!! AT BÝTA ORÐ SUNDUR MILLUM REGLUR !! !! Samansett orð verða sundurbýtt eftir orðlutum, !! skriv-stova, fiski-maður. !! Mong avleidd orð verða eins og samansett orð sundurbýtt eftir orðlutunum, !! frá-líkur, viður-kenna, fiski-skapur, kjøkr-utur, turr-ligur, bind-indi. !! Ósamansett orð verða býtt soleiðis, at orðstovnar standa fyri seg og !! endingar fyri seg. Hent er at hava til reglu, at so nógv hjáljóð, sum til !! ber, koma við í fyrra lutin, og at seinni luturin byrjar við sjálvljóði, !! arm-ur, stór-ur, hundr-að, tuberkl-ar, bát-arn-ir (ella: bát-ar-nir), !! kon-urn-ar (ella: kon-ur-nar), stein-un-um. !! Viðm. Ansið eftir, at orð verða sundurbýtt heilt øðrvísi í donskum enn í !! føroyskum. Fleiri orð eru óbýtandi í føroyskum, sum høvdu verið tað eftir !! donskum reglum, t.d. goymsla, brongla; eftir reglunum kundi verið býtt !! framman fyri -a, men ikki er siður at lata stakstav fara niður á nýggja !! eglu; hann rúgvar ikki meir enn bindistrikan. Harafturímóti er !! goymsl-an og brongl-aði sundurbýtandi.