliga als ikki tosa um hesi viðurskiftini . Føroya Lærarafelag sigur í eini viðmerking , at tá fólkaskúlalógin varð samtykt í fjør fylgdi eingin játtan við , hóast nýggja lógin hevði við sær meirútreiðslur fyri eyka arbeiðsuppgávurnar hjá lærarum . - Myndugleikarnir vilja nú stongja á lærararnar at víðka um arbeiðsuppgávurnar , uttan at teir fáa eyka tíð til hetta . Lærarafelagið sigur , at løgtingslimirnir , sum samtyktu lógina , lurtaðu ikki eftir ávaringunum um , at lógin fór at kosta meira enn fyrrv. landsstýrismaðurin í skúlamálum segði . Lærarafelagið vísir á , at nú bindur borðið , og at støðan í dag hevði verið ein onnur , um løgtings- og landsstýrislimir høvdu lurtað eftir Lærarafelagnum o.ø. . - Fíggjarmálaráðharrin og Undirvísingarmálaráðharrin áttu nú , saman við Føroya løgtingi at avgreitt málið og fingið tingini at passa saman . Føroya Lærarafelag vil í øllum førum hava henda spurning avgreiddan , áðrenn skrivað verður undir nakran lønarsáttmála sigur nevndin í felagnum og vísir á , at ábyrgdina av íkomnu støðuni hava Føroya Løgting og Undirvísingarmálastýrið . - Føroya Lærarafelag kann bara geva teimum tey ráð at fáa hetta uppá pláss , nú fíggjarlógin er til viðgerðar . Við at økja játtanina til fólkaskúlan , kann løgtingið loysa málið sigur Føroya Lærarafelag . %% 325 Smyril fer at sigla á Vág mitt í viku Smyril fer at sigla á Vág mitt í viku Helst verður tað mikudag , men heilt avgjørt er tað ikki Tað er nú greitt , at siglingin hjá Smyrli á Vág leygardag er slept . Á fundi ímillum landsstýrismannin í samferðslumálum , Finnboga Arge , og Hergeir Nielsen , løgtingsmann úr Vági , váttaði landsstýrismaðurin , at ætlanin at lata Smyril sigla á Vág leygardag , er slept . Hinvegin lovaði landsstýrismaðurin , at Smyril fer at sigla til Vágs mitt í viku ístaðin . Løgtingið hevur samtykt , at Smyril skal sigla á Vág , men tað skapti øsing , tá ið gjørt var av , at Smyril skuldi sigla á Vág leygardag , tí tað var ikki eftir andanum í løgtingssamtyktini . Endamálið við vágstúrinum var nevniliga at tæna vinnulívinum . Hergeir Nielsen sigur , at tí verður tað nú sett í nýggju ferðaætlanina , sum kemur 1 . november , at Smyril skal sigla á Vág mitt í viku . Annars er tað ongin ivi um , at tað er Drelnes , sum er samferðsluhavnin í Suðuroynni . - Allarhelst verður túrurin á Vág mikudag , men tað er ikki endaliga avgjørt enn . Strandferðslan hevur boðað frá , at av tí at bara síðuportrið kann brúkast í Vági , fer tað at knípa at fáa trailarar og annan stóran og tungan farm við . Men nú kemur tað at standa í ferðaætlanini , at roknast kann ikki við at trailarar og tungur farmur verða tikin umborð , ella koyrd í land í Vági , um tað ikki letur seg gera . Hesin túrurin á Vág skuldi so verið til nógv størri nyttu hjá vinnulívinum í syðru helvt í Suðuroynni , enn leygardagstúrurin var . Færri ferðir Annars skilst á lagnum , at tað verðafærri ferðir ímillum Suðuroynna og Havnina , nú nýggj ferðaætlan kemur . Sum skilst er ætlanin at sleppa tí eini ferðini mánadag og tí eini ferðini leygardag . Sostatt fer Smyril at sigla tvær ferðir ímillum Suðuroynna og Havnina mikudag , hósdag , fríggjadag og sunnudag . Nú skal fíggjarlógin fyri næsta ár annars til viðgerðar . Og spurningurin um túratalið ímillum Suðuroynna og Havnina er sjálvandi treytaður av , hvussu nógv verður sett av til endamálið . Hergeir Nielsen sigur , at hann umrøddi eisini ta óhepnu støðu , sum mangan tók seg upp um morgnarnar , at tá ið Smyril kom á Havnina , slapp ikki at bryggju beinanvegin , men mátti liggja í Nólsoyarfirði og bíða . Eisini tað var eitt mál , sum landsstýrismaðurin lovaði at hava í huganum . %% 326 Tað kókar í Klaksvík Tað kókar í Klaksvík Fótbóltur : Liðformaðurin og venjarin hjá KÍ ivast ikki í , at tað fer at eydnast at vinna FM í dag Tað stendur nógv upp á spæl bæði hjá KÍ og ÍF , sum tørna saman í Klaksvík seinnapartin . Klaksvíkingar skulu vinna fyri at tryggja sær seytjanda meistaraskapin , og fuglfirðingar skulu vinna fyri ikki at vera bundnir av øðrum úrslitum í sambandi við spurningin um niðurflyting . Tá KÍ í næstsíðsta umfarinum í 1991 vann á B36 í Klaksvík , vórðu knappliga 2200 atgongumerki seld , og tað siga teir er met í Klaksvík . Spurningurin er , um tað verða so nógvir áskoðarar í dag , men tað verður roknað við nógvum fólki . Meiri spentir KÍ tapti 2 - 0 í Gundadali sunnudagin , men hóast henda veruleika , so siga bæði venjarin og liðformaðurin seg avgjørt rokna við , at tað fer at eydnast at vinna móti ÍF og harvið at tryggja sær FM heitið : - Vinna vit ikki móti ÍF á heimavølli , so eru vit ikki verdugir at vinna FM . So einfalt er tað , og tað havi eg sagt við spælararnar , sigur Tony Paris , venjarin hjá KÍ , og liðformaðurin , Jan Joensen , tekur undir við honum . Liðformaðurin ivast heldur ikki í , at tað fer at eydnast at vinna í dag : - Eg haldi , at vit eru meiri uppsettir hesa ferð , enn vit vóru móti B36 . Fyri einari viku síðani vistu vit , at vit høvdu tveir møguleikar , og tá vit so at siga beinanvegin kendu , at tað fór ikki at bera til at vinna á B36 , so var tað sum um vit meiri ella minni - um enn ikki av fríum vilja - góvu skarvin yvir . Vit stríddust ikki tað , sum vit kunnu gera , og so taptu vit . Men vit kunnu hóast alt síggja tað positiva í , at vit høvdu málmøguleikar , og at vit megnaðu at avmarka tapið til tvey mál , heldur Jan Joensen . - Móti ÍF fara vit at hava nógv tað mesta av spælinum . Spurningurin er , um vit fara at fáa mál burturúr . Sjálvandi fara nervar at vera uppií , men tað verður bara ta fyrstu løtuna , og um vit tíðliga skora eitt mál , so verður tað sera hugaligt . Jan Allan Müller hevur vant millum lítið og einki saman við hinum , síðani hann kom til Klaksvíkar , men hann hevur spælt hvørja ferð , sjálvt um tað hevur verið týðuligt , at skaðin í búkvøddunum hevur darvað . Tá vit tosaðu við venjaran hjá KÍ , skiltu vit á lagnum , at Jan Allan Müller verður við ídag . Rógvi Jacobsen vandi ikki í síðstu viku , og ímóti B36 var tað týðuligt , at hann var darvaður av skaða í rygginum , men hann hevur vant við fullari ferð í hesi vikuni og verður við í dag . Eingin klaksvíkingur er leikbannaður . Í fótbóltsprátinum í Klaksvík í vikuni hevur ljóðað , at Kurt Mørkøre skuldi vera við í dag , men sum vit hava skilt tað , so hevur hetta verið uppi og vent , uttan at tað er vorðið til veruleika . Lyklaspælarin burtur Fuglfirðingar minnast við bivan aftur á seinasta dystin í fjør . Tá høvdu teir vitjan av HB , sum vann 10 - 1 . Hugburðurin í Fuglafirði ta ferðina var , at teir roknaðu við , at KÍ fór at vinna á Sumba , og so var óneyðugt hjá ÍF at fáa stig frá HB . KÍ vann á Sumba , og harvið slapp ÍF - hóast teir taptu stórt ímóti FM vinnarunum - undan kvalifikatiónsdystunum um rættin at halda fram í bestu deildini . Hesa ferð kann tað verða vandamikið at hava henda hugburðin , ti nú stendur beinleiðis niðurflytingin upp á spæl , og tað verður ikki mett heilt ósannlíkt , at Sumba kann vinna í Vági . Símun Eliasen var í Fuglafirði og hjálpti til síðsta sunnudag . Hann var besti fuglfirðingurin , og serliga í 1 . hálvleiki royndist hann væl . Eftir vikuskiftið fór Símun niður aftur til Aarhus , og eftir tí , sum vit hava skilt úr Fuglafirði , so kemur hann ikki upp at hjálpa til í dag . Robert Cieslewicz er eisini leikbannaður , og tað kann væl vera , at Jógvan Arnfinn Jacobsen , sum nógvu tey síðstu umførini hevur skorað nógv mál í 3 . deild , verður í 1 . deildar hópinum fyri fyrstu ferð . %% 327 Violin fyri 10 milliónir spældi við Violin fyri 10 milliónir spældi við Onnur av tiltiknu Stradivarius violinunum hjá Kongaliga Kapellinum var í Føroyum í vikuskiftinum Í grundini var violinin ikki so nógv øðrvísi enn allar hinar , sum ljómaðu á stóru konsertunum í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum . Men fyri kennarar var nærum talan um ein halgigrip . Ein av teimum fimm Stradivarius violinunum , sum finnast í danska kongaríkinum , spældi við , tá Frændur og Føroya Symfoniorkestur vóru á pallinum í Norðurlandahúsinum . Violinin , sum hevur virðið upp á 10 milliónir krónur , lá trygt í hondunum á Tobias Durholm , sum er ein av ungu violinsnillingunum í danska Kongaliga Kapellinum . Tað er Kongaliga Kapellið , sum eigur hesa violinina . Violinin var gjørd av tí tiltikna italska violinmakaranum , Stradivarius , í Cremona - dalinum í1695 . Nógvar Stradivarius fóru upp í royk undir Seinna Heimsbardaga , og síðani tá hevur tað ikki verið minni sjáldsamt at fáa hendur á eina slíka violin . Sluppu at royna At hendan violinin lendi við flogfarinum hjá Atlantsflog í Føroyum seinasta hósdag undirstrikaði bara , hvussu nógv var lagt í konsertina hjá Frændum og Føroya Symfoniorkestri . 11 danskir tónleikarar vóru í Føroyum og spældu saman við føroyingunum , og talan var um elituna á hesum øki í Danmark . Saman við dønunum komu eisini tríggir føroyingar úr Danmark til konsertirnar . Ein av teimum var Páll Sólstein , sum spælir í Kongaliga Kapellinum . Eftir seinnu konsertina , sum var sunnudagin , vóru øll tey luttakandi fólkini - tónleikarar , fyrireikarar og onnur - boðin til kalt borð á Hotel Føroyum . Seinni á kvøldinum kom Tobias ungi dragandi við sínum ljóðføri , og so var tað hendan Stradivarius violinin sum var í sentrum . Danski strúkarin hevði ikki hug at spæla sjálvur , men hann hevði einki ímóti , at violinin hjá honum varð handað millum fólkini , bæði leik og lærd . Og har stóðu Nolsøe - brøðurnir í Frændum so í trunkanum og struku Stradivarius violini , meðan Sámal Petersen stóð tí meira skikkaða ískoytinum . Stradivarius violinin fór av landinum í gjár , tá allir teir útlendsku tónleikararnir fóru á flog úr Vágum . Og so er at vóna , at Stradivarius fekk eina bleyta lending í Keypmannahavn . %% 328 Andras vildi ikki skriva undir Andras vildi ikki skriva undir Andras Samuelsen , nevndarlimur í Føroya Lærarafelag , heldur ikki nýggja sáttmálan við Fíggjarmálastýrið vera nøktandi , og tí sýtti hann fyri at skriva undir - Nýggi sáttmálin er als ikki nøktandi . Hann útsetir bert pínuna til næstu samráðingar . Hetta sigur Andras L . Samuelsen , ein av nevndarlimunum og fyrrverandi formaður í Føroya Lærarafelag , nú nýggjur sáttmáli er undirskrivaður millum lærarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálastýrinum . Andras L . Samuelsen er einasti nevndarlimurin í Føroya Lærarafelag , sum ikki hevur skrivað undir sáttmálan , og spurningurin er tí , hvussu tað ber til , at bert hann ikki vildi skriva undir . - Eg havi verið í nevndini í felagnum síðan 1992 , og havi eg tískil royndir at samráðast . Og eg haldi ikki úrslitið av hesum samráðingunum vera nóg gott . Arbeiðstíðin ov long Andras L . Samuelsen vil ikki koma inn á smálutir í sáttmálanum , men hann sigur høvuðsorsøkina til , at hann ikki skrivaði undir vera , at spurningurin um arbeiðstíðina hjá lærarunum als ikki er avgreiddur . - Vit hava fingið eina lítla lønarhækkan í mun til onnur í almennum starvi , men arbeiðstíðin er ikki stytt soleiðis , at vit fáa arbeitt eftir nýggju fólkaskúlalógini , sigur hann . Fyrrverandi formaðurin í lærarafelagnum vísir á , at sáttmálin , sum júst er undirskrivaður , bert er galdani í fýra mánaðir . Og tá sáttmálin tá gongur út , verða aftur somu trupulleikar at samráðast um . %% 329 250 børn í føðingardag hjá dagrøktini 250 børn í føðingardag hjá dagrøktini Gundadalshøllin í Havn verður í dag karmur um stóra føðingardagin hjá dagrøktini Niðurlagið í sanginum " Upp á tá , stór og smá , syngið nú so hart , hurrá " , fer ivaleyst at runga í , tá ið 250 dagrøktarbørn og dagrøktarmammur stevna í Gundadalshøllina í føðingardag . Tað er dagrøktin í Tórshavnar kommunu , sum hevur 25 ára føðingardag 1 . nov. , og nógv verður gjørt burtur úr degnum , sum verður hildin í dag . Væl stuðlað av handlum og fyritøkum í býnum , hevur dagrøktin fingið fløgg , keppar , ís og góðgæti til øll børnini , og stór og smá fáa t-blusur við eini tekning , sum 1 ára gamla Emilia hevur gjørt . Tiltakið byrjar longu kl. 7.30 , tá ið dyrnar til Gundadalshøllina verða latnar upp . Á skránni eru sangur , spæl , klovnar , Andrass dunna , og annað . Umframt dagrøktarbørnini og dagrøktarmammurnar eru nógv boðin inn á gólvið . Eitt nú sosiala deild í Tórshavnar býráð , fyrrverandi dagrøktarmammur , og onnur . - Vit vóna , at veðrið verður gott , soleiðis at so nógv sum gjørligt koma inn á gólvið fyrrapartin . Í kvøld skipa vit fyri einum tiltaki fyri dagrøktarmammunum , sigur Brynhild Joensen , sum hevur verið leiðari á dagrøktarskipanini seinastu trý árini . Undan henni hava Annika Nielsen og Ingrid Midjord verið leiðarar , ávikavist í 10 og 12 ár . Úr 45 í 250 Tá ið dagrøktin byrjaði fyri 25 árum síðani , vóru 45 børn í skipanini . - Í 1976 vóru 90 børn í skipanini , og 100 børn stóðu á bíðilista . Til hesi 90 børnini vóru 60 dagrøktarmammur , sigur Brynhild Joensen . Í dagrøktarskipanini arbeiða í dag 57 dagrøktarmammur , og normeringin er 300 børn , men orsakað av troti á dagrøktarmammum , eru tey 250 í tali . Tórshavnar kommuna hevur søkt eftir fleiri dagrøktarmammum , nakrar eru settar afturat , men tørvur er kortini á uml. 10 - 15 afturat . - Talan er ikki um at hækka normeringina av børnum , men tað er altíð ein ávís útskifting av dagrøktarmammum . Tí er trýstið altíð stórt , og tá er gott at hava fleiri dagrøktarmammur . Nógvir batar Sambært álitinum um barnaansingina í Tórshavnar kommunu , sum varð gjørt í 1996 , skal dagrøktin mennast . Og hesi árini síðani hevur verið arbeitt við hesum í huga . Dagrøktarskipanin ræður í dag yvir trimum spælistovum , á Argjum , Inni á Gøtu og í Arnes Minde , har dagrøktarbørn skiftast um at koma . Somuleiðis hevur skipanin til taks Evangeliihúsið til samstarvsbólkar , har skipað verður fyri tiltøkum fyri børnunum . Tríggir økispedagogar eru settir , sum m.a. hava til uppgávu at vitja heimini og at vera við í tiltøkum , so sum at svimja við børnum . - Saman við dagrøktarmammum taka tær lut í felagsvirksemi , og hevur dagrøktarmamman brúk fyri vegleiðing ella ráðgeving , kann hon seta seg í samband við økispedagogin , sigur Brynhild Joensen . Dagrøktarmammurnar fingu nýggjan sáttmála 1 . juni , sum kom í gildi 1 . august . Hann er munandi betri enn tann undanfarni , bæði viðvíkjandi løn og arbeiðsviðurskiftum . %% 330 Ung Framtíð Ung Framtíð Ungdómsráðstevnan um ung , samfelag og politikk , sum varð hildin í Havn , byrjaði við John Mortensen , samfelagsfrøðingi , sum hugleiddi um , hvat politikkur er Í vikuskiftinum skipaði Føroya Ungdómsráð í samstarvi við Unga Tjóðveldið og Ungmannafelagið Samband fyri ráðstevnu um Framtíð Føroya . Eini 130 ungfólk høvdu meldað til , men luttakaratalið varð eitt sindur lægri tá avtornaði . Ráðstevnan var sera umfevnandi , spennandi og siðilig , hóast hon ikki var spøk og keðilig . Fríggjakvøldið helt samfelagsfrøðingurin , John Mortensen , fyrilestur um føroyskan polititikk . Ágangandi heitið á fyrilestrinum var , » hvat vendir upp og hvat vendir niður í føroyskum politikki « . Erligi John Mortensen , segði seg vera » sera passivan javnaðarmann « , áðrenn hann legði til brots til tess at royna at svara grundleggjandi spurningum um politikk . Politikkin skilgreinaði hann við tveimum orðum ; ásetingar og býti . Áseting er rætturin at seta dagsskránna , og avgera , hvørji virði eru politisk . Býti , var sambært John virðisbýti millum einstaklingar og bólkar við mótstandandi krøvum . Leiklutirnir í politiska spælinum í Føroyum vóru sambært John hesir : Fólkatingið og danska stjórnin . Løgtingið og landsstýrið Kapitalurin Áhugfeløg Umsiting Ideologiskt ósamsvar Beinleiðis politisku andlitini í hesum leiklutunum helt hann vera áhugaverd , nú vit tosa um , at politikarar umboða fólkið . - Tað eru eitt ella tvey arbeiðsfólk á tingi . Hini eru fólk , ið eru okkurt serligt . Fleiri lærarar , onkrir reiðarar , og fleiri skiparar , sum reint fakliga bert umboða lítlan part av føroyingunum , segði John Mortensen . Her kundu vit lagt afturat , at onkuntíð eru tríggir læknar á tingi ! Samfelagsfrøðingurin metti eisini um hugtakið , politiskir flokkar . Hann mælti til , at fólk lesa stevnuskráirnar til tess at kunna seg um ætlanir flokkanna , og hvat teir vilja hava okkum at halda , at teir vilja . Síðani mælti hann okkum til at hyggja at úrslitunum . - Her er áhugavert , at t.d. Javnaðarflokkurin nú ætlar sær at geva reiðarunum pengar , sum er í ósamsvari við aðalmál floksins . Tjóðveldisflokkurin heldur aftur á sosiala økinum , og Fólkaflokkurin er knappliga fyri almennum stuðli , hóast hann ideologiskt er ímóti slíkum , segði John Mortensen . Almenna umsitingina , sum vit vanliga halda vera ópolitiska , er eftir tykki samfelagsfrøðingsins neyvan so óluksáliga ópolitisk . - Umsitingin roynir at fáa politiskar avgerðir at rigga í tí skipanini , sum hon brúkar , segði hann . Fólkaræði og tjóð Í sambandi við við fólkaræði , sum vit siga okkum hava í Føroyum , og sum liggur sum grundarsteinur undir politiska leikpallinum , segði John Mortensen , at fólkaræði er bundið at hugtakinum , tjóð . Hann kom ikki nærri hesari staðfesting . Tíbetur varð evnið tikið upp aftur , tá Sjúrður Skaale helt sera spennandi fyrilestur leygardagin . Í blaðnum í morgin fara vit at siga frá hesum spennandi fyrilestri og tí góða pallborðsorðaskifti , sum var leygarmorgunin . Eisini verður niðurstøðan , sum varð grundað á bólkakjak aftan á pallborð og fyrilestrar , prentað í morgin . %% 331 Einaveldi í Klaksvíkar Býráð Einaveldi í Klaksvíkar Býráð Torleif Sigurðsson , andstøðulimur í Klaksvíkar Býráð , ákærir býráðsformannin fyri sjálvan at hava samtykt fíggjarætlan býráðsins uttan atkvøðugreiðslu Torleif Sigurðsson er ikki samdur í tíðindunum , hann hoyrdi í útvarpinum á middegi fyrradagin um , at Klaksvíkar Býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri ár 2000 . - Er fíggjarlógin samtykt , so hevur býráðsformaðurin sjálvur samtykt hana , sigur Torleif Sigurðsson , ið undrast yvir arbeiðsháttin hjá býráðsformanninum í Klaksvík . Andstøðulimurin í býráðnum greiðir frá , at øll minnilutauppskotini fullu á býráðsfundinum mánadagin , men hetta heldur hann kortini ikki merkja , at fíggjarlógaruppskotið hjá samgonguni kann samtykkjast uttan atkvøðurgreiðslu . - Býráðsformaðurin gav okkum hvørki høvi at atkvøða fyri ella ímóti fíggjarlógaruppskotinum , men samtykti tað bara av sínum eintingum , og hetta kann ikki vera rætt . Skeiv tíðindi Torleif Sigurðson er somuleiðis skelkaður av , at útvarpið fyrrdagin visti at siga frá býráðsformanninum , at 3 milliónir krónur eru játtaðar til nýggju læknamiðstøðina , ið ætlanir leingi hava verið um at gera í Klaksvík . - Hesum tíðindum er einki hald í . Læknamiðstøðin hevur eina játtan í fíggjarlógaruppskotinum á eina hálva millión . Restin av teimum trimum milliónunum eru pengar , samgongan ætlar sær at taka úr einum grunni , ið er ætlaður til umvælingar av svimjihøllini . Torleif Sigurðsson sigur í hesum sambandi , at tað hevði verið betur , um uppskotið frá andstøðuni um at brúka ta hálvu milliónina til at gera verandi høli hjá kommunulæknunum í hóskandi stand . Hetta , heldur hann , nevniliga hevði borið til fyri hálva millión , meðan tað als ikki ber til at fáa nakra læknamiðstøð upp at standa fyri hvørki hálva millión ella tríggjar milliónir . Torleif Sigurðsson sigur tað vera púra vanliga mannagongd hjá Klaksvíkar Býráð at seta minni pening av enn veruliga neyðugt til ymisku ætlarnirnar , fyri síðani at taka írestandi peningin úr ymiskum grunnum ella rætt og slætt koma við eykajáttan . Serfrøðingar í yvirtrekki - Samgongulimirnir í Klaksvíkar Býráð eru veruligir serfrøðingar í yvirtrekki . Fyri at fáa fíggjarlógirnar at síggja snøggar út við stórum yvirskoti , verður altíð ov lítið sett av til ymisku ætlanirnar . Men tá arbeiðið verður framt , og tað vísir seg at fara langt út um játtanina , er vanlig mannagongd , at peningurin verður tikin úr ymiskum grunnum , sum eru ætlaðir til onnur endamál . Tað er júst hetta , ið er hent við heilsumiðstøðini . Torleif Sigurðsson vísir á , at kommunan hevur átt um átta milliónir í ymiskum grunnum , men nú eru bert tvær milliónir eftir , tí peningurin er nýttur at viga upp fyri undirskoti hjá býráðnum . - Heldur hendan gongdin fram , eigur kommunan skjótt ongan reiðan pening eftir og likviditeturin er sostatt horvin , staðfestir andstøðulimurin . Torleif Sigurðsson væntar ikki nakra heilsumiðstøð , hóast tríggjar milliónir skulu nýtast til hana næsta ár . Tískil væntar hann , at læknar fara at rýma , tá teir hvørki fáa betri sømdir í verandi hølum ella eina nýggja heilsumiðstøð . Afturat øllum er Torleif Sigurðsson eisini ónøgdur við , at býráðið ikki vil hækka játtanina til barnaansing . %% 332 Eingin loysn at seta ein veðurfrøðing í Føroyum Eingin loysn at seta ein veðurfrøðing í Føroyum Veðurforsagnir fyri Føroyar kunnu saktans gerast úr Avstralia , sigur veðurstøðin í Havn - Tað er ongin loysn at seta ein veðurfrøðing í Føroyum . Jógvan á Argjaboða á veðurstøðini í Havn heldur ikki , at tað fer at gera veðurtænastuna betri , um ein veðurfrøðingur verður settur í Føroyum . Og hann vil tí heldur ikki geva teimum rætt , sum fýlast á , at veðurtíðindini , sum koma frá Dansk Meteorologisk Institutt eru so óálítandi , at tey kunnu bart út sagt ikki brúkast . Skiparin á Sancy segði í Sosialinum týsdagin , at tað var so lítið skil á veðurforsagnunum hjá DMI , at hann er púra vísur í , at tað einaferð fer at kosta mannalív . Og í greinini niðanfyri vísir eisini formaðurin í Meginfelag Útrórarmanna á , at føroysku veðurtíðindini eru til so lítla nyttu , at heilt nógvir útróðrarmenn brúka tey slett ikki . - Eg kann ikki geva teimum rætt , sigur Jógvan á Argjaboða á veðurstøðini í Havn . Fyri at beina allan iva av vegnum , skal sigast , at Veðurstøðin í Havn hevur nakað sum helst við forsagnirnar at gera , tí tær verða allar gjørdar á DMI í Keypmannahavn . Men hann vísir á , at tað er sera trupult at meta um veðrið í Føroyum , tí tað er so ógvuliga ymiskt frá einum plássi til annað , og tað vita allir føroyingar . Men hann viðgongur , at fimm daga forsøgnin kann verða óneyv teir seinastu dagarnar . Men teir fyrstu 36 tímarnar passa forsagnirnar ótrúliga væl , heldur hann . Ongin loysn Hinvegin vísir Jógvan á Argjaboða á , at tað er ongin loysn at seta ein veðurfrøðing í Føroyum , sum skal forsagnirnar ístaðin fyri DMI . - Tað er ikki avgerandi , hvar veðurfrøðingarnir eru staddir . Tað , sum er avgerandi , er teir upplýsingar , hann hevur at gera forsagnirnar útfrá . - Eru upplýsingarnir til taks , kann ein veðurfrøðingur í Avstralia saktans gera forsagnirnar fyri Føroyar . - Skulu vit hava eina veruliga veðurtænastu í Føroyum , skal tað verða ein rættiligur almennur stovnur , við fleiri veðurfrøðingum , tí við einum einsamøllum veðurfrøðingi ger tað ikki stóra nyttu , tí hann arbeiðir frá átta til fimm , og skal hava feriu o.s.fr. Sostatt verður ongin tænasta , tá ið hann er burtur . - Men tað er dýrt at gera eina veruliga veðurstøð . Og at forsagnirnar verða neyvari fyri tað , trúgvi eg onki uppá . Jógvan á Argjaboða sigur , at nú eru tað fyri tað allarmesta teldur , sum gera forsagnirnar . Harafturat er ein skipan , sum nevnist HIRLAM , har tað eru teldur burturav , sum gera forsagnirnar útfrá teimum upplýsingum , tær fáa . - Tær forsagnirnar eru sera neyvar og akkurátar . Hetta eru forsagnir fyri sjálvar oyggjarnar og tað allarnærmasta økið rundanum , nakrar heilt fáar fjórðingar út . Og hesar forsagnirnar brúkar veðurstøðin í Havn nógv , tá ið fólk ringja at spyrja . - Men veðurfrøðingunum dámar ikki HIRLAM , tí tað er teldurstýrt burturav og av tí sama brúka teir ikki hesa skipanina . Men hvørja viðmerking hevur hann so til atfinningarnar frá skiparanum á Sancy , segði í Sosialinum týsdagin , at teir fóru á fiskileið tí hann segði 15 - 20 metrar um sekundið , men tá ið teir høvdu togað í tveir tímar , vóru tað 37 metrar um sekundið ? - Tað er ikki nógv at siga til . Henda dagin máldi Akraberg 15 metrar um sekundið av landnyrðingi klokkan 18 , og 28 - 37 metrar um sekundið á midnátt . Men hetta er ein avleiðing av , at veðrið í Føroyum er so lokalt og tískil trupult at spáa um . Tað eru eisini nógvir útróðrarmenn , sum siga , at teir heldur brúka íslendsku veðurtænastuna ? Tað kann gott vera . Men tað kemur altíð fyri , at veðurforsagnirnar ikki passa heilt . - Og tað eru eisini heilt nógvir útróðrarmenn , sum brúka okkum og eru sera vælnøgdir . Og veðurstøðin í Havn er nógv brúkt . - Tá ið illveður er , ringja upp til 600 fólk til telfonsvararan um døgnið , sigur Jógvan á Argjaboða . Men hvat so við tí , sum formaðurin í MÚ sigur niðanfyri , at ein útróðrarmaður fekk einaferð veðurtíðindini fyri ein heilt skeivan dag ? - Tað var eitt óhapp av tí slagnum , sum kunnu henda tá ið vit hava við teknikk at gera . Og tað er bara hent ta einu ferðina , sigur Jógvan á Argjaboða . %% 333 Nýggjur føroyskur barnaskógvur á marknaðinum Nýggjur føroyskur barnaskógvur á marknaðinum Føroyski marknaðurin er lyklamarknaðurin , men tað er útheiminum , teir miða eftir . Brøðurnir Erling og Magni Laksáfoss eru farnir undir framleiðslu av vørum úr garvaðum skinni Tað byrjaði við , at teir stóðu og flettu í kjallaranum . Onkur vildi vera við , at tað er spell , at bløðran á seyði ikki verður brúkt longur . Nakað er um tað , hildu brøðurnir Erling og Magni Laksáfoss , men størri virði liggur í skinnunum , sum nærum uttan undantak nú á døgum fara fyri skeytið . Teir eru ávikavist reklamumaður og búskaparfrøðingur , og kona tann eldra av beiggjunum er designari . Tí skuldi ikki so nógv til , so sá eitt hugskot dagsins ljós og ein møguligur marknaður varð stáplaður upp á beinini har í kjallaranum , meðan teir flettu . Eitt ár er farið síðani , tankarnir vórðu festir á pappír , Birgitte Damkjær , kona Erling , fekk til uppgávu at gera uppskot um vøruúrval , og tey fingu fatur á royndu seymikonuni Bergdís á Høgabóli . Og í næstu viku fara fyrstu vørurnar út í handlar í Føroyum . Í fyrsta umfari barnaskógvar til heilt smá børn . - Tá ið tú fært eitt slíkt hugskot , er umráðandi , at tú byrjar í hinum endanum og kannar , hvat tilfarið kann brúkast til . Hvat endaúrslitið verður . Tað er neyðugt at finna eina vøru , sum selur , áðrenn tú fert í holt við framleiðsluna , sigur Magni Laksáfoss . Umleið 70.000 seyðir verða flettir um árið í Føroyum . Men føroyski marknaðurin er alt ov lítil til at gera úrdráttir úr øllum skinnunum . - Føroyski marknaðurin er lyklamarknaðurin . Tað er her , vit skulu fáa royndirnar og afturmeldingar , men tað er neyðugt beinanvegin at miða eftir útlendska marknaðinum . Hjá okkum var tað nærliggjandi at hyggja at týska marknaðinum , tí Erling kennir hendan marknaðin væl sum reklamumaður á næststørsta reklamuvirkinum í Danmark . - Eitt er at finna marknaðin , annað er at finna út av , hvørjar vørur vit eiga at leggja okkum eftir at gera . Vit hava í fyrsta umfari hildið okkum burtur frá at gera mótavørur , tí mótin er so øgiliga skiftandi . Tí hava vit valt at fara undir framleiðslu av praktiskum vørum . Kappingin hørð Fyrsti barnaskógvurin er gjørdur og farin í framleiðslu . - Tað er ógvuliga umráðandi fyri lidnu vøruna , at hon er væl royndarkoyrd áðrenn , soleiðis , at skeivleikar verða rættaðir . Nú hava vit í umbúna at gera vøttir við karðalási . Vit hava gjørt eitt slag , men nakrar tillagingar og broytingar skulu gerast , áðrenn vit koma fram til endaliga úrslitið . Seinni fara vit undir at gera húgvur . Kappingin er ógvuliga hørð , vøran er ikki bílig , og tí trúgva vit ikki uppá , at tað fer at loysa seg at gera størri vørur . Tað er undir merkinum " Little Angel " , at vøran verður seld . Magni og Erling hava samstarv við eina íslendska fyritøku , sum keypir skinn úr Føroyum og garvar tey . Magni kann kortini ikki tryggja , at vørurnar , teir hava sett í framleiðslu , eru úr føroyskum skinni . - Í ár hevur fyritøkan ikki keypt skinn úr Føroyum orsakað av lága prísinum , so vit vita ikki , um skinnini eru føroysk ella ikki . Hugsanin hjá okkum er avgjørt at brúka føroysk skinn , tað var jú upprunaliga tí , vit fóru undir hetta . Spurningurin er , um vit ikki eiga at fara undir at garva skinn , men fyrst mugu vit finna eitt størri vøruúrval . Tann parturin má vera komin upp á pláss fyrst , sigur Magni Laksáfoss . Frítíðarítriv Eingin studningur ella stuðul av nøkrum slag hevur verið inni í myndini , nú nýggi føroyski barnaskógvurin sær dagsins ljós . - Einasta , sum fær løn , er seymikonan . Vit , sum eru við í hesi verkætlanini , arbeiða øll við hesum í frítíðini , og vit bera allan kostnaðin og váðan . Men vit høvdu ikki farið undir hesa framleiðsluna , um vit ikki trúðu , at pengar eru í henni , og um tað ikki var stuttligt . Ferðavinnan er eisini inni í myndini . Erling og Magni Laksáfoss hava í hyggju at gera pakningar til skógvarnar á enskum , donskum og føroyskum . Handlar og sølubúðir kunnu venda sær til Magna Laksáfoss á tlf. 422594 fyri at fáa hendur á vøruni . %% 334 Má arbeiða eftir politiska viljanum Má arbeiða eftir politiska viljanum Hans Biskopstø , landsverkfrøðingur , sigur seg sum alment settan stjóra ikki kunna tala politiska viljanum ímóti , og tí góðtekur hann annlegslógina - Landssstýrið hevur nú gjørt greitt , hvat tað vil , og fari eg sum alment settur stjóri at taka avgerðina hjá myndugleikunum til eftirtektar . Hans Biskupstø , leiðari á Landsverkfrøðingsstovninum , vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til , at landsstýrið nú hevur samtykt anlegslógina : Lógina , ið gevur partafelagnum Vágatunnilin heimild at gera undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi . Sleppa við kortini Hóast anlegslógin leggur upp til , at tað er P/F Vágatunnilin , ið skal standa fyri øllum projektinum , er avtala gjørd millum P/F Vágatunnilin , Vinnumálastýrið og Landsverfrøðingin um , at Landsverkfrøðingurin skal standa fyri vegagerðini . Tískil sleppur Landsverkfrøðingurin kortini at vera við í arbeiðinum . Hans Biskupstø hevur vónir um , at Landsverkfrøðingurin í størri mun enn hetta sleppur at vera við í arbeiðinum . Hann vísir á , at landsstýrismaðurin í vinnumálum skal góðkenna sjálva verkætlanina , og væntar hann í hesum sambandi , at landstýrismaðurin fer at leita sær serkunnleika hjá Landsverkfrøðinginum . - Spurningurin í hvussu stóran mun vit vera við í arbeiðinum er ein spurningur um , hvussu nógv vit kunnu semjast við myndugleikarnar um , sigur leiðarin á Landsverkfrøðingsstovninum . Skal fyri tingið Enn er anlegslógin bert samtykt í landsstýrinum , og tískil er viðgerðin í tinginum enn eftir . Lógaruppskotið er borið niðan í tingið , og verður tað væntandi lagt fyri tingið á tingfundinum í dag ella seinni í vikuni . Hóast Tjóðveldisflokkurin í landsstýrinum hevur verið við til at samtykkja lógaruppskotið , er ikki vist , at Tjóðveldisflokkurin á tingi í eins stóran mun fer at taka undir við uppskotinum . Formaður Tjóðveldisfloksins , Heini O . Heinesen , hevur fyrr meldað út , at hann er ímóti anlegslógini , og at hann tískil ikki fer at atkvøða fyri uppskotinum . Heini O . Heinesen hevur fyrr sagt við Sosialin , at tað eftir hansara sannføring er Landsverkfrøðingurin , ið hevur serkunnleikan at gera tunlar í Føroyum , og tískil heldur hann tað vera upplagt , at Landsverkfrøðingurin skal standa fyri arbeiðinum . Leiðarin á Landsverkfrøðingsstovninum , Hans Biskupstø , vil ikki leggja seg út í ósemjuna um anlegslógina , men vísir á , at eggið , sum nú er samtykt í landsstýrinum ikki verður ungi fyrr enn eftir tingviðgerðina . %% 335 Eiga at vera varin og býta váðan Eiga at vera varin og býta váðan - Fólk hugsa sær , at oljuvinnan kann geva nógv av sær . Tað kann hon , men hon kann eisini geva einki og undirskot . Eg havi verið í oljuvinnuni leingi og havi eisini havt nógv við Føroyar at gera . Eg havi sæð hetta felagið sum ein møguleika hjá føroyingum og útlendingum at fáa nakað burtur úr eini føroyskari oljuvinnu , sigur Graham Stewart , nevndarformaður í Føroya Kolvetni , sum ætlar at tekna nýggjan partapening tíðliga í ár 2000 Jan Müller Nú lunnar verða lagdir undir fyrstu oljuleiting við Føroyar nakrantíð í søguni , og at tað í kjalarvørrinum á hesi so smátt verður lagt støði undir eini komandi føroyskari oljuvinnu hevur Sosialurin hitt ein hálvføroying , sum má sigast at hava bæði bein í oljuverðini , tó annað teirra í tí útlendska partinum og hitt í tí føroyska partinum . Maðurin vit tosa um er Graham Stewart og hevur hann verið at sæð øll 90-ini , har tiltøk av onkrum slag hava verið við tilknýti til eina komandi føroyska oljuvinnu . Í dag verður navn hansara serstakliga knýtt at føroyska oljufelagnum Føroya Kolvetni , har hann í dag er nevndarformaður . Eins og hitt føroyska oljufelagið , Atlants Kolvetni , ætlar Føroya Kolvetni sær eisini at vera við í komandi oljuleiting við Føroyar . Meðan vit hava hoyrt rættiliga nógv til Atlants Kolvetni , sum millum føroyingar er vorðið eitt slag av fólksins oljufelag við meira enn 2000 partaeigarum og meira enn 46 mill . kr. í partapeningi , hava vit ikki hoyrt so nógv til hitt felagið . Tað hevur valt at halda ein lágan profil her í byrjanini , men arbeiðir tó miðvíst fyri at kunna vera við í fyrstu útbjóðing . Felagið hevur samstarvsavtalu við bretska oljufelagið Dana og hevur eisini tikið stig til at hjálpa eysturoyingum at samskipa eina framtíðar oljuútgerðarhavn í Runavík . Fíggjarstjóri í Dana Graham Stewart býr í Onglandi . Hann hevur drúgvar royndir í oljuídnaðinum í Skotlandi , og í dag er hann fíggjarstjóri í bretska oljufelagnum Dana Petroleum , sum hevur eitt marknaðarvirði uppá 250 mill . dollarar . Graham Stewart hevur verið í nevndini í Føroya Kolvetni síðani felagið varð stovnað . Hinir nevndarlimirnir eru Meinhard Jacobsen , Nils Sørensen og Olaf Olsen . Í dag hevur Føroya Kolvetni 3 mill . kr. í partapeningi . Dana Petroleum , sum Føroya Kolvetni hevur avtalu við , byrjaði úr ongum , til í dag at vera eitt rættiliga vælvirkandi og vælfunderað oljufelag . Tað arbeiðir kring alla verðina , mest við at leita eftir olju ( við at bora ) men eisini við at framleiða olju og gass . Tá vit spyrja Graham Stewart , nær teir ætla at tekna nýggjan partapening í felagið , sigur hann , at tað helst verður tíðliga í komandi ári . Hann heldur tað tó ikki vera rætt av føroyingum at vága alt ov nógvar milliónir í føroysk oljufeløg , og nettup tí hava teir eisini valt at hava útlendskar íleggjarar við . - Eg haldi man eigur at vera rættiliga varin , hvussu man brúkar føroyskar pengar í hesum spælinum . Eitt er at gera íløgur í eina tænastuvinnu , men nakað annað er at gera íløgur í at bora eitt hol , sum lættliga kann koma uppá 200 mill kr. Vit kenna søguna um tað eina holið , sum Conoco boraði í New Zealandi fyri meira enn 200 mill . kr. Eitt new zealendskt felag vildi vera við og kundi keypa sær 5 % av lisensinum , men mátti betala 10 % fyri at fáa tann partin . Hetta kostaði teimum meira enn 30 mill . kr. Tey flestu , sum settu pengar í , vórðu lokalir bóndur . Og teir mistu allar pengarnar . Graham Stewart heldur tað tí ikki vera skilagott at brúka ov nógv av tí føroyska kapitalinum til komandi boring . Brúkast má ikki meira enn neyðugt . Tú kanst bora eitt hol , sjey ella uppaftur fleiri , uttan at finna nakað . Eigur tú 5 ella 10 % í hesum , so er greitt , at hetta kann gerast ein pínlig støða . - Trupulleikin er tann , at tað er avmarkað , hvussu nógvir brunnar kunnu borast við føroyskum pengum . Vit halda tað vera skilabetri at býta váðan . Hetta sigi eg sum ein royndur oljumaður , ið hevur verið í vinnuni í umleið 15 ár . Hetta er , risikobusiness ' , og tí mást tú fordeila váðan . Heldur hava ein møguleika í 10 holum og har hava 10 % tjans , enn 100 % tjans í einum holi . Graham Stewart heldur tað er sera avmarkað , hvussu nógv hol man kann vera við í . - Vit kenna til hetta í Dana . Tað snýr seg um at økja um virðið av tí , sum man eigur í , áðrenn man tekur aðrar pengar við í spælið . Tvs . at tú hevur møguleika sum føroyskur investorur at eiga í onkrum , sum kann økjast í virði . Dana hevur brúkt 800 mill . kr. til boring o.a. seinastu trý árini . Eru slíkir pengar til í Føroyum spyr Graham ! Rætta modellið Tað er eingin loyna , at Graham Stewart heldur , at skipanin við Føroya Kolvetni er tað rætta modellið . Teir fara bert at brúka so mikið av føroyskum pengum , sum neyðugt er . Teir vilja tó vera so mikið kommerciellir , at teir duga at fordeila váðan og fáa íleggjarnar í útlandinum at vera við . Graham Stewart heldur , at føroyingar sum heild eiga at vera varnir , tá talan er um at gera íløgur í oljuvinnuna . Hann vil tó ikki fara so langt sum at mæla frá at seta pengar í oljupartabrøv . - Eg vóni tað riggar hjá Atlants Kolvetni , men hatta er ein risikostrategi . Eg hopi tó , at tað riggar hjá teimum . Við hesum sipar hann til , at tað er rætt eisini at hava váðafúsan útlendskan kapital í einum slíkum felag , tí so fært tú verið meira fjølbroyttur og við í meira enn tí eina projektinum . - Av tí at útlendingar vilja seta pengar í , so hava føroyingar , sum gera íløgur , møguleika at sleppa burtur úr aftur . Hann kann tá selja síni partabrøv til eitt hægri virði . Og tað meina vit er týdningarmikið . Tað er ikki av tjóðskaparorsøkum , at tú biðjur fólk seta pengar í nakað , men tað er av fíggjarligum orsøkum . Tú mást gera tær greitt , um tú ætlar at vera íleggjari fyri at tjena pengar ella tí tú er føroyingur . Føroya Kolvetni er eitt føroyskt felag , sjálvt um tað eisini hevur útlendskar pengar . Kortini er javnvágin við at broytast sigur nevndarformaðurin . - Føroya Kolvetni koyrir nevniliga eftir tí vanliga oljufelagsmodellinum og ikki eftir nøkrum tjóðskaparligum modelli . Tað er eitt kommercielt felag , sum ætlar sær at vinna pengar . Tað kann tjena pengar í Føroyum , hvat eg vóni , men tað kann eisini vinna pengar uttanlands . Graham Stewart vísir á , at tað er avmarkað , hvussu mong hol verða borað í Føroyum , kanska 5 - 7 ella 10 ella meira . Kanst tú vera við í øðrum londum eisini eitt nú Bretlandi og Írlandi , so er størri møguleiki . Tá spjaðir tú váðan . Tað er størri tjansur at vinna í lottaríinum , um tú er við fleiristaðni . Hann sigur , at teir sjálvandi royna at fáa føroyingar at eiga størsta partin í felagnum , men tað verður so koyrt eftir handilsligum modelli . Partapeningurin er enn 2,7 mill . Nógvir føroyingar eiga partapening , bæði beinleiðis og eisini gjøgnum íløgufelagið Faroe Petroleum Investment , sum er eitt íløgufelag skrásett á Guernsey . Hetta er gjørt soleiðis frá byrjan av fyri at kunna gera tað lættari at fáa íleggjarar úr útlandinum , tá brúk er fyri teimum . Tað er ikki av tilvild , at tað verður gjørt á henda hátt . Her er talan um eitt modell , sum er brúkt fyrr og hevur virkað væl . - Eg haldi sjálvur , at tað er meira skilagott at brúka nakað , sum hevur virkað væl enn at byrja uppá nakað nýtt við hægri váða . Vit halda okkara modell vera tað rætta . Graham Stewart heldur , at tað kann ikki verða sagt ov oftani , at vit eiga at vera varin . - Fólk hugsa sær , at oljuvinnan er nakað , sum kann geva nógv av sær . Tað kann hon , men hon kann eisini geva einki ella bara geva undirskot . Eg havi verið í oljuvinnuni leingi og havi eisini havt nógv við Føroyar at gera . Eg havi sæð hetta felagið sum ein møguleika hjá føroyingum og útlendingum at fáa nakað burtur úr eini føroyskari oljuvinnu . Tað skuldi givið føroyingum betri møguleikar enn at skula gera íløgur í eitt nú BP ella Mobil . Eg geri hetta ikki tí eg eri filantropur . Sjálvandi vóni eg sum aðrir íleggjarar , at hetta verður til nakað . Bretska oljufelagið Dana , har Graham er fíggjarstjóri , hjálpir Føroya Kolvetni við at koma í gongd . Gjørd er ein fimm ára samstarvsavtala , har Dana hjálpir bæði tekniskt og kommercielt . Føroya Kolvetni hevur sum er ongar royndir ella fígging til at keypa beinleiðis vitan innan oljuvinnu , sum skal til fyri at koma víðari . Sum gjald skal Dana hava møguleika at keypa 10 % í Føroya Kolvetni til kurs pari . Dana hevur mett hetta sum eina skilagóða avtalu , sum ikki kostar so nógv men sum gevur felagnum møguleika at vera við í Føroyum . Tað vildi kostað nógv , um Føroya Kolvetni skuldi gjørt hetta sjálvt , tá hugsað verður um , hvussu dýrt tað er at skjóta seismikk og bora . Tað er sum heild ógvuliga stórur váði hjá smáum oljufeløgum at vera við her . Teitur Poulsen , stjóri í Føroya Kolvetni og Graham Stewart , nevndarformaður her saman við Jákup Lamhauge , býráðsformanni í Runavík á oljumessuni í Aberdeen fyrr í heyst , har teir royndu at marknaðarføra Runavík sum oljuútgerðarhavn . %% 338 Upp á gólv á Vaglinum Upp á gólv á Vaglinum Í ár eru 30 ár liðin , síðani fyrstu ferð varð sungið á Vaglinum á ólavsøku , og seinnu árini er eisini vorðin fastur táttur at kvøða Ormin Langa , tá midnáttarsangurin er av Um tíggju ella tólvtúsund fólk vóru savnaði á Vaglinum á midnátt ólavsøkukvøld . Longu um ellivutíðina , tá Frelsunarherurin hevði útimøti var stúgvandi fult av fólki og lýddi á teirra vakra song og vitnisburð . So hvørt klokkuni nærkaðist midnátt vaks mannamúgvan . Áarvegurin , Vaglið , Tinghúsvøllurin , Tinghúsvegurin og Niels Finsensgøta , allastaðni var stúgvandi fult , og út í hvønn krók stóðu fólk . Ongantíð áður hevur undirtøkan verið so góð sum í ár . Her vóru fólk av øllum slag savnaði - fólk við ymiskum lívsákoðanum og lívslagnum - øll sungu sama lag og somu orð . Kenslan av felagsskapi er intens eina slíka løtu . Tað kendist , sum hoyrdu vit øll saman , og tað vóru helst fleiri enn eg , ( blaðkv. ) sum kendu eina gleði um at verða fødd í Føroyum og at hoyra til her . Tað sjáldsama við hesi løtu er , at alt gongur so friðarliga fyri seg , eingi róp ella geipan , og eingin er , sum ger ónáðir . - Tað var av tilvild , at hetta tiltakið byrjaði , sigur Ólavur Hátún , sum øll árini hevur leitt sangin . Nakrir av sangarunum í Havnakórinum hittust tilvildarliga í býnum og tóku á at syngja . Fólk , sum vóru í býnum , vóru skjót at taka undir við sanginum , og soleiðis byrjaði hetta vælumtókta tiltak fyri 30 árum síðani . Krevur sín mann Tað varð eisini vanligt tá , at fólk eftir sangin slóu saman ring og dansaðu føroyskan dans . Tó gingu nógv ár , áðrenn hetta varð skipað , sum tað er í dag . Fólk dansaðu hvør í sínum lagi , sum best bar til og kvøddu ymisk kvæði . Ólavur Hátún greiðir frá , at hann heitti á landsdansifelagið , Sláið Ring , um at finna ein fastan skipara , so dansurin kundi ganga betur . - Hetta hildu vit vera eitt gott hugkot , og vit gjørdu av at biðja Petur Olivar í Hoyvík taka sær av at skipa føroyska dansin á ólavsøku , sigur Regin Eikhólm , sum tá var formaður í Sláið Ring . - Til at skipa føroyskan dans í so stórari mannamúgvu krevst ein hollur og støðufastur skipari , og tað mettu vit Petur Olivar at vera . Hann hevur góða og fasta rødd og fer ikki av lagi , um onkur í kenningini hevur hug at órógva hann , sigur Regin . Á heimasíðuni hjá Sláið Ring skrivar Eyðun Andreasen , fólkalívsfrøðingur soleiðis : - Skiparin er høvuðspersónurin í frásøgnini ella rættari framførsluni . Hann byrjar kvæðið ella vísuna , og hann byrjar øll ørindini . Hann setur sín serliga dám á dansin . Hann ger av tempo , hvussu høgt verður kvøðið , um kvøðið verður stillisliga ella harðligari , hann setur sín dramatiska dám á dansin við at brúka allar teir møguleikar , dansurin goymir í sær . Atburður og háttalág við ørmum og kroppi og andlitsbrá hansara hava nógv at siga , fyri at skiparin kann fáa tað rætta sambandið við dansifólkið , so hann fær kvæðið undir fót , frásøgan eydnast og dansurin gongur væl - . Tað var í 1996 , at Petur Olivar fyrstu ferð skipaði á ólavsøku , og hevur hann skipað Ormin Langa hvørja ólavsøku síðani tá . Teir , sum skipa fyri sangi og dansi á Vaglinum , eru sera vælnøgdir við tiltakið í ár . Sum nakað nýtt var til sangin spælt undir upp á harmoniku , og riggaði tað serstakliga væl og lyfti sangin , so fólk sungu væl við . Tað var nakað nógv ferð á dansinum í byrjanini , men tað fekk skiparin bilbugt við , so hvørt dansurin leið . Hetta komst helst av , at sangløtan endaði við einum løttum kvæði , men møguliga eisini tí , at fólk duga Ormin Langa , eitt nú frá útgávuni hjá Týr , siga tey , ið hava skil fyri føroyskum dansi . Føroyski dansurin Fyrr í tíðini var vanligt , at kvøðið varð heima við hús um kvøldarnar , tá fólk sótu í roykstovuni , hvør við sínum arbeiði . Hetta var brúkt sum undirhald og fyri at lætta um arbeiðið . Í gamlari tíð varð dansað í roykstovunum og seinni vórðu dansistovur bygdar . Men í eini andaligari veking fyrst í seinastu øld , fekk føroyski dansurin eitt rættiligt slag fyri bógvin . Tey , sum tá komu til umvending , tóku seg burtur úr dansinum , tí tey hildu tað ikki vera rætt at dansa . Fleiri av hesum vóru av bestu kvøðarum , og í fleiri bygdum stóðu dansistovurnar nú tómar . Tað var soleiðis í fleiri bygdum , at saman við dansinum var nógv drekkarí og ólevnaður , og hetta liðu serliga kvinnurnar og børnini undir . Men eisini var føroyski dansurin í harðari kapping við enska dansin , sum tiltalaði tey ungu meira enn tungi føroyski dansurin . Tá vóru fólk , sum sóu , at varð ikki okkurt munagott gjørt fyri at føroyski dansurin ikki skuldi doyggja út , so varð honum neyvan lív lagað . Dansifeløg vórðu sett á stovn , og í nýggjari tíð er arbeitt fyri at fáa frálæru í føroyskum dansi í skúlanum . Í dag er vanligt , at farið verður upp á gólv í skúlunum , og munnu tað vera fá børn , sum ikki taka lut í hesum aldargamla og fyri Føroyar serstaka siði . - Tað er ikki greitt , nær og hvussu ringdansurin kom til Føroya , men kvæðadansurin , ið nú verður kallaður føroyskur dansur , er serstakur fyri land okkara . Um hetta er upprunaligur dansur í Føroyum , ella hann er komin higar aðrastaðni , er ikki heilt lætt at siga . Helst tað seinna , men so er spurningurin , hvussu og hvønn veg hann er komin . Dansur og kvøðing eru nevnd í einstøkum frásagnum um veitslur so tíðliga sum fyrst í 1600 - talinum , men hvussu hann tá hevur verið troðin , vita vit heldur ikki heilt - . Hetta stendur at lesa um dansisøguna á heimasíðuni hjá Sláið Ring , www.slaidring.fo . Tað Eyðun Andreasen , sum professari í skaldskapi av manna munni , ið hevur skrivað . %% 339 Jenis er burturvið Jenis er burturvið - Vónandi verður tað ongantíð mín lutur at fordøma , og fordømingarnar hjá Jenisi í útvarpinum sunnudagin eru púra burturvið , sigur formaður Sambandsfloksins í sambandi við luttøkuna hjá løgmanni á tiltaki hjá teimum samkyndu á ólavsøku Ein av teimum trimum samgonguleiðarunum er Kaj Leo Johannesen , formaður Sambandsfloksins , og hann metir ikki , at luttøkan hjá løgmanni í Grasagarði á tiltaki hjá Friðarboganum á nakran hátt eigur at fordømast . - Tað er burturvið av Jenisi at krevja eina umbering frá løgmanni . Persónliga metingin hjá løgmanni var , at tað var rætt at halda røðu í Grasagarði , og tað avgerð skal hann sleppa at hava , sigur Kaj Leo Johannesen . Einki samgongustríð Formaður Sambandsfloksins heldur ikki , at avgerðin hjá løgmanni at luttaka á einum so eldfimum og umstríddum tiltaki fer at seta kílar í samgonguna . - Hóast hann er ovasti myndugleiki samgongunnar , umboðaði løgmaður sín persón og síni sjónarmið í Grasagarði . Tað meti eg ikki vera skeivt , og vónandi verður tað ongantíð mín lutur at fordøma , sigur Kaj Leo Johannesen . Hann sigur , at eingin er nóg stórur og høgur at hava rætt til at krevja umbering fyri sjónarmiðini hjá einum øðrum . Politisk ábyrgd Sum floksformaður er tað ikki óhugsandi , at Føroya løgmaður einaferð kemur at eita Kaj Leo Johannesen . Spurdur , um hann hevði sagt ja at luttikið á slíkum tiltaki hjá Friðarboganum , er Kaj Leo greiður . - Ein og hvør politiskur leiðari hevur eina ábyrgd at luttaka , tá hann verður spurdur , og hóast eg ikki í løtuni kann siga , hvørt eg hevði sagt ja ella ikki , um eg var í hesi støðuni , er einki skeivt við at tosa um tolsemi og javnbjóðis rættindi til allar borgarar , sigur Kaj Leo . Hann undirstrikar , at Sambandsflokkurin byggir á kristna siðaarvin , men tá talan er um etiskar spurningar , kann og eigur ein og hvør at taka sína egnu , persónligu støðu . %% 340 Løgmaður elvir til øsing Løgmaður elvir til øsing - Tá løgmaður umboðar og er ovasti myndugleikin í samgonguni , kann hann skapa øsing og seta kílar í samgonguna við luttøku síni í Grasagarði , sigur Gerhard Lognberg , javnaðartingmaður Javnaðartingmaðurin á Sandi , Gerhard Lognberg , er ikki fegin um avgerðina hjá sínum egna floksformanni at luttaka á tiltakinum hjá Friðarboganum í Grasagarði . Sambært Gerhard Lognberg skal løgmaður ikki gloyma , at hann sum løgmaður umboðar eina samgongu , og at avgerð hansara at luttaka á einum so umstríddum tiltaki kann spjaða . - Avgerð hansara kann elva til , at kílar verða settir í samgongusamstarvið . At luttaka á hasum tiltakinum kann harafturat eisini elva til øsing , og Jóannes Eidesgaard eigur at hava í huga , at hann er ovasti samgonguleiðari , sum eigur at savna og verja eina samgongu , sigur Gerhard Lognberg . Hann sigur , at hann roynir at síggja umboðanina hjá løgmanni sum persónliga , men faktum er , at hann sum løgmaður umboðar eina samgongu , og her íkemur ein vandi . Samkynd hava tað gott Gerhard Lognberg heldur , at røðan hjá løgmanni og kjakið sum heild er misvísandi . Hann setur spurnartekin við , um samkynd í Føroyum hava tað so ringt , sum fjøldin mangan fær fatan av . - Tey fáa loyvi at liva í friði og náðum , og eingin ger teimum nakað . Onkuntíð verða umstøður teirra gjørdar verri , enn tær tykjast at vera , sigur Gerhard Lognberg . Hann metir , at tiltakið í Grasagarði enntá við løgmansluttøku er eitt tekin um vágafýsni og framfýsni frá Friðarboganum , og hetta er meiri , enn fleiri aðrir minnilutabólkar avrika . - Eg taki ikki undir við teirra lívshátti , tí skriftirnar tala greitt um hesi viðurskiftini , men eg eri góður við og góðtaki øll míni medmenniskju , sigur Gerhard Lognberg . %% 341 Koyrdi á hann Koyrdi á hann Ein ferðsluvanlukka við minni persónsskaða hendi á Sandoynni um vikuskiftið . Ein maður datt av einum prutli og kom fyri ein bil . Førarin av prutlinum fekk okkurt smærri beinbrotið . Óhappið hendi á Høvdaheygavegnum . %% 342 Sjónvarp Føroya vísir alt Sjónvarp Føroya vísir alt Leygardagin tann 4 . september tekur føroyska landsliðið móti sveisiska landsliðnum . Sjónvarp Føroya fer at senda beinleiðis frá tí dystinum klokkan 18:20 leygardagin . Nakrar dagar seinni , mikudagin tann 8 . september , koma fronsku heimsstjørnurnar til Føroya . Tann dysturin verður floytaður í gongd klokkan 17:00 , og Sjónvarp Føroya byrjar at varpa myndir klokkan 16:30 . %% 343 Borgarastjórar skulu veljast beinleiðis Borgarastjórar skulu veljast beinleiðis Stendur tað til varaborgarstjóran í Havn , Heðin Mortensen , skulu føroyingar velja borgarstjórarnar á beinleiðis vali . Tað er í ov stóran mun tilvildin , ið ger av , hvør fær borgarstjórasessin í teimum ymisku kommununum , og ikki fólksins vilji , heldur hann - Valið til býráð og borgarstjóra skulu vera sama dag . Borgarin skal bert seta tveir krossar , heldur enn ein . Annar krossurin skal til valevnini til býráðið og hin til tey evni , ið bjóða seg fram til borgarstjórasessin , sigur býráðslimurin í Havn . Foto : - Tað er í alt ov stóran mun tilvildin , sum ræður , tá avgerðin um hvør røkja borgarstjórasessin í teimum ymisku kommununum skal takast . Eg vil tí mæla til , at vit gera valið av borgarstjóra til eitt beinleiðis val . Royndi býráðslimurin og varaborgarstjórin í Havn , Heðin Mortensen , vil fáa eitt kjak í lag , hvussu vit skulu skipa býráðsvalini í framtíðini . Stendur tað til 58 ára gamla Heðin Mortensen skulu føroyingar í framtíðini seta ein kross við valevnini til býráðið og ein kross við valevnini til borgarstjórasessin . - Valið til býráð og borgarstjóra skulu vera sama dag . Borgarin skal bert seta tveir krossar , heldur enn ein . Annar krossurin skal til valevnini til býráðið og hin til tey evni , ið bjóða seg fram til borgarstjórasessin , sigur býráðslimurin í Havn . Lógarbroyting Skulu ætlanirnar hjá varaborgarstjóranum í Tórshavnar kommunu gerast veruleiki er neyðugt við eini lógarbroyting í vallógini . Hesum stúrir Heðin Mortensen kortini ikki fyri . - Seinast vallógin varð viðgjørd á løgtingi , varð borgarastjórasessurin nógv umrøddur . Eg trúgvi tí , at tað ber til at finna eina semju á løgtingi um hesa lógarbroyting , metir royndi býráðspolitikarin . Fólksins vilji - Eftir býráðval er altíð kríggj um at koma í samgongu og at ogna sær borgarstjórasessin . Søgan sigur okkum , at tað er rein tilvild , hvør endar við borgarstjórasessinum . Verður borgarastjórasessurin gjørdur til beinleiðis val , fær fólkið tann persón , tey ynskja í borgarstjórasessin , og tað má verða betur enn at tilvildin skal ráða , heldur Heðin Mortensen Hann nevnir býráðsvalið í 1997 sum dømi . Floksfelagin hjá Heðini og borgarstjórin í Havn í tíðarskeiðnum 1993 - 97 , Lisbeth L . Petersen , gjørdist við 1000 persónligum atkvøðum stóri sigursharrin á valinum í 1997 , men kortini háttaði samgongutelvingin seg so , at hon endaði úti í andstøðukuldanum . - Í hesum føri var greiður meiriluti fyri , at Lisbeth skuldi halda fram , men kortini endaði hon uttanfyri . Býráðsval eru í nógv størri mun persónlig enn politisk , og tí eigur fólkið at siga greitt , hvønn persón , tey ynskja , skal standa á odda fyri kommununi , vísir Heðin Mortensen á . Spurdur um hann heldur at allar kommunur í Føroyum áttu havt beinleiðis val av borgarstjóra , svarar Heðin , at hesin leistur er helst best egnaður til størru kommunurnar í landinum . Umsitingarleiðari Heðin Mortensen heldur , at fremsta uppgávan hjá einum borgarstjóra er at vera ein sonevndur umsitingarleiðari hjá kommununi . - Uppgávan hjá borgarstjóranum er at røkja øll áhugamál í kommununi . Meðan flestu býráðslimir hava eitt borgarligt starv við síðurnar av , er borgarstjórin fast knýttur at býráðnum . Borgarstjórin er tí ikki beinleiðis politikari , men heldur ein leiðari av eini umsiting , sigur Heðin Mortensen %% 344 Kiosk Vár byggja nýggj høli í Runavík Kiosk Vár byggja nýggj høli í Runavík Kiosk Vár í Runavík skal flyta . Nýggj høli skulu byggjast og verða klár tann 1 . januar . Samstundis hava tey sett handilin í Klaksvík til sølu . - Tað kann verða nakað tungt at reka tríggjar handlar , tá ein samstundis skal byggja nýggj høli , men vit hava kortini ikki tikið nakra avgerð enn , sigur Poula Ellingsgaard Kiosk Vár í Runavík heldur , sum er , til í hølum hjá Tryggingini . Men Tryggingin hevur boðað frá , at tey skulu brúka hølini tann 1 . januar . So til ta tíð skulu nýggju hølini hjá Kiosk Vár helst verða liðug . Byggingin er ikki farin í gongd enn , men Poula hevur kortini góðar vónir um , at tað fer at eydnast teimum at náa tað . - Vit arbeiða við hesum í fullari ferð . Alt er ikki endaliga komið upp á pláss , men tað er eyðsæð , at byggingin helst skuldi farið í gongd , sum skjótast , sigur hon . Nýggju hølini hjá Kiosk Vár í Runavík koma at liggja við høvuðsvegin , so umstøðurnar verða tær somu , sum tær eru í dag . Poula greiðir frá , at alternativið , um tey ikki náa at fáa tann nýggja bygningin lidnan til tíðina , eru smærri høli . Men tað gongur als ikki sambært henni , tí verandi høli í Runavík , eru í minna lagi , sum er . Selja í Klaksvík Samstundis sum alt hetta fer fram , stendur handilin í Klaksvík til sølu . Poula sigur , at við nýbygging kann tað fara at verða sera hart at reka tríggjar handlar samstundis , og tískil hava tey gjørt av at royna at selja handilin í Klaksvík . - Men vit selja bara , um vit fáa eitt gott tilboð , tí handilin í Klaksvík er sera spennandi , sigur hon . Kiosk Vár í Klaksvík hevur nú trý ár á baki , og hevur handilin havt framgongd øll árini . Poula leggur tískil dent á , at niðurgongd ikki er ein orsøk til , at handilin nú er til sølu . Hon sigur eisini , at tey hava fingið fleiri áhugaverd boð , og at áhugin letur til at vera stórur . - Men vit hava ikki tikið nakra endaliga støðu enn . Tað er jú við blandaðum kenslum , at ein setur ein handil , sum gongur væl , til sølu , sigur hon . Poula leggur at enda afturat , at tey ikki hava nakrar ætlanir um at seta skógvahandilin í Klaksvík , Pattino , til sølu , sum nú er . - Vit halda bara , at tað kann verða tungt , tá vit byggja nýtt at hava tveir aðrar handlar at reka , sigur hon . %% 345 Fyrsta skipið lagt at við djúphavnina í Vági Fyrsta skipið lagt at við djúphavnina í Vági Simone J . legði at í djúphavnini sunnukvøldið . Tá ið havnin er heilt liðugt verða í hvussu so er fortreytirnar fyri vinnulívi í lagi Simone J . var fyrsta skipið , sum legði at í nýggju djúphavnini í Vági Foto : Djúphavn Nú nærkast dagurin , tá ið djúphavnin í Vági verður heilt liðug . Kortini er hon nú so mikið liðug , at tað ber til hjá skipum at leggja at , tí sjálv atløgubryggjan er liðug . Og tað varð farmaskipið , Simone J . sum fekk heiðurin at vera fyrsta skipið , sum legði at við djúphavnina . Simona J . kom á Vág sunnukvøldið eftir ymsum broytum og ymsum amboðum og hon lá í nakrar tímar . Annars er eftir at asfaltera havnalagið og at gera ymiskt annað . Men Jógvan Krosslá , borgarstjóri , sigur , at eftir avtaluni skal havnin vera heilt liðug um mánaðarskiftið september - oktober og tað verður hon . Nýggja djúphavnin í Vági kostar 18 milliónir . Við nýggju djúphavnini , hevur Vágur fingið rættiliga nógv av rættiligadjúpum atløguplássi . Har , sum farmaskipið liggur , eru 86 metrar av atløguplási , har dýpið er 10 metrar . Framvið á vestursíðuni eru nakrir og 70 metrar av atløguplássi afturat , har dýpið er ímillum 8 - 10 metrar . Hinvegin er støðan í Vági onki serlig í løtuni . Men borgarstjórin ivast ikki í at tíðirnar fara at skifta . Síðani farið varð undir djúphavnina , havafleiri virki lagt stilt , ella er virksemið munandi minkað . Og nú djúphavnin er liðug , eru í hvussu so er karmarnir fyri fjølbroyttum vinnulívi til staðar . - So fáa vit at síggja , hvat verður burturúr , sigur hann . %% 346 Føroyingar fáa mobilt breiðband Føroyingar fáa mobilt breiðband Føroya Tele og L . M . Ericsson hava gjørt avtalu um at seta í verk spildurnýggja tøkni innan fartelefoni í Føroyum Breiðband Eitt samstarv millum Føroya Tele og L . M . Ericsson ber í sær , at føroyingar gerast tey fyrstu í Norðurlondum og millum tey fyrstu í heiminum , sum fáa ágóðan av breiðbandstøknina EDGE við fartelefonum sínum . Føroya Tele og Ericsson hava gjørt avtalu um at byggja út GSM - netið við tveimum tøknum , sum geva netinum bæði hægri ferð og nýggjar møguleikar fyri dátaflutningi . Talan er um GPRS , sum sendur dáta um fartelefonina nakað á sama hátt , sum ADSL ger tað um internetið , og um EDGE , sum gevur fartelefoni munandi hægri ferð . GPRS hevur virkað í okkara grannalondum í eina tíð , men EDGE er ein heilt nýggj víðarimenning , sum enn bert er roynd í nøkrum heilt fáum londum . Nýggju tøknirnar merkja , at føroyingar umframt at tosa um fartelefonina kunnu brúka hana til eina rúgvu av nýggjum endamálum . Hin best kenda tænastan er uttan iva MMS , sum m.a. ber í sær , at tað ber til at senda myndir afturat teimum teksboðum , sum vit í dag kenna sum SMS . Møguligt verður at flyta tónleik og eisini video á fartelefonina . Men nýggja skipanin hevur eisini nógvar møguleikar , sum vinnulívið kann fáa ágóðan av . Nú fer nevniliga uttan mun til tíð og stað at bera til at brúka fartelefonina til at fáa atgongd til telduskipanir , sum tað vanliga bert slepst framat á skrivstovuni ella heima . Einar framkomnar Føroyar Íløgan í nýggju tøknina er ein liður í arbeiðinum hjá Føroya Tele at slóða fyri menningini av Føroyum sum framkomið samskiftis- og KT-samfelag . Ericsson hevur eisini havt áhuga fyri at gera eina avtalu við Føroya Tele við atliti til hugsjónirnar hjá Bitlandi um at gera Føroyar til landið við teirri mest fyrimyndarligu nýtsluni av nýggjari tøkni . Íløgan ber í sær , at GPRS seinni í ár verður tøkt allastaðni , har GSM - samband er frammanundan . Harafturat fer EDGE at hækka ferðina á flestu stóru plássunum í landinum . Avtalan við Ericsson merkir eisini , at allar nýggjar GSM - støðir eru klárar til EDGE . Flestu nýggjar fartelefonir eru fyrireikaðar til GPRS , og alsamt fleiri kunnu eisini brúkast til EDGE . %% 347 Makrel og Eivør hyggja úteftir, Gestir hyggja inneftir Makrel og Eivør hyggja úteftir , Gestir hyggja inneftir Tónleikaframtíð Eg hitti eftir konsertina leygarkvøldið luttakandi bólkarnar , og vit prátaðu um nútíðina og framtíðina . Meðan Eivør seinastu árini hevur spælt nógv meira uttanlanda enn heima , royna Makrel nú at skapa sambond úteftir , og Gestir leita eftir sínum veruliga tónlistarliga samleika . 100 fløgur við postinum Makrel hava seinastu árini roynt tað , sum er at royna tónlistarliga í Føroyum , og vilja tí hava nýggjar avbjóðingar . Teir góvu fyrr í summar fløguna Wonderland út . Hetta er ein fløga sum nógv arbeiði er lagt í , og sum teir eru sera væl nøgdir við . Hon hevur bæði í orðum og tónleiki ein reyðan tráð sum gongur gjøgnum alla fløguna . Teir royna í løtuni at fáa fløguna fram uttanlanda . Teir hava higartil sent 100 eintøk av Wonderland til umboðsmenn , plátufeløg , fyriskiparar og fjølmiðlar í útlondum og komandi hálva árið verður nýtt til hetta arbeiðið . Royna at finna upprunan Tá Gestir í 2003 vunnu Prix Føroyar var bólkurin rættuliga nýggjur . Við luttøku á Listastevnuni og á fleiri donskum festivalum , var trýstið stórt á bólkin , at skriva nógv løg skjótt . Hetta gekk sambært Gestum útyvir góðskuna á løgunum . Tá teir um heystið 2003 fóru í Lundgaard Studio at spæla inn í eina viku , vóru teir slett ikki nøgdir við úrslitið . Sambært Gestum sóu teir , at neyðugt var at slakka av og royna at finna upprunan til bólkin aftur . Gittarleikarin Torfinnur og sangarin Ólavur , settu seg saman at arbeiða við nýggjum løgum , og royndu at taka støði í tí tónleiki , sum teir arbeiddu við áðrenn Prix Føroyar . Teir gjørdust nógv betri við hesi løgini , enn løgini teir skrivaðu summarið 2003 . Bjartskygdur tónleikur Bæði tónlistarliga og í orðum hevur bólkurin á nøkrum av nýggju løgunum roynt at skapt ein bjartskygdan boðskap . Tónleikur er ein sera sterkur miðil sum rakar nógv fólk , og teir siga seg tí hugsa nógv um hvønn boðskap teir vilja bera fram . Spurdir um nær ein Gestir fløga kemur , svaraðu teir ? ikki enn - , men tá fløgan kemur verður tað ein heil fløga , og ikki ein maxifløga av onkrum slag . Eina einfalda fløgu Eivør arbeiðir í løtuni saman við kanadiumanninum Bill Bourne . Bourne spælir á komandi fløguni og hjálpir eisini Eivør við at framleiða hana . Fløgan verður á fýra málum : føroyskum , íslendskum , svenskum og enskum . Málsliga fjølbroytnið hendi sambært Eivør bara . Íslendsku løgini eru tolkingar av gomlum íslendskum vísum sum Eivør er góð við . Tvey av teimum ensku hevur Bill Bourne skrivað , og hon hevur sjálv skrivað eitt enskt lag til samstarvið við Bourne . Tey bæði svensku løgini hevur Eivør skrivað tí henni dámar so væl svenska málið . Hetta verður ein annarleiðis fløga , men eisini ein fløga sum Eivør altíð hevur ynskt at gera . Ein einfald fløga , beint frá hjartanum og nú ger hon hana . %% 348 Eimskip riggar av í Føroyum Eimskip riggar av í Føroyum 25 fólk eru søgd úr starvi hjá Eimskip í Føroyum . - Samanleggingin millum Eimskip og Skipafelagið krevur rationaliseringar , sigur Brynjar Viggóson , stjóri á Eimskip í Føroyum Eimskip í Føroyum riggar av eftir samanleggingina við Skipafelagið Føroyar , og her verður skeltið á nýggja bygninginum hjá Eimskip á Skansabryggjuni tikið niður Foto : Uppsagnir Av teimum 25 fólkunum , ið hava starvast hjá Eimskip , hevur umleið ein triðingur fingið at vita , at tey kunnu halda fram hjá Skipafelagnum . Vit frætta , at átta av starvsfólkunum hava fingið starv aftur á Skipafelagnum . - Orsøkin til uppsagnirnar er fyrst og fremst , at samanleggingin krevur , at vit ikki hava nakrar dupultfunktiónir , sigur Brynjar Viggóson , ið leggur afturat , at hetta var torførasta uppgávan , hann hevur havt sum stjóri hjá Eimskip í Føroyum . Eitt starv hann hevur røkt í eitt ár . Hetta er beinleiðis orsøkin til uppsagnirnar , men um vit hyggja eftir heildarmyndini , kunnu vit staðfesta , at virksemið hjá báðum feløgum hevur verið minkandi , og hetta hevur kravt eina samanlegging . Á tann hátt kann tað sama flutningsvirksemið rekast munandi bíligari enn áður . Kundin má ikki svíða Spurningurin er síðani , um hendan samanleggingin ikki fer at fáa negativar avleiðingar fyri kundarnar hjá flutningsfyritøkunum . - Eg rokni ikki við , at kundin fer at líða undir hesi samanleggingini , og tað má fyri alt í verðini ikki henda . Skipafelagið verður effektivari í sínum virksemi , og tað rokni eg við , at kundin fer at kenna ágóðan av , sigur stjórin á Eimskip í Føroyum . Men vísir tað seg ikki ofta , at jú færri veitarar eru á marknaðinum , tess verri verður tænastan ? - Vit skulu minnast til , at hetta er ein opin marknaður , og tí ber tað ikki til hjá Skipafelagnum at hugsa , at nú vit eru einsamallir nýtist okkum ikki at veita eins góða tænastu , tí so tapa teir í longdini , sigur Brynjar Viggóson , ið heldur fram sum prosjektleiðari í Eimskip , inntil samanleggingin er framd til fulnar . Hann leggur afturat , at felagið fer at kanna møguleikarnar fyri at bjóða onkrum av starvsfólkunum starv á skrivstovunum hjá Eimskip í øðrum londum . Starvsfólkini eru uppsøgd frá 1 . september , og tey flestu hava eina uppsagnartíð á 3 - 6 mánaðir . Á portalinum mánadagin stóð at lesa , at ongar uppsagnir verða á Skipafelagnum Føroyar orsakað av hesi samanleggingini . Tó verða væntandi nakrar umleggingar framdar á Skipafelagnum , men júst hvussu hesar fara at merkjast hjá starvsfólkinum er ógreitt . - Vit hava ongar ætlanir um uppsagnir , sum eru beinleiðis tengdar at samanleggingini , sigur Árni Joensen , stjóri á Skipafelagnum , í stuttari viðmerking . Hann leggur tó afturat , at flutningsvinnan mangan er turbulent og dynamisk , og tí kann tað vera torført at siga nakað nágreiniligt um framtíðarútlitini . %% 349 Kollafjord Pelagic virkar endiliga fisk Kollafjord Pelagic virkar endiliga fisk Mánakvøldið kom nótaskipið Finnur Fríði á Kollafjørð við eini last av norðhavssild , sum skal virkast til matna og sendast á eysturevropeiska marknaðin Finnur Fríði landaði á Kollafjord Pelagic mánakvøldið . Hetta var fyrsta lastin , sum virkið tekur ímóti , og nú brynjar tað seg til makrelsesongina í vetur Mynd : Jens Kr . Vang Foto : Fiskivinna Endiliga ein sólskinssøga í føroyska vinnulívinum . Kollafjord Pelagic hevur nú fingið veruliga gongd á virksemið , og mánakvøldið landaði Finnur Fríði 400 tons av sild . Tvær vaktir við fimtan tímaløntum á hvørjari vakt eru til arbeiðis á virkinum , og arbeitt varð við fullari ferð mánanáttina og týsdagin . Umframt tey tímaløntu eru átta fastlønt fólk á virkinum . - Hetta er fyrsta veruliga lastin , vit hava fingið síðan umbyggingina og royndarkoyringina , sum var í mars mánað í ár , sigur Sofus Poulsen , stjóri á Kollafjord Pelagic , sum nú er klárt at taka ímóti og virka fisk . Málið er 40.000 tons Tá virkið framleiðir optimalt , og øll viðurskifti eru til vildar , skuldi virkið kunna virkað eini 30 - 40.000 tons um árið . - Hetta er málið hjá okkum . Tað verður ikki í ár og neyvan komandi ár , men tá vit hava fingið framleiðsluna í eina fasta legu , rokna vit við at virka umleið 30 - 40.000 tons um árið , sigur Sofus Poulsen , stjóri . - Ætlanin er at fáa teir flestu føroysku bátarnar at landa hjá Kollafjord Pelagic , men neyðugt verður eisini at fáa lastir frá írskum , skotskum og norskum bátum , sigur stjórin um framtíðarvirksemið hjá virkinum . Nú stendur makrelsesongin fyri framman , og tá ætlar Kollafjord Pelagic sær at vera við frá byrjan av . Sildasesongin er um at vera liðug , og makrelsesongin er frá september til mánaðarskiftið januar / februar . - Okkara høvuðsvirksemi verður um heystið og um veturin . Summarið verður væntandi lágsesong hjá okkum . Tá fara vit møguliga at taka ímóti gulllaksi og sild , men tað verður fyrst og fremst makrelurin , ið vit satsa uppá , greiðir Sofus Poulsen frá . Fiskurin verður fyrst støddarskildur og síðani pakkaður í 20 kilo eskjur . Tann virkaði fiskurin verður goymdur á frystigoymsluni hjá Kloosterboer í Kollafirði , sum teir upprunaligu eigararnir av Kollafjord Pelagic framvegis eiga , og ætlanin er at selja fiskin á tí eysturevropeiska og russiska marknaðinum . Byrjunartrupulleikar Fyri einum ári síðani keypti eitt samtak millum Føroya Sparikassa , Framtaksfelagið Notio , Tryggingarfelagið Føroyar og reiðaríini hjá fleiri nótabátum í Gøtu ( Finnur Fríði , Tróndur í Gøtu , Jupiter og Høgaberg ) virkið í Kollafirði , men ikki fyrr enn nú er virksemið veruliga komið í gongd . Tað vóru upprunaliga hollendskir íleggjarar , ið bygdu virkið í Kollafirði , men fyri einum ári síðani valdu teir at taka seg úr Kollafjord Pelagic og selja til føroyingar . Fyrsti spakin varð settur í í 2001 og virkið stóð liðugt í 2002 , og nú tvey ár seinni verður fiskur loksins virkaður á Kollafjord Pelagic . - Vit hava havt nakrar byrjunartrupulleikar . Eitt nú skuldi ein nýggjur frystitunnil vera klárur í januar , men hann bleiv ikki klárur til nýtslu fyrr enn í mars mánaði , og tá var sesongin fyri makrel av á hesum sinni , og tískil hava vit verið nakað seinkaðir , sigur Sofus Poulsen . Síðani í vár hava ymisk viðurskifti havt við sær , at virkið ikki hevur fingið tann neyðuga fiskin at virka . T.d. hevur góðskan á rávøruni ( sildini ) ikki verið nóg góð eitt skifti í summar . %% 350 Tryggja tunnilsloft Tryggja tunnilsloft Arbeitt verður komandi vikurnar í Leynatunlinum . Tunnilin er stongdur , og ferðslan verður leidd eftir gamla vegnum undir Leynaklivum Meðan arbeitt verður í Leynatunlinum , verður ferðslan við ferðsluljósum leidd undir Leynaklivar Foto : Jens Kristian Vang Leynatunnilin er stongdur , tí fólk hjá Landsverki eru farin at tryggja loftið . Samstundis arbeiðir fólk frá SEV og Føroya Tele við at leggja nýggjar kaðalar í vegbreytina . Birgir Johannesen hjá Landsverki , sigur , at serliga vestari endi á loftinum hevur verið í heldur vánaligum standi . Loftið verður nú tryggjað við boltum , eins og betong eisini verður sprænt uppundir , sigur Birgir Johannesen . Eisini hava verið onkrir lekar undan loftinum , sum nú skulu tettast , sigur hann . Meðan fólk frá landsverki arbeiða undir loftinum , verður eisini arbeitt í vegjaðaranum . Fólk hjá Føroya Tele og SEV nýta høvið , nu tunnilin kortini er stongdur fyri ferðslu , at leggja nýggjar kaðalar gjøgnum tunnilin . Tá nú grivið er , fer landsverk eisini at gera nýggjar rennur og brunnar í vegkantin . At enda skal vegbreytin eisini asfalterast , sigur Birgir Johannesen . Í fyrsta lagi verður Leynatunnilin stongdur fyri allari ferðslu hetta til 17 . september , siga tey á Landsverki . Tá verður roknað við , at arbeiðini , sum gjørd verða í vegbreytini , eru liðug , og tunnilin verður opin fyri ferðslu um kvøldið og náttina , tá ikki verður arbeitt undir loftinum . Eina viku inn í oktober ella so fer arbeiðið væntandi at vara , metir Birgir Johannesen . Meðan arbeitt verður í Leynatunlinum , verður ferðslan leidd við ferðsluljósum eftir gamla vegnum undir Leynaklivum . Vegurin er ikki tíðarhóskandi , og tí er neyðugt at hava einvegis ferðslu . %% 351 Broyttar mannagongdir Broyttar mannagongdir Torbjørn Jacobsen fer mikudagin at spyrja løgmann , Jóannes Eidesgaard , hvussu tað ber til , at mannagongdirnar viðvíkjandi landsstýrisfundum eru broyttar . Løgtingsmaðurin vísir á , at sambært heimasíðuni hjá Landsstýrinum , er mannagongdin fyri landsstýrisfundir broytt nakað , síðani Jóannes Eidesgaard loysti Anfinn Kallsberg av . Torbjørn Jacobsen vísir á , at tað er týðandi at fáa at vita , hvør orsøkin er til broytingar í umsitingarligum mannagongdum , og spyr samstundis hvørt løgmaður heldur , at broytingarnar eru í samsvar við stýrisskipanarlógina . Tí spyr tingmaðurin , hvør orsøkin er til , at løgmaður hevur broytt mannagongdina fyri , hvørji mál skulu viðgerðast á politiskum landsstýrisfundi . Og serliga hugsar tingmaðurin um ásetingina hjá løgmanni um , at tá ið einstøk fiskiloyvir skula latast eiga hesi mál at verða løgd fyri politiskan landsstýrisfund . %% 352 Slóðbrótandi listaframsýning: Reyðir metrar í minuttum Slóðbrótandi listaframsýning : Reyðir metrar í minuttum Nýútlærdu Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir , ið júst hava lokið bacchelorprógv innan ávikavist Fashion Promotion og Contemporary dance , ætla sær í næstum til Kanada og New York , har tær fara at fyrireika eina øðrvísi og spennandi listaframsýning Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir . Onnur hevur júst vunnið eina virðisløn fyri at hava bestu bacheloruppgávu í Fashion Promotion í Onglandi . Hin hevur eina 1st class degree innan Contemporary dance . Tær hava arbeitt saman fyrr , við skúlaprojektum hjá hvørji aðrari , og kennast væl . Nú hava tær av álvara sligið høvdini saman , og saman ætla tær at skapa eina listaframsýning fyri føroyskum ungdómum í aldrinum 20 - 25 ár . Spennandi og slóðbrótandi Men talan er ikki um nakra vanliga listaframsýning . Ætlan teirra er at nýta miðlarnar hjá hvør aðrari , sum eru dansur og móti , og samantvinna teir við filmslist . Endamálið er at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind á ein nýggjan og slóðbrótandi hátt . Marianna Mørkøre , sum Sosialurin fekk orðið á , sigur at tað í Føroyum er so ógvuliga avmarkað hvat fær loyvi at koma undir heitið " list " . - Tá tú kemur burtur frá Føroyum , fært tú veruliga ein skelk av at síggja hvussu nógv kemur undir at vera list í útheiminum . Alt er loyvt , og listafólk kunnu úttrykkja seg á óendaligar hættir . Í Føroyum er nærum alt tað sama , við málningum , tekningum o.s.fr Vit ætla at vísa føroyskum ungum , hvat list eisini kann vera , greiðir Marianna frá . Tær halda báðar , at tað verður alt ov lítið gjørt við at geva post - tannáringunum , t.v.s. teimum , sum eru í aldrinum 20 - 25 ár , íblástur og nýggj hugskot . - Vit hava báðar búð í London , hava arbeitt við nógvum ymiskum listafólki og hava sæð hvat hendir innan listina har . Men tey ungu í Føroyum hava ikki teir møguleikarnar . Nógv eru áhugað í list , og vit ætla okkum at vísa teimum okkurt heilt øðrvísi , sigur Marianna . Hon staðfestir , at tey í 20 ' unum eru ein eftirbátur , hvat ið listini viðvíkur . Og tað ætla tær báðar sær nú at gera nakað við . Reyðir metrar í minuttum Rannvá og Marianna ætla sær at eksperimentera við rørðslumyndum , ljósi , ljóði , stødd og tíð . Onnur er koreograf , hin er designari og samantvinnandi miðilin verður upptøkutólið , sum tær ætla at nýta á ein øðrvísi og spennandi hátt . - Tað , sum er so facinerandi við upptøkutólinum er tað , at tað ber til at manipulera tað , sum eygað sær . Á hendan hátt hava vit , sum listakvinnur , tamarhald á hvat vit vilja leggja høvuðsdentin á , siga tær . Verkætlanin verður býtt í tveir partar . " Reyðir metrar í minuttum " er ein listaframsýning við rørslumyndum , har tær fara at spæla við ljós , ljóð og rørslu og flætta egnar royndir og vitan saman . Tær hava jú fingist við ógvuliga ymisk ting , og royndirnar eru tí ógvuliga ymiskar . Ætlanin er at fara til eina lítla oyggj uttan fyri Montreal í Kanada , har tær vera í 4 vikur , fáa sær íblástur og taka upp . Endamálið við at fara hagar at taka upp , er , sum tær sjálvar siga , - At fáa sett ting í perspektiv og at sleppa tí sjálvsagda og siðbundna . Síðani verður steðgað eina viku í Montreal og eina viku í New York , har tær báðar fara at luttaka á ymiskum skeiðum innan listagreinir teirra . Har fara tær at møta virkandi listafólki og fáa samband við onnur fólk , ið fáast við list . Her kunnu tær sostatt fáa hjálp og íblástur til at fáa tað besta burturúr upptøkunum , og sostatt fáa úrslitið so gott sum gjørligt . Hin parturin av framsýningini verður ein stuttfilmur , ið vísir hvussu tær arbeiða seg fram til endaliga úrslitið . Hetta verður ein dokumentarfilmur , einar 20 minuttir til longdar , og hann fer at vísa áhugaðum , hvussu ein øðrvísi listaframsýning verður til frá byrjan til enda . Hann skal virka sum íblástur til teirra , ið hava hug at royna nakað nýtt og eksperimenterandi . Filmurin fer at geva eina realistiska mynd av arbeiðsgongdini . Ein listaframsýning av slíkum slag er jú ein stór avbjóðing , men Rannvá og Marianna trúgva uppá , at tað letur seg gera , og tað vilja tær prógva við dokumentarfilminum . Til íblástur fyri onnur listaáhugað ung í Føroyum . Málið : januar 2005 Hugskotið til verkætlanina kom í lag , eftir at tær høvdu lokið útbúgvingarnar . Tær sótu og prátaðu saman , og høvdu báðar hug til at arbeiða innan eksperimenterandi list , har tær kundu nýta vitanina , tær hava fingið ígjøgnum útbúgvingina , og samstundis menna seg meiri . Eisini vildu tær gera nakað listarligt fyri tey 20 - 25 ára gomlu . Tær hugsaðu fyrst um hvat tær høvdu hug til . Síðani hvat var realistiskt og hvat tær kundu skaffa pening til . Og í oktober mánaði leggja tær til brots . Rannvá og Marianna hava longu bílagt Smiðjuna í Lítluvík til framsýningina av verkætlanini , sum ætlandi verður 6 . - 12 . januar í 2005 . Talan verður um eina listaframsýning við livandi myndum , har fleiri projektørar verða nýttir . Framsýningin verður sostatt sett upp á ein ógvuliga ótraditionellan hátt . Spennandi verður at síggja hvat tær báðar koma fram til . Tað verður tó ikki avdúkað fyrr enn um fýra mánaðir , hvussu dansur og móti kunnu samantvinnast til eina listaframsýning við livandi myndum . %% 353 138 metrar upp á eina viku 138 metrar upp á eina viku Sambært heimasíðuni hjá Norðoyatunlinum vórðu 138 metrar boraðir í síðstu viku . 77 metrar Borðoyarmegin og 61 metrar Leirvíksmegin . Sostatt eru nú sprongdir 1.549 metrar inn Leirvíksmegin og 841 metrar Klaksvíksmegin - ella 2.390 metrar samanlagt . %% 354 Øðrvísi siðvenja Øðrvísi siðvenja Samfelagsfrøðingurin , Bogi Eliasen , sær ávísar veikleikar í ætlanini hjá Heðini Mortensen við beinleiðis vali av borgarstjórum Samfelagsfrøðingurin , Bogi Eliasen , sigur , at verður politiskur meiriluti fyri at broyta valskipanina , so føroyingar í framtíðini skulu velja borgarstjórarnar beinleiðis á kommunuvalinum , verður talan um eitt nýbrot . - Skipanin við beinleiðis vali hoyrir londum við forsetaskipanum til . Vit norðurlendingar hava siðvenju fyri hava eina sonevnda fleirflokkaskipan við lutfalsvali , har politisku flokkarnir finna saman í samgongur , og sjálvir avráða , hvør skal standa á odda fyri eini kommunu ella eini stjórn . Skal valið av borgarstjóra gerast eitt beinleiðis val er hetta eitt brot við siðvenjuna í Norðurlondum , sigur Bogi Eliasen . Møguligt órógv Samfelagsfrøðingurin hevur ikki áður hugsað um møguleikan , ið Heðin Mortensen skýtur upp við beinleiðis vali , men hann heldur kortini gleðiligt at fáa eitt kjak í lag um valskipanina . Hann sær kortini veikleikar í ætlanini hjá Heðini Mortensen . - Eg kann bert ímynda mær , at valevnini til borgarstjóra eru fremsta valevnið hjá teimum ymisku flokkunum . Ein trupulleiki er , at valevnini til borgarstjóra kunnu ikki bæði stilla upp til býráðið og borgarstjórasessin . Gerst tú ov stuttur til borgarstjórasessin endar tú harvið fullkomiliga uttanfyri , vísir Bogi Eliasen á . Bogi Eliasen heldur eisini , at tað kann skjótt elva til órógv um politiska samgongutelvingin háttar seg so , at flokkurin hjá borgarstjóranum endar í minniluta . - Við skipanini hjá Heðini kann flokkurin , ið borgarstjórin umboðar , enda í minniluta . Borgarstjórin kann tí koma í ta støðu , at hann stendur á odda fyri einum meiriluta , sum hansara flokkur ikki er partur av . Tá er skjótt at ímynda sær , at arbeiðsfriðurin ikki verður hin besti , sigur Bogi Eliasen %% 355 Vinnufíggindaligt fíggarlógaruppskot Vinnufíggindaligt fíggarlógaruppskot - Sodavatn er ein av teimum fáu vørunum , sum tað ber til at framleiða í Føroyum . Men nýggja fíggjarlógaruppskotið leggur av álvara fót fyri vinnuni , nú teir ætla at leggja avgjøld á sodavatn , sigur Einar Waag , stjóri á Føroya Bjór Føroyska sodavatnið fer at dýrka , um fíggjarlógaruppskotið verður sett í gildi . Bárður Nielsen og hansara menn ætla nevniliga at fáa 35 milliónir inn í landskassan , við at seta avgjøld á tubbak og sodavatn . Einar Waag , stjóri á Føroya Bjór , er alt annað enn nøgdur við hetta uppskotið . - Eg skilji ikki hví teir skulu leggja fót fyri eina av teimum fáu vinnunum , sum bera seg í hesum landinum . Hetta er 60 ' ara og 70 ' ara politikkur , sum vit ræðast , og sum ikki vilja síggja aftur , sigur Einar Waag . Søtmetið slapp undan Einar Waag sigur , at eitt av størstu ivamálunum er , hví til dømis søtmetið heilt er sloppið undan nøkrum avgjøldum . - Vit , sum eru ein partur av føroysku vinnuni , koma at gjalda dýrt fyri hesi avgjøldini . Men allar hesar innfluttu sukurvørurnar koma als ikki at vera merktar av hesum . Tað er veruliga ikki til at skilja , heldur Einar . Hann sigur , at undanfarna samgonga arbeiddi miðvíst við heilsugóðum málum . Tiltiknu grønu keksirnar , sum skuldu gerast dýrari , tí tær vóru ósunnar , vóru bert eitt dømi . Um undanfarna samgonga hevði komið við einum uppskoti um eisini at leggja avgjald á sodavatn , tí tað er so ósunt , so hevði tað kanska givið meining . Men Einar skilir ikki , hví núverandi samgonga hevur tikið avgerð um at leggja fót fyri føroyska sodavatnið , ímeðan bíligu , útlendsku vørurnar heilt ótarnaðar , framvegis kunnu floyma inn á føroyska marknaðin . - Vit kunnu taka juice sum dømi . Tað er prógvað , at tað inniheldur bæði sukur og sýru , og at tað tí er minst líka ringt fyri tenninar sum sodavatn er . Vit kunnu taka alla sjokolátuna , sum í dag kostar svarta einki , og sum tey ungu ganga og jagla allan dagin . Tað er so sanniliga heldur ikki sunt . Hví verða avgjøldini ikki løgd har ístaðin , so tey ikki skaða føroysku vinnuna , spyr Einar Waag . Hann sigur , at hann í gjár , tá hann fekk leysatíðindini um avgjøldini váttað , spurdi Bárð Nielsen fíggjarmálaráðharra um hví søtmeti er sloppið undan . - Hann svaraði mær , at tað visti hann ikki ordiliga . Tá eg so spurdi hann hví sukurfría sodavatnið , sum er tað einasta sodavatnið diabetikarar kunnu drekka , eisini verður líka hart skattað , svaraði hann mær , at tað er ein tolltekniskur spurningur . Men hatta eru reinar undanførslur , og eg haldi ikki at teir hava hugsað seg nóg væl um , staðfestir Einar Waag . Av tí , at sukurfría sodavatnið eisini fær avgjald , ímeðan søtmetið heilt sleppur undan , heldur Einar , at hesi avgjøldini ikki kunnu umskyldast við heitinum » heilsutollur « . Hægstu avgjøld í Evropa Einar Waag sigur , at Føroyar og Danmark hava nógv tað hægsta mvg - gjaldið í Europa , samstundis sum vit eisini hava nógv tey hægstu avgjøldini á sodavatni . - Vit liggja á 25 % í meirvirðisgjaldi , sum er methøgt í Europa . Nú ætla teir at fáa enn meir inntøkur av vinnuni , og avgjaldið á føroyska sodavatnið fer sostatt at koma upp á 2,40 kr pr. litur . Tá tað er lagt afturat vanliga prísinum , skal mvg og vinningur eisini omaná aftur . So tað verður heilt avgjørt ein príshækking , sum kemur at merkjast , sigur Einar . Hann sigur , at Danmark , sum eisini hevur eitt sera høgt avgjald á sodavatn , hevur 1,15 kr. Belgia er nr. 3 í Evropa við 50 oyru pr. litur . Føroyingar koma sotatt at rinda 1,25 kr meiri fyri liturin av sodavatni enn danir og heilar 1,90 kr meiri enn belgiarar . Hetta heldur Einar líkjast ongum . - Landið fær jú longu 25 % av allari sølu , sum er nógv meiri enn hini londini í Europa fáa , so eg haldi tað vera púra burturvið , at teir nú fara inn og taka enn meiri vinning av sodavatninum . Tað verður jú brúkarin , sum skal rinda , og tað er ikki víst at hann vil tað , sigur Einar , sum er sannførdur um , at hetta fer at elva til eina stóra niðurgongd í søluni av føroyskum sodavatni . - Tað er fullkomiliga ørt , at eingin í føroysku vinnuni kann kenna seg tryggan , fyri nær og hvar landsins leiðsla næstuferð fer at leggja fót . Hetta er púra burturvið , sigur Einar Waag at enda , og leggur eina við , at hann í øllum førum fer at gera sítt til , at uppskotið ikki verður samtykt í verandi líki . %% 356 Samskipað sigling í Norðurhøvum Samskipað sigling í Norðurhøvum Samskip tekur nú rættiliga kappingina upp við Smyril Line og Eimskip / Skipafelagið um farmaflutningin til og úr Føroyum Joel undir Leitinum er stjóri hjá Samskip í Føroyum . Hann hevur fyrr starvast hjá Eimskip , og saman við sær hevur hann tvey fyrrverandi starvsfólk frá Eimskip . Tey fara at hava høvuðsstøð í Havn . Eitt fjórða fólk er frammanundan í starvi hjá Samskip í Klaksvík Foto : Íslendska skipafelagið Samskip arbeiðir við ætlanum um at víðka siglingina millum Føroyar og útheimin . Felagið hevur sett fólk í starv í Føroyum og fer í næstum at lata upp egna skrivstovu í Havn . Joel undir Leitinum er settur stjóri hjá Samskip í Føroyum . Joel undir Leitinum , sum áður hevur starvast hjá Eimskip í Føroyum , sigur , at umframt hann sjálvan eru tvey onnur fólk , sum fyrr hava starvast hjá Eimskip , sett í starv hjá Samskip . Harumframt er eisini eitt avgreiðslufólk í Klaksvík , har Samskip eina tíð hevur havt avgreiðslu , í starvi hjá felagnum í Føroyum . - Ætlanin er at betra um flutningsmøguleikarnar hjá føroyingum , greiðir Joel undir Leitinum frá . Men nágreiniliga hvussu hetta skal gerast , vil hann ikki koma nærri inn á enn , tí tað er ikki endaliga avgjørt . Tó skilst so mikið sum tað , at ætlanin er at fáa í lag eina rutu seinnapart í viku niður til Europa . Sum er , siglir Samskip úr Føroyum mánadag . Men av tí , at tær stóru fiskanøgdirnar vanliga eru seinni í vikuni , er upplagt , at miða eftir at fáa part av hesum eisini , sigur hann . Tað skilst á nýggja stjóranum hjá Samskipum , at teir ætla at England skal vera ein týðandi partur av hesum nýggja tilboðnum . Hann nevnir Immingham sum fyrstu havn , tá farið verður úrFøroyum . Síðan verður siglt til Hollands , Týsklands , Danmarkar , Svøríkis og Noregs , áðrenn komið verður aftur til Føroya . Í Íslandi eru havnirnar , teir brúka , Reykjavík og Reyðifjørður á Eysturlandium . Joel undir Leitinum greiðir frá , at umframt hesar havnirnar , sum siglt verður til í beinleiðis sambandi við Føroyar , hevur Samskip eisini rutur og sambond nógvastaðni úti í heimi . Við egnu skipum verður siglt inn í Eystrasalt , eitt nú til Russlands , og eisini verður við undirveitarum siglt til eitt nú Fjareystur . Í Føroyum hevur Samskip higartil brúkt Klaksvík sum upp- - og avskipingarhavn , men arbeitt verður við at víðka um rutunetið við øðrum føroyskum havnum eisini . Joel undir Leitinum sigur , at talan verður uttan iva um eina havn í Suðurstreymoy . Tá roknar hann Kollafjørð sum part av Tórshavnar Havn hoyrandi til Suðurstreym , sigur hann . Siglt fer at verða við bingjuskipum upp á Føroyar , og ætlanin er at økja kapasitetin við størri skipum enn teimum , sum í dag eru á leiðini , sigur nýggi stjórin hjá Samskipum í Føroyum . At tað frammanundan eru tveir veitarar á leiðini - Smyril Line og Eimskip / Skipafelagið - gevur møguleika fyri at koma rættiliga við í kappingina , metir Joel undir Leitinum . Og við at betra munandi um útflutnignsmøguleikarnar heldur hann realistiskan møguleika vera fyri at fáa so mikið stóran marknaðarpart , at tað fer at bera til . %% 357 Vit taka heilsulig atlit Vit taka heilsulig atlit Sodavatn er verri fyri heilsuna enn grønar keks , og tí sluppu grønu keksirnar undan avgjaldi á hesum sinni Teimum , ið dámar væl at roykja og sutla sodavatn , mugu komandi ár longur niður í lummarnar fyri at fáa fatur á hesum vørum . Sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum eru ætlanir um at leggja avgjald á bæði sodavatn og tubbak . Ætlanin er , at avgjaldið á tubbak skal økja úr 0,80 krónum til 1,10 fyri sigarettina , meðan avgjaldið á sodavatn fer úr null krónum upp í 2,40 krónum fyri liturin . Landsstýrið metir , at avgjøldini fara at geva 35 mió. krónur í eyka inntøkum . Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum , Bárður Nielsen , sigur , at tað er ongantíð heppið at leggja avgjald á vørur , men tað varð neyðugt , um landsstýrið skuldi sleppa at raðfesta eitt nú almanna - og heilsumál hægri . Spurdur , hví júst sodavatn og tubbakk eru tikin úr rúgvuni , svarar landsstýrismaðurin , at tann avgerðin er tikin eftir heilsuligum atlitum . Ongar keks og posar Sambært fíggjarlógaruppskotinum er ikki ætlanin , at avgjald verður lagt á nógv umrøddu grønu keksirnar og plastik posarnar , sum undanfarin fíggjarlógaruppskot hava boðað frá . Spurdur , hví landsstýrið ikki hevur lagt seg eftir , at seta avgjøld á søtmeti sum keks og annað , tá landsstýrið velur at taka heilsulig atlit , svarar Bárður Nielsen , at ein arbeiðsbólkur í almanna - og heilsumálaráðnum og fíggjarmálaráðnum ikki hevur mett , at keks eru eins skaðiligar sum sodavatn . Landsstýrismaðurin hevði kortini onga kanning , sum prógvaði hetta uppáhald . Spurdur , hví landsstýrið ikki hevði valt at leggja avgjald á plastikposar fyri at verja umhvørvið , svarar Bárður Nielsen , at tað komst fyrst og fremst av tí , at tað varð so ringt at skipa fyrisitingarliga . %% 358 Fuglakrím kann smitta ímillum fólk Fuglakrím kann smitta ímillum fólk Nógv bendir nú á , at fuglakrím kan smitta ímillum fólk Í síðstu viku doyði ein kvinna í Teilandi av fuglakrími . Dóttir hennara er sjúk av fuglakrími , og teilendsku læknarnir ivast ikki í , at dótturin smittaði mammuna , tí mamman hevði ikki verið í sambandi við fugl . Tilburðurin hevur fingið teilendsku heilsumyndugleikarnar at fara undir eina umfatandi kanning fyri at fáa staðfest , um dótturin veruliga hevði smittað mammuna , tí er hetta rætt , so er tað fyrstu ferð , at fuglakrím hevur smittað ímillum fólk , skrivar Reuters . Higartil hevur verið hildið , at sjúkan smittar bara frá fugli til fólk . Í Teilandi verður málið mett so álvarssamt , at stjórnin helt kreppufund um tað í gjár . Aftan á fundin royndi varaheilsumálaráðharrin , Chaturon Chaisang , at sissa fólk . - Vit kunnu ikki prógva , at sjúkan smittar ímillum fólk , segði hann . Chaturon Chaisang segði , at bardagin ímóti fuglakríminum kann gerast drúgvur . Hann vísti á , at onnur lond hava roynt at basa sjúkuni tey seinastu tíggju árini uttan úrslit . Higartil í ár eru minst 10 fólk deyð av sjúkuni í Teilandi , og í Vietnam hevur fuglakrím kravt minst 20 mannalív teir seinastu níggju mánaðarnar . Serfrøðingar siga , at enn eru eingi prógv fyri , at sjúkan smittar ímillum fólk , og tí er lítil vandi fyri , at sjúkan fer at breiða seg til aðrar partar av heiminum . Kortini bera teir ótta fyri , at sjúkan kann smitta ímillum fólk , og so kann vandi vera á ferð , um virusið hjá fuglakrími verður blandað saman við vanligum krímvirusi hjá fólki , siga teir . Í summar boðaðu seks lond í Asia frá , at tey høvdu staðfest fuglakrím hjá høsnum , og meiri enn 100 milliónir høsnarungar vórðu avlívaðir . Trupulleikin er sambært teilendsku heilsumyndugleikunum , at villir fuglar bera virusið ímillum londini , og tí ber ikki til at basa sjúkuni í einum landi , so leingi hon er í einum av grannalondunum . %% 359 Høvdu samband eystureftir Høvdu samband eystureftir Svenska sjónvarpið hevur avdúkað , at svenski Visntraflokkurin hevði gott samband við teir ráðandi flokkarnar í Sovjetsamveldinum , Eysturtýsklandi , Rumenia og Norðurkorea í sjeyti - og áttatiárunum . Í einari sending fyrrakvøldið varð sagt , at í 1968 fanst Vinstraflokkurin hvassliga at sovjetsku innrásini í Kekkoslovakia , men kortini luttóku umboð fyri flokkin á kommunistisku floksráðstevnuni í Pahg seinni sama árið . Eisini bleiv avdúkað , at øll árini frá 1975 til 1993 fekk formaðurin í Vinstraflokkinum øl og brennivín frá teirri eysturtýsku sendistovuni , tá hann skuldi halda føðingardag . Eisini kom fram , at leiðslan í Vinstraflokkinum bað um at verða boðin á floksráðstevnur í Ungarn , Eysturtýsklandi , Rumenia og Sovjetsamveldinum , og at hon fekk innbjóðing hvørja ferå . Harafturat hildu umboð fyri floksleiðsluna ofta summarfrí í hesum londunum . Sjónvarpið kundi harafturat vísa á , at so seint sum á heysti í 1989 sendi Vinstraflokkurin leiðsluni í Eysturtýsklandi eitt fjarrit við ymskjum um góða eydnu í framtíðini og við vónum um , at tann kommunistiska leiðslan í Eysturberlin fór at sita við ræðið í nógv ár afturat . Bara ein mánað seinni fall Berlin - múrurin . Politiskir eygleiðarar í Svøríki siga , at avdúkingarnar í sjónvarpinum kunnu fáa ringa ávirkan á umdømið hjá Vinstraflokkinum . Umboð fyri flokkin hava sagt , at tann gamla leiðslan mistók seg , og at tað unga ættarliðið má taka við læru av mistøkunum . %% 360 Útistova vitjaði Sosialin Útistova vitjaði Sosialin Mangan fær Sosialurin á Argjum vitjan av til dømis skúlaflokkum ella øðrum ungum , sum vilja síggja , hvussu arbeitt verður á einum blaði . Men ein dagin fyrr í vikuni fekk lokalredaktiónin hjá Sosialinum í Klaksvík vitjan av nøkrum sera fittum børnum , sum ganga í útibarnagarði úti í Grøv . Tá dyrnar til redaktiónina í Klaksvík fór upp týsmorgunin , og komu ikki færri enn 13 børn í aldrinum fimm og seks ár inn . Tey greiddu frá , at tey vóru á veg norður á Kósina at vita , um tey ikki fóru at finna onkrar ommur , sum vóru til arbeiðis . - Vit skulu eisini eta matpakka á Kósini , greiddi ein genta stórsmílandi frá . Hóast tað regnaði eitt sindur hendan dagin og var nakað kalt , so lat tað ikki til , at børnini í Útistovu løgdu nakað í tað . Tey vóru vælílatin og gingu hvør við sínari tasku á rygginum við mateskju í . Sólgerð og Hervør , sum arbeiða í Útistovu søgdu , at tey ofta fara á vitjan á ymsum arbeiðsplássum . - Tað dámar børnunum sera væl , og serliga tá vit vitja arbeiðspláss hjá onkrum av foreldrunum , greiddu tær frá . Tey steðgaðu ikki longi á redaktiónini , men tey vóru sera hugtikin av lítla postkassanum , sum stóð uttanfyri . Og glað vóru tey fyri at fáa hann við á myndina . Síðani gekk leiðin hjá teimum víðari til Kósavirkið og haðani niðan í Mylnuhúsið , sum Útistova er ein partur av . Har vórðu tey so , til foreldrini komu eftir teimum aftaná arbeiðstíð . %% 361 Keypið sloyfur Keypið sloyfur Ljósareyða sloyfan er symbol fyri átakið » Í hernað móti bróstkrabba « Sloyfan kann keypast í handlum kring landið Tey sum keypa sloyfuna stuðla arbeiðinum hjá Bót til Bata Í oktober mánaði verður runt um í heimi varpa ljós á bróstkrabba . Hagtøl vísa at 1 av 10 kvinnum og 1 av 100 monnum verða rakt av bróstkrabba . Bróstkrabbi er tað slagið av krabbameini , sum mest er av í Føroyum . Í Føroyum fáa umleið 25 kvinnur árliga staðfest hesa sjúku og talið økist tíverri . Við at keypa ljósareyðu sloyfuna , sum kann keypast í handlum kring landið í oktober mánað , ert tú við at stuðla arbeiðinum hjá Bót til Bata . Bót til Bata er ein bólkur av sjálvbodnum kvinnum , sum eru skurðviðgjørdar fyri bróstkrabbamein . Hesar kvinnur veita stuðul , vegleiðing og ráð til aðrar kvinnur , ið eru ella skulu skurðviðgerast fyri krabbamein í brósti . Harafturat arbeiðir bólkurin fyri at fremja áhugamál hjá hesum sjúklingabólki , mótvegis mynduleikum og heilsuverki og at fremja upplýsandi og vegleiðandi virksemi . %% 362 Føroyingar ferðast dúgliga Føroyingar ferðast dúgliga Kanningin , sum Gallup hevur gjørt fyri Ferðaráðið , vísir , at føroyingar ferðast bæði innan- og uttanlands . Helvtin av teimum spurdu siga seg hava verið uttanlands . Men tey hava eisini ferðast í Føroyum . Varhugin , sum fólk í ferðavinnuni hava havt av , at føroyingar ferðast meira í egnum landi , enn teir fyrr hava gjørt , tykist verða grundaður , vísir Gallupkanningin . Serliga í meginøkinum , Eystroy , Streymoy og Vágum , hava nógv fólk ferðast . 65 prosent av teimum spurdu siga seg hava verið í hesum økinum . Eisini Norðoyggjar eru væl við . Har hava 19 prosent verið . Suðuroyggin hevur fingið 15 prosent . Verri er statt við Sandoy , ið sum tann einasta av størru oyggjunum liggur heilt niðri á átta prosentum . Síðan eru tað útoyggjarnar aðrastðani enn í Norðoyggjum , sum liggja lægri . Eitt nú siga bara trý prosent seg hava verið í Mykinesi . Í kanningini sæst , at heili 22 prosent av teimum , sum siga seg hava ferðast í Føroyum , hava ikki gist nakrastaðni á ferðini . Tað meta tey í ferðavinnuni ikki at vera nóg gott og halda , at her er avgjørt nakað hjá teimum , ið hava gistingarhús , summarhús ella aðrar gistingarmøguleikar , at arbeiða við . Eisini verður sagt í viðmerkingum frá Ferðaráðnum , at tað tykist eitt sindur ógreitt , hvat fólk meina við , tá tey siga , at tey hava vitjað vinir og kenningar . Um tað merkir , at tey hava búð heima hjá fólki , tey kenna , ella um tey hava lænt ella leigað hús sum vinir ella kenningar eiga aðrastaðni enn har , tey búgva . Av tí , at ikki nóg væl er tilskilað her , kann vera torført at greiða rætta úrslitið av kanningini á hesum økinum . Í niðurstøðuni , eftir at kanningin er gjørd , siga tey á Ferðaráðnum , at tað tykist sum føroyingar meira og meira eru farnir at meta tað at ferðast í egnum landi sum ferðavinnu . Eisini halda tey at føroyingar meira tilvitað ferðast í egnum landi nú , enn gjørt hevur verið fyrr . Kanningin vísir eisini , at tey , sum hava verið uttanlands og ferðast , eisini ferðast meira í Føroyum , enn meðaltalið av føroyingum annars ger . %% 363 Torstein hevur ein verndareingil Torstein hevur ein verndareingil Herfyri spældu átta ára gamli Torstein og nakrir av hansara vinmonnum í einari gamlari grund í Vestmanna , tá Torstein brádliga datt einar fimm ella seks metrar niður og lendi á sjógvi . Torstein kom ótrúliga væl frá óhappinum , og fleiri eru tey , ið siga , at mestur man ein verndareingil hava havt eyguni eftir honum Fallið hjá Torsteini var um seks metrar ella so . Tíbetur var flóð hendan dagin , og tískil var stoyturin ikki so harður Mynd : Jens K. Vang Foto : Jens K. Vang Torstein Paulason Brattaberg slapp við skrekkinum , tá hann tann 21. oktober kom út fyri einum óhappi , sum kundi volt honum stóra skaða . Meðan hann og nakrir vinmenn spældu í einari gamlari húsagrund , datt hann brádliga út av og lendi í sjónum einar seks metrar niðriundir . Vanliga er hella undir , men tíbetur var flóð hendan dagin , so sjógvurin tók tað mesta av stoytinum , tá hann lendi . Hann fekk nakað av skaða í andlitið , men annars kom hann væl frá fallinum . - Júst hvat hendi , er ikki heilt greitt , men har lá ein planki , sum Torstein antin hevur sett seg ella traðkað á , og so fór hann sendandi útav , greiðir mamma Torstein , Barbara Brattaberg , frá . Í fallinum smekkaði Torstein høvdið í sjálvan veggin í grundini , og tá er hann so svímaður . Sjálvur greiddi hann frá , at hann svímaði , tá hann datt , men vaknaði aftur , tá hann lá í sjónum . Hjálp var í nánd Dreingirnir , sum vóru við Torsteini , søgdu , at Torstein sjálvur svam stutta teinin inn á land , men hesum er Torstein ikki samdur í . Hann sigur , at tað kendist sum ein alda tók í hann og flutti hann inn á land . - Tað er sjálvandi torført at siga , júst hvat og hvussu . Hetta eru jú børn , sum vit tosa um , og tey uppfata uttan iva eina slíka støðu á hvør sín hátt , heldur Barbara fyri . Men hvussu er og ikki , so kom Torstein í øllum góðum upp á turt aftur . Tað vildi so væl til , at nakrir menn vóru til arbeiðis har í nánd , og vinmenninir hjá Torsteini róptu á teir og bóðu um hjálp . Teir fingu fatur á dronginum , sum tá var illa skjølaður , vátur , kaldur og bløddi sera illa . Við bili varð so farið úr Vestmanna . Teir ringdu til Paula , pápa Torstein , sum arbeiðir í Havn . Avrátt varð , at Pauli skuldi koyra ímóti teimum . Við rundkoyringina í Kollafirði hittust teir , og Pauli tók sonin í sín bil og koyrdi so beint á Landssjúkrahúsið . Ómetaliga heppin Menninir í hinum bilinum ringdu so til Barbaru og boðaðu henni frá , at sonurin og maðurin vóru á veg á skaðastovuna . Barbara arbeiðir á Tjaldursapotekinum , og hon var ikki komin út um Havnina , tá hon fekk boðini . So hon koyrdi beint á sjúkrahúsið og var har , áðrenn Torstein og maðurin komu . - Eg bleiv ikki so bangin , tí teir dugdu avbera væl at siga mær , hvat var hent . Teir løgdu mær eina við , at tað sá nógv ógvusligari út , enn tað í veruleikanum var , greiðir Barbara frá . Hon rósar bæði monnunum , sum komu Torsteini til hjálpar og øllum á sjúkrahúsinum upp um øll skýggj fyri teirra fyrimyndarliga góðu hjálp í sambandi við óhappið hjá einasta soninum hjá teimum . Torstein varð liggjandi á Landsjúkrahúsinum eina nátt . Staðfest varð , at hann ikki hevði fingið stóran skaða . Knoglin undir vinstra eyga hevði fingið eitt knekk . Av tí sama var hann sera hovin í andlitinum . Hann fekk eisini nakrar pentir undir undirvørrini , men tað var alt . - Tá man hugsar um alt , sum kundi havt hent , so kunnu vit ikki siga annað enn , at hann var ótrúliga heppin , sigur Barbara . Tað letur ikki til , at Torstein fekk nakran ógvusligan skelk av óhappinum . Ta fyrstu náttina á sjúkrahúsinum droymdi hann eitt sindur , men annars hevur hann ikki havt órógv av fallinum . Barbara heldur tó , at onkur av vinmonnunum hjá Torstein ikki høvdu tað so lætt tær fyrstu næturnar aftaná . - Tað hevur uttan iva verið ein ógvusligur skelkur fyri teir at vera vitni til eitt slíkt óhapp , sigur Barbara . Torstein hevur ei heldur trupulleikar við at fara aftur á staðið , har óhappið hendi , so har hevur hann longu verið aftur fleiri ferðir . Ótrúligur stuðul Barbara sigur , at øll vita , at óhappið er hent . Bygdafólkið í Vestmanna vísti ein ótrúligan stuðul , sigur hon . Flokkurin hevur verið á vitjan , øll ringdu fyri at spyrja , hvussu tað stóð til , og sum sagt eru tað mong , sum hava havt á tungu , at Torstein hevur ein verndareingil . Talan var um eitt hendiligt óhapp hendan dagin . Børn spæla so nógv og nógvastaðni , og her mundi tað endað galið . Barbara heldur ikki , at tað veruliga er gingið upp fyri henni enn , hvussu heppin tey hava verið . - Sjálvandi hugsar ein um alt tað , sum kundi hent . Hann kundi havt sligið seg í á ein annan hátt og harvið brotið seg nógv verri sundur , heilaskjálvti og hvat veit eg . Og um ongin flóð var , eg tori næstan ikki at hugsa tankan . Men tíbetur var hansara tíð ikki komin , og sigast má , at tá tað skuldi vilja illa til , kundi tað hóast alt ikki gingið betur . Tað eru vit ómetaliga takksom fyri , sigur Barbara Brattaberg . %% 364 Postverk Føroya: Hóttanir um uppsagnir í tíð og ótíð Postverk Føroya : Hóttanir um uppsagnir í tíð og ótíð Løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins , Kári P. Højgaard , sigur , at er ætlanin at avtaka Postverk Føroya sum tænastuveitara á høgum støði við útlisiteringum til eitt nú bensinsølur og bygdahandlar , fer Sjálvstýrisflokkurin ikki at taka undir við lógaruppskotinum Postverk Føroya Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum , Kári P. Højgaard , sum eisini hevur verið postmaður í mong ár , heldur ikki nógv um úttalilsini hjá landsstýrismanninum , Bjarna Djurholm og stjóranum á Postverki Føroya , Bergi í Garði , sum herfyri gjørdu viðmerkingar í Sosialinum um ætlanirnar at skipa Postverk Føroya sum alment partafelag . Á fíggjarlógini í ár standa 30 miljónir krónur , sum ætlanin er at nýta til eginpening í almenna partafelagnum . Kári sigur , at seinasta samgonga var komin undir land við ætlanunum at einskilja Postverk Føroya , og í hesum sambandi vóru Fólkaflokkurin , Tjóðveldisflokkurin , Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin við í einum fylgibólki , sum hevði til endamáls at skapa karmar um eitt dynamiskt , effektiviserað og rationaliserað Postverk Føroya . - Alt var komið upp á pláss , og bæði samgonguflokkarnir og Postfelagið høvdu sagt gott fyri uppskotinum . Tað einasta , sum endaliga skuldi fáast upp á pláss , vóru starvsfólkarættindini , men landsstýrismaðurin , Bjarni Djurholm og Anfinn Kalsberg , táverandi løgmaður , góvu trygd fyri hesum . Kári skelkaður Kári sigur , at uppskotið var klárt at bera í løgtingið , tá samgongan kollsigldi . - Eg hevði væntað , at friður nú valdaði um hetta mál , og at tað fór at verða samtykt einmælt . Men satt at siga fekk eg ein skelk , tá ið las Sosialin , 28 . oktober . Í hesum blaðnum eru tríggjar greinar við myndum , ið snúgva seg um ætlaninar . Tann eina greinin er samrøða við landsstýrismannin , Bjarna Djurholm , har hesin hugsunarsamur - á myndini - sigur positivt , at " Hetta er fyrsta stigið móti menning ? " Á somu síðu eru tvær aðrar greinar , har postverksstjórin sigur , at " Posthúsið í SMS verður stongt " - og síðan kemur hann við ársins tíðindum , sum Kári tekur til , nevniliga , " Postavgreiðsla á bensinstøðini " . Kári sigur seg undrast yvir , hví postverkstjórin kemur við hesum útsagnum . - Hví skal leiðslan á hesum stovni almannakunngera uppsagnir í tíð og ótíð . Eru felag og leiðslan kunnað , kundi eg hugsað mær at vitað , hví afturvendandi hóttanir um uppsagnir javnan skulu berast fram í fjølmiðlunum . Løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins vísir á , at einki starvsfólk kann í longdini liva við hóttanum av hesum slagi , tí hetta drepur bæði arbeiðshug og tryggleika . Aftrat hesum missa viðskiftafólkini álitið á stovnin og fara at hyggja aðrar vegir . - Tá ið eitt felag ella ein handil koyrir tungt , er ikki vanligt at almannakunngera , hvussu vánalig støðan er , men vanligt er at bíða , til seymurin verður negldur í hurðina , sigur Kári P. Højgaard . Fullkomiliga óveruligt Hann sigur , at tað kennist fullkomiliga óveruligt , tá ið leiðslan á postverkinum boðar frá , at tað fer at bera til at leggja partar av postavgreiðsluvirkseminum á bensinstøðir ella bygdahandlar , tá ið nýggja partafelagið er farið til verka . - At Alfred Olsen , løgtingsmaður , í bløðunum eisini hevur sagt seg taka undir við hesum , hevði eg ikki væntað , sigur Kári . Hann sigur , at Sjálvstýrisflokkurin vil hava trygd fyri , at Postverk Føroya í framtíðini verður ein samanhangandi eind sum víðkar um inntøkumøguleikarnar við bretaðum útboðum og tænastum , samstundis sum neyðugar sparingar , rationaliseringar og effektiviseringar betra kappingarstøðuna . - Verða uppgávur og tænastur uttanfyri handilsligar fyritreytir , álagdar stovninum , er neyðugt , at tilsvarandi peningaupphæddir fylgja almennu krøvunum . Løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins sigur , at er ætlanin at avtaka Postverk Føroya sum tænastuveitara á høgum støði við teimum ætlaðu útlisiteringunum , ið nevndar eru í greinunum í Sosialinum , fer Sjálvstýrisflokkurin ikki at taka undir við lógaruppskotinum . %% 365 Sancy fekk minu í trolið Sancy fekk minu í trolið Trolarin Sancy fekk minu í trolið , tá teir royndu á Íslandsrygginum , visti heimasíðan hjá Suðurrás at siga hósdagin . Minan varð sprongd í grótbrotinumí Porkeri hóskvøldið Trolarin Sancy úr Vági lá hósdagin við bryggju í Vági og bíðaði eftir spreingiserfrøðingum frá Marinustøðini . Minan var illa farin og lá á bátadekkinum , visti heimasíðan hjá Suðurrás - www.sudurras.fo - at siga hósdagin . Sancy fekk minuna í trolið , tá teir royndu á Íslandsrygginum . Minan varð sprongd í grótbrotinum í Porkeri hóskvøldið . %% 366 Friðarligt í Norðoyggjum og Vágunum Friðarligt í Norðoyggjum og Vágunum Løgreglan Í Norðoyggjum og Vágunum hevur eftir øllum at døma verið stak friðarligt í vikuskiftinum . Bæði á politistøðini í Klaksvík og í Miðvági siga tey við ein munn , at har hevur alt gingið uppá stás . - Her hevur einki verið á vási , hvørki úti ella heima , og eingin løgreglufrágreiðing er skrivað , siga tey bæði í Klaksvík og í Miðvági . %% 367 Brutu átta rútar á flakavirkinum Brutu átta rútar á flakavirkinum Herverk Leygarkvøldið var dansur og nógv fólk í Royn - høllini í Hvalba . Tá ið náttin hasaði av , vóru átta rútar færri heilir á flakavirkinum í Hvalba . Løgreglan í Suðuroy sigur , at onkur hevur gjørt seg inn á virkið sunnunáttina , og átta rútar eru knústir . Hetta eru alt termorútar , og teir eru dýrir . - Vit kunnu ikki siga , at vit eingi spor hava at ganga eftir , men fólk , sum kanska vita eitt hvørt um tilburðin , eru vælkomin at venda sær til okkara , sigur løgreglan . Í Suðuroy var annars friðarligt í vikuskiftinum . - Okkurt minni ferðsluóhapp var , men annars gekk ferðslan væl , sigur løgreglan í Suðuroy . %% 368 Gera seg inn á busskýlir Gera seg inn á busskýlir Herverk Løgreglan í Eysturoy leitar eftir ótangum , sum stundum hava til fragd at gera seg inn á busskýlini í oynni . Kristian Martin Joensen , sýslumaður , sigur , at seinasta herverkið er framt á busskýlið við Gøtugjógv , har rútarnir eru brotnir . Tað vísir seg , at hetta er ein afturvendandi trupulleiki í oynni . Hann sigur , at rútarnir í einum slíkum skýli eru dýrir , og hann sigur seg hava skilt , at umvælingin av busskýlinum við Gøtugjógv kostar einar 6.000 krónur . - Tað er jú púrasta meiningsleyst at gera seg inn á hesi skýlini , heldur sýslumaðurin . Hann sigur , at løgreglan vil fegin frætta frá fólki , sum vilja hjálpa teimum at finna út av , hvørjir ótangarnir eru , sum ikki kunnu lata skýlini í oynni fáa frið . - Vit vita ikki , hvørjir ótangarnir eru , men vit vita , at hetta er ein afturvendandi trupulleiki . Tí vilja vit fegin frætta , um onkur veit okkurt at siga okkum , sum vit ikki vita , sigur Kristian Martin Joensen . %% 369 Siðiligt skemt á politiskum fundi Siðiligt skemt á politiskum fundi Tað var langt ímillum speisku álopini á valfundinum í Filadelfia sunnukvøldið . Politikararnir vóru óvanliga spakir og sakligir . Heldur øðrvísi valfundurin var bæði lættur og stuttligur Eingin spældi upp á trummusettið . Tað stóð bara har og blómaði . Tað var ikki eitt møti . Tað var kanska heldur ikki ein ordiligur valfundur . Hóast endaspurturin í valstríðnum til kommunvalið er farin í gongd , so var alt tann reina hampuligheit og fordragiligheit , tá ið veljarafundur varð í Filadelfia sunnukvøldið . Politikararnir skikkaðu sær óvanliga væl , tá ið teir komu í samkomuhúsið . Eingin eiður fall , eingin rópti , orðaskiftið var sakligt og stuttligt til tíðir . Ikki kann sigast , at valevni við tilknýti til samkomulív stóðu aftast í køini , tá flokkarnir í Havn høvdu valt síni umboð á veljarafundinum í Filadelfia sunnukvøldið . Tað ber heldur ikki til at siga , at valevnini fjaldu beinleiðis , at høvdu tilknýti ella høvdu havt tilknýti til eitt nú KFUK ella í sínari tíð vóru ádreingjafundum hjá Álvheygg í KFUM . Um limirnir í Filadelfia , Evangeligihúsinum og Meinigheitini í Hoyvík høvdu avtalað frammanundan , at heitu etisku spurningarnir skuldu fáa frið hetta sunnukvøldið skal verða ósagt , men hvørki skrásett parlag ella fosturtøka vórðu tikin upp á tungu á fundinum . Hinvegin varð røtt um gerandisspurningar sum eldraøkið , barnagarðar , orku og musikkskúlan . Ósvaraðir spurningar Fyrireikararnir høvdu undan fundinum givið flokkunum eitt upplegg , sum flokkarnir vórðu bidnir um at svara . Tær tríggjar samkomurnar vildu hava at vita frá politisku flokkunum í Havn , hvørja støðu teir høvdu til kristnar frískúlar , barnaansing í samkomum og um fíggjarligan stuðul til arbeiðið hjá samkomum . Hóast upplegg var rættiliga ítøkiligt , valdu flestu flokkarnir at snúgva seg undan hesum spurningum . Endamálið við fundinum var at fáa eitt orðaskiftið í lag um sambandið millum býráðspolitikk og samkomur , og tí kom eitt sindur dátt við , at áhugaverda uppleggið hjá Filadelfia , Evangeliihúsinum og Meinigheitini í Hoyvík ikki fekk drúgvari viðgerð á fundinum . Kjakið sunnukvøldið var óvanliga sakligt og siðiligt . Um kristiliga umhvørvið var við til at dempa annars vanligu hvøssu tungurnar hjá politikarunum skal verða ósagt , men tað var langt ímillum álopini sunnukvøldið . Gamaní royndu Sjálvstýrisflokkurin og Tjóðveldisflokkurin at skjóta sitandi samgongu niður , men ákoyringarnar fingu ongantíð verulig vind í seglini í hugnaliga umhvørvinum . Teddy í hopla Hýrurin í Filadelfia sunnukvøldið var bæði lættur og stuttligur . Politiskir fundir bera ofta dám av at vera í so álvarsamir og keðiligir , men bæði orðstýrari , samkomulimir og politikararnir dugdu væl at taka til , so hýrurin gjørdist góður . Orðstýrarin , Sam Jacobsen , leiðarin í Evangeliihúsinum Dánjal á Dul Jacobsen og ikki minst Theodor ella Teddy Petersen gjørdu sítt til , at áhoyrarnar hugnaðu sær óført . Serliga Teddy Petersen var í hopla , og hóast hann hevur búð nógv ár í Havn , so hevur hann ikki heilt slept svarta skemtinum úr Suðuroynni . Politikarar gjørdu eisini sítt til , at fundurin ikki gjørdist tungur á nakran hátt . Teir fullu væl inn í lætta stemningin í Filadelfia sunnukvøldið . Eftir fundin tók onkur til , at samkomurnar væntaðu at síggja fleiri nýggj andlit komandi sunnukvøld , tí valfundurin var so væleydnaður . Dróg út Tey í alt 12 valevnini komu til ein stúgvandi fullan sal í Filadelfia sunnukvøldið . Lagt var til brots klokkan 18 , og stutt eftir klokkan 21 vórðu seinastu orðini søgd . Hóast fyrireikararnir løgdu nógv fyri at hava ein lættan stemning á fundinum , so dróg fundurin kortini út og áhoyrararnir møddust . Hetta sást eisini aftur , tí tá fundurin var av , var góður helmingurin farin til hús . Hvør flokkur hevði fyrst 10 minuttir og seinni 5 minuttir at greiða frá sínum sjónarmiðum . Fyrstu hálvi annar tímin fór tí við uppleggum frá flokkunum , og síðan var møguleiki hjá áhoyrarum at seta spurningar . Ætla fyrireikararnir at skipa fyri slíkum fundi aftur , áttu teir at umhugsa at stytt tíðina til uppleggini frá flokkunum , og møguliga átti orðstýrarin at stýrt við eitt sindur harðari hond , tá politikarar svaraðu spurningum frá áhoyrarum . %% 370 Feðgar á ferð Feðgar á ferð Feðgarnir Niels og Lars Helmøe Larsen vóru ávikavist skipari og stýrimaður á seinasta Maersk Air flogfarinum , sum var á rutuferð í Vágum Tað var ein rættilig familjuferð , tann seinasta , sum Niels Helmøe Larsen , flogskipari hjá Maersk Air , gjørdi til Føroya leygardagin . Sum stýrimann hevði hann sonin Lars . Og millum feðrafólkini var umframt konur og børn hjá teimum báðum , eisini fyrrverandi stjórin í Statens Luftfartsvæsen , Børge Helmøe Larsen , sum er faðir skiparan og abbi stýrimannin . Á samkomuni , sum hildin varð í hangarinum leygardagin , heiðraði Uni Danielsen , stjóri á Flogfelg Føroya , sum í fleiri enn 30 ár var aðalumboð hjá Maersk Air í Føroyum og øll árini , til Maersk Air gavst at flúgva , hevur avgreitt flogførini hjá felagnum í Føroyum , gamla skiparan hjá Maersk Air , sum nú leggur frá sær fyri aldur . Hesin seinasti túrurin hjá Maersk Air í Føroyum var eisini seinasti flogtúrurin hjá tí royndasta flogskiparanum á Føroyaleiðini yvirhøvur . Niels Helmøe Larsen var fyrstu ferð í Føroyum sum stýrimaður á einum Sterling flogfari í 1970 . Áðrenn Maersk Air byrjaði at flúgva higar . Síðan hevur hann flogið góðar 1.800 tímar aftur og fram millum Danmark og Føroyar . Seinnu árini hevur hann av og á havt sonin , Lars , við sær sum stýrimann . Soleiðis var eisini hendan dagin , teir vóru og søgdu farvæl . Uni Danielsen handaði Helmøe , sum hann vanliga verður nevndur í Vágum , eina gávu , sum myndaði innflúgvingina yvir Sørvágsfirði . Ein mynd , sum Helmøe kennir rættiliga væl , segði hann . %% 371 Gospelfestivalurin eydnaðist væl Gospelfestivalurin eydnaðist væl Suðuroyar Gospelfestivalur stóð á breddanum í Suðuroynni um vikuskiftið og tiltakið eydnaðist væl . Sunnudagin endaði tiltakið við stórfingnari gallakonsert . Hesaferð luttóku bert suðuroyingar , hóast tað , eins og áður hevur verið gjørt , er ætlanin at savna fólk úr øllum Føroyum Hjá mongum suðuroyingi snúði vikuskiftið seg um gospel . Suðuroyar Gospelfestivalur var um vikuskiftið . Vikuskiftisdagarnar varð vant dúgliga og tiltakið endaði við gallakonsert sunnudagin . Tað er Suðuroyar Gospelkór og leiðari tess , Jens Knudsen , ið skipa fyri tiltakinum , sum í ár fór av bakkastokki fyri aðru ferð . Eydnaðist væl Ætlanin við tiltakinum er at savna gospeláhugað úr øllum Føroyum til eina gospeluppliving . Hetta eydnaðist í fjør , men í ár kom ongin norðaneftir til Suðuroyar á gospelfestival . - Hóast hetta , so eydnaðist tiltakið sera væl . Vit høvdu frálíkan bólk at spæla undir og solistar og kór vóru framúr , sigur Jens Knudsen , sum tó eisini kundi hugsað sær eina størri lurtarafjøld til gallakonsertina . - Tað er nakað við at fáa respons frá áhoyrarafjøldini , tá talan er um lívligan gospelsang , sigur Jens Knudsen . Væl mannaði bólkurin , ið spældi undir hesaferð , var Strange Fruit , ið hevur manning úr fleiri støðum í landinum . Solistar vóru Andreas Knudsen , Jonhild Andreasen Nielsen og Hjalmar Magnussen . Tey stórt hundrað fólkini , sum leitaðu sær á gallakonsert í høllini í Trongisvági hoyrdu vælupplagdar kórsangarar , solistar , tónleikarar og upplivdu eina fjølbroytta skrá av góðum gospelløgum . Løgini hesaferð vóru Just Come , God is Good , Til we meet Again , He's the light of the World , My life is in your hands Blessed Assurance , It's Me , Det ska bli er betre plats , We thank you Jesus . %% 372 Ein brølari Ein brølari Tað er sjálvgjørt , at Maersk Air hevur mist so nógvar kundar á Føroyaleiðini , at felagið nú noyðist at gevast at flúgva higar , ásannar stjórin í danska flogfelagnum Tað var ein brølari av Maersk Air at fara undir bonusskipanina , har ferðafólk kundu savna stig og soleiðis møguliga vinna eina ferð til eitt nú Athen ella Paris . Tað ásannaði Finn Øelund , tá hann á tíðindafundi í Vágum leygardagin fekk spurningin . Hendan skipanin , sum Maersk Air tá setti í gildi , varð beinanveg svarað aftur av Atlantsflogi , sum setti sína Súluskipan í verk . Tað gjørdi so , at fólk vórðu noydd at velja felag . Og føroyingar valdu Atlantsflog . Í so stórum tali , at tað veruliga merktiskt hjá Maersk Air . Tá tú fyrst hevur fingið eitt stempul í bonuskortið , er tað rættiliga ótaktiskt at fara at keypa ferðaseðil við øðrum felag á somu flogleið . Tað sigur seg sjálvt . Og eingin ivi er um , at fólk , ið fyrr hava valt flogfelag , sum best bar til , fóru at ferðast við Atlantsflog burturav , eftir at hendan skipanin varð sett í gildi . - Jú , tað var ein brølari , sum týðuliga sást aftur í minkandi ferðafókatali , ásannaði Finn Øelund , stjóri í Maersk Air , tá hann var í Vágum og segði farvæl leygardagin . %% 373 Ein vanlukka fyri kappingina um fiskin Ein vanlukka fyri kappingina um fiskin - Hetta líkist einum kvetti og eg skilji ikki , hví alt arbeiðið verður gjørt í tí dulda , heldur Henrik Old , formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum . Í løgtinginum í dag vil hann hava eina forkláring frá Bjarna Djurholm um hvussu tað ber til at Fiskavirking so knappliga kundi yvirtaka Fisksøluna Fiskavirking & Fiskasølan - Eg veit ikki hvat tað er , sum gongur fyri seg . Tí vil eg hava eina forkláring frá landsstýrismanninum í vinnumálum . Henrik Old , formaður í vinnunevndini í Løgtinginum , er ógvuliga ørkymlaður um tað sum fer fram í Framtaksgrunninum í løtuni . Í løgtinginum í dag fer hann at biðja Bjarna Djurholm , landsstýrismann í vinnumálum , um eina forkláring uppá , hvat tað er , sum fer fram í Framtaksgrunninum og , hvat ætlanin er . Fyri nøkrum døgum síðani bórust tey tíðindi , at Fiskavirking hevði hug at keypa Fiskasøluna . Síðani kom fram , at nevnd og leiðsla í Fiskasøluni ætlaði at keypa fyritøkuna . Men tað endaði við , at Fiskasølan og Fiskavirking vórðu samanløgd mánakvøldið og nevnd og stjóri í Fiskasøluni vórðu send til hús . Tað er Framtaksgrunnurin sum eigur báðar fyritøkurnar , men formaðurin í vinnunevndini skilir ikki framferðina . - Tá ið ein fyritøka skal seljast , verður sum oftast roynt at fáa so góðan prís sum gjørligt . Hinvegin roynir Framtaksgrunnurin at hava alt so loyniligt sum gjørligt og tað er mær ein gáta . - Tað er rættiliga løgið . Men onkur ætlanin er aftanfyri alt hetta og tað eiga vit at fáa at vita , heldur Henrik Old . Hann vísir á , at Fiskavirking kann aldrin hava goldið nakað fyri Fiskasøluna , tí tað hevur Fiskavirking ikki pening til . Hann minnir eisini á , at tað er ikki so langt síðani , at Fiskasølan seldi fyri Fiskavirking . Men tað var alt umráðandi fyri Fiskavirking at sleppa av við Fiskasøluna , tí teir vildu selja fiskin sjálvir . Henrik Old spyr hvussu tað nú ber til , at Framtaksgrunnurin heldur tað vera rættast at knýta Fiskavirking og Fiskasøluna saman . Hann vísir eisini á , at Fiskavirking hevur ikki havt pening til at lata virkið í Vági uppaftur . Tað kann bara merkja , at Fiskavirking hevur fingið Fiskasøluna fyri einki frá Framtaksgrunninum . Og tað finst hann eisini harðliga at , tí Framtaksgrunnurin skal betala 93 milliónir aftur í láni - Men eg dugi ikki at síggja , hvat Framtaksgrunnurin hevur gjørt fyri at útvega pening til at halda sínar lániskyldur og tað haldi eg er átaluvert . Ístaðin kundi Framtaksgrunnurin selt burturav sínum ognum fyri at útvega pening . Hann hugsar eisini um virkið í Vági , sum Fiskavirking ikki brúkar . Hann sigur , at ein grundgeving fyri at leggja Fiskasøluna og Fiskavirking saman kann vera fyri at økja um virðið . - Men tað økir sanniliga ikki um keyparaskaran , um ætlanin er at selja eina so stóra fyritøku undir einum , heldur Henrik Old . Ein katastrofa fyri kappingina Henrik Old heldur eisini , at tað rætt og slætt er ein vanlukka fyri kappingina um fiskin , at Fiskasølan og Fiskavirking nú verða løgd saman . Fiskasølan hevur virki í Hvalba og virki í Vági . Nú hevur so Fiskavirking eisini fingið hesi bæði virkini undir hond , er tað eitt stórt bakkast fyri kappingina um fiskin . - Í løtuni arbeiða vit hart fyri at finna eina loysn , so at skipini fáast at avreiða meir í Føroyum . Men tað sum nú er hent , er eitt álvarsligt skot fyri bógvin í royndunum at fáa meiri fisk upp á land í Føroyum , tí nú er ein hampiliga stórur keypari minni at kappast um fiskin . - Og tað er tað mest óhugnaliga við hesi ætlanini og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri royndirnar at fáa meiri fisk upp á land í Føroyum . - Tí sampakkar samanleggingin av Fiskavirking og Fiskasøluni als ikki við arbeiðið at fáa meiri fisk á land í Føroyum . - Hetta er farið at líkjast gomlum , russiskum tilstandum , sigur Henrik Old . Væntar tað ringasta Henrik væntar eisini tað ringasta fyri virkini í Vági og í Hvalba . - Skulu vit meta útfrá tí , sum er hent , kunnu vit baravænta tað ringasta og at virkið í Vági og í Hvalba lata aftur . Hann vísir á , at síðani í vár hevur Fiskavirking lovað at lata virkið í Vági uppaftur , men enn røkist onki fyri tí . Og nú Fiskavirking hevur stórt saltfiskavirki á Toftum , gevi eg ikki virkinum í Vági stórar møguleikar og tað sama við virkinum í Hvalba , tí Fiskavirking hevur fleiri feskfiskavirki frammanundan . %% 380 Føroyingar hava goldið ov nógv Føroyingar hava goldið ov nógv Leiðslan í danska flogfelagnum DAT bjóðar føroyingum tilboð , sum ikki eru sædd her á leiðum fyrr . Tað er tí , at eingin , sum fyrr hevur flogið á Føroyarutuni , hevur havt áhuga í at koma við slíkum tilboðum fyrr , sigur stjórin Tað er einki forgjørt í at bjóða ferðaseðlar út fyri næstan einki . Tað ber seg ikki , men tað var heldur ikki meiningin . Vit hava fingið hesi tilboðini góðkend , og tað er so bara ein tænasta til viðskiftafólkini , sum eingin , ið fyrr hevur flogið upp á Føroyar , hevur verið áhugaður í at bjóða fólki , sigur Jesper Rungholm , stjóri á Danish Air Transport , sum um jólini fer at flúgva nakrar túrar millum Danmark og Føroyar . Flestu føroyingar munnu hava gingið í teirri » saligu « trúgv , at av tí , at talan er um sonevnda » koncessiónsrutu « , hevur ikki verið møguligt at bjóða lágprístilboð til kundarnar . Men soleiðis er ikki , sambært stjóranum í DAT , Jesper Rungholm . - Vit hava søkt um at sleppa at bjóða nakrar ferðaseðlar út fyri heilt lágan prís , og tað hava vit fingið loyvi til . At tað ikki hevur verið gjørt fyrr , fái eg bara til , at tey bæði feløgini , sum fyrr hava flogið her , hava gjørt av sínámillum , at soleiðis skuldi tað vera . Mín meting er , at tað hevur ikki verið nakar serligur vilji til at bjóða slík tilboð . Feløgini hava samst um at býta ferðafólkini millum sín , og so hava tey bara hildið ein fastan prís , sum tey kunnu hava verið samd um , sigur hann . Magni Arge , stjóri á Atlantsflogi , ásannar , at hasar prísirnar , sum Jesper Rungholm nevnir og bjóðar út , hava tey hjá Atlantic ongantíð hugsað um . - Tað er eitt sindur øðrvísi , tá tú situr við eini rutu , sum tú skalt røkja hvønn dag , enn tá tú kemur inn á ein marknað og bara ætlar tær at vera har í eina viku í fyrsta umfari , sigur hann . Tí ber hatta til hjá teimum . Men tað hevur einki við forrætning at gera , tí hatta ber ongan kostnað av flúgvingini , sigur Magni Arge . Og tað váttar Jesper Rungholm eisini . Tí tað hevur ongantíð verið ætlanin , at hetta skuldi geva nakað yvirskot soleiðis . - Hasar fáu , bíligu ferðaseðlarnar bjóða vit út fyri at fáa umtalu . So einfalt er tað . Nú skulu vit royna hetta og so gera okkara eftirmetingar , áðrenn vit fara at taka støðu til , um vit fara at byrja regluliga flúgving upp á Føroyar , sigur hann . Magni Arge sigur , at hjá teimum er hasin tankin tó ikki heilt fremmandur . Okkurt , sum líkist hasum hevur verið roynt á Íslands - , Noregs - og Bretlandsrutunum , og møguleiki er fyri , at tað verður víðkað eftir nýggjár , sigur hann , og letur líkasum » hanga í luftini « , at tað kanska í famtíðini fer at bera til at fáa bíligar ferðaseðlar til Danmarkar við Atlantslogi eisini . %% 381 Nýtt bakarí í Klaksvík Nýtt bakarí í Klaksvík Alt er nýtt fyri okkum Mánanáttina byrjaðu bakararnir í bakarínum hjá Jórun í Klaksvík fyri fyrstu ferð at baka í nýggja bakarínum uppi við Borðoyavík . Tað gekk alt hampuliga væl , hóast alt er nýtt fyri teimum Klaksvík : Fyrsta bakaríið , sum er bygt til júst tað endamálið , stendur nú liðugt . Tað er bakaríið hjá Jórun Mørkøre , sum liggur á ídnaðarøkinum uppi við Borðoyavík . Bakaríið hevur staðið í gerð síðani í maj og sunnukvøldið var so mikið væl áleiðis komið , at starvsfólkini kundu byrja . Nakað av byrjanartrupulleikum vóru , men tað gekk kortini fínt at baka hesa fyrstu náttina . Nýggja bakaríið gevur møguleikar fyri øktari framleiðslu og eisini møguleikum fyri at gera aðrar vørur . Jórun sigur tó , at í fyrstu atløgu verður alt tað vanliga gjørt . - Vit mugu finna eina arbeiðsrytmu og arbeiðsgongd allarfyrst , so fáa vit at síggja , hvat annað kann koma burturúr , staðfestir hon . Fyri umleið einari viku síðani komu allar tær nýggju maskinurnar . Eitt lið av donskum fakfólkum kom upp við at seta alt til . Teir gingu framvegis og hugdu at og eftirkannaðu alt hendan morgunin , Sosialurin vitjaði . Sum skilst vera tey verandi til hósdagin . Ein prøvabakari er somuleiðis við í fylginum , og hann skal royna at finna eina hóskandi arbeiðsgongd saman við Jórun og hennara starvsfólki . - Hetta er alt spildurnýtt fyri okkum øll . Eg kenni meg júst sum ein lærling , sum fer til arbeiðis fyrstu ferð og ikki rættiliga veit , hvat og hvussu , sigur Jórun flennandi og leggur afturat , at soleiðis hava tey tað øll . Seinasta vikan fór við at seta alla ta nýggju útgerðina upp á pláss . Allar maskinurnar frá gamla bakarínum við Klaksvíksvegin vórðu ikki koyrdar niðan í Borðoyavík , fyrr enn alt var liðugt bakað sunnudagin . Sjarman er burtur Nýggja bakaríið uppi við Borðoyavík er tað fyrsta av sínum slagi , sum er bygt til endamálið í býnum . Hini bakaríini í Klaksvík , sum eftirhondini ikki hava verið so fá í tali , hava øll verið sethús við bakaríi í kjallaranum . - Hetta er ein virkisbygningur , sigur Jórun . Samlaða støddin á bygninginum er 360 fermetrar . Sjálvt bakaríið er 180 fermetrar . So er stórt goymslurúm , skeri - og pakkirúm , kantina og annað , sum enn ikki er liðugt at gera . Fyri Jóruna ráddi tað fyrst og fremst um at sleppa at fáa jólabaksturin frá hondini í nýggja bakarínum , og tað er so eydnast hjá teimum . Tveir nýggir ovnar eru í nýggja bakarínum umframt tann sum tey nýttu í hinum , frysti- og kølirúmini eru nýggj og so nógv størri , sum Jórun tekur til . Í hinum bakarínum hevði Jórun bara vanligar frystiboksir , sum húsarhald hava . Har slógu tey somuleiðis breyðini upp við hond og so framvegis . Alt tað fer framyvir at ganga fyri seg við maskinum . Alt hetta bøtir munandi um arbeiðsumstøðurnar og effektivitetin , men samstundis ásannar Jórun , at sjarman við gamla bakarínum hervið er farin . - Vit stóðu nærum uppi á hvørjum øðrum í tí gamla , og eg veit ikki , hvussu ofta vit søgdu umskylda við hvønnannan gjøgnum ein dag , tí vit rendu saman ella okkurt . Her verður tað trupult at renna á , sigur Jórun . Eitt annað , sum eisini lættir munandi um hjá teimum nú , er at tað ber til at fylla bilin inni í garasjuni . Í gamla bakarínum máttu tey bera allar breyðkassarnar út sjálvi , og tað var mangan tungt og strævið . Víðka handilin Jórun Mørkøre keypti bakaríið í 1999 . Tá var tað nóg gott , sum tað var , men skjótt øktust krøvini , og hon byrjaði at hugsa um at byggja nýtt . - - - Tað gamla var gott tann tíð tað var , men í dag er tørvurin hjá fólki nógv størri , heldur Jórun . Nýggi bygningurin uppi við Borðoyavík hýsir ikki útsølu , handilin er framvegis í hinum bakarínum . Men Jórun væntar , at tá alt økið rundan um nýggja bakaríið er gjørt , og undirsjóvartunnilin er liðugur , fer hon kanska at gera ein handil eisini . Pláss er í øllum førum fyri honum . Tað at bakaríið er flutt , gevur tó aðrar møguleikar við handlinum við Klaksvíksvegin . - Nú hava vit fingið kjallara við hús fyri tað fyrsta . Ætlanin er at víðka um handilin , men nú mugu vit líka steðga og síggja , hvussu hetta fer at ganga , sigur Jórun Mørkøre og leggur afturat , at um ikki hon hevði havt so góð fólk rundan um seg , so hevði hon ikki staðið í nýggja bakarínum nú . %% 382 Bara man var barn í dag Bara man var barn í dag Jólini eru barnahátíðin mikla . Børnini eru so spent , og mangan er jólamánaðurin sera drúgvur at koma ígjøgnum . Tá hjálpir tað , at tað hendir nógv í jólamánaðinum , og nógv er at hyggja at , tí øll hava prýtt teirra heim so væl Klaksvík : Jólaprýði , jólatrø , jólamenn og ikki minst jólagávurnar . Tað er nógv at gleða seg til , tá tað nærkast jólunum . Øll hava nógv at gera og stákast við at fáa alt tilreiðar , so jólini verða so hugnalig sum til ber . Eitt tað fyrsta , sum hevur við jólini at gera , er , tá fólk fara at heingja jólaprýði upp . Børn elska at pynta til jóla , og klatrinissurnar verða hongdar upp allastaðni saman við perum , stjørnum og øðrum prýði . Tey heingja prýði upp í barnagarðinum , skúlanum og heima við hús . Og tað er so spennandi . Fyrr var tað óivað líka spennandi at prýða til jóla , um enn fólk ikki áttu so nógv prýði . Men tað er munur á , hvussu dýrt prýði var fyrr og nú . Tá kundi tú neyvan keypa eina ljósketu við meira enn 30 perum í fyri undir 100 krónur . Í dag er tað púra vanligt , og tað ger ivaleyst sítt til , at tað virkar sum fólk hava nógv meira prýði hangandi uppi . Uttanduraprýði Eitt , sum sást so nógv meira til í dag enn fyrr , er uttandura prýði . Hava fólk eitt stakitt , eitt træ ella hvat tað nú skal vera , so sást sum oftast ein ljósketa hanga á tí . Og tað ger tað veruliga hugnaligt . Tað er ein vøkur sjón at síggja eitt peruskrýtt træ . Men so eru tað eisini nøkur , sum hava heilt nógv prýði á húsinum sjálvum . Húsið á myndini er sanniliga eitt tekin um tað . Við ljósketum , blinkandi jóla- og kavamonnum í grasinum , sum syngja Santa Claus is coming to town og einari ljósmynd á sjálvum húsavegginum , sum hoppar upp og niður , er hetta eitt hús , sum fólk steðga á og hyggja at , tá tey ganga ella koyra framvið . Tað sást langan veg , og á ein ella annan hátt er tað sera stuttligt at síggja . Tað minnir einamest um hús , sum ein sær í amerikanskum filmum . Onkur hevur kanska hug at flenna og hugsa , at hatta er alt ov nógv av tí góða , men tá er tað , at ein átti at hugsa um børnini . Hvussu stuttligt hevði tað ikki verið at verið barn í hasum húsinum ? Tí børnini hugsa nevniliga ikki so nógv um , hvussu onnur halda tað sær út . Og tað er gott at síggja , at tey vaksnu í hesum húsinum ei heldur gera tað . Hetta húsið fær heilt vist mong at hugsa , at bara man var barn í dag . Eitt kvøldið gingu nøkur børn og mólu rundan um hetta húsið . Tey funnu brádliga útav , at um tey hoppaðu á grasinum tætt við jólamenninar , so fóru teir at blinka . Hetta var til miklan stuttleika fyri tey . Men so er bara at vóna , at perurnar ikki bresta av øllum blinkarínum , um nú øll børnini í grannalagnum finna útav , at jólamenninir kunnu fáast til at blinka . %% 383 Talgild tøknifrøði styrkir Rás 2 sum útvarpsstøð Talgild tøknifrøði styrkir Rás 2 sum útvarpsstøð Rás 2 fyllir fimm ár og hevur styrkt sína støðu sum digital , óheft radiostøð við egnum , landsdekkandi sendineti - - men fyri fleiri er tað ein gáta hvat føroyingar alment ætla á loftmiðlaøkinum Síðan privatar radiostøðir á fyrsta sinni tóku seg upp síðst í 1990unum aftan á ta formellu avtøkuna av tí føroyska loftmiðla monopolinum , er tað so líðandi staðfest at í øllum førum tann mest kenda og konsolideraða av hesum , Rás 2 , tykist komin fyri at vera . Støðin hevur sent síðani desember 1999 og fyllir fimm ár tann 14 . í hesum , og hon hevur harvið yvirlivað ta tungu og torføru byrjanarfasuna . Tað sum í dag sermerkir bygnaðin á Rás 2 er eitt høgt stig av effektiviteti og operationellum óhefti á einum lágum kostnaðarstigi ; hetta er ikki minst týðiligt í at støðin hevur uppbygt eitt egið sendinet ið røkkur út til meginpartin av Føroya fólki , og hevur samstundis optimerað sína framleiðslu og rakstur við hjálp av nýggjastu tøknifrøði . Arbeiðsligt Stjórin á Rás 2 , Petur Jacobsen , viðgongur at hann hevði hugsað seg um av nýggjum , hevði hann vitað júst hvussu stríggið tað fór at verða at menna støðina upp til tað hon er ídag . Men tann væleydnaða gongdin í seinastuni við at útbyggja sendinetið og innrætta virkisbygningin í Søldarfirði hevur samstundis givið familjufyritøkuni nýtt bjartskygni . » Vit eru ógvuliga glað fyri tann fíggjarliga stuðul vit hava fingið til útbyggingingina av sendinetinum . Eg kundi nevnt bæði Suðuroyar og Norðoya Sparikassa , Føroya Bjór , og fleiri onnur , bæði kommunur , feløg og privat ? At Tórshavnar kommuna eisini hevur valt at brúka Rás 2 til útvarpslýsingarnar er eitt herðaklapp og eitt gott ískoyti sum vit eru glað fyri ; eg vildi ynskt at fleiri kommunur høvdu gjørt tað sama . Uttan alla hesa hjálp hevði verið tungt , um ikki ómøguligt , at bygt hetta sendinetið upp so skjótt . « Ein vitjan hjá Rás 2 í Søldarfirði er nóg mikið til at staðfesta at Petur Jacobsen og familjan hjá honum hava ein eldhuga fyri hesum , og at tey arbeiða hart fyri sína fyritøku og sínar kundar . Fyri einum ári síðani keypti Rás 2 ein bygning í Søldarfirði sum er 300 fermetrar í tveimum hæddum ; hesin er nú fullkomiliga umbygdur innan og innrættaður eftir tørvinum hjá útvarpsstøðini . » Vit skræddu alt út og bygdu um fullkomiliga av nýggjum , « greiðir Petur Jacobsen frá . » Sum tú sært , her er nú rættiliga arbeiðsligt og góðir møguleikar fyri víðkan av virkseminum , vit hava nú 3 studio í Søldafirði og eitt stórt studio í Havn . « Ringja inn úr New York Roknskapurin fyri 2003 vísti eitt lítið yvirskot upp á 10 - 20 túsund krónur , og tað verður eisini tikið sum ein sigur . » Eg haldi eg tori at siga at vit eru komin fyri at vera , og eg eri glaður um at vit hava fingið eitt positivt úrslit í roknskapin . Mótgongdin hevur mangan kenst hørð , og onkuntíð havi eg hugsað at - hetta var tað býttasta vit nakrantíð fóru í holt við , - men - Treiskni og áhaldni má til , og hetta er hóast alt eitt sera spennandi arbeiði ; tað er hugurin ið drívur verkið . « Talan er tilsamans um eini fýra heiltíðarstørv á støðini umframt einar 15 freelance'arar sum røkja ymiskar uppgávur . Petur tekur sær sjálvur av tí analoga sendinetinum , meðan konan , Randi , sum er útbúgvin grannskoðari , tekur sær av bókhaldinum og tí fíggjarliga ; næstyngsti sonurin Ronny er innanhýsis útvarpsteknikari og ger eisini lýsingar ; tann yngsti sonurin , teldumaðurin Ingi , ger eisini lýsingar , kodar ritbúnað og sær til at øll tann digitala maskinan koyrir og verður ment leypandi ; svigardóttirin Beinta lesur upp og passar Ynskiløtuna umframt at standa fyri avgreiðslu . Dóttirin Anja er eisini knýtt at støðini , við ymiskum uppgávum , har ímillum tann dagliga sendingin ? Orðið ? . Teir eldru synirnir Jan og Dávur , sum til gerandis ikki rokast á Rás 2 , hava eisini hjálpt nógv til við ymiskum uppgávum tá tað hevur staðið á . » Í dag dekka vit eini 95 - 98 prosent av Føroyum , « segði Petur Jacobsen , » men tá havi eg ikki talt internetið við . Rás 2 hevur leingi streamað alla sína sendiflatu yvir internetið og tað merkir í veruleikanum at vit kunnu hoyrast um allan heimin , somuleiðis sært tú á heimasíðuni og á útvarpstólinum ( RDS ' inum ) hvat verður spælt beint nú ; vit eru ein av teimum heilt fáu rásunum í heiminum sum bjóða hetta , og tað er okkara framkomnu tøknifrøði fyri at takka . « » Tann talgilda tøknifrøðin hevur koyrt leingi her og verður útbygd leypandi ; hetta er eisini fyrsta treyt fyri at alt skal hanga saman arbeiðsliga . « Internetið røkkur langt og kann harafturat brúkast til fjarstýring av digitalari útgerð . » Vit uppliva eisini undir beinleiðis sendingum at fólk ringja inn úr til dømis New York ella onkra heilt aðrastaðni , og tað er jú hugaligt . « » Og vit kunnu somuleiðis stýra tí grundleggjandi arbeiðinum á støðini yvir internetið . Tað er komið fyri at vit hava verið uttanlands og hava stýrt sendivirkseminum tann vegin ? « Public Service ella Pop Eingin ivi er um at bæði baks og slit hevur givið Rás 2 teaminum harðar tíðir frá fyrsta degi . Frustratiónirnar hava staðið týðiligar at lesa millum reglurnar tá Petur Jacobsen hevur skrivað okkurt lesarabrævið sum íkast til orðaskiftið um kringvarp í Føroyum , eitt orðaskifti sum ikki minst hevur verið merkt av at fólk eru ørkymlað yvir spurningin um hvat ið tann politiski myndugleikin ætlar at stinga út í kortið . At verða skýrdur kappingarneyti til Útvarp Føroya vil stjórin á Rás 2 ikki , trupuleikin er í hansara eygum heldur at núverandi útvarpsleiðsla er uppvaksin við at vera einsamøll og tá nú onkur annar kemur inn á ' teirra øki ' eru tey ikki von ella búgvin at fyrihalda seg til hetta . » Samstarv hevði gagnað øllum pørtum , og tað er skeivt at skúla útvarpsfólk við at Rás 2 er av tí ónda ? Fólk blanda ofta tingini saman tá tey tosa um Rás 2 í mun til tað almenna Útvarpið , sum um at talan var um kappingarneytar . Tað er tað jú ikki , í øllum førum skal tað ikki vera so . Tað almenna Útvarpið er ein stovnur ið av tí politiska myndugleikanum er settur til at røkja nakrar heilt serligar ? public service ? uppgávur , meðan Rás 2 er ein privat støð ið av sínum eintingum sendir pop og annað tilfar , mest tílíkt ið verður nevnt undirhaldsútvarp . Meðan tað almenna Útvarpið verður fíggjað við hjálp av lógarfestum lurtaragjaldi umframt eyka inntøkum frá lýsingum og øðrum virksemi , so hevur Rás 2 ikki annað enn serligan sjálvbodnan stuðul og tær lýsingar vit megna at selja . « Hetta er væl ikki annað enn rímiligt ? » Tað skuldi tað verið , men í lógini um kringvarp frá 1997 er lagt upp til at somu treytir skulu galda fyri privatar og almennar støðir , tó við tí undantaki at tær privatu mugu sjálvar klára seg fíggjarliga ? og so kemur tann avgerandi skeivleikin sum koppar allari javnvág - samstundis sum tey alment fíggjaðu vørpini hava fingið fríar hendur at kappast ímóti okkum um tær handilsligu lýsingarnar . Eg haldi hetta má vera eitt mál fyri Kappingarráðið , og hetta líkist í øllum førum ikki nøkrum ið kann kallast rímiligt ! « Petur Jacobsen telist millum teirra ið meta at avleiðingarnar av at lata teir almennu loftmiðlarnar kappast móti privatum støðum og øðrum miðlum um tær handilsligu lýsingarnar , síggjast aftur í útboðnum ; hann meinar at tey almennu vørpini hava fingið lyndi til at ganga burtur frá sínum public service uppgávum fyri at ístaðin at leggja seg meira eftir at senda pop og undirhald . Hetta er ein gongd sum skaðar allar partar , meinar Petur Jacobsen , í og við at ein public service støð eigur sítt trúvirði og sítt grundarlag í júst public service við tilhoyrandi kravi um journalistiska dygd og óheftan tíðindaflutning . Hann ávarar í hesum sambandi ímóti at destruktivt máa støðið undan tí dygdargóða public service varpinum , samstundis sum hann metir at marknaðurin hjá teimum kommerciellu , sum ikki hava annað livibreyð enn lýsingarnar , verður órógvaður av ójavnari kapping . » Eg haldi hetta málið um føroyskar loftmiðlar liggur politiskt í hálvum gekki og eingin greið ætlan tykist fyriliggja heldur . Hvat vilja vit føroyingar ? Nú ÚF og SvF verða løgd saman , verður tað vónandi so at politikararnir taka eina greiða støðu og leggja eina linju fyri hvat vit vilja við almennum loftmiðlum í Føroyum , herundir um vit yvirhøvur vilja at alternativar ella privatar støðir skulu hava umstøður at virka undir . « Anna V . Ellingsgaard Hygg - tú gloymdi okkurt Einferð vóru vit børn , óspilt og forvitin og til reiðar at rúma heiminum , júst sum hann er - ein gandakendur himmal , fullur av kærleika . Í nýggja tekstasavninum " Aftur Nú " hugleiðir Unn í Dali um , hvussu blindaðu eyguni kunnu latast upp aftur Eitt tjúkt lag av glasuri , sum fjalir út yvir dálking , fávitsku , sjálvsøkni og snævurskygni . Soleiðis sær heimurin út í hugleiðandi tekstasavninum " Aftur Nú " hjá Unn í Dali . Vakra fjørðan er ein køstur av plastikkdunkum og øðrum óruddi , spurningarnir hjá børnunum eru tagnaðir , tí tey vaksnu hava tept tey við logiskum forkláringum , og vit onnur eru hildin uppat at hugsa , so í staðin døma vit ella eru bara líkasæl . Unn í Dali leggur ikki fingarnar ímillum og endar turrisliga ein av fyrstu tekstunum við at siga : - Her , ger so væl , hetta hevur tú gloymt . Men hvat er tað , vit hava gloymt , og er yvirhøvur nøkur vón fyri okkum í hesum meiningsleysa heimi ? ? Vit hava fyri tað fyrsta gloymt , hvat vit hava gloymt , men savnið er í grundini als ikki hugsað so dapurt , sum tað kanska tykist . Tekstirnir eru ein roynd at lýsa mín sakn av einum gandakendum og óspiltum heimi , men tað hevði jú ikki verið nøkur meining í at seta orð á hendan saknin , um eg ikki trúði uppá , at tað ber til at finna aftur til ella endurskapa tað óspilta , sigur Unn og leggur afturat , at hon vónar , at lesarin sær tekstirnar , sum eina áheitan , heldur enn eina náðileysa ákæru . - Eg havi avmyndað veruleikan , sum hann sær út , men eg seti meg ikki afturá og góðtaki myndina . Eg vil hava gleðina , frummegina og kenslurnar aftur . Tað er tað , hesir tekstirnir snúgva seg um , sigur Unn . Mýggjabitar og Hollywoodglasurur - Í staðin fyri bara at vera til og royna at finna eydnuna innaní okkum sjálvum , fara vit í biograf , har vit billa okkum inn , at eydnan má hava ein umgang av Hollywoodglasuri , áðrenn hon kann takast í álvara . Sjálvandi er hetta ein flýggjan , ikki inn í eina dreymaverð , sum vit vanliga plaga at siga , men ein flýggjan frá okkum sjálvum og ábyrgdini fyri at rannsaka okkum sjálvi í okkara innastu kenslum . Vit tora ikki , tí ein slík rannsakan krevur , at vit eru erlig , og tað ger okkum húðleys og sárbær . So vit liva víðari í okkara grunnskygni , og hvat verri er - vit læra okkara børn at gera tað sama , sigur Unn . Í tekstinum " Hygg mamma " eyðgleiðir ein smádrongur mýggjabitarnar dansa , men hann skilur ikki , hví teir ikki eisini flenna , tá teir nú eru so glaðir , so hann spyr mammuna . Svarið , hann fær , er , at mýggjabitar flenna ikki , tí teir hava onga rødd . ? Teksturin er eitt dømi um eitt slag av uppaling , sum rænir spontanu gleðina frá børnunum við at geva teimum logiskar forkláringar uppá alt tað , sum ikki kann forklárast . Ímynda tær , at lívið er ein trillibøra , og at tú bara kanst taka tað við tær víðari , sum kann vigast og mátast , áðrenn tú leggur tað upp í trillubøruna . Restin dettur bara niður á vegin , meðan tú trillar víðari , og til endan sært tú tað ikki og hevur gloymt , at tað nakrantíð var til , sigur Unn og sipar til smádrongin í tekstinum , sum til endan góðtekur , at mýggjabitarnir nokk ikki eru so glaðir kortini , tí teir hava onga rødd , sum kann vísa tað . Hann hevur ikki bara lært , at tað logiska er tað skilagóða , men eisini at definera tað , hann ikki skilur , út frá tí , tað manglar í mun til menniskju . Tað er ikki longur pláss fyri , at lutir og kenslur bara eru . Kransakøkutómleiki Tekstirnir " Kransakøkutómleiki " og " Føroyar " skrivaði Unn í byrjanini av 90unum , tá kreppan leikaði harðast á í Føroyum . Hon hevði tá búð niðri í eina tíð , og heimafturkomin varnaðist hon ymiskt , hon kanska leingi hevði havt varhuga av , men sum nú kom ovurhonds týðiliga til sjóndar . Eitt tað mest óhugnaliga var at síggja , hvussu menniskju nærum vórðu býtt upp í A og B menniskju , alt eftir , hvussu kreppan tilvildarliga hevði rakt tey . ? Vit sóu jú menniskju , sum stóðu púra hjálparleys og høvdu mist alt , men kortini royndu at varðveita álitið á , at tey , sum sótu við valdið , onkusvegna kundu hjálpa teimum . Men í nógvum førum gjørdist vónin um hjálp ein hvørvisjón , tí tey , sum kanska kundu hjálpa , vaskaðu sínar hendur . Eg skal ikki gera meg til dómara yvir , hvør hevði skyldina av hvørjum . Eg minnist bara , hvussu eg øtaðist við , tá eg sá , hvussu summi eftir øllum at døma bara kundu lata eyguni aftur fyri tí neyðini , sum hevði rakt teirra medmenniskju , sigur Unn . Kenslan gav Unn íblástur til at skriva nakrar yrkingar um næstrakærleika , sum á fleiri hættir eisini rennur sum ein reyður tráður gjøgnum hinar tekstirnar . Í innganginum til savnið minnir Unn á orðini hjá Jesus , " Tað , tú gert móti einum av mínum minstu , gert tú móti mær . " og vísir á , at mátin , vit bera okkum at móti øðrum menniskjum , fyrr ella seinni altíð rakar okkum sjálvi . ? Í míni verð er onki tilvildarligt , og tað vit gera , fær altíð avleiðingar . Vit kunnu birta ljós í okkara medmenniskjum við at vera góð við tey og vísa teimum virðing . Men tað er líka skjótt at sløkkja ljósið , lata eygu og oyru aftur og rista ábyrgdina av okkum . Slíkt er sjálvandi lætt at sita og siga , og fyri onkran ljóðar tað uttan iva sum ein kliché , men fyri meg snýr hetta seg um eina heila lívsfatan , sum sær hvørt einstakt menniskja sum lið í eini óendaligari ringrás . Vit eru ikki bara partur av hvørjum øðrum . Vit eru eisini ein liður í náttúruni rundanum okkum og tí andaliga heiminum , sum finst onkustaðni hinumegin hetta lívið - himmalinum um tú vilt . Og saman við tankanum um , at okkara atburður altíð hevur avleiðingar , verður hetta ein lívsfatan , sum grundleggjandi snýr seg um eina kollektiva ábyrgd , sum tað ikki ber til at skáka sær undan . Fløkt einfeldi Hendan ábyrgdin kemur millum annað til sjóndar í tekstunum , sum snúgva seg um , hvussu vit handfara náttúruna , har meiningsleysa uppbýtingin av tíðini virkar sum ein forðing fyri , í hvønn mun vit halda okkum kunna venda aftur til tað upprunaliga . ? Tá vit tosa um tað upprunaliga , tosa vit sum oftast um tað , sum part av eini fortíð , sum ikki kann endurskapast , og sum er í andsøgn við nútíðina og framtíðina . Fyri okkum eru framstig pr. definitión góð , men í okkara hugaheimi eru tey eisini óloysiliga knýtt at nútíðini og framtíðini . Fortíðin verður óbrúkilig , eitt sorgblítt minni um eina tíð , tá vit ikki vistu betur . Tí verður tankin um , at tað ber til at tvinna fortíðina saman við nútíðina í einum nýggjum slagi av framstigi óhugsandi fyri okkum . Eitt tað besta dømi er tankin um vistfrøðilig landbrúk . Hetta er ein tanki , sum áhaldandi trokar seg framat , men vit vita ikki , hvussu vit skulu hýsa honum . Úrslitið er , at vit hava gjørt einfaldu vistfrøðina til eina fløkta , framkomna servísind , latið hana í ein modernaðan ham , sum er lættari at svølgja , sigur Unn , sum annars heldur lítið um mátan , vit føroyingar fara við náttúruni . Hon vísir á tað løgna í , at okkum dámar so ótrúliga væl at lýsa okkum sjálvi sum eitt fólk , við einum serligum sambandi við náttúruna . Tað hava vit uttan iva havt einaferð , men dømini um tað liva í dag í besta føri bara sum gomul minni um nakað fjart . Vandin er sjálvandi , at illusiónin verður ein forðing fyri , at vit taka okkum um reiggj og síggja veruleikan í eyguni , men Unn heldur , at tað ber eisini til at venda tí hin vegin . ? Eg eri grundleggjandi eitt positivt menniskja , sum ikki missir vónina . So eg velji at halda , at tá okkum føroyingum dáma so væl at skriva " náttúrufólk " í ferðavinnufaldararnar , so má tað boða frá einum ynski um at venda aftur til tað upprunaliga . So hvør veit , kanska er tað bara ein spurningur um tíð , inntil tað , sum stendur í faldanum , er sannleikin , sigur Unn í Dali . Æviga núið Í innganginum til " Aftur Nú " lýsir Unn savnið sum eygleiðingar , hugleiðingar og royndir , hon hevur gjørt sær , í eini longdari " nú - process " , sum hon tekur til . Fyri Unn er tíðin ein óendalig spiral , sum gongur runt og runt og ongantíð fangar hin endan , og í hesi endaleysu spiralini er núið tað einasta , vit eiga . ? Hetta er ein tanki , tey flestu av okkum hava sera ilt við at góðtaka , og tí brúka vit eina rúgvu av orku uppá at býta tíðina sundur fyri síðani at petta hana saman aftur á ein hátt , sum tykist at geva okkurt slag av meining , vit kunnu góðtaka . Men tíðin letur seg ikki býta sundur , og tí verða okkara royndir at gera tað ikki bara sera klossutar . Tær enda í grundini eisini við at mótarbeiða lívinum , sum altíð er eitt slag av heildarúrsliti av bæði fortíðini og nútíðini og eisini av okkara bønum og vónum um framtíðina . Sum eina staðfesting av hesum æviga núinum hevur Unn givið savninum heitið " Aftur Nú " . Heitið er ein tilsiping til savnið " Hvat Nú ? " , sum Unn var í ferð við at geva út fyri nøkrum árum síðani . Av ymsum orsøkum varð útgávan av ongum , men tankarnar í savninum slepti hon ongantíð , og onkrir av tekstunum eru eisini við í nýggja savninum . ? Eg havi tikið nakrar av gomlu yrkingunum ella tekstunum við í tann mun , teir geva meining fyri heildina í nýggja savninum . Tekstirnir í " Aftur Nú " spegla boðskapin um , at alt er ein process , og at hvør einasta lítla hending hevur eina avleiðing av onkrum slagi . Eisini tekstirnir í savninum . Tá ein tanki , setningur ella tekstur er liðugur , dregur hann ein annan við sær , og soleiðis heldur tað fram . Tískil er " Aftur Nú " bara eitt evarska lítið brot av mær , sum nú er farið víðari og vorðið eitt lítið brot í hugaheiminum hjá onkrum øðrum , sum kanska fer at minnast , hvat hann gloymdi , sigur Unn hugleiðandi . . . %% 384 Noyddust at klippa takið av Noyddust at klippa takið av Tórshavnar Sløkkilið noyddist at klippa takið av einum bili fyri at fáa ein fastkleimdan bilførara leysan í sambandi við eitt ógvusligt ferðsluóhapp í Havn seinnapartin hósdagin . Seinnapartin hósdagin var eitt ógvusligt ferðsluóhapp á vegamótinum Tjaldursvegur / RC Effersøesgøta í Havn . Ein bilur , ið skuldi út av Tjaldursvegnum og út á RC Effersøesgøtu , koyrdi beint út fyri ein bil , ið kom niðan eftir RC Effersøesgøtu . Stoyturin var harður , og síðan í bilinum , ið koyrdi út fyri , bleiv trýst inn . Sat fastkleimdur í næstan ein tíma Bilførarin bleiv fastur í bilinum , og neyðugt var at skera mannin leysan úr bilinum . Hetta tók drúgva tíð , og neyðugt var at klippa alt takið av bilinum . Í sambandi við ferðsluóhappið var eitt strekki av RC Effersøesgøtu stongt í nærum ein tíma í gjár , meðan arbeitt var við at fáa mannin leysan og rudda upp eftir óhappið . Bilførarin á hinum bilinum var fluttur á sjúkrahúsið til kanningar , men bleiv útskrivaður aftur beinanvegin . Fastkleimdi bilførarin varð eisini fluttur á sjúkrahúsið , men hvørki á sjúkrahúsinum ella á politistøðini ber til at fáa nakað at vita um støðuna hjá manninum . Bilurin hjá hesum manninum gjørdist vrak . %% 385 Tobbi fær ein skáa Tobbi fær ein skáa Uppskotini um at tveita Torbjørn Jacobsen úr flokknum eru tikin aftur . Men Tobbi er ikki tikin til náði í flokkinum , sigur formaðurin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag avgjørdur . Høgni Hoydal sigur , at hann ætlar sær ikki at spæla hund í fjølmiðlunum , og tí hevur hann ongar viðmerkingar Torbjørn Jacobsen verður ikki blakaður úr Tjóðveldisflokkinum , tá ið flokkurin hevur eykafloksting í næstu viku . Tað stendur greitt , eftir at uppskotini frá lokalfeløgunum í Suðurstreymoy og Eysturoy um at koyra tingmannin í Eysturoynni úr flokkinum eru tikin aftur . ? Vit kunnu ikki broyta lógirnar , so vit í framtíðini kunnu koyra limir úr flokkinum , og koyra ein lim úr flokkinum á sama flokstingi . Tað heldur ikki løgfrøðisliga , og tí eru uppskotini tikin aftur , sigur Klæmint Østerø , sum er formaður í Eysturoyar Tjóðveldisfelag . Eru uppskotini so bara tikin aftur fyribils ? ? Nei , tað kanst tú ikki siga . Tey eru tikin aftur , tí tey kunnu ikki gjøgnumførast á hesum flokstinginum , men eg kann einki siga um , hvat fer at henda í framtíðini . Eingin yvirgeving Tað var eftir skriving í Sosialinum , at Torbjørn Jacobsen fall í ónáðir hjá leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum , og ætlanin hevur síðani verið , at tingmaðurin skuldi koyrast úr flokkinum á einum eykaflokstingi . Hetta kundi tó ikki gerast uttan lógarbroytingar fyri flokkinum , og hesar broytingar hevur starvsnevndin í flokkinum tikið stig til at broyta . Og tað uppskotið stendur við og skal viðgerast á eykaflokstinginum í næstu viku . Eysturoyar og Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag lótu síðani uppskot inn um , at Torbjørn Jacobsen skuldi koyrast úr flokkinum . Men hesi uppskot eru nú tikin aftur . ? Vit standa framvegis við okkara fráboðan , sum vit komu við í september mánaði . Vit taka frástøðu frá Torbirni Jacobsen og stuðla formanninum í flokkinum . At vit hava tikið okkara uppskot um at koyra Torbjørn Jacobsen úr flokkinum aftur er eingin yvirgeving frá okkara síðu , og Torbjørn Jacobsen er ikki tikin til náði , sigur Klæmint Østerø . Formaðurin tigur Tað var formaðurin í Tjóðveldisflokkinum , sum stóð fyri skotum , tá ið Torbjørn Jacobsen loysti frá posabandinum í Sosialinum . Høgni Hoydal varð millum annað kallaður » Lítli - Messias « og ein manipulator , og hetta skapti stóra øsing í flokkinum . Høgni Hoydal segði seg hava mist alt álit á Torbjørn Jacobsen , hann kundi ikki samstarva við hann longur , og hann helt , at skrivingin skuldi fáa avleiðingar . Men Høgni Hoydal vil ongar viðmerkingar gera , nú uppskotini um at koyra Torbjørn Jacobsen úr flokkinum eru tikin aftur . ? Eg ætli mær ikki at spæla hund í fjølmiðlunum , soleiðis sum aðrir gera , sigur hann . Men tú hevur fyrr sagt alment , at tú ikki kanst samstarva við Torbjørn Jacobsen . Hvørja viðmerking hevur tú , nú uppskotini um at koyra hann úr flokkinum eru tikin aftur ? ? Eg havi ongar viðmerkingar , tí nú verður hetta málið viðgjørt á flokstinginum , og tað skal tað fáa loyvi til . Útblaking verður viðgjørd Tá ið Tjóðveldisflokkurin í næstu viku hevur eykafloksting kemur uppskotið frá starvsnevndini í flokkinum um lógarbroyting til viðgerðar . Hendan lógarbroyting skal gera tað møguligt hjá flokkinum at koyra ein lim burturúr , um hann arbeiðir ímóti flokkinum . Harvið fáa limirnir í flokkinum møguleikan at siga sína hugsan um hetta prinsipp og helst eisini um ítøkiligu ætlanina at tveita Torbjørn Jacobsen út . Vága Tjóðveldisfelag mælir til , at Torbjørn Jacobsen skal veljast aftur til næstformann í flokkinum , og tí sleppa limirnir í flokkinum at taka onkra støðu til leiklutin hjá Tobba í flokkinum . %% 386 Hevndi seg fyri upploysn av rockbólki Hevndi seg fyri upploysn av rockbólki Ein 25 ára gamal maður drap hósnáttina fýra fólk á eini konsert í Columbus í USA . Hann var illur um , at rockbólkurin Pantera varð givin at spæla saman , og hann drap ein av fyrrverandi limunum í bólkinum ? Pantera skuldi ongantíð verið givin at spæla , segði tann 25 ára gamli Nathan Gale , tá hann fór fram á pallin og fór at skjóta eftir bólkinum Damageplan , har tveir fyrrverandi tónleikarar í Pantera nú spæla við . Hetta hendi á náttklubbanum Alrosa Villa í býnum Columbus í Ohio hósnáttina , og úrslitið var blóðugt . Gale drap fyrrverandi gittarspælaran í Pantera , Darrel Abott , og og beiggi hansara , trummuspælarin Vinnie Paul Abbott , var eisini raktur av skotum , men sambært CNN er tað ikki enn váttað alment , hvussu heilsustøðan hjá honum er . Sangarin í Damageplan er eisini lagdur inn á sjúkrahús eftir hendingina . Nathan Gale skjeyt eisini út í salin á náttklubbanum , og har lógu trý fólk eftir á . Varð skotin sjálvur Sambært CNN var løgreglumaðurin James Niggemeyer staddur í nánd av náttklubbanum Alrosa Villa , tá ið fráboðanin um skottilburðin kom . Hann var á staðnum tveir minuttir eftir , at fyrsta skotið varð latið av . ? Løgreglumaðurin fór uttan hjálp frá øðrum løgreglufólki inn á náttklubban gjøgnum einar bakdyr . Onkur leiddi hann til pallin , har gerningsmaðurin hevði tikið ein gísla . Tað eydnaðist løgreglumanninum at skjóta gerningsmannin , áðrenn hann fekk dripið fleiri fólk , sigur ein talsmaður fyri løgregluna í Columbus við CNN . ? Løgreglumaðurin tók ein stóran kjans við at fara einsamallur inn , men hann hevur bjargað í øllum førum einum fólki frá deyðanum . Hann er ein hetja , sigur talsmaðurin . %% 387 Eldur kom í frítíðarskúla Eldur kom í frítíðarskúla Seinnapartin hósdagin var sløkkiliðið í Klaksvík boðsent til frítíðarskúlan Sornhús , har eldur var komin í . Eingin vandi var fyri børnunum , sum vóru stødd í ovaru hæddini á húsunum , tá ið ein grýta við nøkrum stearinljósum brendi í niðaru hæddini . Nógvur roykur var í húsunum , men eldurin var bara í sjálvari grýtuni , og tað eydnaðist einum fólki , sum var komið eftir einum barni , at sløkkja eldin við einum eldsløkkjara og tveita grýtuna út úr húsinum . Tá ið roykalarmurin fór í gongd , vóru øll børnini fingin út úr frítíðarskúlanum beinanvegin . Tey hildu síðani til í tveimum grannahúsum . Sløkkiliðið var skjótt á staðnum , men tá var eldurin sløktur . Sornhúsið var aftur opið fríggjadagin . %% 388 BP stjóri um oljufund: BP stjóri um oljufund : Tað sær spennandi út BP ætlar sær at halda og fremja sínar boriskyldur frá 1 . Útbjóðing , áðrenn farið verður at hugsa um at fara upp í eina 2 . Útbjóðing . Men tann møguleikin er so opin . Í løtuni tosar BP við oljufeløg og myndugleikar um at flyta sínar brunnar inn á basaltið . Stjórin í BP heldur annars , at seinasta fundið við markið er spennandi , men hann heldur vit skulu ikki leypa framav kortini . Oljuleiting - Vit hava nakrar skyldur , sum vit ætla at avvikla , áðrenn vit fara víðari . Hetta sigur føroyski stjórin hjá BP , Hjarnar Djurhuus við Sosialin , tá vit spyrja hann , hví BP ikki er við í 2 . útbjóðingarumfarinum á føroyska landgrunninum . Hjarnar Djurhuus sigur , at tað hevur víst seg , at tað økið , 004 , sum tey fingu tillutað og sum tey hildu var spennandi , var ikki so áhugavert kortini . Tí hevur verið samráðst við onnur oljufeløg , um man ikki saman kundi gera okkurt skilagott . Við hesum sipar oljustjórin til , at BP kann flyta sínar restandi tveir brunnar inn á okkurt av 9 ára loyvunum hjá øðrum oljufeløgunum . Hesar samráðingar eru so eisini við føroyskar myndugleikar , tí teir skulu sjálvandi góðtaka alt leggur Hjarnar Djurhuus aftrat . Hann vísir tí á , at tað avgjørt heldur ikki er útilokað , at BP eisini seinni " farmar " inn tvs . fer saman við onkrum av hinum feløgunum , sum fáa tillutað leitiloyvi í 2 . útbjóðingarumfari . Tað eru altið møguleikar fyri at " farma " inn . Og tað er sera vanligt aðrastaðni og tað bæði inn og út . - Merkir hetta , at føroyingar ikki skulu taka tøgnina hjá BP sum ein manglandi áhuga fyri føroyska landgrunninum ? - Tað vil eg siga . Men vit hava skyldur , sum vit skulu halda , Og tær ætla vit at fáa frá hondini fyrst , og so taka vit støðu , hvussu víðari verður farið fram . Áhugavert - Síggja tit ikki meira ljóst uppá framtíðar leiting á landgrunninum , nú tað er váttað , at tað er gjørt eitt stórt fund hinumegin markið ? - Tað er greitt at finnur man nakað í nánd av tí føroyska markinum , so er tað altíð áhugavert . Tað , sum sjálvandi er serliga áhugavert , er tann vitan , sum vit vilja fáa , tá ið vit halda á fram við okkara skyldum sum so aftur kann virka saman við nýggjari vitan hjá øðrum , ið aftur kann koma øllum økinum til góða . Hjarnar Djurhuus sigur , at vit sjálvandi mugu taka slík tíðindi við fyrivarni , tí man veit jú ikki , hvat veruliga kemur burtur úr , fyrr enn teir neyðugu avmarkingarbrunnarnir eru boraðir og kanningar gjørdar . Hann sipar her til tíðindini um Marjunfundið , tá menn eisini hildu , at vit skulu ikki leypa framav . Og so hevur ikki verið so nógv at hoyra til tað síðani . Men kortini heldur hann hetta vera sera áhugaverd tíðindi fyri Føroyaøkið . Hetta er jú sera tætt føroyskum øki sum úr Havnini til Skálhøvda . So tað er rættuliga nær við markið . So er hetta positivt er greitt , at tað verður meira áhugavert at halda áfram á økinum . Flyta brunnar til 9 ára loyvi Í 1 . útbjóðingini buðu oljufeløg sær til at bora tilsamans 8 brunnar . 4 eru boraðir og teir írestandi 4 brunnarnir skulu borast í seinasta lagi í 2006 . Eftir vánaligu og løku úrslitini av boringunum í tí sokallaða Gullhorninum hava feløgini , sum skulu bora írestandi brunnarnar , sagt frá , at har er lítið at fara eftir í økinum og hava harvið givið tað signal , at tey heldur síggja , at brunnarnir verða boraðir aðrastaðni á landgrunninum . Sosialurin skilur , at samráðingar hava og eru millum feløgini sínamillum at flyta brunnar í onnur loyvi og at myndugleikarnir eisini eru við í hesum samráðingum . Støðan er so tann , at Statoil hevur eitt 9 ára loyvi , har tað kann hugsast , at tað kann flyta sín brunn . Her er talan um eitt spennandi prospekt , sonevnda Kappastrukturin , sum liggur í basaltøki . Men hjá Amerada Hess og BP er støðan ein onnur . Tey hava eingi 9 ára loyvi at flyta sínar brunnar til . Og nettup tí verður samráðst . Sosialurin skilur , at BP og Anadarko , sum eigur eitt 9 ára loyvi á landgrunninum , hava tosað saman um at flyta BP brunnarnar inn á teirra øki og nevnt . at bora ein basaltbrunn í staðin fyri tveir brunnar í Gullhorninum . , nú ein slíkur verður nógv dýrari . Hetta er ikki váttað , og tí skal tað takast við fyrivarni . Tað ljóðar so eisini , at Amerada Hess skal hava víst áhuga fyri at flyta sín brunn inn á 9 ára loyvið hjá ENI . Tað hava vit heldur ikki fingið váttað . Eftir øllum at døma er gongd á at fáa brunnarnar í Gullhorninum fluttar til 9 ára loyvini . %% 389 Automatikkurin tekur yvir Automatikkurin tekur yvir Deildin hjá Føroya Banka á Flogvøllinum letur aftur 1 . februar komandi ár . Janus Petersen , bankastjóri , sigur , at tørvur ikki er á deildini longur , og at automatikkurin kemur at fylla plássið ? Sum er , hava vit eina automat og ein sonevndan infostandara , við eini teldu . Har er møguligt at fara á internetið at søkja sær vitan um t.d. víðari flogferðslu , Strandferðsluna ella annað . Í Automatini eru danskir pengar , sum so eisini kunnu nýtast í Føroyum . So tey einastu , sum veruliga koma at merkja , at deildin steingir , eru tey , ið framvegis bert hava bankabók , sigur Janus Petersen um afturlatingina . Lítil nýtsla Janus Petersen sigur , at avgreiðslan á flogvøllinum er bert opin frá kl 10 - 13 , og at hon verður sera lítið brúkt . ? Tað sum er at gera har , eru serliga vekslingar , og tað eru ikki meiri enn ein ella tvær um dagin . Tørvurin á at hava eina damu sitandi har hvønn dag , er tí ikki serliga stórur . Størsta orsøkin til dalandi nýtsluna av avgreiðsluni er uttan iva hon , at nærum øll fólk í dag hava kort , og teimum nýtist tí ikki at veksla . Kortið kann jú nýtast um allan heimin , sigur Janus Petersen . Hann sigur , at Føroya Banki tí hevur vurderað , at tíðin ikki arbeiðir fyri avgreiðsluni á Flogvøllinum . ? Tænastan við automatini og infostandaranum er ein góð tænasta , og tey allarflestu kunnu fáa gleði av henni . Eg vænti tí ikki , at saknurin í avgreiðsluni á flogvøllinum verður nakað serliga stórur , sigur hann . Janus vísir eisini á , at so leingi sum avgreiðslan er opin , so gera fólk síni ørindi har , ístaðin fyri at nýta automatina . Heimsmet í avgreiðslum Spurdur um hetta ikki fer at hava eina negativa ávirkan á ferðavinnuna , at fólk ikki hava eina bankaavgreiðslu at venda sær til , tá tey koma til landið , svarar Janus ógvuliga avgjørdur , at tað heldur hann ikki . ? Um fólk ikki hava pening til bussin , so kunnu tey taka út úr automatini . Flestu ferðafólk hava jú kort . Vit hava eisini 20 aðrar deildir opnar runt um í landinum , so tænastan er í lagi . Saman við Sparikassanum hava vit væl einar 50 deildir í landinum , og tað er heimsmet pr. innbúgva . So eg haldi ikki , at vit kunnu leggjast undir at leggja fót fyri ferðavinnuna , sigur Janus . Hann sigur , at aðrastaðni hava tey eina avgreiðslu pr 5.000 - 10.000 innbúgvar . Her er talið ein avgreiðsla pr. 1000 fólk ella minni . ? Eg vænti ikki , at fólk fara at sakna avgreiðsluna serliga nógv , tí tað verður ikki serliga stórur munur fyri tey flestu . Bert tey við bankabók mugu nú minnast til at orna síni bankaviðurskifti dagin fyri , tey fara avstað , sigur Janus Petersen at enda . %% 390 tørvur á lógarbroyting tørvur á lógarbroyting Finn Nielsen , stjóri á Føroya Keypsamtøku , fegnast um , at okkurt endiliga hendir á handilslógarøkinum . ? Núverandi lóg verður allíkavæl ikki hildin , so tað er uppá tíðina at vit fáa eina lóg , sum slær fast hvat vit kunnu og ikki , sigur hann Keypssamtøkuhandlarnir koma ikki undir undantøkini í nýggja lógaruppskotinum , sum í løtuni er til hoyringar , áðrenn tað verður lagt fyri tingið . Uppskotið sigur , at undantøkini eru handlar , ið selja gerandisvørur og sum hava eitt sølupláss , sum er minni enn 250 fermetrar . Undantøkini kunnu hava opið altíð , bæði um næturnar , í vikuskiftum og á heilidøgum , meðan matvøruhandlar , ið eru størri enn 250 fermetrar , skulu vera stongdir frá leygarkvøldi kl 23 til mánamorgun kl 06 . Teir stóru handlarnir hava sostatt ikki loyvi at hava opið sunnudagar . Onkur handilseigari hevur gjørt vart við , at hetta er kappingaravlagandi og at tað líkist ongum , at markið millum undantøk og ikki - undantøk skal vera gólvvíddin á handlinum . Gott uppskot Men hóast Keypssamtøkuhandlarnir hjá Finn Nielsen eru so mikið stórir , at teir ikki kunnu hava opið sunnudag , so er hann stórliga fegin um , at skil endiliga kemur á upp- - og afturlatingarlógina í landinum . - Sum tað er í dag , er tað tilvildin sum ræður . Vit hava eina lóg , sum greitt sigur , at bert kioskir við avmarkaðum úrvali av matvørum kunnu hava opið sunnudagar . Men lógin verður als ikki tikin í álvara . Sum er , eru tað eisini rættiliga stórir matvøruhandlar , sum hava opið , hóast tað er ólógligt . Ein nýggj lóg fer at sláa fast , hvat er loyvt og ikki , sigur ein ógvuliga avgjørdur Finn Nielsen . Longri opið leygardag Finn Nielsen sigur , at hann avgjørt tekur undir við nýggja uppskotinum , hóast onkur heldur , at tað er kappingaravlagandi . Finn er fullgreiður um , at hann ikki sleppur at hava opið sunnudagar , men hann sigur , at sunnudagarnir ikki eru tað týdningarmesta fyri hann . - Tað , sum vit veruliga ynskja , er at kunna hava longri opið leygardagar , fyrst og fremst . Tað fara vit at kunna við hesum uppskotinum , og tað er gott , tí tað er stórliga brúk fyri tí . Hyggur tú í handlarnar hjá teimum , sum hava opið leygardag - hóast teir eftir galdandi lóg als ikki hava loyvi til tað - so sært tú , at teir hava úr at gera . Fólk ynskja at keypa leygardagar , og tað er bara rímiligt , at tey so eisini sleppa tað , staðfestir Finn . Finn heldur , at tað er átrokandi við eini nýggjari lóg , og hann heldur , at hetta er eitt sera gott uppskot . ? Sunnudagarnar kunnu vit altíð fara at tosa um seinni , men leygardagarnir eru tað , sum er mest átrokandi nú , sigur hann . Finn sigur , at tað , at Keypssamtøkuhandlarnir ikki koma undir undantøkini , bert hevur praktiskan týdning sunnudagar . ? Tað er einki í kortunum sum bendir á , at vit fara at hava opið sunnudagar allíkavæl , so tað rakar ikki okkum , staðfestir hann . Hann leggur afturat , at teir handilsmenn sum eru ónøgdir við , at teir framyvir ikki kunnu hava opið sunnudagar , bert eru teir handilsmenn , sum bróta núverandi lóg Og teimum havi eg ikki so ilt av , sigur Finn . Hann sigur seg bæði vóna og vænta at uppskotið verður samtykt , soleiðis at tað kann koma í gildi skjótast gjørligt . %% 394 Hygg - tú gloymdi okkurt Hygg - tú gloymdi okkurt Einferð vóru vit børn , óspilt og forvitin og til reiðar at rúma heiminum , júst sum hann er - ein gandakendur himmal , fullur av kærleika . Í nýggja tekstasavninum " Aftur Nú " hugleiðir Unn í Dali um , hvussu blindaðu eyguni kunnu latast upp aftur Eitt tjúkt lag av glasuri , sum fjalir út yvir dálking , fávitsku , sjálvsøkni og snævurskygni . Soleiðis sær heimurin út í hugleiðandi tekstasavninum " Aftur Nú " hjá Unn í Dali . Vakra fjørðan er ein køstur av plastikkdunkum og øðrum óruddi , spurningarnir hjá børnunum eru tagnaðir , tí tey vaksnu hava tept tey við logiskum forkláringum , og vit onnur eru hildin uppat at hugsa , so í staðin døma vit ella eru bara líkasæl . Unn í Dali leggur ikki fingarnar ímillum og endar turrisliga ein av fyrstu tekstunum við at siga : - Her , ger so væl , hetta hevur tú gloymt . Men hvat er tað , vit hava gloymt , og er yvirhøvur nøkur vón fyri okkum í hesum meiningsleysa heimi ? - Vit hava fyri tað fyrsta gloymt , hvat vit hava gloymt , men savnið er í grundini als ikki hugsað so dapurt , sum tað kanska tykist . Tekstirnir eru ein roynd at lýsa mín sakn av einum gandakendum og óspiltum heimi , men tað hevði jú ikki verið nøkur meining í at seta orð á hendan saknin , um eg ikki trúði uppá , at tað ber til at finna aftur til ella endurskapa tað óspilta , sigur Unn og leggur afturat , at hon vónar , at lesarin sær tekstirnar , sum eina áheitan , heldur enn eina náðileysa ákæru . - Eg havi avmyndað veruleikan , sum hann sær út , men eg seti meg ikki afturá og góðtaki myndina . Eg vil hava gleðina , frummegina og kenslurnar aftur . Tað er tað , hesir tekstirnir snúgva seg um , sigur Unn . Mýggjabitar og Hollywoodglasurur - Í staðin fyri bara at vera til og royna at finna eydnuna innaní okkum sjálvum , fara vit í biograf , har vit billa okkum inn , at eydnan má hava ein umgang av Hollywoodglasuri , áðrenn hon kann takast í álvara . Sjálvandi er hetta ein flýggjan , ikki inn í eina dreymaverð , sum vit vanliga plaga at siga , men ein flýggjan frá okkum sjálvum og ábyrgdini fyri at rannsaka okkum sjálvi í okkara innastu kenslum . Vit tora ikki , tí ein slík rannsakan krevur , at vit eru erlig , og tað ger okkum húðleys og sárbær . So vit liva víðari í okkara grunnskygni , og hvat verri er - vit læra okkara børn at gera tað sama , sigur Unn . Í tekstinum " Hygg mamma " eyðgleiðir ein smádrongur mýggjabitarnar dansa , men hann skilur ikki , hví teir ikki eisini flenna , tá teir nú eru so glaðir , so hann spyr mammuna . Svarið , hann fær , er , at mýggjabitar flenna ikki , tí teir hava onga rødd . - Teksturin er eitt dømi um eitt slag av uppaling , sum rænir spontanu gleðina frá børnunum við at geva teimum logiskar forkláringar uppá alt tað , sum ikki kann forklárast . Ímynda tær , at lívið er ein trillibøra , og at tú bara kanst taka tað við tær víðari , sum kann vigast og mátast , áðrenn tú leggur tað upp í trillubøruna . Restin dettur bara niður á vegin , meðan tú trillar víðari , og til endan sært tú tað ikki og hevur gloymt , at tað nakrantíð var til , sigur Unn og sipar til smádrongin í tekstinum , sum til endan góðtekur , at mýggjabitarnir nokk ikki eru so glaðir kortini , tí teir hava onga rødd , sum kann vísa tað . Hann hevur ikki bara lært , at tað logiska er tað skilagóða , men eisini at definera tað , hann ikki skilur , út frá tí , tað manglar í mun til menniskju . Tað er ikki longur pláss fyri , at lutir og kenslur bara eru . Kransakøkutómleiki Tekstirnir " Kransakøkutómleiki " og " Føroyar " skrivaði Unn í byrjanini av 90unum , tá kreppan leikaði harðast á í Føroyum . Hon hevði tá búð niðri í eina tíð , og heimafturkomin varnaðist hon ymiskt , hon kanska leingi hevði havt varhuga av , men sum nú kom ovurhonds týðiliga til sjóndar . Eitt tað mest óhugnaliga var at síggja , hvussu menniskju nærum vórðu býtt upp í A og B menniskju , alt eftir , hvussu kreppan tilvildarliga hevði rakt tey . - Vit sóu jú menniskju , sum stóðu púra hjálparleys og høvdu mist alt , men kortini royndu at varðveita álitið á , at tey , sum sótu við valdið , onkusvegna kundu hjálpa teimum . Men í nógvum førum gjørdist vónin um hjálp ein hvørvisjón , tí tey , sum kanska kundu hjálpa , vaskaðu sínar hendur . Eg skal ikki gera meg til dómara yvir , hvør hevði skyldina av hvørjum . Eg minnist bara , hvussu eg øtaðist við , tá eg sá , hvussu summi eftir øllum at døma bara kundu lata eyguni aftur fyri tí neyðini , sum hevði rakt teirra medmenniskju , sigur Unn . Kenslan gav Unn íblástur til at skriva nakrar yrkingar um næstrakærleika , sum á fleiri hættir eisini rennur sum ein reyður tráður gjøgnum hinar tekstirnar . Í innganginum til savnið minnir Unn á orðini hjá Jesus , " Tað , tú gert móti einum av mínum minstu , gert tú móti mær . " og vísir á , at mátin , vit bera okkum at móti øðrum menniskjum , fyrr ella seinni altíð rakar okkum sjálvi . - Í míni verð er onki tilvildarligt , og tað vit gera , fær altíð avleiðingar . Vit kunnu birta ljós í okkara medmenniskjum við at vera góð við tey og vísa teimum virðing . Men tað er líka skjótt at sløkkja ljósið , lata eygu og oyru aftur og rista ábyrgdina av okkum . Slíkt er sjálvandi lætt at sita og siga , og fyri onkran ljóðar tað uttan iva sum ein kliché , men fyri meg snýr hetta seg um eina heila lívsfatan , sum sær hvørt einstakt menniskja sum lið í eini óendaligari ringrás . Vit eru ikki bara partur av hvørjum øðrum . Vit eru eisini ein liður í náttúruni rundanum okkum og tí andaliga heiminum , sum finst onkustaðni hinumegin hetta lívið - himmalinum um tú vilt . Og saman við tankanum um , at okkara atburður altíð hevur avleiðingar , verður hetta ein lívsfatan , sum grundleggjandi snýr seg um eina kollektiva ábyrgd , sum tað ikki ber til at skáka sær undan . Fløkt einfeldi Hendan ábyrgdin kemur millum annað til sjóndar í tekstunum , sum snúgva seg um , hvussu vit handfara náttúruna , har meiningsleysa uppbýtingin av tíðini virkar sum ein forðing fyri , í hvønn mun vit halda okkum kunna venda aftur til tað upprunaliga . - Tá vit tosa um tað upprunaliga , tosa vit sum oftast um tað , sum part av eini fortíð , sum ikki kann endurskapast , og sum er í andsøgn við nútíðina og framtíðina . Fyri okkum eru framstig pr. definitión góð , men í okkara hugaheimi eru tey eisini óloysiliga knýtt at nútíðini og framtíðini . Fortíðin verður óbrúkilig , eitt sorgblítt minni um eina tíð , tá vit ikki vistu betur . Tí verður tankin um , at tað ber til at tvinna fortíðina saman við nútíðina í einum nýggjum slagi av framstigi óhugsandi fyri okkum . Eitt tað besta dømi er tankin um vistfrøðilig landbrúk . Hetta er ein tanki , sum áhaldandi trokar seg framat , men vit vita ikki , hvussu vit skulu hýsa honum . Úrslitið er , at vit hava gjørt einfaldu vistfrøðina til eina fløkta , framkomna servísind , latið hana í ein modernaðan ham , sum er lættari at svølgja , sigur Unn , sum annars heldur lítið um mátan , vit føroyingar fara við náttúruni . Hon vísir á tað løgna í , at okkum dámar so ótrúliga væl at lýsa okkum sjálvi sum eitt fólk , við einum serligum sambandi við náttúruna . Tað hava vit uttan iva havt einaferð , men dømini um tað liva í dag í besta føri bara sum gomul minni um nakað fjart . Vandin er sjálvandi , at illusiónin verður ein forðing fyri , at vit taka okkum um reiggj og síggja veruleikan í eyguni , men Unn heldur , at tað ber eisini til at venda tí hin vegin . - Eg eri grundleggjandi eitt positivt menniskja , sum ikki missir vónina . So eg velji at halda , at tá okkum føroyingum dáma so væl at skriva " náttúrufólk " í ferðavinnufaldararnar , so má tað boða frá einum ynski um at venda aftur til tað upprunaliga . So hvør veit , kanska er tað bara ein spurningur um tíð , inntil tað , sum stendur í faldanum , er sannleikin , sigur Unn í Dali . Æviga núið Í innganginum til " Aftur Nú " lýsir Unn savnið sum eygleiðingar , hugleiðingar og royndir , hon hevur gjørt sær , í eini longdari " nú - process " , sum hon tekur til . Fyri Unn er tíðin ein óendalig spiral , sum gongur runt og runt og ongantíð fangar hin endan , og í hesi endaleysu spiralini er núið tað einasta , vit eiga . - Hetta er ein tanki , tey flestu av okkum hava sera ilt við at góðtaka , og tí brúka vit eina rúgvu av orku uppá at býta tíðina sundur fyri síðani at petta hana saman aftur á ein hátt , sum tykist at geva okkurt slag av meining , vit kunnu góðtaka . Men tíðin letur seg ikki býta sundur , og tí verða okkara royndir at gera tað ikki bara sera klossutar . Tær enda í grundini eisini við at mótarbeiða lívinum , sum altíð er eitt slag av heildarúrsliti av bæði fortíðini og nútíðini og eisini av okkara bønum og vónum um framtíðina . Sum eina staðfesting av hesum æviga núinum hevur Unn givið savninum heitið " Aftur Nú " . Heitið er ein tilsiping til savnið " Hvat Nú ? " , sum Unn var í ferð við at geva út fyri nøkrum árum síðani . Av ymsum orsøkum varð útgávan av ongum , men tankarnar í savninum slepti hon ongantíð , og onkrir av tekstunum eru eisini við í nýggja savninum . - Eg havi tikið nakrar av gomlu yrkingunum ella tekstunum við í tann mun , teir geva meining fyri heildina í nýggja savninum . Tekstirnir í " Aftur Nú " spegla boðskapin um , at alt er ein process , og at hvør einasta lítla hending hevur eina avleiðing av onkrum slagi . Eisini tekstirnir í savninum . Tá ein tanki , setningur ella tekstur er liðugur , dregur hann ein annan við sær , og soleiðis heldur tað fram . Tískil er " Aftur Nú " bara eitt evarska lítið brot av mær , sum nú er farið víðari og vorðið eitt lítið brot í hugaheiminum hjá onkrum øðrum , sum kanska fer at minnast , hvat hann gloymdi , sigur Unn hugleiðandi . . .